Skip to main content

Norðlýsið #17 2024

Page 1

VÆLKOMIN TIL

ATLANTIC FAIR 2024

Hesaferð luttaka 180 Fyritøkur úr 15 londum á messuni, í tveimum fullsettum ítróttarhallum, umframt eina uttandura framsýning.

Blaðið er 56 síður og er á tremur við tilfari um messuna.

– LOKALA NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 73. ÁRGANGUR / KR 30,00
LEIÐARIN HESAFERÐ: ATLANTIC FAIR Í BESTU ÚTGÁVUNI AV KLAKSVÍK SÍÐA 16-19 SÍÐA 24-25 SÍÐA 10-11 SÍÐA 46-49 VÍKINGUR ER BESTA BOÐIÐ UPPÁ EIN FM-VINNARA 2024 CENTRALISMAN SKAPAR STØRRI TRUPULLEIKAR, ENN HON LOYSIR KLAKSVÍK SUM PORTUR TIL ARKTIS BRAER STORMURIN Í 1993 ATLANTIC FAIR BLAÐ SÍ SKRÁNNA Á SÍÐU 26-37

BLAÐSTJÓRI:

Jóhann Lützen johann@nordlysid.fo

BLAÐ- OG

MYNDAMAÐUR:

Oliver Joensen oliver@nordlysid.fo

ÍTRÓTTUR: Jákup Ósá jakup@nordlysid.fo

VEÐURMAÐUR:

Hanus Kjølbro hanus@nordlysid.fo

UPPSETING: Kodio

PRENT: Erritsø Tryk

ÚTBERING: POSTA

NORÐLÝSIÐ

KLAKSVÍKSVEGUR 28 700 KLAKSVÍK TEL. 456285

INFO@NORDLYSID.FO ”

Frá at vera ein fiskivinnumessa burturav, er Atlantic Fair nú ein meira fevnandi vinna fyri uppaftur fleiri aktørar, herundir veitarar og undirveitarar til fleiri vinnugreinar

LEIÐARIN:

ATLANTIC FAIR Í

BESTU ÚTGÁVUNI AV KLAKSVÍK

Í døgunum 28. til 30. mai verður Atlantic Fair hildin fyri sjeyndu ferð í Klaksvík. Eftir at hava verið á ferð fyrstu messurnar hevur Atlantic Fair veruliga funnið seg til rættis Klaksvík, og við tí, sum býurin hevur at bjóða og ikki minst fer at kunna bjóða, er neyvan nakar vandi fyri at missa tiltakið.

JÓHANN LÜ TZEN johann@nordlysid.fo

Tað er í grundini heilt ótrúligt, hvussu nógv Klaksvíkin er ment seinastu árini. Fyri bert fáum árum síðani eftirlýstu fremmandafólk eitt stað at bukka beinini, fáa sær ein bita og ein kaffimunn. Einstøk tilboð vóru, men tey eru vorðin nógv størri og fleiri. Við Biskupstorgi hava vit fingið eitt miðbýarkompleks við café og handilslívi. Vit hava við Amarant fingið ein “diner” við portrið til Klaksvík. Vit hava fingið eitt stórsligið mentanarhús. Og innan leingi fáa vit eitt fýrastjørnað hotell. Sanniliga grør um gangandi fót.

Á útbúgvingarøkinum er ein spildurnýggjur húsarhaldsskúli væl ávegis og

ein nýggj og modernað kokkaútbúgving sett á stovn býnum. Bæði eru góðir gróðrarbotnar undir eini vónandi komandi fiskamatstovu. Nýggjur vøllur, nýtt kappróðrarneyst, nýggir tunlar norðureftir, og soleiðis kundu vit hildið á.

Ein vørumessa sum Atlantic Fair hevur eisini ómetaliga nógv at siga fyri býin. Tað er millum onnur hendan messan, ið hevur eftirspurt summi av hesum tingunum, sum nú koma. Og frá at vera ein fiskivinnumessa burturav (tá við heitinum North Atlantic Fish Fair), er hon nú ein meira fevnandi vinna fyri uppaftur fleiri aktørar, ikki minst úr Klaksvík, herundir veitarar og undirveitarar til fleiri vinnugreinar.

ár háttar tað seg soleiðis, at so skjótt Atlantic Fair endar,

28-30 MAI 2024

so byrjar Norðoyastevnan. Býurin verður tí – vónandi – fullur av vitjandi gestum líka frá og við týsmorgni til og við sunnukvøld ella møguliga mánamorgun. Tað fer at krevja sítt av tænastuveitarum býnum, men vit hava eina steyrrætta trúgv uppá, at hesa uppgávuna megna teir eisini fullvæl. Tí Klaksvík er vaksin við uppgávuni; tað merkist týðiliga.

Vit hava longu sæð, hvussu Varpið frá byrjan hevur drigið stór tiltøk til mentanarhúsið. Landbúnaðarráðstevnu, stórfingnar kórkonsertir, ítróttarfagnað, Móðurmálsdag, SkúlaFM og júst hildnu heiðurskonsert fyri Straight Ahead fyri bara at nevna nøkur fá. Eitt eftir føroyskum mátistokki risatiltak sum Atlantic Fair krevur tó nógvar kvadratmetrar, og har hevur

ein tann skilabesta avgerðin nýggjari tíð verið at bundið Badmintonhøllina KÍ-Høllina.

Sjálv messan Atlantic Fair er eitt sera gott høvi fyri lokala vinnulívið eins og vinnulív aðrastaðni frá landinum at bjóða seg fram, netverka og koma í samband við nýggjar samstarvsfelagar og gera nýggjar avtalur. Sum vanligt, verða eisini nakrir av teimum áhugaverdastu fyrilestrunum á árinum at hoyra her.

Júst sum vinnan sleppur at spíla seg út, ger eitt tílíkt tiltak tað eisini gjørligt fyri Klaksvík at vísa seg frá síni bestu síðu, og býurin fær hervið eitt gott høvi til at seta ljóskastaran á seg sjálvan og lata eyguni hjá øðrum upp fyri góðu kørmunum í Klaksvík. Vit ivast ikki í, at fleiri tiltøk fara at finna vegin til Klaksvíkar í framtíðini.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 2 3
FØROYA
Í KLAKSVÍK fair.fo P/F CHRISTIAN GRÓTINUM OFFICIAL TRAVEL AGENT:
STØRSTA VINNUMESSA

Karl Johansen, borgarstjóri, ynskir vegna Klaksvíkar býráð øllum vælkomnum til Atlantic Fair 2024

VÆLKOMIN TIL KLAKSVÍKAR!

Fiskivinnan hevur søguliga sæð altíð verið ein grundarsteinur undir føroyska samfelagnum, og tí hevur støðan í landinum, stóran mun, verið spegla av, hvussu landgrunnarnir kring okkara oyggjar hava havt tað.

Sum fiskivinnuhøvuðsstaður Føroyum hevur tað ómetaliga stóran týdning fyri okkara lokal økið, at fiskivinnan hevur góðar karmar at virka undir. Bæði fram- og afturgongd.

Burðardygg fiskivinna er nakað, sum øll eru tilvitað um, hóast tað uttan iva eru ymiskar meiningar um, hvussu væl tað eydnast at virka burðardygt. Men tað er ein sannroynd, at fiskivinnan í Føroyum allatíðina mennir nýggjar burðardyggar loysnir, sum kunnu vera við at tryggja føroysku fiskivinnuna í framtíðini. Eitt dømi eru nýggju skipini føroyska flotanum, sum er eitt týðandi fet á burðardyggu leiðini.

Ein platformur, sum stuðlar undir hetta arbeiðið er Atlantic fair. Ein altjóða ráðstevna, í okkara lítla býi, Klaksvík, sum er vertur fyri netverkan hjá í alt 180 fyritøkum úr 15 londum.

Hesar dagarnar ráðstevnan er, knýta fyritøkur nýggj sambond, gera møguligar íløgur og fáa íblástur til innovativar loysnir tvørturum landamørk. Tílík samstørv kunnu verða tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil, men avgjørt ein týðandi liður í menningini.

Góðar relatiónir við veitara úti í heimi skulu heldur ikki undirmetast. Hóast møguleikarnir at flyta seg millum londini ongantíð hevur verið betri enn nú, so eri eg sannførdur um, at tað er ein styrki hjá føroyskum fyritøkum at fáa møguleika at vísa sína vøru, sín heimstað og veita ta gestablídna, sum sermerkir føroyingin.

At lokalar fyritøkur fáa møguleika at skapa karmar fyri netverkan og menna handilssambond sínum egna umhvørvi, skapar heilt avgjørt eitt gott grundarlag fyri framtíðar samstarvi.

Sum borgarstjóri kann eg ikki annað enn fegnast um, at Klaksvíkar kommuna fær heiðurin at hýsa Atlantic fair.

Ein tílík vinnuframsýning hevur stóran týdning fyri býin. Nógvir gestir vitja økinum, og er tað mín vón, at vitjandi fáa eina góða uppliving á messuni, umframt gangnýta møguleikarnar í býnum.

Vegna Klaksvíkar býráð vil eg bjóða tykkum vælkomin til Atlantic fair 2024.

Karl Johansen Borgarstjóri

The fishing Capital of the Faroe Islands

Welcome to KLAKSVÍK

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 4 5 Visit our
at Atlantic
B-133 klaksvik.fo
stand
Fair
“

VÆLKOMIN Á ATLANTIC FAIR 2024

Síðan 2001 hevur Atlantic Fair verið við til at seta Føroyar í miðdepilin sum ein tíðandi vinnudepil norðuratlandshavi, og hevur messan við fáum undantøkum verið hildin annað hvørt ár.

Hesaferð luttaka 180 Fyritøkur úr 15 londum á messuni, tveimum fullsettum ítróttarhallum, umframt eina uttandura framsýning.

Atlantic Fair letur dyrnar upp týsmorgunin kl. 10:00, og kl. 10:30 bjóðar borgarstjórin Karl Johansen

MESSAN ER OPIN SOLEIÐIS

vælkomin, og síðan setur Føroya Løgmaður Aksel V. Johannesen Atlantic Fair.

Allar dagarnar messan er verða áhugaverdir fyrilestrar, sum snúgva seg um alt frá havbotninum, orkuskifti, vinnuforingum, til mentan. Heili 12 fyrilestrar eru á skránni.

Fyri at lætta um verður ein nýggj skrásetingarskipan nýtt, har vitjandi kunnu frammanundan skráseta seg á teldu ella fartelefon, áðrenn tey koma á messuna.

Týsdag 28. mai 10:00 – 17:00

Mikudag 29. mai 10:00 – 17:00

Hósdag 30. mai 10:00 – 16:00

Aldursmark at koma á messuna er 15 ár.

Kostnaður fyri vitjandi er kr. 100,00, og er fyri allar tríggjar dagarnar.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 6 7 BÁTAFISKUR Sp/f | Postsmoga 25 FO-470 Eiði | Tel 423780 | Fax 423782

SOLTERRA

Tann heilt rætti elbilurin til føroyska veðrið og lendið.

Solterra hevur altíð fýrahjólstrekk og koyrur upp til 460 km við eini løðing. Prísur úr

489.990,-*

559.990,- við mvg

Væl útgjørdur longu í grundútgávuni

– Fýrahjólstrekk

– Hitapumpu

– Hiti í róðri

– Førarasetur við el-stilling

– X-Mode, off-road funku

– Navigatión

Trygdarskipanir sum altíð eru við í prísinum

– Safety Sense-kameraskipan

– Digitalt bakspegl

– Bakkikamera við panorama sýnið

– Førara eftiransing

– ISO-FIX

– 21 cm fríhædd

Nýtt ergonomiskt róður

3-fasu løðing

Battaríhitara Les meira á bm.fo

Nýtsla: 16,1 – 18,2 kWh/100km. *Galdandi uttan bil í býti og fyri útgávuna Limited. Prísurin er vístur aftaná mvg-afturbering á 70.000 kr. Listaprísur við mvg 609.990 kr. + veitingarkostnað á 3.990 kr. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum prentfeilum- og prísbroytingum.

Ánirnar, Føroyar +298 617000 cig@cig.fo www.cig.fo

Hitt okkum á Atlantic Fair á bási nr. D-336

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 8 9

KLAKSVÍK SUM PORTUR TIL ARKTIS

Bera Klaksvík og Norðoyggjar seg rætt at og handla rættstundis, ber væl til at menna verandi tilboð í býnum til nakað nógv størri, nú áhugin fyri Arktis bara økist. Klaksvík eigur at gagnnýta til fulnar, at býurin er ein uppløgd havn á leiðini til og úr arktiska økinum, tað verði seg bæði vinnuliga og ferðavinnuliga.

Umboð fyri amerikonsku sendistovuna Keypmannahavn vitja borgarstjóra og umboð fyri fyritøkur Nólsoyar Páls Húsi í Biskupsstøðgarðinum Klaksvík, 2021 Mynd: Norðlýsið

JÓHANN LÜ TZEN johann@nordlysid.fo

Tá ið fyrrverandi amerikanska sendivinnan, Carla Sands, vitjaði Klaksvík í 2020, segði hon við Norðlýsið, at tað, sum ger Føroyar so áhugaverdar, er staðsetingin mitt í Norðuratlantshavi. Hendan staðsetingin ger Føroyar til sjálvt “portrið til Arktis”, segði hon.

Tað slapst samstundis ikki undan at nevna spentu altjóðastøðuna, sum var tá og framvegis er, um russiska skipaferðslu í økinum, men hon ráddi eisini fólki til at sláa kalt vatn í blóðið. Tá vóru nevniliga farnar at ganga leysasøgur, eisini í donskum miðlum, um eina amerikanska flotaherstøð í Føroyum, nakað sum sendikvinnan greitt kundi avsanna.

Men meðan útsiktirnar til eina hernaðarhavn sjálvandi vekja bæði skepsis og fjáltur, er onki til hindurs fyri, at føroysku havnirnar og ikki minst tær í Klaksvík kunnu brúkast til sivilt virksemi so sum ábøtur, proviant við meira. Arktis fer ikki at gerast minni áhugavert í árunum, sum koma, og tað hevur stórt potentiali.

Tað var heldur ikki so nógv tað hernaðarliga, sum gjørdi Føroyar áhugaverdar í 2020, men tað vinnuliga, fyrst og fremst fiskivinnan og alivinnan.

Eitt nú hevði føroyskur laksur longu tá sera gott orð á sær heilt yviri í California, og hetta var væl at merkja áðrenn nøkur beinleiðis flogruta var millum Føroyar og USA. Somuleiðis var upplagt at fáa amerikonsk ferðafólk hendan vegin at uppliva stórslignu náttúruna. Tað er mikið sannlíkt, at flogruturnar eru úrslit av góða umdøminum hjá føroyskum fiski og hjá náttúruni.

Klaksvík hevur við Vágni bæði eina framúr góða náttúruhavn og Ánunum eina framúr góða vinnuliga havn. Veðurgóða vág- in var uttan iva sjálv orsøkin til, at Klaksvík vaks fram ídnaðarliga og vinnuliga fyrst í 20. øld, og her er upplagt at marknaðarføra býin sum eina “frontier-statión”, har skip úr øllum heiminum, sum hava ørindi í Arktis, kunnu leggja inn fyri eitt nú at proviantera, fáa smærri umvælingar gjørdar, skifta manning og so framvegis.

Eisini gevur útbyggingin av havnarlagnum í Ánunum møguleikar. Bryggjan fær hýst longri skipum, og tað letur

upp fyri nýggjum møguleikum fyri bæði flutningsvinnu og ferðavinnu, har ein kann ímynda sær, at cruiseskip fara at leggja at har, og at skipaðir busstúrar fara at verða fyriskipaðir haðani.

Eisini innlendis eru møguleikar. Í høvuðsstaðnum sigur býráðið, at Tjóðleikhúsið skal byggjast á havnarlagnum á Bursatanga við Eystaru Vág, meðan Havnarnevndin vísir á, at tað fer at gera, at virksemið og arbeiðsumstøðurnar Tórshavnar Havn versna munandi av tí. Her hevur býráðið í Runavík longu lagt billett inn til at hýsa tjóðleikhúsinum, og Klaksvíkar Kommuna kundi somuleiðis verið proaktiv og boðið sær til at hýst virkseminum, sum rúm ikki verður fyri Tórshavn, um tað endar við, at tjóðleikhúsið verður lagt har sum upprunaliga ætlað.

Somuleiðis hevur Klaksvík ein gyltan møguleika at vísa flaggið á gastronomiska pallinum. Einasta veruliga kokkaútbúgvingin er í Klaksvík, og upplagt hevði verið at fingið eina fiskamatstovu í býnum. Skuldi Koks funnið uppá at vent aftur til Føroya, átti Klaksvíkar Kommuna at givið matstovuni eitt gott

tilboð um staðseting til gagns fyri báðar partar og føroysku gastroferðavinnuna sum heild.

Í Vágum hava tey verið proaktiv og útvegað ein simulator, sum tey veita skeið í. Til tað er Hotel Vágar atknýtt at hýsa skeiðsluttakarunum, meðan skeiðini eru. Her hevði borið væl til at útbygt longu eksisterandi Sjónám at veitt uppaftur fleiri skeið til virksemi á sjónum, gjarna samskipað við skeið í eitt nú kaving, soleiðis at fólk úr útlondum eisini komu á skeið og gistu og ótu í Klaksvík.

Hetta er sjálvandi alt framvegis fuglar á tekjuni, og tað er neyðugt at nevna, hvat Klaksvíkin og Føroyar longu hava. Atlantic Fair-sølumessan er sýnisgluggin hjá føroysku vinnuni, og er komin fyri at vera. Her skal man ikki ganga langt fyri at síggja meginpartin av tí, sum okkara tænastuvinna kann bjóða, og alt innanfyri ikki ov nógvar kvadratmetrar. Alt frá samskiftistólum, maskinum, ávaringarskipanum, vistveiting, mátitólum, tøkni, eykalutum, telduskipanum, skipsútgerð, tænastuveitingum o.s.fr., o.s.fr.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 10 11
Carla Sands, amerikonsk sendikvinna í Danmark, vitjaði Klaksvík í 2020 Mynd: Norðlýsið

Í SÁTT OG SEMJU

VIÐ NÁTTÚRUNA

Vit leggja stóran dent á burðardygga veiðu. Umframt at virða stovnarnar, hava vit tí valt at føra alt av fiskinum við til lands – bæði høvd, ryggir, uggar, livur, rogn og innvølir, soleiðis at alt hetta tilfeingi kann fáast til høldar og hervið skapa eitt meirvirði fyri Føroyar – nú og í framtíðini.

FRAMHERJI P/F

Karvatoftir 4

FO-530 Fuglafjørður

Telefon +298 200 700

Saman røkka vit longri

Hjá okkum fært tú neyðuga serkunnleikan

Sum vinnukundi í Føroya Banka og Trygd fært tú ein sterkan viðleikara og holla ráðgeving í samband við fígging og trygging.

Vit hava drúgvar royndir í føroyskum vinnulívi, og veita allar tænastur innan fígging og trygging til føroysku vinnuna.

Saman finna vit røttu loysnina.

Vit sameina okkara førleikar á Atlantic Fair og hava starvsfólk við drúgvum royndum á staðnum.

Finn okkum á bási nr. D-350.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 12 13
NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 14 15 VITJA OKKUM Á BÁSI B-123 Faktorsvegur 8 P.O. Box 56 710 Klaksvík +298 205700 netastovan@netastovan.fo er í sølubúðunum Blaðið til tey eldru Mars · 1. útgáva · 64kr Jens Andreasen Jústinus Eidesgaard LÆKNAVÍSINDINI UM AT FASTA AT FASTA HEVUR GJØRT MÆR GOTT Bispur um støðuna innan kirkjugátt Blaðið til tey eldru

GREINING AV BETRI DEILDINI:

VÍKINGUR ER BESTA BOÐIÐ UPPÁ EIN FM-VINNARA 2024

JÁKUP ÓSÁ jakup@nordlysid.fo

Í hesi greinini hyggja vit eitt sindur eftir, hvat hevur eyðkent liðini fyrstu umførini.

Síðani tippa vit, hvørjir blíva lyklaleikarar, ársins leikara og hvar liðið endar í ár.

ÍF

HVAT HEVUR EYÐKENT

LIÐIÐ FYRSTU UMFØRINI

ÍF var stóri favoritturin at flyta niður undan kappingini

hjá teimum flestu og fyrstu

Vit greina øll 10 liðini í Betri Deildini útfrá gongdini fyrstu umførini og meta um framtíðarútlitini fyri restina av hesum kappingarárinum.

umførini hava givið hesum spádómum rætt. ÍF legði rygg til nøkur stórtap fyrstu umførini og liðið tykist viknað í mun til í fjør. Tað gingu fá umfør, so bleiv venjarin, Aleksandar Jovevic, koyrdur frá. Tað kundi bent á, at tað kanska var ein skeiv avgerð at leingja sáttmálan við venjaran, sum fjør kláraði at halda ÍF í deildini, sum var óvæntað fyri mong. Keypini hjá ÍF hava gjørt ov lítlan mun og í álopspartinum hava

lyklaleikararnir verið ov nógv skaddir. Tað kann blíva lykilin, um Jhon Mena og Uros Stojanov blíva frískir og tøkir. Nýggi venjarin, Jákup Martin Joensen, hevur alt at vinna og hann hevur royndirnar við at klára at yvirliva í botnstríði frá EB/Streymi.

HVØRJIR ERU LYKLALEIKARAR Í ÁR?

Tað verða teir royndu leikararnir, sum skulu bjarga ÍF, og so verður tað bonus, um

onkur av teimum yngru fer at gera mun. Karl Løkin, Bogi Reinert-Petersen og Elvio

Gelmini eru millum teirra eins og áðurnevndu Jhon Mena og Uros Stojanov, sum skulu mynda álopspartin.

VIT TIPPA ÁRSINS

LEIKARA 2024 HJÁ ÍF

Bogi Reinert-Petersen. Skal ÍF yvirliva í ár, so er upplagt, at Bogi Reinert-Petersen fær eitt gott kappingarár. Bogi hevur høgt toppstig, hevur

nógvar royndir, er í góðum fótbóltsaldri og kann spæla á nógvum plássum.

HVAR ENDAR ÍF Í ÁR

Niðurflyting. Tað var upplagt undan kappingini og eftir nøkur umfør var tað enn meira upplagt. Tað verður óvæntað, um ÍF ikki flytir niður í ár, um tvey lið flyta niður. Men eitt sum kann broyta tað er flytingarvindeygað í summar og um nýggi venjarin fær tað at rigga, sum ábendingar vóru um fyrstu dystirnar.

EB/ STREYMUR

HVAT HEVUR EYÐKENT LIÐIÐ FYRSTU UMFØRINI

EB/Streymur hevði stóra útskifting undan kappingarárinum og leingi sá út til, at frágongdin var meira sjónlig enn tilgongdin. Men endaspurturin flytingar- marknaðinum var góður og EB/Streymur fekk nøkur góð stig fyrstu umførini. Nýggja samansetingin tykist rigga í flestu dystunum. Tað eru ikki nógvir málskjúttar á liðnum søguliga sæð, men fleiri dystum hevur liðið skorað fimm mál, so tað er ikki vist, at hetta verður ein avgerandi trupulleiki.

HVØRJIR ERU LYKLALEIKARAR Í ÁR?

Í álopspartinum hjá EB/Streymi sær tunt út við málum og uppleggum. Filip Djordjevic fekk

væl burturúr fyrstu umførini, og so er ein Boubacar Dabo, sum hevur verið nógv skaddur. Uttan teir báðar verður torført at skora nóg nógv mál.

VIT TIPPA ÁRSINS

LEIKARA 2024 HJÁ EB/ STREYMI

Rógvi Egilstoft er royndur leikari, sum ofta gongur á odda og sum kann røkja fleiri pláss.

HVAR ENDAR EB/ STREYMUR Í ÁR? Nummar sjey-tíggju. Fyrstu ábendingarnar í kappingini vóru, at EB/Streymur helst var ov gott til at flyta niður, men munurin millum niðaru liðini er ikki stórur á pappírinum, og tí kann tað t.d. verða avgerandi, hvør verður harðast raktur av skaðum. Verður kappingin jøvn, sso sóu vit í fjør, at smáir marginalar innanhýsis botndystum gjørdust avgerandi.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 16 17

HVAT HEVUR EYÐKENT

LIÐIÐ FYRSTU UMFØRINI

B68 hevur mist meir enn tað hevur fingið síðani farna kappingarár. Men liðið undiravrikaði í fjør mun til undirbyggjandi tøl, so tað er ikki vist, at B68 fær verri úrslit í ár. B68 hevur eins og fjør spælt nógvar javnar dystir, og tað tykist ikki verða stórur munur á, um liðið spælir móti toppliðum ella botnliðum. Liðið megnar betri enn fleiri av hinum at fáa dystirnar móti teimum bestu at blíva spennandi, men móti niðaru liðunum hevur liðið ofta torført við at vinna.

HVØRJIR ERU LYKLALEIKARAR Í ÁR?

Málverjin Tórður Thomsen

hevur royndirnar sum skulu til og spælir hann til sítt besta, so hevur B68 ein góðan málverja, men verður hann nógv skaddur, so er møguleiki fyri at liðið viknar nógv. Í álopinum er týdningarmikið, at Brian Jakobsen skorar mál, tí B68 hevur ikki so nógvar málskjúttar á liðnum.

VIT TIPPA ÁRSINS

LEIKARA 2024 HJÁB68

Ragnar Samuelsen. Miðvallarleikarin er ein, sum B68 kann lýta á, so leingi hann ikki fær reytt kort, sum hann fekk tríggjar ferðir í fjør. Tað eru ábendingar um, at hann hevur lært av tí, og so verður hann tøkur kanska allar dystirnar. Ragnar er ein, sum gongur á odda við góðum hugburði og hann spælir sjáldan vánaligt.

HVAR ENDAR B68 Í ÁR?

Niðurflytingarstríðnum. B68 kemur eftir okkara tykki at enda á plássunum millum nr. 7 og 10. Hvat av hesum plássum

tað verður er torført at meta

um. Har kunnu marginalar

spæla inn og hvat B68 velur at gera, tá flytingarvindeygað letur upp summar.

NSÍ

HVAT HEVUR EYÐKENT LIÐIÐ FYRSTU UMFØRINI

NSÍ hevur undir svenska venjaranum Jens Wedeborg spælt álopskendan fótbólt, og tað hevur til tíðir gingið útyvir verjupartin. Dystirnir hjá NSÍ eru av tí sama ofta undirhaldandi, har tað gongur skjótt báðar vegir. Styrkin hjá NSÍ er í álopspartinum, meðan summir av leikarunum ikki trívast eins væl við at standa í verjustøðu.

HVØRJIR ERU LYKLALEIKARAR Í ÁR?

Tað mesta av tí álopskenda spælinum gongur gjøgnum Petur Knudsen, men verjupartinum fáa teir nýggju útlendsku leikarrnir saman við Betuel Hansen stóran leiklut soleiðis, at NSÍ ikki má skorað trý-fýra mál fyri at vinna dystir.

VIT TIPPA ÁRSINS

LEIKARA 2024 HJÁ NSÍ Petur Knudsen. Fyrstu tíðina var Petur Knudsen við í nærum øllum málunum hjá NSÍ. Hann hevur fingið kritikk fyri sínar verjuskyldur, men álopsskyldurnar blíva so væl røktar teir flestu dystirnar, at vit vænta, at hann verður ársins leikari, um hann spælir alt árið.

HVAR ENDAR NSÍ Í ÁR?

Nummar fýra-seks. Tey bestu liðini eru væl betri yvir longri tíðarskeið, hóast NSÍ kann arga tey í innanhýsis dystum. Men sum oftast hevur okkurt av topp 4 liðunum eitt minni gott ár, og tá kann møguleikin fyri einum 4. plássi koma, um NSÍ hongur í at fáa stig. Eitt 5. ella 6. pláss er kanska tað mest upplagda.

07 VESTUR

HVAT HEVUR EYÐKENT LIÐIÐ FYRSTU UMFØRINI

07 Vestur er liðið við størstu útskiftingini undan kappingarárinum í ár. Nærum eitt heilt nýtt lið og ein nýggjan høvuðsvenjara. Fyrsti triðingurin bendur á, at tað kanska verður eitt lið, sum verður ov gott til nakað botnstríð, men ov veikt til at blanda seg í kappingina um síðsta Europaplássið.

HVØRJIR ERU LYKLALEIKARAR Í ÁR?

Málverjin Sebastian John hevur spælt væl teir flestu dystirnar, tá 07 Vestur hevur fingið stig. Á miðvøllinum hevur Frederik Holst spælt væl til tíðir, meðan Emil G. Pedersen hevur verið álitið álopinum.

VIT TIPPA ÁRSINS

LEIKARA 2024 HJÁ 07 VESTUR

Emil G. Pedersen. Av teimum nýggju leikarunum hjá 07 Vestur er Emil ein, sum hevur sligið til. Hann hevur skorað nøkur mál og verið nær við at skorað fleiri. Klárar at geva teimum flestu verjunum stórar trupulleikar og okkara boð er, at Emil verður ársins leikari hjá 07 Vestur í ár.

HVAR ENDAR 07 VESTUR Í ÁR?

Nr. 5-6 er mest sannlíkt, tó at eitt lægri pláss ikki skal avskrivast. Í før endaði 07 Vestur á tryggum 5. plássi, men í ár er eitt lutfalsliga gott NSÍ-lið aftur í deildini. 07 Vestur hevur eisini fíggjarligar musklar til at styrkja um hópin í summar flytingarvindeyganum, um tað verður neyðugt.

VÍKINGUR

HVAT HEVUR EYÐKENT

LIÐIÐ FYRSTU UMFØRINI

Víkingur var besta liðið í Betri Deildini eftir summarsteðgin 2023, og hesa gongdina tók liðið við sær til 2024, tá liðið eisini fekk tilgongd. Víkingar tykjast hava tað klárasta liðið til 2024. Venjarin hevur verið tann sami í fleiri ár, og hópurin hevur ikki havt nógvar broytingar. Vit hava eisini sæð, at Víkingur hevur havt fleiri skaðar uttan, at hetta hevur ávirkað nakað nevnivert og tí er breiddin nøktandi.

HVØRJIR ERU

LYKLALEIKARAR Í ÁR?

Atli Gregersen er stýimaðurin og leiðarin. Rundanum seg hevur hann leikarar sum Sølva Vatnhamar og Geza Turi, sum báðir hava stóran týdning.

VIT TIPPA ÁRSINS

LEIKARA 2024 HJÁ VÍKINGI

Geza Turi. Miðvallarleikarin hevur fáar veikleikar, tí hann er so eyðsýndur bæði, tá Víkingur hevur bóltin, og tá mótstøðuliðið hevur bóltin.

HVAR ENDAR VÍKINGUR Í ÁR?

Topp 2. Tað er sannlíkt, at Víkingur vinnur FM í ár, tí hópurin hevur alt tað, sum skal til og fekk í ár byrjanina, sum annars hevur kostað okkurt árið. Endar Víkingur ikki ovast, so endar liðið neyvan longri afturi enn nr. tvey.

SKÁLA

HVAT HEVUR EYÐKENT

LIÐIÐ FYRSTU UMFØRINI

Skála tóktist væl fyrireikað til hetta kappingarárið. Í mun til 2022 og 2020, so fekk liðið

beinanvegin ein sigur, og so kundi liðið leggja uppá sum umførini gingu og skjótt kom eisini annar sigurin. Liðið bjóðar ofta teimum bestu av, tó at tað sum oftast manglar tað síðsta til at fáa stig og ábendingar fyrstu umførini eru um, at Skála er væl fyri til at møta niðaru liðunum. Liðið er væl skipað, tykist hava eina greiða og góða spæliætlan, og tað er góður hugburður á liðnum, sum vit ofta síggja hjá svongum uppflytarum.

HVØRJIR ERU LYKLALEIKARAR Í ÁR?

Jákup Jakobsen í miðverjuni, Ragnar Skála á miðvøllinum og Carlos Feirreira í álopinum eru millum teir týdningarmiklastu.

VIT TIPPA ÁRSINS LEIKARA 2024 HJÁ SKÁLA

Jákup Jakobsen hevur fleiri ár verið ein, sum hevur gingið á odda fyri Skála, og tað sær hann út til at gera aftur í 2024.

HVAR ENDAR SKÁLA Í ÁR? Nummar seks-níggju. Tað er torført at meta um Skála, tí søgan sigur, at tað er skjótt hvønn vegin í botnstríðnum og serliga fyri ein uppflytara kann tað verða galdandi. Fyrstu umførini benda mest á eina endastøðu omanfyri tey trý niðastu liðini, men fær okkurt lið aftanfyri gongd á, so kann alt henda.

B36

HVAT HEVUR EYÐKENT

LIÐIÐ FYRSTU UMFØRINI

B36 hevði eina óstøðuga byrjan. Fyrstu umførini sá liðið út sum ein avbjóðari til FM, sum var málið hjá felagnum, men viðmerkjarar vóru ikki meir enn byrjaðir at rósa B36, so fór at ganga illa við fleiri tapum og javnleikum. Liðið hevur høgt toppstig, men lágt botnstig.

HVØRJIR ERU LYKLALEIKARAR Í ÁR?

Jann Benjaminsen hevur tikið ein stóran leiklut á seg, síðani hann kom til B36 og hann kann dekka fleiri ymisk pláss. Á miðvøllinum var Andrass Johansen upplagdur, men hann fekk ein drúgvan skaða. Tí verður bólttryggi Jelle Van Der Heyden kan enn meira týdningarmikil eins og Marius K. Lindh tykist verða við í nógvum av málunum hjá B36.

VIT TIPPA ÁRSINS

LEIKARA 2024 HJÁ B36

Marius K. Lindh hevði flest málstig fyrstu umførini, og tað eru ofta teir, sum eru góð boð til ársins leikara.

HVAR ENDAR B36 Í ÁR?

Nummar tvey til fýra. Eftir fyrsta partin av kappingini er kanska upplagt at siga nr. fýra ella fimm, men hópurin hevur so nógvar góðar leikarar, at tað eigur at blíva nr. fýra ella betri.

HVAT HEVUR EYÐKENT LIÐIÐ FYRSTU UMFØRINI

HB byrjaði lutvíst av nýggjum í ár. Nýtt venjaratoymið úr Italia bleiv sett og stór útskifting bleiv hópinum. Venjingarmongdin øktist, og tá nógvir skaðar raktu hópin, so fingu fleiri av teimum lokalu leikarunum møguleikan, og teir tóku av. Har kunnu nevnast Ejvind R. Mouritsen, Ási P. Dam, Leivur Guttesen og Dávid Reynheim. Harafturat tykist sum, at ungi Áki Samulesen hevur tikið næsta stigið, og nú hevur ein leiklut, sum til tíðir minnir um tann, sum Adrian Justinussen hevði við nógvum málstigum. HB hevur skift spælistíl í tráð við, at venjarin kemur úr Italia. Tað er nógv meir verjukent, og tað snýr seg um at hava eitt væl skipað lið, tá hinir hava bóltin. Tað hevur riggað, tí tað hevur verið torført hjá liðum at skora í serliga opnum spæli móti HB.

HVØRJIR ERU LYKLALEIKARAR Í ÁR?

Teitur M. Gestsson, Bartal Wardum og Viljormur Davidsen til at stýra og verja og Áki Samuelsen til at skapa og skora. Hesir kenna HB og hava tað sum skal til fyri at ganga á odda. Hjá fleiri av hinum kann tað blíva meira óstøðugt.

VIT TIPPA ÁRSINS

LEIKARA 2024 HJÁ

HB Áki Samuelsen er leikarin, sum nógv hongur á í álopspartinum.

Tað er hann sum eisini tekur nógvar deyðbóltar, sum kunnu blíva avgerandi fyri HB.

HVAR ENDAR HB Í ÁR?

Topp 4. Tað er torført at siga, hvar HB endar, men vit hava annan størri favoritt at vinna FM, hóast byrjanin hevur verið lovandi. Tað kemur óvæntað á, um HB vinnur FM, men mest sannlíkt verður tað onkustaðni millum plássi 2-4.

KÍ

HVAT HEVUR EYÐKENT LIÐIÐ FYRSTU UMFØRINI

Tað hevur verið ein kollveltandi broyting í KÍ fyrsta partin av kappingini í mun til undanfarnu ár. Úrslitini hava verið vánalig, spælið hevur hingið illa saman, venjarin er uppsagdur og skaðarnir hava verið sera nógvir. Fleiri av lyklaleikarunum undanfarnu árini hava havt tað torført eins og teir flestu av nýggju leikarunum hava tað. Verjuparturin hevur ikki hingið saman, meðan tað í álopspartinum bara hevur verið Páll A. Klettskarð, sum hevur avrikað upp til sítt besta. KÍ-leikararnir hava heldur ikki havt kropsliga yvirskotið til at havt tann fyrimunin eins og undanfarnu ár.

HVØRJIR ERU

LYKLALEIKARAR Í ÁR?

Fyri at KÍ skal koma fyri seg er neyðugt, at ein av málverjunum

fær spælt støðugt væl. Odmar Færø og Jákup B. Andreasen eru vanliga lyklaleikarar, men teir eru langtíðarskaddir. Tí verður avgerandi, at leikarar sum René S. Joensen og Árni Frederiksberg koma á gamla lagið aftur.

VIT TIPPA ÁRSINS LEIKARA 2024 HJÁ KÍ

Páll A. Klettskarð hevur verið í serflokki fyrstu umførini eins og hann var í 2023. Tá steðgaði ein langtíðarskaði honum at seta málmet og at blíva ársins leikari.

HVAR ENDAR KÍ Í ÁR?

Tvey til fýra. Gongdin fyrstu mánaðirnar og støðan í hópinum ger, at tað er lítið sannlíkt, at KÍ vinnur FM 4. árið á rað. Til tað má nakað kollveltandi broytast, og tað bendur lítið á fyrstu tíðina av kappingini. Kappingin um plássini tvey til fýra kann blíva hørð og spennandi.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 18 19
B68
HB

TEKNA HALD TIL NORÐLÝSIÐ

við at skriva til info@nordlysid.fo

Vit hava stórt úrval av seingjum og veita altíð góða vegleiðing í samband við seingjarkeyp

Kostnaður kr. 250,- fyri ársfjórðingin

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 20 21 Uppi á Hálsi | Tórshavn | Tel. 354680 | ide@ide.fo www.ide.fo

VIT STUÐLA EB STREYMI

Vinnuøki til leigu

Vinnuøkið á Kráartanga í Leirvík liggur beint við landsveg, har umleið 4000 akfør ferðast dagliga. Økið hevur góðar parkeringsmøguleikar og er vælegnað til handil, skrivstovu og lættari vinnu. Meira kunning fæst við at ringja til Eysturkommunu á tel 730000!

Mín Trygging

Ger tað lættari

Vit vita tað væl: Sum tryggingarkundi vilt tú helst ongantíð hava við títt tryggingarfelag at gera. Men tá tú so skalt, so má tað vera og ómakaleyst sum gjørligt.

Tí hava vit gjørt Mín Trygging. Eitt stað, har tú bæði fært yvirlit yvir tínar tryggingar – og hevur nógv fleiri hentleikar – enntá sum nú er enn lættari at brúka.

Tú brúkar Samleikan at rita inn við, so tað er skjótt, lætt og trygt at koma í gongd.

Les meira um hentleikar og annað á betri.fo/trygging

Við Mín Trygging appini kanst tú m.a.:

• broyta tryggingarvirðið á tínum innbúgvi

• tillaga tína vanlukkutrygging við fleiri familjulimum

• boða frá skaða og senda myndir og fleiri hentleikar eru á veg

Tak appina niður her:

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 23

CENTRALISMAN SKAPAR STØRRI TRUPULLEIKAR, ENN HON LOYSIR

SÁMAL MATRAS KRISTIANSEN

Samfelagsfrøðingur

Miðstaðurin hevur sínar egnu útjaðarar. Kaldbak og Kollafjørður eru dømi um slíkar. Hinvegin hevur útjaðarin eisini sínar egnu miðstaðir. Tvøroyri er eitt dømi um ein slíkan.

Til ber sjálvandi at viðgera búskaparligu, politisku og sosialu avleiðingarnar av hesum lutfallinum millum “centur og periferi”, ið tað eisini nevnist. Eg vil tó fokusera á staðsetingarligu trupulleikarnar við hesum - “lokalisering av funktiónum”.

Eitt samfelag hevur miðstað og útjaðara - og alt tað mitt ímillum. Hesi hugtøk eru ikki absolutt, men relativ. Kirkja er miðstaður hjá Hattarvík; Hvannasund er miðstaður hjá Kirkju; Klaksvík er miðstaður hjá Hvannasundi; Tórshavn er miðstaður hjá Klaksvík o.s.fr. Hetta snýr seg um eitt yvir-/undirskipanar-lutfall millum støð, har miðstaðirnir eru eyðkendir við at hava flestar funktiónir og útjaðararnir hava fæstar funktiónir.

Eitt samfelag kann myndaliga samanberast við eina dartskivu. Jú nærri miðjuni vit koma, tess smærri verða feltini, meðan tey ytstu feltini eru størri. Hendan yvirskipaða fatan er hent, tá tosað verður um staðseting.

CENTRALISMA - OG CENTRAL STAÐSETING

Nógv agg er um, at funktiónir og bygningar í ov stóran mun verða staðsett centralt. Klaksvíkingar - ikki minst blaðið, ið hýsir hesi grein - harmast

um, at ov nógv verður staðsett í Havn, ið líka væl kundi verið staðsett í Klaksvík ella aðra staðni í landinum. Stríðið um MR-scannaran er eitt gott dømi um hetta. Tað var ikki í ætlanunum hjá centralistiska centralvaldinum kring Sjúkrahúsverkið, at hetta skuldi henda, tí slíkar framkomnar funktiónir skulu jú helst staðsetast í Havn - halda tey ráðandi, ið sum oftast búgva í Havn.

Vit hava eisini í farnu viku hoyrt víðgitna sjónleikaran

Olaf Johannesen úttala seg um, at eitt tjóðleikhús einans kann staðsetast í Havn. Hann er sjálvandi eisini havnarmaður, um nakar skuldi ivast.

Sjálvandi ber altíð til at diskutera hvørji ting hóska best at staðseta hvar, men vit mugu undir øllum umstøðum staðfesta, at vit hava eitt samfelag, ið koyrir eftir logikkinum, at “alt skal til Havnar”, um gjørligt. Sjálvt bingjur í hópatali mugu og skulu til Havnar, hóast sjálv framleiðslan fer fram aðrastaðni

í landinum, t.d. í Eysturoynni og í Suðuroynni - við teimum avleiddu fløskuhálsum hetta skapar t.d. á Smyrli ella við óneyðugari stórbilakoyring á landsvegunum. Og tað vísir seg at vera so mikið torført at finna nakað stað til Tjóðleikhúsið, at tað eftir øllum at døma má kroystast inn eitt havnarumhvørvi við bingjum, kranum, farmaskipum og tí har til hoyrir.

Trupulleikin er snøgt sagt: Havnin er full - serliga miðbýurin.

CENTRALISMA SKAPAR PLÁSSTROT

Ynskið um at leggja alt so miðskeiðis sum gjørligt er dømt at miseydnast. Jú nærri vit nærkast miðpunktinum, tess minni pláss verður, og tess fleiri kompromis mugu gerast. Í fleiri førum hevur tí verið neyðugt at byggja nakað meiri decentralt. Glasir varð bygt væl burtur frá miðbýnum, og tað sama hendi við “Føroya Arena”, ið verður løgd upp í Hoyvíkarhaganum.

Men sjálvt at leggja funktiónir uttan fyri miðbýin tykist torført. Alment virksemi flokkast um at fáa matrikul niðri Miðbýnum, sum um vit hava eitt Matadorspæl, har almennir stovnar stríðast um at keypa “Rådhuspladsen” og “Frederiksberggade” fyri einhvønn prís, hóast man

kundi fingið nógv meiri fyri pengarnar við eini minni centralari adressu. Líknandi logikkur er at síggja innan Tórshavnar kommunu, har ynskið eisini er stórt um at fáa pláss miðbýnum. Úrslitið er, at íbúgvar og privat fyritakssemi verður trýst út úr miðbýnum.

Trupulleikin av hesum er harumframt, at miðbýurin verður alsamt truplari at koma til, tí samstundis sum meiri virksemi verður trýst oman, verða lutfalsliga færri parkeringspláss.

SKAL TAÐ ALMENNA KAPPAST VIÐ TAÐ PRIVATA?

Trupulleikin er, at ikki einans landið og kommunurnar ynskja eina centrala adressu.

Eisini tað privata ynskir hetta. Spurningurin er tí, um tað er rætt at tað almenna fer inn og skapar ein yvireftirspurning í kapping við tað privata, heldur enn at staðseta sítt virksemi aðrastaðni. Vit hava sæð dømi um landsfunktiónir, ið eru lagdar í øðrum kommunum enn Tórshavnar. Serliga nú vit hava fingið so sera gott vegasamband millum flestu øki og stórur partur av samskiftinum og sjálvum arbeiðnum er flutt út á netið, er minni trupulleiki at staðseta t.d. almenna fyrisiting og stovnar aðrastaðni enn í Havn. Her ber enntá til at fáa betri høli fyri bíligari prís, eins og parkeringstrupulleikin er munandi minni ella ikki til staðar. Helst vilja hesar kommunar eisini í størri mun vera viðleikarar, heldur enn mótleikarar, ið Tórshavnar kommuna viðhvørt tykist vera.

tað vísir seg at vera so mikið torført at finna nakað stað til Tjóðleikhúsið, at tað eftir øllum at døma má kroystast inn í eitt havnarumhvørvi við bingjum, kranum, farmaskipum og tí har til hoyrir

Trupulleiki er tó sum so ofta, at tað tykist longri úr Havn enn til Havnar.

Júst tá tað kemur til eina funktión sum Tjóðleikhúsið, eru óivað nógvar góðar fakligar grundgevingar fyri at staðseta tað í Havn. Men umvent. Tað er líka langt úr Havn til Runavíkar sum úr Runavík til Havnar, og ein staðseting nær við tunnilsmunnan hevði í grundini verið ein sera central staðseting. Tað búgva hóast alt 19.000 fólk Eysturoy og Norðoyggjum. At fólk norðanfyri eru ómentað og ikki skoyta um mentan og list, er heilt einfalt eitt ósannindi. Hesi knapt 20.000 fólk hava líka góðan rætt til mentan á hægsta stigi sum tey gott 20.000 fólkini í Suðurstreymoy.

Og eitt afturat. Landið skal

spara fyri at tryggja fíggjarliga haldførið. Ynski eru um at gera Suðuroyartunnil og fleiri aðrar tunlar. Kanska er hetta ikki tíðin at byggja eitt tjóðleikhús fyri knappa millard íroknað príshækkingar og byggigølur. Kanska er tað vert at gagnnýta nøkur av teimum stásiligu mentanarhúsum, Føroyar hava fingið seinastu árinit.d. Varpið í Klaksvík, har risastór kórstevna varð hildin miðskeiðis í apríl. Í Klaksvík eru jú eisini gistingarhús, matstovur og kafeir, ið kunnu servisera leiklistaáhugað.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 24 25
“

B-153

B-194

ATLANTIC FAIR FLOORPLAN

D-366

D-350 BankNordik Faroe Islands

B-124 Bátatænastan Faroe Islands

D-318 Berglon Faroe Islands

D-336 Christian í Grótinum Faroe Islands

B-128 El-Service Faroe Islands

D-322 ETV, EL-Talvuvirkið Faroe Islands

D-334 Faroe Ship Faroe Islands

D-306 Fishfacts Faroe Islands

B-175 Fokus Industry Faroe Islands

D-320 Fonn Flog Faroe Islands

D-391 Formula Faroe Islands

D-343 Føroya Tele Faroe Islands

B-117 Frost P/F Faroe Islands

B-118 GC Rieber Føroyar Faroe Islands

D-324 Grafia Faroe Islands

B-184 Johs.Elektro Faroe Islands

D-395 Kaj Andreasen & Co. Faroe Islands

B-154 KBI Faroe Islands

D-311 KEMILUX Faroe Islands

D-352 KJ-Hydraulik Faroe Islands

B-144 Kjølur Faroe Islands

B-101 Kjølur Faroe Islands

A-003 Kjølur Faroe Islands

B-133 Klaksvíkar Kommuna Faroe Islands

B-122 Knud E. Hansen Faroe Islands

A-024 Komfortbilar Faroe Islands

C-203 Komfortbilar Faroe Islands

B-131 Krympiplast Faroe Islands

B-184 KSS Faroe Islands

D-326 Logos Hope Faroe Islands

B-134 LookNorth Faroe Islands

B-132 Maskinmeistarafelagið Faroe Islands

D-326 Mercy Ships Føroyar Faroe Islands

D-380 Mest Faroe Islands

B-170 MP Teknik Faroe Islands

D-327 Nema Faroe Islands

B-123 Netastovan P/F Faroe Islands

C-205 Norðlýsið Faroe Islands

D-336 Northpelagic Faroe Islands

D-336 Norðoya Sparikassi Faroe Islands

B-113 Oilwind Faroe Islands

A-015 Opus Faroe Islands

B-190 Petur Larsen Pf. Faroe Islands

D-315 Prima fishing gear Faroe Islands

B-166 Radiobúðin P/F Faroe Islands

D-328 Rock Trawldoors Faroe Islands

B-126 Sílnet Faroe Islands

D-314 Sjógæti Faroe Islands

D-323 Sjómansmissiónin Faroe Islands

D-313 Sjóvinnustýrið Faroe Islands

B-120 Smyril Line Cargo Faroe Islands

B-114 Stýr Faroe Islands

B-106 Univice Faroe Islands

D-341 Vikmar p/f Faroe Islands

D-364 Vónin P/F Faroe Islands

B-138 Würth Føroyar Faroe Islands

D-338 Hampiðjan hf. Iceland

D-301 Måløy Maritime Group AS Norway

B-110 Maritime Montering AS Norway

B-102 Mørenot Fishery AS Norway

B-117 PTG Frionordica Norway

B-150 ScaleAQ Norway

D-330 Seaonics AS Norway

D-316 Peter Bruce Ships Painters (PBP) Scotland

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 26 27 25 24 ATLANTIC FAIR 2024 ENTRANCE B-101 B-144 C-203 C-205 D-320 D-318 D-315 D-301 D-350 D-352 D-366 D-380 D-390 D-391 D-364 D-343 D-338 D-337 D-335 D-330 D-336 D-334 D-328 D-316 D-322 D-323 D-324 D-325 D-326 B-154 B-102 B-103 B-166 B-161 B-184 B191 B-108 B-110 B-114 B-113 B-117 B-118 B-120 B122 B-126 B-131 B-133 B-138 B-128 B-134 B-139 B-170 Lectures Hall B Registration Café Restaurant Skálin D313 D-314 D-311 D-306 B123 B-176 B-175 A-003 A-006 A-009 A-012 A-015 A-018 A-021 A-024 C201 wardrobe Atlantic fair office outdoor EXHIBITION D-394 D-395 D-341 B-132 B-192 B197 B-194 B195 B-150 B-152 B-153 B-105 B-106 A-012 D-327 Hall D B107 B-190 B124
B-152 Accelleron Denmark D-335 AltiCare Denmark B-103 Atlantic Shipping AS Denmark B-191 Beritech A/S. Denmark B-192 Datamatik Aps Denmark B-108 DeckOffice.dk Denmark B-195 EagleBurgmann Denmark Denmark D-394 Greenoil Standard A/S Denmark B-139 Hundested Propeller A/S Denmark B-105 Karstensens Shipyard A/S Denmark B-176 Korsør Propeller A/S Denmark D-325 Kynde & Toft A/S Denmark B-197 Nordhavn Power Solutions Denmark
Floorplan
Denmark
Per Aarsleff A/S
Tribo-Logic ApS Denmark D-337 62°N vinna Faroe Islands
Antares Faroe Islands
B-132
Atlantic Airways
Faroe Islands B-161 Baader Faroe Islands
STAND COMPANY COUNTRY STAND COMPANY COUNTRY STAND COMPANY COUNTRY STAND COMPANY COUNTRY

ATLANTIC FAIR 24 ER NAKAÐ NÓGV MEIRA ENN EIN MESSA

Marknaðaratgongd, ognarrætt til landgrunn, havbotnsmineralir, vinnumøguleikar báðumegin markið við Bretland, fyritøkur, sum tekna skip til framtíðar føroyska flotan, grøna orkuskiftið, trygd á sjónum eins og um vinnuhøvuðsstaðin sum mentanarberi, eru millum evnini, sum verða umrødd á Atlantic Fair í Klaksvík 28. til 30. mai.

FRAMLØGUR Á ATLANTIC FAIR

Eingin messa uttan fyrilestrar um aktuell evni í føroyska samfelagnum. So er eisini hesaferð á Atlantic Fair, har vit hava ikki færri enn 12 ymsar framløgur, sum snúgva seg um alt frá trygd á sjónum til grøna elframleiðslu.

Stjórin í Vinnuhúsinum, Niels Winther, leggur fyri stutt eftir setan av messuni týsdagin kl.11.30. Hann umrøður m.a. atgongdina hjá føroyskum framleiðarum til útlendska marknaðin.

Seinnapartin sama dag eru tríggjar

framløgur, sum snúgva seg um, hvussu Føroyar kunnu gerast uppaftur størri og ríkari sum land, hava vit eydnuna við okkum í telvingini við grannalond um ognarrætt til stór landgrunnsøki, sum harvið kann geva okkum nýggjar vinnumøguleikar. Bjørn Kunoy frá Fróðskaparsetrinum/ Uttanríkisráðnum greiðir frá, og eftir hann fara Uni Árting og Heri Ziska frá Jarðfeingi at umrøða møguleikarnar fyri at finna og fara undir námsvinnu á havbotninum kring Føroyar. Seinastu framløguna týsdagin stendur stjórin í FOÍB, Jan Müller fyri. Hann umrøður framtíðar vinnumøguleikar báðumegin markið við Bretland.

Mikudagurin fer til at umrøða tvey fyri Føroyar týðandi evni. Ljós verður varpað á verandi og komandi føroyska flotan, har umboð fyri Mest, Skipsteknisk og Knud E. Hansen fara at greiða frá. Høvið verður so eisini at hoyra Mourtiz Mohr greiða frá fjølbroytta og nógva virkseminum hjá fyritøkuni bæði í Havn, á Skálafjørðinum og í Norra.

Eftir hesar framløgur er grøna orkuskiftið burturav á skránni seinnapartin mikudagin. Helma Maria Tróndheim frá SEV fer at kunna um seinastu stóru frágreiðingina um framtíðar orkuútbyggingar í Føroyum eins og Heini Ellingsgaard frá EFFO m.a.

fer at umrøða nýggju og spennandi vindmylnulundina, sum skal setast upp í Eysturoynni.

Seinasta messudagin hósdagin kl. 11 fer Brandur í Funningsstovu, stjóri Sjónámi at umrøða trygd og nýggju møguleikarnar hjá stovninum í Klaksvík at veita føroyskum sjómonnum neyðug skeið, soleiðis at hesir sleppa undan at fara av landinum. Og seinnapartin kl. 13 fer Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu at enda fyrilestrarrøðina og tosa um vinnuhøvuðsstaðin sum mentanarberi.

NIELS WINTHER Vinnuhúsið

”BETRI MARKNAÐARATGONGD

– EIN BÝUR Í KINA?

Í framløguni fer Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, serliga at greiða frá um úrslitini frá feskari kanning um marknaðaratgongd, sum Vinnuhúsið hevur gjørt. Eisini verður marknaðaratgongdin fyri føroyskar fiskavørur samanborin við ta atgongd, sum okkara kappingarneytar hava til ymiskar marknaðir. Komið verður eisini inn á tørvin á fleiri tvískattaavtalum við onnur lond.”

10:00-10:30

FYRILESTRAR 2024

TÝSDAGUR 28. MAI MIKUDAGUR 29. MAI HÓSDAGUR 30. MAI

10:30-11:00 Løgmaður setur messuna kl. 10:30

11:00-11:30 Mouritz Mohr Brandur í Funningsstovu

11:30-12:00 Niels Winther

12:00-12:30

12:30-13:00

13:00-13:30 Hans Johannes á Brúgv Skipsteknisk Dávur Winther

13:30-14:00

14:00-14:30 Bjørn Kunoy Jóannes á Forunum o.a.

14:30-15:00 Uni Árting

15:00-15:30 Helma Maria Tróndheim

15:30-16:00 Heini Ellingsgaard

16:00-16:30 Jan Müller

16:30-17:00

TÝSDAG 28. MAI KL. 11.30

HANS JOHANNES Á BRÚGV Sjóvinnustýrið

TÝSDAG 28. MAI KL. 13.00

ERU FØROYAR EIN SJÓVINNUTJÓÐ UM 20 ÁR?

Føroyar á veg burtur frá 100 ára gomlu maritimu førleikunum.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 28 29
JAN MÜLLER
KL.
Messan opin kl. 10:00 - 17:00 Messan opin kl. 10:00 - 17:00 Messan opin kl. 10:00 - 16:00

LANDGRUNNUR

FØROYA

RÆTTINDI FØROYA OG FRAMTÍÐAR

LANDGRUNSMØRK FØROYA

BJØRN KUNOY

Fróðskaparsetrið/Uttanríkisráðið

Í 2019 vórðu marknasáttmálar gjørdir við ávikavist Noreg og Ísland viðvíkjandi landgrunsøki ytrumegin 200 fj. linjuna norðan fyri Føroyar. Við hesum sáttmálum løgdust 27.000 fer kilometrar afturat landgrunni Føroya. Harvið hava Føroyar fingið tryggjað ekslusiv rættindi at troyta øll ráevni á landgrunninum, heruppií møgulig sjáldsom steinsløg, sum dag verða mett sera týdningarmikil til tess at tryggja grøna orkuskiftið.

Føroyar hava somuleiðis landgrunskrav til stórt øki sunnan fyri Føroyar, t.e. Føroya-Rockall Háslættan. Talan er um eitt krav omanfyri 600.000 fer kilometrar. Hetta krav varð latið til landgrunsnevnd Sameindu Tjóðir 2010, men kravið er enn ikki viðgjørt. Somuleiðis hava grannalond Føroya umskarandi krøv. Nakrir leikir eru enn eftir, áðrenn Føroyar kunnu útinna rættindi okkara í økinum, men arbeitt verður støðugt við hesum.

HAVBOTNSMINERAL Á FØROYSKA LANDGRUNNINUM

Nógvar jarðvísindaligar kanningar eru gjørdar á føroyska landgrunninum. Felags fyri hesar kanningar er, at tær í stóran mun hava havt til endamál at kanna djúpu jarðfrøðina, einamest í samband við kolvetnisleiting og krav Føroya til landgrunnin uttan fyri 200 fj. Í samband við fleiri av hesum kanningum eru eisini sokallaðar grab-royndir tiknar av havbotninum, og hesum royndum eru eisini havbotnsmineral at finna.

Havbotnsmineral eru mineral, ið útfella á havsins botni, serliga har lítið er til av sedimentum, har, ið havbotnurin er harður, og har hallið er høgt. Tað finnast ymisk sløg av havbotnsmineralum, millum annað jarnmanganskorpur (Fe-Mn crusts), jarn-mangannodulir (Fe-Mn nodules), SMS (seafloor massive sulfides). Felags fyri hesi mineral er, at tey innihalda eina røð av kritiskum metalgrundevnum (polymetallisk), ið fyri stóran mun verða nýtt til at framleiða eitt nú battarí og el-drivin framleiðslutól, ið eru partur av grønu umstillingini , umframt at tey eru týdningarmikil partur í framleiðslu av há-tøkni. Tað er stórur eftirspurningur eftir hesum mineralum í dag, og hetta hevur fingið norsku myndugleikarnar at loyva leiting eftir hesum mineralum á norska landgrunninum.

Prøvarnir á føroyska landgrunninum hava víst, at bæði jarn-22wmanganskorpur og jarn-mangannodulir eru at finna, og kanningar á djúpum vatni hava eisini víst á økir, har umstøðurnar til at finna serliga jarnmangskorpur, men møguliga eisini SMS. Nærri kanningar krevjast tó til at staðfesta, hvussu stór økir og um tað veruliga eru skorpur á staðnum, og harvið hvussu stórar mongdir av mineralum talan er um.

Myndin vísir ein av grabb-prøvunum frá Føroyar Rockall Háslættanum. Her er talan um jarn-mangan skorpu ið vigar umleið 40kg og er 0,25m2 stór. Tjúgdin er umleið 10cm. Hesin steinur inniheldur eini 5kg av jarni (Fe) og umleið 2,5kg av mangan (Mn).

TÝSDAG 28. MAI KL. 14.00

TÝSDAG 28. MAI KL. 14.30

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 30 31
HERI ZISKA Jarðfeingi UNI ÁRTING Jarðfeingi

FRAMTÍÐAR VINNUMØGULEIKAR BÁÐUMEGIN

MARKIÐ

Útbyggingar av olju- og gassleiðum eins og havvindmylnulundum í bretskum øki og møgulig leiting eftir olju og gassi í føroyskum sjógvi, kunnu skapa nýggjar møguleikar fyri føroyska vinnu. Somuleiðis økt samstarv millum Føroyar og Bretland á Atlantsmótinum.

JAN MÜLLER FOÍB

(Føroya Orkuídnaðarbólkur)

FRIHET TIL Å SKAPE OG BYGGE - FÆRØYENES NESTE FARTØYER

En kort presentasjon av prosessen med design og innovasjon som har ledet oss til å forme fremtidens fartøyer for det færøyske markedet. Gjennom kreativitet, ekspertise og et tett samarbeid med industrien, har vi skapt flere banebrytende fartøysdesign som ikke bare oppfyller, men overgår behovene til Færøyenes maritime sektor. Sammen vil vi fortsette å utforske hvordan vi kan lede an og definere standarden for ytelse, bærekraft og innovasjon på Færøyene i tiden fremover.

NÝGGJUR FRYSTITROLARI TIL

VARÐAN OG AÐRAR VERKÆTLANIR

MEST byggir løtuni ein nýggjan frystitrolara, sum er útgjørdur til framtíðar krøv. Somuleiðis verður komið inn á annað virksemi, sum er gongd á MEST

VEGARD NESSET HJELVIK

Sales Manager Fishing and Aquaculture

Vegard is a seasoned professional with 14 years of experience in the ship design industry. Since 2017, he has brought his expertise to the Fishing and Aquaculture sector worldwide in different roles in Skipsteknisk AS, currently as a Sales Manager. Vegard's extensive background in ship design provides him with a unique perspective and deep understanding of the maritime industry, allowing him to excel in his current role.

INGE BERTIL STRAUME

SVP Fishing & Aquaculture

Inge has an extensive and long experience in providing designs for the deep-sea fishing fleet worldwide.

During the last 22 years of his career, he has overseen and leading the fishing vessel designs business at Skipsteknisk AS. With an established client portfolio on 5 continents, he leads a dedicated team of engineers, developing new shipdesign concepts for industry needs.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 32 33 TÝSDAG
TÝSDAG 29. MAI KL. 13.00 MIKUDAG 29. MAI KL. 11.00
28. MAI KL. 16.00
MOURITZ MOHR MEST

BAKKAFOSSUR, SMYRIL LINE RORO

OG FRAMTÍÐAR TROLARAR

Skipstekniska ráðgevandi fyritøkan Knud E. Hansen er væl kend Føroyum frá gamlari tíð og hevur nú eisini deild í Føroyum.

Í 1940’unum teknaði KEH fleiri 30 tonsarar og 80 tonsarar samband við endurnýggjan av føroyska fiskiskipaflotanum eftir seinna heimsbardaga.

Í 1950’unum teknaði KEH hesar trolarar í sambandi við endurnýggjan av føroyska fiskiskipaflotanum: Leivur Øssurson, Ólavur Halgi, Vágbingur, Brandur Sigmundarson og Magnus Heinason.

Í 1960’unum gjørdi KEH tekniarbeiði til fleiri av skipunum, sum blivu smíðað á

Tórshavnar- og Skála Skipasmiðju. Her kunnu nevnast Smyril og Norðvíkingur á Tórshavnar Skipasmiðjum og Chr. Holm og Árnatindur á Skála Skipasmiðju.

Eisini hevur KEH staðið fyri tekning av fleiri ferjum í Føroyum: Gamla træskipið Ritan, Ritan frá 1971, Teistin (Mikkel Mols), Smyril (Morten Mols), núverandi Smyril frá 2005, gamla og núverandi Norrønu. Brimil hevur KEH eisini teknað.

Føroyska deildin hjá KEH hevur teknað stóra brunnskipið Bakkafossur, sum fekk virðisløn frá tíðarritinum Work Boat of the World, sum “Best Work Boat-Project in 2023”.

THORMUND

MIKUDAG

Arbeiðið við at flyta elframleiðsluna frá olju til grøna orku hevur fylt nógv seinastu árini. Henda framløga snýr seg um nýggjastu útbyggingarætlanina, ið Umhvørvisstovan og Sev hava gjørt felag.

FYRILESTURIN VERÐUR UM NÝGGJASTU VERKÆTLANINA HJÁ EFFO, EYSTURLUND

Fyri at halda lív í samfelagnum er neyðugt, at orka verður veitt og brúkt hvønn dag. Eitt orkuskifti fer fram, og stigvíst verður hendan orkan skift frá fossilari orku til varandi orku. Alt fyri at skapa og tryggja einar varandi Føroyar.

Effo arbeiðir áhaldandi við at tryggja at nøkta orku eftirspurningin. Seinnu árini er alsamt størri eftirspurningur eftir varandi orku, og er tað neyðugt, at ferð verður sett á orkuskiftið skulu vit flyta okkum fram á grønu leiðini.

Greitt verður frá tørvinum á eini tílíkari verkætlan, hvussu stór verkætlanin er føroyskum høpi, og hvørjir møguleikar eru við eini verkætlan sum hesari.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 34 35
MIKUDAG 29. MAI KL. 15.30
29. MAI KL. 15.00 ÚTBYGGINGARÆTLANIN AV FØROYSKU ELSKIPANINI
TRÓNDHEIM SEV HEINI ELLINGSGAARD EFFO
HELMA MARIA
MIKUDAG 29. MAI KL. 14.00
JOHANNESEN MARNI OLSEN JÓHANNES Á FORUNUM FINN WOLLESEN

TRYGDARTILVIT OG ATLIT – EIN STØÐUG

MENNING

Framløgan er um trygd á sjónum frá einum søguligum perspektivi tvs hvussu hetta økið hevur ment seg gjøgnum góða øld.

Víst verður á, at tað var Titanic skipbrotið, ið setti ferð á trygdarmentan og fokus á, hvar IMO við konventiónum og kodum sum SOLAS, MARPOL, STCW og ISM áhaldandi hevur økt um trygdarkrøvini á sjónum og víst verður á, at vanlukkur ofta hava sett ferð á hesa menningartilgongd. Fyrilestrarhaldarin kemur so eisini inn á, hvussu trygdarskeið breiðum høpi tóku seg upp í Føroyum. Greitt verður síðani úr Sjónáms sjónarhorni, hvussu stovnurin hevur bygt upp eitt sterkt renomé sum veitari av skeiðum við høgari góðsku og hvar vit nú eru á gáttini til OPITO góðkenning, ið letur dyrnar upp fyri, at stovnurin í altjóða høpi kann bjóða skeið til manning á pallum og frálandaskipum.

Til seinast verður nortið við, at vit als ikki eru komin á mál hesum viðvíkjandi í Føroyum, men at tað serliga í fiskivinnuni haltar við td venjingum umborð tí stundir ikki eru til tað. Mentanin flestu fiskiskipareiðaríum og øðrum parti av flotanum við, gevur tíverri ikki nógva rúmd fyri trygdaratliti, og ein hugburðsbroyting fyri ikki at siga mentanarkollevelting er neyðug fyri at bøta um støðuna.

BRANDUR Í FUNNINGSSTOVU

SJÓNÁM

DÁVUR WINTHER

Mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu

VINNUHØVUÐSSTAÐURIN SUM MENTANARBERI

Vinnu- og Mentanarlívið í Klaksvík ganga so sanniliga hond hond ella lið við lið, og Klaksvík, sum vanliga verður kallað vinnuhøvuðstaður Føroya, kann eisini kalla seg ein mentanarbý við tí margfeldi, tað bjóðar! Vinnulívið Klaksvík hevur altíð verið virkin viðspælari í einum fjøltáttaðum mentanarlívi her í býnum og er oftani stutt millum tanka og handling – eisini á mentanarøkinum, tí her er ein stórur íverksetara andi millum mongu vinnulívsfólkini, ið stuðla væl undir mentanarlívið, eisini vit teirra ”skeivu” hugsanum.

HÓSDAG 30. MAI KL. 13.00

TEKNA HALD TIL NORÐLÝSIÐ

við at skriva til info@nordlysid.fo

Kostnaður kr. 250,- fyri ársfjórðingin

Vit

stuðla EB streymi

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 36 37 MIKUDAG 30. MAI KL. 11.00

Latið okkum hoyrast

Hvussu fái eg pengarnar at røkka í gerandisdegnum? Og til dreymarnar, eg havi fyri framtíðina?

Hendan spurningin eru vit uttan iva fleiri, sum spyrja okkum sjálvi mánað eftir mánað. Tín ráðgevi hjálpir tær fegin við spurningum sum hesum.

Tín ráðgevi er í líka stóran mun har fyri teg, tá ið tú hevur brúk fyri at fáa yvirlit yvir tína fíggjarstøðu, sum tá tú biður um eitt lán.

Tá tú tosar við ráðgevan, tekur tú ræði á tíni egnu fíggjarstøðu og ræði á egnum viðurskiftum - og tað er ein styrki.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 38 39 www.kemilux.fo

Telefonloysnin til vinnuna

Telavox er ein vekslaraskipan, ið samlar alt títt vinnuliga fjarskifti á einum staði. Skipanin koyrir á øllum pallum, øllum eindum, allastaðni. Og hon hóskar seg bæði til smærri og størri fyritøkur, ið hava telefonavgreiðslu.

Slepp undan óneyðugum telefonhaldum

Víðaristilla við fartelefonini

Skraddaraseymaðar loysnir til tín

Hagtøl á telefonina

Sí hvør er tøkur, og hvør tosar í telefon Telavox app, ið er sera løtt at nýta

Ronni Poulsen rpo@nema.fo Tlf. 794141

Jakup Eydnugarð jey@nema.fo Tlf. 502055

Jan á Líknargøtu jal@nema.fo Tlf. 502021 Nema I Smyrilsvegur 5 nema@nema.fo I Tlf. 20 20 20

“Vinnulívið í Klaksvík hevur altíð verið virkin viðspælari í einum fjøltáttaðum mentanarlívi her í býnum og er oftani stutt millum tanka og handling

VINNUHØVUÐSSTAÐURIN SUM MENTANARBERI

heilt ár - til at keypa tilfar og mat fyri, ið skuldi nýtast á sjúkrahúsinum.

Í 1856 var fyrsti úthandil uttan fyri Havnina settur á stovn Úti Klaksvík. Tá byrjaði at blóma her norðuri og eitt rættiligt vinnulív tók skap.

Fiskakjallarar og hagreiðing á landi tók seg upp ymsa staðni. Jógvan Fr. Kjølbro, sum hevði lært í Handlinum hjá Faktorinum byrjaði í 1912 egnan handil á Biskupstøð, og har varð spírin til eitt blómandi vinnulív lagdur, og bera enn fyritøkur í Klaksvík navnið hjá Kjølbro.

Kjølbro gjørdist so stórur, at hann í 1934 hevði tvær ferðir landsins fíggjarlóg umsetningi. Bankarnir rúmaðu honum ikki, og hann gjørdi sína egnu peningaskipan, sum hann lønti fólki sínum við – eina tíð meir enn 800 fólk tali.

Klaksvíkar sjúkrahús varð bygt av peningi frá vinnulívinum og innsavning annars í økinum her. Virksemi byrjaði á sumri 1898. So nógvur peningur kom inn, at tað var nóg mikið til bygging og til rakstur í eitt

Samstundis er eitt virkið mentanar- og trúarlív í hesum spennandi vinnubýi. Menn taka seg saman og byggja í 1898 tað, sum bleiv kallað dansistovan ella samkomuhúsið.

Her kom háskúlarørslan uppí, og í 1899 helt m.a. háskúlin lutvíst til her. Hann flutti í Førgulíð í 1900. Eisini fólkaskúlin, brøðrasamkoman til tey fingu egin høli 1917, heimamissiónin, fráhaldsrørslan og Klaksvíkar Ítróttarfelag hildu til her, tá ið tað varð stovnað í 1904.

Men brúðleyp, dansur, fólkafundir og sjónleikur og so mangt annað, sum hoyrir einum røttum býi til, hildu til her. Henda dansistovan mitt í býnum var álitið til so mangt, fram til 1970-ini, tá ið menn tóku hana niður, við vón um at byggja eina størri dansistovu ella samkomuhús.

Men ikki fyrr enn nú 126 ár eftir, er eitt rættiligt mentanarhús við 2600 m2

bygt í Klaksvík. Her kann vera so mangt ymiskt innan mentan, tónleiki, framsýningar, sjónleiki, men eisini ráðstevnur av øllum handans slagi. Tá ið so nýggja hotellið á Sandinum er nærmasti granni – Ja, so kann alt lata seg gera.

Vinnulívið Klaksvík hevur altíð verið virkin viðspælari í einum fjøltáttaðum mentanarlívi her í býnum og er oftani stutt millum tanka og handling – eisini á mentanarøkinum, tí her er ein stórur íverksetara andi millum mongu vinnulívsfólkini, ið stuðla væl undir mentanarlívið, eisini við teirra ”skeivu” hugsanum.

Ítrótturin, Sjómannadagurin og Torradagarnir og so mangt annað verður stuðlað væl av vinnulívinum her um vegir.

Allar tær mongu standmyndirnar, sum standa í kommununi eru væl og virðiliga stuðlaðar av vinnulívinum og gjørdar samstarvi við kommununa: Minnisvarðin í gamla kirkjugarði, Fípan Fagra, Kjølbro, Egningarmaðurin, Tey breiða fisk, Kópakonan, Dropin úr lívsins havi, Elinborg Lützen, Kavarin o.a.

Jú, sanniliga ganga Vinnuog Mentanarlívið í Klaksvík hond í hond ella lið við lið, og Klaksvík, sum vanliga verður kallað vinnuhøvuðstaður Føroya, kann eisini kalla seg ein mentanarbý við tí margfeldi, tað bjóðar!

Hugsa bert um tey mongu lista- og skaldafólkini, sum koma hiðani og í seinnu tíðum við nýggja tónleikinum, brutu ungir rocktónleikarar rættiliga upp úr nýggjum og settu Klaksvík enn einaferð á kortið. Klaksvík hevur verið og er ein mentanarberi – væl stuðlaður av vinnulívinum her, har tey bæði sýna hvørjum øðrum virðing. Tað kunnu vit vera takksom fyri!

DÁVUR WINTHER

Mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 40 41

UNDRANDI GANGI EG

- UM MONGU SKEIVU AVGERÐIRNAR Í SONEVNDU “ SKATTAUMSKIPANINI

”

Martin Joensen hevur yrkt ein sera vakran sang, sum eitur “Kanska Í Dag”. Har er eitt ørindi, sum ljóðar: Alt er so kvirt í dag, – valla eitt ljóð. Hómast sum skuggar fólk, kámast so burt.

Hetta vakra ørindið fær meg at hugsa um Føroyar og framtíðina. Og tá er tað ikki ein vøkur mynd - men ein døpur.

Tí vit hava í dag eina dynamiska arbeiðsmegi, sum ger sítt ítasta bæði á sjógvi og landi, burturi londum, sum heima. Men nú bendir alt á, at dynamikkurin fer at hvørva. Flytføra arbeiðsmegin er farin at pakka saman, og tá verður landið bæði veikari og fátækari.

Fíggjarmálaráðið hevur nevniliga gjørt eina skattaumlegging, har tey hava tikið frá nøkrum og givið øðrum. Eisini teimum, sum ikki hava nakað eyka fyri neyðini.

Landsstýrið vildi fáa meira í landskassan, og fyri at náa málinum, fóru tey eftir føroysku sjómonnunum og teimum, sum sigla ella arbeiða burturi í heimi.

Tað er torskilt, sigst, at seta seg inn ymsu skipanirnar, sum føroyska arbeiðsmegin virkar undir. Men lesa tit hesar reglurnar, ja, so hava tit gjørt meira fyri at seta tykkum inn í, hvussu ymsu skipanirnar virka, enn samlaða politiska skipanin.

Trupulleikin er, at Fíggjarmálaráðið hevur ikki sett seg inn í, hvussu ymsu skipanirnar eru. Vit hava jú bæði DIS, DAS, FS, FAS, NIS, NOR, teir, sum sigla undir altjóða sáttmálum og so tey, sum starvast á landi í øðrum londum. Har er talan um jarðarmøður, elektrikkarar, maskinsmiðir, kt-fólk, byggiteknikkarar o.s.fr.

DIS

Umsitingin í Fíggjarmálaráðnum hevur sagt Ruth Vang, at til ber at fara eftir øllum, sum arbeiða uttanlands, uttan tey undir DIS og FAS.

Taka vit fyrst DIS, so ber ikki til at fara eftir teimum. Tá ið skipanin varð stovnað millum Føroyar og Danmark, var vatntætt skott sett ímillum. Hýran er nevniliga nettoløn, so har kunnu føroyskir myndugleikar ikki pilka við skattin. Tá ið Atli Dam gjørdi avtaluna um DIS við danir, fekk hann eina greiða avtalu um, at tað, sum annars hevði svarað til

skattin, skuldi leggjast omaná blokkin, so føroyska samfelagið einki skuldi missa.

Fyrsti trupulleikin har er, at danska skattaendurrindanin fór stórapott og endaði - har meginparturin av blokkinum endar – í Havn. Næsti trupulleikin er, at nú tey skerja blokkin, eru øgilig níst, tí pengar mangla í.

Tá ið eg segði hetta við Hoydal, svaraði hann, at hann er greiður yvir hetta, men hann helt, at pengarnir skulu finnast her heima. Og tað er eitt erligt sjónarmið. Tað sær bara út til, at tað verða sjómenninir, sum nú skulu kompensera fyri vantandi blokkpengarnar. Og tað veit eg ikki, um Høgni Hoydal hevði ímyndað sær.

reglurnar, spælt Nelson og sett kikaran fyri blinda eygað og latið Bakkafrost fáa landskassans pengar –fyri síðan at fara eftir hinum sjómonnunum staðin.

Sambært Norðurlendsku skattaavtaluni skulu føroyskir fiskimenn uttanlands rinda allan skattin í Føroyum, men tað er ikki nokk. Nú siga føroyskir myndugleikar, at fiskimenn skulu gjalda meira, enn teir longu gera. Úrslitið verður, at ungir mans flyta bústað, tí tað loysir seg betri fíggjarliga. Fleiri eru longu farnir.

Føroyskir fiskimenn við føroyskum skipum skulu eisini roytast enn meira. Úrslitið av tí síggja vit, nú

“Har stendur hon so, í himmalsins ódnarveðri og brýtur holið á takinum størri. Víst ger hon okkurt, men hon ger ikki tað rætta. Hon ger bara trupulleikan verri. Og soleiðis er støðan við hesi skattaumleggingini

FAS

Tey kunnu ikki fara eftir FAS, tí FAS, sambært Fíggjarmálaráðnum, er serliga flytfør arbeiðsmegi. At Ruth Vang trýr hesum, tænir argumentasjónini hjá umsitingini til mikið rós, tí størri vrøvl havi eg ikki hoyrt, síðan Putin segði, at russar lupu ikki á Ukreina.

Orsøkin til, at tey ikki fara eftir FAS, er nokk heldur tann, at skipini hjá Bakkafrost eru skrásett í FAS.

Veruleikin er, at vit hava tvær skipanir í Føroyum fyri skip. FAS, sum er Føroya Altjóða Skipaskráseting, og so FS, Føroya Skipaskráseting. Vit kunnu helst øll semjast um, at sigling av Gulanum inn á Skálafjørðin er ikki altjóða sigling, og tí áttu skipini hjá Bakkafrost at verið í FS og latið landskassanum skatt.

Men Fíggjarmálaráðið hevur toygt og tambað

ungir menn við føroyskum frystilínuskipum flyta til Danmarkar, har teir hava millum 12 og 15.000 meira eftir um mánaðin. Áðrenn rindaðu teir skatt her og fingu sjómannafrádrátt. Teir rindaðu meira skatti og avgjøldum, enn fiskimenninir í øllum hinum Norðurlondunum. Kortini vóru teir her og rindaðu skattin her. Men nú er kavabólturin farin á rull, og hann verður bæði ringur og dýrur at steðga. Tí nú eru útlit fyri, at teir við langfaratrolarum og uppisjóvarskipum fara at gera tað sama. Heldur enn at fáa meiri burturúr minka skattainntøkurnar hjá landskassanum munandi.

Eitt rós skal umsitingin í Fíggjarmálaráðnum tó fáa. Tey hava megnað at fáa tveir flokkar - sum siga seg vera ávikavist arbeiðaraflokkur og flokkur hjá verkaog fiskimonnum - at semjast um at lata verka- og fiskimenn fíggja skattalætta og lønarhækkan hjá akademikarum. Til lukku við tí.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 42 43
LESARABRÆV MAGNI SKAALE, FORMAÐUR ANTARES

Men fløvin av tí verður sannlíkt stokkutur, nú fiskimenn eru farnir at flyta. Teir síggja ikki logikkin í, at teir skulu rinda fyri at akademikarin skal fáa.

DAS

So koma vit til DAS, Dansk Almindeligt Skibsregister. Har hava nakrir føroyingar verið, men teir eru næstan allir burtur nú, tí teir skuldu gjalda sosial gjøld í bæði Danmark og her heima. Danir krevja gjøldini, tí donsku reglurnar siga, at sosial gjøld skulu rindast har, men Føroyar krevja eisini hesi somu sosialu gjøldini, hóast teir bara eiga rætt til útgjald úr einum kassa. Tað gevur onga meining, men har kom stórpolitikkur uppí: loysingarrørslan noktar at slaka fyri føroyska gjaldinum, og sambandsvongurin noktar at slaka fyri danska gjaldinum. Úrslitið er, at flestu føroyingarnir í DAS eru farnir í DIS ella NOR, og hagani kemur eingin skattur inn.

NIS og NOR

So koma vit til NIS og NOR. Norsk Internasjonalt Skipsregister og Norsk Ordinært Skipsregister. Har sigur norðurlendska skattaavtalan, at fólk, sum arbeiða innan oljuvinnu á havleiðini hjá einum norðurlandi,

Og hendan vónin inniber, at tveir mans, sum hava sama starv, somu løn og arbeiða so nær hvør øðum, at teir síggja hvønnannan, hóast annar er á norskari og hin á bretskari havleið, frameftir fara at fáa sera ymiska hýru. Annar væl meiri enn hin. Vónin er, at hann, sum fer at hava væl minni eftir, fer at lata sær hetta lynda og ikki skifta inn á norska ella danska havleið. Men hvør rættsiktaður gongur við til tað?

Úrslitið er, at øll eggini verða løgd eina kurv. Verða norska og danska oljuvinnan fyri andróðri, fer tað at merkja nógvar arbeiðsleysar føroyingar, sum fara at hava ilt við at fáa onnur størv í bræði, tí eingir føroyingar tá verða í øðrum skipanum at lyfta landsmenn sínar inn um lúnningina.

ALTJÓÐA SÁTTMÁLI

So hava vit teir, sum starvast undir altjóða sáttmála. Teir hava fingið 120.000 kr í botnfrádrátti og so rindað 35% av restini. 120.000 ljóðar kanska nógv, men allir borgarar, sum gjalda skatt í Føroyum, fáa í roynd og veru tvinnar frádráttir.

Landið letur nevniliga 65.000 kr og kommunurnar 30.000 kr botnfrádrátti. Hesar 95.000 krónurnar fáa øll. Øll - uttan tey, sum sigla undir altjóða sáttmála.

“Einki land í verðini hevur so langa søgu við flytførari arbeiðsmegi, sum Føroyar. Tað hevur altíð verið mett, sum ein styrki. Men ikki longur. Nú ljóðar tað meiri sum ein ábreiðsla.

kunnu tjena omanfyri milliónina um mánaðin. Men nei. Vit taka bara teir, sum sigla. Úrslitið av hesum er, at teir rýma inn DIS ella oljuvinnuna í onkrum norðurlandi. Og so fær landskassin einki.

STRAFFSKATTUR

Lat meg at enda taka tey, sum starvast á landi í útlondum. Eg skal bara taka eitt dømi. Írland er ein sera skjótt vaksandi búskapur, og har starvast eisini føroyingar. Fyri tað fyrsta er írski skatturin lægri enn okkara, sosialu gjøldini eisini, men so kemur eitt aftrat. Írska ársuppgerðin fylgir ikki tí føroysku. Tað hevur við sær, at føroyingar, sum starvast í Írlandi fáa 4% straffskatti her heima, tí teir ikki kunnu gjalda, fyrrenn írsku skattamyndugleikarnir eru lidnir við sína gjøgnumgongd.

AT MAN GER OKKURT, MERKIR IKKI, AT MAN GER TAÐ RÆTTA

Ímynda tær, at tekjan á einum húsum rívir í eini ódn. Okkurt má gerast, og konan í húsunum fer upp á takið í illveðrinum - í trygdarskóm, silkináttkjóla og við sleggju í hond. Har stendur hon so, í himmalsins ódnarveðri og brýtur holið á takinum størri. Víst ger hon okkurt, men hon ger ikki tað rætta. Hon ger bara trupulleikan verri. Og soleiðis er støðan við hesi skattaumleggingini.

Einki land í verðini hevur so langa søgu við flytførari arbeiðsmegi, sum Føroyar. Tað hevur altíð verið mett, sum ein styrki. Men ikki longur. Nú ljóðar tað meiri sum ein ábreiðsla.

Eitt, sum vit ofta hoyra, er, at vit skulu gevast at útbúgva fólk til onnur lond at fáa gleði av.

Hatta er eitt stuttskygt argument, oftast sagt av væl útbúnum fólki. Tí tørvurin broytist. Sjómenn búgva her, hava familju her, gjalda skatt her (veldst hvørji skipan teir virka undir).

HÁGÓÐSKA ÚR NORÐURATLANTSHAVI

bert gjalda skattin í tí landinum. Fer oljuriggurin ella skipið á aðra havleið, sum ikki er norðurlendsk, so kunnu Føroyar fáa allan ella part av skattinum.

Tey, sum hava siglt uttanfyri norðurlendska havleið, hava havt nøkulunda tað sama eftir, sum tey, sum starvast á norðurlendskari havleið. Men við hesum uppskotinum fara tey nú at hava væl minni eftir. Úrslitið er líka greitt sum logiskt. Tey fara sjálvandi at flyta inn á norska ella danska havleið, og gjalda tí antin ongan skatt (DIS) ella bara skatt í Norra ella Danmark. Føroyar standa eftir við missinum.

Hesum hava vit ávarað ímóti, og svarið, vit fingu frá einum samgongutinglimi, sigur alt um tað nærlagnið og tað arbeiðið, sum er lagt í hetta uppskotið: «Vit vóna, at tað ikki verður so, sum tit siga» Vit vóna. Eg kann keypa mær ein lutaseðil, og vóna at vinna, men eg fari ikki at leggja mína fíggjarætlan eftir vónini at vinna hin stóra gekkin. Men - sambært hesum samgongitinglimi - so byggja tey eina heila skattaumlegging á vónina

Við skattabroytingunum skulu tey nú niður á 48.000 botnfrádrátti og so rinda 35% av restini, umframt øll sosial gjøld. Og orsøkin til, at júst hesi skulu knokkroytast so ógvusliga er, at “tey tjena so nógv”. Eitt, einstakt reiðarí hevur sagt, at øll, sum sigla hjá teimum skulu hava tað sama eftir. Av tí, at polakkar, amerikanarar, bretar og filipinarar fáa sítt skattafrítt, hevur hetta reiðaríið av sínum eintingum hækkað lønina hjá føroyingunum so nógv, at teir hava tað sama eftir, sum starvsfelagarnir. Men úrslitið er eisini, at eingin føroyingur afturat sleppur inn har – vit eru for dýrir.

Øll hini reiðaríini geva sáttmálaløn, og tann inntøkan er ikki nær námind tí, sum ført hevur verið fram.

Men hvar gongur markið fyri at tjena nógv? Og hví verður bara ein bólkur tikin burturúr? Hví tekur man ikki ØLL, sum fara um eina ávísa løn? Tak til dømis løgtingsformannin, sum er best lønti almenni persónur. Hóast hann tjenar væl, beheldur hann sín botnfrádrátt. Sama er galdandi fyri læknar - ofta útlendskar - sum

Men taka vit tey, sum fara av landinum at lesa, kemur bara helvtin heim aftur (Hagstovan). So loysnin er ikki at senda enn fleiri fólk av landinum til at taka útbúgvingar. Serliga ikki útbúgvingar, okkum ikki tørvar. Tí tá hava vit í ólukkumát rindað fyri at gagna øðrum tjóðum. Og eg meini so við - tað er líka við at vit kunnu útflyta fíggar- og samfelagsfrøðingar, so nógvar sum vit eftirhondini hava av teimum.

Og tí er tað, at yrkingin hjá Martini Joensen rennur mær til hugs. Við hesum skattauppskotinum fara vit skjótt at verða sum Hetland. Nógv fámentari - og alt verður kvirt, meðan tey arbeiðsplássini í útlondum, sum hava gjørt tað liviligt her á landi, kámast burt. Og álvaratos. Hvør skal tá rinda lønina hjá øllum okkara fíggjar- og samfelagsfrøðingum?

Magni Skaale Formaður í Antares

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 44 45
Mallotus Villosus SVARTKJAFTUR Micromesistius poutassou SILD Clupea Harengus MAKRELUR Scomber Scombrus
Hitt okkum á Atlantic Fair á bási nr. D-336 www.np.fo
LODNA
Vit veita hágóðsku fiskavørur frá reinasta havumhvørvinum úr norður-atlantshavi

BRAER STORMURIN Í 1993

Lægsta barometurstøða í Føroyum nakrantíð, og vindferðin var methøg!

Øll heimspressan var í Hetlandi hesar dagarnar beint eftir árskiftið. Seinasta stóra oljudálkingin hevði verið í einum fjarskotnum stað í mars í 1989 í Alaska, tá ið Exxon Valdez rendi á land, og 37.000 tons av ráolju fóru í havið. Hesaferð var meiri enn tvífalt so nógv olja umborð.

Vit, sum ikki eru so ung longur, minnast væl dagarnar við illveðri í januar 1993, tá ið eitt stórt oljutangaskip, M/V Braer, rak á land í Suðurhetlandi. Í lastini vóru 85.000 túsund tons av ráolju av Gullfaksfeltinum í Norðsjónum, sum skipaði vóru inn í Mongstad við Bergen og skuldu siglast til Quebec í Canada.

Millum fyrstu miðlar á staðnum at siga frá hendingini var Sjónvarp Føroya. Árni Gregersen stóð í nógvum vindi við einum strandaðum oljutangaskipi í bakgrundini og gjørdi reportasju. Hann mátti tosa nokkso hart fyri at trongja ígjøgnum óljóðið frá vindinum. Men tað kláraði hann fínt.

Hendingin er áhugaverd upp á so nógvar mátar. Ikki bara hví skipið fór á land, men eisini

hvørji ráð manningin tók sær, eftir at motorurin var steðgaður, og skipið ikki kundi stýrast meir, og veðrið bleiv ringt. Heldur ikki bara, hvussu illa øll oljan dálkaði alt umhvørvið í næsta granna okkara fyri eystan, tá ið skipið nakrar dagar seinni brotnaði, og øll 85.000 tonsini, svarandi til 5679 fullar oljutangabilar (!) frá EFFO ella MAGN, fóru havið.

Vit byrja við veðrinum, sum var í januar 1993. Fleiri djúp og máttmikil lágtrýst komu av leiðunum við Norðuramerika og tóku ferðina ímóti okkum. Fleiri dagar vóru tí við illveðri í Føroyum – eisini bara fram til 10. januar. Longu seinnapartin 1. januar var hvassur vindur í miðalvindi av suðuri. 3. januar nærkaðist aftur eitt djúpt lágtrýst vestaneftir við nógvum

vindi av suðuri. Um storm í miðalvindi.

Oljutangaskipið Braer var tá statt nakað sunnan fyri Hetland. Nógvur sjógvur rann eftir dekkinum og fór niður ígjøgnum luftrørini og niður í oljutangarnar, so at motorurin steðgaði. Skipið rak tí fyri vág og vind – var ikki undir ræði. Manningin var verandi umborð. Í fyrstanini var eingin vandi fyri skipi ella manning – skipið var enn á opnum havi.

Bert tveir dagar seinni, 5. januar, nærkaðist longu aftur eitt djúpt lágtrýst Føroyum og Hetlandi. Hesaferð av útsynningi. Tað tók eina leið norður um Føroyar, og nógvur vindur var seinnapartin og um kvøldið og eisini eitt sindur út á náttina av útsynningi í øllum

økinum úr Føroyum og eystur um Hetland.

Braer fór at reka ímóti landi við Sumburgh Head, heilt har suðuri í Hetlandi. Áðrenn tað endaði á landi, varð gjørt av at taka alla manningina av skipinum við tyrlu. Eitt oljutangaskip hevði rent á land í Spania ein mánað áðrenn, og eldur var komin í tað beinanveg. Tí varð hildið vera best at fáa alla manningina av Braer alt fyri eitt. Skipið rendi tí á land ómannað beint fyri middag 5. januar.

Royndir vóru gjørdar beinanveg at fáa skipið av, men tað eydnaðist ikki. Tað er stutt eftir hetta, at Árni Gregersen stóð á bakkatromini og greiddi frá. Við sær hevði hann myndamannin Jógvan Páll

“

Eitt oljutangaskip hevði rent á land í Spania ein mánað áðrenn, og eldur var komin í tað beinanveg. Tí varð hildið vera best at fáa alla manningina av Braer alt fyri eitt. Skipið rendi tí á land ómannað beint fyri middag 5. januar

Sunnudagin 10 januar 1993 klokkan 18. Fylgissveinamynd av lágtrýstinum (tv) og veðurkort (th). Slóðin av leiðini sunnan fyri New Foundland sæst á kortinum. Trýstið í miðjuni er næstan komið botn – er um 916 hPa. Í Føroyum er frískur vindur upp í hvassan vind av suðuri. Tað ringasta veðrið er ikki komið enn. Heldur ikki í Hetlandi. Tað kom eina løtu seinni.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 46 47

Johannesen. Teir báðir høvdu nóg mikið at gera við at halda sær fast fyri ikki at fara á flog.

Meðan tilbúgvingin næstu dagarnar royndi at hugsa, hvørji ráðini vóru at fáa skipið av aftur fyri at sleppa undan einari stórari umhvørvisvanlukku, stóð skipið rimmarfast.

3 dagar seinni, 8. januar, tók eitt lágtrýst seg upp beint sunnan fyri New Foundland. Í fyrstanini sá tað ikki út av nógvum, men veðurstovur roknaðu seg skjótt fram til, at hetta fór at verða eitt óvanliga djúpt lágtrýst. Eitt sindur av óvissu var tó um, hvussu tað fór at raka á okkara leiðum. Fór tað norður um ella suður um Føroyar? Ella tvørturum? Ella fór tað at steðga, beint áðrenn tað kom ov nær?

Í miðjum Norðuratlantshavi broytti lágtrýstið kós, fór í landnyrðing og fór at dýpast skjótt. Næstu 24 tímarnar minkaði trýstið 88 hPa, og tað er óvanliga nógv. Minkar trýstið í einum lágtrýsti 24 hPa ella meir í 24 samanhangandi tímar, kallast hetta ein atmosferisk bumba. 88 hPa 24 tímar er

meiri enn 3 ferðir meiri enn tað!

Til samanberingar dýptist trýstið í miðjuni av jólaódnini 58 hPa í 24 tímar. So her er talan um eitt heilt serstakt lágtrýst. Eitt lágtrýst sum setti met. Síðan veðurstovur í Evropa og Norðuramerika vórðu settar á stovn og fóru at gera mátingar av veðrinum í 1850unum, hevur einki lágtrýst yvir Norðuratlantshavi verið so djúpt. Enn er metið ikki tikið.

Tað kom heilt niður í 914 hPa. Hetta er líka lágt ella lægri enn í tropiskum ódnum. Í miðjuni av tropisku ódnini Katrina, sum rakti Louisiana august mánað 2005, hon er ódnin, sum hevur gjørt mest skaða (125 mió US dollarar), var trýstið niðri á 902 hPa – t.e. bert 12 hPa lægri.

Mánamorgunin 11. januar var lágtrýstið statt einar 100 fjórðingar vestan fyri Føroyar. Hesa løtuna var trýstið í botni. Tíbetur fyri okkum Føroyum var lágrýstið ikki nærri okkum, meðan tað var uppá tað allar harðasta, ella at tað tók eina leið eitt sindur longur norður. Ikki tí, vit høvdu ræðuliga nógvan vind

av útsynningi suðuri – miðalvindurin á Akrabergi og í Mykinesi var 42 m/s, og hvirlurnar upp í 70 m/s. Hetta var met til 1997.

Í hinum støðunum kring landið var ikki líka ringt veður, men tað kundi verið nógv verri, tók lágtrýstið bert eina leið eitt lítið sindur longur norður, ella at tað hevði gingið eitt lítið sindur skjótari ímóti okkum.

Á flogvøllinum vórðu máld 930,3 hPa hendan mánamorgunin. Hetta er tað lægsta, sum nakrantíð er mált Føroyum. Tá ið jólaódnin herjaði desember mánað í 1988, vórðu máld 934 hPa.

Eftir hetta fór lágtrýstið eystur- eftir, tvørtur um Føroyar og gryntist skjótt –t.e. mátturin fór skjótt úr.

So aftur til ólukkuskipið Braer, sum stóð fast í botni í Suðurhetlandi heilt inni við land. Allar vónir um at fáa tað av sløknaðu, tá ið omanfyrinevnda lágtrýst nærkaðist við nógvum vindi. Vindur og alda rætt og slætt brutu skipið. Øll oljan fór burturúr og í havið.

Oljudálkingin bleiv ikki so stór sum væntað, tí nógvi vindurin breiddi oljuna út yvir eitt ógvuliga stórt øki, har hon tyntist munandi. Eisini varð havið pískað upp í skúm, so at oljan nokkso skjótt dampaði burtur. Minni enn eina viku seinni var eingin olja at síggja kring vrakið.

Men heilt undan sluppu tey ikki allíkavæl. 1500 sjófuglar doyðu av oljudálking umframt ein triðingur av øllum láturkópi í Hetlandi. Nógv fólk í Suður- hetlandi fingu trupulleikar við andaleiðini eftir hendingina. Fleiri fiskileiðir vórðu stongdar og lótu ikki uppaftur fyrr enn 2000. Íalt vóru £45 mió goldin í endurgjaldi. Bretar kalla hetta illveðrið í Føroyum og Hetlandi og eisini í stórum partum av Bretlandi fyri Braerstormurin. Tað var ikki hesin stormur, sum fekk skipið at renna á land, men hann breyt skipið sundur nakrar dagar seinni og elvdi beinleiðis til oljudálking.

Vit eru MEST

Tín álítandi samstarvsfelagi

Við meira enn 120 ára royndum er MEST fremsta skipasmiðjan í Norðuratlantshøvum.

Vit hava karmarnar, útgerðina og fólkið til at loysa allar umvælingar, nýbyggingar og dagføringar.

Sama hvat tær tørvar innan sjó- ella alivinnu, veitir MEST tær tænastur í serflokki.

www.mest.fo sales@mest.fo

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 48 49
TRIVNAÐUR ÁBYRGD OG ÁLIT MENNING NES KOMMUNA STUÐLAR B68 MYND: DRONEDIRECTOR Braer sakk til endans beint úr fjøruni í Quendale Bay eftir at øll oljan í lastini var farin havið. Fólk á landi kundu ikki gera annað enn at hyggja. 85.000 túsund tons av olju havinum í nærumhvørvinum. Ímyndi tykkum stúranina, sum var í Hetlandi hesar dagarnar. Tá ið Olshana fóa á land við Flesjarnar í 2007, vóru 270 tons av olju umborð.

Eitt felag vit eiga í felag

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 50 51

Måløy Maritime Group is a cluster of 14 companies that all operate in the maritime industry in Måløy, Norway. We offer a complete range of services to the fleet, undertaking all relevant operations. Together, our members have all the necessary skills to be a complete supplier of all services needed to the maritime industry.

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 52 53 NÝBAKAÐ HVØNN
KLINGRUGARÐUR 6 700 KLAKSVÍK TELEFON. 455314
MORGUN
A WORLD LEADING MARITIME CLUSTER MEET SOME OF OUR MEMBERS AT STAND.NO D-301 SHIPYARD SERVICES DESIGN & ENGINEERING INSTALLATION & ELECTRIC SYSTEMS FISHING GEAR & EQUIPMENT GENERAL SUPPLY & PORT FACILITIES • Vit framleiða ymiskar støddir av beituhúkum og skeiðhúkum. • Vit hava framleitt og selt húkar í mong ár, serliga til tey, ið Saman tryggja vit okkara rættindi www.fsn.fo

www.maritimemontering.com

BURÐARDYGG FØROYSK FRAMLEIÐSLA

LENDISVERJA

Lendisverja frá Looknorth er eitt slitsterkt og støðufast undirlag við hópin av møguleikum. Framleitt úr 100% endurnýtslu plasti frá føroyskum aliringum.

Lendisverjan er m.a. vælegnað til parkeringsøkir, innkoyringar og vegir. Og er framúr góð, at styrkja og tryggja grøn økir, sum hagagøtur, grasvøllir og skráingar.

Lendisverjan kann fyllast við mold og sáast við grasfræði. Eisini ber til at fylla við t.d. sandi ella prýðiligum smásteinum.

Lendisverja við

Við markaproppum, er møguligt at markera eitt nú parkeringsbásar á títt øki.

Stødd: 38x38x5 cm 100% grønt plast Kann krøkjast saman

STUÐLAR SKÁLA ÍF

ÁLÍTANDI TALA ER DÝRGRIPUR Orðið

TEKNA

HALD TIL NORÐLÝSIÐ

við at skriva til info@nordlysid.fo

Kostnaður kr. 250,- fyri ársfjórðingin

""Úr sama munni gongur út signing og bann! Brøður mínir, hetta eigur ikki so at vera." – Ják. 3:10

Orðtakið sipar bæði til talu okkara og atferð. Í frumsamkomuni vóru tað fleiri játtandi kristin, ið høvdu "lætta" tungu. Nøkur teirra, umvend frá jødadóminum, endurtóku framvegis bønirnar, ið byrjaðu við: "Signað veri navn Títt, O, Gud." Hesi fólk bæði bannaðu og svóru kortini yvir samborgararnar. Ápostulin Jákup gjørdi greitt, at bann og signing úr sama munni er eins ónatúrligt og frískt og salt vatn úr sama kelduvaði ella fikur og villini oljuber á sama træi. Í "Pilgrim Progress" lýsir John Bunyan lyndið hjá prátara sum tann, ið er "heilagur burturstaddur, men djevul við hús". Menn føra onkuntíð slíka talu. Eru høviskir og vinsamir, hitta teir fólk á gøtuni, men glepsa eftir egnum húsfólki. Ofta kunnu kvinnur vera lifrandi søtar í kirkju ella á møti, men myrða ummæli hjá øðrum við hvassari sleygitungu, fáa tær telefonhorn hond. Tað eru tey, sum lita samtalu sína við eyðmjúkum orðalagi saman við trúgvandi fólki, men uttandura eru tey spilliklútar og munnvargar. Jákup segði: "Brøður mínir, hetta eigur ikki so at vera!"

Rannsaka orð tíni. Tað, sum tú sigur undir arbeiði, rímar tað við vitnisburð tín í samkomuni? Sýnir tú sama anda innandura, hjá tær sjálvum? Set í teg í dag, at tala tín skal vera álitsvekjandi, so at orð tíni verða sannleiks- og vinsemisdýrgripir, hvar tú so ert ella fert. Sig einans tað, sum Harranum er til heiðurs.

Børn Kongsins eiga at brúka tignarorðalagið við hóvið. -prp

NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 NORÐLÝSIÐ NR. 17 TÝSDAGIN 21. MAI 2024 54 55
Nr. 1794 Bræv Jákups 3:1-12
Follow us on: Leading provider of complete maritime interior solutions Want to book a meeting? Odd Birkeland +47 48 08 20 00 odd.birkeland@maritimemontering.com Meet us at Atlantic Fair 28-30 May at booth 110
Vatn
setir ígjøgnum
Tel. (+298) 45 81 00 · looknorth@looknorth.fo · www.looknorth.fo
Lætt at leggja út – uttan amboð
Vitja okkum á Atlantic Fair í Klaksvík Básurnr.B-134
markaproppum

Vælkomin at vitja okkum á bási D-390 ns.fo Ein tryggur og kappingarførur samstarvsfelagi

PRENT: ERRITSØ TRYK / ÁBYRGD: JÓHANN LÜTZEN KLAKSVÍKSVEGUR 28 - 700 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - INFO@NORDLYSID.FO

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Norðlýsið #17 2024 by Tróndur Ellingsgaard - Issuu