Visit Faroe Islands Ársfrágreiðing 2024

Page 1


Ársfrágreiðing 2024

Yvirlit

Inngangur

So náddi føroyska ferðavinnan umsíðir eina milliard í umsetningi! Samlaði umsetningurin fyri innkomandi ferðavinnuna í 2024 gjørdist 1.002 mió. kr. samanborið við 980 mió. kr. í 2023. Sostatt er stóra málið, ið varð sett út í kortið í 2012, nú endiliga rokkið, fýra ár seinkað, vegna korona og aðrar uttanhýsis faktorar.

Staðfestast kann, at nógv er hent í føroysku ferðavinnuni síðani 2012. Gistingarkapasiteturin er fleirfaldaður - fleiri nýggj gistingarhús og hundraðtals airbnb eru løgst afturat, fleiri flogrutur, matstovur og tilboð kring alt landið, eins og at tað nógv útbygda undirstøðukervið hevur bøtt munandi um møguleikarnar hjá gestunum at vitja kring landið. Eisini hevur nýopnaða stórhøllin Við Tjarnir ført okkum langt fram á leið í vinnuferðavinnuhøpi. Okkara móttakaraapparat er klárt til fleiri gestir framyvir.

Hóast umsetningurin setti met í 2024, kundi árið tó havt hilnast enn betri, um ikki tað stóra verkfallið hevði lagt Føroyar lamið í vikuvís, mitt í bestu ferðavinnuháárstíð, við nógvum avbókingum sum úrslit. Hetta gjørdi, at tann vøkstur sum annars lá í kortinum fyri 2024 hvarv og vit bert lendu eitt lítið vet omanfyri 2023.

Eitt, sum eisini sermerkti árið var, at nýggja ferðavinnulógin kom í gildi í mai 2024. Tað hevur verið ein

drúgv tilgongd at finna politiska semju um eina lóg, ið skipar ferðavinnuna betri við tryggum kørmum, serliga hvat atgongdini til náttúruna viðvíkur. Lógin er eitt stig rætta vegin, men nógvar óvissur knýta seg eisini at lógini og enn er ógreitt, hvussu lógin fer at virka í praksis. Tað fer arbeiðið í 2025 at orða kunngerðir, kommunalar ferðavinnupolitikkir og at seta í verk ferðavinnuavgjaldið at vísa.

Samlaða talið av útlendskum ferðafólkum í 2024 varð á leið tað sama sum í 2023: um 130.000, harav 65.000 flogvegis og 65.000 sjóvegis, tá bæði ferðaskip og Norrøna eru tald við.

Nógv tiltøk vórðu aftur greidd úr hondum í 2024, bæði innan marknaðarføring og menning, fyri at náa teimum settu málunum í HEIM-ferðavinnustrategiini fram móti 2030 – í tøttum samstarvi við vinnu, myndugleikum og øðrum áhugabólkum.

Í hesi ársfrágreiðing ber til at fáa eina nærri mynd av virkseminum í farna ári.

Góðan lesihug!

Guðrið Højgaard

Stjóri, Visit Faroe Islands

Umsetningur av ferðavinnuni

1.002 mió. kr.

samanborið við 980 mió. 2023

Tann innkomandi ferðavinnan skapti

690 ársverk

samanborið við 649 2023

GDS Index 2024

35

Føroyar er á TOPP 40 lista yvir burðardygg ferðamál

Gistingar á gistingarhúsum

230.434

samanborið við 221.575 2023

Útlendsk ferðafólk

130 túsund

samanborið við 130.000 í 2023

Fjølmiðla- og samstarvsvitjanir

165

samanborið við 166 2023

Prosent av samlaða føroyska útflutningsvirðinum

6,8%

samanborið við 6,3% 2023

Hotelkømur við umhvørvisgóðkenning

54%

samanborið við 33% 2023

Ferðavinnan 2024 í tølum

Í samstarvi við Visit Faroe Islands savnar Hagstova Føroya inn gistingarhagtøl, eins og onnur lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum.

GISTINGAR

Í 2024 vóru 230.434 gistingar skrásettar á gistingarhúsunumum í Føroyum tilsamans, samanborið við 221.575 gistingar í 2023. Til samanberingar vóru 164.066 gistingar í 2019, áðrenn korona og áðrenn at gistingarhúskapasiteturin varð tvífaldaður í 2020.

Síðani 2021 savnar Hagstovan bert tøl inn frá gistingarhúsum og ikki øðrum gistingarhættum, so sum frítíðarhúsum og kamping. Hetta tí at tað hevur verið trupult at fáa savnað onnur gistingarhagtøl inn og fáa nóg høga góðsku í tølini.

Gistingarnætur 2024

Tað gevur sjálvandi eitt lægri samlað tal enn áður og gevur eisini eina verri mynd av, hvussu ferðafólk í roynd og veru gista kring landið, av tí at flestu størru gistingarhús sum kunnugt liggja í miðstaðarøkinum, meðan størri parturin av frítíðarhúsunum og kamping liggja aðrastaðni enn í miðstaðarøkinum.

Hagtølini hava heldur ikki tøl við frá Airbnb og líknandi bókingarskipanum.

Tað er tí at amerikanska fyritøkan ikki almannakunngerð síni hagtøl. Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini, ikki minst, tí at alt bendir á, at hetta er ein av teimum gistingarhættunum, ið er mest vaksin seinastu árini.

Samlaða talið av gistingum er sostatt størri enn nevnt omanfyri. Fleiri enn 800 føroyskir brúkarar hava seinasta árið leigað sín bústað út á Airbnb. ES arbeiðir við at tvinga Airbnb til at lata hagtøl og vit fylgja tí gongdini. Hagstovan arbeiðir eisini við at fáa savnað hesi hagtøl inn framyvir.

Á bókingarskipanunum, so sum á booking. com. er tjóðskapur ikki kravdur, tá bókað verður og tí gevur tað eina vissa óvissu í samlaðu tjóðskapartølunum.

“Umleið 130.000 ferðafólk vitjaðu Føroyar í 2024. Av teimum komu 65.000 flogvegis og 65.000 sjóvegis”

Gistingarnætur 2024

Top 10 listi

Yvir útlendskar gistingar á gistingarhúsum

1. Danmark 62.203

2. USA 17.566

3. Noreg 16.519

4. Ísland 11.352

5. Týskland 9.714

6. Bretland 8.597

7. Svøríki 7.621

8. Frakland 4.597

9. Niðurlond 3.432

10. Sveis 3.102

Gistingar

90% av øllum gistingum á gistingarhúsum í 2024 vóru í Suðurstreymi. Flestu ferðafólk koma til Føroya sum einstaklingar, antin á eini frítíðarferð ella arbeiðsferð, men talið av bólkaferðum innan vinnu er støðugt vaksandi.

Samlaða gistitalið (belegningur) á gistingarhúsunum fyri alt landið var 49% í 2024. Hetta kann samanberast við 51% í 2023 og 61% í 2019, áðrenn korona. Havast skal í huga, at gistingarhúskapasiteturin er tvífaldaður hetta tíðarskeiðið, ið eisini ávirkar gistitalið negativt. Langa verkfallið summarið 2024 var høvuðsorsøk til fallið í gistitalinum. Gistitalið í Suðurstreymi var 51% í 2024, samanborið við 53% í 2023 og 67% í 2019.

FERÐASKIP

Í 2024 vitjaðu 69 ferðaskip við 38.785 gestum umborð, samanborið við 63 skip í 2023 við 35.031 gestum. Harafturat taldi mannskapið í 2024 16.007 fólk. Tøl fyri mannskap í 2023 eru tíverri ikki tøk. Av teimum 69 ferðaskipunum í 2024, løgdu 45 at í Havn, 13 í Runavík, 3 í Elduvík, 3 í Funningi, 3 í Klaksvík, 1 í Vági og 1 á Tvøroyri.

Talið av ferðaskipum, ferðafólkum og starvsfólkum 2010-2024

Ferðafólk Mannskap Skip

Komur / Innskrivingar 2024

Gistingarkapasitetur

Gistital (%) - Suðurstreymoy

Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni

Hagtølini umfata keyp hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Føroyingar, ið ferðast í egnum landi, eru sostatt ikki taldir við.

FERÐAVINNUHAGTØL

– MENNING OG BROYTINGAR

Visit Faroe Islands samstarvar við Hagstovu Føroya um at menna ferðavinnuhagtøl, sum máta og lýsa hvussu ferðafólk og ferðavinnuligt virksemi ávirka samfelagsbúskapin og arbeiðsmarknaðin.

Í løtuni verður arbeitt við at menna eina sokallaða Tourism Satellite Account, ið er hagtalsstandardurin hjá ferðavinnudeildini hjá ST, UNWTO. Menningararbeiðið er mett at taka trý ár og skal tryggja eina neyvari og altjóða sambærliga lýsing av ferðavinnuni í tjóðarbúskapinum.

Ein týðandi broyting í hesi tilgongd er, at vørubólkarnir eru dagførdir, so teir eru altjóða sambærligir. Hetta hevur við sær ávísa umskipan, sum í summum førum síggjast sum stórar og óvæntaðar flytingar millum bólkar. Tað kann væntast at taka 1-2 ár áðrenn hesin parturin er komin á mál. Endamálið er at skapa eitt meira gjøgnumskygt og sambærligt grundarlag fyri greining av ferðavinnuni í Føroyum.

Gevið gætur at búskapartølini fyri 2024 eru fyribilstøl og kunnu broytast nakað, tá endaligu uppgerðirnar hjá Hagstovuni fyriliggja seinni í 2025.

UMSETNINGUR

Keypið hjá útlendskum ferðafólkum av vørum og tænastum náddi í 2024 fyri fyrstu ferð yvir 1 mia. kr. Íalt 1.002.mió. kr. í 2024 samanborið við 980 mió. kr. í 2023. Í 2011, sum er so langt upprunaligu tølini hjá Hagstovuni røkka aftur, var umsetningurin á 384 mió. kr. Sostatt er umsetningurin í føroysku ferðavinnuni frá útlendskum ferðafólkum vaksin við uml. 160% frá 2011 til 2024.

Inntøkur hjá føroyskum einstaklingum og familjum frá ferðaleiðing ella stutttíðar útleigan av bústøðum, so sum airbnb, eru ikki tald við.

Sostatt er tann samlaði umsetningurin nakað væl hægri enn hesi tølini. T.d. kann nevnast, at sera nógvir føroyingar leiga út á airbnb, millum 800 -900 búeindir, tað verið seg kømur, íbúðir ella hús kring alt landið.

Sundurgreiningin vísir, at 427 mió. kr, svarandi til góð 43% av umsetninginum í 2024, stavar frá flutningsfeløgum flogvegis og sjóvegis. Tey útlendsku flogfeløgini ið flúgva til Føroyar eru ikki tald við, tí at tær inntøkurnar enda uttanlands.

164 mió. kr, svarandi til umleið 16% eru frá tænastuveiting innan mat og drykkjuvørur. 161 mió. kr, svarandi til 16% er frá gistingartænastum og 124 mió. kr, svarandi til 12% er frá flutningi innanlands, bilaleigu, ferðaskrivstovum og líknandi. Írestandi prosentini eru býtt millum mentanarligar tænastur, sniðgeving og handverk eins og sølu av matvørum, bensini og aðrari vørusølu.

Einki avleitt virksemi er heldur talt við í umsetningin fyri

innkomandi ferðavinnuna, sum til dømis, at stórar íløgur seinastu árini eru gjørdar í m.a. gistingarhús. Til dømis vóru íløgur gjørdar í gistingarhús fyri nærum eina hálva milliard í í 2019/2020 – pengar, ið enda í byggivinnuni og øðrum tænastuvinnum.

Í løtuni verða íløgur gjørdar fyri hundraðtals mió. kr. í føroysku ferðavinnuni. Til dømis verður nýtt gistingarhús bygt í Klaksvík, Hotel Hafnia byggir út til víðkað matstovu- og fundarvirksemi, Hotel Hilton Garden Inn byggir út til fundarvirksemi og Hotel Føroyar byggir vælveruøki.

BRUTTOVIRÐISØKING

2024 lyklatøl

1.002

mió. kr. í umsetningi

1.002

mió. kr. útflutningsvirði

6,8% av útflutninginum

Fyribilstøl fyri 2024 vísa at bruttovirðisøkingin fyri ferðavinnuna var 370 mió. kr. Endaliga talið verður ikki klárt fyrrenn seinni í 2025, so talið kann møguliga broytast eitt sindur. Bruttovirðisøkingin í 2023 var á 349 mió. kr. Til samanberingar var bruttovirðisøkingin 421 mió. kr. í 2019, áðrenn korona, kríggj og harvið stóra vøksturin í inflatiónini.

ÁRSVERK

Tann innkomandi ferðavinnan skapti 690 ársverk í 2024, samanborið við 649 ársverk í 2023. Talið av ársverkum í 2019, áðrenn corona, var 714 ársverk. Í 2011, tá kanningin byrjaði, vóru 385 ársverk.

Tey útlendsku ferðafólkini skapa flest ársverk í Føroyum innan gistingarhús (175 ársverk), innan matstovur (165) og hareftir innan sjóvegis flutning (140) og loftvegis flutning (79 ársverk). Mett verður, at minst 1000 ársverk vóru knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð í 2024, tá ikki einans tann innkomandi ferðavinnan er roknað við, men eisini ferðing í egnum landi. Mett verður at umleið 70% av starvsfólkunum í føroysku ferðavinnuni eru kvinnur.

391 mió. kr. bruttovirðisøking

690 ársverk

ÚTFLUTNINGSVIRÐI

Innkomandi ferðavinnan, tvs. útlendsk ferðafólk, ið vitjaðu

Føroyar í 2024, stóð fyri 6,8% av samlaða føroyska útflutningsvirðinum. Hetta kann samanberast við 6,3% í 2023.

Ferðavinnuætlan og samleiki

Heim: ferðavinnustrategi fram ímóti 2030

Fjarstøða okkara á heimskortinum hevur í nógv ár drigið at sær ferðafólk úr øllum heraðshornum, og ferðavinnan hevur verið javnt og samt vaksandi seinastu árini, soleiðis at hon nú er týðandi geiri í føroyska samfelagsbúskapinum. Við slíkum vøkstri koma óteljandi møguleikar eins og avbjóðingar, har vit skulu gera av hvørja ferðavinnu vit vilja hava og hvussu ferðavinnan skal gagna føroyska samfelagnum.

Síðan Visit Faroe Islands í 2012 setti út í kortið at arbeiða við einari strategi fram til 2020 er mikið hent. Í tættum sam starvi við Føroya Landsstýri, eitt sterkt og framsøkið vinnulív og eina fjøld av heilhugaðum og dugnaligum viðleikarum og eldsálum kring landið. Í 2023 bleiv nýggj ferðavinnustrategi fram ímóti 2030 løgd fram.

Føroyar hava tey seinastu árini boðið heiminum heim til okkara. Og í stremban okkara eftir at menna ferðavinnuna, skulu vit altíð hava í huga, hvørji vit eru, og hvar vit eru.

Føroyar skulu ongantíð gerast okkurt hissinis ferðamál – har skundmikil ferðafólk steðga stutt og fara avstað aftur uttan at fáa nakað veruligt burturúr.

Ferðavinnan í Føroyum er drívmegi í nýskapan og menning á

Eitt styrkt heim

Ferðavinnan er ein vinnugrein, sum kann styrkja heimstað okkara. Ferðavinnan skal gagna okkum sosialt og fíggjarliga, og skal brúkast sum amboð til at verja náttúruna.

Eitt opið heim

Tað liggur ferðavinnuni, at vit sýna blíðskap, eru opin, taka ímóti gestum og lata upp fyri útheiminum. Tað skal gerast við virðing fyri okkara egna samleika og eftir okkara egnu treytum, so at vit ikki missa tað, sum er okkum dýrabart.

Eitt varðveitt heim

Ferðavinnan gevur høvi til at varðveita og menna heimland okkara, náttúru og mentanararvin, sum er sjálv atdráttarmegin, ið ger, at fólk vilja vitja og búgva Føroyum.

so mangan hátt. Hon hevur økt tilvitskuna millum føroying ar um egið tilfeingi og møguleikar her á landi.

Samstundis er týdningarmikið at hava í huga, at ferðavinnan skal altíð gagna landi okkara. Hon skal ikki gerast endamál í sjálvari sær og vit skulu ikki broyta heimligu viðurskiftini, fyri at ferðavinnan skal vaksa. Visit Faroe Islands fór tískil undir arbeiðið at orða nýggja langtíðarætlan – fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030.

BREIÐA VIÐGERIN – ‘BOTTOM-UP’

Vit settu ymisk tiltøk í verk fyri at bjóða øllum føroyingum at taka lut í tilgongdini – ein sokallað ‘bottom-up’ strategi, tann fyrsta av sínum slag í heiminum. Hetta snúði seg um at geva so nógvum føroyingum sum gjørligt møguleika at ávirka, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum.

Tað var gjørt við m.a. at fáa samrøðu í lag við fólk, feløg og fyritøkur kring landið um gongdina í ferðavinnuni higartil, hvørji útlitini eru, og ikki minst hvørja leið vit eiga at halda frameftir.

Eisini var skipað fyri einum átaki, har øll áhugað kundu siga sína meining um ferðavinnuna á einum almennum talgildum postkassa: www. sigtínameining.fo. Nærum 500 føroyingar tóku av.

HEIM: NÝGGJ FERÐAVINNUÆTLAN

FRAM ÍMÓTI 2030

Í Móðurmálsorðabókini eru mangar lýsingar av orðinum ”heim”, eitt nú ”staður, har ein býr.” Í

Arbeiðssetningurin

Arbeiðssetningur okkara er, at tryggja, at ferðavinnan er við til at styrkja, sýna fram og varðveita heimland okkara saman við føroyingum, ferðafólki, fyritøkum og felagsskapum.

Málið

Mál okkara er, at 2030 hevur ferðavinnan gjørt Føroyar, heimland okkara, til eitt betri samfelag, sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga.

“Nýggja ferðavinnuætlanin skal verða so kjølfest í ynskjunum hjá føroyska fólkinum sum til ber, og at so nógv sum gjørligt kunnu hava ávirkan á, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum”

orðtøkum, yrkingum og vendingum kemur orðið ofta fyri: Heima er best, Heim, kæra heim, Heimið er har, sum hjartað er og Vit sigla heim.

Føroyar eru meiri enn eitt ferðamál – tær eru heim okkara.

Hesin stutti setningur hevur íblástur frá viðgitna skaldinum og umhvørvisverndarmanninum Gary Snyder, ið segði at, “náttúran er ikki eitt stað at vitja, hon er heim”. Hetta var kjarnan í mongu samrøðunum um ferðavinnu, Visit Faroe Islands hevur havt, og tí er hetta eisini grundhugsanin, sum er stýrandi fyri framtíðarætlan okkara. Í stremban okkara eftir at menna ferðavinnuna, skulu vit altíð hava í huga, hvørji vit eru, og hvar vit eru.

VISJÓN

Ferðavinnan skal verða ein grundvinna fyri lands búskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskap inum. Við nýggju strategiini taka vit táttin upp

eftir menningar ætlanina frá 2019, at menna og varðveita um somu leið. Ein munur er tó, at nú er eingin serstøk ætlan um burðardygd við ávísum tiltøkum, sum skulu fremja burðar dygga menning. Nú er burðardygd grundhugsjónin í allari ferðavinnuætlanini og sjálvsagdur partur av øllum virksemi okkara, eins og heimsmálini hjá ST eru tað.

MÁLIÐ OG ARBEIÐSETNINGUR

Við hesum málinum stinga vit eina yvirskipaða leið út í kortið, fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030. Við røttu fo r treytunum ber til at røkka teimum ítøkiligu langtíðarmálunum.

Fyri at halda hesa kós, arbeiðir Visit Faroe Islands við árligum virkisætlanum, ið taka støði í langtíðarmálunum, har nógv ymisk átøk verða sett í verk fyri at náa málunum leypandi. Ætlanin er at endurvitja og dagføra ferðavinnustrategiina í 2026, tá vit seta nýggj ferða vinnuátøk á skrá fram ímóti 2030. Meira útgreinað kunning fæst um strategiina við at vitja: www.visitfaroeislands.com

Stevnumið fram ímóti 2030

Umsetningur í kr.

1,5 mia.

Ferðavinnan Føroyum er lutfalsliga lítil enn, og búskaparliga burðardygg ferðavinna krevur størri umsetning, serliga uttan fyri háárstíð. 2030 skulu vit kunna siga, at ferðavinnan er vaksin støðugt og javnvág við samfelagið.

Ferðafólk um flogvøllin í lágárstíð

50%

Ein fortreyt fyri støðugum og betri ferðavinnutænastum er, at ferðafólkatalið verður meiri javnt býtt út á árið. Nú vitja yvir 60% av teimum útlendsku ferðafólkunum Føroyar summarhálvuni, frá mai til septembur, og minni enn 40% vitja Føroyar frá oktobur til apríl.

Tal av fólkum, ið halda, at ferðavinnan samanumtikið hevur jalig árin á samfelagið

80%

At føroyingar taka undir við ferðavinnuni og meta hana vera eitt gott íkast til føroysku samfelagsmenningina er altavgerandi. Vit fara áhaldandi at taka føroyingar við upp á ráð, vit fara at kunna betur um ferðavinnuna og eggja borgarum til at gerast partur av ferðavinnuni. Hugburðurin til ferðavinnuna verður javnan kannaður.

Størv í ferðavinnuni 1000+

Ferðavinnan fer framhaldandi at bjóða fram nýggj størv, til kvinnur, ungfólk, ígongdsetarar o.o. Tað skal vera gott at starvast ferðavinnuni, og tað skal bera til at leggja sær spennandi og fjølbroytta starvsleið ferðavinnuni.

Føroyskur ognarskapur í ferðafyritøkum

80%

2030 verða tað framhaldandi føroyskar fyritøkur, sum reka og menna føroyska ferðavinnu. At ferðavinnan verður varðveitt á føroyskum hondum er avgerandi fyri eina burðardygga ferðavinnu.

Ferðavinnuveitarar hava ein burðardyggan politikk

100%

Ferðavinnan skal ganga á odda grøna skiftinum. Ferðavinnuveitarar verða eggjaðir at orða politikk og gera mannagongdir fyri burðardygd skjótast gjørligt. Ein samlað føroysk ferðavinna stendur saman um eina felags burðardygdartilsøgn 2030. 2030 skulu Føroyar eisini vera á norðurlendskum miðaltali GDS burðardygdarindeksinum.

Visit Faroe Islands

P/f Visit Faroe Islands hevur til endamáls at samskipa, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland.

MISSIÓN

Visit Faroe Islands skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland, mótvegis útvaldum marknaðum og mál bólkum. Visit Faroe Islands skal vera eitt dynamiskt loko motiv við kjarnuførleikunum innan marknaðarføring, menning og ”vitan”, sum skal savna og samskipa alla vinnuna, bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum.

JÁTTAN

Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2024 á kr. 20,3 mió. varð nýtt soleiðis:

· kr. 7,7 mió. til marknaðarføringsátøk

· kr. 2,8 mió. til menningarátøk

· kr. 9,8 mió. til umsiting/rakstur/lønir

Eisini umsat Visit Faroe Islands tær 0,5 mió. kr., sum eru lógarsettar til stuðulsjáttan til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar.

Visit Faroe Islands hevði 11,6 ársverk í 2024.

MARKNAÐARFØRING

OG MENNING

Uppgávan hjá Visit Faroe Islands er at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál á altjóða marknaðum og at menna Føroyar sum ferðamál. Marknaðarføringin hevur

síðstu árini havt fokus á at leingja ferðaárstíðina, og selja Føroyar sum ferða mál alt árið. Endamálið er at tryggja, at allir partar av ferða vinnuni kunnu vera virknir alt árið og harvið tryggja støðug arbeiðs pláss til starvsfólk. Hetta verður m.a. gjørt við at menna vinnuferðavinnu, sum eisini var partur av verk ætlan ini Vakstrarforum hjá fyrrverandi landsstýri.

Menningararbeiðið leggur stóran dent á at varðveita Føroyar sum eitt burðardygt ferðamál, við endamálinum at menna og varðveita um somu leið.

VAL AV MARKNAÐUM

Visit Faroe Islands hevur síðstu nógvu árini arbeitt við at marknaðarføra Føroyar á útvaldum marknaðum. Hesir eru valdir út frá nærleika til Føroyar, har vit ganga út frá at kunnleikin til Føroyar er lutfalsliga størstur, og harvið lættast at fáa fleiri ferðafólk. Tey síðstu árini hevur burðar dygd eisini verið ein grundgeving fyri at raðfesta marknaðir, sum eru tætt uppá Føroyar, soleiðis at ferðafólk ikki skulu ferðast alt ov langt fyri at koma til Føroyar. Teir marknaðir, sum hava verið raðfestir eru Norðurlond, Stóra Bretland, Týskland, Holland, Italia, Frakland og síðstu árini eisini USA, við serligum denti á eysturstrondina, har tað er stórur kunnleiki um Ísland, og sum vit kunnu brúka í okkara arbeiði.

Mál hjá Visit Faroe Islands fyri 2024

Menna og lansera nýggja versión av WhatsOn.fo

Menna nýggja føroyska undirsíðu á www.visitfaroeislands.fo

Menna ein nýggjan Chatbot

Endurskoða kommunala bygnaðin í ferðavinnuhøpi

Fáa 2-3 týðandi amerikanskar ferðasmiðir at velja Føroyar

Minst 50% av hotelkømurum hava umhvørvisgóðkenning

Víðari vøkstur í fylgjarum á sosialu miðlunum til 575.000

Kunningarskýggjar verða settir upp kring landið

Menning av súkkluferðavinnu

Norðurlendskt miðal í GDS-index fyri 2025

Vørumenning til vertrarferðavinnu

95% av luttakarunum á Vestnorden í Føroyum skulu verða væl ella sera væl nøgd við tiltakið

Bygnaður á Visit Faroe Islands

Stjóri
Marknaðarføring Vinna
Marknaðarføring Talgilt
Marknaðarføring Privat & PR Menning
Skrivstovuhald Bókhald Content & Samskifti

Ferðavinnubrandið Føroyar

Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar.

Felags brandið var eitt av týdningarmiklastu lykla orðunum til framgongd, tá avgerð var tikin um at Føroyar skuldu hava eitt felags ferðavinnubrand, sum øll marknaðarføring av Føroyum skuldi taka útgangs støði í. Føroyar skuldu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki høvdu ein greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ferð eftir ferð.

Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum í 2013, har eisini fyrsti branding filmurin varð frumsýndur. Brandið varð sera væl móttikið og filmar nir hava síðani vunnið nógvar altjóða heiðurslønir.

Í samband við arbeiðið at orða nýggju Heim strategiina, var avgerð tikin um at gera tillagingar í brandinum. Litir og stavsnið eru dagførd, og væntan in er, at við hesum tillagingum kann brandið brúkast í nógv ár. Ein av tillagingunum eru

mynd irnar og litirnir, har avgerð er tikin um at víðka palettina til aðrar litir enn grønt og blátt, so sum gult, ljósareytt o.s.fr. fyri at vísa modernaðu Føroyar.

Hildið verður fast í un-brandinum. Okkara gestir verða javnan spurd, um tey eru samd við brandinum. Tað eru tey, og millum annað tí verða Føroyar framhaldandi marknaðarførdar sum unspoiled, unexplored and unbelievable.

Tá brandið var valt í síni tið, var tað eisini eitt lyfti til komandi ættarlið, um at menna Føroyar sum ferðamál, so tær blíva við at vera óspiltar.

BRÚK AV BRANDINUM

Tað er Visit Faroe Islands, sum eigur brandið, meðan øll í vinnuni eru boðin at brúka brandið. Brandið skal geva ymisku veitarunum eitt meirvirði og samstundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi.

Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu kanalum, og so framvegis. Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Visit Faroe Islands.

Menningarátøk 2024

FERÐAVINNUMENNING –

YVIRSKIPAÐ

2024 hevur verið merkt av nýggju ferðavinnulógini, ið kom í gildi í mai 2024. Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at finna politiska semju um eina lóg ið skipar ferðavinnuna betri við tryggum karmum, serliga hvat atgongdini til náttúruna viðvíkur. Lógin er eitt stig rætta vegin, men nógvar óvissur knýta seg eisini at lógini og enn er ógreitt, hvussu lógin fer at virka í praksis. Tað fer arbeiði í 2025 at orða kunngerðir, kommunalar ferðavinnupolitikkir og at seta í verk ferðavinnuavgjaldið at vísa. Lógin og nýggi bygnaðurin innan ferðavinnuna kemur at hava ávirkan á Visit Faroe Islands og ferðavinnumenningina komandi árini.

Visit Faroe Islands hevur í fyrstu syftu fingið ábyrgd av at tilevna ein leist fyri kommunalu ferðavinnuætlanirnar, ið skulu vera landsstýrinum í hendi í 2025.

LANDBÚNAÐARFERÐAVINNA

Visit Faroe Islands tók í 2022 stig til at skipa eina verkætlan innan landbúnaðarferðavinnu saman við Búnaðargrunninum, ið hevur stuðlað verkætlanini við helvtini av kostnaðinum. Verkætlanin varð skipað

soleiðis, at menningarmøguleikarnir á

økinum fyrst skuldu lýsast saman við ítøkiligum tilmælum til átøk, ið kunnu styrkja landbúnaðarferðavinnuna í

Føroyum. Hendan frágreiðingin, sum varð løgd fram í november 2023, vísti at stórur

áhugi er millum búnaðarveitarar at víðka sítt virksemi til eisini at fevna um vørur og

tænastur, ið hava tilknýti til ferðavinnuna.

Frágreiðingin og øll tilgongdin rundanum

verkætlanina við landbúnaðarferðavinnu fekk breiða undirtøku og vit gjørdu tí av at leingja samstarvið við Búnaðargrunnin og verkætlanarfólkinum, so fleiri av átøkunum í frágreiðingini kundu setast í verk.

Íverksetaraskeiðið “Nýskapan í Landbúnaðinum” við 8 nýggjum veitarum innan landbúnaðin endaði tíðliga í 2024 við einum stórum endatiltaki í bryggjarínum Oy.

FERÐIST Í EGNUM LANDI

var eisini merkt av at landbúnaðarferðavinna var í sjóneykuni. Vit hava framleitt uppsløg og greinar um ostaframleiðslu, neytahald, matmarknaðin, rabarbur, Heystfagnaðin og Eplafestivalin. Harafturat hava vit kasta ljós á Summartónar, nýggja what’s on pallin, jólini, nýggjár í Sumba og, sum fráboðað í

Landbúnaðarferðavinna: Átøk og tiltøk í 2024

• Ull er Føroya Gull

• Rabarbergården

Kunnandi tiltak um heimablídni

• Tiltak um staðbundnan matmarknað

• Verkstova: Matur sum ferðaminni

• Ullatiltak á Heystfagnaðinum

• Dagføringar á heimasíðuni við góðari kunning um landbúnaðarferðavinnu, vegleiðingar um heimablídni

Uppskriftir av føroyskum mati (at brúka á matmarknaðinum og á heimasíðuni)

“Haraftrat var skipað fyri kveikingarferð til Egilstaðir í Íslandi, har

ið vit saman við seks føroyskum

matframleiðarum millum annað vitjaðu vælumtókt tiltaki hjá Visit Austurland, ‘Matarmót’

nýggju ferðavinnuætlanini, víst á møguleikarnar at ferðast í Føroyum um veturin.

Vit hava arbeitt meiri miðvíst við “Ferðist í egnum landi”, sum er eitt gott amboð at røkka føroyingum, ið er ein týdningarmikil málbólkur í arbeiðinum at menna eina meiri burðardygga ferðavinnu kring landið. Miðvísa arbeiði sæst aftur í einum greiðum vøkstri av fylgjarum og í talinum av “likes”, sum ymsu uppsløgini hava fingið.

VISITFAROEISLANDS.FO

Ein týdningarmikil liður í hesum arbeiði er avgerðin um at menna eina føroyska versjón av heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands, eina visitfaroeislands.fo-síðu.

Hetta menningararbeiði er komið væl áleiðis og verður eftir ætlan lanserað í 2025.

Umframt at savna alt tað føroyska tilfarið, ið er at finna á menning.fo í dag, t.e. amboðskassin til ferðavinnuna, hagtøl, stuðulsskipanir, frágreiðingar o.a., so verður síðan eisini ein kunningarsíða til føroysk ferðafólk, har tað fer at bera til at leita sær íblástur til at ferðast í Føroyum.

Harafturat er ætlanin at framleiða tíðindabrøv sum kunna um virksemið hjá

Visit Faroe Islands, rákum innan ferðavinnuna, hagtølum o.m.a.

Visitfaroeislands.fo verður eitt týdningarmikið amboð í framtíðar arbeiðinum hjá okkum og ein greið samskiftiskanal til føroyingar.

FRÁ NØGD TIL GÓÐSKU

Visit Faroe Islands hevur sett sjøtul á spennandi verkætlan saman við granskarum frá Toronto University, Fróðskaparsetur Føroya, Visit Greenland og felagnum “Behaviour Smart”.

Verkætlanin snýr seg um at finna fram til eitt háttalag sum ger tað gjørligt at máta góðskuna av ferðavinnuni.

Kring allan heimin verður tosað um burðardygd, regenerativa ferðavinnu, transformativa ferðavinnu v.m. og øll tykjast leita eftir gylta frymlinum, sum kann siga nakað um, hvussu góð ferðavinnan er fyri eitt land. Vanligu ferðavinnuhagtølini siga nevniliga onki um hetta, tí her verður ferðavinnan bara mátað í nøgd (t.e. gistinætur, umsetningur, ársverk, útflutningsvirði

13.500

v.m.) og tær mongu góðkenningarskipanirnar (certificeringar) hava heldur ikki víst seg egnaðar til endamálið og tykjast øll menna egnar skipanir, sum passa til lokala tørvin. Av tí sama er samanberingar-grundarlagið ikki brúkiligt.

300

útlendsk sjálvboðin

2019

Granskingarverkætlanin miðjar eftir at finna 4-5 nýggjar “indikatorar” sum kunnu máta góðskuna av ferðavinnuni og verður Føroyar test-land, har nýggja háttalagið verður ment og roynt, áðrenn tað vónandi verður breitt út til fleiri lond. Verkætlanin kann vísa seg at vera slóðbrótandi um hon eydnast. Hon kann broyta grundarlagið undir ferðavinnukjakinum, ikki bara her, men allastaðni og verða eitt gjøgnumskygt mátiamboð, sum kann fortelja nakað faktuelt um, hvussu tað í veruleikanum gongur við ferðavinnuni. Vónin er at hetta verður eitt nýtt benchmark, sum øll kunnu nýta. Verkætlanin hevur fingið fígging frá Nora og fer av álvara av barkastokki í 2025.

BYGNAÐURIN Í FERÐAVINNUNI

Í nógv ár hevur verið kjakast um almenna bygnaðin í ferðavinnuni. Tað hevur verið ein afturvendandi avbjóðing at tryggja nøktandi samanhang og framhald í arbeiðinum at menna ferðavinnuna: uppgávu-og ábyrgdarbýtið hevur verið ógreitt, kunningarstovurnar hava havt vánaligar umstøður og tað er misjavnt, hvussu kommunurnar hava raðfest ferðavinnuna.

Visit Faroe Islands er landsstovnurin, sum hevur samskipandi leiklutin í arbeiðinum at menna ferðavinnuna, men tað er í stóran mun kommunurnar sum eru útinnandi myndugleikin og tí er eitt effektivt og miðvíst arbeiði við ferðavinnumenning treytað av, at kommunurnar eru við. Á felags fundi við allar kommunurnar har hesar avbjóðingar vóru viðgjørdar, varð avgjørt at orða eina frágreiðing ið lýsir avbjóðingarnar nærri og sum inniheldur uppskot til nýggjan bygnað.

Visit Faroe Islands setti ein arbeiðsbólk við umboðum frá Kommunufelagnum, kunningarstovunum og Visit Faroe Islands at standa fyri arbeiðinum. Frágreiðingin um bygnaðin varð liðug í 2024 og er at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.

SÚKKLUFERÐAVINNA

Visit Faroe Islands hevur seinastu árini havt tætt samstarv við Landsverk og SSL um ferðafólkaferðslu (sí m.a. undanfarnar ársfrágreiðingar). Vit hava eisini verið við í arbeiðinum hjá Landsverk at orða ætlanir fyri ábæra ferðslu og ferðafólkaferðslu, ið komu út sum temabløð ið vóru lagdar fram á almennum fundum í 2024, har vit eisini tóku lut í pallborðskjaki. Sum liður í hesum arbeiði, hava vit gjørt av at arbeiða meiri miðvíst við at menna súkkluferðavinnuna í Føroyum. Saman við Landsverk, Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Visit Tórshavn og Rent a Bike hava vit sett hol á eina verkætlan sum

snýr seg um at merkja súkkluleiðir sum verða savnaðar á eitt súkklukort fyri Føroyar. Í 2025 verða hesar súkkluleiðirnar lagdar út

á heimasíðuna hjá Visit Faroe Islands, eins og vit fara at at vísa á Føroyar sum súkkludestinatión við altjóða miðlavitjanir. Eisini verður ein filmur framleiddur saman við RFF og Visit Tórshavn, sum vísir, hvussu fólk bera seg rætt at í ferðsluni.

FERÐAFÓLKAKUNNING

(økiskort, skelting, whatson og infoskíggjar)

Í 2024 vóru seinastu økiskortini framleidd, soleiðis at øll øki í Føroyum nú hava egið økiskort, ið er týdningarmikið kunningaramboð hjá ferðaskrivstovum og kunningarstovum. Økiskortini eru tøk á heimasíðuni og eisini er snið framleitt til kunningarstovurnar, so kortini taka seg væl út á knútapunktum.

Skeltaframleiðsla er framvegis ein týdningarmikil partur av arbeiðnum hjá menningardeildini og áhaldandi verða nýggj bygdaskelti, kunningarskelti og gongutúraskelti framleidd. Skeltaleisturin verður stigvíst útbygdur og tillagaður tørvin. Til dømis er heildarskelting og uppmerking gjørd á Reyni í eini roynd at skapa ein betri ferðafólkastreym, soleiðs at íbúgvarnir á Reyni verða órógvaðir sum minst, samstundis sum tey vitjandi fáa eina góða uppliving.

Tað hevur drigið út við at fremja ætlanina at seta upp kunningarskíggjar kring alt landið.

Í 2024 kom verkætlanin tó loksins á mál og skipanin er klár at seta í verk. Skíggjarnir eru bílagdir og verða teir settir upp í 2025 á gistingarhúsum, farstøðum kunningarstovum v.m.

Whats’on er tíðandi kunningarpallur, sum hevur yvirlit yvir øll støð, tilboð og tiltøk kring landið. Stór orka er farin í at dagføra hesa skipanina við betri myndum, teksti, upplatingartíðum v.m., so kunningin á pallinum er so góð sum til ber.

Eisini eru stórar dagføringar gjørdar á heimasíðuni við m.a. “regional guides” og monthly guides”, ið geva ferðafólki greiðari íblástur til teirra ferð til Føroya og sum eggja teimum at vitja fleiri ymisk støð og upplivingar ið byggja á góðskuferðavinnu og sum víkja frá vanligu bucket-list tilmælunum.

LOFOTEN

Í mai 2024 skipaði Visit Faroe Islands fyri kanningarferð til Lofoten saman við kunningarstovunum í Føroyum. Talan var um ein sera væl eydnaðan túr við rúgvumiklari dagsskrá har vit fingu gott innlit í ferðavinnuvirksemið í væl vitjaða norska oyggjasamfelagnum og tær avbjóðingar hetta hevur við sær. Umframt at geva góðan íblástur til føroyskar loysnir var hetta somuleiðis liður í at menna føroyska menningarnetverkið sum er grundarlag undir góðum samstarvi í framtíðini.

Burðardygd

Ein endurskapandi ferðavinna

Vit ásanna, at ferðavinnan hevur ávirkan á samfelagið, menniskjuni og

náttúruna, vit virka í. Stór mál kunnu bert náast um vinna og mynduleikar samstarva. Og tískil ynskja vit gjøgnumskygni í okkara virksemi.

Vit vilja eggja til burðardygga menning og vøkstur tó uttan, at tað natúrliga tilfeingið versnar fyri komandi ættarlið. Vit miðja ímóti, at skapa eitt burðardygt og mennandi umhvørvi í okkara fyritøku, har vit miðvíst arbeiða fram ímóti eini enn meiri burðardyggari ferðavinnu.

Hetta er ikki nøkur løtt og einføld uppgáva sum vit kunnu loysa sjálvi, men við smáum burðardyggum loysnum í okkara arbeiði, koma vit hvørt ár tættari at hesum máli. Tiltøk og tað dagliga virksemi, sum Visit Faroe Islands stendur fyri ígjøgnum árið, skal bera skilagóðar og burðardyggar loysnir.

Í 2023 varð nýggj langtíðarætlan fyri ferðavinnuna løgd fram fyri Føroya fólkið. Talan er um eina nýggja ferðavinnustrategi fram ímóti 2030, sum skal kjølfestast í føroyska samfelaginum og røkka málinum um eina vælskipaða og burðardygga ferðavinnu.

Arbeiðið við at veita burðardygds kunning til vinnuna, tey ferðandi og ferðavinnuveitarar, hevur verið støðugt í 2024.

Í februar varð skipað fyri GDS verkstovu á Brandan, har Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn, umhvørvisdeildin, umboð frá býarskipanardeildini og stjórnarskrivstovuni í Tórshavnar kommunu tóku lut. Endamálið við degnum var at vísa á týdningin av GDS skrásetingini sum eitt amboð at skjalprógva burðardygd, og samanbera okkum við onnur ferðamál innan fleiri øki. Serliga var fokus á umhvørvisatabban, sum endurspeglar arbeiðið hjá kommununi við burðardygd. Endamálið var eisini at styrkja samstarvið millum partnarnar og knýta ferðavinnupolitikkir og umhvørvispolitikkir og mál saman.

VARÐVEIT FØROYAR

Í Visit Faroe Islands ásanna vit, at einhvør áhugabólkur er sjálvstøðugur í málinum um, at varðveita Føroyar og tess vegna

hava vit øll hvør sín leiklut í at varðveita aðalmálini í komandi stevnuskrá. Stevnuskráin hevur til endamáls at menna burðardyggar mannagongdir í føroysku ferðavinnuni og stuðla undir arbeiðið við at røkka heimsmálunum hjá ST um burðardygga menning.

VIT HAVA SETT OKKUM FYRI AT RØKKA HESUM FÝRA

BURÐARDYGDSMÁLUM Í 2030

Frá arbeiðinum at røkka ST málun um koma inn nýhugsanir og onnur ítøkilig aðalmál, sum vit hava sett okkum fyri at røkka tey komandi árini. Innan aðalmál 1 og 2 hava vit longu rokkið 2025 málunum. Aðalmál 3 hava vit enn ikki fingið nóg góð hagtøl fyri, hóast vit vita, at fleiri og fleiri veitarar eru ávegis við burðardygdspolitikkum og aðalmál 4 liggja vit aftanfyri málið.

Fleiri ferðavinnuveitarar eru í einari tilgongd fram ímóti at fáa grønar góðkenningar. Í hesum sambandi skipar Visit Faroe Islands Meetings javnan fyri smærri og størri førleikamennandi (capacity building) verkstovum og fundum fyri veitarum í vinnuferðavinnu. Vit eru eisini við á tiltøkum hjá vinnuni, har vit seta sjóneykuna á burðar dygdsmálini og týdningin av, at øll vinnan er við í hesum arbeiði.

1

2030 hava 80% av Føroya fólki ein jaligan hugburð mótvegis ferðavinnuni og vinnuferðavinnu. Málið er at røkka 70% 2025.

2

2030 hava 80% av okkara hotelkømrum eina umhvørvisgóðkenning. Málið er at røkka 50% 2025.

3

2030 hava 100% av okkara ferðavinnuveitarum ein burðardyggan politikk. Málið er at røkka 70% í 2025.

4 2030 eru Føroyar á topp 10 saman við hinum norður­londunum á GDS­indexinum. Málið er at røkka nr. 15 2025.

Ein ábyrgdarfull ferðavinna

Vit miða eftir at arbeiða samsvar við hesi níggju ST heimsmál.

Náttúra og Umhvørvi

Lívið á landi

VIT VILJA

• varðveita vátlendi og verja lívfrøðiliga margfeldið.

• steðga avmerging av náttúru og oyðimarkarlendi. Hetta gera vit við virkið at fara inn í verkætlanina hjá Tjóðsavninum, stuðla henni og bjóða hana fram sum ein møguleika hjá ferðafólkum at gera okkurt gott fyri samfelagið. Eisini vilja vit bjóða vátlendisøkir fram til Closed For Maintenanceátakið.

Náttúra og Umhvørvi

Reint vatn og reinføri

VIT VILJA

• skapa virðing fyri reinum vatni Føroyum. Vit styðja upp undir eina virðiliga nýtslu av vatni og arbeiða fyri, at ferðavinnan ikki verður ein bági sambandi við vatnnýtslu.

• at ferðavinnan er við til at tálma vatnnýtsluni, og at spillvatn verður rætt viðfarið og mest møguligan mun fer sirkulerar rakstrarskipanir. Hetta verður m.a. gjørt við, at kranar, brúsur og ves nýta so lítið vatn sum gjørligt.

• at øll ferðafólk ókeypis kunnu fylla sína egnu vatnfløsku á frámerktum støðum. Vit nýta kranavatn til øll okkara tiltøk og fundir.

Menniskju og Margfeldi

Dygdargóð útbúgving

VIT VILJA

• arbeiða fyri dygdargóðum útbúgvingum og eini vinnu, sum bjóðar lívslanga læring.

• hækka førleikastøðið okkara vinnu, bæði hjá ungum og eldri, so tey hava dagførdar og viðkomandi førleikar og útbúgvingar. Eisini vilja vit, at øll skulu hava møguleika til at vera við førleikamenningini, soleiðis at munurin verður minni millum menn, kvinnur, aldursbólkar, fólk við serligum tørvi, etniskum uppruna o.s.fr.

• samstarva við Ferðavinnufelagið og útbúgvingarstovnar um heiðursmerkir, starvslærupláss og annað, sum kann styðja undir áhugan fyri dygdargóðari útbúgving. Vit fara áhaldandi at hava skeið um burðardygd.

Náttúra og Umhvørvi Veðurlagsátøk

VIT VILJA

• styðja upp undir tann veðurlagspolitikk, sum Føroyar og heimssamfelagið hava sett sær fyri.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn

Sømiligt arbeiði og búskaparligur vøkstur

VIT VILJA

• at ferðavinnan hevur ein árligan búskaparvøkstur, at ferðavinnan hevur eina góða virðisøking og styðjar upp undir íverksetan. Við hesum fer ferðavinnan at breiðka um virksemið Føroyum og at skapa fleiri áhugaverd størv.

• at ferðavinnufyritøkur Føroyum hava føroyskan ognarskap.

• hava líka løn fyri sama arbeiði uttan mun til kyn, etniskan uppruna og serligan tørv, og at ein størri partur av arbeiðsstyrkini er ung millum 15 og 24 ár, soleiðis at ferðavinnan verður dragandi fyri hendan aldursbólk.

• sjálv fáa eina umhvørvisgóðkenning og krevja av partnarum og veitarum innan fyri eina freist, at tey eisini hava tað og/ella ein burðardyggan politikk.

• vit keypa lokalar vørur fyrst. Vit ráðgeva gestum um upplivingar, eisini um upplivingarnar, sum ikki vanliga eru eftirspurdar.

Menniskju og Margfeldi

Javnstøða millum kyn

VIT VILJA

• arbeiða fyri javnstøðu millum kyn. Tá ið vit skipa ráðstevnur, fundir og tiltøk, hava vit altíð fyrilit fyri javnari kynsumboðan.

ójavni

VIT VILJA

• arbeiða fyri at minka um ójavna millum lond. Vit vilja skapa karmar, soleiðis at munur ikki verður gjørdur á fólki. Serliga vilja vit arbeiða fyri, at minnilutabólkar kenna seg at hoyra til okkara vinnu og samfelag. Vit vilja, at útlendsk arbeiðsmegi okkara vinnu fær eins góð kor og føroysk arbeiðsmegi.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn Burðardyggir býir og bygdir

VIT VILJA

• styrkja nýtsluna av almennum flutningini og burðardyggari ferðslu við at gera tað lættari at brúka almenna samferðslukervið Føroyum.

• at øll skulu hava atgongd til náttúruna, og at býir, bygdir og náttúra fevnir um øll, eisini fólk við rørslutarni.

• at gestir skulu hava atgongd til súkklur og annan burðardyggan flutning, eins og atgongd til løðistøðir til el­bilar.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

VIT VILJA

• hava eina burðardygga og effektiva nýtslu av okkara náttúruríkidømi.

• minka um matoyðsl.

• minka um nýtsluna av evnafrøðiligum evnum í okkara burturkasti.

• skilja burturkast eftir leiðbeining, soleiðis at so lítið sum gjørligt verður brent og mest møguligt verður endurnýtt.

• vit hava ein innkeypspolitikk.

• vit hava ein burðardyggan politikk.

Menniskju og Margfeldi Minni

Vinnuferðavinna í grønum skapi

Vinnuferðadeildin hjá Visit Faroe Islands og vinnan sum heild hava aftur havt góða framgongd, eitt nú á GDS

Index inum – ein av orsøkunum er, at vit í 2023 fingu grønu góðkenningina Green Tourism Organisation.

Átøk innan

burðardygd

• Burðardyggur politikkur

• Burðardyggur innkeypspolitikkur

• Faldari við mannagongd at halda eitt burðardygt tiltak

Støðan hjá Føroyum sum ferðamáli er betra nógv, síðani vit fyri fyrstu ferð í 2022 komu á topp 30 listan yvir burðardygg ferðamál í GDS Indexinum. Í 2024 hevur indexið hækkað støðið nógv og krøvini til ferðamálini eru vorðin størri. Hóast vit hava betrað okkum innan fleiri økir, detta vit nøkur pláss niður eftir stiganum (frá 28 til 35). Vit eru enn á eftirtraktaða topp 40 listanum, har vit serliga eru fegin um at 54 % av hotelkømurunum í Tórshavn hava umhvørvisgóðkenning. Saman við nýggjum umhvørvispolitikki hjá Tórshavnar kommunu, er hetta eitt týdningarmikið stig í at koma longur upp eftir GDS stiganum. Samanumtikið kann sigast, at síðan Føroyar bleiv limað í GDS Indexið í 2020, eru vit klintraði frá 47,2 stigum upp til 74 stig. Kortini er enn ein góður teinur í at náa okkara bestu grannalond, men vit eru væl á veg og ynskja at røkka hesum máli í 2030 sum eisini nevnt í okkara nýggju strategi.

STØÐA

Hotelkømur við

Veitarar tøl frá 2021-2024

Marknaðarføringsvirksemi 2024

VFI skipaði fyri

165 miðlavitjanum í 2024

Nógvu undanfarnu árini hevur Visit Faroe Islands arbeitt við útlendskum miðlafólkum fyri at skapa umrøðu um Føroyar í útlendskum miðlum. Síðstu nógvu árini hava vit havt út ímóti 250 miðlafólk í Føroyum um árið. Í 2024 var talið 165, aftrat tí vóru 8 sokallaðir content creators. Talið liggur um tað sama sum í 2023, men er fitt lægri enn undanfarin ár. Hetta er ein tilvitað lækking, m.a. vera miðlavitjanir ikki longur fyriskipaðar mitt um summarið.

Undanfarin ár hevur Visit Faroe Islands gjørt virðið av greinum og sendingum upp í krónum frá fjølmiðlavitjanum, sum Visit Faroe Islands hevur samskipað. Við teimum broytingum í miðlalandslagnum síðstu árini, er avgerð tikin um at steðga við at gera virðið upp, tí tað verður truplari og truplari at meta um virðið í krónum, serliga av talgildum greinum og bloggum,

Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar sum ferðamál í 2024, vóru úr londum sum Danmark, Svøríki, Noreg, Stórabretlandi, Italia, Hollandi, Fraklandi, Týsklandi, Sveis, Spania og USA. Um 165 útlendsk fjølmiðlafólk frá fyrst og fremst bløðum og tíðarritum men eisini frá sjónvarps- og útvarpsstøðum vitjaðu Føroyar sum gestir hjá Visit Faroe Islands í 2024. Umframt miðlafólk, varð eisini dentur lagdur á at bjóða sokallaðum “content creators” –

myndafólk, ið leggja sínar myndir út á talgilda pallin Instagram.

Í 2024 komu 8 ymiskir content creators til Føroyar.

Í nógvum førum var talan um myndafólk, ið hava fleiri hundraðtúsund fylgjarar á Instagram.

Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum

í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar enn eru ókendar summa staðni í heiminum. Greinar í bløðum

og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum eru ein sera góður háttur at kunna um Føroyar.

Samstundis eru miðla vitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum.

Umframt at vit sjálvi gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær Visit Faroe Islands eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum, sum ynskja at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar.

bilaleigu og útferðir. Serliga Atlantic Airways og Gist & Vist veita stóran stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir.

Á tann hátt eru fleiri partar við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt.

Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr

granna londunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongutúrum og matferðavinnu, verða boðin hendavegin.

Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur Visit Faroe Islands avtalu við PR skrivstovu í Bretlandi, sum hevur hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir. Hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjølmiðlavitjanirnar skulu fyriskipast.

Harumframt samstarva vit eisini við Visit Denmark skriv stovur í Italia, Fraklandi og USA um miðla vitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar og viðkomandi miðlar.

Í samband við stóru marknaðarføringsátøkini, verða avtalur um samstørv gjørd á ávísum marknaðum fyri at tryggja, at boðskapurin røkkur víða. Hesar avtalur hava serliga verið við PR skrivstovur í USA og Danmark.

Fjølmiðlafólk

til Føroyar í 2024

Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í

Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, mat stovur,

Harumframt arbeiða vit saman við einari rúgvu av føroyingum innan øll økir frá landbúnaði, til sniðgeving, list, arkitektur o.s.fr. fyri at tryggja góðar søgur um fólkið, sum býr í Føroyum.

SERSTAKT FOKUS Á SAMSTARV

VIÐ DANSKAR MIÐLAR

Í farna ári løgdu vit enn størri dent á grannamarknaðin og bjóðaðu fleiri spennandi miðlum til Føroya. Hetta var ein liður í at endurskapa myndina av Føroyum sum eitt dynamiskt og spennandi ferðamál.

Vit fingu viðurkend tíðarrit í Danmark sum

Eurowoman og Glamour til landið, umframt vælumtóktu matkritikararnar Søren Frank frá

Berlingske og Gen Z-matbloggararnar To Sultne Piger.

Teirra vitjan var ein gyltur møguleiki at varpa ljós á okkara alsamt vaksandi gourmet- og matarútboð.

Eisini legði ársins miðlasamstarv størri dent á mentan og list.

Aðrir stórir miðlar vístu eisini stóran áhuga fyri

Føroyum. Børsen gjørdi eina forvitnisliga soloferðarfrásøgn, meðan Jyllandsposten setti sjóneykuna á Føroyar sum eitt upplagt ferðamál fyri barnafamiljur. Politiken og Kristelig Dagbald skrivaðu greinar um at ferðast í Føroyum um veturin.

Alt í alt var hetta eitt sera væleydnað ár í samstarvinum við donsku miðlarnar – og vit síggja fram til fleiri

vitjanir úr Danmark, sum enn er okkara størsti marknaður.

Frítíðarferðavinna

Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2024

SOME-ÁTAK: FAROENCERS – GERANDISSØGUR ÚR FØROYUM

Í oktober 2023 fór Visit Faroe Islands undir eitt nýtt og framfýsið átak á sosialu miðlunum, har sjey ymiskir føroyingar framleiða tilfar, sum vísur hvussu lívið og gerandisdagurin hjá teimum sær út. Átakið ber heiti Faroencers, og er eitt tilgjørt orð, har spælt verður við orðini Faroese og influencers (á føroyskum kallað ávirkarar).

Í arbeiðinum við at gera eina ferðavinnuætlan fram ímóti 2030, kom til sjóndar, at føroyingar ynskja at síggja enn fleiri heimligar søgur í marknaðarføringini.

Visit Faroe Islands hevur seinastu árini samstarvað við ein hóp av útlendskum mynda fólkum og ávirkarum, ið hava ein sterkan fylgjaraskara á teim sosialu miðlunum.

Glæsiligu myndirnar hava gjørt sítt til, at

umheimurin hevur fingið eyga á Føroyar sum ferðamál, men hugurin at vita meira um Føroyar er enn stórur, og nú er tíðin búgvin at gera tillagingar. Arbeitt hevur verið í longri tíð við at framleiða tilfar, ið vísir eina fjølbroytta mynd av Føroyum. Við Faroencers verður eitt stig tikið afturat á hesi leið, og enda málið er at skapa ófiltrerað og undirhaldandi tilfar, sum mennur søguna um Føroyar úti í heimi.

Í 2023-24 varð avtala gjørd við 7 fólk við fjølbroyttum áhugamálum úr øllum landinum. Hesi hava við jøvnum millumbilum framleitt smáfilmar –sokallað “reels”, sum í mesta lagi eru ein minutt til longdar. Faroencers átakið hevur riggað so væl, at avgerð er tikin um at halda fram í 2025, har avtala er gjørd við 6 spennandi einstaklingar, sum fara at framleiða tilfar um alt frá móta til gourmet mat til kvæðamentan og ein túr á flot.

Átakið er væl móttikið av fylgjarum, føroyingum sum heild og uttan úr heimi. Í desember 2024 vóru Marta Káradóttir og

Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, frá Visit Faroe Islands, bodnar á ráðstevnuna “Social Media Manageren” at greiða frá átakinum. Eisini var samstarv gjørt við Mikkeler í samband við øl-festivalin MBCFI, har ein Faroensari framleiddi tilfar.

Fyrstu smáfilmarnir vórðu lagdir út á

Instagram og Facebook fyri jól í 2023, og síðani hevur tilfar verið framleitt og lagt út við jøvnum millumbili. Heili 21 Faroencers smáfilmar vóru framleiddir og deildir á sosialu miðlunum í fyrsta umgangi. Tilsamans fingu hesi 1,4 milliónir spælingar – á leið 70.000 fyri hvønn film.

Luttakararnir hava fingið fríar teymar at velja hvørji evni verða lýst. Higartil hava vit sæð bóndalív í Æðuvík, jól í Havn, ein túr eftir veðrum í brattlendi á Fugloynni og verið ein býtúr í náttarlívinum í einum av heimsins minstu høvuðsstøðum.

Móttøkan hevur verið sera góð, og átakið hevur fingið umrøðu í útlendskum og føroyskum miðlum. Tølini vísa, at tilfarið riggar serliga væl á instagram, har smáfilmar vinna fram. Eitt nú hevur filmurin um býturin verið spældur heili 113.000 ferðir.

VFI 2024, ÁTAK Í FØROYUM, 25 TIL 28 APRÍL

Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá samlaðu føroysku ferðavinnuni, har útlendskir ferðasmiðir verða boðin til Føroyar, soleiðis at tey sjálvi uppliva tað, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum. Átakið varir í tríggjar dagar og fevnir um framløgur og verkstovur, har høvið er

at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við mentanarligum upplivingum og útferð.

Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur breiða undirtøku í føroysku ferðavinnuni, har bæði incoming, útferða veitarar og bussfeløg eisini eru við til at gera tað gjørligt.

52 føroyskar fyritøkur tóku lut, sum er fitt hægri enn undanfarin ár, og tað et greitt tekin um, at nógvir, nýggir veitarar leggjast til. Útlendsku ferðasmiðirnir fáa veruliga høvi at hitta allar partar av føroysku ferða vinnuni til átakið.

Sjálv verkstovan var í Norðurlandahúsinum og um kvøldið var døgurði í Siloini á Vestaru Bryggju við eini røð av mentunarligum innsløgum, so gestirnir eisini fáa ta upplivingina.

Áhugin hjá útlendskum ferðasmiðum at taka lut var sera stórur, og av tí at royndir vísa, at einir 50- 60 luttakarar er eitt hóskandi tal, vóru fleiri, sum ikki fingu høvi at vera við.

Ferðasmiðirnir komu úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Belgia, Hollandi, Sveis, Italia, Spania, Fraklandi, Estland og USA. Eins og undan farin ár, vóru eftirmetingarnar av átakinum sera góðar.

1,4 mió. views

70.000 views í miðal

21 smáfilmar fyri 2024

VESTNORDEN FØROYAR 2024

Føroyar vóru í 2024 vertir fyri Vestnorden. Vestnorden er størsta ferðavinnutiltakið, sum verður skiftivís hildið í Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Fjórða hvørt ár, tá Føroyar eru vertir, er altíð eitt serligt høvi at gera vart við Føroyar sum ferðamál fyri ferðasmiðum, sum kanska annars ikki kenna til Føroyar.

Vestnorden eydnaðist sera væl. Tilsamans tóku 423 fólk lut á tiltakinum, og er hetta størsta talið nakrantíð til Vestnorden í Føroyum. Síðan Føroyar skipaðu fyri Vestnorden seinast, eru tvey nýggj gistingarhús løgt afturat í høvuðsstaðnum, so tað lá væl fyri at fáa fleiri luttakarar. 151 av luttakarunum vóru keyparar, sum komu úr 26 ymiskum londum og 237 seljarar umboðandi 126 fyritøkur, av teimum vóru 34 úr Grønlandi, 70 úr Íslandi og 22 føroyskar fyritøkur.

Yvirhøvur vóru afturmeldingarnar serstakiliga góðar, 98% av keyparunum vóru væl nøgd ella sera væl nøgd við luttøkuna og 94% av seljarunum søgdu tað sama. Sum nakað lutfalsliga nýtt varð hálvur dagur settur av til útferðir fyri allar luttakararnar, bæði keyparar og seljarar. Endamálið er bæði at vísa Føroyar fram, men eisini at

skapa møguleikar fyri netverkan undir óformellum kørmum. Kunningarstovurnar høvdu átikið sær at skipa fyri eini røð av áhugaverdum útferðum, og afturmeldingarnar vóru sera greiðar. Ein stórur meirluti av luttakarunum heldur, at tað er rætt at raðfesta slíkar útferðir í samband við Vestnorden.

Vertlandið hevur eisini møguleika at bjóða útvaldum ferðasmiðum á sokallaðar “pre-túrar”; har ferðasmiðir koma nakrar dagar áðrenn tiltakið fyri at fáa eina betri fatan av øllum tí, sum Føroyar hava at bjóða. Enjoy stóð fyri pre-túrinum, sum hevði stóra undirtøku og var sera væleydnaður.

Føroysku veitararnir, sum tóku lut á Vestnorden vóru: 62N Incoming, Atlantic Airways, Café Fríða & Tell me North, Enjoy. fo, Europcar Faroe Islands, Faroe Voyage , Gjáargarður, Greengate Incoming, Havgrím Seaside Hotel 1948, Hilton Garden Inn Faroe Islands & Hotel Vágar, HK Bussar, Hotel Føroyar, Make Travel, Outdoor Faroe Islands, Remót Travel, Smyril Line, Vestmanna Tourist Centre, Visit North, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands.

Næsta Vestnorden verður í Íslandi 30 september til 1 oktober 2025.

FOG SWEPT ISLANDS, FØROYSKT MENTANARÁTAK Í NEW YORK

Frá apríl til juli var stórt føroyskt mentanarátak í New York undir heitinum Fog Swept Islands.

Átakið var fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands, í samstarvi við Scandinavia House á Manhattan í New York.

Høvuðstiltakið var listaframsýningin “Fog Swept

Cargo – Art from the Faroe Islands”, sum var ein forkunnug framsýning við føroyskari samtíðarlist.

Talan var um verk hjá sjey føroyskum listafólkum, ið saman mynda framsýningina. Listafólkini eru:

Tóroddur Poulsen, Hansina Iversen, Hanni Bjartalíð, Rannvá Kunoy, Randi Samsonsen, Jóhan

Martin Christiansen og Alda Mohr Eyðunardóttir.

Kinna Poulsen hevði kuraterað framsýningina.

Harumframt vóru ein røð av føroyskum mentanar-

tiltøkum á skránni í Scandinavia House, umframt at Eivør hevði konsert í New York.

Sum part av tiltøkunum, skipaði Visit Faroe Islands fyri einum gastronomi- og mentanartiltaki fyri miðlafólki og ferðasmiðjum úr New York.

Tiltakið var sera væl móttikið og í samstarvi við PR skrivstovu í New York, høvdu vit týðandi miðlar við til døgurðan. Byrjað var við móttøku í listaframsýningini, har høvi var at hitta kuratorin og listafólkini. Døgurðin var fyriskipaður av fólkunum handan RÆST, Føroya Bjór bjóðaði whiskey smakking og Eivør framførdi.

Endamálið við døgurðanum var at nýta høvi, tá Føroyar vóru sjónligar á Manhattan, at samstundis gera vart við Føroyar sum spennandi ferðamál.

Marknaðar føringsvirksemi

Vinnuferðavinna

2024 var eitt áhugavert ár fyri vinnuferðavinnuna, har vit greitt síggja, at vertíðin fyri ferðavinnu er longd við tiltøkum heilt úr byrjan av mars mánaða og til endan av oktober mánaða. Nógv stór og spennandi tiltøk hava verið, sum hava gagnað vinnulívinum, og hava sett síni jaligu fingramerki á heimin.

2024 hevur verið eitt spennandi ár í vinnnuferðavinnuhøpi, har vit hava sæð eina langa sesong við tiltøkum. Nógv orka er farin í at grunda okkara Unordinary Meetings brand, eins og stungið varð út í kortið í nýggju Heim strategiini.

• Vit hava drigið okkara ambassadørar tættari at okkum í eini skipan, sum eitur Mighty

• Vit hava drigið okkara netverk tættari at okkum við at menna og

marknaðarføra útboðið av Unordinary Meetings tænastum á vøruhillunum

• Vit hava ment okkara samstarv við Tórshavnar Kommunu til at fevna enn meiri um burðardygd og okkara ranking á GDS-indexinum

NR. 1 Í ICCA

2024 vísir, at vit eru aftur ’in business’, tá tað kemur til vinnuferðavinnu, har vit seinastu árini eftir koronu hava merkt færri tiltøk. Hetta er sera gleðiligt.

Í 2024 hava vit merkt ein vøkstur eftir størri tiltøkum, og hava arbeitt við at marknaðarføra nýggju stórhøllina Við Tjarnir.

Á næstu síðu eru tiltøkini, sum eru skrásett og eru ígjøgnum

Ambassadørnetverkið, og eru tey so mikið nógv í tali, at vit væntast at verða nr. 1 ferðamál per capita á ICCA stiganum.

Skrásett

tiltøk, sum eru komin inn gjøgnum ambassadørnetverkið í 2024

Dato Heiti á ráðstevnu Fyriskipari Ambassadørur

Mars Tórshavn Bridge Festival Bridgesambandið Jákup Sørensen

Mars Tórshavn Darts Open & Faroe Islands Darts Open Føroya Dartsamband (saman við Havnar Dartfelag)

Mei Nordic Scout Conference Føroya Skótaráð Marjun Johannessen / Símun Michael Sørensen

Mei

Mei Juni

CEV (European Volleyball)

Nordic Leadership Congress - LNN Nordic Ruin Seminar

Flogbóltsamband Føroya Ledarnas Nordiska Nätverk Tjóðsavnið

Beinir Kristiansen / Johan Vest

Juni 13th International Seaweed Conference EU – Seagriculture Ocean Rainforest Ólavur Gregersen

Aug. International Society for Contemporary Music / ISCM World New Music Days ISCM / Kristian Blak og Sunleif Rasmussen

Aug. GLISFO Verkstova Granskingarráðið/ Nordisk Ministerråd Annika Sølvará

Sep. IWRAs 1st Islands Water Congress International Water Resource Association / Jarðfeingi

Sep. Nordic Wool Conference Búnaðarstovan Dorthea Joensen

Sep. Nordisk Netværk for Voksnes Læring – NVL Nordisk Netværk for Voksnes Læring – NVL Stig Eltør

Sep. VNTM (Vestnorden) VFI

Sep. ISPS - Norðurlendskur fundur Landsverk

Okt. Javnstøðunevndin – Norðurlendsku javnstøðustovnaðarnir Árligi javnstøðufundurin

Javnstøðunevndin Halla Nolsøe / Brandur Nolsøe

Okt. Europeiskt samstarv hjá Føroya Tele (ESCAEU Plenary #62) European Subsea Cables Association / Føroya Tele

Okt. Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands (MBCFI) Mikkeler OY / Mikkeler / Daniel Vous Pedersen

Okt. Norðurlendsk Styrkikapping – NM 2024 Weightlifting Føroya Styrkisamband Heini Hátún

Okt. Learn to swim Conference Svimjisambandið Rókur í Jákupsstovu

Okt. North European Volleyball Zonal Association (NEVZA) U19 kapping Flogbóltsamband Føroya

UNORDINARY MEETING WEEK

Í vár var aftur Unordinary Meetings hildin, sum ein áhaldandi liður í at menna og styrkja Føroyar sum eitt serstakt og ’øðrvísi’ vinnuferðavinnustað.

Skeið og design sprint Vikan byrjaði við skeiðum fyri starvsfólk frá hotellum, fundarstøðum, DMC’um og kunningarstovum. Skeiðini løgdu lunnar undir eitt ’design sprint’, har luttakararnir mentu sínar egnu Unordinary Meetings vørur til altjóða marknaðin, í tráð við okkara HEIM-strategi.

Endabrakið í Silo

Vikan endaði við hálvdagsráðstevnuni ’Vinnuferðavinna í Verki’, har lyklaspælarar í vinnuferðavinnu og umboð frá øllum móttøkuapparatinum luttóku saman við okkara ambassadørum. Ráðstevnan lýsti týdningin av vinnuferðavinnu og vælsnikkaðum fundum, nýggjastu rákini innan fundarsnið og hvussu vitlíki kann brúkast. Dentur var lagdur á at lýsa og vísa í verki, hvussu ’Unordinary Meetings’ gevur íblástur til betri og innihaldsríkari fundir; hvussu føroyska mentanin, samfelagið, og náttúran kunnu flættast inn og skapa størri virði fyri bæði vertir og luttakarar.

Hugskotsfernisering

Eftir ráðstevnuna var hugskotsfernisering í Svalanum í Silo, har luttakarar frá skeiðunum gjøgnum vikuna vístu fram teirra egnu

Unordinary Meetings vørur. Áhugin at hoyra um nýggjastu hugskotini var stórur, og gav hetta samstundis høvið til góða sparring og íblástur millum luttakararnar, hvussu vit kunnu bjóða enn sterkari og sermerktar vørur og tænastur í vinnuferðavinnuni.

“This was, by far, one of the best organized and most enjoyable conferences I have ever attended! The substance and content were top-notch, and the warmth of the local community and attendees made for amazing new friendships. To top it off, the location was absolutely stunning!”

UMMÆLI FRÁ UNORDINARY

MEETINGS LUTTAKARA

BURÐARDYGD OG VIRÐI Á FUNDINUM

Vinnuferðavinnugestir seta serstakliga høg krøv til burðardygd og virði á fundinum, og hetta er ein týdningarmikil liður í, at fáa størri ROI uppá fundir og at lyfta støðið í mun til burðardygd – bæði sosialt og umhvørvisliga. Við at menna og styrkja okkara Unordinary Meetings Brand vísa vit, at Føroyar kunnu bjóða nakað heilt serligt í kappingini um hesar eftirspurdu gestirnar.

AMBASSADØRAR Á UNORDINARY

MEETINGS WEEK

Í 2024 høvdu vit ikki ein vanligan

Ambassadørdag, men í staðin gjørdu vit eyka nógv burturúr fyri ambassadørar á

Unordinary Meetings vikuni í vár. Skipað var fyri einum sparringskvøldi á Hilton fyri ambassadørarnar. Umframt upplegg frá

serfrøðingum í fundarsniði og vinnuferðavinnu, og hvussu vitlíki kann brúkast, til at faa hugskot og íblástur til Unordinary Meetings við nýmentum

’Unordinary Meetings chatbotti, var dentur lagdur á at ambassadørarnir brúktu royndirnar og vitanina hjá hvørjum ørðum. Flestu av ambassadørunum til hendan dagin høvdu nýligani skipað fyri ráðstevnu ella skuldu vera vertir í næstum. Hetta var sera gevandi, og ambassadørarnir hildu seg ikki aftur at royna nýggj fundarsnið, sum beinanvegini fekk gott kjak, sparring og íblástur fram. Endin á Unordinary Meeting Week var tiltakið ’ Vinnuferðavinna í Verki’, har ambassadørarnir luttóku saman við lyklaspælarum í vinnuferðavinnu. Hugskotsferniseringin hjá vinnuferðavinnuveitarunum eggjaði samstundis til ítøkiliga sparring og sambond millum ambassadørarnar og veitararnar í vinnuferðavinnu.

MIGHTY

Mighty er eitt sokallað on-line Community, ið vit royna at fáa allar okkara ambassadørar at gerast partur av. Her kunnu ambassadørarnir deila vitan teirra millum um teirra virkisøki og skriva saman. Ætlanin er at deila kunning um, hvussu vit kunnu hjálpa ambassadørunum við teirra tiltøkum. Til dømis fara vit at hava faldarar við hesi kunning:

• Stuðulsmøguleikar

• Unordinary Meetings

• Ráðstevnuhondbókin

• Burðardygg tiltøk

• Myndabanki

• Hjálp til ráðstevnur

• Ráðstevnukalendara

Eisini er ætlanin at bjóða okkara netverki inn í Mighty, soleiðis at tey eisini kunnu samskifta við ambassadørarnar beinleiðis.

CHATBOTTURIN LUNDI

Til Unordinary Meetings vikuna í vár var chatbotturin ’Lundi’ mentur. Lundi er mentur til alla okkara kunning um okkara brand, Unordinary Meetings, og við ymsum marknaðarføringstilfari og tilfari í sambandi við Unordinary Meetings. Áhaldandi verður hann mentur og uppstigaður til at klára alskyns spurningar um at hava fundir og tiltøk í Føroyum. Hesum kann okkara netverk nýta gott av og eisini okkara ambassadørar.

VATNRÁÐSTEVNAN – VATNMERKI

Í byrjanini av september var stóra Vatnráðstevnan, sum Jarðfeingi skipaði fyri saman við IWRA (International Water Ressources Association). Ráðstevnan var skipað við nógvum átøkum fyri ’legacy og impact’, so sum netverk fyri føroyskar myndugleikar innan vatnveiting í teimum ymisku kommunum og Umhvørvisstovuni. Eisini var eitt ’Memorandum of Understanding’ undirskrivað av trimum oyggjasamfeløgum á hægsta stigi. Vatnráðstevnan gjørdi, at vit alt 2024 høvdu VATN sum tema fyri okkara marknaðarføring. Hetta kom fram í okkara framløgum, á messum og í okkara søgum á LinkedIn. Eitt ítøkiligt úrslit av hesum arbeiði er klistrimerki við einum vatndropa, sum nú er á kaféum, matstovum og á hotel kømurum. Hetta klistrimerki eggjar ferðafólkum at drekka kranavatn og at fylla

sínar vatnfløskur, heldur enn at keypa vatnfløskur. Afturat hesum, so hevur Tórshavnar Kommuna játtað, at tey fara at seta ein vatnkrana upp í Miðbýnum í Havn.

OYGGJALEIKIR

Føroyar verða vertir fyri Oyggjaleikirnar í 2027. Hetta arbeiðið er longu farið í gongd og Annleyg Lamhauge er partur av Oyggjaleikanevndini. Eisini hava partnarar í vinnuferðavinnu netverkinum vunnið útboðini, soleiðis at Enjoy hevur vunnið

útboðið við gisting og vistveiting, og 62n hevur vunnið útboðið við flutningi.

Fyrireikingarnar eru nógvar og spennandi til hetta ítróttartiltak, sum fer at spreingja øll mørk fyri okkara ferðamál.

Marknaðar

LINKEDIN: VISIT FAROE ISLANDS

MEETINGS

Deildin fyri Vinnuferðavinnu hevur í nógv ár havt eitt stórt fokus á sosiala miðlinum LinkedIn, sum vit hava valt er miðilin vit samskifta á, eisini við tíðindabræv. Hetta hóskar væl til okkara vinnu, sum altíð er í broyting, og fólk flyta frá eini fyritøku í eina aðra, og tí er ringt at halda skil á í eini vanligari CRM skipan. Serliga eftir koronu.

NÝGGJ BIDBÓK

Á ráðstevnupartinum hava vit í 2024 framleitt eina nýggja bidbók. Hetta hevur verið eitt sera stórt arbeiði og nú fyriliggur

ein bidbók, sum kortini allatíðina verður útbygd alt eftir, hvat bid verður skrivað. Eitt bid ella eitt boð verður sent inn, ofta vegna ein av okkara ambassadørum, sum vil bjóða seg fram til at hava eina ráðstevnu.

ICCA VIRKSEMI

Vit luttóku á ICCA Nordic fundi í Odense. Hetta er ein fundur, har vit hitta allar okkara norðurlendsku samstarvsfelagar og er ætlað førleikamenning og vitanardeiling. Stórur dentur var á vitlíki, sum amboð í vinnuferðavinnu, og var hetta ein sera gevandi fundur. Vit skulu sjálvi vera vertir fyri fundinum í 2027.

75 postar

2244

fylgjarar

Hetta tal veksur spakuliga men støðugt, bæði organiskt og at vit bjóða relevantum sambondum. Hetta er serliga ein platformur fyri okkara ambassadørar, okkara netverk, felagsskapir úti heimi og aðrar kundar, bæði corporate og agencies.

Besta reach Vatnráðstevnan 2432 impessions

Besta reach hava postar, har vit á onkran hátt vísa okkara áhugabólkar, netverk ella ambassadørar. Hóast talið kann tykjast lítið, so skulu vit hugsa um, at vit eru á B2B økinum, og hyggja vit eftir samlaða talinum fyri impressions á øllum okkara postum, so liggur tað á 58.885, harav 32.007 eru nýggj impressions.

960

Tíðindabræv tilmeldingar

Afturat hesum hava vit eitt fast Tíðindabræv á LinkedIn, sum hevur 960 tilmeldingar. Í 2024 hava vit havt

11 Tíðindabrøv og miðja ímóti einum um mánaðin.

Innihaldið er ein endurtøka av seinastu postunum á LinkedIn. Hesi hava eitt sera gott reach, og fara vit tískil at halda fast í hesum.

“Ein høvuðsuppliving frá tiltakinum var at ásanna tann stóra leiklut og

ta ábyrgd vit eiga sum samskiparar av tiltøkum. Vit hava skyldu at lata eftir okkum ein varandi arv, minni burturkast, at bøta og økja um vælveruna á staðnum fyri at hava eina jaliga ávirkan á náttúruna og samfelagið”

LUTTAKARI Á ICCA RÁÐSTEVNU Í FØROYUM, 2023

Frítíðarferðavinna Vinnuferðavinna

Tíðarlinjan vísir ein stuttan samandrátt av tiltøkunum í 2024.

Famtúr úr Týsklandi til Føroyar 14. – 16. jan.

5 country workshop London, 13. feb.

ICCA Nordic Odense 5. – 7. mars

Átak fyri týskum ferðasmiðjum: EM í hondbólti Berlin, 11. jan.

IMM Meet the media New York, 22. – 25. jan.

Ferie for alle Herning, 23. – 25. feb.

Meet the media París, 13. mars

IMM
Optimeet Keypmannahavn, 20. mars
Skandinavisk verkstova Milano og Rom, 19. – 22. mars Marknaðar

Frítíðarferðavinna

Vinnuferðavinna

Swept Islands New York, 9. – 21. apríl

Frankfurt, 14. – 16. mei

Meetings Week Føroyar, 8. – 12. apríl

– 25. okt.

– 18. okt.

Unordinary
IMEX
Fog
Nordics Roadshow USA 14.
The Meetings Show London, 19. – 20. juni
Vestnorden Tórshavn 23.
IMEX Las Vegas 8. – 10. okt.
IBTM World Barcelona, 19. – 21. nov.
Føroyar í París París 5. des.
Secrets of the Nordics London, 9. des.
VFI famshop Tórshavn, 25. – 28. apríl

Talgildir miðlar

Heimasíðan visitfaroeislands.com er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum, sum til dømis Google.

Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra Bretlandi, Danmark, Týsklandi, Kanada, Avstralia og Italia. Tað sæst tó, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð, onnur marknaðarføringsátøk og umrøða úr útlondum.

Heimasíðan hjá Visit Faroe Islands er sera væl vitjað, men hagtølini hava tó verið skiftandi síðstu árini, eftir at vit hava skift skrásetingar skipanir.

TALGILD HAGTØL

GOOGLE ANALYTICS

Í mong ár hava vit brúkt Google Analytics Universal, sum í 2021 náddi at skráseta 900.000 vitjandi á visitfaroeislands.com.

Miðskeiðis í 2022 skiftu vit yvir til at brúka

Googles nýggja GA4, sum arbeiðir annarleiðis, men skuldi verið meiri álítandi.

Skiftið ger, at vit ikki eins væl kunnu samanbera tøl frá tí nýggju analytics skipanini við ta gomlu, men tryggjar okkum, at framtíðar dátur fylgja nýggju mannagongd unum fyri, hvussu dáta framyvir kann skrásetast og samanberast.

GA4 náddi at skráseta 297.000 vitjandi fyri 2022, men árið eftir, 2023, var fyrsta árið har vit kundu skráseta vitjandi í eitt heilt ár við nýggju skipanini.

Í 2024 skrásetti GA4 sostatt 424.000 einstøk vitjandi, sum er um sama tal sum árið fyri við 425.000

Views in 2024

Users and Engagement Rates in 2024

GA4 vísur okkum eisini hvussu nógv av okkara vitjandi grípa tað innihald tey verða bjóða, ella tað sum á fakmáli verður kallað ”Engagement rate” og har vísa okkara tøl at hetta liggur á 89,44% fyri 2024, ímóti 88,68 fyri 2023.

Sambært dataflo.io er hetta talið óvanliga høgt, tí at miðal ”engagement rate” talið fyri B2B heimasíður (vinnuheimasíður fyri vinnuna) var í 2024 á 63% og 71% fyri B2C heimasíður (Vinnusíður fyri vanligar kundar) – sambært Dataflo.io

Okkara mongd av lisnum (pageview) síðum á visitfaroeislands.com er 3.7 milliónir, sum er ein øking á 23% í mun til undanfarið ár, har sama tal var 3 milliónir lisnar síður. Hesar 3.7 milliónir lisnu síðurnar eru deildar á 424.000 vitjandi, sum so í miðal hava vitjað 9.43 síður hvør. Hetta er ein øking á yvir 33 % í mun til árið frammanundan, har sama tal var á 7.05 lisnar síður í miðal.

Hesi vitjandi hava eisini verði 10 % longri á heimasíðuni, við at tey í miðal vitja 1 minut og 56 sekund í 2024, í mun til 1 minut og 45 sekund í 2023.

Millum tær mest vitjaðu síðurnar, var fyrst og fremst forsíðan. Hereftir vitjaðu fólk mest síður sum hava kunning um hvussu tey koma til og gista í Føroyum, eisini okkara mongu síðum við íblástur til ítriv og annað ferðavinnuvirksemi.

What’s On pallurin hjá Visit Faroe Islands samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu

UM WHAT’S ON

Vilt tú vita hvat, hvør og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo

What’s On pallurin samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt fyri bæði føroyingar og ferðafólk at fáa yvirlit yvir, hvat hendir í Føroyum. Konsertir, fram løgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað. What’s On er ein sjálvstøðug heimasíða, umframt at hon er partur av heimasíðunum hjá kunningarstovum og tíðindaportal um, og ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands.

Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið er, hvar í landinum tað er ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til.

Kunningin finst á føroyskum og enskum. Nógvir útlendingar nýta longu What’s On fyri at finna fram til, hvat hendir í Føroyum. Við tað, at kunningin eisini er at finna á føroyskum, verður lagt upp til, at føroyingar eisini fáa høvi at nýta síðuna.

Tað er lætt og ókeypis at brúka og skráseta tiltøk á www.whatson.fo. Ein og hvør kann skráseta eitt tiltak.

Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góðkennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki.

Tankin er ikki at noyða fólk at vitja www.whatson.fo

fyri at fáa kunning um tiltøk. Heldur vilja vit, at fólk fáa kunningina á heimasíðum ella tíðindaportalum, sum tey brúka frammanundan. Tí samstarvar What´s On við Portal.fo og In.fo, sum eru millum mest vitjaðu heimasíður í Føroyum, og fleiri samstørv eru á veg.

Síðani What´s On pallurin lat upp í 2019 hava fleiri túsund tiltøk (events) og fleiri enn 800 støð (places) verið skrásett á What’s On.

Síðan bleiv endurlanserað á heysti 2024, við nýggjum sniði, hentleikum og førleikum, og hevur síðan haft yvir 110.000 vitjandi, sum brúka í miðal 1 minut 05 sekund á síðuni.

Um 40 % av teimum vitjandi, ella 43.564, vitja Whatson.fo úr Føroyum, meðan rest kemur úr útheimi. Fleiri av teimum vitjandi kunnu hugsast at ikki júst hava leitað eftir What's On tiltøkum ella støðum, men meira organiskt hava leitað sær kunning um eitt hvørt stað, sum What's On so hevur kunning um, sum í síðsta enda eisini førir stóran part av ferðsluni til heimasíðuna.

KUNNINGARSKERMAR

Málið er at hava kunningarskermar kring landið, sum skulu hjálpa, vegleiða og geva íblástur til bæði føroyingar og ferðafólk, har tey eru, og sum fortelja um støð nærhendis. Royndarverkætlanin við trimum skermum kring landið, millum annað á flogvøllinum er endað, og nú nýggja What´s On er lanserað, sum eisini fóðrar kunningaskermaplatformin við neyðugari kunning, so er skermaverkætlanin nú klár til lansering.

Skermarnir eru bílagdir og fyrstu verða settir upp fyrst í 2025 kring landið.

Við tíðini verða skermarnir at finna á øllum kunningarstovum, bensinstøðum, farstøðum og líknandi. Umframt at geva kunning til brúkaran, fara skermarnir at hjálpa og lætta um hjá starvsfólkum á støðum, sum áður hava nýtt nógva tíð og orku uppá at endurtaka kunning, sum ein kunningarskermur megnar.

SOSIALIR MIÐLAR

Tølini fyri okkara sosialu miðlar vísa at vit røkka væl út og eru á líkum støði við aðrar vangar, tá talan er um at náa fram til okkara fylgjarar. Arbeiðið við sosialu miðlunum fór av álvara í gongd í 2013. Hetta arbeiðið er nógv ment seinastu árini, og nú verður arbeitt eftir einum leisti, har ávís evni ganga aftur hvønn mánað – eitt nú “Monthly Guides” og “Faroencers”, sum hanga saman við langtíðarmálunum í Heim strategiini. Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur okkara økta fokus á eitt nú Instagram veruliga gjørt, at vit nú røkka út til heilt ávísar málbólkar, ið vit serliga ynskja at náa.

Vit arbeiða við at framleiða so góða kunning um Føroyar sum gjørligt, har vit leggja stóran dent á at hjálpa øðrum, soleiðis at tey sjálvi eru før fyri at veita kunning um Føroyar. Hendan kunningin skal raka so rætt og so víða um, sum gjørligt, soleiðis at brúkarin hevur lætt við at finna tað tilfar, ið viðkomandi leitar eftir.

1) The number of times any content from or about your Pages was displayed on a person's screen. Content includes posts, ads, feed stories, and more

2) The number of people who had any content from your Pages or about your Pages enter their screen.

Hetta arbeiðið, ið verður gjørt áhaldandi, inniber at læra áhugabólkar, at tagga sítt tilfar á rættan hátt, og at brúka ávísar orðingar, sum brúkarar á leitiskipanum eisini nýta. Alt hetta er við til at økja um kontaktflatuna, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar út á netinum og sosialu miðlunum.

FACEBOOK

Facebook hevur á leið 3 milliardir brúkarar, og Facebook síðan hjá Visit Faroe Islands, er støðugt voksin seinastu árini frá 260.000 brúkarar í 2020 til 284.800 í 2023. Ein lítil minking er í 2024, har talið á fylgjarum var 283.000, helst vegna lægri íløgu, ið varð nýtt til at boosta tilfar á facebook samanborið við undanfarin ár.

Talið av brúkarum, ið sum heild síggja tilfar á

Facebook, er minkað munandi. Fyrr var náttúrligt "reach out" stórt, men í dag síggja minni enn 0,063% av teimum, sum fylgja síðum á facebook, tað, sum verður deilt. Hetta krevur, at boðskapurin má røkka út til fleiri, við at skapa innihald, ið fólk vilja deila ella viðmerkja.

Mynstrini broytast støðugt og hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri brúkarar. Soleiðis at flest møgulig dáma ella deila tilfarið, so tað fær eitt hægri náttúrligt "reach". Hetta hevur eydnast væl, og royndirnar á Facebook hava eisini hjálpt í arbeiðinum á hinum sosialu pallunum, ið eru í stórari menning í løtuni.

INSTAGRAM

Instagram hevur á leið 2,4 milliardir brúkarar og talið á fylgjarum hjá Visit Faroe Islands er vaksið støðugt, frá 242.000 í 2020 til 274.000 í 2024.

ER (Engagement Rate - tal sum vísur hvussu nógvir brúkarar viðmerkja, dáma og deila tilfar vit deila) fall, sambært social insider við heili 18% í 2024. Hóast hetta, so megnaði Visit Faroe Islands at halda fast í fylgjarunum við einum

ER á heili 7,14%. Hetta er fleiri ferðir hægri enn aðrar kontur innan ferðavinnu, har miðaltalið er 1,34%.

Instagram er seinastu árini farin frá at vera myndaborðin, til í størri mun at umfata filmstilfar. Eitt nú eru smá filmsbrot nevnd “reels” vorðin ein alsamt størri partur av tilfarinum.

Visit Faroe Islands hevur í samstarvi við altjóða myndafólk/content creators skapt fleiri ymisk reels. Arbeitt verður framhaldandi við at menna nýtt filmstilfar, og átakið Faroencers eru ein partur av hesum arbeiði.

Ígjøgnum Instagram megna vit at sjónliggera okkara vøkru náttúru og serstøku mentan har vit raka bæði tey, sum fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og tey, sum fylgja líknandi kanalum. Á henda hátt kunnu vit nágreiniliga raka brúkarar við serligum áhuga fyri eitt nú fjallatúrum, fiskitúrum og líknandi.

HAGTØL OG KPI Á SOME

Seinastu árini hevur Visit Faroe Islands nýtt skipanina Brandwatch til at fyrireika og leggja út tilfar og til at máta gongdina á sosialu miðlunum. Skipanin hevur riggað illa seinasta árið, og avgerð er tikin um at nýta skipanina Hootsuite til hagtølini framyvir.

SAMSTØRV VIÐ ALTJÓÐA MYNDAFÓLK

Visit Faroe Islands fær árliga hundraðtals fyrispurningar frá myndafólkum og "content creators". Hesi altjóða samstørv seinastu árini, hava givið Visit Faroe Islands og veitarum í vinnuni atgongd til eitt umfatandi og fjølbroytt savn við myndum og filmum. Við hesum fortreytum varð avgjørt at støðga fyribils við altjóða samstørvum í 2024, samstundis sum orka varð nýtt til aðrar verkætlanir.

Arbeiðið við at gagnnýta myndir og filmar úr savninum hevur eydnast sera væl. Ein aprílsøga við savnsmyndum náddi út til 124.000 brúkarar og varð deilt heili 1743 ferðir. Søgan um 200 ára gomlu føroysku troyggjuna, sum varð funnin í góðum standi náddi 85.000 brúkarum og varð deild 756 ferðir. Nýggj tema – eitt nú Monthly Guides, reels, við bergtakandi náttúru og norðlýsið eru gjørd við savnstilfarinum.

Nógv nýtt og spennandi tilfar er skapt umvegis átakið ”Faroencers”. Átakið bleiv so væl móttikið at hildið verður fram við tí í 2025. Fá útvald samstørv vóru hartil gjørd - eitt nú í

samstarvi við ráðstevnuna TONIK og Mikkeller Beer Festival, og so var ein rúgva av nýggjum tilfarið framleitt í samstarvi við føroysk myndafólk. Nevnast kann summartónar, familjuvinaligar upplivingar, vetrarmyndir og myndir til ymisk tiltøk og upplivingar.

Arbeiðið við samstørvum fer at byrja aftur í 2025. Tey, sum fáa játtandi svar, eru fólk, vit meta passa til okkara málbólk, og samstørvini verða gjørd í tøttum samstarvi við ferðavinnuveitarar. Arbeitt verður miðvíst við at spjaða myndafólkini kring landið, og við at framleiða tilfar í trá við “Heim ferðavinnustrategiina fram móti 2030”.

PINTEREST

Pinterest heldur fram við at senda ferðslu til okkara heimasíðu, serliga millum kvinnur. Vit ætla at styrkja okkara tilveru við fleiri áhugaverdum myndum og viðkomandi tekstum.

X OG LINKEDIN

X (fyrrverandi Twitter) og LinkedIn eru pallar, vit nýta øðrvísi enn teir størstu sosialu miðlarnar. Pallarnir hava hvør sínar fyrimunir tá ið tað snýr seg um at røkka einum smalri málbólki, men hava eisini sínar teknisku avbjóðingar viðvíkjandi myndum, filmformati og tekstlongd.

LinkedIn er okkara høvuðspallur til professionelt samskifti innan ferðavinnu, menning, politikk og lýsing. Hóast tølini eru lægri enn á øðrum miðlum, er týdningurin vaksandi.

X verður í størri mun brúkt til at deila søgur og myndir um Føroyar. Hóast fylgjaratalið er vaksið, er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, tí fleiri av hesum metast at verða grindamótmælarar, ið brúka pallin til sabotagu og spam.

SNAPCHAT OG TIKTOK

Snapchat er seinastu árini vorðin ein vælumtóktur miðil, og TikTok er komið afturat sum ein av skjótast veksandi sosialu miðlunum, serliga millum yngri brúkarar. Tó er hesin málbólkur ikki tann, ið Visit Faroe Islands nýtir mest orku á, og raðfesta tí miðlar, har okkara orka kann gagnnýtast best, heldur enn at vera virkin allastaðni. Vit halda tó eitt gott eyga við TikTok.

THREADS

Nýggi pallurin hjá Meta, kallaður Threads, varð lanseraður í 2023, sum ein kappingarneyti til X. Framgongdin hjá Threads er stór, men enn er X meira enn 15 ferðir so stórt. Visit Faroe Islands fylgir tó væl við og eru klár at brúka pallin, tá ið vit meta tað vera hóskandi.

SAMANUMTØKA

Okkara arbeiði á teimum ymsu sosialu miðlun um hevur meir enn nakað annað gjørt sítt til, at miðalaldurin av vitjandi (bæði á heimasíðuni og á teimum, sum koma til Føroyar) er væl lægri í dag enn áður, samstundis sum flestu lyklatøl, herundir talið av fylgjarum á okkara sosialu miðlum, áhaldandi peika rætta vegin.

“Nógvir sosialir miðlar eru, og fleiri koma afturat
Visit Faroe Islands hevur altíð havt fokus á ikki at vera allastaðni, men har sum okkara avmarkaða orka kann gagnnýtast

best møguligt”

Reaktiónir*

328,153

*Tal á reaktiónum umfatar ”dáma”, ”emojis” o.a. Samlaða talið á uppsløgum á Facebook og Instagram

Viðmerkingar*

9,329

*Tilsamans á uppsløgum á Facebook og Instagram

Faldarar

Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá Visit Faroe Islands og aðrar heimasíður, sum kunna um og marknaðarføra Føroyar, eru enn nógv, ið spyrja eftir faldarum.

Ein partur av uppgávuni hjá Visit Faroe Islands er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim.

Gjøgnum alt árið fær Visit Faroe Islands fyri spurn ingar um faldarar frá bæði einstaklingum og fyritøkum, sum marknaðarføra Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldararnar at senda til síni viðskiftafólk og at hava við á messur. Faldararnir verða eisini brúktir av kunningarstovunum kring landið, gistingarhúsunum og ferð a vinnu fyritøkum í Føroyum.

Har umframt verða faldararnir eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við.

TOURIST GUIDE OG KORT

Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum Visit Faroe Islands hevur ábyrgd av at senda út. Til samans vórðu 55.000 Tourist Guides prentað ar í 2024. Á hvørjum ári verða har afturat kort av Føroyum prentað. Í 2024 vórðu 50.000 kort av Føroyum prentað. Bæði kort og Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis.

KIRKJUR

Í 2021 var ein serstakur kirkjufaldari gjørdur við yvirliti yvir 11 kirkjur kring landið. Faldarin greiðir frá kristnu siðvenjuni í Føroyum og teirri serstøðu, kirkjurnar hava í nærum øllum bygdum í landinum.

Kirkjurnar eru nógv avmyndaðar og hava eisini eina serstøðu í ferðavinnuni. Tó er vitanin kanska ikki so lætt atkomilig og tíverri eru flestu kirkjurnar stongdar, so vitjandi ikki kunnu vitja kirkjurnar. Faldarin vísir á tær kirkjurnar í Føroyum, sum hava fastar vitjanartíðir. Umframt at seta sjón eykuna á føroysku kirkjuna í ferða vinnuhøpi er endamálið við faldara num eisini at fjøltátta úrvalið av vitjunarverdum støðum, ikki minst uttanfyri háárstíðina.

FUGLAFALDARI

Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tí var fugla faldarin gjørdur, ið fortelur um teir ymisku fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Faldarin hevur stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Faldarin hevur eisini kunning um, hvussu vit bera okkum at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á donskum og enskum. Faldarin er tøkur sum pdf at taka niður av heim asíðuni, í eini roynd at hugsa burðardyggari loysnir og at prenta minni.

Birds of the Faroe Islands

GONGUFALDARI

Gongufaldarin, sum upprunaliga varð framleiddur í 2015 á enskum og donskum, og kom á týskum í 2017, varð dagførdur í 2020. Tær gøtur, har gjald verður kravt, eru tiknar úr faldaranum, og fyrstu síðurnar við kunning til ferðafólkini eru dagførdar. Endamálið við faldaranum er at kunna um trygd, tá talan er um gongd í haga. Eftirspurningurin eftir gongu faldaranum hevur verið sera stórur. Faldarin verður dagførdur hvørt ár eftir tørvi.

Altjóða samstørv

Visit Faroe Islands hevur knýtt samstørv við aktørar úti

heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis marknaðarføra Føroyar.

Hetta, tí at tað einsamalt er trupult hjá Visit Faroe Islands at røkka og røkja stóru marknaðirnar.

TRAVEL PR

Visit Faroe Islands hevur avtalu við enskt

PR -bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri

fjøl miðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi, fyri at skapa umrøðu um Føroyar á tann hátt eisini.

VISIT DENMARK Í ITALIA

Samstarvið við Visit Denmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferðasmiðir, kunning um Føroyar á italskum og fronskum á heimasíðuni hjá Visit Denmark, luttøku á verkstovum, o.s.fr. Visit Denmark í Italia hevur eisini ábyrgd av franska marknaðinum, so samstarvið fevnir eisini um miðlavitjanir úr Fraklandi.

VISITDENMARK Í

STÓRA BRETLANDI

Samstarvið við VisitDenmark í Stóra Bretlandi er fyrst og fremst um luttøku á teirra søluverkstovum innan vinnu ferð avinnu.

MICE

Innan MICE -økið samstarva vit við fleiri altjóða felags skapir, so sum ICCA, MPI og Tmf, fyri at fáa fleiri ráðstevnur og fundir til Føroyar.

VISIT ICELAND OG VISIT GREENLAND

Samstarvið millum NATA- londini er ment munandi seinastu árini. NATA hevur m.a. sett ein marknaðarføringsbólk við umboðum frá Visit Iceland, Visit Greenland og Visit Faroe Islands, sum arbeiða við felags marknaðarføringsátøkum fyri londini. Hetta samstarvið hevur givið okkum atgongd til tiltøk á marknaðum, ið vit annars ikki hava havt ráð og møguleika at taka lut á.

føroyingar

Amboðskassi til allar

Ein partur av strategiini hjá Visit Faroe Islands hevur verið at fáa føroyingar at taka lut at marknaðarføra Føroyar. Tað, at vit búgva einum lítlum landi, ger, at vit føroyingar – enn øðrum londum – øll eru ambassadørar fyri okkara land –óansæð um vit vilja tað ella ikki.

Fyri at fáa boðskapin um Føroyar út so breitt sum møguligt, er tað av týdningi, at kunningin er reglubundin, soleiðis at argumentini fyri at ferðast til júst Føroyar eru greið. Tískil hevur Visit Faroe Islands gjørt ein amboðskassa, ið allir føroyingar kunnu brúka, um tey hava ætlanir um at halda framløgu um Føroyar, óansæð um ein er skiftisnæmingur, selur fisk ella situr altjóða nevnd. Hetta er ein kostnaðareffektivur háttur at marknaðarføra Føroyar.

Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum, alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri.

Amboðskassin, ið inniheldur fram løgur og filmar, er at finna á heimasíðuni: www.visitfaroeislands.com/vinna

Onnur samstørv

JAZZ FESTIVAL

26. januar – 2. februar

Visit Faroe Islands hevur samstarvað við Jazz Festivalin, sum á fyrsta sinni varð í januar 2009 hildin í Føroyum, fyrst yvir eitt vikuskifti við lokalum tónleikarum, men sum síðani hevur bygt seg upp til ein viku langan festival við útlendskum vitjandi eisini. Árligi jazzfestivalurin hevur nú í 15 ár sett ein festligan dám á annars kaldar vetrar mánaðir. Visit Faroe Islands samstarvaði við fyrireikararnar um at fáa fjølmiðlar og myndir tiknar til festivalin.

G! FESTIVALURIN, GØTA

13. – 15. juli

Festivalurin, ið verður hildin í serliga vøkrum umhvørvi í Gøtu árliga í juli, hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fáa útlenskar miðlar til G! og harvið umrøðu í útlendskum miðlum. Endamálið er at fáa eitt ávíst tal av útlendskum gestum til festivalin. G! Festivalurin og Visit Faroe Islands samstarva um fjølmiðlavitjanirnar og um vitjanir av mynda fólkum, sum umframt at taka myndir, eisini gera filmar, alt fyri at fáa boðskapin um G! Festivalin út í heim.

SKRAPT FESTIVALUR, TÓRSHAVN

18. – 19. oktobur

Nýggjur elektroniskur tónleikafestivalur sá dagsins ljós í 2023. Visit Faroe Islands samstarvaði við fyrireikararnar um at fáa fjølmiðlar til festivalin.

FAROE ISLANDS PODCAST

Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu nógvu árini gjørt Faroe Islands Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sendingarnar, ið verða sendar alt árið.

Í 2024 hevði Faroe Islands Podcast góðar

40.000 niðurtøkur, sum er ein minking samanborið við árið fyri. Tað eru serliga enskttalandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. 42% av teimum, ið tóku sendingarnar niður í 2024, vóru úr USA, umleið 10% vóru úr Stóra Bretlandi, Danmark, Avstralia, Svøríki og Føroyum.

Visit Faroe Islands dekkar ein part av ferðakostnað inum hjá Matthew, tá hann er í Føroyum fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar.

Tað eru vit, sum starvast á Visit Faroe Islands

Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørt upp á hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum.

Guðrið Højgaard

Stjóri

Fartelefon: 55 61 35 guri@visitfaroeislands.com

Súsanna Sørensen

Frítíðarferðavinna og fjølmiðlar

Fartelefon: 55 61 38 susanna@visitfaroeislands.com

Jóhan Pauli Helgason

Menningarleiðari

Fartelefon: 55 61 31 johanp@visitfaroeislands.com

Annleyg Lamhauge

Vinnuferðavinna

Fartelefon: 55 61 36 annleyg@visitfaroeislands.com

Bárður Eklund

Talgildir miðlar

Fartelefon: 55 61 37 bardur@visitfaroeislands.com

Marta Káradóttir

PR & Samskifti

Fartelefon: 25 61 39 marta@visitfaroeislands.com

Alda M. Egilstrøð

Menningarsamskipari

Fartelefon: 55 61 33 alda@visitfaroeislands.com

Olivia Døgg Frífinsdóttir

Sosialir miðlar

Fartelefon: 55 61 32 olivia@visitfaroeislands.com

Súsanna Samró

Vinnuferðavinna

Fartelefon: 25 09 05 samro@visitfaroeislands.com

Brim Hildardóttir Hoydal

Vinnuferðavinna

Fartelefon: 26 40 92 brim@visitfaroeislands.com

Johanna Káradóttir

Skrivstovufólk

Fartelefon: 66 65 55 johanna@visitfaroeislands.com

Fríðgerð Heinesen

Bókhald

Fartelefon: 55 61 34 fridgerd@visitfaroeislands.com

Nevndin

Johannes Jensen

Gist&Vist, formaður

Jóan Petur Hentze

Tórshavnar Kommuna

Jens Meinhard Rasmussen

Smyril Line

Johanna á Bergi

Atlantic Airways

Jenny í Heiðunum

Ferðavinnufelagið

Magnus Pauli West

Visit Vágur

Elin Heðinsdóttir Joensen

ÍSF

Oyvindur av Skarði

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið

sansir.fo

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.