Vit gera okkum ómak
![]()
Longu tá tú fer at hugsa um at velja træ sum rávøru og tilfar, koma vit á bylgjulongd. Nøgdsemið, ið kemst av at arbeiða við lívrunnum tilfari, er nakað heilt fyri seg. Tað andar, angar og livir sítt egna lív. Havnar Træsmiðja er dygdarveitari av snikkaraarbeiði og vit leggja okkum eftir at skapa handverksliga góðsku. Uttan mun til hvat vit gera; hurðar, trappur, skáp, heil handilshøli ella skrivstovur. Ella tá vit umvæla okkurt, ið fólk eru fegin um, so er tilgongdin hin sama: Við einari djúpari fatan av tilfarinum gera vit okkum ómak fyri at skapa varandi virði fyri kundan.
Hjá Skilling var tørvurin á goymsluplássi stórur, og við snøggu skuffunum er altíð
Vinnan hevur tørvir, ið bert ein handverkari kann nøkta
Tá tað skal verða okkurt serstakt, ið ikki er hyllavøra, eru oftast boð eftir okkum. Vit koma á staðið, lurta og taka mát og fara so aftur á verkstaðið at velja rætta tilfarið.
Fyri leikfólk kann tað tykjast sum ein torgreidd uppgáva, men vit hava royndirnar og hegnið, ið skal til. Eitt væl útgjørt verkstað, við nýmótans amboðum og egnum lakk- og málingarúmi, gera vit alt leyst og liðugt uppsett um tú ynskir tað.
Øll vit, ið starvast á verkstaðnum í Havnar Træsmiðju, hava handverksliga útbúgving. Fyri okkum er tað sjálvt tilverugrundarlagið í virkinum, at duga og skilja hvussu tú velir rætta tilfarið, til røttu uppgávuna. Eitt er at fáa alt at passa heilt neyvt saman. Annað er at meistra gamla handverkið og at møta ynskjunum hjá hvørjum einstøkum kunda.
Tað, ið fólk síggja, er lidna handverkið, men aftan fyri úrslitið liggja tol, royndir og aldargomul siðvenja. Vit gera okkum ómak.
Lat okkum práta um uppgávuna. Tað kann væl verða, at títt hugskot kann gerast til veruleika fyri ein rímiligan kostnað. Vit leggja eisini lag á, hvat slag av tilfarið, ið er best til rætta brúki.
Góð ráð eru við í prísinum – ring 204000 www.havnartrasmidja.fo