Skip to main content

Pedagogblaðið februar 2026

Page 1


“Spæl má ikki vera ein undanførsla fyri at læra, men er ein máti, sum børn uppliva uppá og læra umvegis. Samanumtikið gagnar tað bæði børnum og skúla at lata børn vera í einum spælandi umhvørvi so leingi, sum gjørligt. Tann møguleikan mugu vit ikki missa.”

Sanna á Løgmansbø

Forkvinna sanna@pedagogfelag.fo

Katrin Helgadóttir

Næstforkvinna katrin@pedagogfelag.fo

Gunnvá Akraberg Hansen

Nevndarlimur gunnva@pedagogfelag.fo

Beinta Klakstein

Nevndarlimur og skrivari beinta@pedagogfelag.fo

Birita Hammer Jacobsen Umsitingarleiðari birita@pedagogfelag.fo

Bryndis Hjartardóttir Málviðgeri bryndis@pedagogfelag.fo

Gudny Benjaminsdóttir Bókhaldari gudny@pedagogfelag.fo

Uppgáva hjá lesandi

Svanhild Eyðunsdóttir

Johannessen Móttøkufólk svanhild@pedagogfelag.fo

Joan Heinesen

Nevndarlimur joanh@pedagogfelag.fo

Útgevari: Føroya Pedagogfelag

Útgevari: Føroya Pedagogfelag

Sniðgáva og umbróting: Nudlavirkið

Sniðgáva og umbróting: Nudlavirkið

Prent: Føroyaprent

Útbering: Posta

Prent: Føroyaprent

Útbering: Posta

Februar 2026

November 2025

4 Oddagrein

Sanna á Løgmansbø

7 Vangamyndin

Rebekka Lydersen

8 Limir hittast til fakliga refleksjón

Lesibólkurin í Klaksvík

10 Stovnurin hesaferð: Verkhúsið Stíggjur

15 Tíðindi úr politisku skipanini

16 Tá seks ára stovan á Dagstovninum á Hamrinum lat aftur – Sóley Samuelsen

20 Málið um námsfrøðingar í fólkaskúlum er av álvara sett á dagskránna

21 Fyrsta føroyska barnalógin er liðug

22 Uppgáva hjá lesandi

Jonna Maria við Á

25 Aðalfundur 2026

25 Skráin til Aðalfundin 2026

27 Uppskot um eitt Etiskt ráð

28 Uppskot um viðtøkubroytingar 31 Kunning frá umsitingini 32 Ársfrágreiðing 34 Listaverk hjá Sáru Mariu Dalsgarð

Sanna á Løgmansbø

Forkvinna í Pedagogfelag Føroya

Oddagrein

Vit eru komin gott og væl tveir mánaðir inn í eitt nýtt ár – eitt spennandi ár við bæði avbjóðingum og møguleikum fyri framman.

Aðalfundurin er settur at verða 7. mars. Í ár hava vit valt at geva rúm fyri fakligum og kveikjandi innihaldi, tí vit ynskja at savna okkum um fakið, sum knýtir okkum øll saman. Tað er fakið, sum skapar meining og innihald í okkara gerandisdegi, eins væl og í barnsins og borgarans lívi. Kjarnuuppgávan, sum er at skapa eitt samfelag, har øll mennast og trívast, er tað, sum fær okkum at fara til verka hvønn einasta dag; hvørt tað er á sosial- og ser-pedagogiska økinum, ella á barnaog ungdómsøkinum.

Fakliga innihaldið snýr seg um sálarliga arbeiðsumhvørvi, sum vit annars hava havt á breddanum í eina tíð. Endamálið er, at vit áhaldandi arbeiða fyri at skapa og menna eitt so gott arbeiðsumhvørvi, sum til ber, soleiðis at okkara limir hava betri karmar at virka og arbeiða í. Arbeiðslívið er langt, og vit skulu hava tað gott í okkara arbeiði fyri at orka, fyri at trívast, og fyri at kunna útinna kjarnuuppgávuna á fullgóðan hátt.

Aðalfundurin í ár skal taka støðu til broytingar í lógum felagsins, og til umskipan av okkara ráðum. Serliga er skipanin av einum sosialpedagogiskum ráði spennandi, tí við hesum ráði er ynskið, at sosialpedagogikkur verður settur á breddan, soleiðis at hetta øki verður sjónligari, bæði í fakfelagshøpi, og í samfelagsliga kjakinum. Endamálið við at umskipa ráðini er at byggja brúgv millum limir og felag, soleiðis at øll økini blíva betur umboðaði, og at strategiska virksemið felagsins og arbeiðið í ráðunum kemur at ganga hond í hond. Á hendan hátt kunnu vit arbeiða meira miðvíst á øllum økjum.

Pedagogiska arbeiðið er fjølbroytt og fevnir um nærum alt innan umsorgan og menning í okkara samfelag. Fyri eitt fakfelag, sum okkara, merkir tað, at tað krevur bæði orku og tíð at náa út til øll. Við 2200 limum, hjálparfólkum, atstøðingum, pedagogum, ráðgevum og leiðarum, sum arbeiða ávikavist undir land ella kommunu, so eru málini hjá okkara fakfelag bæði nógv og fjølbroytt. Til tíðir kann tað verða avbjóðandi at hava eins nógv fokus á øllum økjum í senn, og viðhvørt mugu raðfestingar gerast, sum ikki gagna øllum um somu tíð. Men í tí stóru

myndini er endamálið altíð at arbeiða strategiskt, so at vit í framtíðini fáa ruddað upp í ótíðarhóskand i arbeiðsviðurskiftum, og laga okkum til framtíðina, samfelagið og tørvin, sum kemur.

Pedagogiski førleikin og vitanin er ein eftirspurd vøra, sum skapar og fremur menning og trivnað í øllum funktiónum í einum samfelag, har menniskju koma saman og skulu virka. Hetta síggja vit ikki bara her heima í Føroyum – hetta er nakað, sum rørist á altjóða pallum – tørvur er á pedagogikki og á pedagogum, sum kunnu skapa brúgv millum menniskju, skipanir og stovnar.

Í eini verð, har vit verða alsamt meira fremmandagjørd, har einsemi er ein fólkaheilsutrupulleiki, og har neyðugt er tilvitað at fremja og standa á odda fyri at vísa empati og umsorgan, er tað pedagogikkurin, ið kann nakað heilt serligt. Tað serliga í sjálvum pedagogikkinum er nevniliga, altíð at hava fokus á menniskjað og tess styrkir og møguleikar, í øllum.

Verðin er vorðin ótrygg, og vit vita ikki altíð, hvussu dagurin, vit vakna til, sær út. Hóast vit eru fjarskotin, umgyrd av Atlantshavinum, so eru vit ikki vard meira enn eitt vist. Alheimsstøðan setir dám á okkara gerandisdag, og vit merkja avleiðingar av politisku heimsstøðuni. Somu samfelagsligu avbjóðingar gera seg galdandi í Føroyum sum úti í heimi, hóast lutfallið er hvør sítt. Í øllum Norðanlondum, eins og í Føroyum, er trupult at fáa nokk av pedagogum í pedagogisk størv. Vit vita, at okkurt má gerast. Vit vita, at pedagogiska arbeiðið er ein av grundsúlunum í okkara samfelag; tí pedagogiska tilvitið tryggjar, at vit altíð hugsa menniskjað fyrst – óansæð viðføddar, persónligar ella sosialar fyritreytir, so er menniskjað og tess virði í miðdeplinum.

Eins og aðrastaðni í heiminum uppliva vit eisini, at sosiala gjógvin er vorðin stór, og skapar týðiligan mun millum landsins borgarar, og í samráðingarhøpi er sjónligt, at arbeiðarafjøldin er við sviðið soð. Hetta er nakað, vit sum fakfelag hava skyldu at gera vart við, og støðugt minna politiska valdið á; at sosialur javni í einum hvørjum samfelag ger samfelagið sterkari, tryggari og burðardyggari. Tað er okkara skylda at vísa á fíggjarliga skeikling, soleiðis at okkara limir, saman við øðrum arbeiðarabólkum, ikki verða afturúrsigld. Sterka akademiseringin er ein vandakós, um vit ikki eisini tryggja løn, arbeiðsumstøður og kor hjá teimum, sum arbeiða við sjálvari kjarnuuppgávuni, og at halda vælferðartænastunum í gongd.

Í ár er samráðingarár, og skjótt fara vit aftur at seta okkara starvsligu rættindi, okkara arbeiðsviðurskifti og krøv fyri sáttmálaøkið fram. Vit biðja ikki um órímiliga broyting, vit biðja um nøktandi umstøður fyri at fremja okkara kjarnuuppgávu

væl, soleiðis at okkara samfelag støðugt kann mennast og virka millum tey fremstu í heiminum. Sum nú er, eru vit frammarlaga á so nógvum økjum –vit byggja og menna infrakervið, samfelagsligar funktiónir og tænastur, vinnulív og skúlamentan. Á pedagogiska økinum eru vit eisini at hámeta í mun til summi lond, men vit eru tíverri eisini eftirbátur, serliga tá tað snýr seg um okkara arbeiðsviðurskifti, og hvussu man sum samfelag raðfestir, gagnnýtir, lønar og mennir tær funktiónir, sum virka á námsfrøðiligu økjunum. Í hesum sambandi er vert at nevna, at í dag er eingin viðbót í okkara sáttmála eftirlønargevandi – vit fáa ikki eftirløn fyri alla løn, og hetta er heilt burturvið, tá vit samanbera okkum við aðrar sambærligar fakbólkar. Eitt mál, sum eigur at koma í rættlag, ongantíð ov skjótt.

Tað er eingin loyna, at serliga dagstovnaøkið í nøkru m økjum av landinum er undir trýsti, og hevur verið tað í longri tíð. Pedagogar flyta seg av dagstovnaøkinum, tí arbeiðsviðurskiftini eru ótolandi. Vilt ein hava betri arbeiðssømdir, hægri løn og betri sáttmálaviðurskifti, er møguleikin fyri hesum aðrastaðni. Skeiklingin í arbeiðsumstøðunum ger, at pedagogar velja arbeiði á dagstovnum frá, tí her er eingin yvirtíð, eingin viðbót, eingin serlig frítíð, eingin fyrireiking og eingin samsýning sum dregur, heldur ikki um tú eitt nú hevur eina hægri útbúgving s.s kandidat ella master. Útlit fyri førleikamenning er lítil; hvør kommuna skipar síni egnu viðurskifti á tí økinum, og ert tú heppin at arbeiða í eini kommunu, sum raðfestir førleikamenning, ja so møtir tú møguliga vælvild.

Vit hava í longri tíð víst á, at tað er neyðugt at gera ítøkiligar broytingar á økinum. Vilja vit hava fleiri pedagogar inn á dagstovnaøkið, so skulu vit inn at hyggja at hvussu økið er skipað, heilt frá barnabólkum, normeringum, fysiskum karmum og arbeiðsviðurskiftum hjá starvsfólkunum, flokkingum og lønarviðurskiftum. Tað ber væl til at skrúva uppá nakrar ávísar faktorar, soleiðis at dagstovnaøkið blívur eftirspurt sum arbeiðspláss – eisini fyri væl útbúnar pedagogar. Men tað krevur politiskan vilja, tí hetta er eitt øki, ið frammanundan kostar kommunum nógv.

Sama ger seg galdandi fyri frítíðarskúlar, sum veru liga merkja sviðan av manglandi fakfólki. Soleiðis sum frítíðarskúlar eru skipaðir, kann tað verða torført at tiltrekkja starvsfólk, bæði faklærd og ófaklærd, og tí mugu vit í nærmastu framtíð inn at hyggja uppá, hvussu arbeiðstíð og arbeiðsviðurskifti kunnu betrast. Í hesum høpi eiga vit eisini at seta størri fokus á fysisku arbeiðsumstøðurnar. Vit síggja, at tað er ikki fremjandi fyri samstarv millum frítíðarskúla og skúla, at hesir skulu deilast um somu rúm og karmar. Vit eiga at seta nøsina eftir at byggja frítíðarskúlar, ætlaðir sínum endamáli og síni kjarnuuppgávu.

Barnalógin er á gáttini, og harafturat er gongd í málinum at dagføra dagstovnalógina. Við Barnalógini kunnu vit endiliga seta barnalív og barndóm á breddan, skapa eitt felags mál og ein felags hugburð, øllum børnunum, og harvið eisini dagstovnaøki og skúlum at frama. Við Barnalógini verður vónandi lættari at tryggja, at øll børn verða loftað í góðari tíð, at tey fáa røttu hjálp um neyðugt, og at starvsfólk verða skúlað til júst hesa uppgávu. Dagføringin av dagstovnalógini kemur somuleiðis vónandi at hava við sær eina greiðari endamálsorðing fyri dagstovn aøkið. Landstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur í hesi setu arbeitt fyri at fáa hesi bæði týðandi mál avgreidd, og nú løgtingsval er fyri framman, verður áhugavert at síggja, hvørt rokkið verður á mál í hesi ella næstu setu.

Ein annar týðandi faktorur at fáa kabalina við manglandi pedagogum at ganga upp, er at fáa útbúgvið fleiri pedagogar til ALT tað pedagogiska og sosial-pedagogiska øki í Føroyum. Vit megna als ikki at útbúgva nokk hvørt ár, og næstu 10 árini fara fleiri pedagogar frá við eftirløn. Við teimum pedagogum vit hava í løtuni, er avmarkað, hvat hvørt arbeiðspláss kann rekruttera. Sum at tað ikki er nokk, so síggja vit nú, at kommunurnar eru farnar at søkja eftir pedagogum til eldraøkið, nærri nágreinað demensøkið, hóast hesar somu kommunur sam-

stundis mangla pedagogar á sínum dagstonum. Hetta hongur sjálvsagt ikki saman, og sum áður sagt: pedagogar eru ein eftirspurd vøra – vit kunnu brúkast innan allar vælferðartænastur, har kjarnuuppgávan er menniskjað.

Vit hesum orðum kunnu vit bara enn einaferð –og sera tíðiligt – staðfesta, at tíðin er komin at raðesta pedagogiska arbeiðsøkið; sáttmálaøkið og arbeiðsviðurskifti, so vit fáa tilgongd av bæði lesandi og starvsfólkum til fakið og arbeiði komandi árini. Manglandi samanhangur og stuttskydar visjónir á øllum námsfrøðiliga økinum hava fylt í alt ov nógv ár, bæði í útbúgvingarhøpi eins og í tilrættisleggjan av tænastum, og hetta hevur rakað okkara limir, borgarar, stovnar og skipani, ið vit vara av neiligt. Hetta kunnu og eiga vit at gera betri.

Vælferðarsamfelagið er m.a treytað av góðum og fakliga sterkum pedagogum, sum kunnu útføra og lyfta kjarnuuppgávuna, at fáa allar okkara borgarar at trívast, og harvið menna framtíðar vælferðarsamfelagið Føroyar. Skal hetta kunna gera seg galdandi, mugu vit øll seta somu kós, tað verið seg fakfelag, kommunur og land, útbúgvingarmyndugleiki og politiskur myndugleiki; so koma vit uttan iva eitt gott fet framá.

Hvat dámar tær best í tínum starvi?

Tað eru fleiri ting, ið mær dámar sera væl í mínum starvi sum námsfrøðingur. Men eitt, ið mær dámar sera væl, er, at geva børnunum ein gevandi og innihaldsríkan dag eftir skúlatíð, har frítíðin hjá børnunum verður bjóðað inn til nærveru, undran, fordjúpan og nógv ymisk kreativ virksemir, ið hava læring og menning við sær. At kunna arbeiða námsfrøðiligt og vera við til at styrkja um barnsins læring og menning, og somuleiðis eisini um barnsins sjálvsálit og sjálvsvirði, haldi eg, er sera stórt. At vera við til at skapa góðar og tryggar karmar fyri børnini og skapa góða relatión við hvørt einstakt barn, er eisini eitt, ið mær dámar, og nakað, eg virði sera nógv í mínum starvi sum námsfrøðingur.

Hvat dámar tær minni væl?

Tað mær dámar minni væl, er, tá onkur trupulleiki er við einum barni, og eg skal kunna foreldrini um hetta. Hesar uppgávurnar eru ongantíð stuttligar, men tær eru neyðugar, og er hetta ein partur av at vera námsfrøðingur. Annars komi eg ikki í tankar um nakað.

Hvat er ein góður arbeiðsdagur fyri teg?

Ein góður arbeiðsdagur fyri meg byrjar við, at eg eri væl uppløgd til dagin, soleiðis eg kann vera ein

Navn

Rebekka Lydersen

Búðstaður

Toftir

Aldur

30 ár

fyrimynd fyri børnini. At fáa kensluna av, at eg havi gjørt mítt allar besta til arbeiðis, er við til at seta eina sloyfu um ein góðan og gevandi arbeiðsdag. Eitt, ið eisini ger mín arbeiðsdag góðan og vermur mítt námsfrøðiliga hjartað, er, tá børnini eru glað og fara vælnøgd heim.

Heldur tú, at tað eru nóg nógvar avbjóðingar til námsfrøðingar í Føroyum?

Ja, tað haldi eg avgjørt. Vit síggja meir og meir námsfrøðingar runt í ymiskum arbeiðsøkjum. Eg skal ikki siga, at vit ikki skulu hava fleiri avbjóðandi størv til námsfrøðingar, men eg haldi, at vit hava meir enn ein gevur sær far um. Tað sum er so fantastiskt við hesari útbúgvingini, er, at vit kunnu brúka námsfrøðina, ið vit hava lært, allastaðni har vit hava við menniskju at gera.

Hevur tú roynt onnur starvsøki enn námsfrøði, síðan tú varð útlærd?

Nei, av tí at eg akkurát havi lokið námsfrøðiligu útbúgvingina, havi eg ikki roynt onnur størv.

Hvussu sært tú uppá framtíðina hjá námsfrøðingunum í Føroyum?

Eg síggi eina vónríka framtíð fyri framman hjá námsfrøðingunum. Eg vóni, at fólk fara at vísa meir virðing fyri arbeiðinum hjá námsfrøðingunum, og at fólk fara at

Útbúgvingardato og stað Juni 2025, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya

Starv

Námsfrøðingur í Frítíðarskúlanum á Toftum

síggja, at vit ikki einans ansa eftir børnum, men heldur fara at síggja, at vit faktiskt hava eina stóra ábyrgd sum námsfrøðingar. Eg vóni eisini, at vit námsfrøðingar fara at fáa eina orduliga løn eftir, hvussu stóra ábyrgd vit hava. Vit hava barnsins framtíð og næsta ættarlið í okkara hondum, og gera vit námsfrøðingar alt fyri, at barnið skal mennast, soleiðis at hvørt einstaka barni skal megna og klára seg væl víðari í lívinum.

Um tú sat sum forfólk í Pedagogfelagnum, hvat hevði so verið tað fyrsta tú fórt í gongd við?

Uha, eg veit ikki heilt. Hetta er kanska eitt sindur trupult at svara uppá, av tí eg akkurát eri útbúgvin. Men útfrá hesari stuttu tíðini, eg havi verið námsfrøðingur, kann eg møguliga nevna at arbeiða eftir einari hægri løn.

Um tú sat sum politikkari í ávikavist landsstýrinum ella í kommununi, hvat hevði so verið aðalmál títt?

Hehe, nú eri eg ikki so politisk áhugað. Men eg hevði avgjørt hugt eftir um umstøðurnar og umhvørvið, er nóg góðar og egnaðar til námsfrøðiligt arbeiði. Tí við at umstøðurnar og umhvørvið eru rættar og góðar, er góður møguleiki fyri góðum námsfrøðiligum arbeiði.

Lesibólkarnar hjá Pedagogfelagnum eru byrjaðir. Ein av teimum hittist í Klaksvík, har tey hugleiddu um bókina Medfølelsens pris hjá Per Isdal. Lesibólkurin er eitt ítøkiligt dømi um, hvussu ein liður av nýggju strategiin hjá Peda gogfelagnum verður settur út í kortið.

Tey, sum arbeiða á tí námsfrøðiliga økinum, hava ofta nógv um at vera á arbeiðsplássinum. Tó mugu vit ikki gloyma, at námsfrøði er eitt fak, og tá talan er um fak, er neyð ugt eisini at geva sær stundir at re fl ektera og viðgera tær støður, sum starvsfólkini á hesum øki koma út fyri.

– Á hendan hátt kunnu vit gerast dugnaligari í fak inum, og ikki minst dugnaligari til at ansa eftir okkum sjálvum, sigur Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum.

At skipa fyri lesibólkum er ein av fleiri liðum í nýggju strategiin hjá Pedagogfelagnum. Felagið hevur sett sær fyri at vera meira virkið og sjónligt

fakfelag, sum ikki bert arbeiðir við lønar- og arbeiðsviðurskiftum, men eisini tekur ábyrgd av at seta náms frøðina á dags skránna í samfelagskjakinum og millum námsfrøðingar.

– Skulu vit standa sterk úteftir, mugu vit eisini standa saman inneftir, sigur Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum.

Ein av fleiri lesibólkum hittist eitt hóskvøld í Klaksvík. Medfølelsens pris var bókin, sum tær átta kvinnurnar í lesibólkinum hittust fyri at tosa um.

Medfølelsens pris

Tað er norski Per Isdal, sum hevur skrivað bókina Medfølelsens pris. Bókin snýr seg um tey, sum arbeiða við umsorgan, so sum námsfrøðingar. Hon lýsir, hvussu hetta arbeiðið, hóast tað gevur nógva meining og gleði, eisini kann seta djúp spor í tann, sum starvast innan økið.

Í bókini greiðir Per Isdal frá, hvussu ein kann brenna út, gerast “umsorganartroyttur” og strongdur, tá ein

Lesibólkurin í Klaksvík

í sínum arbeiði støðugt verður útsettur fyri sorg, trauma, ótryggleika og menniskjaligari neyð sum heild. Hann vísir á, at hetta kann elva til, at evnið at vísa empati verður slitið.

Bókin skal ikki skiljast sum ein ávaring ímóti at vísa samkenslu, men sum ein greið áheitan um at taka egnar reaktiónir og mørk í álvara. Per Isdal vísir á, at um vit skulu megna at vera góð starvsfólk, mugu vit eisini skilja, hvussu arbeiðið ávirkar okkum, og læra at verja okkum, seta mørk og finna burðardyggar arbeiðshættir. Bókin er sostatt bæði ein greining av eini felags fakligari avbjóðing og eitt íkast til refleksjón um ábyrgd, sjálvsumsorgan og fakligt haldføri í arbeiðinum við menniskjum.

Trupult at ikki taka arbeiðið við sær til hús

Hóast allar í lesibólkinum ikki kendu hvørja aðra ella arbeiddu innan sama økið, høvdu tær nógv til felags. Prátið gekk væl og vardi í áleið tríggjar tímar. Tað vísti seg, at arbeiðið við menniskjum, óansæð hvat økið talan er um, førir við sær nógvar av teimum somu fakligu tvístøðunum.

– At ikki taka arbeiðið við sær til hús er ómøguligt. Tí tá tú arbeiðir við børnum, ungum, familjum, sjúkling um, búfólkum ella øðrum, sum hava brúk fyri stuð li, so brúkar tú eitt sindur av tær sjálvum hvønn einasta dag. Og hetta hevur ein prís, segði ein úr lesibólkinum, og hinar vóru samdar.

Í lesibólkinum varð eisini tosað um týdningin av at seta orð á tað, sum annars ofta verður tagt burtur. Fleiri nevndu, at arbeiðið við menniskjum ofta fer fram í einum høgum tempo, har lítið rúm og tíð er fyri at steðga á og reflektera um tað, sum veruliga hendir. Í lesibólkinum upplivdu tær, at tað at tosa saman um fakligt tilfar gjørdi tað lættari at seta orð á støður í arbeiðinum.

Prátið kom eisini inn á, hvussu týdningarmikið tað er at hava ein fakligan felagsskap, har ein kann vera ær ligur um upplivingar í arbeiðinum. Sum heild var dentur lagdur á at lurta, spegla og kenna seg aftur í hvørjum øðrum, og júst hetta varð nevnt sum ein av størstu styrkjunum við lesibólkinum.

Stovnurin hesaferð:

Í meira enn 30 ár hevur Verkhúsið Stíggjur verið ein týdningarmikil partur av nærumhvørvinum í Runavík og Saltangará. Stovnurin, sum byrjaði sítt virksemi í august 1993, er í dag eitt dagtilboð og verkstaður fyri vaksin fólk við menningartarni. Á trimum ymiskum adressum á Heiðavegi 3, 37 og 39 er eitt arbeiðspláss, har arbeiðsgleði, tryggleiki og menning ganga hond í hond. Sum partur av virkseminum er eisini Stíggjabúðin, har seldar verða tær vørur, sum verða framleiddar á verkstaðnum

Hvussu vilja tit lýsa tykkum sum stovn?

Okkara fremstu uppgávur eru at skapa ein tryggan, virknan og gevandi arbeiðsdag. Vit royna at finna góðar og spennandi arbeiðsuppgávur, sum eru hóskandi til menningar- og førleikastøðið hjá tí einstaka. Og vit leggja dent á, at tað skal kennast trygt og gott at vera hjá okkum.

Hvørji fólk eru tað, sum koma til tykkara stovn?

Verkhúsið Stíggjur er verkstaðstilboð í Saltangará, ætlað fólkum við menningartarni, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum, og fólkum, sum hava tørv á umfatandi stuðli og hjálp í gerandisdegnum. 30 fólk eru virkin hjá okkum.

Hvussu sær ein gerandisdagur út hjá tykkum?

Vit leggja dent á at vera skipað í okkara arbeiði. Vit eru tilvitaði um, at flestu av okkara fólkum hava tørv á at kenna uppgávuna, sum er fyri framman.

Tí hava vit nógvar rutinur, so sum at vit eta somu klokkutíðir hvønn dag. Fólkini, sum koma, eru nærum tey somu hvønn dag. Og vikan hevur sítt afturvendandi virksemi, so sum at ganga túr, tá viðrar, vera við í innkeypi til tilfar, sum vit brúka í okkara virksemi, dekka borð og rudda av o.s.fr. Vit leggja dent á, at okkara fólk luttaka í tí, sum fyriferst.

At okkara virksemi er skipað, ger eisini, at fólk kenna seg trygg. Og tí kunnu vit saktans vera spontan eisini. Vit eiga ein buss, sum vit brúka nógv til ymiskar

útferðir. Og væl dámar okkum t.d. at fara at svimja og í vælveruøki at dusa okkum.

Hvat leggja tit tykkum eftir á stovninum?

Vit leggja okkum eftir at royna at vera virkin. Og vera tilvitaði um týdningin av at menna og viðlíkahalda okkara rørslur og sansir.

Vit arbeiða eftir árstíðunum og gjarna í mun til at síggja fram til okkurt, sum t.d. ein Eydnufestival ella eina jólasølu.

Hvørji námsfrøðilig amboð brúka tit serliga nógv á stovninum?

Relatiónin – sambandið okkara millum – er grundarlagið í øllum okkara arbeiði.

Vit arbeiða út frá, at tryggleiki og álitisfull sambond eru fortreyt fyri menning. Tí eru vit tilvitaði um, at okkara samskifti er viðurkennandi, og at tilgongdin er ressourcufokuserað. Endamálið er, at arbeiðið skal kennast meiningarfult og viðkomandi fyri tann einstaka.

Vit brúka KRAP. Hendan tilgongdin er vælegnað á okkara verkstaði, tí metodan tekur støði í styrkjum og møguleikum hjá hvørjum einstaka. Her læra vit at skilja samanhangin millum tankar, kenslur og atburð. Vit leggja dent á at síggja styrkir og arbeiða kognitivt við tankum, kenslum og atburði, soleiðis at vit stuðla undir at menna ymiskar meistrings strategiir og soleiðis vera við til at uppbyggja og menna sjálvsvirði og sjálvsálit.

Vit hava starvsfólk við serligum førleikum innan Marte Meo. Ein háttur, har vit

brúka videoupptøkur sum vegleiðing til at styrkja relatiónir og samspæl í mun til tað, sum vit síggja riggar.

Fyri tey, sum hava serligan tørv á forút sigiligheit og strukturi, fáa vit íblástur frá TEACCH, sum er ein visuell metoda til at arbeiða við forútsigiligheit og strukturi.

Vit arbeiða við hugtakinum Low Arousal í mun til tey, sum serliga hava tørv á, at vit niðurtrappa og fyribyrgja spentar støður. At vit eru rólig, eru tilvitaði um okkara kropsmál og orða okkum stutt og greitt.

Fleiri av okkara fólkum hava torført við at seta orð á kenslur og kropsligar upplivingar. Her kunnu vit brúka massagu ella onnur kropslig amboð til at skapa javnvág. Eitt gott og fast klemm er eitt

dømi upp á at styrkja kensluna av at kenna seg tryggan og “hoyra til”.

Hvat kunnu onnur læra av tykkum?

Vit trúgva upp á, at ongin dugir alt, men at øll duga okkurt.

Vit uppliva, at við at arbeiða støðugt, ofta við smáum menningarstigum, kunnu vit skapa eina varandi broyting. Og at relatiónin er ein varði í øllum okkara arbeiði.

Tá ein hyggir at námsfrøðiligu kørmunum, er tað eisini umráðandi at hyggja at politisku raðfestingunum. Tey hanga óloysiliga saman. Tað er jú politisku raðfestingarnar og avgerðirnar, sum í stóran mun avgera, hvussu karmarnar hjá námsfrøðini og námsfrøðingum verða lagdir. Tískil hyggja vit eisini nærri tíðindum úr politisku skipanini, sum við viðvíkja okkara limum og námsfrøðini sum heild.

Fyrst hyggja vit at einum tilboðið, sum varð niðurlagt, og síðani lat upp aftur. Talan er um seks ára stovuna á Dagstovninum á Hamrinum, sum varð niðurløgd í skúlaárinum 2025/2026. Hetta elvdi tað til nógv kjak og umrøðu í miðlinum. Orsøkin var, at hetta ikki var ein avgerð, sum kom av manglandi áhuga ella tørvi. Men av tí at nógv foreldur kendu seg noyddan at velja skriva børnini upp í forskúla, soleiðis at tey vórðu tryggjaði pláss í 1. flokki í nærmasta skúla. Hetta var sera harmiligt fyri bæði børn, foreldur og starvsfólk. Hetta reisti eisini spurningin: Hvørja námsfrøðiliga meining hevur eitt serligt tilboð til seks ára gomul børn?

Sóley Samuelsen, dagstovnaleiðari á Dagstovninum á Hamrinum, greiðir frá, hvussu tað var, tá seks ára stovan varð niðurløgd, og eisini greiðir hon frá, hvussu stóran týdning júst hetta tilboðið hevur fyri børnini.

Næsta evnið, vit hyggja eisini nærri at, er, námsfrøðingar í fólkaskúlanum. Tí teir hava nevnliga í áratíggju arbeitt við stórari ábyrgd, men uttan rætt til fulltíðarstarv. Nú er málið av álvara sett á dagsskránna, bæði av Føroya Pedagogfelag og á Løgtingi. Eitt skrivligt svar frá landsstýrismanninum uppá ein fyrispurning bendir á, at politiskur vilji nú er til staðar at rætta upp á skeivleikan. Tað eru veruliga góð tíðindi fyri okkum í Pedagogfelagnum.

Triðja evnið er barnalógin, sum verður løgd fyri Løgtinginum í februar ella mars. Talan er um fyrstu føroysku barnalógina, sum skal tryggja, at øll børn í Føroyum hava góðar og tryggar uppvakstrarmøguleikar. Í øðrum londum hava líknandi barnalógir longu víst seg at gera stóran mun. Føroyska barnalógin fær íblástur frá royndum í millum annað Íslandi, Skotlandi og Danmark.

Útbúgving:

Navn: Sóley Samuelsen
Aldur: 46 ár
Námsfrøðingur
Starv: Dagstovnaleiðari á Dagstovninum á Hamrinum

Seks ára stovan á Dagstovninum á Hamrinum, sum varð niðurlagt í skúlaárinum 25/26, hevur í nógv ár verið eitt tilvitað námsfrøðiligt tilboð, lagað teimum elstu børnunum á stovninum. Tá stovan varð niðurløgd og seinni latin upp aftur, varð eisini staðfest, hvussu avgerandi tað er at skipa karmar, sum samsvara menningarstigi hjá hesum aldursbólki.

Tað var nógv kjak og umrøða í miðlinum herfyri, tá tað gjørdist greitt, at seks ára stovan ára stovan á Dagstovninum á Hamrinum varð niðurløgd í skúlaárinum 2025/2026.

Orsøkin komst ikki av væntandi áhuga ella tørvi. Orsøkin var, at nógv foreldur kendu seg noydd at skriva børnini upp í forskúla fyri at tryggja teimum pláss í 1. flokki í nærmasta skúla. Hetta var sera harmiligt fyri bæði børn, foreldur og starvsfólk.

Samstundis reisti hetta eisini spurningin: Hvørja námsfrøðiliga meining hevur eitt serligt tilboð til seks ára gomul børn? Í kjakinum um elstibólkar á dagstovnum varð víst á, at slíkir bólkar hava verið ein fastur partur av dagstovnapraksis í fleiri ár.

Eitt týdningarmikið menningarstig

Sóley Samuelsen er námsfrøðingur og dagstovnaleiðari og hevur starvast á Dagstovninum á Hamrinum í 15 ár. Av teimum árunum hevur hon verið leiðari í seks ár. Hon vísir á, at seks ára aldurin er eitt serligt stig í barnamenningini.

– Seks ára gomul børn eru í einum sera týdningarmiklum menningarstigi. Tey hava ofta nógv orku, stóran rørslutørv og eru forvitin og móttakilig. Hetta er eitt stig, har børnini eru á veg úr barna garðsmenningini og nærkast skúlaaldri. Tey eru meira sjálvstøðug, men hava framvegis tørv á stuðli. Tey hava tørv á tryggum karmum, greiðum reglum og vaksnum, sum eru tætt við at vegleiða og stuðla teimum.

Sóley vísir á, at spælið framvegis er kjarnin í menningini, men at tað eisini broytist nógv í hesum aldrinum.

– Sosialt og kensluliga eru tey mitt í eini broyting. Tey byrja at skilja felagsskapin betur, men hava framvegis tørv á hjálp til at seta orð á kenslur, loysa tvístøður og arbeiða saman í bólkum. Spælið er framvegis kjarnin í menningini, men tað broytist. Í hesum aldrinum gerst spælið meira skipað og reglubundið og samstundis eisini fult av hugflogi. Tað er júst henda broytingin, sum krevur eitt umhvørvi, ið samsvarar menningarstiginum.

Harafturat vísir Sóley á, at umfatandi altjóða gransking ger vart við, at meira tíðaruppbýtt og stýrt spæl við læringsendamáli als ikki gagnar børnum og kann virka beint øvugt á seinni læring. Hetta hevur millum annað barnagranskarin Dion Sommer víst á.

– Spæl má ikki vera ein undanførsla fyri at læra, men er ein máti, sum børn uppliva uppá og læra umvegis.

Samanumtikið gagnar tað bæði børnum og skúla at lata børn vera í einum spælandi umhvørvi so leingi, sum gjørligt. Tann møguleikan mugu vit ikki missa.

Sambondini gerast djúpari

Í Føroyum hevur tað leingi verið siðvenja at lata børn ganga á dagstovni til tey eru sjey ára gomul, sama ár sum tey fara í 1. flokk. Hetta er ein ítøkilig og námsfrøðilig tilgongd, sum hevur stóran týdning fyri børnini og menning teirra, og er í samsvari við tað, sum nógv serfrøði mælir til. Tilgongdin ger, at børnini sleppa at vaksa og mennast í einum tryggum og kveikjandi umhvørvi, har spælið er í fokus – ein námsfrøðiligur leistur, ið stuðlar kognitivum, sosialum og persónligum førleikum.

Í 25 ár hevur elstibólkur verið fastur partur av Dagstovninum á Argjum og í 20 ár á Dagstovninum á Hamrinum, har tey elstu børnini í 14 ár hava havt sína egnu stovu. Hetta hevur verið ein virðismikil liður í menningargongdini hjá børnum á Argjum.

– Tað er nakað heilt serligt hjá dagstovnunum at hava hesi stóru, fittu seks ára børnini gangandi runt við einum áræði, sum sigur: “Eg dugi, eg tori, og eg hoyri til.” Tað er ein gáva at sleppa at fylgja

teimum hetta síðsta árið, áðrenn tey fara víðari í skúla. Tað er ein tíð, har sambondini gerast djúpari. Tað eru tær smáu løturnar - ein hond, sum verður hildin, eitt eygnabrá, sum sigur “eg síggi teg”, eitt flenn mitt í einum spæli - sum skapa tryggleika og vøkstur. Hesi bond hava týdning. Tey eru grundarlagið undir sjálvsáliti og menning.

Munurin á barnagarði og seks ára stovuni

Sambært Sóley er munurin fyrst og fremst knýttur at menningarstiginum og hvussu gerandisdagurin verður skipaður.

– Í barnagarðinum liggur denturin á tryggleika, nærleika, sansaupplivingum og fríum spæli, lagað teimum yngru. Seks ára stovan er meira skipað og savnað um felagsskap, rolluspæl, bólkaspæl og sosialar førleikar. Børnini megna meira sjálvstøðugt arbeiði og bólkauppgávur og hava tørv á rørslu og einum gerandisdegi, sum samsvarar teirra menningarstigi.

Hon leggur eisini dent á leiklutin hjá teimum vaksnu:

– Tey vaksnu virka meira sum vegleiðarar og stuðlar enn sum beinleiðis hjálp í øllum gerandisligum uppgávum. Dentur verður lagdur á nógv spæl, størri og smærri verkætlanir, at fylgja við í samfelagnum, mentan og siðvenjum og at fara túrar – á virkir, stovnar, søvn og í náttúruna. Barnið verður sætt sum ein heild við ymiskum styrkjum innan sosialar førleikar, persónligar førleikar, mál og samskifti, rørsla og heilsu, skapandi evni, náttúru og mentan.

Tá stovan varð niðurløgd Í 2025/2026 varð seks ára stovan niðurløgd, og tað hevði við sær eina umskipan á stovninum.

– Hetta var ikki tí foreldrini ynsktu at velja tilboðið frá, men tí at pláss ikki var í nærmasta skúla, um tey lótu børnini verða verandi á dagstovninum, greiðir Sóley frá.

Hetta ávirkaði tó ikki starvsfólkini og teir tveir námsfrøðingarnar, sum vóru knýttir at stovuni. Teir mistu ikki starvið, men fóru at arbeiða við øðrum uppgávum í húsinum. Stovan stóð tómt eina tíð og varð seinni innrættað sum felagsverkstað, so hølið framvegis varð brúkt, men á ein annan hátt.

Hóast tað ikki hevði starvsfólkaligar avleiðingar, ørkymlaði hetta fleiri foreldur.

– Tey flestu foreldrini ynsktu tilboðið til seks ára gomlu børnini. Tey ynsktu eitt umhvørvi, lagað júst til teirra menningarstig, har spælið, rørslan, felagsskapurin og tryggu karmarnir vóru í miðdeplinum.

Fleiri foreldur høvdu havt eldri børn í spírunum og kendu til skipanina og mettu, at seks ára stovan hevði stóran týdning fyri trivnað og sjálvsálit. Í ár er seks ára stovan latin upp aftur.

– Vit gera eitt tilboð, har børnini kunnu verða møtt við teirra orku og sosialu menn ingar møguleikum og skipaðum felagsskapi. Seks ára stovan hevur stóran týdning bæði fyri trivnaðin, sjálvsálitið og menningina hjá børnunum.

Sóley vísir eisini á, at stovan hevur týdning fyri allan stovnin.

– Tað hevur stóran týdning fyri hini børnini at hava hesi størru børnini at síggja upp til. Tað skapar ein natúrligan stigvøkstur og gevur teimum eldru børnunum eina kenslu av ábyrgd og sjálvstøðugleika.

Ein faklig staðfesting

Hendingin um seks ára stovuna á Dagstovninum á Hamrinum vísir, at talan ikki einans er um eina praktiska broyting, men um eina avgerð við stórum námsfrøðiligum týdningi. Seks ára aldurin er eitt serligt stig, har børn hava tørv á bæði fríum spæli og skipaðum felagsskapi við vegleiðing.

Um nakað gott kom burturúr hesum kjakinum, so var tað, at spurningurin um karmar og menning varð gjørdur sjónligur: Hvat merkir tað, tá vit broyta skipanir, sum hava við barnamenningina at gera? Og hvussu tryggja vit, at námsfrøðilig meting altíð er ein partur av teimum avgerðum, ið verða tiknar? Spurningar, sum eru týdningarmiklir at varpa ljós á.

Námsfrøðingar í fólkaskúlanum hava í áratíggju arbeitt við stórari ábyrgd, men uttan rætt til fulltíðarstarv. Nú er málið av álvara sett á dagsskránna, bæði av Føroya Pedagogfelag og á Løgtingi. Eitt skrivligt svar frá landsstýrismanninum uppá ein fyrispurning bendir á, at politiskur vilji nú er til staðar at rætta upp á skeivleikan.

Tað eru veruliga góð tíðindi fyri okkum í Pedagogfelagnum.

Føroya Pedagogfelag hevur sent lands stýrismanninum í Barna- og útbúgvingarmálum og Undirvísingarstýrinum eina greiða áheitan um at rætta upp á ein grundleggjandi skeivleika í fólkaskúlanum: At pedagogar og stuðlar framvegis ikki hava rætt til fulltíðarstarv. Hóast pedagogar hava verið ein fastur og týðandi partur av fólkaskúlanum í meira enn 20 ár – bæði í vanligum skúlastovum og á serstovum – er hægsti arbeiðsbrøkur framvegis 0,85. Hetta er ein støða, sum hvørki samsvarar við ábyrgdina í starvinum ella tørvin hjá børnunum.

Pedagogfelagið hevur tí lagt upp til, at ein byrjar við at seta pedagogar í serstovum og serskúlum í fulla tíð. Hetta er eitt realistiskt og neyðugt fyrsta stig, sum bæði tekur hædd fyri fíggjarligum veruleika og samstundis sendir eitt greitt signal um, at arbeiðið hjá pedagogum verður tikið í størri álvara. Í dag eru arbeiðsuppgávur ofta ógreiðar, fyrireikingartíð er ikki skipað, og faklig leiðsla og førleikamenning eru treytað av einstøkum raðfestingum. Hetta ger arbeiðið truplari og minkar um møguleikan at veita børnum ta dygd, tey hava rætt til.

Málið hevur verið tikið upp politiskt fleiri ferðir, bæði í 2022 og í 2025, men svarini hava víst, at viljin til broyting hevur verið lítil. Tí hevur Pedagogfelagið arbeitt miðvíst við at savna vitan frá sínum limum, hava fundir við avvarðandi partar og leggja fram ítøkiligar loysnir.

At seta pedagogar í fullan brøk er ikki bara eitt arbeiðsrættarligt mál. Tað er ein íløga í trivnað, støðufesti og lærumhvørvi í fólkaskúlanum. Tá starvsfólk hava somu setanartreytir og møguleika at fyrireika sítt arbeiði, styrkir tað bæði einstaka næmingin og skúlaskipanina sum heild. Tí er tíðin nú búgvin at rætta upp á skeivleikan – og Pedagogfelagið hevur greitt víst, bæði hvat trupulleikin er, og hvussu ein kann byrja at loysa hann.

Glottar at hóma

Annika Olsen, tingkvinna, setti herfyri Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, fyrispurning um arbeiðsviðurskiftini hjá námsfrøðingum í fólkaskúlunum.

Serliga um rættin hjá teimum til fulltíðarstarv, sum nógvir námsfrøðingar hava bíðað eftir leingi.

Í fyrispurninginum vísir Annika Olsen á, at námsfrøðingar hava starvast í fólkaskúlanum í meira enn 20 ár, bæði sum stuðlar í vanligum flokkum og á serstovum. Hóast hetta eru teir framvegis settir við lægri arbeiðsbrøki enn lærarar, ofta við einum hægsta brøki á 0,85.

Løgtingskvinnan vísir á, at hetta skapar ein skeivleika í einum skúlaskapi, har lærarar og námsfrøðingar arbeiða lið um lið við felags ábyrgd av næmingum.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sigur í svarinum, at ætlanin er at arbeiða fram ímóti, at námsfrøðingar verða settir fulla tíð í fólkaskúlanum. Fyrsta stigið verður at lyfta starvsbrøkin hjá námsfrøðingum í serflokkum upp á 1,0. Hetta arbeiðið verður tikið í størsta álvara, greiðir landsstýrismaðurin frá. Harafturat ger hann greitt, at Barna- og útbúgvingarmálráðið longu er í samskifti við Fíggjamálaráðið um, hvussu hetta kann setast í verk skjótast gjørligt.

Landsstýrismaðurin undirstrikar eisini, at tað er bæði skilagott og neyðugt at byrja við serflokkunum.

Har hava námsfrøðingar ein serliga týdningarmiklan leiklut, tí arbeiðið í stóran mun snýr seg um trivnað, relatiónir og persónligu og sosialu menningina hjá næmingunum. Hetta eru kjarnuøki, har námsfrøðingar hava serligan fakligan førleika, og trivnaður og tryggleiki verða lýst sum grundleggjandi fortreytir fyri, at næmingar yvirhøvur fáa gagn av undirvísingini.

At javnastilla námsfrøðingar í fólkaskúlanum er veruligt sett á dagsskránna

Í fyrispurninginum heitir Annika Olsen eisini á, at Føroya Pedagogfelag skal takast við í arbeiðið hjá Fólkaskúlaráðið. Til hetta svarar landsstýrismaðurin, at Pedagogfelagið longu hevur luttikið á fundi í ráðnum og lagt síni sjónarmið fram. Hann boðar samstundis frá, at málið nú verður tikið upp til nærri viðgerðar í Fólkaskúlaráðnum, við tí endamáli at fáa greið og vælskipað arbeiðsviðurskifti fyri námsfrøðingar; bæði í mun til leiklut, ábyrgd, arbeiðsuppgávur, fyrireiking, førleikamenning og starvsnormering.

Samanumtikið sendir svarið frá landsstýrismanninum eitt týðiligt politiskt signal um, at arbeiðið við at javnstilla námsfrøðingar og lærarar í fólkaskúlanum nú veruliga er sett á dagsskránna. Um ætlanirnar verða settar í verk, kann hetta gerast eitt týðandi stig móti einum meira javnbjóðis, støðuføstum fólkaskúla til gagns fyri bæði starvsfólk og næmingar.

Tiðindi úr politisku skipanini

Arbeiðið við tí fyrstu føroysku barnalógini er liðugt, og eftir ætlan verður barnalógin løgd fyri Løgtingið í februar ella mars.

Ein føroysk barnalóg skal tryggja, at øll børn í Føroyum hava góðar og tryggar uppvakstrarmøguleikar. Lógin verður grundað á Barnarættindasáttmálan hjá ST, sum slær fast, at øll børn hava rætt til vernd, umsorgan og at verða hoyrd í avgerðum, sum ávirka teirra lív og á Brekrættindasáttmálan sum snýr seg um at tryggja rættindi og javnstøðu fyri fólk við breki, og at stuðla teirra fullu luttøku í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Ein bólkur av løgfrøðingum og fulltrúum frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum, Løgmálaráðnum, Heilsumálaráðnum og Kommunufelagi Føroya manna arbeiðsbólkin, hava arbeitt saman og orða Barnalógina.

Í øðrum londum hava líknandi barnalógir longu víst seg at gera stóran mun. Føroyska barnalógin fær íblástur frá royndum í millum annað Íslandi, Skotlandi og Danmark.

Rødd barnanna

Tað serliga við tí føroyska barnalógin er, at børnini og tey ungu sjálvi hava fingið fyrstu rødd. Frá januar til mai 2025 hava fleiri barnaráðstevnur, fokusbólkar og verkstovur verið, har børnini og tey ungu sjálvi hava fingið høvi at siga sína meining um, hvat eitt gott barna- og ungdómslív er.

Dentur hevur serliga verið lagdur á trý øki:

• Stovnur og skúli

• Heim og grannalag

• Heilsa og frítið

Sum nevnt verður barnalógin løgd fyri Løgtingið í februar ella mars.

Uppgáva hjá lesandi

Í juni 2025 skrivaði Jonna Maria við Á, lesandi á námsfrøðilestrinum, uppgávuna Rætturin til seksualitet og námsfrøðiliga ábyrgdin í fakinum Serøkið II – verkligur partur. Uppgávan er grundað á starvslæru á serøkinum og tekur støði í einum spurningi, sum bæði er grundleggjandi og fakliga krevjandi: Hvussu kunnu námsfrøðingar á serøkinum á ein etiskan og ábyrgdarfullan hátt stuðla rætt inum hjá borgarum við menningartarni til seksualitet og sjálvavgerð?

Í 2017 varð ein norðurlendsk ráðstevna hildin í Føroyum undir heitinum Bryt Tabút, evnið á ráðstevnuni var kynsligur ágangur og seksualitetur hjá fólki, ið bera brek. Høvuðsendamálið var at staðfesta, at fólk við breki hava rætt til eitt kynslív. Samstundis varð víst á, at hesin bólkurin er í størri vanda fyri at vera

útsettur fyri kynsligum ágangi. Ráðstevnan vísti eisini á eina álvarsliga avbjóðing, sum er, at tað ofta er lættari at síggja skerda førleikan enn sjálvan ágangin, og at hetta kann hava við sær, at fólk við breki fáa minni stuðul.

Somuleiðis vísir donsk gransking frá 2017, at børn og ung við menningartarni eru tríggjar ferðir meira í vanda fyri at vera útsett fyri kynsligum ágangi enn javnaldrar uttan menningartarn. Hetta undirstrikar, at tá talan er um seksualitet og menningartarn, er evnið bæði týdningarmikið og krevjandi. Tað snýr seg á eini og somu tíð um at viðurkenna og virða rættin til seksualitet og at verja fólk í einari viðbreknari støðu.

Seksualitetur kann skiljast á ymiskan hátt og er torførur at allýsa. Sambært Socialstyrelsen er seksualitetur ein integreraður partur av hvørjum einstøkum menniskja, við ella uttan funktiónsniðursetan. Nógv uppliva trupulleikar knýttar at seksualitetinum

ígjøgnum lívið. Serliga hjá fólki við funktiónsniðursetan kunnu kognitivar ella fysiskar avmarkingar gera, at tey hava tørv á stuðli og ráðgeving.

Hóast hesar avmarkingar hava fólk við funktiónsniðursetan, herundir eisini menningartarn, somu grundleggjandi rættindi sum onnur. Hóast seksualitetur ikki beinleiðis er lýstur í lógarverki, er hann ein natúrligur partur av lívinum. Tí kann rætturin til ráðgeving og stuðul eisini fevna um seksualitetin. At stuðla menniskjum, sum hava tørv á hjálp í mun til sín seksualitet, er ein uppgáva, sum innan lógarkarmarnar skal loysast professionelt, etiskt ráðiligt og við virðing fyri borgaranum og hansara sjálvavgerðarrætti.

Við støði í hesum helt eg tað verað áhugavert at kanna, hvussu námsfrøðingar á serøkinum á ein etiskan og ábyrgdarfullan hátt kunnu arbeiða við hesum øki. Spurningurin er ikki einans, um seksualitetur skal takast upp í námsfrøðiliga arbeiðinum, men hvussu tað verður gjørt á ein hátt, sum bæði virðir sjálvavgerðina og tekur ábyrgd fyri verju og umsorgan.

Spurdómur og avmarking

Spurdómurin í uppgávuni er:

Hvussu kunnu námsfrøðingar á serøkinum á ein etiskan og ábyrgdarfullan hátt stuðla rættinum hjá borgarum við menningartarni til seksualitet og sjálvavgerð?

Viðgerðin verður grundað á tríggjar høvuðsdimensionir: etikk, sjálvavgerðarrætt og makt. Hetta ger uppgávuna fokuseraða og ger tað møguligt at fara í dýpdina við teimum fakligu spurningunum, sum arbeiðið við seksualiteti setur í praksis.

Etikkur og makt

Háttalagið í uppgávuni er ástøðiliga grundað og byggir á eina samanseting av empiri og teori. Empiriska grundarlagið er eygleiðingar og royndir úr starvslæruni á serøkinum. Hetta verður ikki framsett sum nágreinilig kasusviðgerð, men sum praksisnær støði, ið verður sett í samspæl við útvalda ástøði. Ástøðiliga tekur Jonna Maria støði í trimum høvuðskeldum:

• Etisk ástøði um tvístøður í sosial- og sernámsfrøðiligum arbeiði

• Ástøði um autonomi og sjálvavgerð hjá vaksnum við menningartarni

• Maktanalysu, serliga við støði í Foucaults fatan av normalisering og disiplin

Við hesum greinar hon empirisku dømini við at seta tey inn í eitt breiðari fakligt og samfelagsligt perspektiv. Háttalagið er sostatt hermeneutiskt og refleksivt: Empiri og teori verða knýtt saman í einari tulkandi viðgerð, har endamálið ikki er at finna eitt einfalt svar, men at lýsa kompleksitetin í arbeiðinum.

Etikkur sum grundarlag fyri praksis

Ein týðandi partur av uppgávuni snýr seg um etikk í námsfrøðiliga arbeiðinum. Tá ið ein námsfrøðingur arbeiðir við menniskjum, arbeiðir hann í relatiónum. Hetta merkir, at arbeiðið altíð er merkt av ábyrgd, makt og etiskum avgerðum.

Í uppgávuni verður eisini víst á, at etikkur ikki er eitt abstrakt hugtak, men nakað, sum gerst ítøkiligt í gerandisdegnum, so sum í samtalum, í inntrivum og í teimum støðum, har starvsfólk skulu taka støðu. Serliga í arbeiðinum við seksualiteti kunnu tvístøður gerast sjónligar.

Ein borgari kann vísa seksuellan atburð, sum umhvørvið metir sum trupulan ella óhóskandi. Skal námsfrøðingurin steðga hesum atburði? Skal hann vegleiða? Ella skal hann lata borgaran hava frælsi at kanna egin mørk?

Her vísir uppgávan á týdningin av refleksjón og felags fakligari umrøðu. Tað er neyðugt at seta orð á egnar normar og at spyrja opnar spurningar, heldur enn at reagera beinleiðis út frá persónligum fatanum. Etisk menning verður lýst sum ein lívslong tilgongd, sum krevur sjálvsinnlit, dirvi og fakligt samstarv. Sjálvavgerð og umsorgan

Sambært Mie Engen, sum er danskur lektari og granskari innan sosialnámsfrøði og arbeiði við vaksnum menningartarnaðum, er arbeiðið við menniskjum, ið hava niðursett psykiskt funktiónsevni, merkt av einum grundleggjandi spenningsfelti millum umsorganarsvik og ovurumsorgan. Talan er um vaksin fólk við sjálvavgerðarrætti og sama grundleggjandi rætti til integritet sum onnur. Samstundis eru tey ofta bundin at tí stuðli, tey fáa, og kunnu, vegna avmarkaðar kognitivar førleikar, hava trupult við at fremja sjálvstøðugar og væl grundaðar avgerðir.

Engen vísir á, at tað sosialnámsfrøðiliga arbeiðið ofta fer fram í heiminum hjá borgaranum. Hetta er eitt privat rúm, sum eigur at bera brá av sjálvræði og rættinum til privatlív og sjálvsavgerð. Kortini hava starvsfólk í bústovnum og øðrum skipanum ábyrgd at leggja uppí livihátt og gerandisdag hjá borgaranum, tá tørvur er á tí. Her kemur eitt týðandi umsorganardilemma til sjóndar: Á tí eini síðuni má umsorganin ikki gerast so víðgongd, at hon tekur

sjálvavgerðina frá borgaranum. Á hinari síðuni kann tað vera neyðugt at grípa inn, eisini við myndugleika fyri at verja borgaran móti skaða.

Sjálvavgerðarrættur merkir sambært Engen ikki einans rættin at taka avgerðir, men eisini at hava evnini stýra sær sjálvum á ein forsvarligan hátt. Kortini er tað ein partur av námsfrøðiligu ábyrgdini at verja menniskju við menningartarni móti bæði fysiskum og sálarligum skaðum, óansæð hvussu stór evnini til sjálvavgerð eru.

Ovurumsorgan uppstendur hinvegin, tá starvsfólk í bestu meining forða einum borgara, sum hevur førleika at taka egnar avgerðir, at fremja sína sjálvavgerð. Tað er sostatt ein týðandi makt í at kunna leggja uppí sjálvavgerðarrættin hjá einum menniskja. Henda makt er ikki neyðturviliga negativ. Hon kann vera ein fortreyt fyri verju og menning. Men hon krevur tilvitsku.

Tað er tískil eisini ein etisk tvístøða sum námsfrøðingar ofta møta tá ið talan er um arbeiði við seksualiteti. Ein stúran um seksuellan atburð ella útalilsi hjá einum borgara kann førða til at borgarin kemur út í eina støðu sum kann verða skaðilig fyri onnur og borgarin sjálvan. Og hinuvegin virða rættin til sjálvavgerð hjá borgaranum. Eisini kann tað vera yvin um hvat tað rætta er at gera, ein yvi sum kann uppstanda av manglandi kunning um at arbeiða við seksualiteti. Seksualitetur kann fyri starvfólk eins og fyri borgarir kennast sum eitt eymt og privat evnið. Blúni og manglandi sannroyndir við at tosa um seksualitet kann gera tað torført at tosað um evnið. Men tá ið menniskju grunda á teirra funktiónsniðursetan eru tengd at ráðgeving og stuðul fyri at kunna menna seg og hava eitt kynslív er tað týdningarmikið at arbeiða við seksualitetinum hjá borgaranum. Tað hevur somuleiðis stóran týdning at fakfólk fyrihalda seg professionelt til seksualitetin hjá ørðum. Spurningar ella tekin eiga ikki at vera ignoreraði ella avíst. Er ein borgari einaferð blivin ignoreraður ella avístur kann tað væntandi vera torført hjá viðkomandi at biða um hjálp eina aðru ferð.

Tí er tað avgerandi, at starvsfólk eru vitandi um ta makt, tey hava, og um, hvussu tey nýta hana í ymsum støðum. Sambært Engen snýr tað seg um at stuðla tí einstaka borgaranum soleiðis, at hann, eftir egnum førleikum, kann megna at taka sjálvstøðugar avgerðir. Sjálvavgerðarrætturin skal sostatt ikki einans verjast, men virðast og hugsast inn í allar viðkomandi støður í tí námsfrøðiliga arbeiðinum.

Makt og normalisering í gerandisdegnum

Við støði í maktanalysu verður greinað, hvussu námsfrøðingar hava ávirkan á, hvat verður fatað sum “normalt”. Tá ið starvsfólk vegleiða borgarar í, hvat er

hóskandi atferð, eru tey við til at normalisera ávísar normar.

Normalisering kann vera ein fortreyt fyri luttøku í samfelagnum. At læra um sosial og seksuel mørk kann verja borgaran móti misskiljingum og vandastøðum. Men normalisering kann eisini føra til, at persónligir tørvir verða tillagaðir uttan kritiska refleksjón.

Uppgávan leggur tí dent á, at makt ikki bert er negativ, men ein neyðugur partur av námsfrøðiligum arbeiði. Avgerandi er, at starvsfólk eru tilvitað um maktina og arbeiða refleksivt við henni.

Niðurstøða

Eg setti sær fyri at kanna hvussu námsfrøðingar á serøkinum á ein etiskan, og ábyrgdarfullan hátt kunnu stuðla rættinum hjá borgarum við menningartarni til seksualitet og sjálvavgerð. Eg kom fram til, at tað er neyðugt at námsfrøðingar eru tilvitaðir um, hvussu týdningarmikið tað er at arbeiða við seksualiteti hóast tað kann vera torført. Hetta bæði fyri at upplýsa borgaran men eisini fyri at verja borgaran. Sum námsfrøðingur hevur tú ábyrgd av teimum tú varðar av, og av tí sama hevur tú eisini ábyrgdina av at skapa møguleikar fyri at borgarar fáa stuðul og ráðgeving um seksualitet, og rættin hjá teimum til seksualitet.

Fyri at námsfrøðingar skulu kunna arbeiða við seksualiteti á ein etiskt virðiligan hátt, er tað neyðugt at hava innlit í sær sjálvum, og saman við starvfelagum skapa tíð og trygt rúm at reflektera yvir praksis, eisini er neyðugt at spyrja opnar spurningar, og avbjóða egnu metingum av støðum. Tað er eisini neyðugt at vera tilvitaður um maktina ein hevur, við at ítaliseta hvat er normalt og hvat ikki er normalt. Tó er makt, út frá einum sjónarhorni um at orða hvat er normalt eisini partvís neyðug, og hetta er við til at verja borgarin, og samstundis verja teirra sjálvsavgerðarrætt. Av tí at menningartarn ofta kann vera ósjónligt, kann tað vera torført at síggja menningartarni, tá ið man ikki er tilvitaður um tað. Fyri at borgarir skulu kunna skilja og fylgja norminum í samfelagnum, tá ið teir ferðast í ymiskum støðum í gerandisdegnum, er tað eisini partvíst neyðugt at læra teir um seksualitet út frá norminum, soleiðis er tað eisini við til at verja borgarin fyri at koma í óhepnar støður, samstundis sum at virða sjálvsavgerðarrætturin hjá borgaranum at sjálvstøðugt kunna ferðast runt í gerandisdegnum.

Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum leygardagin 7. mars 2026.

Fundurin byrjar kl. 13.30, og veitslan verður kl. 19.30.

Freistin at melda til aðalfundin er 4. mars. Limaskapur skal verða goldin innan 1. februar 2026 fyri at hava atgongd til aðalfundin.

Tekna teg til aðalfundin og veitsluna á heimasíðu okkara: Pedagogfelag.fo.

11.30 Innskriving byrjar

13.30 Forkvinnan bjóðar vælkomin Felagssangur við Guðrun Sólju

Gestarøðari: Theodor Eli Dam Olsen

Aðalfundarskrá smb. lógum felagsins:

A. Val av fundarstjóra og skrivara

B. Ásetan av fundarskipan fyri aðalfundin

C. Frágreiðing frá nevndini til góðkenningar

D. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar

E. Framløga av felagsins fíggjarætlan til kunningar

F. Viðgerð av ætlaða virksemi felagsins

G. Val av grannskoðarum

H. Viðgerð av innkomnum uppskotum og ásetan av limagjaldi

I. Fráboðan um hvør er valdur í nevnd og sum eykalimur – onki nevndarval í ár

J. Fráboðan um hvør er valdur til formann triðja hvørt ár – onki formansval í ár

K. Ymiskt

Steðgur

Organisatiónsresiliens í námsfrøðiligum arbeiði –framløga við Hansinu, Jóhonnu og Ninnu

Pál Weihe

17.30 Aðalfundurin liðugur

19.30 Veitslan byrjar

Nevndin leggur fram uppskot um at seta á stovn eitt Etiskt ráð at arbeiða við etiskum evnum og málum innan alt tað pedagogiska øki. Endamálið er at lýsa, viðgera og viðmerkja mál, sum røra seg innan okkara fakøki, bæði hugsjónaliga og í praksis.

Samfelagið er í støðugari menning og broyting, og avgerðir, tiknar av myndugleikum, t.v.s. politikarum ella arbeiðsgevarum, hava stóra ávirkan á lívið hjá teimum menniskjum, vit varða av. Við støði í menniskjarættindum og rættindum fyri ávísar sárbarar bólkar í okkara samfelag, eiga vit altíð at seta tørvin hjá borgaranum í miðdepilin.

Við einum etiskum ráði kunnu vit eisini lyfta fakliga støðið og kjakast á einum meira virðiligum grundarlagi.

Tað er ein fortreyt fyri arbeiðið við menniskjum, at vit koma í samband við etiskar og moralskar

tvístøður, og um vit ikki tilvitað hava fyri eygað, at tað eru rættindini hjá tí, ið móttekur tænastuna, vit skulu taka støði í, so kunnu vit, sum starvsfólk, skjótt koma at taka støði í okkara egnu, persónligu og privatu meiningum. Eitt etiskt ráð kann tí eisini virka fyribyrgjandi fyri starvsfólk og verja tey, soleiðis at tað verður greiðari og týðiligari, hvat kjarnuuppgávan er, og hvør pedagogiska avbjóðingin er.

Nevndin skjýtur upp, at Etiska ráðið verður skipað eins og hini ráðini, men við einum limi við ávísum fakligum førleikum, t.d. einum presti ella øðrum skikkaðum fakfólki, at sita í nevndini í eitt 4 ára skeið.

Etiska ráðið kemur inn í bygnaðin líknandi eini stabsfunktión, omanfyri hini ráðini, sí mynd.

Verður uppskotið viðtikið, fer nevndin at gera starvsskipan fyri ráðið fyri síðan at manna tað. Hetta skal gerast við eykaaðalfundi seinni í vár.

Á aðalfundinum verða nakrar viðtøkubroytingar lagdar fram av nevndini, sum yvirorðnað snúgva seg um leiðslu, bókhald, áramálssetan og skipan av ráðnum. Hervið uppskot um broytingar, sum skotið verður upp at nevndini:

§ 10 – FORMAÐUR ELLA FORFÓLKIÐ

Verandi orðing til § 10, stk. 1

Formaður felagsins skal vera námsfrøðingur verður valdur sambært § 8, stk. 7 og situr 3 ára skeið.

Afturval kann fara fram. Uppskot til formansevni verður latið inn sambært ásetingunum í § 8, stk. 7.

Valdur formaður bindir seg til at taka við fulltíðarstarvi í felagnum.

NEVNDIN

§ 11, STK. 2 ÁRAMÁLSAVMARKING

Verandi orðing til § 11 stk. 2

Í nevndini sita 4 nevndarlimir og formaðurin.

Nevndarlimir verða valdir fyri trý ár, soleiðis at:

1. árið standa formaðurin og 2 nevndarlimir fyri vali

2. árið standa 2. nevndarlimir fyri vali

3. árið er einki formans- ella nevndarval.

Nevndin skipar seg við næstformanni og skrivara. Nevndin skipar sjálv fyri arbeiðsgongdini í serliga starvsskipan.

Avgerðir í nevndini verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, fellur málið.

Uppskot til broyting til § 10, stk. 1

Forfólk felagsins skal vera námsfrøðingur, og verður valt sambært § 8, stk. 8 og situr eitt 4 ára skeið.

Afturval kann fara fram, tó kann sama forfólk bert sita 3 setir samanlagt sum forfólk í nevndini. Uppskot til forfólk verður latið inn sambært ásetingunum í § 8, stk. 8.

Valdur formaður bindir seg til at taka við fulltíðarstarvi í felagnum.

Uppskot til broyting til §11, stk. 2

Í nevndini sita 4 nevndarlimir og forfólk. Nevndarlimir verða valdir fyri trý ár, soleiðis at:

1. árið standa forfólk og 2 nevndarlimir fyri vali

2. árið standa 2 nevndarlimir fyri vali 3. árið er einki forfólka- ella nevndarval.

Afturval kann fara fram, tó kann sami nevndarlimur bert sita 4 setir samanlagt sum nevndarlimur.

Nevndin skipar seg við næstforfólki og skrivara. Nevndin skipar sjálv fyri arbeiðsgongdini í serligari starvsskipan.

Avgerðir í nevndini verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.

Um atkvøðurnar standa á jøvnum, fellur málið.

Verandi orðing § 12, stk. 1

Føroya Pedagogfelag hevur trý ráð, eitt leiðararáð, eitt námsfrøðingaráð og eitt hjálparfólkaráð.

Endamálið við ráðunum er at røkja áhugamálini hjá ávikavist leiðarum, námsfrøðingum og hjá hjálparfólkum.

Limir felagsins vera bólkað soleiðis:

Limir sum eru settir sum eindarleiðarar, leiðarar, varaleiðarar ella líknandi leiðslustørvum verða umboða í og velja eitt leiðararáð.

Limir sum eru settir sum sáttmálasettir pedagogar ella eftir avtaluna tænastumannasettir pedagogar verða umboða í og velja eitt námsfrøðingaráð.

Limir sum eru settir eftir sáttmálan fyri hjálparfólk verða umboða í og velja eitt hjálparfólkaráð.

Uppskot til broyting til § 12, stk. 1

Nevndin í Pedagogfelagnum kann seta á stovn ráð, sum hava beinleiðis tilvísing til nevndina.

Talið av ráðum er ikki avmarkað, men yvirornað skulu altíð hesi ráðini mannast:

– Leiðararáð

– Alment pedagogiskt ráð

– Sosialpedagogiskt ráð – Lesandi ráð

Endamálið við ráðunum er at røkja áhugamálini hjá felagnum, sum nevndin setir út í kortið, umframt áhugamálini hjá limunum í felagnum. Hvørt ráð hevur eina starvsskipan at halda seg til og hava øll ráðini tilvísing til nevndina. Starvsskipanir fyri ráðini áseta, hvussu limirnir í Pedagogfelagnum kunnu gerast limir í ráðnum, og hvussu leingi ráðslimir sita.

Verandi orðing § 12, stk. 2

Stk. 2. Fyri at vera ráðslimur er ein treyt at limur umboðar limabólkin, sum velur viðkomandi ráð og at limur ikki situr í nevnd felagsins.

Uppskot til broyting til § 12, stk. 2

Stk. 2. Fyri at vera ráðslimur er ein treyt at limur umboðar ávísa virkisøki, og at limurin ikki situr í nevnd felagsins.

Verandi orðing § 12, stk. 4

Ráðini verða mannað av fimm limum og verða tey vald sambært grein 8, stk. 7, tó verða tríggir limir valdir 1. árið. Ráðini skipað seg sjálvi við forfólki, skrivara og kassameistara. Stk. 5. Ráðini skipa seg eftir serligari starvskipan, ið nevnd felagsins ger, kallað starvsskipan fyri Leiðararáð, Námsfrøðingaráð og Hjálparafólkráð.

Uppskot til broyting til § 12, stk. 4

Ráðini skipa seg eftir serligari starvskipan, ið nevnd felagsins ger, kallað Starvsskipan fyri Ráðini.

Verandi orðing § 12, stk. 3

Stk. 3. Aðalfundurin hjá leiðararáðnum, námsfrøðingaráðnum og hjálparfólkaráðnum verður hildin sama dag sum aðalfundur felagsins og skal lýsast, saman við aðalfundinum hjá felagnum og hevur hesa skrá:

a) Val av fundarstjóra og skrivara

b) Ásetan av fundarskipan fyri aðalfundin

c) Frágreiðing frá ráðnum

d) Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til kunningar

e) Framløga av fíggjarætlan og virksemisætlan til kunningar

f) Viðgerð av innkomunum uppskotum

g) Kunngerð um hvør er valdur í ráðini

h) Ymiskt

Verandi orðing til § 15:

”§ 15 Fíggjarlig viðurskiftir.

1. stk. Felagið heftir fyri fíggjarligu ábyrgdum sínum við øllum ognum sínum. Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

2. stk. Roknskapurin hjá felagnum og grunnum felagsins, ið eru:

Felagslívstrygggingargrunnurin, Húsagrunnurin og Aktións- og Upplýsingargrunnurin verða grann s koðaðir av eksternum grannskoðara og av tveimum internum grannskoðarum, sum verða valdir av aðalfundinum á hvørjum ári. Roknskapurin skal vera liðugt grannskoðaður og latin nevndini í seinasta lagi 3 vikur undan aðalfundinum.

3.stk. Felagið verður bundið við tveimum undirskriftum, har onnur skal vera frá formanninum ella næstformanni felagsins. Nevndin kann geva nevndarlimi ella starvsfólki fulltrú at binda felagið innan nærri ásettar karmar.

4. stk. Til at seta í veð ella keyp av fastari ogn krevst tó aðalfundarsamtykt og undirskrift á viðkomandi skjøl av formanninum saman við tveimum nevndarlimum.

Uppskot til broyting til § 12, stk. 3

Stk. 3. ársfundurin hjá ráðnum verður hildin sambært starvsskipanini fyri ráðið, sum nevnd felagsins altíð skal góðtaka.

Skotið verður upp fylgjandi viðtøkubroyting til § 15:

”§ 15 Fíggjarlig viðurskiftir.

1. stk. Felagið heftir fyri fíggjarligu ábyrgdum sínum við øllum ognum sínum. Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

2. stk. Roknskapurin hjá felagnum verður grannskoðaðir av eksternum grannskoðara og av tveimum internum grannskoðarum, sum verða valdir av aðalfundinum á hvørjum ári. Roknskapurin skal vera liðugt grannskoðaður og latin nevndini í seinasta lagi 3 vikur undan aðalfundinum.

3.stk. Felagið verður bundið við tveimum undirskriftum, har onnur skal vera frá formanninum ella næstformanni felagsins. Nevndin kann geva nevndarlimi ella starvsfólki fulltrú at binda felagið innan nærri ásettar karmar.

4. stk. Til at seta í veð ella keyp av fastari ogn krevst tó aðalfundarsamtykt og undirskrift á viðkomandi skjøl av formanninum saman við tveimum nevndarlimum. ”

Innliman og broyting av upplýsingum

Fyri at tryggja rætta skráseting av tær sum limi hevur tað stóran týdning, at tú sendir felagnum innlimingarskjal ella broytingarskjal. Hesi finna tit á heimasíðuni.

Hesar broytingar eru avgerandi fyri, at limir eru skrásettir rætt. Vit uppliva alt ov ofta, at samskiftið gerst óneyðuga trupult, tí vit ikki hava røttu upplýsingarnar.

Minst til!

• At boða frá broytingum, um tú skiftir teldupost, eftirnavn, bústað, telefonnummar ella fert í barnsburðarfarloyvi.

• Álitisfólk minna nýggj starvsfólk á at fylla innlimingarskjal út.

• Til ber at fylla út innlimingarskjal ella gera broytingar á heimasíðuni pedagogfelag.fo.

Setanarskriv, starvsaldursváttan og limaskapur

Felagið vil við hesum minna allar limir á at goyma øll setanarbrøv, tí hesi eru prógv fyri tykkara starvsaldur. Somuleiðis vilja vit minna á altíð at biðja um eina starvsaldursváttan, tá ið tit fara úr einum starvi. Felagið hevur ikki upplýsingar um starvsaldur hjá limum.

Kannið tykkara lønarseðlar!

Umsitingin hevur tíverri royndir av, at limir, sum av óvart eru dotnir úr skipanini, kunnu koma illa fyri, tí limagjaldið ikki er goldið í longri tíð.

Tað er limurin sjálvur, sum hevur ábyrgdina av at kanna, um limagjaldið fer av lønini hvønn mánað. Verið tí serliga varug við limagjaldinum, tá ið tit skifta starv.

Álitisfólkaval 2026

Álitisfólkaval er annað hvørt ár í mars mánaði, og álitis- og varaálitisfólk verða vald fyri eitt tvey ára skeið.

Valblað og nærri kunning finna tit á heimasíðu felagsins.

Hvat er eitt álitisfólk?

Eitt álitisfólk er bindilið millum felagið og limirnar. Álitisfólkið hevur ein týdningarmiklan leiklut í at tryggja, at arbeiðsviðurskiftini eru í lagi, og í at røkja áhugamál felagsins á starvsplássinum.

Álitisfólk hava, eins og leiðslan, skyldu til at røkja lógir, sáttmálar og aðrar avtalur, sum eru galdandi á starvsplássinum.

Álitisfólk skulu, eins og leiðslan, syrgja fyri best møguligum samstarvi og góðum arbeiðsviðurskiftum.

Álitisfólkafundir eru fýra ferðir um árið.

Strategi og kunningarferð

Í august 2024 fór arbeiðið við eini yvirskipaðari strategi fyri felagið av bakkastokki. Endamálið var, at felagið skuldi arbeiða meira miðvíst og málrættað í mun til samráðingar og sáttmálaøkið, limir, limaskap og rekrutering – og í mun til at seta okkara fak og fakøki á breddan í samfelagsligum høpi. Arbeiðið kom á mál í januar 2025 við eini týðuliga orðaðari visjón og missión, sum nú eru tøkar á heimasíðu okkara.

Fyri at kunna allar okkara limir væl varð farið á eina kunningarferð runt um í landinum, har strategiin varð løgd fram, soleiðis at øll fingu møguleika at seta spurningar og gera viðmerkingar. Alt, sum er komið inn í hesum sambandi, er viðgjørt innanhýsis og tikið til eftirtektar í endaliga úrslitinum.

Strategiin er eitt livandi skjal, sum støðugt skal mennast og tillagast í mun til samfelagið og tørvin á okkara arbeiðsøki.

Aðalfundurin 2025

Aðalfundur og veitsla í 2025 settu met í luttøku, og til eftirmetingina var nevndin samd um at royna nýggjan leist fyri 2026. Aðalfundur og veitsla krevja sera nógva fyrireiking, tíð og orku, og ikki minst nógvan pening. Hetta er ein av okkara kostnaðarmiklastu postum, og spurningurin er, hvørt okkum nýtist at gera tað sama hvørt ár.

Tí vildu vit royna nýggjan leist í 2026, stytta dagin, leggja fakligt innihald inn í sjálvan aðalfundin og áseta gjald til veitsluna. Eftir aðalfundin 2026 fara vit sjálvsagt eisini at eftirmeta og avgera, hvør leisturin fyri 2027 skal verða.

Dagstovnalógin endurskoðast

Í oktober 2024 setti landstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, ein arbeiðsbólk at endurskoða og dagføra dagstovnalógina.

Hetta arbeiði steðgaði tíverri upp, og tí hevur arbeiðsbólkurin liggið stillur nærum alt 2025.

Í løtuni liggur uppskot til broytingar í § 3 og 5 á borðinum, sum hevur verið til hoyringar hjá øllum pørtum. Í høvuðsheitum snúgva broytingarnar seg um at skapa eina greiða og nútíðarhóskandi skipan, har land og kommunur hava greiðar leiklutir, og har øll børn fáa somu góðu møguleikar, óheft av bústaði. Uppskotið til broytingar verður lagt fyri tingið í næstum.

Barnalógin og barnaverkætlanin

Føroya Pedagogfelag hevur verið hoyringspartur í arbeiðinum við nýggju barnalógini og hevur eisini luttikið í tilgongdini við barnaverkætlanini at gera lógina.

Endamálið við barnalógini er at skapa eina skipan, sum tryggjar, at øll børn verða loftað, og at serliga børn við avbjóðingum av ymsum slag ikki detta millum skipanir og stovnar.

Við barnalógini vil politiska skipanin tryggja eitt felags fakmál og ein felags fakligan leist, sum aftur skal tryggja barnið og barnsins tørv fram um skipanina.

Norðurlendskt samstarv og AIEJI

Føroya Pedagogfelag er partur av fleiri norðurlendskum samstarvum, s.s. NLS, NFFS og Útnorður, har endamálið er at arbeiða yvirskipað við eitt nú útbúgvingarpolitikki, limarekrutering, starvsligum og fakligum avbjóðingum og vitanardeiling.

Í 2025 hava vit m.a. verið í Danmark og Noregi, har vit hava viðgjørt ymisk mál, s.s. útbúgvingarpolitikk, samstarv millum pedagogiskt arbeiði og undirvísing ella skúla, skúlaskap og ECEC (early childhood education and care), og nýtslu av AI í pedagogiskum arbeiði og í undirvísingarhøpi og ávirkanina, sum AI kann hava á læring og menning í framtíðini, um leiklutin og samstarvið millum pedagogar og lærarar.

Eisini hava vit verið í Spania á fundi í AIEJI, har vit arbeiddu við evninum sosialpedagogikkur innan heilsu. Hvønn týdning hevur tað fyri borgaran at møta sosialpedagogum í sínum gerandisdegi? Kunnu sosialpedagogar gera okkurt, sum aðrir fakbólkar ikki kunnu? Hvønn týdning hevur tað, at vit síggja menniskjað fram um diagnosu og manglandi førleikar?

AIEJI er eitt altjóða samstarv, sum virkar fyri at menna og tryggja sosialpedagogiska virksemið kring allan heimin. Forkvinnan er skrivari, ella generalsekretær, í nevndini í AIEJI. Í 2025 varð altjóða ráðstevna hildin í Keypmannahavn, har nevnd og umsiting luttóku saman við umboðum frá Kveikja – eitt tilboð til børn og ung í Tórshavnar kommunu – sum luttóku við verkstovu, har tey greiddu frá sínum virksemi.

Ráðstevnan verður aftur í 2029, og vóna vit tá at kunna luttaka við enn eini ella fleiri verkstovum við okkara limum. Vit kunnu bara staðfesta, at fakliga standa vit ikki aftanfyri onnur lond, men eru væl skikkaði at luttaka og deila okkara vitan og royndir.

Við slíkum samstarvum kunnu vit menna okkum, deila og fáa nýggja vitan, greina samfelagslig viðurskifti í mun til umheimin og støðugt flyta okkum í trá við broytingar í heiminum.

Bettustova

Í oktober 2025 keypti felagið eitt nýtt summarhús í Mikladali. Summarhúsið er bygt í 2024 og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi á Kalsoynni. Endamálið er at geva limum okkara enn ein møguleika, afturat smáttuni í Vági, at leita sær hvíld og samveru í róligum umhvørvi og njóta frítíð burtur frá vanligum kørmum.

Vit hava arbeitt í rúma tíð við at fáa kalendaraskipanina á heimasíðuni at virka, og loksins er Bettustova tøk at leiga.

Vit vóna, at limir okkara fáa stóra gleði av nýggja summarhúsinum.

Fakfelagssamstarvið

Føroya Pedagogfelag er partur av fakfelagssamstarvinum millum sjey feløg, sum umframt FPF eru Føroya Lærarafelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsuhjálpararfelagið, Starvsfelagið, Akademikarafelag Føroya og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Fakfelagssamstarvið arbeiðir við yvirskipaðum málum, sum hava ávirkan á arbeiðsmarknaðin og arbeiðsumstøður. Í 2025 hava vit arbeitt við málum, s.s. pensjónslógina, barnsburðarlógina, sálarliga arbeiðsumhvørvið, styttri arbeiðsviku o.m.a.

Við fakfelagssamstarvinum hava vit eina sterkari rødd og kunnu standa saman um at røkka felags áhugamálum. At kunngerðin um sálarliga arbeiðsumhvørvið kom í 2025, er fakfelagssamstarvinum at takka. Miðvísa arbeiðið við at vísa á tørvin hevur vart í nøkur ár, men við áhaldandi og støðugum arbeiði eydnaðist at koma á mál.

Fakdagurin 2025

Í 2024 avgjørdi nevndin at hava ein fakligan dag í 2025, har eitt hvørt fakligt og viðkomandi skuldi setast á breddan. Í sambandi við nýggju kunngerðina um sálarliga arbeiðsumhvørvið varð avgjørt, at evnið á fakdegnum skuldi stuðla upp undir arbeiðið við kunngerðini – hvussu kunnu vit vera viðleikari í at fáa kunngerðina at virka til fulnar? Hvør er okkara leiklutur? Hvørjar avbjóðingar sita vit við, og hvussu skal samstarv millum starvsfólk, arbeiðsgevara, fakfelag og politiska myndugleikan skipast?

Vit fingu norska sálarfrøðingin Per Isdal saman við føroysku sálarfrøðingunum Súsonnu Skaale og Anniku Helgadóttir Davidsen at standa fyri fakligu uppleggunum. Dagurin eydnaðist sera væl – fleiri enn 1000 limir og onnur luttóku – og tí hava vit gjørt av, at hesin dagur verður ein afturvendandi táttur, og at næsti fakdagur væntandi verður í oktober 2026.

Lesibólkar

Eitt av okkara málum fyri 2025 var at seta í gongd lesibólkar runt um í landinum.

Endamálið við lesibólkum er at skapa karmar fyri kveikjandi samveru millum okkara limir og á hendan hátt birta upp undir konstruktivt samfelagsligt kjak. Tað hevur týdning fyri pedagogar at koma saman og kjakast um fak og virksemið, tí hetta er eitt av okkara amboðum – at menna og styrkja fakførleikan og virksemið ígjøgnum umhugsan og dialog.

Fyrsti lesibólkur byrjaði í januar 2025, og eftir ætlan fer næsti bólkur í gongd í mars. Hava limir ynski um at seta í gongd ein lesibólk í ávísum umráði í landinum, so er at seta seg í samband við felagið. Vit eru altíð til reiðar at hjálpa.

Limakort

Nevndin hevur avgjørt, at limir skulu fáa útflýggjað eitt limakort. Á limakortinum er QR koda, sum vísir, hvørjum fyritøkum limir kunnu fáa avsláttur frá. Tit kunnu síggja hvørjar fyritøkur talan er um á heimasíðu okkara. Eftir ætlan, er málið at víðka um hesi tilboð.

25 ára gamla Sára Maria Dalsgarð er 4. árs lesandi á námsfrøðiútbúgvingini. Hon hevur gjørt listaverkið, sum tú, kæri lesari, hevur fingið.

Grønir spírar

– Myndin “Grønir spírar” er gjørd við akvarell, klipp og collageteknikki. Mær hevur altíð dámað væl at mála við vatnlitum, og serliga føli eg, at myndevni so sum blómur, vatn, fiskar, bygdaog landslagsmyndir kunnu fáa meg heilt í flow. Hesa myndina evnaði eg eitt kvøldi, har eg fekk hug at gera okkurt til meg sjálva. Okkurt, sum føldist motiverandi eftir ein heldur longri málistøðg, okkurt, sum var “eg”. Oftast geri eg myndir til onnur enn meg

sjálva – til føðingardagsgávur, jólagávur o.a. Fyri meg hevur tað stóran týdning at halda fast við tað kreativa.

– Gleði meg at gera mun á týdningarmesta økinum í landinum

-– Tá ið eg varð liðug í student, fór eg út at arbeiða í barnagarðinum hjá nonnunum. Tað var ein fantastisk tíð; eg kom heim frá arbeiði við nýggjari orku og hjartanum fullum av stjørnuløtum. Tá ið eg hevði átt sonin í 2020, fór eg aftur at arbeiða á dagstovni, í

vøggustovuni í Birkilund. Har møtti eg dugnaligum námsfrøðingum, sum tímdu sítt yrki, gjørdu mun og inspireraðu ungu hjálparfólkini á staðnum. Tað vóru hesi tíðarskeiðini sum hjálparfólk, sum eggjaðu mær til at velja námsfrøðina. Og eg gleði meg at blíva liðug í summar og at koma út at gera mun á týdningarmesta økinum í landinum – dagstovnaøkinum.

Sára Maria Dalsgarð 4. árs lesandi á námsfrøðiútbúgvingini

Kundaportalurin

Fá yvirlit yvir tíni inngjøld, tryggingar, váðastøði og íløgusamansetingar – skjótt og ómakaleyst

Rita inn við samleikanum

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook