Føroyskt Gestablídni Góð ráð til tín, sum kemur saman við ferðafólki í tínum starvi
Innihaldsyvirlit
Gestablídni 1.0 - Forvitni
4
Hvat er forvitni? Vís at tú ert forvitin Hvør, nær og hvar?
6 8 10
Gestablídni 2.0 - Eyðmjúkleiki
12
Hvat er eyðmjúkleiki? Soleiðis sýnir tú eyðmjúkleika Hvør, nær og hvar?
14 16 18
Gestablídni 3.0 - Rúmligheit
20
Hvat er rúmligheit? Vís at tú rúmar øðrum Hvør, hvar og nær?
22 24 26
Gestablídni 4.0 - Ábyrgd
28
Hvat er ábyrgd? Soleiðis tekur tú ábyrgd Hvør, nær og hvar?
30 32 34
Útgevari Visit Faroe Islands, í Gongini 9 P.O. Box 118, FO-110 Tórshavn Tel. +298 666 555 www.visitfaroeislands.com info@visitfaroeislands.com Snið Sansir © Visit Faroe Islands
Á Ferðavinnudegnum í 2025 komu umleið 50 fólk úr ferða vinnuni saman at umrøða evnið føroyskt gestablídni. Hvat er føroyskt gestablídni? Hvussu sæst gestablídni í verki, tá ið ferðafólk koma til Føroya? Hesin bóklingur er úrslitið av eini verkætlan hjá Visit Faroe Islands. Verkætlanin fevndi um verkstovur, har ið fólk úr allari ferðavinnuni luttóku. Endamálið var at kanna og menna eina vitan um føroyskt gestablídni. Verkætlanin fevndi eisini um spurnakanningar við útlendskum ferðafólkum og føroyingum yvirhøvur. Hugarokið frá verkstovunum varð kókað niður í fýra lyklaorð: Føroyskt gestablídni snýr seg um forvitni, eyðmjúk leika, rúmligheit og ábyrgd. Øll tey góðu ráðini í bóklinginum koma sostatt frá teimum, sum dagliga eru saman við ferðafólkum, og sum vita, hvat riggar í verki: ferðaleiðarum, starvsfólkum á hotellum, matstovum og kaffistovum umframt buss- og hýruvognsførarum. Visit Faroe Islands takkar øllum, sum hava verið við. Vónin er, at bóklingurin verður eitt hent amboð hjá tær, sum vilt geva gest um okkara eina minniliga føroyska uppliving.
4
Gestablídni 1.0
Forvitni
5
6
7
Hvat er forvitni? Summi siga, at føroyingar eru eitt forvitið fólkaslag.
Hetta forvitnið og hesin hugurin at frætta nærri
Soleiðis er helst við nógvum oyggjasamfeløgum. Vit
skulu ikki skúgvast til viks, tá ið vit koma saman við
hava búð her í túsund ár, og tá ið ferðafólk hava
ferðafólkum í okkara arbeiði. Vit kunnu innarbeiða
leitað sær til okkara oyggjar, hava vit viljað vitað
forvitni sum ein arbeiðshátt. Ferðafólkum dámar
meira um hendan persónin og frætt søgur úr tí stóru
væl, tá ið vit koma við spurningum, og vit geva
verð. Gløgt er gestsins eyga, sigur orðatakið.
teimum ans, tí tá kenna tey seg sædd og hoyrd. For vitnið og nærvera eru samheiti í hesum føri, tí
Gjøgnum øldirnar hevur forvitnið verið við til at
forvitni førir ofta til áhugavert prát.
skapa okkum. Í dag er tað so inngrógvið í okkara fólkasál, at tað er ein partur av okkum sum
Forvitni er fyrsti tátturin í føroyskum gesta
menniskju og er sostatt kollektivt við til at mynda
blídni, og á næstu síðunum sært tú, hvussu tú
okkum sum tjóð – í kaffisteðgum, í føðingardøgum
aktivt nýtir hetta sum háttalag í tínum arbeiði.
og í skiftirúminum. Vit elska at fordjúpa okkum í práti. Sjálvt tá ið vit eru farin í jakka og skógvar og eru klár at fara avstað, standa vit í hurðini og halda fram at práta.
8
Vís at tú ert forvitin Tey flestu ferðafólkini munnu hava lisið um Føroyar,
Ert tú av bygd, ella hevur tú familju á bygd, kanst tú
áðrenn tey koma. Tí hava tey helst gjørt sær nakrar
eitt nú viðmæla ferðafólki at fara hagar at vitja:
tankar um, hvat tey ætla sær, meðan tey eru her. Ofta fáa tey íblástur frá sosialum miðlum og blogg um ella vloggum.
• Er onkur serliga vakur náttúrublettur nærindis bygdini? • Onkur bergtakandi útsýnisstaður?
Men tú, sum býrt her í Føroyum, hevur tó størri
• Lokalar bygdarsøgur?
trúvirði enn tað, sum tey lesa á netinum og í faldar
• Okkurt fornminni?
um, og tí taka ferðafólkini fegin ímóti tínari ‘insider’vitan og góðu ráðum.
Tú kanst eisini greiða frá egnum upplivingum, tá ið tú hevur ferðast í egnum landi: Hvør er tín besti og
Hesi fólkini vilja ofta hava autentiskar og øðrvísi
minniligasti túrur í Føroyum?
upplivingar, so um tú kennir onkur minni kend støð enn “tey vanligu”, sum tey sannlíkt hava lisið um og
Endamálið við hesum er ikki bert at geva ferðafólk
sæð myndir av (so sum Gjógv, Saksun og Mykines),
unum eina øðrvísi uppliving, men eisini at spjaða
so vilja tey fegin frætta nærri.
tey runt kring landið. Tí um ov nógv ferðafólk eru á einum stað, hevur tað neiliga ávirkan. Serliga tey smærru støðini (so sum áðurnevndu Gjógv, Saksun og Mykines) eru viðbrekin og megna ikki at rúma ferðafólkum í stórum mongdum.
9
Fortel um títt títt upphav upphav Greið frá egnum upplivingum, tá ið Greið frá egnum upplivingum, tá ið tú prátar við ferðafólk: Fortel um tú prátar við ferðafólk: Fortel um bygdina ella býin, sum tú kemur frá, bygdina ella býin, sum tú kemur frá, og kom við góðum ráðum, um ferða og kom við góðum ráðum, um fólkini ætla at leita sær hagar. Mong ferðafólkini ætla at leita sær hagar. ferðafólk vilja fegin uppliva okkurt Mong ferðafólk vilja fegin uppliva annað, okkurt øðrvísi, enn tað, sum okkurt annað, okkurt øðrvísi, enn tað, tey lesa um á netinum. Tín stað sum tey lesa um á netinum. Tín bundna vitan er gull verd fyri tey. staðbundna vitan er gull verd fyri tey.
10
Vís áhuga Tær nýtist ikki at hava svarið upp á alt, sum ferðafólkini spyrja um. Tey hava ivaleyst nógvar spurningar um Føroyar, og í nógvum førum hava tey eisini lisið væl uppá sjálv. Men tú kanst altíð vísa, at tú heldur prátið vera áhugavert við at spyrja inntil og lurta. Ofta eru tað tey góðu prátini, sum fáa ferðafólk at kenna seg vælkomnan og gevur teimum eina góða uppliving.
11
Hvør, nær og hvar? Hesi góðu ráðini eru sprottin úr íkasti frá øðrum í ferðavinnuni, sum hava greitt frá, hvussu tey plaga at bera seg at í ymsum støðum.
arrow-right Flogvøllur og havnir
• “Hvussu var ferðin?”
“Welcome to our home, the Faroe Islands.” Soleiðis
• “Hvussu leingi hava tit ferðast?”
orða tey seg á flogvøllinum í Vágum, tá ið flogfarið
• “Hava tit verið í Føroyum áður?”
lendir. Hesin einfaldi setningurin setur tónan og fær ferðafólkini at kenna seg væl frá fyrstu løtu. Starvs
Ferðafólkini eru sum vera man eisini spent at síggja
fólk á flogvøllinum og havnum kunnu eisini bjóða
og uppliva Føroyar, so tí liggur til høgrabeinið at
ferðafólkum vælkomnum. Hetta er sjálvandi eisini
spyrja, um tey vilja hava góð ráð til matstovur ella
galdandi fyri hýruvognsførarar, sum fara vestur í
annað. Í hvørjum kamari er gott at hava faldarar við
Vágar ella oman á farstøðina í Havn.
ymsum upplýsingum: býarkortum o.ø.
arrow-right Transport
arrow-right Matstovur og skeinkistøð
Tað er ymiskt frá ferðafólki til ferðafólk, hvussu væl
Arbeiðir tú sum tænari ella barrvørður, leggja
tey hava fyrireikað seg til túrin: Tey, sum ferðast við
umstøðurnar seg upp til meira nærverandi prát. Tá
Norrønu, hava ofta gagnnýtt teir 36 tímarnar um
kann tað henda seg, at tú endar í eini longri samrøðu.
borð við at lesa uppá, samanborið við ferðafólk, sum
Vís, at tú ert forvitin, við at seta ferðafólkum
flúgva. Tey, sum koyra hýruvogn, og tey, sum útleiga
spurningar, so at tey verða spent at fortelja um sína
bilar kunnu tí hava faldarar við upplýsingum liggj
ferðaætlan. Spurningarnir skulu leggja upp til tað
andi í bilinum til ferðafólkini.
góða prátið. Spyr tí spurningar, sum ikki kunnu verða svaraðir við einans ‘ja’ ella ‘nei’:
arrow-right Gistingarstøð Tá ið ferðafólk seta seg í hýruvognin ella bussin,
• “Hvat hava tit upplivað higartil?”
gongur leiðin í flestum førum til gistingarstaðið at
• “Hvar hava tit frætt um Føroyar?”
sleppa av við kuffertini. At ferðast til Føroya er fyri
• “Hvørjar ætlanir hava tit, meðan tit eru í Føroyum?”
mong ein longri teinur, so tí kunnu móttøkufólk í
• “Hvat gleða tit tykkum mest at uppliva?”
hotelli umframt Airbnb-vertir sýna forvitni við at spyrja eitt nú:
Ferðafólkini kenna seg sædd og hoyrd, tá ið tú sýnir áhuga, og at tú ert forvitin at vita meira um tey.
12
Gestablídni 2.0
Eyðmjúkleiki
13
14
15
Hvat er eyðmjúkleiki? Eitt annað, sum eyðkennir føroyska fólkalyndið, er
Hvussu er og ikki, so er tað fólkaskikkur her á landi,
eyðmjúkleiki. Hví so er, er ein góður spurningur.
at tá ið vit eru saman við fólki, sum vit ikki kenna, at so vísa vit teimum hógv. Hesin eyðmjúkleiki kann
Stavar eyðmjúkleikin heilt einfalt frá teimum harð
virka sum eitt praktiskt amboð í tænastuvinnuni:
ligu umstøðunum, sum vit liva í? Møguliga. Fjallfólk
Vit órógva ikki ferðafólk uttan neyðugt, og vit hurra
og sjófólk vita, at náttúran ræður, og at mann ikki
ikki undir tey.
má bjóða henni av. Nógv hava boygt høvur og kent sviðan av orðatakinum: Havið gevur, og havið tekur.
Eyðmjúkleiki er næsti tátturin í føroyskum gesta
Og kann mann annað enn kenna seg lítla/n, tá ið
blídni, og á næstu síðunum sært tú, hvussu tú
mann starir upp í eina mjørkaklædda fjallatrom ella
aktivt nýtir hetta sum háttalag í tínum arbeiði.
lítur út á tað endaleysa hav?
16
Soleiðis sýnir tú eyðmjúkleika Í tænastuvinnuni yvirhøvur er tað ofta soleiðis, at
Til nakað annað, sum tó eisini hevur við eyðmjúkleika
gesturin – og ikki verturin – verður settur í mið
at gera: Ferðafólk hava eina rúgvu av spurningum.
depilin. Uppmerksemi skal ikki vera á tær, men á
Um hetta og hatta. Tað verður ikki væntað av tær
gestunum. Tú eigur ikki at vekja ans, men geva gest
ella nøkrum øðrum, at mann veit alt. Um tú ikki
unum ans.
veitst svarið upp á onkran spurning, so kanst tú eitt nú svara:
Skapa tær røttu umstøðurnar, so at heildarupp livingin – staðið og løtan – talar fyri seg. Ert tú eitt
• “Lat meg spyrja meg fyri, og so vendi eg aftur.”
nú hýruvognsførari og koyrir millum oyggjanna, so kanst tú fortelja um ymiskt, sum ferðafólkini síggja
Og hevur tú ikki stundir ella møguleika fyri at spyrja
gjøgnum rútin, meðan koyrt verður.
nakran annan, so kanst tú beina ferðafólkini víðari á rætt stað, har ið tey kunnu finna svarið sjálv – tað
Og minst til, at gestablídnið eigur at avspegla veru
veri seg á eini kunningarstovu ella eini heimasíðu
leikan. Tá – ella um – tú greiðir teimum frá ymsum,
ella okkurt triðja.
sum tey hava í væntu á ferðini, so ger tað uttan at yvirdríva ella geva teimum falskar vónir.
17
Sig satt Ikki pynta upp á veruleikan. Gev ferðafólkunum álítandi upplýsingar og góð ráð – og lat so staðið, fólkið og náttúruna tala fyri seg.
18
Ver tann, tú ert Liva í løtuni, tá ið tú ert saman við ferðafólki. Hóast tú arbeiðir í tænastuvinnuni, so kanst tú síggja løtuna sum eina samveru heldur enn eina tænastu. Ver tann sami/sama, tá ið tú ert saman ferðafólkum, sum tá ið tú kemur saman við øðrum fólkum.
19
Hvør, nær og hvar? Hesi góðu ráðini eru sprottin úr íkasti frá øðrum í ferðavinnuni, sum hava greitt frá, hvussu tey plaga at bera seg at í ymsum støðum.
arrow-right Matstovur og skeinkistøð
Tey vita, at vit hava einki Eiffeltorn. Men vita tey um
Heimurin er stórur, og tað eru nógv ymisk fólkasløg,
Enniberg í Viðoy, at tað er meira enn tvær ferðir so
sum leita sær til Føroya. Men tú kanst ikki skera yvir
høgt sum Eiffeltornið? Og vit hava einki operahús,
ein kamb og siga, at soleiðis eru øll. Og vit kunnu
men vit hava Klæmintsgjógv, heimsins størsta helli,
heldur ikki vænta, at allar mentanir líkjast okkara.
har ið grottokonsertir eru á skrá hvørt summar.
Sum dugnaligur vertur skalt tú duga at stýra millum skerini. Peila teg av, met um støðuna og laga teg til
At Føroyar eru lítlar, merkir ikki, at her ikki stórbært.
einstøku ferðafólkini. Vilja tey práta, so prátar tú
Og at verða lítillátin og eyðmjúk/ur merkir ikki, at tú
við, og varnast tú á kropsmálinum ella andlitsbrá
ikki ert áhugaverd/ur at lurta eftir. Fortel søgur og
num, at tey vilja fáa frið, so skulu tey eisini sleppa
vís teimum ógloymandi náttúruperlur: Gev teimum
tað.
autentiskar upplivingar, sum tey ikki fáa aðrastaðni.
arrow-right Ferðaleiðarar
arrow-right Gistingarstøð
Sum ferðaleiðari hevur tú eina rúgvu av ferðafólki
Tað, sum vit taka fyri givið, kann gerast ein uppliving
undir hond, so tá hevur tú góðar stundir at reypa um
í sjálvum sær fyri onnur: Friðurin. Fríska luftin.
Føroyar. Tað er tó ikki vist, at tey eru so áhugað í at
Eisini nakað so einfalt sum reina vatnið úr krana
hoyra, at vit hava vunnið ítrótta- ella sangkappingar.
num. Men tað er eitt gott hugskot, um tú eisini
Teirra heimland hevur sannlíkt vunnið mangt slíkt.
minnist til at nevna tað í orðum, tá ið tú prátar við
Gott er at minna seg á, at orsøkin til, at tey komu til
ferðafólkini, so at tey gerast varug við hetta og
Føroya var fyri at uppliva nakað, sum eingin annar
kanska tosa um tað sínámillum.
hevur upplivað.
20
Gestablídni 3.0
Rúmligheit
21
22
23
Hvat er rúmligheit? Tá ið vit føroyingar vitja onnur lond, uppliva vit
Tú, sum kemur saman við ferðafólki til dagligt, veitst
mangt, sum er púra fremmant fyri okkum: Fraklend
sjálvandi, at lykilin er tolsemi og at rúma øðrum.
ingar kyssa hvønn annan á kinnin. Amerikanarar
Orðatakið When in Rome, do as the Romans do
geva drykkjupengar. Og onglendingar ganga inni í
tykist eitt sindur lættari sagt enn gjørt í hesum føri.
skóm. Tí kunnu vit eisini vænta, at ferðafólk, sum fara spákandi gjøgnum eina føroyska bygd, koma út
Meira hóskandi er gamla føroyska orðatakið Har
fyri ymsum, sum á sama hátt er púra fremmant fyri
sum hjartarúm er, er eisini húsrúm. Í tínum starvi
tey: greipaður fiskur á húsavegginum, einsamallir
gert tú ikki mun á “okkum” og “teimum”. Tú møtir
barnavognar í túninum, ólæstar dyr.
øllum ferðafólki sum menniskjum fyrst – og sum borgarum næst. Fyri teg snýr tað seg fyrst og fremst
Nógvir siðir eru so inngrónir, at mann mestsum veit
um at geva teimum eina góða uppliving.
ikki av teimum. Um vit eru stødd í Onglandi og verða boðin inn í eitt heim, munnu vit føroyingar so ikki
At rúma øðrum er triði tátturin í føroyskum
lata okkum úr skónum uttan at hugsa um tað? Á
gestablídni, og á næstu síðunum sært tú, hvussu
sama hátt kunnu vit ikki vænta, at allir onglendingar
tú aktivt nýtir hetta sum háttalag í tínum arbeiði.
minnast til at lata seg úr skónum, tá ið teir trína inn í eitt føroyskt heim.
24
Vís at tú rúmar øðrum Vit kunnu vænta, av summi ferðafólk fáa ein lítlan
Í aðrar mátar snýr rúmligheit seg heldur ikki um at
mentanarhvøkk, tá ið tey koma til Føroya. Tað er
semjast, men um at vísa tolsemi, at lurta og skilja.
eisini í lagi. Munur er á mentanum, og mong teirra,
Sum professionelt starvsfólk eigur tú at leiðbeina,
sum leita sær henda veg, eru stórbýarfólk, sum ikki
upplýsa og hjálpa heldur enn at fara í verjustøðu og
eru von við smærri oyggjasamfeløg sum okkara. Tá
byrja at trætast.
kanst tú virka sum millumlið og greiða teimum frá okkara siðum og søgu, tí tá fáa tey sínar upplýsingar
Tá ið tað er sagt, so eru ymisk evni – so sum politikkur
frá fyrstu hond.
og átrúnaður – sum tú kanst smoyggja tær undan, so at samrøðan heldur sær á einum neutralum og hald
Onkrar tvístøður venda eisini øvutan veg: Summir føroyingar hava áður funnist at ferðafólkum, sum fara í fjøllini og fartast til støð, sum tey ikki skulu. Men man orsøkin nú vera hon, at ferðafólkini veru liga vilja bróta reglurnar og gera ónáðir? Ella hava tey kanska bara ikki givið sær far um kunningina um, hvat er loyvt og ikki? Illvilji og fákunna eru tvey ymisk ting. Ofta sæst, at ferðafólkini ikki vita betur. Tá kanst tú hjálpa teimum við at greiða týðiliga frá, hvussu tey eiga at bera seg at. Sannlíkt fara tey at lurta og taka boðini til sín. Og minst til at vera gjøgnumskygd/ur í tínum samskifti. Greið frá hví og hvussu.
góðum støði.
25
Skapa rúm fyri tolsemi Ver ein fyrimynd fyri ferðafólkini. Tey síggja kanska Føroyar fyri fyrstu ferð, men tað, sum er sjálvsagt fyri føroyingar, kann vera nýtt fyri tey. Um tú sært á teimum, at tey ivast, so hjálp teimum: Greið frá, hvat tey eiga at gera í løtuni, hvar ið tey kunnu fara, og hvat ið tey ikki skulu gera.
26
Hvør, hvar og nær? Hesi góðu ráðini eru sprottin úr íkasti frá øðrum í ferðavinnuni, sum hava greitt frá, hvussu tey plaga at bera seg at í ymsum støðum.
arrow-right Gistingarstøð, matstovur og skeinkistøð
Ferðafólkini koma kanska úr ymsum londum og
Flestu arbeiðspláss, sum fáa vitjan av ferðafólki,
kennast ikki frammanundan.
hava ein kalendara við bíleggingum, har ið tey síggja nøvnini á gestunum. Eitt, sum tú kanst gera, er at
Veðrið er annars ein avbjóðing fyri summi ferðafólk,
læra teg nøvnini uttanat, áðrenn tú hittir tey. Eitt
tí tey eru ikki von við regnið, vindin og kuldan.
hugskot er at skipa fyri navnaspæli, sum kokkar og
Áðrenn onkur fer at gremja seg, so kanst tú fáa fólk í
tænarar kunnu tríva í, áðrenn gestirnir koma. Um
gott lag við at tríva í eina lætta vending so sum:
framt nøvnini á gestunum kunnu tit kanna, um gestirnir hava vitjað áður, um onkur hevur ovurvið kvæmi o.s.fr. Hetta fær einstaka gestin at føla seg
• “Tað finst einki, sum eitur vánaligt veður, bara vánalig klæðir.”
vælkomnan.
• “Í Føroyum hava vit fýra árstíðir – á einum degi.”
Í Føroyum arbeiða annars eisini mong útlendsk
Áðrenn farið verður til gongu, kanst tú greiða frá
starvsfólk, sum eru langt av landi skotin. Tú kanst
nøkrum einføldum leiðreglum; hvar ið leiðin gongur,
læra tínar útlendsku starvsfelagar um føroyska
og nær ið tit hava matarsteðg. Tú kanst eisini greiða
mentan – og afturfyri kunnu tey læra teg um sína
frá siðum her á landi, at vit órógva ikki seyð og heiða
mentan. Lær tey ymsar setningar á føroyskum og
fugl. Ein áhugaverd anekdota kundi verið at sagt frá,
greið frá føroyskum siðum.
hví summir føroyingar henta lesull, tá ið teir fara í hagan: Tí so fær heiðafuglurin ikki ullina um bein
At vera rúmlig/ur er ikki bara nakað, mann er; tað er
ini.
eisini nakað, mann ger: Ver opin í sinni og vís í verki, at tú ert áhugað/ur í at vita meira um onnur.
Um so er, at onkur hevur dronuútgerð við, so er gott at minna á, at fuglurin ræðist dronur, og at summi
arrow-right Ferðaleiðarar
øki eru vard, eitt nú Ramsar-økini í Mykinesi, Nólsoy
Tá ið tú gongur við ferðafólki í fjøllunum, liggur tað
og Skúgvoy. Mann skal eisini taka atlit til lokala
á tær, at eingin kennir seg uttanfyri. Summir ferða
búfólkið, at tey ikki verða órógvað.
leiðarar plaga at skipa fyri eini innleiðandi rundu, har ið øll navngeva seg og siga, hvaðani tey eru.
27
arrow-right Transport Hevur tú ferðafólk í hýruvogninum, sum dámar at práta, so kanst tú vita, um onkur felagsnevnari er millum okkara og teirra mentan. Heimurin er stórur, men mong lond hava ymiskt í felag, og ofta er lík heitin millum Føroya og onnur lond bæði tilvildar lig og stuttlig: Føroyingum dámar væl soya á kips, sum er eindømi í Norðurlondum, men hetta kenna tey alt til í Eysturasia. Og í Kili ala tey eisini nógvan laks, og í Nýsælandi eru eisini fleiri seyðir enn fólk. Spyr ferðafólkini um heimland teirra og vita, um ikki tit hava okkurt í felag. Í nógv ár hevur verið siðvenja hjá hýruvognsførarum at gera stuttar steðgir á leiðini. Serliga væl umtókt er at steðga á Norðradalsskarði á veg til høvuðsstaðin og vísa ferðafólkunum panoramaútsýnið út á Koltur. Steðgurin tekur ikki meira enn fimm minuttir, men ferðafólkini seta stóran prís upp á hetta. Tú kanst eisini bjóða teg fram at taka felagsmynd av teimum. Tað eru tey smáu tingini, sum gera munin.
28
Gestablídni 4.0
Ábyrgd
29
30
Tak ábyrgd Heit á ferðafólk um at vísa virðing fyri náttúru, veðri og privatum búøkjum. Tú eigur at tora at siga frá og siga nei, um neyðugt er.
31
Hvat er ábyrgd? At vera gestablíð/ur er eisini at taka ábyrgd á seg í
Eitt annað, sum eisini er hent í hesum sambandi, er
leiklutinum sum vertur. Tá ið vit vísa í orðum og
praktiska vitanin: Flestu ferðafólkini eru ikki von
verki, hvussu mann uppførir seg í Føroyum, so
við føroyska veðrið og vita ikki, at um mjørkin liggur
ávirkar hetta eisini upplivingina hjá ferðafólki: Tey
í høvuðsstaðnum á sumri, at so kann vera klárt í
síggja Føroyar sum verandi eitt trygt ferðamál, og
veðrinum aðrastaðni. Vís teimum á heimasíðuna
fólkið, sum her býr, sum verandi álítandi. Hetta –
www.faroeislandslive.com, har ið tey síggja veðrið
trygt og álítandi – er eitt tað besta umdømi, vit
kring alt landið umvegis vevmyndir.
kunnu hava sum land og tjóð. At taka ábyrgd er fjórði og síðsti tátturin í Tá ið ferðafólk gera eftir boðum og bera seg siðiliga
føroyskum gestablídni, og á næstu síðunum sært
at, so verða færri árin á viðkvom náttúruøki, og
tú, hvussu tú aktivt nýtir hetta sum háttalag í
lokalsamfeløgini í smærri støðum verða vird og
tínum arbeiði.
vard. Hetta er til frama fyri allar partar – eisini hvat viðvíkur trygdina hjá ferðafólkunum, so at tey koma heimaftur í øllum góðum, tá ið ferðin er av.
32
Soleiðis tekur tú ábyrgd Har eru nógvir mátar at taka ábyrgd. Tað er eitt nú
Serliga tá ið umræður trygd ella lóg. At siga nei er
ikki bara í løtuni og á staðnum, at tú kanst vera
ikki at vera tvør/ur, men fyri at verja bæði ferðafólk
ábyrgdarfull/ur. At fyrireika seg væl til tað, sum
og ymisk øki.
koma skal, er eisini eini máti at vísa, at tú megnar at hava ábyrgdina um hendi. Her eru góð ráð frá øðrum
Og av og á bera vit okkum skeivt at ella siga okkurt
í ferðavinnuni:
ósatt. Eingin er fullkomin. Tað týdningarmesta tá er at duga at bera í bøtuflaka. Eingin hartar teg, um tú
• Møt í góðari tíð.
sjálv/ur ásannar feilin og biður um umbering. Hin
• Fyrireika teg til møguligar spurningar, sum tú
vegin missir tú alt trúvirði, um tú heldur uppá títt, tó
kanst fáa frá ferðafólki. • Kanna veðrið í góðari tíð (um tað er neyðugt). Ein annar táttur í gestablídni, tó at tað kann ljóða mótsigandi, er at duga at siga nei. Tí onkuntíð er neyðugt við einum avgjørdum – tó vinarligum – nei.
at tú – og øll onnur – vita, at tú fórt skeiv/ur.
33
34
35
Hvør, nær og hvar? Hesi góðu ráðini eru sprottin úr íkasti frá øðrum í ferðavinnuni, sum hava greitt frá, hvussu tey plaga at bera seg at í ymsum støðum.
Hesi góðu ráðini eru sprottin úr íkasti frá øðrum í
Og stingur ein støða seg upp, sum tú ella tínir starvs
ferðavinnuni, sum hava greitt frá, hvussu tey plaga
felagar ikki megna at handfara, so ringir tú eftir
at bera seg at í ymsum støðum.
løgregluni. At taka ábyrgd í slíkum føri snýr seg fyrst og fremst um trygd.
arrow-right Ferðaleiðarar Sum ferðaleiðari hevur tú ikki bert ábyrgdina av, at
arrow-right Transport
fólkini fáa eina góða uppliving – tú hevur eisini
Koyrir tú hýruvogn, so kanst tú minna ferðafólkini á
ábyrgdina av teirri trygd. Áðrenn túrin eigur tú at
at lata seg í trygdarbeltið, um tú varnast, at tey hava
minna tey á, at tey skulu vera í røttum klæðum og í
gloymt tað.
góðum skóm. Leigar tú bilar út, so greið ferðafólkunum frá, hvar ið Síggja veðurlíkindini heldur ivasom út, er best at
tey kunnu nema sær vitan um reglur um hámarksferð
avlýsa túrin og finna ein annan dag, tá ið veðrið sær
og ferðslutrygd annars. Minn tey endiliga eisini á, at
hampiligari út. Tú eigur eisini at tora at siga frá, um
kring allar Føroyar – serliga á smærri støðum – kann
ferðafólk órógva seyð og heiðafugl – ella um tey
seyður ganga útfyri.
ganga, har ið tey ikki skulu. Summi ferðafólk gera nógv hóvasták burturúr fyri at fáa eina góða mynd
arrow-right Gistingarstøð
ella ‘selfie’, men sært tú tey fara út tromina ella ov
Flestu hotellini eru í høvuðsstaðnum og øðrum
nær eggini, so rópar tú varskó alt fyri eitt.
størri økjum. Men Airbnb-vertir, sum leiga hús út á smærri støðum (so sum á útoyggj og fjarskotnum
arrow-right Matstovur og skeinkistøð
bygdum – umframt á Reyni í Havn) eiga at gera vart
Arbeiðir tú sum barrvørður, hevur tú eyguni við
við, at hesi eru eisini búpláss hjá fólki. Greið frá, at
fólki, og hevur onkur fingið nakað nógv niðurum,
tey ikki skulu taka myndir inn gjøgnum vindeyguni,
himprast tú ikki við at nokta viðkomandi meira at
og at tey ikki kunnu parkera í túninum hjá øðrum, tí
drekka. Bjóða teimum heldur ein drykk við ongum
hetta er at gera seg inn á privatlívið hjá fólki.
alkoholi í.
Hesin lítli bóklingur gevur tær nøkur einføld og praktisk amboð í gerandisdegnum Kemur tú saman við ferðafólki í tínum arbeiði? Hesin lítli bóklingur gevur tær nøkur einføld og praktisk amboð í gerandis degnum. Bóklingurin er úrslit av eini verkætlan, sum Visit Faroe Islands hevur skipað fyri. Øll tey góðu ráðini í bóklinginum koma frá øðrum, sum dagliga koma saman við ferðafólki, og sum vita, hvat riggar í verki: eitt nú ferðaleiðarum, starvsfólkum á hotellum, matstovum og kaffistovum umframt buss- og hýru vognsførarum. Nýggja átakið hjá Visit Faroe Islands Please Visit Responsibly snýr seg eisini um at samskifta við ferðafólk. Í átakinum verður heitt á ferðafólk um at vera meira tilvitað, tá ið tey vitja Føroyar – at tey eiga at vitja Føroyar við eini ábyrgdarkenslu fyri náttúru og samfelag. Meira er at lesa um átakið á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. www.visitfaroeislands.com
Visit Faroe Islands Gongin 9 100 Tórshavn
Tlf. 666 555 info@visitfaroeislands.com www.visitfaroeislands.com