1 minute read

Starvsmaður

Next Article
Burturvísing

Burturvísing

Allýsingar av starvsbólkunum

Arbeiðari

Advertisement

Arbeiðarar eru ikki allýstir í lóg á sama hátt sum eitt nú starvsmenn, men sambært sáttmálunum við arbeiðarafeløgini er talan um arbeiði, sum fakliga eins væl og landafrøðiliga liggur innan økið hjá einum av arbeiðarafeløgunum. Eisini er talan um alt handaligt arbeiði, sum ikki krevur fakútbúgving1.

Fyri arbeiðarar eru sáttmálarnir millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og ávikavist Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag galdandi. Sáttmálarnir eru í stóran mun eins, tó eru nøkur frávik.

Arbeiðari kann í høvuðsheitum setast í starv sambært høvuðssáttmálanum, fastlønarsáttmálanum ella serarbeiðarasáttmálanum. Harafturat eru aðrir sáttmálar, sum snúgva seg um ávís øki, eitt nú gistingarhússáttmálin, alisáttmálin og sáttmálin fyri fastlønt á fiskavirkjum.

Handverkari

Handverkarar verða settir í starv sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.

Í sáttmálanum er ásett, at fyri at arbeiða sum handverkari skal viðkomandi kunna prógva útbúgving sambært galdandi yrkisútbúgvingarlóg ella aðra útbúgving, ið kann góðtakast av meginfeløgunum.

Handverkari kann verða settur í starv sambært høvuðssáttmálanum ella sambært fastlønarsáttmálanum.

Serarbeiðari

Arbeiðarasáttmálarnir

Ein sersáttmáli fyri serarbeiðarar er gjørdur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini. Í hesum sáttmála verður serarbeiði eyðkent soleiðis:

Tá tað kemur til handalig arbeiði, sum ikki eru serliga nevnd í §§ 3 til 5 í høvuðssáttmálanum og sum krevja venjing, eru hesi fevnd av serarbeiðarasáttmálanum:

▪ Hópframleiðsla av betongelementum, aluminiums- og plastvindeygum, pakkitilfari, rútaglasi, glastrevjulutum og bygningselementum.

1 Sáttmálin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna fevnir eisini um serarbeiðarar uttan útbúgving.

This article is from: