

LITRÍKA VÁRIÐ
Tað kann tykjast løgið at skriva nøkur orð, sum skulu lýsa hetta blað, sum tú nú fert at blaða ígjøgnum. Meðan hesar reglur verða skrivaðar, skurrar útvarpið í bakgrundini, og tey tosa um koyrilíkindini í stórkavanum, sum hevur sveipað seg um landið alt. Hetta ímeðan vit skriva nakrar linjur um alt tað nýggja, vit hava fingið til føroyska várið. Einaferð tosaði ein um at selja sand í Sahara. Men at selja havamøblar í kava – tað krevur eisini sítt fólk.

Men soleiðis eru okkara frálíku oyggjar. Hetta er ikki fyrstu ferð, vit uppliva kava á grækarismessu, eins og vit bæði hava upplivað flaggdag og lembing í kavaroki. Men eitt er vist: Várið kemur. Og tess glaðari eru vit, tá vit síggja páskaliljurnar stinga seg upp úr kavafonnini.
Og vit í Vøruhúsinum heilsa komandi várinum vælkomnum við einum serstakliga litríkum úrvali. Vit halda, at litir gera okkum í betri lag og sum heild gera okkum glaðari. Sama um tað er ein lampa ella ein stólur ella okkurt annað, so kann ein lítil, litrík detalja broyta alt.
Vit vóna, at tú fært nógvan góðan íblástur í blaðnum. Og so vóna vit eisini, at tú kemur ein túr á gátt í Vøruhúsinum, her tú kanst síggja helst Føroya størsta úrval av snøggum og lekkrum várvørum.
Góðan lesihug.
Tilboðini eru galdandi til og við 30. apríl 2023. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.Nýtt frá MUUTO

HAY Palissade Lounge Chair Low

4.399,-
NÝGGJUR LITUR
HAY Palissade lágt borð
4.799,-
SWEET
3.119,Fyrr





SPAR 25%


AMELIA BORÐ
Frá Kristensen og Kristensen
Borð ask 220x100 H74


12.933,-
Fyrr 16.167,-
SPAR
20%
SAKS ( KC01)
Stólur, ask og leður. Sniðgivið: Poul M. Volther
3.137,-
Fyrr 3.922,-
7.570,-
Fyrr 10.093,-
2.523,SPAR 25%
3.158,-
Fyrr 4.211,-



Livo byggisofur
LIVO BYGGISOFA
Klæði Cinema, Warm Grey (gr. 1) 258x219cm
15.604,-
Fyrr 20.806,-
SPAR
25%
LIVO BYGGISOFA
Semianilin leður dolaro Black 258x219cm


27.882,-
Fyrr 37.176,-



ROSENHOLM HJØRNASOFA
498 Flamingo, frv. 12 Brown 206x262. Kann vendast

22.118,-
Fyrr 29.490,-
SPAR
20%
VERNER PANTON GLOBE Ø40

8.796 -
Fyrr 10.995
AUPING ESSENTIAL planbotnar við høvdalag
31.192,-
Fyrr 38.990,-
HOPPEKIDS
Juniorsong ECO Comfort 70x160 cm, Hvít


1.429,-
SPAR
20%


Prisman
Vit kenna tað øll. Brádliga dansar eitt fremmant ljósfenomen á vegginum. Reytt, blátt, gult, grønt og alt har ímillum. Litirnir dansa hugtakandi á vegginum, og tú steðgar á og eygleiðir tað, sum fyriferst. Alt rúmið broytir skap og huglag. Hesin ælabogin í rúminum ger alt nýtt og gevur rúminum heilt nýtt flog. Og brádliga rennur tær til hugs, at litirnir hava ein uppruna. Sum ein annar detektivur leitar tú aftureftir. Og skjótt fært tú greiðu á, at tað er ein glaslutur, sum varpar hesar litir upp á veggin. Lat okkum siga, tað er ein vasi. Fitti vasin stendur har púra ósekur og sendir vakrar litir upp á veggin. Men tú veitst, at vasin er ikki upprunin. Tú hyggur út, og her finnur tú kelduna. Tað er sólin, sum sendir geislar inn í vasan, sum síðani málar eitt littyssi so fagurt, at tú hevði viljað, at tað ongantíð hvarv aftur.
Stokkuta løtan, tá hesir litir inntaka rúmið, er ofta stutt, men hon er sterk og góð. Og kanska er tað júst tí, vit elska at fylla rúmini við litríkum lutum. Tí vit kenna á okkum, at litir geva lív og gleði. Litir styrkja okkum, og vit síggja alt í øðrum ljósi, tá vit eru kringsett av góðum litum.
Ofta seta vit lit og lív saman. Á vetri er myrkt og grátt. Á sumri er ljóst og nógvir sterkir litir. Kanska er tað tí, at ein litríkur lutur kann gera so stóran mun í einum annars litleysum rúmi. Eins og dansandi ælabogin á vegginum yvirtekur liturin rúmið – og ger alt nýtt.

Nýtt frá Juna




































FÍGGING VIÐ 0% Í RENTU OG ÓKEYPIS STOVNAN
Vit hjálpa tær at útvega fígging til keyp av tínum nýggju møblum í samstarvi við Express Bank.
LÆTT AT SØKJA
Í handlinum hjálpa vit tær at søkja um lán upp á upphæddina, tú vilt keypa vørur fyri – úr 2.000 kr upp í 40.000 kr.
Lánið, sum Ekspress Bank veitir, verður afturgoldið yvir 5 til 20 mánaðir.
HVAT KOSTAR TAÐ?
Tá ið tú lænir peningin, er ókeypis at stovna lánið. Rentan er 0% í afturgjaldstíðini.
Samlaðu árligu útreiðslurnar (ÁÚP) eru 0% við teirri treyt, at tú tilmeldar teg sjálvvirkandi kortgjalding.*
Lánsupphædd Afturgjaldstíð Mánaðargjald ÁÚP % (við sjálvvirkandi kortgjalding)
voruhusid.fo
á

Hjalla 12, 188 Hoyvík
Mánadag til fríggjadag 10:00 – 18:00
Leygardag 10:00 – 16:00
veitir Express Bank beinleiðis, og Vøruhúsið er ikki partur av fíggingini, men hjálpir bert til við at senda umsóknina. Tú kanst verða biðin um at senda upplýsingar beinleiðis til Express Bank, áðrenn lánið verður játtað. Treytin er, at lánið verður afturgoldið sum avtalað. Um lánið ikki verður afturgoldið sum avtalað, so verður rentan broytilig.