Issuu on Google+

F Ø R O Y A R H V U S S U

L J Ó Ð A

O

R

K

5 . 2

F Ø R O Y A R ?

A


F

Ø

R

O

Y

A

R

5

.

2

– Hvussu ljóða Føroyar? bjóðar tær inn í ein serstakan heim, har tú hoyrir, hvussu tað ljóðar, tá ið tónleikarar spæla upp á eitt land. Talan er um eina ljóðinstallatión, ið ORKA, við Jens L. Thomsen, tónleikaframleiðara, og Una Árting, jarðfrøðingi, hava tikið stig til saman við Granskingarráði Føroya. Hon er eitt mótsetningsmikið samspæl millum tónlist og jarðfrøði, verk og tilgongd, og avantgarde og atkomuligheit. Installatiónin er sett saman av video, surroundljóði og rúmi.


A R B E I Ð S T I L G O N G D Til tess at finna fram til, hvussu føroyska undirgrundin ljóðar, hava Jens L. Thomsen og Uni Árting verið á fimm seismiskum mátistøðum í Føroyum. Mátistøðirnar liggja í Suðuroy, Vágum, Norðurstreymoy, Svínoy og Tórshavn; hyggur ein at Føroyakortinum, sæst, at støðirnar umboða tær fýra høvuðsættirnar, norður, suður, eystur og vestur. Á mátistøðunum hava teir tikið upp seismiskar ristingar í hellu, bergi og grótbrotum, og upptøkurnar eru síðan tilevnaðar, samplaðar og komponeraðar inn í eina tónlistarliga heild. Harumframt eru ferðirnar út til mátistøðirnar, fyrireikingar og ljóðupptøkur skjalfestar á videoupptøkum, ið verða nýttar í sjálvum verkinum. Sostatt er FØROYAR 5.2 ein audio-visuell heild, har tilgongdin gerst partur av verkinum.


U M

P R O J E K T I Ð

FØROYAR 5.2 sýningin er í trimum pørtum: fyrst ein stuttur inngangur, har teir báðir listamenninir Jens L. Thomsen og Uni Árting greiða frá, hvussu verkið er skipað. Síðan er ein heimildarfilmur, har tú ígjøgnum handhildið videotól fylgir teimum báðum út á ymsu oyggjarnar og niðan á fjøll, har mátistøðirnar standa. Her sært tú teir spæla upp á Føroyar við sleggjum, steinum o.ø. At enda verður sjálvt verkið sýnt og spælt umvegis fimm skíggjar, hátalarar og subwoofarar. Fýra hátalarar og fýra skíggjar umboða tær áðurnevndu fýra ættirnar, meðan fimti hátalarin/ skíggin, ið er uppi undir loftinum, umboðar høvuðsstaðin Tórshavn. Sum luttakari í FØROYAR 5.2 fert tú eisini sjálvur ígjøgnum eina tilgongd, har tú fyrst fylgir gongdini í ávikavist innganginum og heimildarfilminum, og síðan verður tú fevndur av sjálvum verkinum. Brádliga byrjar tú at hoyra og síggja heildina, so hvørt sum ymsu ljóð- og videokeldurnar renna saman í bergtakandi, komponeraðum samljóði.


“[...] konceptet er fuldt forløst med præcision, indlevelse og fornem musikalsk tæft. [...] Værket har sin egen urkraft, men det giver også som al god kunst plads til tilskuerens egne forestillinger og tanker” - Ole Wich (Faeroensis)

“This is the best display of how a stupid sounding idea can turn out into something really creative and really brilliant” - Daniel Köhler (Bayern BR Puls)


“Genious, avantgarde, the single most exciting series of sounds that I’ve ever heard” - Matthew Workman (Faroe Podcast)

“Sjúkliga gott! Eg varð skakaður inn á merg, drigin upp úr djúpasta sorta, borin av Føroyum og ljóðinum, sum koma innan úr teimum. Beinini skulvu undir mær mog slóðir av ljóðunum hanga enn eftir í hvørjari spong” - Oddfríður Marni Rasmussen (Rithøvundur)


O

R

K

A

VIÐ JENS L. THOMSEN OG UNA ÁRTING

F

Ø

R

O

Y

VERKÆTLANARLEIÐARI Urd Johannesen, Norðurlandahúsið í Føroyum. MYNDATØKNINGAR Rúni Friis Kjær Heðin Ziska Davidsen Jón Sand Davidsen

A

R

5 . 2

VIDEOKLIPPING Heiðrik á Heygum (inngangur) Uni Árting and Rúni Friis Kjær (heimildarfilmur) Thomas Koba (FØROYAR 5.2) TRAILER Heiðrik á Heygum

SEISMISKUR TØKNINGUR Uni Petersen

FRAMLEIÐSLUTØKNI No Parking Production

FOTOGRAFAR Petur Pólson (Suðuroy) Jóanes Árting (Vík) Kirstin Helgadóttir (Svínoy) Rúni Friis Kjær (inngangur)

GRAFISK SNIÐGEVING Kirstin Helgadóttir FALDARATEKSTUR Knút H. Eysturstein


FRAMLEITT FYRI Granskingarráðið og Vísindavøkuna 2012 í samstarvi við Jarðfeingi og Norðurlandahúsið í Føroyum. TAKK TIL Tjóðpallur Føroya VisitFaroeIslands Kringvarp Føroya Studio Bloch Føroya Bjór Formula Nema Sakaris Fríði Stórá Hallur Helmsdal Hallur Thomsen SAMBAND Norðurlandahúsið í Føroyum ATT: Urd Johannesen Norðari Ringveur Postbox 1260 FO-100 Tórshavn Tlf. +298 351 351 E-mail: urd@nlh.fo YOUTUBE http://www.youtube.com/watch?v=eILF_ti0a08



FØROYAR 5.2 (FO)