Skip to main content

Viðtøkur fk 2017

Page 1

Viðtøkur og reglugerðir 2017 1


Innihald Viðtøkur fyri Føroya Keypssamtøku

3

Reglugerðir: Arbeiðsskrá hjá limanevndunum

8

Reglugerð fyri starvsfólkaumboðan í Føroya Keypssamtøku

9

Reglugerð fyri Stuðulsgrunn FK

10

§5 Hvør tann, ið gerst limur, skal skriva undir eitt serstakt upptøkublað. Tá ið limur verður upptikin, fær hann eitt eintak av viðtøkum FK og limakort, og verður hann at ganga undir hesar viðtøkur, bæði soleiðis, sum tær eru, tá ið hann verður limur, og soleiðis, sum tær seinni verða broyttar. Tá ið limur verður upptikin, skal hann gjalda limagjaldið, sum aðalfundurin hevur ásett. Hesin peningur verður settur í tiltaksgrunn FK. Yvir limirnar verður ført yvirlit, ið altíð skal vera álítandi.

Viðtøkur Føroya Keypssamtøku I. Navn, skipan, fíggjarlig hefting og bústaður §1 Navnið á keypssamtøkuni er FØROYA KEYPSSAMTØKA, L/F stytt FK. Keypssamtøkan er eitt lutafelag. Keypssamtøkan heftir við øllum ognum sínum mótvegis limum sínum. Limirnir hefta bert við innskoti sínum.

§6 Hvør valbærur limur hevur skyldu til at taka við vali til álitisstarv í FK. Verður limur afturvaldur í sama starvið, ella valdur í annað starv, hevur hann ikki skyldu at taka við valinum, fyrr enn farin er líka long tíð, sum hann seinast sat í starvi.

§2 Miðstøð hennara er í Tórshavnar kommunu. FK tekur upp limafeløg, har limatalið er nóg stórt, og har stjórnin fyri FK annars heldur líkindi vera til tess.

§7 Limirnir í FK hefta ikki fyri fíggjarligu skyldum hennara. Einans FK sjálv, við ognum sínum, heftir fyri skyldur sínar.

II. Endamálið

§3 Endamál FK er at útvega limunum í felag og undir so góðum treytum sum gjørligt góðar og óspiltar vørur, og á annan hátt gagna áhugamálum brúkaranna, eitt nú við 1. at veita limunum upplýsingar um nýtslu, eginleikar og prísir á vørum og tænastum, 2. at veita limum og almenningi upplýsingar um viðurskifti í samfelagnum og hjá fyri tøkum, ið týdning hava fyri húsarhaldið og tað virksemið, sum samtøkurørslan ger fyri brúkararnar, um grundarlagið undir henni og um, hvussu hon er skipað.

2. Um at fara úr FK §8 Ein limur kann altíð siga seg úr FK. Men gyldug uppsøgn skal altíð vera skrivlig, og skal beinast til stjórnina. Verður prógvað, at limur arbeiðir ímóti FK, ella at hann grovt misrøkir sínar skyldur móti FK, kann stjórnin eftir tilmæli frá limanevndini á staðnum gera av at limurin verður strikaður. Boðað verður skrivliga frá hesum. Viðvíkjandi rættinum til part av rakstrarláns­ kontoini hjá limum, ið eru farnir úr FK, verður víst til reglurnar í grein 9, triðja og fimta brotið.

III. Limir

1. Treyt fyri limaskapi §4 Øll kunnu gerast limir, tá tey eru myndug, ótreytað av starvi og samfelagshugsan. Innlimanin skal vera skrivlig. Umframt einstaklingar kunnu stovnar, skúlar, feløg o.tl. gerast limir, tá ið stjórnin heldur tað vera hóskandi. Hesi verða í hvørjum einstøkum føri at meta sum ein limur, við somu rættindum sum vanligir limir. Gevst felagsskapurin/stovnurin við virki sínum, fellur limaskapurin burtur.

2

IV. Peningaognir FK

§9 Peningur, ið er neyðugur til raksturin hjá FK, fæst til vega við peningaíløgum í tiltaksgrunn, sbr. grein 11, fjórða broti, og møguligum lánum, sbr. grein 10. Harumframt kann peningur útvegast á tann hátt, at limirnir stovna rakstrarlánskonto. Av árliga ágóðanum, sbr. grein 11, kann stjórnin gera av at ein partur av hesum verður fluttur á rakstrarlánskontoina. 3


Á rakstrarlánskontoini hevur hvør limur sína serkonto. Av hesum peningi verða latin 4% í rentu, ið verður tilskrivað kontoini. Inngjøldini skulu standa bundin í 15 ár. Frá 16. árinum verður í minsta lagi 1⁄15 av ágóðanum goldin avvarðandi limi. Tá nýtist hann ikki at gjalda meira inn á kontuna. Tá limur fyllir 67 ár, kann hann fáa pening sín útgoldnan av rakstrarlánskontoini. Tá nýtist hann ikki at gjalda meira inn á hesa konto. Tá ið limur doyr ella flytur av landinum, kann saldoin á rakstrarlánskontoini verða út goldin eftirsitandi/honum beinan vegin. Sigur limur seg úr FK av øðrum orsøkum, ella verður koyrdur úr FK, verður saldoin á kontoini útgoldin honum, tá ið 3 ár eru umliðin. Tó kann stjórnin gera av, at saldoin verður útgoldin honum beinan vegin. Peningur á rakstrarlánskontoini ábyrgist ikki fíggjarligu skyldum FK. Um tørvur er á hesum, kann stjórnin, um so er at 2⁄3 ella meira av stjórnarlimunum atkvøða fyri at gera broytingar í framman fyri nevndu ásetingum, gera av, at eingin renta verður tilskrivað rakstrarkontoini, smbr. 3. petti, eins og ásetast kann, at peningur fyribils heldur ikki verður goldin limi út av hesari rakstrarlánskonto. Áseting stjórnarinnar kann bert verða gjørd fyribils og kann í mesta lagi vera galdandi í 5 ár. Um skipanin skal vera galdandi meira enn 5 ár, er neyðugt at avgerð verður tikin um hetta á aðalfundi. Fráboðan um avgerð stjórnarinnar ella aðalfundsins um spurningarnar, sum nevndir eru frammanfyri, verður kunngjørd limunum við uppslagi í handlunum ella skrivliga.

verður gjørdur væl og virðiliga, og at hann verður latin grannskoðarunum í góðari tíð. Er hall frá farna ári, ið ikki er avskrivað, skal avlop fyrst fara til slíkar avskrivingar. Av avlopinum, ið tá er eftir, verða fyrst avskrivað 20% av keypsvirðinum og av leysognunum. Av avlopinum, ið tá er eftir, verða 5% løgd í tiltaksgrunn, til hesin grunnur svarar til 5% av bruttoognum FK. Avlopið, ið tá kann vera eftir, kann annaðhvørt býtast út til limirnar í mun til, hvussu nógv hvør einstakur limur hevur keypt av vørum, ið gevur rætt til ágóða, samanber tó reglurnar um rakstrarlánskonto í grein 9, ella hann verður fluttur yvir á næsta árið. Skal peningur úr tiltakgrunninum nýtast til annað enn at gjalda veruligt rakstrarhall, verður málið at leggja fyri ein aðalfund. Í uppskotinum til aðalfundin skal gjølla skilast til, hvat peningurin skal nýtast til, og at stjórnin hevur ábyrgdina av, at pengarnir verða nýttir soleiðis, sum skotið verður upp. Uppskotið verður ikki samtykt, uttan at í minsta lagi 5⁄6 av teim umboðaðu atkvøðunum greiða atkvøðu fyri uppskotinum.

§ 10 Stjórnin hevur rætt til at taka upp lán og seta føstu ognir FK í veð fyri slík lán, so mikið sum hon heldur vera neyðugt til at tryggja FK góðan og tryggan rakstur, sbr. grein 25.

1. Limanevndirnar § 13 Tey ymisku limafeløgini í FK hava hvør sína limanevnd. Fleiri handlar (deildir) kunnu vera undir sama limafelag. Tá nýggjur handil (deild) verður stovnaður, tekur stjórnin støðu til, um hann skal roknast sum eitt sjálvstøðugt limafelag við egnari limanevnd, ella hann verður lið í einum verandi limafelag.

VI. Myndugleikar FK og leiðsla

§ 12 Myndugleikar FK eru: limanevndirnar, ársfund­irn­ ir, aðalfundurin og grann skoð ar arn ir. Leiðsla FK er stjórnin. Dagliga leiðsla FK er stjórin. Hann hevur dagligu leiðslu FK um hendi undir fyrisæti stjórnarinnar. Teir einstøku deildarstjórarnir eru daglig leiðsla á teimum einstøku deildunum við ábyrgd mótvegis stjórn og stjóra.

V. Roknskapur o.a.

§ 11 Roknskaparárið hjá FK er álmanakkaárið. Ársroknskapurin verður gjørdur upp eftir vanligari metan av virðum og skyldum, og soleiðis at neyðugar avskrivingar verða gjørdar. Roknskapurin skal altíð vísa, hvussu støðan er hjá FK, so væl sum stjórnin er før fyri at ætla um. Stjórnin hevur ábyrgdina av, at roknskapurin

2. Ársfundirnir § 14 Hvørt limafelag boðar limum sínum til ársfund í februar/mars á hvørjum ári. 4

ikki boðað tiltakslimi frá, kann formaðurin boða viðkomandi tiltakslimi at møta. Limanevndin skal virka fyri sama endamáli, sum nevnt í § 3, og vera bindilið millum limir og stjórn, og annars arbeiða eftir einari arbeiðsskrá, sum stjórnin og limanevndirnar samtykkja í felag. Limanevndin skal eisini kalla saman til lima­ fundar, tá ið tørvur er á tí. Starvsfólkið í hvørjum handli (deild) sær, hevur rætt til at velja eitt umboð til limanevndarfundir. Starvsfólkaumboðini verða vald eftir reglugerð, sum er góðkend av aðalfundinum. Starvsfólka­ umboðini hava talu- og uppskotsrætt, men ikki atkvøðurætt. Limanevndin umboðar limafelag á aðalfundi FK.

Fundirnir skulu lýsast í fjølmiðlum og handlunum við minst 14 daga freist. Í lýsingini skal standa, nær uppskot til ársfundin skulu vera limanevndini í hendi. Fundarskráin er henda: 1. val av fundarstjóra 2. val av fundarskrivara 3. frágreiðing um viðurskiftini hjá limafelagn­um og øllum FK í farna ári, m.a. fíggjarstøða hjá handlinum (deildini) og FK sum heild 4. uppskot frá stjórn, nevnd ella limum 5. orðaskifti um pkt. 3 og 4 6. val av stjórnarlimi/limum 7. val av limanevnd 8. val av stjórnartiltakslimi/limum 9. fráboðan um, nær og hvar aðalfundurin verður hildin. 10. ymiskt

3. Aðalfundurin § 17 Á tí árliga aðalfundinum, sum hildin verður í mars ella apríl, umboða tær ymisku limanevndirnar hvør sítt limafelag. Stjórnin ger av í samráð við limanevndirnar hvar tann næsti árligi aðalfundurin skal haldast. Atkvøðurætt á aðalfundinum hava stjórnar- og limanevndarlimir, og hevur hvør av teimum møttu eina atkvøðu. Aðalfundurin hevur innanfyri tey mark, sum viðtøkur og rættarvenja áseta, hægsta myndugleika í øllum málum viðvíkjandi FK.

§ 15 Limanevndin kann kalla inn til eykaársfund, tá hon heldur tað verða neyðugt. Limanevndin hevur skyldu til at kalla inn til eykaársfund í seinasta lagi 14 dagar eftir, at aðalfundurin ella í minsta lagi 25 limir í limafelagnum skrivliga hava kravt hetta við tilskilan av fundarevni. Boðanin um eykaársfund, sum skal siga frá dagsskránni, verður gjørd á sama hátt, sum tá lýst verður til vanliga ársfundin. Freistin skal ongantíð verða styttri enn 8 dagar.

§ 18 Uppskot frá limum ella limanevndum til aðal­fund­ in mugu vera stjórnini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin. Annars kunnu tey ikki koma til viðgerðar. Stjórnin boðar skrivliga við minst 10 daga freist stjórnar- og limanevndarlimum til aðal­fund­ ar. Samstundis liggur roknskapurin frammi fyri limunum í øllum handlum FK. Í fundarfráboðanini verður sagt frá fundar­ skránni. § 19 Vanligi ársaðalfundurin hevur hesa fundarskrá: 1. val av fundarstjóra 2. val av fundarskrivara 3. frágreiðing frá stjórnini frá farna árinum 4. grannskoðaður roknskapur verður framlagdur við uppskoti um, hvussu møguligur vinningur skal nýtast 5. orðaskifti og góðkenning av pkt. 3 og 4

§ 16 Í limanevndini skulu vera 5 limir, harav ein er stjórnarlimur. Eisini verða valdir tveir tiltakslimir. Nevndarlimirnir skulu vera myndugir. Nevndarlimir verða valdir fyri tvey ár ísenn. Líka ár fara 3 frá og ólíka ár fara 2 limir frá. Tiltakslimir verða valdir hvørt ár. Bæði nevndarlimir og tiltakslimir kunnu aftur veljast. Tiltakslimirnir skulu taka við, tá ið einum nevndarlimi berst frá, ella hann fer frá í ótíð. Fyrst valdi tiltakslimur tekur fyrstur við o.s.f.r. Limanevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og skrivara. Næstformaðurin tekur við, tá ið formanninum berst frá. Nevndarlimur skal sjálvur boða tiltakslimi frá at møta fyri seg og skal formaðurin hava munnlig ella skrivlig boð um hetta. Hevur nevndarlimur 5


6. góðkenning av stjórnarlimum og tiltaksstjórn­ar­ limum, valdum á ársfundunum 7. val av grannskoðarum og tiltaksgrannskoðarum 8. innkomin mál 9. ymiskt § 20 Aðalfundurin er viðtøkuførur, tað sama hvussu nógv umboð eru á fundi. Avgerðir verða tiknar við vanligum meirluta, uttan tá ið viðtøkurnar krevja nakað annað. Fundarstjóri og fundarskrivari verða valdir við at rætta hondina upp. Tað sama verður galdandi við øðrum atkvøðugreiðslum, uttan so at kravd verður skrivlig atkvøðugreiðsla. Fundarstjóri og fundarskrivari undirskriva fundarfrásøgnina. § 21 Stjórnin kann kalla saman til eykaaðalfundar, tá ið hon ynskir tað. Stjórnin hevur skyldu til at kalla saman til slíkan fund í seinasta lagi 14 dagar eftir, at í minsta lagi tvær limanevndir ella í minsta lagi 25 limir og ein limanevnd skrivliga hava kravt eykaaðalfund og við tilskilan av fundarevni. Eykaaðalfundurin er altíð viðtøkuførur. Boðanin um eykaaðalfundin, sum skal siga frá dagsskránni, verður gjørd á sama hátt, sum tá ið lýst verður til vanligan aðalfund. Freistin skal ongantíð verða styttri enn 8 dagar.

um­boð til sína vegna at taka lut í stjórn­ar­fund­um. Starvsfólkaumboðið verður valt eftir reglugerð, sum aðalfundurin hevur góðkent. Starvs­fólka­ um­boðið hevur talu- og uppskotsrætt, men ikki atkvøðurætt. Stjórnin skipar seg við formanni og næstfor­ manni. Næstformaðurin tekur við í øllum førum, tá ið formanninum berst frá, ella tá ið hann leggur frá sær í ótíð. § 23 Stjórnin hevur leiðsluna í keypssamtøkuni sam­ svarandi galdandi viðtøkum, hesum við tøkum og teimum viðtøkum, sum aðalfundurin ger. Stjórnin ger samtyktir og setir upp karmar, sum tað handilsliga virksemið skal virka innan fyri, fyri at røkka endamálum samtøkurnar. Stjórnin setir stjóra at standa fyri tí handilsliga virkseminum og deldarstjórar at standa fyri tí dagligu leiðsluni av deildinum. Stjórnin skal gera skrivligan sáttmála við stjóra og deildarstjórar. Stjórnin setir felagsskrivara. § 24 Formaðurin kallar stjórnina saman, skipar sam­ ráðingarnar og ansar eftir, at bók verður førd yvir tað, ið samtykt verður. Formaðurin umboðar FK eisini í rættarmálum. Stjórnin er viðtøkufør, tá meirlutin er á fundi. Stjórnin skal royna at tosa seg til semju. Eydnast hetta ikki, verður atkvøtt. Stendur á jøvnum, vinnur tann parturin, sum fær atkvøðuna hjá formanninum. Meirlutin í stjórnini kann krevja, at stjórnarfundur verður hildin í seinasta lagi tríggjar dagar eftir, at hann skrivliga hevur boðað formanninum frá hesum.

4. Stjórnin § 22 Í stjórnini sita eitt umboð fyri hvørt limafelag, valt á ársfundinum hjá limafelagnum og góðkent á aðalfundinum. Eru fleiri handlar í limafelagnum, fær hvør handil sítt stjórnarumboð. Stjórnarlimirnir skulu vera myndugir. Nývaldu stjórnarlimirnir taka við aftan á aðalfundin. Stjórnarlimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn soleiðis, at ávikavist størra helvtin fer frá líka ár og minna helvtin fer frá ólíka ár. Bert aðalfundurin kann seta stjórnarlim frá í ótíð. Eins nógvir tiltakslimir sum stjórnarlimir, verða valdir. Tiltakslimirnir verða valdir millum valdu limirnar í limanevndunum. Stjórnarlimi, sum berst frá, skal boða til­ taks­limi sínum frá og samstundis skal stjórnar­ formaðurin hava munnlig ella skrivlig boð um hetta. Starvsfólkini í FK hava rætt til at velja sær eitt

§ 25 FK bindur seg við undirskrift: 1. stjórans 2. formansins og næstformansins saman, ella tá 3. formaðurin ella næstformaðurin, saman við tveimum stjórnarlimum, skriva undir Tá føst ogn verður keypt, seld ella veðsett og tá talan er um at borga ella veita aðra ábyrgd, krevst stjórnarsamtykt smbrt. § 24. Stjórnin kann veita umboðsfulltrú.

6

teimum velur stjórnin ein og limirnir, ið bera fram kæruna, velja ein. Báðir partarnir velja í felag ein formann, ið hevur avgerandi orðið, um hinir báðir partarnir ikki fáast at semjast um ein úrskurð. Semjast báðir partarnir ikki um ein formann, skal sorinskrivarin seta hann út. Gerðardómarar og formaðurin nýtast ikki vera limir í FK. Gerðardómurin er endaligur og kann ikki skjótast inn fyri dómstólarnar. Úrskurðurin hjá gerðarrættinum skal fyriliggja í seinasta lagi 14 dagar eftir, at málið er lagt fyri gerðarrættin.

5. Grannskoðan § 26 Á vanliga ársaðalfundinum verða valdir tveir innanhýsis grannskoðarar og tveir tiltakslimir. Teir skiftast um at fara frá hvørt árið, fyrsta árið við lutakasti. Teir kunnu afturveljast. Stjórnin ásetur samsýning teirra. Teir skulu hava kassaeftirlit í minsta lagi tvær ferðir árliga. Teir kunnu krevja at síggja øll skjøl, sum teir biðja um. Teir skulu verða fráboðaðir, tá ið vøruteljingar fara fram, og fáa upplýsingar um alt, teir ynskja at vita. Viðmerkingar sínar føra teir í eina grann­skoð­ ara­bók. Bókin skal leggjast fyri stjórnina, og stjórn­arlimirnir skulu við undirskrift síni í bókini vátta, at teir hava lisið viðmerkingarnar. Stjórnin velur ein ella tveir góðkendar grannskoðarar at grannskoða roknskapin.

IX. Broytingar í viðtøkum FK

§ 31 Broytingar í hesum viðtøkum krevja, at 3⁄4 av teimum umboðaðu atkvøðunum á aðalfundi greiða atkvøðu fyri uppskotinum. FK kann samskipast við aðrar keypssamtøkur, tá ið uppskot um hetta verður samtykt av stjórnini og síðani viðtikið á aðalfundi av 3⁄4 av teimum umboðaðu atkvøðunum.

VII. Vørukeyp og søla

§ 27 Stjóri og deildarstjórar standa fyri vøruútflýggjan­ ini, sambært teimum fyriskipanum, sum FK hevur gjørt fyri tey, og annars sambært teimum reglum, ið ásettar verða í sáttmálum millum FK og tey.

X. Um avtøku av FK

§ 32 Uppskot um at avtaka FK skulu leggjast fyri ársfundirnar í limafeløgunum, sum skulu gera sítt tilmæli, og síðani skal uppskotið samtykkjast á tveimum fylgjandi aðalfundum, um 3⁄4 av teimum á aðalfundinum møttu samtykkja uppskotið á báð­ um fundunum. Millum aðalfundirnar skulu ganga í minsta lagi tvær vikur og í mesta lagi 4 vikur. Tá ið lýst verður til aðalfund um at avtaka FK, eru freistirnar tær somu, sum tá ið lýst verður til aðalfund, men tá skal fráboðast skrivliga til allar limirnar í FK. § 33 Á aðalfundinum, ið endaliga samtykkir at avtaka FK, verða valdir ein ella fleiri avtøkustjórar. Teir skulu sum skjótast fara undir at selja allar ognir FK og greiða allar skuldir, so langt sum inntøkurnar av søluni røkka. Verður ágóði av samlaðu søluni, skal peningurin nýtast til menning av samtøkurørsluni í Føroyum á líknandi økjum og í sama anda, sum FK hevur virkað, soleiðis sum avtakandi aðalfundurin ásetir.

§ 28 Eru ikki loyvi fingin frá stjórnini, mugu vørur bert verða latnar móti kontantum gjaldi. Í handlunum skal altíð vera eitt limayvirlit, ið er fullfíggjað og álítandi. § 29 Øllum í leiðandi starvi og øllum í stjórnini er bann­að at taka móti samsýning av nøkrum slag, bein­leiðis ella óbeinleiðis, í sambandi við vøru­ keyp, vørusølu ella annað virki í FK. Umframt revsing sambært galdandi viðtøkum hava slík brot við sær, at viðkomandi fer úr starvi uttan uppsøgn, sum hann/hon varð settur í, ella úr sessi, sum viðkomandi varð valdur í.

VIII. Avgerðir í ósemjum innan FK

§ 30 Verður ósemja millum FK og ein ella fleiri limir um mál viðvíkjandi FK, og kann ósemjan ikki greiðast við samráðingum, ið stjórnin skal fyrireika, verður málið lagt fyri gerðarrætt. Í gerðarrættinum sita tríggir gerðardómarar. Av

Seinast broytt á aðalfundi 14. apríl 2012 7


Nevndin skal gera framtíðarætlan um 1. nýbyggingar 2. innrættingar 3. vøruútboð 4. serstøk menningartiltøk 2. stk. Nevndin skal eisini, í samráð við leiðaran, skipa fyri prískanningum mótvegis øðrum handlum. § 6. Við fundarvirksemi, og við ymiskum øðrum til­tøkum, skulu limanevndirnar royna at koma í samband við limirnar, fyri at kunna seg við ynski teirra, so at tey, um tað gagnar keypssamtøkuni, kunnu verða gingin á møti.

Reglugerðir Arbeiðsskrá hjá limanevndum Samsvarandi felagsviðtøkum FK hevur aðal­fund­ ur­in góðkent soljóðandi arbeiðsskrá til lima­nevnd­ irnar. § 1. Í seinasta lagi fýra vikur aftan á ársfundin skulu limanevndirnar hava skipað seg við formanni, næstformanni og skrivara, og skulu tær alt fyri eitt boða skrivara FK frá hesum. 2. stk. Sitandi stjórnarumboð í limanevndini boðar til fyrsta fundin.

§ 7. Limafundir og onnur tiltøk, sum limanevndirnar ætla at seta í verk, skulu fráboðast til skrivara FK í seinasta lagi eina viku frammanundan.

§ 2. Formaðurin leiðir fundirnar og sær til, at fundirnir verða førdir í gerðabók. 2. stk. Skráin fyri limanevndarfundirnar er henda: 1. gerðabókin frá síðsta fundi verður lisin og undirskrivað. 2. kunning: Stjórnarumboð og deildarleiðari (deildarstjóri) kunna um mál av týdningi fyri deildina, m.a. fíggjarstøðuna. Nevnd­ ar­formaðurin kunnar um viðurskifti, sum eiga at verða tikin upp við deildarstjóra ella stjórn. 3. innkomin mál, m.a. úr limakassa 4. fyribils ásetan av næsta fundi 5. gjøgnumgongd av handlinum 6. ymiskt

§ 8. Limanevndin skal verða deildarleiðaranum til hjálpar at stjórna einum góðum handli t.d. við vøruteljing. 2. stk. Deildarleiðarin skal í góðari tíð framm­ anundan boða nevndini frá, nær vøruteljing verður. § 9. Limanevndirnar skulu í mest møguligan mun taka lut í skeiðum, sum eru ætlað teimum, eins og limanevndirnar kunnu seta ynski fram um ávís skeið. § 10. Limanevndin ger fíggjarætlan yvir virksemið í fíggjarárinum og skal fíggjarætlanin vera stjórnini í hendi í seinasta lagi 1. november.

Nevndarformaðurin syrgir fyri, at útfylt oyðublað við kunning um viðurskifti í sambandi við gjøgn­ umgongdina av handlinum verður sent stjórnini

§ 11. Limanevndin kann gera tilmæli til stjórnina um skeið fyri starvsfólkini.

§ 3. Á fundinum verður nevndin kunnað um fíggj­ar­ støðuna hjá handlinum og kann út frá úrslitinum gera tilmæli til leiðara (stjóra) og stjórn.

§ 12. Útreiðslur í sambandi við limanevndarfundir verða endurgoldnir ímóti skjalprógvan.

§ 4. Limanevndin skal viðgera og gera tilmæli til stjórnina um møguligar ábøtur á bygning/ar og lendi uttanum. § 5.

§ 13. Fyri nýtslu av telefon fær formaðurin í limanevndini endurgjald, sum verður ásett av stjórnini á hvørjum ári. Reglugerð fyri starvsfólkaumboðan 8

í Føroya Keypssamtøku

Serligt um starvsfólkaumboðan á stjórnarfundi § 6. Undan aðalfundinum velja tey valdu starvs­fólka­ umboðini í FK eitt umboð og eitt tiltaksumboð sín­ámill­um til at taka lut á stjórnarfundi. Tiltaks­ um­boðið tekur sæti, um valda umboðið fer úr starvi í FK, verður valt í stjórnina sum vanligur stjórnarlimur, ella ikki fær møtt. Stk. 2. Starvsfólkaumboðini skipa sjálv fyri valinum. Í seinasta lagi 14 dagar undan aðal­fund­ inum skal stjórnarformaðurin hava boð um, hvørji eru vald. Stk. 3. Starvsfólkaumboðið skal hava fundar­ boð til allar stjórnarfundir, og fundarfrágreiðing frá stjórnarfundum, har starvsfólkaumboðið hevur tikið lut, verður send starvsfólkaumboðnum. Starvs­fólkaumboðið á stjórnarfundi gevur starvs­ fólka­umboðunum til limanevndarfundirnar kunn­ ing, bæði undan og eftir stjórnarfund. Stk. 4. Stjórnin kann í serligum førum halda fund, uttan at boða starvsfólkaumboðnum til fundar.

1. PARTUR: Felagsreglur § 1. Starvsfólkini í hvørjum einstøkum handli (deild) hjá FK hava rætt til sínámillum at velja eitt umboð at møta á limanevndarfundum, smb. § 16, stk. 9 í felagsviðtøkunum. § 2. Starvsfólkaumboðini, sum verða vald at umboða starvsfólkið í teimum ymsu handlunum (deild­un­ um) hjá FK, hava rætt til sínámillum at velja eitt umboð til sína vegna at taka lut á stjórnarfundum, smb. § 22 í felagsviðtøkum. Hetta er eisini gald­andi, um bert ein ella fáir handlar hava valt umboð. § 3. Starvfólkaumboð í Føroya Keypssamtøku hava talu­og uppskotsrætt, men ikki atkvøðurætt. § 4. Starvsfólkaumboð í Føroya Keypssamtøku skulu til eina og hvørja tíð, og uttan lønarmiss, kunna loysast úr arbeiði fyri at taka lut á fundi í limanevnd ella stjórn, og allar útreiðslur, ið standast av starvsfólkaumboðanini, verða endurgoldnar móti skjalprógvi.

Reglugerð fyri Stuðulsgrunn FK Í samsvar við endamálsorðingina í felagsviðtøkum FK, er grunnur settur á stovn, sum kann veita fíggjarligan stuðul til einstaklingar ella bólkar, sum hava gjørt ella gera eitt samfelagsgagnligt arbeiði. § 1. Navn grunsins er: STUÐULSGRUNNUR FK.

2. PARTUR: Serligt um starvsfólkaumboðan á lima nevndarfundum § 5. Starvsfólkini í hvørjum handli (deild) sær, velja eitt umboð og eitt tiltaksumboð at møta á lima­ nevndar-fundi. Tiltaksumboðið tekur sæti, tá ið valda umboðið fer úr starvi í FK, verður valt í limanevndina sum vanligur nevndarlimur, ella ikki fær møtt. Stk. 2. Starvsfólkini skipa sjálv fyri valinum. Í seinasta lagi 14 dagar undan ársfundinum skal formaðurin í limanevndini hava boð um, hvørji starvsfólkaumboð eru vald. Stk. 3. Limanevndarformaðurin boðar stjórnini frá, hvørji starvsfólkaumboð og tiltaksumboð eru vald, samstundis sum hann boðar stjórnini frá valúrslitinum frá ársfundinum. Á ársfundinum verður síðani upplýst, hvørji eru vald.

§ 2. Endamálið við grunninum er at veita stuðul til – mentanarligt og brúkarapolitiskt arbeiði – frítíðarvirksemi § 3. Peningur til grunnin fæst til vega við ymiskum tiltøkum, sum limanevndirnar ella onnur áhuga skipa fyri. Yvirskotið av tiltøkunum fer óskert í grunnin. Tiltøkini kunnu vera – bingo – lutaseðlasøla á ársfundum og felagsfundum – tiltøk í handlunum – eykagjald á ávísa vøru eitt ávíst tíðarskeið. 2. stk. Stjórnin kann gera av, at ein prosentpartur

3. PARTUR: 9


av upplýsingarkontoini fer í grunnin. § 4. Formaðurin, fyristøðumaðurin og skrivarin hava dagliga raksturin av grunninum um hendur. § 5. Umsóknarbløð um stuðul fáast í handlinum, og er um sóknarfreistin 1. apríl. § 6. Á aðalfundinum verður greitt frá viðurskiftum grunsins, og grannskoðaði reiðinskapurin verður lagd ur fram til góðkenningar. § 7. Stjórnin ger av, hvør skal hava stuðul, og verður hetta kunngjørt á aðalfundinum. 2. stk. Stjórnin kann gera av, at eingin stuðul verður latin eitt ár. § 8. Grunnurin er leysur av virki FK, bæði fíggjarliga og á annan hátt, men FK ber útreiðslurnar av fyrisitinginiav grunninum. § 9. Roknskapur grunsins verður grannskoðaður av innanhýsis grannskoðanini. Grunnurin byrjaði virksemi sítt 1. januar 1984 undir heitinum FK-STUÐUL.

10


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Viðtøkur fk 2017 by Nudlavirkið - Issuu