Skip to main content

Smæran - Faldari um felagshúsið í Schrøtersgøtu

Page 1

Smæran

Felagshúsið í Schrøtersgøtu


Smæran Smæran er komin aftur til heiður og æru. Í nýumvalda bygninginum eru allir hugsandi hentleikar til skrivstovufelagsskap. Umleið 50 arbeiðsstøðir, býttar á einar 20 skrivstovur. Her eru fundarhølir, kantina, tøknirúm og ein fyrilestrarhøll (auditorium) við allari nýmótans tøkni. Her er hjúklað um smálutirnar, soleiðis at øll, ið húsast og virka í Smæruni, kunnu trívast og gleðast um húsini.

3 Smæran er hugsað til samvinnu og felagsskap í einum livandi umhvørvi, eins og upprunaliga Smæran var. Her eru allar fortreytir fyri menning av fakligum umhvørvi millum feløg, virkir og stovnar. Júst hesin ymiskleiki og hetta margfeldi av húsfólki skal fáa Smæruna at blóma.


5 Høllin Hjartað í Smæruni er høllin. Hon liggur mitt í húsinum, og her sita 120 fólk væl til fyrilestrar, konsertir og onnur tiltøk. Í høllini eru allir nútímans hentleikar, ið hoyra einum slíkum høli til. Her er framkomin tøkni og ljóðgóðska, og er hetta fyrsta høli í Føroyum við tulkaklivum.

Er tørvur á matarstaði til teirra, ið eru við í tiltøkum í høllini, so eru gomlu hølini hjá Starvsmannafelagnum, sum eru sambygd við Smæruna, tøk til hetta endamál. Har er pláss fyri 120 fólkum.


Hølini

7

Samstarv er eitt lyklaorð í Smæruni, og stórur dentur er lagdur á at skapa góð felags høli, so sum kantinu, móttøku og fundarhøli.

Smæran hevur eina samlaða gólvvídd á stívliga 1500 fermetrar. Skrivstovurnar, um 20 í tali, eru millum 12 og 56 fermetrar.

Lyfta verður í húsinum, so at atkomuviðurskiftini hjá rørslutarnaðum skulu vera so góð, sum til ber. Nærum øll hølini eru løtt at koma til við koyristóli.

Umbyggingin er í gongd og væntast liðug í februar 2016. Tey feløg, virkir og stovnar, ið longu nú sýna áhuga fyri at húsast í Smæruni, hava enn møguleika at seta dám á júst sína skrivstovu.


Hava tit hug at húsast í Smæruni ella at frætta meira um felagshúsið, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum á starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo ella á tlf. 614868.


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook