

Ársfrágreiðing 2025
Yvirlit


Inngangur
130.000 ferðafólk vitjaðu Føroyar í 2025 og góvu eina inntøku á útvið 1,3 milliardir krónur. Tá eru inntøkurnar frá stutttíðarleigu á útvið 150 milliónir kr ikki taldar við, ið annars samlað hevði givið yvir 1,4 milliardir í umsetningi. Hetta eru spildurnýggj hagtøl, ið Hagstovan á fyrsta sinni hevur savnað saman og sum framyvir fara at verða tikin við í samlaða úrslitið.
Ferðavinnan hevur seinastu árini styrkt sína støðu sum triðstørsta útflutningsvinnan í
Føroyum og stendur nú fyri 7,6% av tí samlaða út flut ning inum. Hetta hóast talið av vitjandi er steðgað upp seinastu trý árini, á uml. 130.000 ferða fólkum. Í 2023 og 2024 vóru tey vitjandi flog vegis og sjó vegis 50/50, men í 2025 vaks talið av teimum sum komu flogvegis til 70.000 ferða fólk, meðan talið av sjóvegis gestum minkaði til uml. 60.000 ferða fólk. Tey sum koma flog vegis, steðga longri og tað sæst bæði aftur í samlaða umsetninginum og talinum av gistingum. Sostatt fáa vit nógv meiri burturúr hvørjum ferðafólki enn fyrr.
Ferðavinnan er seinnu árini vorðin ein vinna, ið túsund tals føroyingar kring alt landið eiga sín lut í, og veita tænastur til, antin parttíð ella fulla tíð.
Nógv er hent í ferðavinnuni seinnu árini.
Gist ingar kapasiteturin er fleirfaldaður fleiri
nýggj gistingarhús og hundraðtals stutt tíðarleigu mál eru løgst afturat. Her undir fær Klaksvíkin sítt fyrsta stóra gistingarhús í næstum.
Nýggjar flogrutur eru lægstar afturat. Mat stovur og tilboð kring alt landið hava sæð dagsins ljós, her undir tvey stjørnaða Michelin matstovan Paz, eins og fyrsta vælveruhúsið til ferðafólk, Ress Spa. Okkara nógv útbygda undirstøðukervi, hevur bøtt munandi um møguleikarnar hjá gest unum at vitja kring landið.
Eisini hevur stórhøllin Við Tjarnir, ið opnaði í 2025, ført okkum langt fram á leið í vinnu ferðavinnu høpi, har fleiri spennandi ráðstevnur og onnur tiltøk koma at vera í 2026 við nógvum hundrað tals altjóða gestum.
Okkara móttakaraapparat er við øðrum orðum klárt til fleiri gestir framyvir. Samstundis hevur Visit Faroe Islands fingið lægri játtan frá 2026, ið kemur at minka nakað um marknaðarføringina fram yvir. Hetta kann hava eina beinleiðis neiliga ávirkan á framtíðar sølu. Týdningarmikið er at hava í huga, at ferðavinnan í Føroyum virkar á einum altjóða marknaði, har hørð kapping er millum ferðamálini. Sjónligheit á marknað unum og tryggir karmar fyri vinnuna heima í Føroyum, eru lyklafaktorarnir fyri víðari menning av ferða vinnuni.
Nýggja ferðavinnulógin kom í gildi í mai 2024 og í 2025 hava økini kring landið arbeitt við at gera ferða vinnu ætlanir fyri teirra øki. Eisini er inn krevjingin av ferða vinnu avgjaldinum á 20 kr fyri hvørja gisting, farið í gongd við ársbyrjan 2026. Áhugavert verður at síggja, hvussu lógin fer at virka í praksis og hvørja menning hetta gevur fyri lokaløkini.
Virksemið hjá Visit Faroe Islands hevði aftur eina stóra breidd av tiltøkum í 2025, bæði innan marknaðar føring og menning, fyri at náa teimum settu málunum í HEIM ferðavinnustrategiini fram móti 2030 – í tøttum sam starvi við vinnu, myndug leikum og øðrum áhuga bólkum.
Í hesi ársfrágreiðing ber til at fáa eina nærri mynd av virkseminum í farna ári.
Góðan lesihug!
Guðrið Højgaard Stjóri, Visit Faroe Islands

Umsetningur av ferðavinnuni
1.260 mió. kr.
samanborið við 1.159 mió. 2024.
Tann innkomandi ferðavinnan skapti 600 ársverk
samanborið við 580 2024
Tá eru inntøkurnar frá stutttíðarleigu á 160 mió. kr. enn ikki taldar við. GDS Index 2025 30
Útlendsk ferðafólk
130.000
samanborið við 130.000 í 2024
Fjølmiðla- og samstarvsvitjanir 135
Prosent av samlaða føroyska útflutningsvirðinum
Gistingar á gistingarhúsum
244.586
samanborið við 230.434 2024
Føroyar er á TOPP 30 lista yvir burðardygg ferðamál Hotelkømur við umhvørvisgóðkenning 85%
7,6%
samanborið við 6,8% 2023
Ferðafólk í Føroyum 2025
Sjóvegis og flogvegis
Ferðavinnan 2025 í tølum
Í samstarvi við Visit Faroe Islands savnar Hagstova Føroya inn gistingarhagtøl, eins og onnur lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum.
TAL AV FERÐAFÓLKUM
Samlaða talið av ferðafólkum ið vitja Føroyar hevur meira ella minni staðið í stað seinastu árini, 130.000 árliga. Í 2025 komu uml. 70.000 av teimum flogvegis og 60.000 sjóvegis tá eru bæði útlendsk ferðaskip og Norrøna tald við. Í 2024 komu uml. 65.000 flogvegis og 65.000 sjóvegis.
Talið av ferðafólkum veksir sostatt ikki, men tey sum koma, steðga longri enn tey hava gjørt fyrr, sum eisini sæst aftur í gistingartølunum.
GISTINGAR
Í 2025 vóru 244.586 gistingar skrásettar á gist ingar húsunumum í Føroyum tilsamans, saman borið við 230.434 gistingar í 2024. Tað svarar til ein vøkstur á 6% her skal tó havast í huga, at verkfallið í 2024 gav nógvar avbókingar tað árið. Til samanberingar vóru 164.066 gist
ingar í 2019, áðrenn korona og áðrenn at gistingarhúskapasiteturin varð tvífaldaður í 2020.
Síðani 2021 savnar Hagstovan bert tøl inn frá gistingarhúsum og ikki øðrum gistingarhættum, so sum frítíðarhúsum og kamping. Hetta tí at tað hevur verið trupult at fáa savnað onnur gistingarhagtøl inn og fáa nóg høga góðsku í tølini. Tó hevur Hagstovan fyri fyrstu ferð nú gjørt eina spildur nýggja kanning yvir stutttíðarleigu (Airbnb, Booking osv.), sum nærri kann lesast um í næsta kapitli.
Tað at bert gistingar á gistingarhúsum hava verið tald seinastu árini, hevur tískil givið eina verri mynd av, hvussu ferðafólk í roynd og veru gista kring landið, av tí at flestu størru gistingar hús sum kunnugt liggja í miðstaðarøkinum, meðan
*Øll flogfeløg eru íroknað
**Cruise og Norrøna
Gistingarnætur 2025
Mánaðarliga, flokkaðar eftir øki og tíð
Suðurstreymur
Uttan fyri Suðurstreym
Gistingarnætur
størri parturin av frítíðarhúsunum og
kamping liggja aðrastaðni enn í mið staðarøkinum. Tí er tað gleðiligt at vit fram yvir
koma at fáa stutt tíðar leigu hag tøl frá Hagstovuni eisini, ið kemur at geva okkum eina betri samlaða mynd. Av tí at Airbnb og líknandi bókingar skipanir ikki hava viljað almannakunngjørt síni hagtøl, hevur Hagstovan valt at gera tað sjálvi.
Á bókingarskipanunum, so sum á Booking. com. er tjóðskapur ikki kravdur, tá bókað verður og tí gevur tað eina vissa óvissu í samlaðu tjóðskapartølunum fyri gistingar á gistingarhúsunum.
Útvið 90% av øllum gistingum á gistingarhúsum í 2025 vóru í Suðurstreymi. Flestu ferðafólk koma til Føroya sum einstaklingar, antin á eini frítíðarferð ella arbeiðsferð, men talið av bólkaferðum innan vinnu er støðugt vaksandi.
Samlaða gistitalið (belegningur) á gistingarhúsunum fyri alt landið var 52% í 2025. Hetta kann samanberast við 49% í 2024, og 61% í 2019, áðrenn korona. Havast skal í huga, at gistingarhúskapasiteturin er tví fald aður hetta tíðarskeiðið, ið eisini ávirkar gistitalið negativt. Gistitalið í Suður streymi var 53% í 2025, samanborið við 51% í 2024 og 67% í 2019.
FERÐASKIP
Í 2025 vitjaðu 74 ferðaskip við 33.712 gestum umborð, samanborið við 69 skip í 2024 við
38.785 gestum. Harafturat taldi mannskapið í 2025 18.132 samanborið við 16.007 í 2024.
Av teimum 74 ferðaskipunum í 2025, løgdu 47 at í Havn, 13 í Runavík, 13 í Runa vík, 6 í Vági, 4 í Klaksvík, 2 í Elduvík og 2 í Funningi. Nógv tey flestu ferðandi við ferðaskip unum komu úr USA og Bret landi.
Top 10 listi
Yvir útlendskar gistingar á gistingarhúsum
Noreg
Ísland 9.390
5. Bretland 8.346
6. Týskland 8.035
7. Svøríki 7.544
8. Frakland 6.027
9. Niðurlond 4.272
10. Sveis 3.900
Gistital (%) - Alt landið
Gistingarkapasitetur
Gistital (%) - Suðurstreymoy
Gistingarkapasitetur
Nýggj hagtøl um stutttíðarleigu í Føroyum
Samlaði umsetningurin av stutttíðarleigu í Føroyum 2024 var umleið 160 mió. kr.
Hagstova Føroya hevur gjørt eina uppgerð av stutttíðarleigu í Føroyum í 2024. Uppgerðin vísir, at umleið 1.200 eindir vórðu bodnar út til stutt tíðar leigu í ári num. Størsti parturin av hesum eru leigumál í býlum, sum eru set hús og íbúðir. Tað fevnir
bæði um útleigan av øllum býl i num ella ein part ein býlinum, t.d. kømur. Tey eru umleið 1.100 í tali.
Harumframt eru eisini aðrar eindir, sum ikki eru býli, eitt nú neyst og hús vognar. Tey eru um leið 100 í tali.
Tær 1.202 eindurnar eru útleigaðar í 132.741 nætur tilsamans. Hetta svarar til at hvør eind í miðal varð leigað út í 119 nætur í Suður streymoy og 103 nætur í restini av landinum í 2024.
Í 2024 gistu tilsamans um 90.000 gestir í eindum til stutttíðarleigu í Føroyum. Talið av fólkanáttum var um 360.000. Hetta svarar til í miðal 4 fólka nætur fyri hvønn
gest. Av gestunum vóru útvið 95 prosent útlendsk ferðafólk.
HÁTTALAG
Upplýsingar um talið av leigueindum eru savn aðar umvegis altjóða bíleggingarsíður, eitt nú Airbnb og Booking.com. Undir viðgerðini er tryggjað, at somu eindir ikki telja við fleiri ferðir.
Síðani varð spurnakanning send til úrvaldar út leigarar og veitarar av stutttíðarleigu. Úrslitini frá spurna kann ing ini eru síðani nýtt sum grundar lag fyri metingum fyri tær eindir, har bein leiðis upplýsingar ikki vóru tøkar.
Stórur munur er á rúmføri (kapa siteti) og nýtslu av teimum ymsu leigueindunum til stutttíðar leigu. Summar vóru bert tøkar í stutt tíðarskeið í árinum, meðan aðrar vóru tøkar stóran part av árinum. Uppgerðin hevur tikið hædd fyri hesum munum.
Eindir
Tal av eindum – ella leigumálum – ið eru tøk til stutttíðarleigu. Ein eind kann t.d. vera eini sethús, ein íbúð, eitt kamar, eitt neyst ella ein húsvognur.
Leigumálsnætur
Tal av nætrum, eindirnar eru útleigaðar. Verður ein eind leiga út tvær nætur, er talan um tvær eindarnætur. Talið á gestum, ið gista, er ikki viðkomandi hesum sambandi.
Gestir (innskriving)
Tal av gestum, ið liggja nátt.
Fólkanætur
Sigur okkum hvussu nógvar nætur gestir gista. Um 2 fólk gista 3 nætur, eru hetta 6 fólkanætur.
Fólkanætur í miðal fyri hvønn gest
Sigur okkum hvussu nógvar fólkanætur gestirnir sova miðal fyri hvørja innskriving.
Stutttíðarleiga
2024
Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni
Hagtølini umfata keyp hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Føroyingar, ið ferðast egnum landi, eru sostatt ikki taldir við.
FERÐAVINNUHAGTØL
– MENNING OG BROYTINGAR
Visit Faroe Islands samstarvar við Hag stovu Føroya um at menna ferða vinnu hagtøl, sum máta og lýsa hvussu ferða fólk og ferðavinnuligt virk semi ávirka samfelagsbúskapin og arbeiðsmark naðin.
Í løtuni verður arbeitt við at menna eina sokallaða Tourism Satellite Account, ið er hagtals standardurin hjá ferða vinnu deildini hjá ST, UNWTO. Menn ingar arbeiðið er mett at taka trý ár og skal tryggja eina neyvari og altjóða sambærliga lýsing av ferðavinnuni í tjóðar búskap inum.
Ein týðandi broyting í hesi tilgongd er, at vørubólkarnir eru dagførdir, so teir eru altjóða sam bær ligir. Hetta hevur við sær ávísa umskipan, sum í summum førum síggjast sum stórar og óvæntaðar flytingar millum bólkar. Tað kann væntast at taka 12 ár áðrenn hesin parturin er komin á mál. Endamálið er at skapa eitt meira gjøgnum skygt og sambærligt grundarlag fyri greining av ferðavinnuni í Føroyum.
Gevið gætur at búskapartølini fyri 2025 eru fyri bils tøl og kunnu broytast nakað, tá endaligu upp gerð irnar hjá Hagstovuni fyriliggja seinni í 2026.
UMSETNINGUR
Keypið hjá útlendskum ferðafólkum av vørum og
tænastum náddi í 2025 íalt yvir 1,2 milliardir krónur samanborið við góða 1,1 milliard í 2024.
Tá er tann eyka umsetningurin frá stutttíðarleigu
á útvið 150 mió. kr. ikki taldur við enn, sum annars svarar til góðar 1,4 milliardir krónur.
Tølini fyri stutttíðarleigu koma at leggjast við í samlaða talið framyvir. Í 2011, sum er so langt upprunaligu tølini hjá Hagstovuni røkka aftur, var umsetningurin á 384 mió. kr. Sostatt er umsetningurin í føroysku ferðavinnuni frá út lendskum ferðafólkum trífaldaður frá 2011 til 2025.
Sundurgreiningin vísir, at 584 mió. kr, svarandi til góð 47% av umsetninginum í 2025, stavar frá ferða fólkaflutninginum flogvegis og sjóvegis.




Tey útlendsku flogfeløgini ið flúgva til Føroyar eru ikki tald við, tí at tær inntøkurnar enda uttanlands.
Tað sama er galdandi fyri tey útlendsku ferðafólkaskipini.
260 mió. kr, svarandi til góð 20% er frá gistingarvirksemi, 91 mió. kr, svarandi til umleið 7% eru frá tænastuveiting innan mat og drykkjuvørur, 135 mió. kr, svarandi til 11% eru frá ferðaskrivstovum og øðrum bíleggingar tænastum. 93 mió, svarandi til 7% er frá flutningi innan lands, herundir bilaleigu og leigibilum. Írestandi prosentini eru býtt millum mentanar ligar tænastur, sniðgeving og handverk eins og sølu av matvørum, bensini og aðrari vørusølu.
Einki avleitt virksemi er heldur talt við í um setningin fyri inn komandi ferðavinnuna, sum til dømis, at stórar íløgur seinastu árini eru gjørdar í m.a. gistingarhús. Til dømis vóru
íløgur gjørdar í gistingarhús fyri nærum eina hálva milliard í í 2019/2020 – pengar, ið enda í byggivinnuni og øðrum tænastuvinnum og ikki í ferðavinnu hag tølunum.
Í løtuni verða íløgur gjørdar fyri hundraðtals mió. kr. í føroysku ferðavinnuni, ið heldur ikki síggjast í ferða vinnu hagtølunum. Til dømis verður nýtt gistingarhús bygt í Klaksvík, Hotel Hafnia byggir út til víðkað matstovu og fundarvirksemi, Hotel Hilton Garden Inn hevur nýliga bygt út til fundar virksemi og Hotel Føroyar hevur bygt nýtt væl veru øki.
BRUTTOVIRÐISØKING
Fyribilstøl fyri 2025 vísa at bruttovirðisøkingin fyri ferðavinnuna var 418 mió. kr. Endaliga talið verður ikki klárt fyrr enn á heysti 2026, so talið kann møguliga broytast eitt sindur. Brutto virðis økingin í 2024 var á 369 mió. kr.
ÁRSVERK
1.260
mió. kr. í umsetningi
1.260 mió. kr. útflutningsvirði
7,6% av útflutninginum 2024
Tann innkomandi ferðavinnan skapti 600 ársverk í 2025, samanborið við 580 ársverk í 2024.
Tey útlendsku ferðafólkini skapa flest ársverk í Føroyum innan gistingarhús (206 ársverk), innan matstovur (89 ársverk), innan sjóvegis flutning (98 ársverk) og loftvegis flutning (83 ársverk). Mett verður, at minst 1000 ársverk vóru knýtt at kjarnu økjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð í 2025, tá ikki einans tann innkomandi ferða vinnan er roknað við, men eisini ferðing í egnum landi. Mett verður at umleið 70% av starvs fólkunum í føroysku ferðavinnuni eru kvinnur.
ÚTFLUTNINGSVIRÐI
418
mió. kr. bruttovirðisøking
600 ársverk
Tølini fyri 2025 eru ikki liðug fyrrenn á heysti 2026, men í 2024 stóð tann innkomandi ferða vinnan, tvs. útlendsk ferða fólk, ið vitjaðu Føroyar í 2024, fyri 7,6% av samlaða føroyska út flutnings virðinum. Hetta kann samanberast við 6,8% í 2023.
Umsetningur frá innkomandi ferðavinnu tilsamans (1.000 kr)
Søla frá innkomandi
ferðavinnu
7. Ferðaleiðsla, ferðaskrivstovur og aðrar bíleggingartænastur
Umsetningur frá ferðafólki mun til útflutning tilsamans*
*Umsetningurin (søluvirði) við sølu av vørum og tænastum til vitjandi ferðafólk er ein deilmongd av ferðajavnanum gjaldsjavnanum og kann tískil berast saman við samlaða útflutningsvirðið av vørum og tænastum. Útflutningur av vørum og tænastum 2025 sum partur av gjaldsjavnanum verður tøkt 5. oktober 2026.
Ferðavinnuætlan og samleiki

Heim: ferðavinnustrategi fram ímóti 2030
Fjarstøða okkara á heimskortinum hevur í nógv ár drigið at sær ferðafólk úr øllum heraðshornum, og ferðavinnan hevur verið javnt og samt vaksandi seinastu árini, soleiðis at hon nú er týðandi geiri í føroyska samfelagsbúskapinum. Við slíkum vøkstri koma nakrir møguleikar eins og avbjóðingar, har vit skulu gera av hvørja ferðavinnu vit vilja hava og hvussu ferðavinnan skal gagna føroyska samfelagnum.
Síðan Visit Faroe Islands í 2012 setti út í kortið at arbeiða við einari strategi fram til 2020 er mikið hent. Í tættum sam starvi við Føroya Landsstýri, eitt sterkt og framsøkið vinnulív og eina fjøld av heilhugaðum og dugnaligum viðleikarum og eldsálum kring landið. Í 2023 bleiv nýggj ferðavinnustrategi fram ímóti 2030 løgd fram.
Føroyar hava tey seinastu árini boðið heiminum heim til okkara. Og í stremban okkara eftir at menna ferðavinnuna, skulu vit altíð hava í huga, hvørji vit eru, og hvar vit eru.
Føroyar skulu ongantíð gerast okkurt hissinis ferðamál – har skundmikil ferðafólk steðga stutt og fara avstað aftur uttan at fáa nakað veruligt burturúr.

Eitt styrkt heim
Ferðavinnan er ein vinnugrein, sum kann styrkja heimstað okkara. Ferðavinnan skal gagna okkum sosialt og fíggjarliga, og skal brúkast sum amboð til at verja náttúruna.
Eitt opið heim
Tað liggur ferðavinnuni, at vit sýna blíðskap, eru opin, taka ímóti gestum og lata upp fyri útheiminum. Tað skal gerast við virðing fyri okkara egna samleika og eftir okkara egnu treytum, so at vit ikki missa tað, sum er okkum dýrabart.
Eitt varðveitt heim
Ferðavinnan gevur høvi til at varðveita og menna heimland okkara, náttúru og mentanararvin, sum er sjálv atdráttarmegin, ið ger, at fólk vilja vitja og búgva Føroyum.

Ferðavinnan í Føroyum er drívmegi í nýskapan og menning á so mangan hátt. Hon hevur økt tilvitskuna millum føroying ar um egið tilfeingi og møguleikar her á landi.
Samstundis er týdningarmikið at hava í huga, at ferðavinnan skal altíð gagna landi okkara. Hon skal ikki gerast endamál í sjálvari sær og vit skulu ikki broyta heimligu viðurskiftini, fyri at ferðavinnan skal vaksa. Visit Faroe Islands fór tískil undir arbeiðið at orða nýggja langtíðarætlan – fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030.
BREIÐA VIÐGERIN – ‘BOTTOM-UP’
Vit settu ymisk tiltøk í verk fyri at bjóða øllum føroyingum at taka lut í tilgongdini – ein so kallað ‘bottomup’ strategi, tann fyrsta av sínum slag í heiminum fyri eitt heilt land. Hetta snúði seg um at geva so nógvum føroyingum sum gjørligt møgu leika at ávirka, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum.
Tað var gjørt við m.a. at fáa samrøðu í lag við fólk, feløg og fyritøkur kring landið um gongdina í ferðavinnuni higartil, hvørji útlitini eru, og ikki minst hvørja leið vit eiga at halda frameftir. Eisini var skipað fyri einum átaki, har øll áhugað kundu siga sína meining um ferðavinnuna á einum almennum talgildum postkassa: www.sigtínameining.fo. Nærum 500 føroyingar tóku av.
HEIM: NÝGGJ FERÐAVINNUÆTLAN FRAM ÍMÓTI 2030
Í Móðurmálsorðabókini eru mangar lýsingar av orðinum ”heim”, eitt nú ”staður, har ein býr.” Í orðtøkum, yrkingum og vendingum kemur orðið ofta fyri: Heima er best, Heim, kæra heim, Heimið er har, sum hjartað er og Vit sigla heim.

Arbeiðssetningurin
Arbeiðssetningur okkara er, at tryggja, at ferðavinnan er við til at styrkja, sýna fram og varðveita heimland okkara saman við føroyingum, ferðafólki, fyritøkum og felagsskapum.
Málið
Mál okkara er, at 2030 hevur ferðavinnan gjørt Føroyar, heimland okkara, til eitt betri samfelag, sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga.
“Nýggja
ferðavinnuætlanin skal verða so kjølfest í ynskjunum hjá føroyska fólkinum sum til ber, og at so nógv sum gjørligt kunnu hava ávirkan á, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum”
Føroyar eru meiri enn eitt ferðamál – tær eru heim okkara.
Hesin stutti setningur hevur íblástur frá viðgitna skaldinum og umhvørvisverndarmanninum Gary Snyder, ið segði at, “náttúran er ikki eitt stað at vitja, hon er heim”. Hetta var kjarnan í mongu sam røðunum um ferðavinnu, Visit Faroe Islands hevur havt, og tí er hetta eisini grundhugsanin, sum er stýrandi fyri fram tíðarætlan okkara. Í stremban okkara eftir at menna ferðavinnuna, skulu vit altíð hava í huga, hvørji vit eru, og hvar vit eru.
VISJÓN
Ferðavinnan skal verða ein grundvinna fyri lands búskapin, sum skal mennast á ein burðar dyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskap inum. Við nýggju strategiini taka vit táttin upp eftir menningar ætlanina frá 2019, at menna og varðveita um somu leið. Ein munur er tó, at nú er eingin serstøk ætlan um
burðardygd við ávísum tiltøkum, sum skulu fremja burðar dygga menning. Nú er burðar dygd grundhugsjónin í allari
ferða vinnu ætlanini og sjálvsagdur partur av øllum virksemi okkara, eins og heimsmálini hjá ST eru tað.
MÁLIÐ OG ARBEIÐSETNINGUR
Við hesum málinum stinga vit eina yvirskipaða leið út í kortið, fyri ferða vinnuna fram ímóti 2030. Við røttu fo r treytunum ber til at røkka teimum ítøkiligu langtíðarmálunum.
Fyri at halda hesa kós, arbeiðir Visit Faroe Islands við árligum virkisætlanum, ið taka støði í langtíðarmálunum, har nógv ymisk átøk verða sett í verk fyri at náa málunum leypandi. Ætlanin er at endurvitja og dag føra ferðavinnustrategiina í 2026, tá vit seta nýggj ferða vinnuátøk á skrá fram ímóti 2030. Meira útgreinað kunning fæst um strategiina við at vitja: www.visitfaroeislands.com
Stevnumið fram ímóti 2030
Umsetningur í kr.
1,5 mia.
Ferðavinnan Føroyum er lutfalsliga lítil enn, og búskaparliga burðardygg ferðavinna krevur størri umsetning, serliga uttan fyri háárstíð. 2030 skulu vit kunna siga, at ferðavinnan er vaksin støðugt og javnvág við samfelagið.
Ferðafólk um flogvøllin í lágárstíð
50%
Ein fortreyt fyri støðugum og betri ferðavinnutænastum er, at ferðafólkatalið verður meiri javnt býtt út á árið. Nú vitja yvir 60% av teimum útlendsku ferðafólkunum Føroyar summarhálvuni, frá mai til septembur, og minni enn 40% vitja Føroyar frá oktobur til apríl.
Tal av fólkum, ið halda, at ferðavinnan samanumtikið hevur jalig árin á samfelagið
80%
At føroyingar taka undir við ferðavinnuni og meta hana vera eitt gott íkast til føroysku samfelagsmenningina er altavgerandi. Vit fara áhaldandi at taka føroyingar við upp á ráð, vit fara at kunna betur um ferðavinnuna og eggja borgarum til at gerast partur av ferðavinnuni. Hugburðurin til ferðavinnuna verður javnan kannaður.
Størv í ferðavinnuni
1000+
Ferðavinnan fer framhaldandi at bjóða fram nýggj størv, til kvinnur, ungfólk, ígongdsetarar o.o. Tað skal vera gott at starvast ferðavinnuni, og tað skal bera til at leggja sær spennandi og fjølbroytta starvsleið ferðavinnuni.
Føroyskur ognarskapur í ferðafyritøkum
80%
2030 verða tað framhaldandi føroyskar fyritøkur, sum reka og menna føroyska ferðavinnu. At ferðavinnan verður varðveitt á føroyskum hondum er avgerandi fyri eina burðardygga ferðavinnu.
Ferðavinnuveitarar hava ein burðardyggan politikk
100%
Ferðavinnan skal ganga á odda grøna skiftinum. Ferðavinnuveitarar verða eggjaðir at orða politikk og gera mannagongdir fyri burðardygd skjótast gjørligt. Ein samlað føroysk ferðavinna stendur saman um eina felags burðardygdartilsøgn 2030. 2030 skulu Føroyar eisini vera á norðurlendskum miðaltali GDS burðardygdarindeksinum.
Visit Faroe Islands
P/f Visit Faroe Islands hevur til endamáls at samskipa, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland.

MISSIÓN
Visit Faroe Islands skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland, mót vegis útvaldum marknaðum og mál bólkum. Visit Faroe Islands skal vera eitt dynamiskt loko motiv við kjarnufør leikunum innan marknaðarføring, menning og ”vitan”, sum skal savna og sam skipa alla vinnuna, bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum.
JÁTTAN
Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2025 á kr. 20,6 mió. varð nýtt soleiðis:
· kr. 7 mió. til marknaðarføringsátøk
· kr. 3,5 mió. til menningarátøk (Hagstovan íroknað)
· kr. 10,1 mió. til fyrisiting/rakstur/lønir
Eisini umsat Visit Faroe Islands tær 0,5 mió. kr., sum eru lógarsettar til stuðulsjáttan til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar.
Visit Faroe Islands hevði 11,6 ársverk í 2025.
MARKNAÐARFØRING OG MENNING
Uppgávan hjá Visit Faroe Islands er at marknaðar føra Føroyar sum ferðamál á al tjóða marknaðum og at menna Føroyar
sum ferðamál. Marknaðarføringin hevur síðstu árini havt fokus á at leingja ferðaárstíðina, og selja Føroyar sum ferða mál alt árið. Endamálið er at tryggja, at allir partar av ferða vinnuni kunnu vera virknir alt árið og harvið tryggja støðug arbeiðs pláss til starvs fólk. Hetta verður m.a. gjørt við at menna vinnu ferðavinnu, sum eisini var partur av verk ætlan ini Vakstrarforum hjá fyrr verandi landsstýri.
Menningararbeiðið leggur stóran dent á at varð veita Føroyar sum eitt burðardygt ferða mál, við endamálinum at menna og varð veita um somu leið.
VAL AV MARKNAÐUM
Visit Faroe Islands hevur síðstu nógvu árini arbeitt við at marknaðarføra Føroyar á út valdum marknaðum. Hesir eru valdir út frá nærleika til Føroyar, har vit ganga út frá at kunn leikin til Føroyar er lutfalsliga størstur, og harvið lættast at fáa fleiri ferða fólk. Tey síðstu árini hevur burðardygd eisini verið ein grundgeving fyri at rað festa marknaðir, sum eru tætt uppá Føroyar, soleiðis at ferðafólk ikki skulu ferðast alt ov langt fyri at koma til Føroyar. Teir marknaðir, sum hava verið rað festir eru Norðurlond, Stóra Bretland, Týskland, Holland, Italia, Frakland og síðstu árini eisini USA, við serligum denti á eysturstrondina, har tað er stórur kunn leiki um Ísland, og sum vit kunnu brúka í okkara arbeiði.
Mál hjá Visit Faroe Islands fyri 2025
AVGREITT Í GERÐ
Menna og lansera føroyska undirsíðu á www.visitfaroeislands.fo
Gera ein leist fyri uppsøkjandi søluarbeiðið í Sports Events
Menna respekt-átakið víðari
1. útgáva av TSA liðug og miðla
Føroyar skulu seljast av Intrepid
Gjøgnumføra eitt stórt átak - Selfnavigating Cars
Halda á fram at broyta myndina av Føroyum í Danmark
Víðari vøkstur av fylgjarum á sosialu miðlunum til 575.000
Viðvirka fyri Airbnb regulering í Føroyum
Fleiri kunningarskíggjar verða settir upp kring landið
Norðurlendskt miðal í GDS-index fyri 2026
Minst 50% av okkara DMC fáa umhvørvisgóðkenning
Føroyar skulu koma á 3 Top 2026 ferðamálslistar

Marknaðarføring Privat & PR
Bygnaður á Visit Faroe Islands
Marknaðarføring Vinna
Marknaðarføring Talgilt
Skrivstovuhald
Bókhald
Content & Samskifti
Menning
Stjóri
Ferðavinnudagur
26. mai savnaðist ferðavinnan í Norðurlandahúsinum til Ferðavinnudag 2025. Heitið á degnum var ’Frá dreymi til veruleika – Ferðavinnan sum milliardavinna.
Um 150 fólk luttóku á degnum, har flestu vóru úr ferðavinnuni, men eisini politikkarar og embætisfólk luttóku.
Fyrsti partur av degnum varð skipað inni í Høllini
í Norðurlandahúsinum, har fram løgur vóru frá granskarunum og ser frøð ing unum innan ferða vinnu: Rachel Dodds úr Kanada og Håvard Utheim úr Noregi. Eisini hevði Guðrið Højgaard, stjóri, fram løgu um yvirskipaðu tilgongdina og málið, sum nú er rokkið við at ferðavinnan nú er milliarda vinna.
Í Kaféini og í Klingruni hildu Kunningarstovurnar til, har tær høvdu fram sýning av produktum í teirra øki. Fólk fingu møgu leika fyri at hitta fólk á Kunningar stovu num og teirra veitarar fyri at fáa hugskot og kunning um, hvat gongur fyri seg í ferða vinnuni. Harafturat vóru fram løgur frá øllum Kunningarstovunum í Kaféini.
Seinnaparturin varð skipaður við fýra verkstovum:
GESTABLÍDNI
Á hesi verkstovu varð roynt at finna aftur til upprunaliga føroyska gestablídni og fáa tað inn sum ein formligan part av tænastuni í ferðavinnuni í Føroyum við Gesta blídnis arbeiðs bólk
inum: Svein í Heiðunum, Jógvan Jón Henriksen og Ásvør Árting.
SOMI OG SAMSTØRV
SoMi og samstørv – Hvussu velji eg røttu samstarvsfelagarnar við Oliviu Døgg Fríðfinnsdóttir og Martu Káradóttir.
MINNISLUTIR OG INNPAKKING
Her vóru framløgur við Siss Heidi Hansen, sum kemur av Rolvsoya í Norðurnoregi, har hon hevur fyritøkuna Molta, sum hevur fingið vørurnar inn á Oslo Gardemoen flog vøllin. Eisini hevði Malene Fisker frá Omaná eina framløgu um hennara tankar við innpakking.
BURÐARDYGD Í VERKI
Framløgur frá Súsannu Berg úr Vinnu húsinum og
Jenny í Heiðunum, stjóra á Hotel Djurhuus um ymsar hættir at arbeiða við burðardygd.
“Ferðavinnudagurin var ein gevandi dagur við íblástri, netverkan og sparring. Tað var serliga áhugavert at vitja økisbásarnar og
síggja tað fjølbroytta útboðið av upplivingum kring landið, sum hevur stórt virðið
í okkara arbeiði við at marknaðarføra Føroyar”
FRÍÐUN
JACOBSEN, GREENGATE


Gestablídni
Í Heimstrategiini var avgjørt, at vit skulu arbeiða við einum Gestalyfti, har vit finna aftur til røturnar gamla føroyska gestablídninum.
Gestalyftið skal vera gjørt saman við vinnuni.
Arbeiðið byrjaði tíðliga í 2025, tá spurt var á sosialu miðlunum hjá Visit Faroe Islands og eisini á heimasíðuni: ’Sig tína meining’ hvat eyð kennir tað føroyska gesta blídni. Nógv góð svar komu inn, sum gjørdu tað møguligt at finna fram til nøkur ser eyð kenni við gesta blídninum.
Sereyðkennini vit funnu fram til vóru:
ÁHUGI
Forvitni í positivari merking:
Fleiri nevna, at føroyingar vísa ein veru ligan áhuga og forvitni fyri gestum – bæði teimum, sum vitja og teimum, sum flyta til landið.
HÓVSEMI
Smædni í positivari merking:
Smæðni verður ofta nevnt – ikki sum ein forðing, men sum eitt eyðkenni fyri eina meiri hóvliga og varliga tilgongd til gesta blídni.Tað verður ofta upp fatað sum ein still førur, men erligur og ein faldur háttur at taka ímóti fólki.
RÚMLIGHEIT
Orðið rúmligheit verður nevnt – bæði í tí fysiska og mentanarliga týdninginum. Tað verður hildið, at føroyingar geva øðrum pláss at vera, sum tey eru, og at tað er rúm fyri ymiskum mátum at liva og ymiskum uppruna.
ÁBYRGDARKENSLA
Hetta fevnir um alt frá vertum og hotellum til Visit Faroe Islands. Fólk hava meiningar um, at gestablídni eisini snýr seg um virðing fyri bæði ferðafólkum og lokalum borgarum.
Á fleiri verkstovum hevur hetta verið við gjørt í 2025. Til dømis til Ferða vinnu dagin í Norðurlandahúsinum. Eisini var ein Gesta blídni verk stova ætlað tænarum og reseptionistum á Hotel Brandan i Heyst. Aðrar verkstovur verða eisini áðrenn arbeiðið verður liðugt og sett upp sum eitt skeið i Gestablídni til vinnuna.



Ferðavinnubrandið Føroyar
Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar.
Felags brandið var eitt av týdningarmiklastu lykla orðunum til framgongd, tá avgerð var tikin um at Føroyar skuldu hava eitt felags ferðavinnubrand, sum øll marknaðarføring av Føroyum skuldi taka útgangs støði í. Føroyar skuldu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki høvdu ein greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ferð eftir ferð.
Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í Norðurlanda húsinum í 2013, har eisini fyrsti branding filmurin varð frum sýndur. Brandið varð sera væl móttikið og filmar nir hava síðani vunnið nógvar altjóða heiðurslønir.
Í samband við arbeiðið at orða nýggju Heim strategiina, var av gerð tikin um at gera tillagingar í brandinum. Litir og stav snið eru dagførd, og væntan in er, at við hesum tillagingum kann brandið brúkast í nógv ár. Ein av tillagingunum eru


mynd irnar og litirnir, har avgerð er tikin um at víðka palettina til aðrar litir enn grønt og blátt, so sum gult, ljósareytt o.s.fr. fyri at vísa modernaðu Føroyar.
Hildið verður fast í unbrandinum. Okkara gestir verða javnan spurd, um tey eru samd við brandinum. Tað eru tey, og millum annað tí verða Føroyar framhaldandi marknaðar førdar sum unspoiled, unexplored and unbelievable.
Tá brandið var valt í síni tið, var tað eisini eitt lyfti til komandi ættarlið, um at menna Føroyar sum ferðamál, so tær blíva við at vera óspiltar.
BRÚK AV BRANDINUM
Tað er Visit Faroe Islands, sum eigur brandið, meðan øll í vinnuni eru boðin at brúka brandið. Brandið skal geva ymisku veitarunum eitt meirvirði og samstundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga sølu boðskapi.
Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu kanalum, og so fram vegis. Ein brandbók er gjørd til enda málið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Visit Faroe Islands.


Menningarátøk 2025
FERÐAVINNUMENNING –YVIRSKIPAÐ
Umframt afturvendandi árligu átøkini, hevur menningararbeiði í 2025 verið eyðkent av sera fjølbroyttum virksemi: nýggj heimasíða, nógv tiltøk, ráðstevnur, menningar verkætlanir og verksetanini av ferðavinnulógini.
FERÐAVINNUNÝSKIPANIN OG
KOMMUNALU FERÐAVINNUÆTLANIRNAR
Arbeiðið við at seta í verk nýggju ferðavinnu lógina hevur fylt nógv í 2025. Menningardeildin hevur gjørt ein leist fyri kom munalu ferðavinnuætlanirnar í tøttum samstarvi við Vinnumála ráðið. Avgjørt var at leggja seg eftir einum einfaldum leisti, ið lýkur minstakravið í ferðavinnulógini og sum samstundis ger, at allar kommunur, óansæð stødd, lúka treytirnar í lógini. Tað varð gjørt við einum einføldum talgildum oyðublaði saman við tilhoyrandi veg leiðingum, ið neyvt greiddu frá, hvussu oyðublaðið skuldi fyllast út. Vegleiðingar og oyðubløð vórðu lagdar á heimasíðuna hjá Vinnumála ráðnum.
Visit Faroe Islands hevur síðani brúkt heystið og veturin til at vitja flestu kom
munurnar í Føroyum saman við Vinnumála ráðnum. Endamálið við hesum vitjanum hevur verið at umrøða kom munalu ferðavinnuætlanirnar, svara spurningum og ivamálum sum knýta seg at hesum og annars at umrøða ferðavinnuna í ymisku økjunum kring landið. Vitjanirnar hava verið sera væl eydnaðar. Tær hava givið okkum eina góða fatan av møguleikum og avbjóðingum kring alt landið, varpað ljós á nýggjar samstarvsmøguleikar og verkætlanir og skapt grundarlag fyri framtíðar ferðavinnumenning. Staðfestast kann at flest allar kommunur í Føroyum hava eina ja liga fatan av ferðavinnuni og ynskja sær fleiri ferðafólk til sítt øki.
Vitjanirnar hava heilt vist eisini gjørt sítt til, at so nógvar kommunur longu hava latið inn egna ferðavinnuætlan. Næsta stig verður at gjøgnumganga allar ætlanirnar og fara undir arbeiði at eyðmerkja allar tær nýggju gongu leiðirnar og leggja tær út á bygdagøtur.fo. Eisini nágreina ætlanirnar, hvar tørvur er á skilhaldsreglum og/ella av markingum og verður hetta ivaleyst eisini nakað, sum Visit Faroe Islands skal hava ein leiklut at seta í verk.

Lansering
• Útilív
Mat upplivingar
Upplivingar á sjógnum
• Roysni upplivingar til tey djørvu
• Sálarró: Heilsubót, Kirkjur, Sílaveiða, Søvn o.a.
Greinar
• Grønmetisoyggin Sandoy
Sóljugentan Lina
• Rabarbugarðurin á Ternuryggi




“Heimamarknaðurin er heilt avgerandi fyri ferðavinnuna og eru tað í stóran mun føroyingar, ið halda lív í tilboðunum og møguleikunum”
VISITFAROEISLANDS.FO
Nýggja heimasíðan www.visitfaroeislands. fo varð lanserað í 2025. Hetta hevur verið ein stór verkætlan, ið hevur snúð seg um at menna eina góða føroyska visit síðu, t.e. eina heimasíðu sum vendir sær til føroyingar við góðum innihaldi um allar ferðavinnu møgu leikarnar í Føroyum.
Heimamarknaðurin er heilt avgerandi fyri ferðavinnuna og eru tað í stóran mun føroyingar, ið halda lív í tilboðum og møgu leikum, sum eisini venda sær móti út lend ingum. Seinastu árini eru nógv nýggj tilboð og vørur ment, men okkum hevur vantað ein góðan sýnisglugga til hetta, ið vendir sær móti føroyingum og sum í størri mun eggjar fólki til at ferðast í egnum landi. Hendan síðan er nú tøk og verður hon eitt týdningarmikið amboð í okkara sam skiftisarbeiði inneftir. Umframt sýnisgluggan, er eisini alt hitt tilfarið, ið var at finna á menning.fo, flutt á nýggju síðuna, t.e. amboðskassin til ferðavinnuna, hagtøl, stuðulsskipanir, frágreiðingar o.a.. Næsta stig verður at menna eina góða síðu til tíðindi og er ætlanin at framleiða reglulig
tíðindabrøv sum kunna um virksemið hjá
Visit Faroe Islands, rák innan ferðavinnuna, hagtølum o.m.a.
Visitfaroeislands.fo verður eitt týdningarmikið amboð í arbeiðinum at menna ferðavinnuna í Føroyum í framtíðini.
SÚKKLUFERÐAVINNA
Visit Faroe Islands hevur seinastu árini havt tætt samstarv við Landsverk og SSL um ferðafólkaferðslu (sí m.a. undanfarnar ársfrágreiðingar). Í 2025 var hetta sam starv útbygt við eini ítøkiligari súkklu verkætlan, ið hevur havt til endamáls at varpa ljós á Føroyar sum súkkluferðamál. Saman við Landsverk, Ráðnum fyri Ferðslu trygd og Rent a Bike hava vit funnið fram til súkkluleiðir kring alt landið, sum eru hóskandi at vísa ferða fólki á. Í samstarvi við Rent a Bike, hava vit gjørt fyrstu 10 ruturnar, sum eru lagdar út á okkara heimasíðu við góðum myndum, rutukorti og frágreiðingum.
Eisini hava vit havt útlendskar bloggarar og miðlar í Føroyum, sum hava skrivað um teirra súkklu upplivingar her.

Closed for Maintenance
39.310
687
útlendsk sjálvboðin
føroyskir luttakarar
verkætlanir á 11 oyggjum
ferðir síðan 2019
Eisini hava vit gjørt ein súkklufilm saman við Visit Tórshavn og Ráðnum fyri Ferðslutrygd, ið verður vístur á síðuni – bæði til íblásturs og kunning um trygd ísv. súkkling í Føroyum. Ætlanin er at menna hesa síðu stigvíst og at hava eitt áhaldandi fokus á at byggja upp eina sterkari súkkluferðavinnu.
SAMSTARV VIÐ SSL
Menningardeildin hevur skipað fyri verk stovu saman við SSL í samband við at Bygda leiðir skulu bjóðast út av nýggjum í 2026. Endamálið var at kanna, hvussu bygda leiðir og ferðaætlanirnar í størri mun kunnu møta økta flutningstørvinum hjá ferða fólki, so Bygdaleiðir verða eitt veruligt alternativ til leigubilin. Avtala er gjørd um at skipa samstarvið í eina felags verkætlan, vónandi við Landsverk umborð eisini, har endamálið er at gera eina neyva tørvsgreining, ið tekur hædd fyri ferðavinnuni.
Tørvsgreiningin verður síðani brúkt sum grundarlag fyri eini endurskoðan av verandi ferðaætlanum, tá útboðið skal leggjast til rættis.
Eydnast verkætlanin væl, verður hetta eitt týðandi fyrsta stig til at fáa eina felags ferðslu, sum í nógv størri mun nøktar tørvin hjá ferðafólki og sum samstundis skapar munandi betri rakstrargrundarlag hjá Bygdaleiðum og harvið eisini eina stigvíst betri tænastu fyri øll.
RESPECT-ÁTAK
Í 2025 hava vit sett sjøtul á eitt størri kunningar átak, ið byggir víðari á respectboð skapin, sum er at síggja á skeltum, fald arum og aðrastaðni saman við boð skapinum frá Heim strategiini. Vit hava havt verk stovur og ment ein leist, sum ætlanin er at lansera í 2026. Endamálið við átak inum er at gera tað sjónligari og týði ligari, hvussu vit bera okkum at sum ferða fólk í Føroyum, hvussu vit kunnu vera góð ferðafólk her, sum tekur neyðug at lit og fyrilit.
KUNNINGARSKÍGGJAR
Nýggju kunningarskíggjarnir við nýggju stýriskipanini vórðu settir upp í 2025 – fyrst á Hotel Vágar og á Visit Tórshavn. Í 2026 verða í minsta lagi 10 aðrir skíggjar settir upp, nú tað vísir seg at hesir nýggju skíggj arnir roynast væl. Hetta er eitt átak sum kemur at betra munandi um ferðafólka kunningina, eisini tí tað ber til at mál rætta kunningina um tiltøk, støð, gongu túrar osfr. við at gera kunningina á skíggjunum er tengd at staðnum.
FRÁ NØGD TIL GÓÐSKU
Verkætlanin “from volume to value”, sum Visit Faroe Islands hevur tikið stig til saman við granskarum frá Toronto University, Fróð skapar_setur Føroya og felagnum “Behaviour Smart”, tók veruliga skap í 2025. Vit hava havt verkætlanarfólk í starvi, sum hevur hjálpt okkum at skipa verkstovur saman við granskarunum.
fólk hava søkt um luttøku

Vit hava havt fundir við myndugleikar í Føroyum og savnað inn hagtøl. Verkætlanin, sum snýr seg um at finna fram til eitt hátta lag sum ger tað gjørligt at máta ferðavinnu góðskuna, er so statt farin inn í næstu fasu og er væntanin, at vit í 2026 fara at síggja fyrstu úrslitini. Tað er eydnast at fáa Háskúla Íslands við í verk ætlanina og verður proto typan, sum verður ment og testað í Føroyum, eisini testað í Íslandi.
Verkætlanin kann vísa seg at vera slóðbrótandi um hon eydnast. Hon kann broyta grundar lagið undir ferðavinnukjakinum, ikki bara her, men allastaðni og verða eitt gjøgnum skygt mátiamboð, sum kann fortelja nakað faktuelt um, hvussu tað í veruleikanum gongur við ferðavinnuni. Vónin er at hetta verður eitt nýtt benchmark, sum øll kunnu nýta. Verkætlanin hevur fingið fígging frá Nora og heldur fram í 2026.
RÁÐSTEVNUR OG TILTØK
Ein týðandi uppgáva hjá Visit Faroe Islands er at breiða út vitan um ferðavinnuna, at sam eina allar partar í vinnuni og at skipa fyri førleikamennandi tiltøkum. Í 2025 hava vit skipað fyri tveimum ráðstevnum, einari ferða vinnuráðstevnu í Norðurlandahúsinum fyri allari vinnuni, politikarum og samstarvs pørtum. Umframt at greitt var frá arbeiðinum hjá Visit Faroe Islands, vóru fyrilestrar um altjóða rák í ferðavinnuni og allar kunningarstovurnar greiddu frá nýggjum tilboðum úr hvørjum øki.
Á ráð stevnuni vóru eisini førleikamennandi verkstovur, har endamálið var at geva lut takar unum førleikar innan marknaðarføring og sølu, betri tænastu v.m.
Eisini hava vit skipað fyri eini aðrari norður lendskari ráðstevnu saman við Nora um ferðavinnu á sjónum við kveikjandi fyri lestrum frá góðum útlendskum røðarum umframt verkstovum. Hetta var ein sera væl eydnað ráðstevna, ið kastaði ljós á allar teir ótroyttu møguleikarnir sum liggja í okkara tætta tilknýti at havinum. Hetta er ov lítið endurspeglað í ferða vinnu tilboðunum og vónandi var ráðstevnan við til at kveikja fleiri at fara undir at menna tilboð, sum hava eitt tættari tilknýti til havið.
Vit hava havt eina verkstovu fyri kunningar stovunum í Føroyum sum snúði seg um atferðardesign – t.e. hvussu vit kunnu eggja til góðan atburð við ymiskum átøkum, kunning og nudging. Tað var fyri tøkan Behaviour Smart, ið hevur granskað innan økið og ráðgivið nógvum øðrum destinatiónum, sum stóð fyri skeiðnum.
FERÐIST Í EGNUM LANDI
Sum liður í okkara arbeiði at menna eina sterkari og burðardyggari innlendis ferðavinnu, hava vit miðvíst ment “ferðist í egnum landi”. Saman við nýggju heimasíðuni (visitfaroeislands.fo) er hetta nú ein sterk kanal út til føroysk ferðafólk.
Við nýggju heimasíðuni ber til at vísa meiri beinleiðis á upplivingar, støð og á annan hátt geva fólki íblástur at ferðast í egnum landi. Harumframt hava vit í 2025 gjørt av at halda lív í SoMe virkseminum alt árið, so tað er farið frá at vera eitt summarátak til ein meiri virknan profil.
CLOSED FOR MAINTENANCE
Closed For Manintenance (CFM) er okkara flaggskip, tá tað snýr seg um menningarátøk. Hvørt ár er CFM eitt høvi at loysa ítøkiligar avbjóðingar og at fyrireika støð til komandi ferðavinnuháárstíðina. Vit hava hvørt ár 8 10 verkætlanir og áhugin at luttaka heldur áfram at vera ovurhondsstórur. Í 2025 vórðu øll met sligin tá vit fingu meiri enn 15.000 útlendskar umsóknir teir 48 tímarnar tilmeldingin var opin. Vit hava ein støðugt vaksandi fylgjara skara og nógv søkja ár eftir ár í vónini um at vera ein av teimum hepnu, sum verða útvald.
Tað sum er serliga gleðiligt er at okkara samstarvspartar kring landið (kommunur, kunningarstovur v.m.) framvegis taka so væl undir við verkætlanini og hvørt ár søkja um at vera við við egnari verkætlan. Eisini er samstarvið við Tjóðsavnið komið í eina meiri fasta legu, í 2025 við eini verkætlan á Koltri, ið er partur av størru Koltursverkætlanini.
Burðardygd

Ein endurskapandi ferðavinna
Vit ásanna, at ferðavinnan hevur ávirkan á samfelagið, menniskjuni og náttúruna, vit virka í. Stór mál kunnu bert náast um vinna og myndugleikar samstarva. Og tískil ynskja vit gjøgnumskygni í okkara virksemi.
Vit ásanna, at ferðavinnan hevur ávirkan á samfelagið, menniskju og náttúru, og at stór mál bert kunnu røkkast í samspæli millum vinnu og myndugleikar. Tí arbeiða vit mið víst fyri gjøgnumskygni í okkara virk semi og fyri eini burðardyggari menning av Føroyum sum ferðamáli.
Okkara mál er at eggja til burðardyggan vøkstur uttan at hetta versnar natúrliga tilfeingið, so eisini komandi ættarlið hava somu møguleikar. Við smáum, men ítøki ligum burðardyggum loysnum í dag liga arbeiðinum arbeiða vit støðugt fram ímóti eini enn meira vælskipaðari og burðar dyggari ferðavinnu.
Í 2023 varð nýggj langtíðar ferða vinnustrategi løgd fram fram ímóti 2030, við burðar dygd sum einum av høvuðs tættunum. Í 2025 hevur arbeiðið við at skjalprógva burðardygd, menna tilfar og sam starva við vinnuna og ferðavinnuveitarar verið støðugt. Týdningurin av at skjal prógva burðardygd sum ferðamál er vaksandi. Global Destination Sustainability (GDS) er eitt týðandi amboð í hesum
arbeiði. Í 2025 hava vit havt regluligar fundir í GDS arbeiðsbólkinum saman við Visit Tórshavn og Tórshavnar kommunu, har burðardygg átøk og mál verða samskipað og skrásett.
Umframt hetta hava vit ment amboð til vinnuna, m.a. eina hondbók til burðardygg tiltøk og vegleiðingar til burðar dygds politikkir og grønar góðkenningar. Eisini hevur ein stuðulsskipan verið sett í verk, sum eggjar aktørum í vinnuni at taka næstu stigini móti grønum góðkenningum.
VARÐVEIT FØROYAR
Í Visit Faroe Islands ásanna vit, at hvør áhuga bólkur hevur sín sjálvstøðuga leiklut í at varðveita Føroyar. Tess vegna hava vit øll ábyrgd av at arbeiða fram ímóti teimum aðal málum, sum eru sett í komandi stevnu skrá. Stevnuskráin hevur til endamáls at menna burðardyggar mannagongdir í føroysku ferðavinnuni og stuðla undir arbeiðið við at røkka heims málunum hjá ST um burðar dygga menning.


VIT HAVA SETT OKKUM FYRI AT RØKKA HESUM FÝRA BURÐARDYGDSMÁLUM
Í 2030
Frá arbeiðinum at røkka ST málunum koma inn nýhugsanir og onnur ítøkilig aðalmál, sum vit hava sett okkum fyri at røkka tey komandi árini.
Innan aðalmál 1 hava vit rokkið 2025 málinum. Innan aðalmál 2 hevur framgongdin við umhvørvisgóðkenningum gingið so væl, at 85% av hotellkømrunum í Havn eru sertifiserað við um hvørvis góðkenning við árslok 2025. Aðalmál 3 hava vit enn ikki nøktandi hagtalsgrundarlag fyri, og tí seta vit økt fokus á hetta komandi tíðina. Vit síggja tó eina greiða menning, har alsamt fleiri veitarar eru ávegis við burðardygdspolitikkum. Aðalmál 4 eru vit framvegis aftanfyri málið (2025: Føroyar eru nummar 30).
Fleiri ferðavinnuveitarar eru í gongd við at fáa grønar góðkenningar. Í hesum sambandi skipar Visit Faroe Islands Meetings javnan fyri smærri og størri før leikamennandi verkstovum og fundum fyri veitarum í vinnuferðavinnu. Í ár hava vit samstundis sett eina stuðulsskipan á stovn, har møguligt er at søkja stuðul til arbeiðið við grønum góðkenningum. Harumframt luttaka vit á tiltøkum hjá vinnuni, har vit varpa ljós á burðardygdsmálini og týdningin av, at øll vinnan er við í hesum arbeiði.
1
2030 hava 80% av Føroya fólki ein jaligan hugburð mótvegis ferðavinnuni og vinnuferðavinnu. Málið er at røkka 70% 2025.
2
2030 hava 80% av okkara hotelkømrum eina umhvørvisgóðkenning. Málið var at røkka 50% 2025.
Sambært kanning í 2023 hava vit rokkið einum jaligum hugburði á 70% (Mál í 2030: 80%)
3
2030 hava 100% av okkara ferðavinnuveitarum ein burðardyggan politikk. Málið er at røkka 70% í 2026.
Umhvørvisgóðkenning 2025 85% (Mál í 2030: 80%)
*Hotel við fleiri enn 50 kømrum
4
2030 eru Føroyar á topp 10 saman við hinum norðurlondunum á GDSindexinum. Málið er at røkka nr. 15 2026.
Tølini verða tøk í 2026 ..% (Mál í 2030: 100%)
2025 fekk Føroyar eina GDS staðseting á
30 (Mál í 2030: nr. 10)
Ein ábyrgdarfull ferðavinna
Vit miða eftir at arbeiða samsvar við hesi níggju ST heimsmál.


Menniskju og Margfeldi
Dygdargóð útbúgving
VIT VILJA
• arbeiða fyri dygdargóðum útbúgvingum og eini vinnu, sum bjóðar lívslanga læring.
• hækka førleikastøðið okkara vinnu, bæði hjá ungum og eldri, so tey hava dagførdar og viðkomandi førleikar og útbúgvingar. Eisini vilja vit, at øll skulu hava møguleika til at vera við førleikamenningini, soleiðis at munurin verður minni millum menn, kvinnur, aldursbólkar, fólk við serligum tørvi, etniskum uppruna o.s.fr.
• samstarva við Ferðavinnufelagið og útbúgvingarstovnar um heiðursmerkir, starvslærupláss og annað, sum kann styðja undir áhugan fyri dygdargóðari útbúgving. Vit fara áhaldandi at hava skeið um burðardygd.

Náttúra og Umhvørvi
Lívið á landi
VIT VILJA
• varðveita vátlendi og verja lívfrøðiliga margfeldið.
• steðga avmerging av náttúru og oyðimarkarlendi. Hetta gera vit við virkið at fara inn í verkætlanina hjá Tjóðsavninum, stuðla henni og bjóða hana fram sum ein møguleika hjá ferðafólkum at gera okkurt gott fyri samfelagið. Eisini vilja vit bjóða vátlendisøkir fram til Closed For Maintenanceátakið.

Náttúra og Umhvørvi
Reint vatn og reinføri
VIT VILJA
• skapa virðing fyri reinum vatni Føroyum. Vit styðja upp undir eina virðiliga nýtslu av vatni og arbeiða fyri, at ferðavinnan ikki verður ein bági sambandi við vatnnýtslu.
• at ferðavinnan er við til at tálma vatnnýtsluni, og at spillvatn verður rætt viðfarið og mest møguligan mun fer sirkulerar rakstrarskipanir. Hetta verður m.a. gjørt við, at kranar, brúsur og ves nýta so lítið vatn sum gjørligt.
• at øll ferðafólk ókeypis kunnu fylla sína egnu vatnfløsku á frámerktum støðum. Vit nýta kranavatn til øll okkara tiltøk og fundir.

Náttúra og Umhvørvi Veðurlagsátøk
VIT VILJA
• styðja upp undir tann veðurlagspolitikk, sum Føroyar og heimssamfelagið hava sett sær fyri.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn
Sømiligt arbeiði og búskaparligur vøkstur
VIT VILJA
• at ferðavinnan hevur ein árligan búskaparvøkstur, at ferðavinnan hevur eina góða virðisøking og styðjar upp undir íverksetan. Við hesum fer ferðavinnan at breiðka um virksemið Føroyum og at skapa fleiri áhugaverd størv.
• at ferðavinnufyritøkur Føroyum hava føroyskan ognarskap.
• hava líka løn fyri sama arbeiði uttan mun til kyn, etniskan uppruna og serligan tørv, og at ein størri partur av arbeiðsstyrkini er ung millum 15 og 24 ár, soleiðis at ferðavinnan verður dragandi fyri hendan aldursbólk.
• sjálv fáa eina umhvørvisgóðkenning og krevja av partnarum og veitarum innan fyri eina freist, at tey eisini hava tað og/ella ein burðardyggan politikk.
• vit keypa lokalar vørur fyrst. Vit ráðgeva gestum um upplivingar, eisini um upplivingarnar, sum ikki vanliga eru eftirspurdar.

Menniskju og Margfeldi
Javnstøða millum kyn
VIT VILJA
• arbeiða fyri javnstøðu millum kyn. Tá ið vit skipa ráðstevnur, fundir og tiltøk, hava vit altíð fyrilit fyri javnari kynsumboðan.

ójavni
VIT VILJA
• arbeiða fyri at minka um ójavna millum lond. Vit vilja skapa karmar, soleiðis at munur ikki verður gjørdur á fólki. Serliga vilja vit arbeiða fyri, at minnilutabólkar kenna seg at hoyra til okkara vinnu og samfelag. Vit vilja, at útlendsk arbeiðsmegi okkara vinnu fær eins góð kor og føroysk arbeiðsmegi.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn Burðardyggir býir og bygdir
VIT VILJA
• styrkja nýtsluna av almennum flutningini og burðardyggari ferðslu við at gera tað lættari at brúka almenna samferðslukervið Føroyum.
• at øll skulu hava atgongd til náttúruna, og at býir, bygdir og náttúra fevnir um øll, eisini fólk við rørslutarni.
• at gestir skulu hava atgongd til súkklur og annan burðardyggan flutning, eins og atgongd til løðistøðir til elbilar.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla
VIT VILJA
• hava eina burðardygga og effektiva nýtslu av okkara náttúruríkidømi.
• minka um matoyðsl.
• minka um nýtsluna av evnafrøðiligum evnum í okkara burturkasti.
• skilja burturkast eftir leiðbeining, soleiðis at so lítið sum gjørligt verður brent og mest møguligt verður endurnýtt.
• vit hava ein innkeypspolitikk.
• vit hava ein burðardyggan politikk.
Menniskju og Margfeldi Minni
Vinnuferðavinna í grønum skapi
Í 2025 hevur vinnuferðadeildin hjá Visit Faroe Islands, saman við vinnuni, tikið týðandi stig fram á burðardygdarøkinum, m.a. í GDSskrásetingini. Visit Faroe Islands hevur fingið grønu góðkenningina frá Green Tourism Organisation.
Í GDS Indexinum liggja Føroyar í 2025 á einum 30. plássi, eftir at vera dottin aftur á 35. pláss í 2024, tá krøvini til ferðamálini vórðu herd. Føroyar eru sostatt framvegis millum topp 40 burðardygg ferðamál har vit serliga eru fegin um at 85 % av hotelkømurunum í Tórshavn hava um hvørvisgóðkenning. Í 2025 skrivaði Visit Faroe Islands undir Glasgow Declaration for Tourism, sum leggur grundarlagið fyri arbeiðið við eini ætlan fyri veðurlagsátøk í ferðavinnuni.
Átøk innan burðardygd
• Undirskrivað Glasgow Declaration for Tourism
• Stuðulsskipan til grønar góðkenningar
• DEIPolitikkur
• Hondbók um burðardygg tiltøk
Samanumtikið kann sigast, at síðani Føroyar gjørdust partur av GDS Indexinum í 2020, eru stigini hækkað úr 47,2 upp í 76 stig. Hóast enn er ein teinur at ganga fyri at røkka støðinum hjá grannalondunum, eru Føroyar væl á veg og arbeiða miðvíst fram ímóti málinum fyri 2030, í samsvari við nýggju ferðavinnustrategina.
STØÐA
Veitarar tøl
Marknaðarføringsvirksemi 2025

135 miðlavitjanir í 2025
Nógvu undanfarnu árini hevur Visit Faroe Islands arbeitt við útlendskum miðlafólkum fyri at skapa umrøðu um Føroyar í útlendskum miðlum. Síðstu nógvu árini hava vit havt yvir 200 miðlafólk í Føroyum um árið. Í 2025 var talið 135, aftrat tí vóru 8 sokallaðir content creators. Talið liggur um tað sama sum í 2024, men er fitt lægri enn undanfarin ár. Hetta er ein tilvitað lækking, m.a. vera miðlavitjanir ikki longur fyriskipaðar mitt um summarið.
Undanfarin ár hevur Visit Faroe Islands gjørt virðið av greinum og sendingum upp í krónum frá fjølmiðlavitjanum, sum Visit Faroe Islands hevur samskipað. Við teimum broytingum í miðlalandslagnum síðstu árini, er avgerð tikin um at steðga við at gera virðið upp, tí tað verður truplari og truplari at meta um virðið í krónum, serliga av tal gildum greinum og bloggum.
Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar sum ferðamál í 2025, vóru úr londum sum Danmark, Svøríki, Noreg, Stórabretlandi, Italia, Hollandi, Fraklandi, Týsklandi, Sveis, Spania, Belgia, Kanada og USA. Útlendsku fjølmiðlafólkini vóru frá fyrst og fremst bløðum og tíðarritum, men eisini sjónvarps og útvarpsstøðir vitjaðu Føroyar sum gestir hjá Visit Faroe Islands í 2025. Umframt miðlafólk, varð eisini dentur lagdur á at bjóða sokallaðum “content creators” –
myndafólk, ið leggja sínar myndir út á talgilda pallin Instagram.
Í 2025 komu 8 ymiskir content creators til Føroyar. Í nógvum førum var talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram.
Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar enn eru ókendar summa staðni í heiminum. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum eru ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðla vitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum.

Umframt at vit sjálvi gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í Føroyum, fær Visit Faroe Islands eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum hvørt ár. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt, at fjølmiðlafólkið hevur avtalu við blaðstjóra um, at hýsa tilfari um Føroyar.
Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr granna londunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferða mál. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, surfing, gongutúrum og matferðavinnu, verða boðin hendavegin.
Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur Visit Faroe Islands avtalu við PR skrivstovu í Bretlandi, sum hevur hollan kunn leika um miðlar, og teirra fokusøki og styrkir. Hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjøl miðla vitjan irnar skulu fyri skipast. Har um framt sam starva vit eisini við Visit Denmark skriv stovur í Italia, Frak landi og USA um miðla vitjanir. Í sam band við stóru mark naðar førings átøkini, verða av talur um sam størv gjørd á ávísum mark naðum fyri at tryggja, at boð skapurin røkkur víða. Hesar avtalur hava ser liga verið við PR skriv stovur í USA og Dan mark.
Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum sam starvi við vinnuna
í Føroyum, t.d. flutnings feløg, gist ingar hús, mat stovur, bila leigu og útferðir. Serliga Atlantic Airways og Gist & Vist veita stóran stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir.
Á tann hátt eru fleiri partar við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti einum stórum tali av miðlum.
Harumframt arbeiða vit saman við einari rúgvu av føroyingum, sum eru klár at taka ímóti miðlafólkum, innan øll økir frá landbúnaði, til sniðgeving, list, arki tektur o.s.fr. fyri at tryggja góðar søgur um fólkið, sum býr her.
SERSTAKT FOKUS Á SAMSTARV
VIÐ DANSKAR MIÐLAR
Eins og í 2024 løgdu vit stóran dent á grannamarknaðin og bjóðaðu fleiri spennandi miðlum til Føroya. Hetta var ein liður í at endurskapa myndina av Føroyum sum eitt dynamiskt og spennandi ferðamál í Danmark.
Vit fingu viðurkend tíðarrit í Danmark sum Politiken og Vogue Scandinavia til landið, umframt kenda
Anders Breinholdt, sum ferðaðist her á páskum. Har um framt bjóðaðu við kvinnuni handan bókazini
HÅNDVÆRK til Føroyar. Hetta var liður í arbeiðinum at finna flott bløð, sum møguliga hava ein smalan mál bólk, men sum eru sera viðkomandi fyri okkum. Út gávan snúði seg um ull, og vitja var hjá sniðgevum, spinnaríum, bóndum o.ø.
Fjølmiðlafólk
til Føroyar í 2025
Alt í alt var hetta eitt sera væleydnað ár í samstarvinum við donsku miðlarnar – og vit síggja fram til fleiri vitjanir úr Danmark, sum enn er okkara størsti marknaður.












Frítíðarferðavinna
Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2025
SOME-ÁTAK: FAROENCERS
–
GERANDISSØGUR ÚR FØROYUM
Í oktober 2023 fór Visit Faroe Islands undir eitt nýtt og framfýsið átak á sosialu miðlunum, har ymiskir føroyingar framleiða tilfar, sum vísur hvussu lívið og gerandisdagurin hjá teimum sær út. Átakið ber heiti Faroencers, og er eitt tilgjørt orð, har spælt verður við orðini Faroese og influencers (á føroyskum kallað ávirkarar).
Í arbeiðinum við at gera eina ferða vinnuætlan fram ímóti 2030, kom til sjóndar, at føroyingar ynskja at síggja enn fleiri heim ligar søgur í marknaðarføringini. Visit Faroe Islands hevur seinastu árini samstarvað við ein hóp av útlendskum myndafólkum og ávirkarum, ið hava ein sterkan fylgjaraskara á teim sosialu miðlunum.
Glæsiligu myndirnar hava gjørt sítt til, at umheimurin hevur fingið eyga á Føroyar sum ferðamál, men hugurin at vita meira um Føroyar er enn stórur, og nú er tíðin búgvin at gera tillagingar. Arbeitt hevur
verið í longri tíð við at framleiða tilfar, ið vísir eina fjølbroytta mynd av Føroyum. Við Faroencers verður eitt stig tikið afturat á hesi leið, og enda málið er at skapa ófiltrerað og undirhaldandi tilfar, sum mennur søguna um Føroyar úti í heimi.
Tey, sum eru partur av Faroencer átakinum, hava fjøllbroytt áhugamál og koma úr øllum landinum. Hesi hava við jøvnum millumbilum framleitt smáfilmar – sokallað “reels”, sum í mesta lagi eru ein minutt til longdar. Faroencers átakið hevur riggað so væl, at avgerð er tikin um at halda fram í 2026, og ætlanin er at halda fram við onkrum samstørvum og at byrja nøkur nýggj. Átakið er væl móttikið av fylgjarum, føroyingum sum heild og uttan úr heimi. Í desember 2025 vóru Marta Káradóttir og Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, frá Visit Faroe Islands, bodnar á ráðstevnuna “Digital Tourism Think Tank” at greiða frá átakinum og arbeiðnum við sosialum miðlum.



Heili 20 Faroencers smá filmar vóru fram leiddir í 2025. Teir 11, sum blivu deildir í 2025 fingu tilsamans 879,200 spælingar – á leið 40.000 fyri hvønn film.
Luttakararnir hava fingið fríar teymar at velja hvørji evni verða lýst. Í 2025 vóru tað serliga tær persónligu søgurnar, eitt nú

«Behind the Scenes» við Michelin kokkinum Poul Andrias, «Lamb Rescue» við Tóriki og «Life in the Faroe Islands» við Evu, sum kláraðu seg væl.
Móttøkan hevur verið sera góð, og átakið hevur fingið umrøðu í útlendskum og føroyskum miðlum. Tølini vísa, at tilfarið riggar væl bæði á Instagram og Facebook. Við hesum innliti verður hildið á fram at menna Faroencers við spennandi samstørvum í 2026.
VFI 2025, ÁTAK Í FØROYUM, 3 - 5 APRÍL
Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá samlaðu føroysku ferðavinnuni, har útlendskir ferðasmiðir verða boðin til Føroyar at uppliva tað, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum. Átakið varir í tríggjar dagar og fevnir um fram løgur og verkstovur, har høvið er at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við mentanarligum upplivingum og útferð.
Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur breiða undirtøku í føroysku ferðavinnuni, har bæði incoming, útferða veitarar og buss feløg eru við til at gera tað gjørligt.
52 føroyskar fyritøkur tóku lut, sum er fitt hægri enn undanfarin ár, og tað et greitt tekin um, at nógvir nýggir veitarar leggjast til. Útlendsku ferðasmiðirnir fáa veruliga høvi at hitta allar partar av føroysku ferða vinnuni til átakið.
Sjálv verkstovan var í høllini við Tjarnir og um kvøldið var døgurði í Siloini á Vestaru Bryggju við eini røð av mentunarligum innsløgum, so gestirnir eisini fáa ta upp livingina.
Áhugin hjá útlendskum ferðasmiðum at taka lut var sera stórur, og av tí at royndir vísa, at einir 50 60 luttakarar er eitt hóskandi tal, vóru fleiri, sum ikki fingu høvi at vera við. Ferðasmiðirnir komu úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Finnlandi, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Belgia, Hollandi, Sveis, Italia, Spania, Fraklandi og USA. Eins og undan farin ár, vóru eftirmetingarnar av átakinum sera góðar.
VETRARÁTAK
Í DANMARK
Í tíðarskeiðnum 27. desember til 7. januar varð eitt avmarkað vetrarátak gjøgnum ført í samstarvi við Atlantic Airways, við fokus á danska marknaðin. Enda málið við átakinum var at skapa vitan um Føroyar sum vetrarferða mál og sam stundis økja um bóking av flog ferðum.
Átakið varð framt á sosialum miðlum (Facebook og Instagram), umframt Google Ads.
Samlað sæð vístu úrslitini, at áhugin fyri Føroyum sum vetrarferðamáli er góður á danska marknaðinum, og at samstarvið við Atlantic Airways er eitt virkið amboð at sameina marknaðarføring og sølu.

879,200 views í alt
40.000 views í miðal
20 smáfilmar fyri 2025
Marknaðar




“Vit biðja ferðafólk um at sleppa teymunum eina løtu. Vit royna at bróta mynstrini og flyta okkum aftur til tað, sum ferðing eigur at snúgva seg um –hugdýpa seg í staðið, tú vitjar”
SELF-NAVIGATING CARS
Nýtt átak frá Visit Faroe Islands sum skuldi spjaða ferðafólk og geva okkara gestum óvæntaðar upplivingar. Stóra átakið hjá Visit Faroe Islands í 2025 hevði til endamáls at bróta vanligu ferðamynstrini og at geva ferða fólki nýggjar, óvæntaðar upplivingar í
Føroyum. Í átakinum vóru ferðafólk eggjað at seta seg við róðrið og koyra avstað, uttan at vita hvagar leiðin gekk.
EIN ALJÓÐA TRUPULLEIKI - EIN
FØROYSK
LOYSN
Í frágreiðing frá kendu greiningarfyritøkuni McKinsey frá 2024 stendur, at 80% av øllum ferðafólkum í heiminum fara til tey somu 10% av heimsins kendastu ferðamálunum.
Um allan heimin flokkast ferðafólk til somu kendu støð, so eisini tey kunnu fáa eyðkendu myndina av víðagitnu støðunum. Fólk eru stýrd av algoritmum og sosialum miðlum, sum skapa eina óendaliga ringrás, har myndir frá kendum ferðamálum draga fleiri ferðafólk til neyvt somu støð. Úrslitið er eins háttaðar upplivingar og støð, sum fáa ov nógv vitjandi. Eisini her í Føroyum hava vit merkt vaksandi trýst á ávís støð, og nú royna vit at broyta hetta – bókstaviliga.
Múlafossur í Gásadali, Vitin á Kallinum, Trælanípa og Tjørnuvík hava í langa tíð verið millum tey mest vitjaðu støðini. Men við 30 sergjørdum rutum var ljós varpað á fleiri av teimum minni kendu, men eins vøkru og sermerktu støðunum kring landið.
Endamálið var at geva ferðafólki høvi at uppliva minni vitjaðar og ókendar perlur, sum vanliga ikki eru partur av túrinum, tá fólk vitja landið. Leiðbeiningarnar eru settar saman við nærlagni og taka allar støði í lokalari vitan og tí staðkenda, so vit vísa gestunum vøkur og serlig, men ofta yvirsæð støð í Føroyum. Tankin handan hvørja rutu er at vísa ferðafólki sumt av tí, sum vit sjálvi gera.
Við átakinum vónaði Visit Faroe Islands, at ferðafólk fóru at taka av møguleikanum at fáa eina meiri fjølbroytta og óvæntaða upp living. Sam stundis var vónin, at átakið kundi taka trýstið av ávísum støðum, sum fáa heldur nógv vitjandi um summarið. Tað var stuttligt at síggja, at eisini føroyingar tóku av møguleikanum at lata bilin gera av, hvar tey skuldu fara at vitja í egnum landi.

Ein røð av útlendskum miðlafólkum komu til Føroyar fyri at royna bilarnar, og átakið hevur
fingið sera nógva og góða umrøðu í altjóða miðlum, m.a. skrivaðu Forbes, TIME, og BBC um átakið. Átakið hevur longu nú vunnið stóru Epica virðislønina í heili 3 bólkum: Transport, PR og Cultural Insight.
Ætlanin er at menna nýggjar rutur til komandi summar og at halda fram við at leiða ferðafólk til onnur økir enn tey vanligu.
AN OCEAN OF OPPORTUNITIES NORÐURLENDSK RÁÐSTEVNA UM HAVFERÐAVINNU 21. - 22 OKT.
Visit Faroe Islands skipaði saman við NORA fyri ráðstevnu, sum legði dent á møguleikarnar innan havferðavinnu í Norðatlantsøkinum. Nýskapan og menning innan havferðavinnu er ein av lyklunum til burðardygga menning í Norðuratlantsøkinum. Havið hevur ein ómetaliga stóran týdning í økinum – landafrøðiliga, búskaparliga og mentanarliga. Tó speglast hetta ikki aftur í útboðnum av upplivingum kring Norðuratlantshavið, ið ofta eru av markaði til fiskitúrar og aðrar siðbundnar upp livingar.
Ráðstevnan setti tí spurningin: Hvussu kunnu vit menna fleiri nýskapandi og burðardyggar upplivingar á sjónum ella við tilknýti til sjógvin? Og hvussu tryggja vit, at hesar eru burðardyggar og skapa langtíðar virði fyri samfelagið? Norðurlendskir og altjóða serfrøðingar góvu teirra boð uppá hetta. M.a. Laura Storm, hvørs serfrøði er at stuðla fyritøkum í at leggja um til regenerativar mannagongdir, og Cillian Murphy, sum hevur staðið fyri ferðavinnumenningini á Loop Head hálvoynni í Írlandi, ið tók støði í burðardyggum loysnum við sterkum kjølfesti í lokalsamfelagnum.

Á ráðstevnuni vóru eisini ein røð av styttri fram løgum, har veitarar úr øllum Norðurlondunum greiddu frá, hvussu tey ítøkiliga arbeiða við nýskapandi ferðavinnutilboðum tengd at havinum. Millum annað vóru fram løgur um regenerativar loysnir, um menning av lokalsam feløgum gjøgnum ferðavinnu og um hvussu ferða vinnan kann taka náttúrufyrilit og sam stundis menna vinnu og øki. Úr Føroyum hevði Samson Højgaard framløgu um ferðavinnu við føroyskum báti.
Um kvøldið var døgurði fyri luttakarunum, har NORAverkætlanin Arctic Young Chef stóð fyri matgerðini. Eini 110 fólk úr ferðavinnuni, politikki og myndugleikum í Norðanlondum tóku lut á ráðstevnuni.
Vinnuferðavinna
Nógv nýtt og spennandi er hent fyri vinnuferðavinnuna 2025, sum fer at broyta hana munandi komandi árini. Størsti munurin er, at vit nú kunnu bjóða nógv størri tiltøk til Føroya.
Størsta hendingin til frama fyri vinnu ferðavinnuna í 2025 er, at Tjarnir lat upp í februar mánaða. Henda framúr multiarena, sum fer at verða karmur um nógv tiltøk fram yvir, hevur longu verið við til at fremja áhugan fyri størri tiltøkum og ráðstevnum.
Eisini hevur spildurnýggja Ress Spa lyft okkara vinnuferðavinnuprodukt í dygd, soleiðis at áhugin fyri tiltøkum, har mind fulness, yoga og vælvera í høgari góðsku eru partur av tí.
Fyri fyrstu ferð hava 3 starvsfólk verið í teaminum á Visit Faroe Islands. Hetta hevur gjørt tað møguligt at deila arbeiðið og seta mál á ein heilt nýggjan hátt.
200 AMBASSADØRAR
Seinast í februar mánaða hátíðarhildu vit okkara ambassadørar Við Tjarnir. Hetta var
ein dagur, har vit løgdu fram um møguleikarnar at hava tiltøk og fundir í Føroyum, og har Carina Heinesen á Rógvu frá
Tórs havnar Kommuna luttók at greiða frá stuðulsskipanum, sum eru til hesi.
Tórs havnar kommuna hevði til tiltakið framleitt ein faldara, sum greiddi frá stuðuls skipanini hjá Tórshavnar Kommunu, og teimum trimum stuðuls møguleikunum, sum eru at fáa. Súsanna Samró og Annleyg Lamhauge frá Visit Faroe Islands greiddu frá møguleikunum at hava fundir í Føroyum og løgdu fram um, hvussu
Visit Faroe Islands kann hjálpa við at fáa fundir til Føroya og við íblástri til tiltakið.
Tað serliga á degnum vóru framløgur frá ambassadørum, sum høvdu havt ella skuldu hava tiltøk.




Dato Heiti á ráðstevnu Fyriskipari Ambassadørur
Mars NM í Bridge Bridgesambandið Jákup Sørensen
Mars Nordic pride-fyriskipara ráðstevna LGBTQ+ Esther Margeret Petersen
Apríl NM í Dart Føroya Dartsamband (saman við Havnar Dartfelag) Jens Albert Simonsen
Apríl NOM MFS Frida Davidsen*
April Nordic Saxophone Festival Kristina Thede Johansen*
April Forfólkafundur hjá norðurlensku starvsfeløgunum Starvsfelagið Súni Selfoss
Mai EM-endaspæl - U17 - 8 gentulandslið FSF Andrass Thomassen
Mai Summarfundur hjá NORA NORA Halla Nolsøe Poulsen
Mai TONIK Hugskotið Sóley H. Hammer
Mai Arctic Science, Forum for Arktisk Forskning, workshop Fróðskaparsetrið Anna Sofía Lava
Juni ERVO Havstovan Erling í Liða
Juni NUSCT Network of Universities Jóhan Ísak Hansen
Juni Verkætkan hjá Sjókovanum Sjókovin Unn Laksá
Juni U17 Landsliðskapping Hondbóltsamband Føroyar Andrias Thomsen
Juni Flogbóltsambandi kapping silver league Flogbóltssamband Føroya Petur Holm
Juni Nordic Bishops Prestafelag Føroya Steindóra Erhardsdóttir*
Juli Svimjikapping Svimjisamband Føroya Rókur í Jákupsstovu
Juli Brekkulegan Leirvíks Páll, Føroya Skótaráð Steinar Patursson
Juli Dátueftirlitið Tóri Højgaard*
August NKK & IFSMA The Faroes Shipmasters& Association Arnfinnur Garðalíð
Sept NOSOSCO Almanna- og mentamálaráðið
Sept Nordregio fundur Fróðskaparsetrið Eyðun Christiansen*
Sept IASST Sjónám Rúni Heinesen*
Sept Unesco Fundur Almanna- og mentamálaráðið Armgarð Arge
Sept Hagstovan Statistics (IMAODBC) Hagstova Føroya Kári Holm Johannesen
OKt VERK Nordic Stage Days Norðurlandahúsið Gunn Hernes
Okt NEVZA U19 FBF Petur Holm
Okt City DNA Visit Tórshavn Annika Lisberg
Okt Mikkeler beerfestival Mikkeler
Okt Marine Tourism - Nora Nora Halla Nolsøe Poulsen Skrásett
Hesi hildu framløgur:
• Jarðfeingi um Vatnráðstevnuna (Óluva Ejdesgaard)
• Ocean Rainforest um Tararáðstevnuna (Katrin Gregersen)
• Fótbóltssamband Føroya um EM í U17 Kvinnufótbólti (Maria Ziskasen)
• Føroya Skótaráð um Norðurlendsku skótaráðstevnuna (Steinar Patursson og Símun Michael Sørensen)
• Felagið Føroysk Tónaskøld um World New Music Days (Sunleif Rasmussen og Kristian Blak)
• Hugskotið um Tonik (Sóley Heradóttir)
• Búnaðarstovan um Ullaráðstevnuna (Dorthea Joensen)
• Svimjisambandið við Learn2Swim ráðstevnuni (Rókur í Jákupsstovu)
Hetta vóru sera áhugaverdar framløgur at hoyra, tí tær vóru so relevantar fyri allar ambassadørar.
Tey kundu tá sjálvi spegla sær í teimum ymisku royndunum, sum aðrir ambassadørar høvdu gjørt sær og á tann hátt fáa íblástur til teirra egnu tiltøk. Umframt vóru tríggjar heiðurslønir latnar.
ÁRSINS AMBASSADØR: JÁKUP SØRENSEN
Jákup Sørensen stendur ofta fyri ársins fyrsta, stóra tiltakið. Aftur og aftur hevur hann sett síni fingra merki á veturin, tá Tórshavn Bridge er á skránni. Ótroyttiliga fær hann tað at bera til, og góðtekur ongantíð eitt nei. Gerst brekkan ov brøtt, so setur hann enn meiri ferð á. Eisini hevur hann skipað fyri íslendskari bridgekapping og í næstum er ætlanin at fara í holt við størri kappingar. Afturat hesum skipar hann eisini fyri eini mongd av fundum gjøgnum sítt starv á Nora.
ÁRSINS ÁTAK: TONIK, SÓLEY H.
HAMMER OG TOYMI
Tonik hevur hækkað munandi um støðið fyri, hvat ber til fyri tiltøk í Føroyum. Fyrst og fremst fyri KT og samskiftisvinnuna, sum í stóran mun hevur trongt til hetta slóðbrótandi lyft. Men eisini fyri vinnuferðavinnuna, har eyguni eru latin upp fyri festivallíknandi ráðstevnum. Kongshøll og Silo sum fundarstaðir eru framúr karmar fyri Tonik, men vit kunnu staðfesta, at hesir karmar verða lyftir av skapandi hugflognum hjá toyminum handan Tonik. At blanda list og KT á henda hátt, hava vit ikki sæð áður, og hevur hetta virkað framúr væl.
HEIÐURSBRÆV: ULLARÁÐSTEVNAN, BÚNAÐARSTOVAN, DORTHEA JOENSEN
OG TRÓNDUR G. LEIVSSON
Fremsta málið at fyriskipa altjóða ráðstevnur í Føroyum er umframt at draga ferðafólk til Føroya – at gestir og tiltøk leggja varðar eftir seg í føroyska samfelagnum, okkum øllum at frama.
Júst hetta gjørdi Ullarráðstevnan, sum varpaði ljós á okkara virðismikla tilfeingi ullina.
Ullarráðstevnan skaraði framúr tí bæði børn og vaksin fingu stóra gleði av almennu tiltøkunum í m.a. Reinsarínum, sum vóru sera væl lýst framman undan.
Ráðstevnan var eisini hildin í Føroyum í 2015, og eitt beinleiðis úrslit frá hesi ráðstevnu var núverandi Ullarmóttøkan.
Málsetningurin við 200 ambassadørum er náddur og vit hava nú framleitt eitt størri úrval av stuðuls skjølum til ambassadørar, alt frá ráðstevnu hond bók, burðar dygds hond bók, myndabanka, Unordinary Meetings hondbók, stuðulsmøgu leikum, oa.
NÝTT Í 2025
Tá vit fyri fyrstu ferð vóru trý starvsfólk, sum arbeiddu við Vinnuferðavinnu í 2025, var gjørligt at deila arbeiðið betur upp, soleiðis at til bar at hug savna seg um ávís øki. Súsanna Samró fekk ábyrgdina av ítróttini og vinnufyritøkum. Brim Hoydal fekk ábyrgdina av havøkinum og heilsuøkinum og fekk eisini fulla ábyrgd av burðardygd. Ann leyg fekk ábyrgdina av KT og sam skiftisøkinum eins og ambassadørum.
ÍTRÓTTURIN
Ítróttatiltøk hava verið høgt raðfest í 2025. Ein av fyrstu uppgávunum var at fara ein norðurlendskan netverksfund, har øll norðurlond vórðu samlað í Stockholm. Her gjørdust vit partur av einum fram úr góðum netverki fyri ítróttartiltøk, har norður lond deila vitan sínamillum. Sum ein nýggjur aktørur á hesum øki, eru vit sera fegin um at gerast partur av hesum netverki.






Í februar mánaði skipaðu vit eisini fyri einum serligum ambassadørdegi fyri ítróttarsambond. Hesin dagur var hildin við Tjarnir, sum júst varð latið upp tá. Á degnum vóru framløgur um at hava ítróttartiltøk í Føroyum, eins og Tórshavnar
Kom muna legði fram um stuðulsskipanir. Eisini legði Dart sambandið fram um, hvussu tey vunnu EM í Darti, sum verður í Føroyum í 2026. Hetta var ein sera áhugaverdur dagur, sum nógv spurdist burtúrúr.
FUNDIR OG BONUSFERÐIR
Marknaðarføringin mótvegis fyritøkum, sum ynskja bonusferðir ella incentives til Føroya vaks eisini í 2025 við Business to Business tiltøkum, sum vit luttóku á. Eitt av hesum tiltøkum var í sambandi við stóru IMEX framsýningina í Frankfurt og eitt annað av hesum tiltøkum var í Zagreb í Kroatia, har vit høvdu 24 fundir.
Eisini skipaðu vit fyri einum túri at hitta keyparar bæði í Oslo og í Keypmannahavn.
ICCA BEST MARKETING AWARD VUNNIN Í PORTO
Tað var ein stórur heiður at vinna Best Marketing Award í Porto fyri Closed For Maintenance – Open for Volountourism. Á stóra pallinum til árligu ICCA ráðstevnuna fóru Brim H. Hoydal og Alda Magnusar dóttir Egilstrøð á pall at leggja fram um átakið, sum nú eisini er ein náttúrligur partur av nógvum Vinnu ferðavinnuskráum og rakar beint í rákið við eini endur skapandi ferðavinnu. Vit eru sera fegin um henda heiður, sum hevur vunnið okkum ókeypis pláss millum annað á The Meetings Show í London næsta summar og annað.
LÆKNAFUNDIR
Tvær ferðir vóru vit á læknakonferansu á Landssjúkrahúsinum, har vit komu inn á fund bæði á Medisinska deplinum og á Skurðdeplinum. Á fund unum greiddi Shahin Gaini, sum er ein av okkura heiðraðu ambassadørum, um tá hann skipaði fyri stórari læknaráðstevnu og eggjaði sínar starvsfelagar til at bjóða seg fram til at halda fundir í Føroyum. Eisini hildu vit framløgu um, hvussu Visit Faroe Islands kann hjálpa til við at fáa fundir inn til Føroya og hvussu Tórshavnar Kom muna stuðlar fundum og ráðstevnum.
ANNAÐ
Vit hava verið ein virkin partur av ICCA í 2025, har vit hava luttikið á ICCA Association Forum, ICCA Nordic Chapter Meeting og ICCA World ráðstevnuni. Hetta hevur aftur í ár givið okkum eitt sera gott netverk og atgongd til serliga norðurlendskar felagsskapir, sum kunnu hugsast at leggja fundir í Føroyum. Vit eru sera fegin um henda møguleikan at vera partur av einum heims felags skapi innan fundir og ráðstevnur, har vit verða førleikament og eru við í einum felagsskapi.
Eisini hava vit framhaldandi havt stórt fokus á okkara LinkedIn vanga, har vit lætt kunnu sam skifta við okkara keyparar og netverk. Vit røkka áhaldandi langt á hesum miðli.
Eisini hava vit brúkt nógva tíð við Oyggjaleikum. Eins og okkara bidbók er vorðin alsamt dagførd, serliga við nýggjum síðum við til dømis Við Tjarnir og Ress Spa.
Hetta talið veksur spakuliga (+263 2025) men støðugt, bæði organiskt og at vit bjóða relevantum sambondum. Hetta er serliga ein platformur fyri okkara ambassadørar, okkara netverk, felagsskapir úti heimi og aðrar kundar, bæði corporate og agencies.
1091
Tíðindabræv tilmeldingar
Afturat hesum hava vit eitt fast Tíðindabræv á LinkedIn, sum hevur nú 1091 tilmeldingar. Í 2025 hava vit havt 11 Tíðindabrøv og miðja ímóti einum um mánaðin. Innihaldið er ein endurtøka av seinastu postunum á LinkedIn. Hesi hava eitt sera gott reach, og fara vit tískil at halda fast hesum.
17
Tíðindabrøv eru send út í 2025
Tíðarlinjan vísir ein stuttan samandrátt av tiltøkunum í 2025.
Frítíðarferðavinna
Vinnuferðavinna

IMM Meet the media
New York, 22. – 23. januar

5 Country Workshop London, 4. februar

Nordic Marketplace Keypmannahavn, 17. – 18. februar


MidAtlantic Ísland, 30. januar – 2. februar

ICCA Nordic Oslo, 11. mars

Oslo, 18. mars


Roadshow
Skandinavisk verkstova París og Milano, 18. – 20. mars París, 12. mars
Roadshow Keypmannahavn, 19. mars
Marknaðar
Frítíðarferðavinna
Vinnuferðavinna

MICE pretúrur til VFI Føroyar, 2. apríl

B2B event pre-IMEX Frankfurt, 19. mai

ANTOR regional workshop Noreg
26. – 28. august

Vestnorden Akureyri 30. sepember – 1. oktober


Nordics Roadshow USA 6. – 9. oktober
Optimeet Keypmannahavn, 20. mars

VFI famshop Tórshavn, 10. – 13. apríl

IMEX Frankfurt, 20. – 22. mai

M&I Forum Zagreb, 29. august

America Las Vegas, 7. – 9. oktober


IMEX
IBTM Barcelona, 18. – 20. november
ICCA World Porto 9. – 12. november
Marknaðar
Talgildir miðlar
“Sosialir miðlar stríðast sum heild við lækkandi hug hjá brúkarum at dáma og viðmerkja tilfar. Tó sæst stóra afturgongdin ikki aftur í Instagram vanganum hjá Visit
Faroe Islands. ER vaks nevniliga frá 7,14% í 2024 til 13,3% í 2025. ”
Heimasíðan visitfaroeislands.com er ein av týdningarmestu talgildu pallunum hjá Visit Faroe Islands og ein sentralur partur av mark naðarføringini av Føroyum sum ferða máli. Síðan vendir sær til ferðafólk, miðlar og samstarvspartar og savnar alla viðkomandi kunning um Føroyar á einum stað. Eisini skal hon tryggja at vit eru sjón lig á leitimaskinum, m.a. Google. Heimasíðan er á enskum, donskum og týskum.
Tølini fyri 2025 vísa, at áhugin fyri Føroyum framvegis er stórur. Vit síggja ein vøkstur í talinum av vitjandi, og meginparturin av teimum, sum vitja síðuna, brúka hana í longri tíð og vitja fleiri undir síður. Hetta bendir á, at síðan veitir við komandi og gagnliga kunning.
Hóast samlaða talið av síðuvísingum er minkað nakað samanborið við árið fyri, eru tølini framvegis sera góð samanborið við
aðrar ferðavinnuheimasíður. Ein orsøk
kann vera broytt brúkaramynstur, har leiti maskinur og vitlíki í størri mun veita beinleiðis svar, áðrenn brúkarin kemur inn á sjálva heimasíðuna. Tó kann sigast at vitjandi, sum koma inn á heimasíðuna, framvegis finna viðkomandi innihald og fara tí sjáldan skjótt av aftur.
USA og Stóra Bretland eru framvegis størstu marknaðirnir, men í 2025 sæst eisini ein greiður vøkstur úr Føroyum, Týsklandi og Kina, sum fyri fyrstu ferð er millum topp 10 mest vitjandi lond.
Flestu vitjandi á visitfaroeislands.com enda fyrst á forsíðuni, síðani fylgja tey m.a. Closed for Maintenance átakinum, Hiking in the Faroe Islands, Getting to the Faroe Islands og Getting around the Faroe Islands.
Reaktiónir*
460,702
*Tal á reaktiónum umfatar ”dáma”, ”emojis” o.a. Samlaða talið á uppsløgum á Facebook og Instagram
Viðmerkingar*
9,265
*Tilsamans á uppsløgum á Facebook og Instagram

Marknaðar
6
5
4
3
2
UM WHAT’S ON
Vilt tú vita, hvat, hvør og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Á www.whatson.fo fæst eitt samlað yvirlit yvir tiltøk kring alt landið. What’s On er ein pallur, sum savnar konsertir, framløgur, sjónleik, mat upp livingar og nógv annað á einari síðu. Pallurin er ein sjálvstøðug heimasíða og samstundis
partur av heimasíðum hjá kunningarstovum, tíðindaportalum og Visit Faroe Islands. Brúkarin kann lættliga síla tiltøk eftir tíð, staði og bólki.
Kunningin er á føroyskum og enskum, og pallurin verður nógv brúktur bæði av føroyingum og útlendingum. Tað er ókeypis og lætt at skráseta tiltøk, og ein og hvør kann leggja eitt tiltak út. Øll tiltøk skulu góðkennast, og kunningarstovurnar umsita og góðkenna tiltøk í sínum øki.
Endamálið er, at fólk fáa kunning um tiltøk har tey longu eru á netinum. Tí samstarvar
What’s On m.a. við Portal.fo og In.fo, og fleiri samstørv eru í umbúnaði. Síðani pallurin lat upp í 2019 eru fleiri túsund til tøk og yvir 800 støð skrásett. Eftir endur lanser ingina á heysti 2024 hevði What’s On 110.000 vitjandi. Í 2025 var talið 244.000 vitjandi, ein øking á 121 %, við einari miðalvitjanartíð á um 1 minutt. Um leið 35 % av vitjandi koma úr Føroyum, meðan restin er úr útheiminum.
KUNNINGARSKERMAR

Royndarverkætlanin við trimum skermum kring landið, millum annað á flogvøllinum er endað, nakrir skermar vórðu settir upp í 2025, og fleiri koma í 2026.
Við tíðini vera skermarnir at finna á flestu kunningar stovum, bensinstøðum, farstøðum og líkn andi. Umframt at geva kunning til brúkaran, fara skermarnir at hjálpa og lætta um hjá starvsfólkum á støðum, sum áður hava nýtt nógva tíð og orku uppá at endurtaka kunning, sum ein kunningar skermur megnar.
SOSIALIR MIÐLAR
visitfaroeislands.com
Tøl 2025
Vitjandi á heimasíðuni Einstøk vitjandi í 2025
Síðuvísingar
Síðuvísingar 2025
Síður í miðal pr. vitjandi
Vitjandi á síðuni
sum eru virkin á síðuni
sum fara av síðuni uttan at lesa víðari
Miðaltíð á síðuni
Miðaltíð 2025 1 min 48 sek
Miðaltíð 2024 1 min 54 sek
Málið er at hava kunningarskermar kring landið, sum skulu hjálpa, vegleiða og geva íblástur til bæði føroyingar og ferðafólk har tey eru, og
fortelja um støð nærhendis.
Tað gongur við rúkandi ferð á sosialum miðlum. Format og algoritmur broytast javnan og nýggj sløg av miðlum vinna alsamt fram. Visit Faroe Islands leggur dent á at framleiða dygdargott og meira tíðarleyst tilfar, heldur enn at hoppa aftaná skiftandi rákum, og hesin leistur gevur góð úrslit.
Tølini fyri sosialu miðlarnar hjá Visit Faroe Islands vísa at tað eydnast væl at røkka viðkomandi mál bólkum. Sokallaða Engagement Rate (ER) tal sum vísur hvussu nógvir brúkarar viðmerkja, dáma og deila tilfarið á Instagram var í 2025 heili 535% hægri enn miðaltalið fyri ferðavinnuvangar. Góða gongdin avspeglast í áhuganum fyri arbeiðnum. Í 2025 var Visit Faroe Islands tilnevnd heiðurin at gerast “Social Media Team of the Year” ímillum danskar fyritøkur.




Í 2025 varð serligur dentur lagdur á at menna afturvendandi uppsløg, sum t.d. “Monthly Guides” og “Faroencers” og so varð farið undir eitt nýtt slag av uppsløgum, sum skulu eggja til góðan atburð, t.d. “Never Hike Alone” og “Skip the Plastic Souveniers”. Hartill varð orka nýtt til at finna fram UGC (user generated content), sum skal tryggja áhaldandi nýtt tilfar.
ENDURNYGGJA STRATEGI OG KPI Á
SOME
Seinnu árini hevur verið arbeitt støðugt við at endurnýggja leistin á sosialum miðlum, so hann er í tráð við og mennist í samspæli við HEIMstrategiina.
Í januar 2025 varð skipað fyri innanhýsis verkstovu í samstarvi við Mette Willert, ráðgeva í sosialum miðlum. Á verkstovuni varð strategiin endurhugd, og avgjørt varð at nýta fylgjandi KPI í 2025:
• ER (Engagement Rate)
• Deiling, goyming og viðmerkingar (í hvussu stóran mun fylgjarar deila, goyma og viðmerkja innihaldið)
Sí nágreinan í faktaboksini á s. 90.
Facebook hevur á leið 3 milliardir brúkarar. Talið á fylgjarum hjá Visit Faroe Islands er í miðal vaksið við á leið 2% um árið síðani 2020, tá ið 260.000 fylgdu við. Við árslok í 2025 var fylgjaratalið komið uppá 287.400, og hetta var ein vøkstur á 1,6% síðani 2024.
Talið av brúkarum, ið sum heild síggja tilfar á Facebook, er minkað munandi. Fyrr var nátúrligt "reach out" stórt, men í dag síggja minni enn 0,063% av teimum, sum fylgja síðum á facebook, tað, sum verður deilt. Mynstrini broytast støðugt og hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri brúkarar. Soleiðis at flest møgulig dáma ella deila tilfarið, so tað fær eitt hægri náttúrligt "reach". Tilfarið, ið verður lagt á Facebook er so at siga tað sama, sum verður lagt út á Instagram, og hetta sær út til at rigga sera væl. ER fyri 2025 var 6,06%. Miðal ER fyri ferðavinnuprofilar var 0,95% í 2025, so tølini eru høg.
Instagram hevur á leið 2 milliardir brúkarar og í 2025 kom talið av fylgjarum hjá Visit Faroe Islands upp á 278.500. Árligi vøksturin síðani 2020, tá ið 242.000 fylgdu við, hevur ligið um 2,8% og farna árið var vøksturin 1,6% .
Sosialir miðlar stríðast sum heild við lækkandi hug hjá brúkarum at dáma og við merkja tilfar. Tó sæst stóra afturgongdin ikki aftur í Instagram profilinum hjá Visit Faroe Islands. ER vaks nevniliga frá 7,14% í 2024 til 13,3% í 2025. Menningin stendst av eini samanrenning av sterkum mynda til farið, sam størvum við altjóða myndafólk og sterk aftur vendandi evni.
Instagram er farið frá at vera myndaborðin, til í størri mun at umfata filmstilfar. Eitt nú eru smá fi lmar nevnd “reels” vorðin ein alsamt størri partur av tilfarinum. Visit Faroe Islands hevur í sam starvi við altjóða myndafólk/content creators skapt fleiri ymisk reels.
Engagement Rate
VFI 13,3
Miðal fyri vinnuna 1,34%
Arbeitt verður framhaldandi við at menna nýtt filmstilfar, og átakið Faroencers eru ein partur av hesum arbeiði.
SAMSTØRV VIÐ ALTJÓÐA MYNDAFÓLK
Visit Faroe Islands fær árliga hundraðtals fyrispurningar frá myndafólkum og "content creators". Hesi altjóða samstørv seinastu árini, hava givið Visit Faroe Islands og veitarum í vinnuni atgongd til eitt um fatandi og fjølbroytt savn við myndum og filmum.
Arbeiðið við at gagnnýta myndir og filmar úr savn inum hevur eydnast sera væl. Nýggj tema – eitt nú Monthly Guides, Guidelines og reels við bergtakandi náttúru og norðlýsið eru framleidd burturúr savnstilfari í 2025.
Nógv nýtt og spennandi tilfar er skapt um vegis átakið Faroencers, eitt nú bjarging av einum smá lambi og ein túr handan leiktjøldini á Michelin mat stovuni Paz. Faroencers er vorðið ein afturvendandi táttur á sosialu miðlunum, og við 3 ára royndum koyrir hetta nú sera væl.
Í 2025 vóru ymisk altjóða samstørv – eitt nú í sam band við átakið SelfNavigating Cars, har 5 ymisk samstørv vórðu gjørd við profilar, sum høvdu alt frá 1900 – 756.000 fylgjarar. Eisini varð farið undir eitt nýskapandi samstarv við fjøllistamannin
Heiðrik á Heygum, sum við list, livandi myndum og frásøgu framleiddi smáfilmar um Folktales & Legends.
VÍÐKAN AV PALLUM
Visit Faroe Islands leggur dent á at hava eina mið vísa tilveru á sosialum miðlum, og orkan verður tí nýtt á teimum pallum, ið geva størst virði. Sosialu miðlarnir Youtube, Facebook, Instagram og TikTok innihalda alsamt meira líkt tilfar. Her er serliga talan um vertikalar stuttfilmar sonevnd reels. Hetta rák letur upp fyri góðum møguleikum at endur nýta tilfar, sum longu er framleitt til Facebook og Instagram.
Í 2026 verður farið undir at leggja nýtt og endurnýtt tilfar út á TikTok og Youtube. Serliga verður mett, at TikTok fær vaksandi týdning vegna fjølbroyttari mál bólkar, og tí er ætlanin at økja um virksemið á hesum palli í 2026. LinkedIn er ein kjarnupallur til at røkka professionellum samstarvspartnarum og áhuga pørtum innan ferðavinnu og ferðavinnumenning. Tilfarið til hendan pall skal málrættast, og tí skal eyka orka leggjast í at tillaga tilfar. Arbeitt verður víðari við hesum í 2026.
Visit Faroe Islands fylgir støðugt gongdini við øðrum pallum, so sum pinterest, threads, X og snapchat, men í løtuni eru ongar ætlanir um at arbeiða málrættað á hesum pallum.
SAMANUMTØKA
Okkara arbeiði á teimum ymsu sosialu miðlunum hevur meir enn nakað annað gjørt sítt til, at miðal aldurin av vitjandi (bæði á heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í dag enn áður, sam stundis sum flestu lyklatøl, herundir talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum, áhaldandi peika rætta vegin.
2025 Facebook og
Impressions¹ 15,2M
Reactions² 460K
Shares 25K
Comments 9K
1) The number of times posts on your pages or accounts appeared on someone’s screen.
2) The number of likes/emojis.
Followers
Social Media
Fylgjaratal 587,4K
Instagram 278,5K
Facebook 287,5K
Youtube 4,9K
LinkedIn 5K X 11,5K
Marknaðar
Marknaðar
Faldarar
Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá Visit Faroe Islands og aðrar heimasíður, sum kunna um og marknaðarføra Føroyar, eru enn nógv, ið spyrja eftir faldarum.
Ein partur av uppgávuni hjá Visit Faroe Islands er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim.
Gjøgnum alt árið fær Visit Faroe Islands fyri spurn ingar um faldarar frá bæði ein staklingum og fyritøkum, sum marknaðar føra Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldar arnar at senda til síni viðskiftafólk og at hava við á messur. Faldararnir verða eisini brúktir av kunningarstovunum kring landið, gistingarhúsunum og ferð a vinnu fyritøkum í Føroyum.
Har umframt verða faldararnir eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við.
TOURIST GUIDE OG KORT
Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum Visit Faroe Islands hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu 40.000 Tourist Guides prentað ar í 2025. Á hvørjum ári verða har afturat kort av Føroyum prentað. Í 2025 vórðu 50.000 kort av Føroyum prentað. Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis.
Faroe Islands

KIRKJUR
FUGLAFALDARI
Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí var fugla faldarin gjørdur, ið fortelur um teir ymisku fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Faldarin hevur stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Faldarin hevur eisini kunning um, hvussu vit bera okkum at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin er tøkur sum pdf at taka niður av heim asíðuni, í eini roynd at hugsa burðardyggari loysnir og at prenta minni.



Í 2021 var ein serstakur kirkjufaldari gjørdur við yvirliti yvir 11 kirkjur kring landið. Faldarin greiðir frá kristnu siðvenjuni í Føroyum og teirri serstøðu, kirkjurnar hava í nærum øllum bygdum í landinum. Kirkjurnar eru nógv avmyndaðar og hava eisini eina serstøðu í ferðavinnuni. Tó er vitanin kanska ikki so lætt atkomilig og tíverri eru flestu kirkjurnar stongdar, so vitjandi ikki kunnu vitja kirkjurnar. Faldarin vísir á tær kirkjurnar í Føroyum, sum hava fastar vitjanartíðir. Umframt at seta sjón eykuna á føroysku kirkjuna í ferða vinnuhøpi er endamálið við faldara num eisini at fjøltátta úrvalið av vitjunarverdum støðum, ikki minst uttan fyri háárstíðina.
Birds of the Faroe Islands


GONGUFALDARI
Gongufaldarin, sum upprunaliga varð framleiddur í 2015 á enskum og donskum, og kom á týskum í 2017, varð dagførdur í 2020. Tær gøtur, har gjald verður kravt, eru tiknar úr faldaranum, og fyrstu síðurnar við kunning til ferðafólkini eru dagførdar. Endamálið við faldaranum er at kunna um trygd, tá talan er um gongd í haga. Eftirspurningurin eftir gongufaldaranum hevur verið sera stórur. Faldarin verður dagførdur hvørt ár eftir tørvi.
Marknaðar
Marknaðar
Altjóða samstørv
Visit Faroe Islands hevur knýtt samstørv við aktørar úti
heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis marknaðarføra Føroyar.
Hetta, tí at tað einsamalt er trupult hjá Visit Faroe Islands at røkka og røkja stóru marknaðirnar.
TRAVEL PR
Visit Faroe Islands hevur avtalu við enskt
PR bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri
fjøl miðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi, fyri at skapa umrøðu um Føroyar á tann hátt eisini.
VISIT DENMARK Í ITALIA
Samstarvið við Visit Denmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferða smiðir, kunning um Føroyar á italskum og fronskum á heimasíðuni hjá Visit Den mark, luttøku á verkstovum, o.s.fr. Visit
Den mark í Italia hevur eisini ábyrgd av franska marknaðinum, so samstarvið fevnir eisini um miðlavitjanir úr Fraklandi.
MICE
Innan MICE økið samstarva vit við fleiri altjóða felags skapir, so sum ICCA, Tmf, fyri at fáa fleiri ráðstevnur og fundir til Føroyar.
VISIT ICELAND OG VISIT GREENLAND
Samstarvið millum NATA londini er ment munandi seinastu árini. NATA hevur m.a. sett ein marknaðarføringsbólk við umboðum frá Visit Iceland, Visit Greenland og Visit Faroe Islands, sum arbeiða við felags mark naðar føringsátøkum fyri londini. Hetta sam starvið hevur givið okkum atgongd til til tøk á marknaðum, ið vit annars ikki hava havt ráð og møguleika at taka lut á.

Marknaðar
Onnur samstørv
JAZZ FESTIVAL
26. januar – 2. februar
Visit Faroe Islands hevur samstarvað við Jazz Festivalin, sum á fyrsta sinni varð hildin í januar 2009, fyrst yvir eitt vikuskifti við lokalum tónleikarum, men sum síðani hevur bygt seg upp til ein viku langan festival við útlendskum vitjandi eisini. Árligi jazzfestivalurin hevur nú í 15 ár sett ein festligan dám á annars kaldar vetrar mánaðir. Visit Faroe Islands samstarvaði við fyrireikararnar um at fáa fjølmiðlar og myndir tiknar til festivalin.
G! FESTIVALURIN, GØTA
13. – 15. juli
Festivalurin, ið verður hildin í serliga vøkrum umhvørvi í Gøtu árliga í juli, hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fáa útlendskar miðlar til G! og harvið umrøðu í útlendskum miðlum. Endamálið er at fáa eitt ávíst tal av útlendskum gestum til festivalin. G!
Festi valurin og Visit Faroe Islands samstarva um fjølmiðlavitjanirnar og um vitjanir av mynda fólkum, sum umframt at taka myndir, eisini gera filmar, alt fyri at fáa boð skapin um G! Festivalin út í heim.
MIKKELLER BEER FESTIVALUR, TÓRSHAVN
18. – 19. oktobur
Nýggjur altjóða ølfestivalur sá dagsins ljós í 2024. Visit Faroe Islands samstarvaði við Mikkeller um at fáa fjølmiðlar til festivalin og faroencers at skapa tilfar til teirra sosialu miðlar.
FAROE ISLANDS PODCAST
Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu nógvu árini gjørt Faroe
Islands Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sendingarnar, ið verða sendar alt árið.
Í 2025 hevði Faroe Islands Podcast góðar
40.000 niðurtøkur, sum er ein minking samanborið við árið fyri. Tað eru serliga enskttalandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. 42% av teimum, ið tóku sendingarnar niður í 2024, vóru úr USA, umleið 10% vóru úr Stóra Bretlandi, Danmark, Avstralia, Svøríki og Føroyum.
Visit Faroe Islands dekkar ein part av ferða kost nað inum hjá Matthew, tá hann er í Føroyum fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar.




Tað eru vit, sum starvast á Visit Faroe Islands
Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørt upp á hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum.



Guðrið Højgaard
Stjóri
Fartelefon: 55 61 35 guri@visitfaroeislands.com
Súsanna Sørensen
Frítíðarferðavinna og fjølmiðlar
Fartelefon: 55 61 38 susanna@visitfaroeislands.com
Jóhan Pauli Helgason
Menningarleiðari
Fartelefon: 55 61 31 johanp@visitfaroeislands.com



Annleyg Lamhauge
Vinnuferðavinna
Fartelefon: 55 61 36 annleyg@visitfaroeislands.com
Bárður Eklund
Talgildir miðlar
Fartelefon: 55 61 37 bardur@visitfaroeislands.com
Marta Káradóttir
PR & Samskifti
Fartelefon: 25 61 39 marta@visitfaroeislands.com






Alda M. Egilstrøð
Menningarsamskipari
Fartelefon: 55 61 33 alda@visitfaroeislands.com
Olivia Døgg Frífinsdóttir
Sosialir miðlar
Fartelefon: 55 61 32 olivia@visitfaroeislands.com
Súsanna Samró
Vinnuferðavinna
Fartelefon: 25 09 05 samro@visitfaroeislands.com
Brim Hildardóttir Hoydal
Vinnuferðavinna
Fartelefon: 26 40 92 brim@visitfaroeislands.com
Johanna Káradóttir
Skrivstovufólk
Fartelefon: 66 65 55 johanna@visitfaroeislands.com
Fríðgerð Heinesen
Bókhald
Fartelefon: 55 61 34 fridgerd@visitfaroeislands.com
Nevndin
Johannes Jensen
Gist&Vist, formaður
Jóan Petur Hentze
Tórshavnar Kommuna
Jens Meinhard Rasmussen
Smyril Line
Johanna á Bergi
Atlantic Airways
Jenny í Heiðunum
Ferðavinnufelagið
Magnus Pauli West
Visit Vágur
Elin Heðinsdóttir Joensen
ÍSF
Oyvindur av Skarði
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið
sansir.fo