Skip to main content

Viðtøkur fyri Føroysk Miðlafólk

Page 1

Viðtøkur fyri Føroysk Miðlafólk (Union of Faroese Journalists)

Navn og endamál § 1. Navn felagsins er Føroysk Miðlafólk (stytt FM). Stk. 2. Heimstaður felagsins er í Tórshavn. § 2. Endamál felagsins er at bøta um atstøður hjá miðlafólki at røkja starv sítt, vinna limum sínum betri kor og virka fyri hollari útbúgving hjá miðlafólki.

Limaskapur/Pressukort § 3. Limaskap í FM hava fólk, sum starvast innan miðlafakliga yrkisøkið, og fólk, sum eru undir útbúgving innan hetta yrkisøki. Stk. 2. Persónar, ið hava myndugleika at seta og loysa limir í FM úr starvi, og persónar, ið hava lønarmyndugleika yvir limum í FM, kunnu ikki vera limir í felagnum. Stk. 3. Leiðarar annars kunnu, um teir eru settir eftir sáttmála millum arbeiðsgevara og eitt fakfelag, vera limir við vanligum limarættindum, undantikið valbæri til álitissessir í felagnum ella vegna felagið. Stk. 4. Limir í FM skulu til eina og hvørja tíð virka eftir og ganga inn undir reglurnar fyri góðan fjølmiðlasið, sum eru ásettar eftir lógini um fjølmiðlaábyrgd. Hetta skal limur vátta, áðrenn honum verður latið pressukort. Stk. 5. Allir limir, ið lúka treytirnar smb. stk. 4, hava rætt til pressukort. Stk. 6. Nevndin kann í ávísum førum móti gjaldi lata pressukort til leiðarar og onnur, ið smb. stk. 2 ikki kunnu vera limir í FM, um nevndin metir, at viðkomandi lýkur treytirnar í stk. 1 og stk. Aðalfundurin ásetur gjaldið fyri útflýggjan av pressukorti eftir hesi áseting. Stk. 7. Tey, ið fáa pressukort eftir hesi áseting, skulu vátta, at tey virka eftir og ganga inn undir reglurnar fyri góðan fjølmiðlasið, sum eru ásettar eftir lógini um fjølmiðlaábyrgd. Stk. 8 Um ánari av pressukorti ikki longur lýkur treytirnar í viðtøkum felagsins, verður pressukortið ógildað og kravt latið aftur til felagið. Ógilding verður lýst á heimasíðuni hjá FM. § 4. Limur í FM má ikki arbeiða saman við starvsfelaga, sum ikki er limur í FM. § 5. Nevndin hevur rætt at koyra lim úr felagnum, um hann: 1 arbeiðir ímóti FM. 2 noktar at gera eftir avgerðum, sum nevndin og/ella aðalfundur, eykaaðalfundur ella limafundur hava tikið. 3 tekur upp niðurlagt arbeiði, meðan arbeiðsblokada er. 4 skyldar limagjald fyri meira enn eitt hálvt ár.


Útkoyrdur limur kann kæra hjá nevndini, fyri aðalfund ella eykaaðalfund. § 6. Nevndin hevur rætt til at áleggja limi bót, sum svarar til 10 prosent av mánaðarlønini hjá honum, fyri brotini nevnd í grein 5. Stk. 2. Um neyðugt kann nevndin við fútahjálp fáa peningin til vega. § 7. Limur, ið er strikaður vegna skuld, kann søkja um limaskap av nýggjum, tá ið skuld hansara til FM er goldin. § 8. Nevndin avger í hvørjum einstøkum føri, um treytin fyri limaskapi er til staðar.

Virki § 9. Nevndin kann seta í gildi verkfall ella arbeiðssteðg á einum ella fleiri arbeiðsplássum, har limir, ið eru fevndir av sáttmálum hjá FM, starvast. Stk. 2. Nevndin skal ráðføra seg við viðkomandi álitisfólk, áðrenn verkfall ella arbeiðssteðgur verða lýst. Stk. 3. Limur, sum arbeiðir á arbeiðsplássi, rakt av verkfalli ella arbeiðssteðgi, fær stuðul úr Trygdargrunninum. Stk. 4. Nevndin kann í serligum førum avgera at lata limi ella limum undantaksstuðul úr Trygdargrunninum á øðrum grundarlagi enn eftir stk. 2 í hesi grein. Undantaksstuðul kann bert latast til limir, sum hava mist inntøku vegna arbeiðsósemju.

Nevndin § 10. Í nevndina skulu veljast fimm limir og tveir tiltakslimir, sum hava atkvøðurætt í FM. Formaðurin verður valdur beinleiðis á aðalfundi smbr. § 17, stk. 1. Stk. 2. Í nevndini skulu sita umboð fyri bæði skrivaðar og loftbornar miðlar. § 11. Nevndin hevur rætt at føra samráðingar um lønar- og arbeiðsviðurskifti limanna. Stk. 2. Meðan nevndarumboðini føra samráðingar, má ongin limur gera einstaklingasáttmálar ella taka við nøkrum tilboði frá mótpartinum. § 12. Tiltaksnevndarlimirnir hava rætt til at luttaka á nevndarfundum. Teir eiga at fáa fundarboð eins og nevndarlimirnir. Stk. 2. Tiltakslimir hava ikki atkvøðurætt á nevndarfundi. § 13. Formaðurin ella tveir nevndarlimir kalla til nevndarfundar. § 14. Á fyrsta nevndarfundi eftir valið skipar nevndin seg við næstformanni, skrivara og kassameistara.


Aðalfundur og eykaaðalfundur § 15. Aðalfundur er einaferð um árið – í seinasta lagi 30. mars. Stk. 2. Tíð og staður fyri aðalfundin skal kunngerast alment í seinasta lagi tvær vikur frammanundan. Stk. 3. Allir limir felagsins hava atkvøðurætt á aðalfundi felagsins. (Sí tó grein 22, stk. 1). Stk. 4. Aðalfundur er altíð viðtøkuførur. Stk. 5. Til viðtøkubroytingar krevst, at minst helvtin av uppmøttu limunum við atkvøðurætti eru fyri. § 16. Dagsskráin fyri aðalfundin er hendan: 1 Val av orðstýrara. 2 Frágreiðing frá formanninum fyri farna árið. 3 Framløga av grannskoðaðum roknskapi. 4 Innkomin mál, viðtøkubroytingar. 5 Val av formanni. 6 Val av tveimum nevndarlimum fyri 2 ár. 7 Val av tveimum tiltakslimum. 8 Val av tveimum grannskoðarum. 9 Áseting av limagjaldi. 10Áseting av inngjaldi í Trygdargrunnin. 11 Ymiskt. § 17. Formaðurin verður valdur við avgjørdum meiriluta. Fær onki valevni avgjørdan meiriluta við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður umval millum tey bæði valevnini, sum hava flest atkvøður. Stendur á jøvnum í atkvøðutali, verður lutakast. Stk. 2. Limur hevur bert atkvøðurætt, tá ið hann sjálvur er á fundi. § 18. Eykaaðalfundur kann ver, tá ið nevndin heldur hetta vera neyðugt, ella tá ið minst ¼ av limunum krevja tað. Stk. 2. Eykaaðalfundur kann verða boðaður við styttri fyrivarni, men fylgir annars somu reglum sum aðalfundur. § 19. uppskot um viðtøkubroytingar og annað, sum limir ynskja viðgjørd á aðalfundi, skulu vera nevndini í hendi – skrivliga – í seinasta lagi eina viku fyri fundin.

Roknskapur § 20. Álmanakkaárið er roknskaparár felagsins. Stk. 2. Aðalfundurin velur tveir grannskoðarar at halda eyguni við, at roknskapurin verður rætt førdur. Grannskoðararnir kunnu veljast millum limirnar.


Grannskoðararnir hava til eina og hvørja tíð rætt til at síggja bøkur felagsins. Stk. 3. Kassameistarin leggur á hvørjum ári grannskoðaða roknskapin fyri aðalfundin.

Limagjald § 21. Limagjaldið, sum verður ásett av aðalfundinum, verður goldið fyrst í hvørjum mánaði. § 22. Hevur limur ikki goldið limagjald ásetta tíð, missir hann atkvøðurætt sín í fyrstu syftu. Stk. 2. Skyldar limur limagjald fyri meira enn eitt hálvt ár, hevur nevndin rætt til at koyra hann úr felagnum sambr. grein 6. Stk. 3. Limur, sum skyldar limagjald fyri meira enn ein mánaða, fær ikki stuðul úr Trygdargrunninum. Stk. 4. Nevndini verður heimilað at gera avtalur við limir, sum eru í eftirstøðu, um hvussu skuldin verður goldin. Álitisfólk § 23. Eru tríggir ella fleiri limir í FM á einum arbeiðsplássi, sum er fevnt av sáttmála hjá FM, skulu teir velja eitt álitisfólk fyri tvey ár í senn. Álitisfólk kunnu afturveljast. Stk. 2. Valið av álitisfólki skal innan sjey dagar fráboðast FM og hinum sáttmálapartinum skrivliga. Er onki mótmæli móti valinum komið pørtunum í hendi innan 14 dagar eftir valdagin, verður valið at roknað sum góðkent. Um mótmælt verður valinum, skulu nevndirnar báðar viðgera spurningin. Bert um nevndirnar eru samdar um at vraka valið, kann umval fara fram. § 24. Álitisfólk skal ansa eftir 1 at viðurskiftini á arbeiðsplássinum ikki stríða móti lógum og reglugerðum FM’s, sáttmálum ella øðrum avtalum, sum felagið hevur gjørt. 2 krevja inn limagjald hjá arbeiðsfeløgum sínum. 3 vera millumlið millum arbeiðsfelagar og arbeiðsgevaran og millum FM og arbeiðsgevaran. Stk. 2. Tá fólk skal setast í starv eftir sáttmála hjá FM, skal tað í seinasta lagi tveir dagar undan setanarsamrøðuni hava upplýst, hvør er álitisfólk á staðnum. Tá fólk skal setast í starv ella sigast úr starvi, skal álitisfólkið hava málið til ummælis, áðrenn endalig støða verður tikin. Stk. 3. Álitisfólkið kann ikki sigast úr starvi orsakað av sínum virksemi sum álitisfólk.

Ivamál § 25. Alt, sum hesar viðtøkur ikki týðuliga tilskila, tekur nevndin avgerð um við


ábyrgd fyri aðalfundi ella eykaaðalfundi.

Gildi § 26. Hesar viðtøkur fáa gildi beinanvegin eftir aðalfund felagsins tann 24. januar 2009. Undan tí eru viðtøkurnar seinast broyttar tann 31. januar 1980, 4. februar 1984, 3. februar 2007 og 1. mars 2008.


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Viðtøkur fyri Føroysk Miðlafólk by Nudlavirkið - Issuu