Vestmenningar eru jaligir um ferðavinnu
42,8% eru samd og 4,6% eru púra samd við at Vestmanna hevur nógv at bjóða ferðafólki. Hetta er jaligt, men tað eru tó fleiri sum annaðhvørt svara hvørki, ella ikki eru samd.
83,1% eru annaðhvørt púra samd ella samd við at Vestmanna kann fáa stóran ágóða av ferðavinnuni. Bert 5% eru als ikki samd ella ikki samd.
67,7% eru annaðhvørt púra samd ella samd við at tey gleðast, tá ið tey síggja ferðafólk í bygdini. 20% eru hvørki, og 8% eru ikki samd ella als ikki samd.
Ferðavinna er ikki bert stórar íløgur, stórir aktørar og stór inntriv. Teir smáu veitararnir í ferðavinnuni geva teimum vitjandi persónligar upplivingar, og geva íkast til samlaða búskapin.
Visit Faroe Islands vísir tí eisini ofta á sólskinssøgur, sum beinleiðis eru við til at skapa ferðamálið Føroyar, t.d.; Gásadalsgarðin, Dímunargarðin, útsýnið í Bø, Jóannes Patursson í Kirkjubø og annað.
Eg gleðist, tá ið eg síggi ferðafólk
Veit ikki
Als ikki samd/ur
Ikki samd/ur
Hvørki
Samd/ur
Púra samd/ur
4
0% 20% 40% 60% 80% 100%
í bygdini
Vestmanna kann fáa stóran ágóða av ferðavinnuni
Vestmanna hevur nógv at bjóða ferðafólki
Hetta eru smærri veitarar, ið allir beinleiðis fáa ágóðan av útlendskum ferðafólki. Tað er henda vegin, at Vestmanna eigur at hugsa. Serliga tá hugsað verður um stutttíðarmál.
Áhugin fyri at bjóða seg fram og at byggja seg upp í tí smáa letur til at vera í Vestmanna, og so er tað eisini ein ógvuliga sosialt burðardygg loysn.
Frá spurnarblaði
„Ov fá ella ikki nóg sjónlig tilboð til ferðafólk. Manglandi pallur hjá nýggjum aktørum at marknaðarføra seg á.“
„Eg giti, at fleiri kundu hugsað sær at verið partur av ferðavinnuni, men kanska hava ilt við at koma í gongd. Kanska um okkurt felags tiltak var, har fólk kundu skipað seg saman, so var lættari at byrja.“
„Ov fá tilboð til ferðandi. Manglandi gistingarmøguleikar. Mangla eina nýmótans heimasíðu við allari kunning og tilboðum samlað á einum stað. Evt. stovna Visit Vestmanna og seta eitt fólk.“
SAMSKIPANDI OG ÍVERKSETANDI LEIKLUTURIN HJÁ KOMMUNUNI
Skal verulig ferð koma á ferðavinnuna í Vestmanna, má kommunan hava ein virknari leiklut. Kommunan skal hugsa um ferðavinnu sum ein møguleika, at betra um trivnaðin í bygdini og at skapa arbeiðspláss.
Fyrsta og eisini hægst raðfestað tilmælið er, at Vestmanna kommuna fer at kortleggja tey tilboð, sum eru í bygdini. Tað er alt frá ferðaleiðarum til Airbnb, til veitarar, ið hava okkurt ferðavinnuprodukt at selja. Bæði tey, sum fáast við ferðavinnu burturav og tey, sum fáast við ferðavinnu sum parttíðar virksemi.
Ein av fremstu uppgávunum er at finna og menna teir smáu veitararnar.
Kanningin hevur víst, at tað trýtur ikki við hugskotum og áhugaðum. Avbjóðingin er at koma í gongd. Tað letur til, at fólk halda seg aftur, tí uppgávan kennist møtimikil: Hvar fær mann kundar? Hvussu marknaðarførir mann seg? Hvussu skipar mann seg best?
5
Vestmanna kommuna hevur avgerðandi leiklut, tí luturin at marknaðarføra Vestmanna og tær veitingar sum Vestmanna hevur at bjóða, kann kommunan hjálpa við.
EIN SÓLSKINS FERÐAVINNUSØGA ÚR VESTMANNA
FishingWithBlástein
Í 2004 gjørdi Magni Blástein av, at hann vildi royna at gera sítt brennandi áhugamál til ein vinnuveg, ella í øllum føri partvísan vinnuveg. Fyrstu mongu árini nýtti Magni serliga sína summarfrítið at bjóða fólki fiskitúrar við FishingWithBlástein. Tað flutti seg frá at vera frítíðarítriv, til fíggjarligt íkast, til hálvtíðarstarv, og síðan 2018 hevur talan verið um fulltíðarstarv, hetta ber til, tí produktið hevur gott orð á sær. Málbólkurin hjá FishingWithBlástein er serliga útlendingar.
Søgan hjá Magna vísir at hetta er ikki nakað, ið verður gjørt ‘overnight’. Men vísir eisini, at smáir veitarar kunnu geva avkast til bygdina.
• Airbnb bíleggingar í Vestmanna av útlendskum gestum
• Gestir vitja caféir og handlar í bygdini.
GRØN FERÐAVINNA
Vestmanna, orka og umhvørvi Ongastaðni í Føroyum er søgan um orku og umhvørvi so nærliggjandi, sum í Vestmanna. Fyrst og fremst við Ólavi av Heygum og hansara framfýsni og hugsjónum. Síðan við SEV og øllum teimum stigum, sum síðan eru tikin við Vestmanna sum snúningspunkti. Afturat kemur so sjóvarfalsorku verkætlanin hjá Minesto í Vestmannasundi og vindmyllurnar hjá Røkt. Alt nakað, ið veruliga setur Vestmanna á kortið – ikki minst hjá teimum, ið hava áhuga fyri CO2 neutraliteti og burðardyggari orkunýtslu.
6
Ferðavinna og søgur um Vestmanna
SØGUR ÚR VESTMANNA
Allar bygdir og býir í øllum heiminum hava sínar heilt egnu søgur, sínar egnu siðir og siðvenjur og sína egnu mentan. Soleiðis er eisini í Vestmanna. Fleiri av hesum søgum kenna avbygdafólk og ferðafólk ikki, men ferðavinna og søga ganga hond í hond. Vestmenningar eiga at finna sínar søgur fram. Summar av søgunum um Vestmanna eru nýggjar, aðrar eldri, men millum søgurnar eru: svimjikonurnar, grøni maðurin og viðarlundin, Ólavur av Heygum, orka og SEV, gróthús og sjórænarar.
Frá spurnarblaði
„Gongutúrar til søgulig støð í bygdini.“
„Søguna, góðar søgur og sagnir.“
„Her skuldi verið okkurt, sum eingin annar hevur, okkurt sum gjørdi Vestmanna verðinskendar og sum gav nógva inntøku.“
„Vit kundu havt okkara egna tónleika savn, sum ongin annar hevur.“
„Í fokusbólkinum varð nógv tosað um ferðavinnumøguleikar í Vestmanna. Tá varð m.a. komið inn á søgur, sagnir og støð knýtt teimum. Tað var tá, at eg av álvara gjørdist varug við, hvussu nógvar sjórænarasøgur eru í bygdini.“ – Sissal Kjartansdóttir Kristiansen
GRØVIN UNDIR GRØNA MANNINUM
Í eini av sjórænarasøgunum vóru sjórænarar tiknir av døgum í gálganum, ið danski herurin setti upp. Hetta er ikki ókent fyri vestmenningar og eisini ein av orsøkunum til, at eitt bygdarráð var við til at seta upp ein gálga, sum part av søguforteljingini um sjórænarar í Vestmanna.
Ferðavinna og søgur ganga hond
í hond
Sjósvimjing
Sjórænarar
Gróthúsini
Hondbólturin
Elva
Faer Isles
Seiga lyndið
Ólavur av Heygum
Vestmannabjørgini
Viðarlundin
SEV
8
Markmongd
Áleið 30.000 ferðafólk vitja Vestmanna árliga, fyrst og fremst í mánaðunum juni, juli og august. Hesi 30.000 fólk koma tó bara ikki til Vestmannar, tey koma til Vestmannabjørgini!
Ferðafólk av ferðamannaskipum (15%) leggia lítið og einki eftir seg. Størru ferðaløgini leggja eitt sindur. Tey, sum koma við privatbili, leggja mest eftir seg (annað enn til sjálvan túrin).
Airbnb
Ferðafólk, ið búgva í Airbnb steðga longri (5,5 dagar) á einum stað, enn tey, sum gista á hotelli (5 dagar). Ein bygd í Føroyum eigur sum útgangsstøði altso at taka ferðafólk, sum steðga longri, framum. (Temporary Locals).
Airbnb gestir leggja meira eftir seg lokalt (+24%), enn tey ferðafólk, ið gista á hotelli kanska tí tey steðga longri, men í øllum føri tí tey brúka meiri pengar til gerandisting, so sum at fara til handils.
GISTING OG BÚSKAPARLIGA ÍKASTIÐ
Í spurnarblaðnum vísa fleiri vestmenningar á, at tey ynskja gistingarhús, fleiri góðar matstovur, kafeir og barrir. Mong meta, at hetta eru fortreytir fyri eina munagóða ferðavinnu í Vestmanna.
Í dag eru tað áleið 30.000 ferðafólk sum árliga vitja Vestmanna, og er tað primert í mánaðunum juni, juli og august. 30.000 eru nógv fólk. Tí hevur tað týdning, at Vestmanna kommuna er viðleikari í at marknaðarføra og menna bæði søguna og veitararnar.
„Ferðafólk mugu leggja pening eftir seg her, annars eingin grund til at marknaðarføra Vestmanna.“ … „Ov lítil kunning til ferðafólk. Ikki innbjóðandi fyri ferðafólk, sum koma í øðrum ørindum enn til Vestmannabjørgini.“ (frá spurnarblaði)
BYGDIN OG BYGDARKJARNIN
Spurnarkanningin vísti heilt greitt, at vestmenningar ynskja eina bygdarkjarnu og meira lív í 'miðbýin'. Ynskiligt er, at miðbýurin skal gerast ein savningsdepil, ið skapar trivnað fyri børn, ung og eldri –bygdafólk, eins væl og gestir. Umframt at skapa trivnað fyri vestmenningar, dregur tað ferðafólk til bygdina.
11
ALLIR FØROYINGAR VITA, AT VESTMANNA ER AV VEÐURBESTU PLÁSSUM
Hylurin innanfyri havnalagið kundi eisini stuðla undir søguni um dypping og havsvimjing í Vestmanna – tað vil vera ein heldur tryggari loysn hjá óvanda ferðamanninum. Ein hylur, við atknýttum tilboðum og møguleikum, vil eisini draga fleiri barnafamiljur til – bæði føroyingar, ið ferðast í egnum landi og útlendingar. Barnafamiljurnar eru somuleiðis ein av stóru málbólkunum til sjórænarasøgurnar og soleiðis hongur alt væl saman.
SKELTING OG GONGUTÚRAR
„Eg haldi tað er sera umráðandi, at vit fáa 'loftað' ferðafólkunum sum koma til bygdina, um vit ætla at tjena pengar uppá tey. Vit, sum kommuna, skulu vísa teimum 'teinin' tey skulu ganga, við skelting og uppliving gjøgnum alla bygdina. „Tey skulu ongantíð føla, at tey ikki vita, hvar ið tey eru og at tey hava eina enda station…“ – frá spurnarblaði.
13
ÚTRÓÐUR Í VESTMANNA
Eisini fiskasølutorgið hevur verið eftirlýst av vestmenningum. Hetta er sera áhugavert og kann gagna bæði lokala trivnaðinum og gerast áhugavert í ferðavinnuhøpi og ikki mínst, tí hetta er stuttflutt tilfeingi.
GONGD Í HAGA VIÐ FERÐALEIÐARA
Ferðaleiðaratúrar kunnu eisini gerast til gongu ella partvís til gongu, har søga, náttúra og orka ganga hond í hond.
Tað er tó ikki bert grøn orka og gagnnýtsla av náttúrukreftunum, ið seta Vestmanna á burðardygga kortið. Grøni maðurin í Vestmanna og viðarlundin eru eisini partur av søguni um Vestmanna, sum ein umhvørvistilvitað og náttúrukær bygd. Viðarlundin er ein perla og við umhvørvisvinklingini, átti at verið lætt at hon eisini var við til at draga ferðafólk til Vestmanna.
Ferðavinnukanningin er eitt stig á leiðini, og onkrar av ætlanunum kunnu setast í verk, uttan tær stóru íløgurnar. Bygdaráðið sær týdningin av at fáa gongd á, so bæði kommunan og ikki minst vestmenningar kunnu fáa ágóða av ferðavinnuni.
Frá spurnarblaði
„At ferðafólka bátarnir og teirra virksemið verður flutt heim í bygdina, so meira lív kemur í 'miðbýin'. At okkurt av uppskotunum hjá Zeta arkitektar verður ført út í lívið sum skjótast, í staðin fyri at liggja í skuffuni og samla støv.“
„Selja útróðrarfisk. Fríðka um meðalsbrekku. Við vaksandi ferðavinnu/ føroyingum, fáa matstovur/býarlív.“
„Synd at mann má koyra útróðrarfisk sjálvur fyri at kunna avreiða.“
14
15
Takk fyri at tit vildu luttaka í kanningini