VIESSMANN CONNECTIVITY
ViCare Smart Climate Hitastýring til heimið
ViCare Smart Climate Einføld og trygg hitastýring til alt heimið
2/3
V I C A R E S M A RT C L I M AT E
ViCare Smart Climate Stýr hitanum í tínum heimi við teimum nýggju ViCare termostatunum. Hitin kann stillast frá tíni fartelefon. So hevur tú fult tamarhald.
O R K U S PA R A N D I U P P H I T I N G ViCare Smart Climate røðin er tað nýggjasta ættarliðið innan termostatar og aðrar eindir, sum kunnu stýra hitanum í tínum heimi. Við ViCare appini kanst tú stýra tíni hitaskipan, og øllum tilhoyrandi eindum, beinleiðis frá fartelefonini. Hetta merkir, at tú kanst stýra hitanum, inniluftini og orkunýtsluni. So fer minni orka til spillis. Orkurokningin lækkar, og tú hevur yvirlit yvir hitanýtsluna. Harvið kanst tú tryggja tær, at tú ikki brúkar meira orku, enn tú hevur tørv á.
Fyrimunir
+ + Termostatarnir kunnu nýtast við øllum sløgum av hitaskipanum, uttan mun til framleiðara
+ Kann nýtast til oljufýring, hitapumpu, fjarhita og jarðhita
+ Samband við internetið umvegis VitoConnect ella innbygt WiFi
+ Einføld stýring við ViCare App
ViCare Smart Climate Gólvhitatermostatur
ViCare Smart Climate Radiatortermostatur
H Ó S K A R T I L A L L A R H I TA S K I PA N I R
H Ó S K A R T I L A L L A R V E N T I L A R O G H I TA S K I PA N I R
Við ViCare gólvhitatermostati og telestater kanst tú, bæði skjótt og lætt, broyta hitakurvina á hitakelduni á øllum Viessmann vørum, uttan at skrúva og stilla á sjálvari hitaskipanini. Við einum ViCare gólvhitatermostati fært tú eina intelligenta stilling av hitanum, við møguleika fyri at stilla hitalagið heilt upp í 6 ymisk hitaøki, ið hava ein ViCare hitafølara. Skipanin kann eisini víðkast við fleiri ringrásum á 6 hitaøki. ViCare hitafølari gevur tær fult innlit í bæði hitalag og vætustig í hvørjum einstøkum rúmi. Soleiðis fært tú møguleika at velja eitt hitalag, ið altíð hóskar til tín.
Við ViCare radiatortermostati, kanst tú bæði skjótt og lætt, broyta hitakurvina á hitakelduni á øllum Viessmann vørum, uttan at skrúva og stilla á sjálvari hitaskipanini. Serligar, kaldar dagar skal tú bert skrúva á termostatinum, so tillagar hitakurvan seg av sær sjálvari. Termostatarnir kunnu stýrast við ókeypis appini ViCare App, uttan mun til um tú ert heima ella á ferð. Her hevur tú eisini møguleika at stýra hitalagnum í hvørjum einstøkum rúmi. Tað er lætt og brúkaravinarligt, og gevur tær møguleika at spara orku. Til ber at seta fleiri termostatar saman á ein serstakan termostat.
F Á H I TA S K I PA N I N A O N L I N E Bæði radiatortermostatar og gólvhitatermostatar kunnu bindast í internetið, soleiðis at tú kanst stýra hitalagnum við m.a. ókeypis ViCare Appini. Í nýggjaru Viessmann hitapumpunum er WiFi parturin innbygdur. Í eldru skipanunum, er neyðugt at brúka eitt Vitoconnect WiFi-modul. Tá ið WiFi-sambandið er stovnað, antin um Vitoconnect ella innbygda WiFi partinum, er tað einasta, ið tú skalt gera, er at heinta ViCare appina. So kanst tú stýra hitanýtsluni, uttan mun til hvar tú ert.
4/5
V I C A R E S M A RT C L I M AT E
ViCare Smart Climate Við ViCare Appini hevur tú altíð yvirlit yvir orkunýtsluni, soleiðis at tú kanst skrúva upp og niður fyri hitanum – uttan mun til hvar tú ert. HITASTÝRING VIÐ VICARE APP Tá ið tú velur eina Viessmann hitaloysn, hevur tú møguleika at optimera hitanýtsluna og kunna spara orku, við at brúka ViCare appina. Upphitingin kann stillast eftir tíðarskráum, ið hjálpa at optimera orkunýtsluna eftir dagligum brúki. Til ber til dømis at lækka hitan um náttina, um tú ynskir kaldari hitalag, tá tú skalt sova. Tá ið tú ikki ert við hús, er ein einstøk stilling nóg mikið, fyri at skipanin fer niður á eitt lægri hitalag og soleiðis spara orku. Tú kanst sjálvandi eisini stilla hitalagið soleiðis, at tað er heitt og fjálgt, tú ið tú kemur heim.
Lætt, sjálvsagt og ómakaleyst
FYRIMUNIR
+ Støðulýsing yvir alla skipanina í realtíð + Vel hitalag í einstøkum rúmum + Tíðarskráir fyri upphiting + Stilla valdan heittvatnshita + Stilla ymiskar tíðir til upphiting og heitt brúksvatn
+ Lofta feilboðum beinan vegin og slepp undan vantandi hita
+ Optimerað orkunýtsla við tillagaðari upphiting
Altíð íbundin og altíð tøk Fyri at binda hitaskipanina við ViCare appina, krevst eitt WiFi-modul. WiFi-modulið skapar sambandið við internetið og ger, at brúk og stýring av upphitingini fer fram tráðleyst. WiFi-modulið og ViCare appin geva møguleika fyri at tú hevur fult yvirlit yvir hitanýtslu, stilling av hitanum og mangt annað. Í nýggjaru Viessmann hitaskipanum er WiFi parturin innbygdur. Í eldru skipanunum er neyðugt at brúka eitt Vitoconnect WiFi-modul. Tú kanst eisini geva einum tænastuveitara atgongd til skipanina, so hesin kann rætta feilir og fylgja við skipanini. Hetta fer fram við einum serstøkum forriti til tænastuveitarar – Vitoguide. 1
Vegghongt kondenserandi fýrskipan
2
ViCare Klimafølari
3
ViCare radiatortermostatur
4
ViCare App
5
Vitoguide (forrit til tænastuveitarar)
6
ViCare gulvhitatermostatur
V I C A R E R A D I AT O RT E R M O S TAT U R Ger tað lætt at stýra radiatorum um ViCare appini, sama hvar tú ert.
V I C A R E G Ó LV H I T A T E R M O S TAT U R Tað heilt rætta til nýggj hús, saman við hitapumpu; eisini tá umvælt verður og gólvhiti verður innlagdur.
VICARE KLIMAFØLARI Battarírikni klimafølarin mátar, heilt neyvt, hitalagið og vætuna í rúmunum. Í stórum bygningum styrkir radiorepeatarin signalið um ein kápil.
VITOCONNECT Knýtur eldri Viessmann hitaskipanir ella vørur frá øðrum veitarum til internetið. Tað ger tað møguligt at stýra orkunýtsluni um ViCare appini.
Viessmann A/S Guldalderen 2 2640 Hedehusene Telefon: +45 46 55 95 00 www.viessmann.dk
9446 460 - DK 09/2021 Indholdet er af lov om ophavsret. Innihaldið er beskyttet vart av uppihavsrættindum. Kopiering anden bruger bert loyvd við Avritan ogog onnur nýtsla kun med forudgående tilladelse. loyvi frammanundan. Der tagesverður forbehold Fyrivarni tikiðfor fyriændringer. broytingum.