Page 1

N

NES.FO

NES KOMMUNA:

HAR ØLL TRÍVAST


VÆLKOMIN TIL NES KOMMUNU Sum borgarstjóri í Nes kommunu gleðist eg hvønn dag um at síggja virkisfýsnið í kommuni. Hugin at arbeiða innan vinnulívið, síggi eg hvønn ger­and­­ is­dag gjøgnum vindeyga á kommunuskrivstovuni. Arbeiðssemið hjá tykkum borgarum sæst aft­ur í komm­­unu­kass­anum, tí tað er tað, ið fíggjar alt okk­ara virksemi. Men tað er eisini virkisfýsnið í felagsarbeiði, í ítrótt­ar­fel­øg­um, samkomum og granna­løg­ um, sum eyðkennir okk­um, sum eina komm­ unu, har vit leggja í hvønn annan og trivn­ að­­in hjá hvør øðrum. Nes kommuna hevur raðfest trivnað í víð­­astu merking. Trivn­­aðurin, hjá okkara borg­­ar­um, hevur hægstu raðfesting, ikki minst familjurnar. Vit leggja dent á, at borgarin og familjan trívast væl, og føla, at hetta er ein stór upp­gáva. Nes kommuna er skapt av vinnulívinum, komm­unan tók skap frá havnalagnum. Fyri at tryggja, at vinnu­lív var í bygdini, og bygdini var lív lagað, so var al­neyð­ ugt at hava egna kommunu. Nógv er tó broytt og infrakervið tryggjar, at fólk kunnu ferð­ast allastaðni, tey kunnu arbeiða kring alt meginøkið, og búgva í Nes kommunu, ella arb­eiða í Nes kommunu og búgva um alt

Aftast frá vinstru: Mortan Højgaard, Súnfríð Jacobsen, Niclas Davidsen, Jákup A. Olsen Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, Elin á Torkilsheyggi Mynd: Jóhanna Thomsen

meginøkið. Tí er neyð­ugt sum kommuna at tryggja sær, at bygdirnar í Nes kommunu eru bygdir, har borg­arar trívast og vilja búgva. Tunnilin til Havnar stendur fyri durum, og við upp­koyr­ ing­ini Eyst­uroyarmegin, beint við okkara kommunu, so verður Nes kommuna ein enn tættari partur av meg­in­ økinum í næst­um. Men vit eiga ikki at gloyma, at tunn­ ilin gongur báð­ar vegir. Tí er avbjóðingin at skapa besta trivnað millum borg­ararnar størri enn áður. Fleiri grundstykki eru tøk, og ætlan er um nýggja út­ stykk­ing. Tað er gleðiligt at síggja, at ungar barna­fam­ ilj­ur velja Nes kommunu, tá røtur skulu festast og setast skal búgv. Nýggj ættarlið koma, og tað er gleðiligt. Samstarvið við grannakommunurnar er gott. Tað sóu vit í verki, tá eldraøkið skuldi yvirtakast. Samstarvið er ikki nýtt, longu tá Nes kommuna var nøkur fá ára gom­ul, gjørdi komm­unan samstarv við granna komm­un­urnar um felags sløkki­lið. Hetta samstarvið hevur nú 40 ár á baki, og riggar væl enn í dag. Vit liggja tættar, all­ar komm­unurnar um Skála­fjørð­in, og tí er samstarv ikki bara neyðugt, tað er sjálvsagt. Vit í bygdaráðnum síggja jaliga uppá framtíðina, vit búgva í eini kommunu, har okkara borgarar taka ábyrgd og arbeiða fyri felags trivnaði í kommununi. Eini komm­ unu, har virkisfýsnið, er stórt og tí er framtíðin væl­kom­ in í Nes komm­unu.


BØRNINI

Nes kommuna tekur sær væl av ansing og menning av børn­ unum á Nesi, Toftum og Saltnesi. Kommunan er lítil, tí kunnu vit fylgja við barninum á leiðini frá dagrøkt til fólkaskúla. Vit hava øll – bæði íbúgvar og kommuna – felags ábyrgd av trivnaðinum, hetta lyfta vit í felag.

N


TRIVNAÐUR

04 05

TAÐ VAR RÆTT

AT FLYTA HEIM SAMRØÐA:

BØRNINI ERU BLOMSTRAÐ, OG TRÍVAST VÆL Á TOFTUM. TÍ ERU HELENA HANSEN OG JANUS TRÚGVASON ALS IKKI Í IVA UM, AT TAÐ VAR RÆTT AT FLYTA HEIM AFTUR TIL FØROYA OG Í NES KOMMUNU, HAR TEY NÚ FARA AT BYGGJA

Í einum hugnaligum gomlum húsum, beint við skúlan, hitta vit Helenu Hansen og Janus Trúgvason. Tey búgva sam­ an við børnunum Sámuel (6 ár) og tvíburunum Pæturi og Miriam (3 ár). Hóast húsini hjá ommu Helenu eru hugna­ lig, so gleða tey seg til nýggju húsini, ið tey fara at byggja í útstykkingini á Lýðarsvegi. BLOMSTRAÐ MILLUM FAMILJUNA Helena er av Toftum, meðan Janus er av Strondum. Tá Hel­ena fekk starv á Kambsdali í 2013, flutti hon heim og tá var høgligt at flyta inn í tómu húsini hjá ommuni á Toft­ um. Her var familjan tætt við, og umhvørvið var kent. Tá Janus í 2014 hevði fingið arbeiðið sum verkfrøðingur í Runavík, og flutti heim, var lætt hjá strandinginum at fella til á Toftum, ikki minst tí børnini trivust. Sámuel, ið er ein familjukærur drongur, var veruliga blomstraður á Toft­um, og tvíburarnir stórtrivust eisini. BYGGJA DREYMAHÚSINI Tí var tað ikki í síðsta enda ikki nøkur torfør avgerð, at taka av tilboðnum um eitt grundstykki á Lýðarsvegi, har tey nú skulu undir at byggja sítt dreymaheim. - Vit hava hugsað eitt sindur um, hvar vit skuldu festa røt­ ur. Tað er keðiligt at skula byrja av nýggjum bæði hjá okk­ um, men eisini børnunum, sum eru so glað at vera tætt hjá familjuni, og tey trívast væl í barnagørðunum. Tí valdu vit at taka av tilboðnum um eitt grundstykki á Lýðarsvegi. Tvíburarnir fóru í dagrøkt, meðan Sámuel fór í barnagarð á Svangaskarði. Sámuel er tíðindafróður, og fortelur, at hon­um dámar væl í barnagarðinum. Hósdagur er hjóldagur í barnagarðinum. Sámuel er spent­ ur at taka súkkluna við í barnagarð í morgin. Hann brúkar ikki stuðulshjól, tí sum hann sigur: - Eg eri seks ár! GLEÐIR SEG TIL SKÚLABÓLKIN Bæði Sámuel og foreldrini gleða seg til, at hann eftir summ­arfrítíðina fer í skúlabólk. Her er serliga tíðin frá jól­

um til jóla áhugaverd. Tí tá verður hann partur av inn­koyr­ ing­arætlanini, jól til jól, ið tey hava hoyrt nógv um. Henda verkætlan er samstarv millum skúla og barnagarð, soleið­is at sama toymið av lærarum og námsfrøðingum fylg­ir barninum frá jólum til jólini árið eftir. Seinasta hálva árið í barnagarðinum venja børnini seg spakuliga við skúl­ an.Tá tey so av álvara byrja í skúlanum, í fyrsta flokki, fylgja somu námsfrøðingar við. BØRNINI TRÍVAST Helena og Janus eru bæði væl nøgd við barnaansingina í kommununi, tí børnini eru glað, og tað er tað, ið hevur størst týdning. - Barnagarðurin riggar sera væl, børnini trívast og eru nógv úti. Sjálvt tá yngru børnini máttu skifta dagrøktarmammu, tí hon gavst, so bar tað til uttan stórvegis trupulleikar, tí spælistovan hjá dagrøktini veitir kendar karmar, har børnini kenna seg trygg. Nógv er at fara til í Nes kommunu. Sámuel venur og spæl­ ir fótbólt við B68. Tvíburarnir ganga til fimleik hjá Støkk sam­an við foreldrunum. RØTT AVGERÐ Helena er virkin í barnaringinum í heimamissiónini, har koma børn í aldrinum 5-14, dreingir fyri seg og gentur fyri seg. Tey arbeiða við ymiskum handaligum, sum verður selt, og yvirskotið fer til trúboðarar. Hóast barnaringurin er í missiónshúsinum, so luttaka børn úr øllum samkomum í barna­ringinum. Umframt familjuna hava bæði Helena og Janus nógvar vin­ir í bygdunum, og tað tykist sum um alsamt fleiri flyta heim. Tey bæði ivast tí ikki í, at avgerðin um at flyta til Nes komm­unu var heilt røtt.


N


N

UPPLATINGARTÍÐIR Barnaansingin í Nes kommunu hevur opið frá 7:30 til 17:15. Til ber eisini at gera avtalu um, at børnini kunnu møta frá klokkan 7:00.


TRIVNAÐUR

06 07

I BoRN OG UNG DAGRØKT OG VØGGUSTOVA Nes kommuna bjóðar øllum børnum undir skúlaaldur ans­ ing. Fyri tey 0-­3 ára gomlu verður í løtuni bygd vøggustova, ið kemur fyri verandi dagrøkt. Dagrøktin hevur virkað væl. Dagrøktarheimið er ein lítil eind í heimligum umhvørvi har nærvera, umsorgan, menn­ ing og trivnaður eru í hásæti.

FRÍTÍÐARSKÚLIN Øll børn í 1. og 2. flokki í Nes kommunu fáa tilboð um at ganga í frítíðarskúla. Frítíðarskúlin er í einum húsum, sum kommunan hevur keypt til endamálið. Húsini eru á Brekku­ kletti, bert fáar minuttir til gongu frá Tofta skúla. Opið er frá kl. 11.00 til 17.15, ella frá tí, at 1. og 2. flokkur sleppa úr skúlanum.

Leiðarin av dagrøktini er økisnámsfrøðingur. Hon hevur ábyrgd­ina av dagrøktarunum í gerandisdegnum og gevur dagrøktarunum stuðul, íblástur og hugskot. Økis­náms­ frøðingurin vitjar javnan heimini fráboðað og ófrá­boðað.

TOFTA SKÚLI Tofta skúli liggur mitt á Toftum og hevur skúlagongd frá 1. til 10. flokk. Í skúlanum verður arbeitt við trivnaðinum, ið er grundarlagið fyri allari fakligari menning.

Eftir ætlan letur vøggustovan upp eftir summarfrítíðina 2016.

Nógv verður gjørt fyri, at øll læra at møta hvør øðrum við virðing og at skapa ein góðan felagsskap. Umframt hetta, leggur skúlin dent á, at børnini læra at samstarva bæði við ung og eldri í bygdarsamfelagnum.

BARNAGARÐURIN Á SVANGASKARÐI Í barnagarðinum á Svangaskarði eru børn úr 3 ára aldri til skúlaaldur. Við fótbóltsvølli og ítróttarøki sum granna, er barnagarðurin sjálvsagt ein ítróttarbarnagarður, ið leggur stóran dent á, at børnini røra seg. Her verða tey yngstu býtt í tríggjar stovur og tey elstu, skúlabólkurin, hava egna stovu. Náttúran og hagin eru somuleiðis granni hjá barnagarð­ inum. Børnini fara útferðir í hagan og spæla í náttúruni. ÚR BARNAGARÐI Í SKÚLA – “FRÁ JÓLUM TIL JÓLA” Elstu børnini í barnagarðinum eru í skúlabólki í eini stovu fyri seg. Í skúlabólkinum verður stórur dentur lagdur á at gera elstu børnini klár at fara í skúla. Samstarv er millum barnagarðin og Tofta skúla um ta málsligu menningina gjøgnum spæl. Endamálið er at byggja brýr millum stovn og skúla, sam­ stundis sum lærarar og námsfrøðingar samstarva á náms­ frøðiligum grundarlagi. Samstarvið er grundað á royndir hjá kenda professaranum og granskaranum Jørgen Frost, ið hevur gjørt royndir bæði í Danmark og Noregi. Í Danmark kallast hetta samstarvið “jul til jul” – vit kalla tað “frá jólum til jóla”. Samstarvið millum barnagarðin og skúlan er skipað so­ leiðis, at frá januar eru komandi lærarar knýttir at skúla­ bólkinum í barnagarðinum nakrar tímar um vikuna, og tá børnini fara í skúla í august, verður námsfrøðingur knýttur at 1. flokki í skúlanum nakrar tímar um vikuna.

Tofta skúli hevur í fleiri ár samstarvað við Runavíkar kommunuskúla um breytir og vallærugreinir í 10. flokki. Sum nakað nýtt varð hetta í skúlaárinum 2014/15 eisini bjóðað 8. flokki, so næmingarnir úr Tofta skúla og Runa­ víkar kommunuskúla kunnu velja millum breytir innan rørslu, handverk og fótbólt, umframt vallærugreinar. Frá 2015/16 verður hetta eisini bjóðað 9. flokki. Í Nes kommunu er stórur áhugi fyri fótbólti, tí hevur skúlin stovnað ein fótbóltsflokk til teir ídnastu fótbóltsspælar­ arnar. UNGDÓMSHÚSIÐ UH! Á Toftum er Ungdómshúsið, sum Tofta Blákrossfelag hev­ ur tikið stig til. Millum tey ungu verður húsið nevnt Uh! Eini 30-­40 ung vitja regluliga Ungdómshúsið, sum um­ framt vanliga virksemið við tónleiki, teldum, borð­tenn­is, pool og øðrum spølum, skipar fyri regluligum ment­anar­og ungdómstiltøkum. Tá koma enn fleiri á vitjan í Ung­dóms­ húsinum. Endamálið við Ungdómshúsinum er at bjóða teimum ungu tryggar, ódømandi og rúsfríar karmar, har tey ungu verða stimbrað og eggjað at finna og menna síni nátúrligu evnir, so tey gerast virkin, sunn og nøgd menniskju. Nes kommuna stuðlar saman við Runavíkar kommunu Ung­ dómshúsinum fíggjarliga.


TRIVNAÐUR

08 09

BÁTAFESTIVALUR OG VÁRDAGAR Fyrsta leygardag í mai hevur bátafelagið, síðan í 2005, skipað fyri bátafestivali á Toftum. Nógvir bátar koma til bygdina og tiltakið er sera væl umtókt. Nevndin fyri bátafestivalin heitti á kommununa um at gera eina mentanarviku í vikuni undan festivalinum. Í 2014 avgjørdi kommunan at ganga ynskinum á møti og halda várdagar. Várdagarnir byrja leygardagin undan bátafestivalinum við ruddingar- og umhvørvisdegi. Mentanar- og ítróttartiltøk eru á skránni alla vikuna. Feløg, og onnur í kommununi, hjálpa til at skipa fyri Várdøgunum. Eitt nú er felags morgunmatur, góðir gongutúrar, eydnuhjól, bátafestival-café, røður, tónleikur, fótbóltur, ferniseringar, fyrilestrar og mangt annað á skránni.

TOFTA KVINNUFELAG Á Toftum er virkið kvinnufelag, ið arbeiðir fyri javnstøðu mill­um kvinnu og mann, so tey javnbjóðis kunnu virka í heimi, yrki og samfelagi. Felagið er óheft politiskt og átrúnaðarligt. Kvinnur í Nes komm­unu tóku seg saman at stovna felagið í 1988. Um hetta mundið var kvinnurørslan sterk kring landið, og kvinnu­listar tóku seg upp í fleiri bygdum. Líka síðan felagið var stovnað hevur Tofta Kvinnufelag stillað kvinnulista upp til bygdaráðsvalini. Fyrstu ferð varð Jancy Olsen einsamøll vald inn fyri listan, men øll valini síðani hevur kvinnulistin fing­ið tvey umboð. Tofta Kvinnufelag hevur hús saman við talvfelagnum. Fel­ ag­ið er virkið og skipar fyri tiltøkum, eitt nú stórum tombola á Várdøgunum og kafékvøldum av og á.

TÍÐ AT LIVA FRÍTÍÐARÍTRIVINI ERU NÓGV Í NES KOMMUNU. FÓT­ BÓLT­ UR, FLOGBÓLTUR, SVIMJING ELLA OKKURT HEILT ANNAÐ, KARM­ARNIR ERU FRAMÚR GÓÐIR. TÆTT SAM­ STARV ER EIS­ INI VIÐ GRANNAKOMMUNURNAR, HAR FRÍ­TÍÐARTILBOÐINI EISINI ERU NÓGV, T.D. INNAN FIM­ LEIK, HONDBÓLT OG SKÓTAR. NES KOMMUNA STUÐLAR NÝGGJ­­UM OG VERANDI FELØGUM FÍGGJARLIGA OG VIÐ KARM­­UM

FIMLEIKAHØLLIN OG SVIMJIHØLLIN Fimleikarhøllin er nýggj og bleiv bygd í sambandi við, at skúlin bleiv nógv útbygdur í 2008. Hon hevur støddina til kurvabólt, og nýstovnaða kurva­­bóltfelagið í Eysturoy hev­ur heimstað á Toftum. Flogbóltsfelagið Tern­an hevur heima­vøll í høllini. Um vetrarnar verður fimleikarhøllin brúkt til nógvan ymisk­an ítrótt. Til ber eisini at leiga høllina, umframt at kvøld­skúlin brúkar hana. Svimjihøllin í Nes kommunu kom við sum partur av stóru útbyggingini av Tofta skúla í 1981, og kann nýtast av almenninginum í upplatingartíðini ella leigast. Svimji­hyl­ur­in er 16 metrar langur og hevur tríggjar geilir. Eis­ini er eitt vælumtókt hitarúm í svimjihøllini. KVØLD- OG MUSIKKSKÚLIN Tofta skúli er eisini karmur um kvøld- og musikkskúla fyri bæði ung og vaksin. Í kvøldskúlanum eru skeið um hondarbeiði, svimjing, klav­ er­spæl, sunnan lívsstíl, grund­skeið í máli og mangt annað. Tørvurin hev­ur verið við til at tillaga virksemið, tí skúlin hevur nú fleiri styttri skeið, held­ur enn skeið, ið vara ein heilan vetur.


N


N


TRIVNAÐUR

10 11

ítróttur

FYRI ØLL

FYRI AT ÍBÚGVARNIR Í NES KOMMUNU SKULU HAVA MØGULEIKA FYRI AT ÍÐKA ÍTRÓTT, HEVUR NES KOMMUNA SETT SÆR FYRI AT HAVA NØKTANDI FYSISKAR KARMAR Á FLEIRI ØKJUM, SOLEIÐIS AT ÍTRÓTT­AR­TILBOÐ ERU MØGULIG Í KOMMUNUNI. NES KOMMUNA STUÐLAR EIS­INI NÝGGJUM OG NÚVERANDI ÍTRÓTTARFELØGUM FÍGGJARLIGA OG VIÐ KARMUM FÓTBÓLTUR – B68 Gamli heimavøllurin hjá landsliðnum, Svangaskarð, er eis­ini núverandi heimavøllurin hjá Tofta Ítróttafelag – B68. Her hava fleiri landsliðsleikarar slitið sínar barna­ gagg­ur, millum annað hetjan móti grikkum; Jóan Símun Edmunds­son. Á Svangaskarði eru tveir gras­líkis­vallir og eitt ítróttarhús. FRÆLSUR ÍTRÓTTUR - ROYSNIÐ Roysnið er felagið fyri frælsan ítrótt í Eysturoy. Tey venja á Svangaskarði, har renni­breyt er, við øllum fyritreytum til frælsan ítrótt. Roysnið lænir eisini fim­leika­høll­ina. FLOGBÓLTUR - TERNAN Flogbóltsfelagið Ternan æt B68 Flogbóltur inntil 2010, tá tað gjørdist egið felag. Ternan er í bestu deildini, og ven­ ur í stóru, góðu fim­leika­høllini í Tofta skúla, ið nýliga er út­bygd. SVIMJING – FLOT Føroyski svimjifepurin, sum kom við Pál Joensen røkkur eis­ini inn á Toftir, har svimjifelagið Flot heldur til í svimji­ høll­ini í Tofta skúla. Tað er her, fleiri góðir svimj­arar hava funnið sær sína hill, eitt nú Birita Debess og Astrið Fold­ ar­skarð. BORÐTENNIS V.M. Stóra fimleikarhøllin í Tofta skúla hevur eisini góðar um­ støð­ur til borðtennis og aðrar innandura ítróttargreinir, so­leið­is at nýggir lokalir felagsskapir hava møguleika at fáa inni­vist.

TOFTA TALVFELAG Eitt talvfelag er á Toftum. Felagið tekur lut í talvkappingum og er eitt av gomlu talvfeløgunum í Føroyum. Tey hava felagshús saman við Tofta Kvinnufelag. Talvfelagið hev­ur verið føroyameistari bæði fyri lið og ein­stak­lingar. TOFTA DART Dart er ein ítróttargrein í vøkstri í Føroyum, og eisini á Toft­um er eitt dartfelag sett á stovn. Tofta Dart venur 2-3 ferðir um vikuna í hølum í Tofta skúla, og luttekur í kapp­ ing­um við hini dartfeløgini í landinum. SAMSTARV VIÐ GRANNAKOMMUNURNAR Nógv samstarv er millum Nes kommunu og granna­komm­ un­urnar. Ungdómur úr grannakommununum svimur í Flot, spæl­ir flogbólt í Ternuni og ger frælsan ítrótt í Roysni. Með­an okkara ungdómur eitt nú gongur hjá KFUM skót­ un­um í Skótahúsinum við Løkin, ger fimleik við Støkk og spæl­ir hondbólt við Tjaldri. KURVABÓLTSFELAGIÐ RAVNUR Nýggjasta ítróttargreinin, ið føroyingar luttóku við á Oyggja­leikunum í Jersey er kurvabóltur. Trý kurvabóltfeløg eru í Føroyum, eitt av hesum hevur heimstað í Nes komm­ unu. Hetta er nýggj ítróttargrein, men ætlanin er nú at skipa fyri FM kapping.


ÁSTØÐI

12 13

Nes kommuna

EIN KOMMUNA FYRI ØLL VIT VILJA SKAPA LÍV OG GANGA FREMST

Starvsfólk og bygdaráð í Nes kommunu hava verið í eini tilgongd at orða yvirskipaða ástøðið hjá kommununi


N

· · ·

Kommunan er savnandi, vísir umsorgan og gevur møgu­leik­ar fyri tí ein­ staka og familjuni at trívast, millum annað við at skapa karmar fyri frítíð og mentan. Nes kommuna tekur ábyrgd. Saman við opinleika, góðum sam­skifti og dugna­skapi, skapa vit álit ímillum borgara og kommunu. Nes kommuna er ein framsøkin kommuna. Við atliti til um­hvørvi og náttúru, skapa vit bestu fyritreytir fyri vinnu-, frí­tíðar- og bústaðarmøguleikum.


N

Trúðarlívið í

GERANDISDEGNUM Samkomulívið fyllir nógv í nær­um­hvørv­ in­um í Nes kommunu. Trúð­ar­sam­feløgini eru ein stórur partur av ger­andisdegnum hjá fleiri íbúgvum. Um­ framt andaliga leik­lutin spæla sam­kom­urnar ein stóran sos­ialan leiklut í kommununi. Tær skipa fyri alskyns til­tøkum fyri børn og vaksin. Sam­anhaldið og samveran í sam­kom­un­ um skapa tann hugn­an og tryggleikan, ið vit í Føroyum kenna so væl.

Nógv og gott samstarv er millum sam­ kom­urnar, og tíðin har hvør helt seg aft­ ur­at sínum er langt síðan farin. Eitt nú er sam­ starv um barnaring, ungdómsmøti og tiltøk um jólini, eins og konsertir og annað har nógv fólk koma, bæði úr øðrum samkomum og bygdum. Aftur­at Fríðrikskirkjuni eru tvær aðrar stórar sam­ komur; Samkoman í Nebo og Miss­ións­ hús­ið Tabor, og so er eisini Bahá’i.


TRIVNAÐUR

14 15

FRÍÐRIKSKIRKJAN Á Heygum stendur Fríðrikskirkjan sum eitt eyðkenni fyri komm­­ununa og bygdina. Haðani sæst og hoyrist hon um nær­ um alla kommununa. Kirkjan varð vígd fyrsta sunnu­dag í ad­ vent í 1994. Gamla kirkjan á Nesi frá 1843 var bliv­in nakað trong, men verður enn nýtt til serlig høvi. Sjálv byggingin, av stíl­reinu kirkjuni, fór fram í árunum 1992 – 1994, í harðastu kreppu­tíðum í Føroyum, og tí varð ein partur av arbeiðinum sjálv­boðið fyri at minka um út­reiðsl­ur­nar, og vóru tað nærum bara fólk í kommununi, sum ­tóku lut í byggingini. Umframt kirkjugongd er kirkjan javnan karmur um konsertir og ann­að. SAMKOMAN Í NEBO Samkoman í Nebo er ein brøðrasamkoma. Samkoman hev­ur ein stásiligan sal á Kneysum á Toftum, salurin varð m.a. bygd­ ur við nógvari sjálvbodnari hjálp. Fyrstu møtini í sam­komuni á Toft­um vóru í 1925 – í stovuni hjá Sannu og Andr­easi í Túni. Sal­urin varð bygdur í Gamla bø omanfyri úti í Viku. Hann varð tik­in í nýtslu á trettandu í 1935. Síðani hava nógvar umbyggingar verið at víðkað um virk­sem­ið hjá samkomuni, og í 2008 varð stóra og nýggja Nebo tikið í nýtslu. Nebo skipar eitt nú fyri familjumøti, sunnudagsskúla og ung­ dóms­møti. MISSIÓNSHÚSIÐ TABOR Missiónsarbeiðið á Toftum byrjaði í 1917, sprottið úr arb­eið­­ inum hjá Blákrossfelagnum. Tabor hevur síðani ment seg og stórtrivist í Nes kommunu. Missiónshúsið Tabor varð vígt í 1939 og síðani umbygt til stóra, vælkenda húsið í 1994. Stór­ur partur av byggingini av Missiónshúsinum var bygt av sjálv­ bodn­um, so samanhaldið vísir seg at hava stór­an týdning fyri bygda­samfelagið. Virksemið hjá Missiónshúsinum fevnir um tiltøk nærum hvønn dag í vikuni, so sum sunnudagsskúla, kórsang fyri bæði vaksin og børn, sjómanskvinnuring og møti. Eisini skip­­ar Missiónshúsið fyri serligum tiltøkum sum útferðum, bygda­leg­ um og møtirøðum. BAHÁ’Í Bahá’í á Toftum er partur av arbeiðinum hjá Bahá’í Før­oy­ar, og held­ur fleiri afturvendandi tiltøk sum lesiringar, bøn­arhald og til­tøk fyri børn. Hesi verða hildin í heiminum við at seta seg í sam­band við Bahá’í.

FORMNINNISFELAGIÐ REKUR BYGDASAVNIÐ Í PRESTAGARÐINUM Í gamla prestagarðinum á Nesi heldur Fornminnisfelagið til, ið rekur bygdasavnið. Bygdirnar Nes og Toftir eru elligomul bú­pláss, men ilt er at siga hvussu gomul. Endamálið við fel­agnum er at savna gripir, søguligar frásagnir og at gera søg­una í kommununi sjónliga. Bygdasavnið er sýnisgluggin hjá felagnum, har tann størsta framsýningin er í gamla presta­garðinum á Nesi. Prestagarðurin á Nesi er sera gamal og hevur eina langa, áhuga­ verda søgu. Núverandi bygningurin bleiv bygdur í 1862, tá V. U. Hammershaimb bleiv prestur á Nesi. Tá presta­hjúnini fluttu inn í 1863, var umbygdi prestagarðurin næst­størstu húsini í landinum, eftir Amtmanshúsini í Havn. Hammershaimb er ikki einasta stórmenni, sum hevur búð á presta­garðinum á Nesi. Heini Havreki, ið vit við vissu vita búði á Nesi í 1541, var prestur fyri alla Eysturoynna, áðrenn hann gjørdist Føroya fyrsti próstur í 1558. Afturat teimum hev­ur Fríðrik Petersen eisini búð har, og so eru bæði Magn­ us Heinason og Sjóvarbóndin føddir og uppaldir har. Mang­ ar eru tær familjur, sum kunnu føra síni ættarbond um presta­garðin á Nesi. TÍÐARLUMMARNIR Á NESI OG TOFTUM Umframt gamla prestagarðin fevnir bygdasavnið í Nes komm­unu um trý søgulig hús sum søvn: ‘Gamla Gerði’ á Nesi, Húsini á ‘Gadd’ á Nesi og Húsini ‘í Køkinum’ á Toft­ um. Gomlu húsini eru sum tíðarlummar, ið vísa okkum í 21. øld hvussu gerandisdagurin, hjá undangongufólkunum í Nes kommunu, var. Elstu húsini, Gamla Gerði, eru frá 1843 og hava moldgólv og roykstovu. Køkshúsini eru samansett í 1915 av tveimum húsum frá ávikavist 1806 og 1876, og lýsa væl søguna hjá staðnum og føroyska húsahandverkið í 20. øld. Gaddhúsini vórðu bygd í 1874, og vísa somuleiðis hvussu eini hús sóu út í farnu øld.


TRIVNAÐUR

16 17

tey ið

UNDAN GINGU FYRI NES KOMMUNU ER ELDRAØKI IKKI BARA EITT STÓRT, MEN EISINI EITT SERA TÝDNINGARMIKIÐ VIRKISØKI. TÆTTA SAMANHALDI MILLUM ÍBÚGVARNAR Í BYGD­UN­ UM GER, AT UMSTØÐURNAR OFTA ERU SO HEIMLIGAR SUM GJØRLIGT, UM SO TEY ELDRU BÚGVA Á ELLISHEIMUM, SAMBÝLI, VITJA DAGTILHALDIÐ ELLA ERU HEIMA­BÚGVANDI. KOMMUNAN STUÐLAR EISINI FEGIN TILTØKUM, SUM TEY ELDRU Í KOMMUNUNI TAKA STIG TIL, TÍ Í NES KOMMUNU VIRÐA OG VIRÐISMETA VIT TEY, IÐ UNDAN GINGU SAMSTARV UM TEY ELDRU Eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita 1. januar 2015. Saman við Sjóvar og Runavíkar kommunum hevur Nes kommuna tryggjað sær eina skipaða og trygga yvir­ tøku av hesum stóra og týdningarmikla øki.

MATTÆNASTAN TIL TEY ELDRU Síðan 2007 hevur Nes kommuna havt mattænastu til tey eldru, sum nú eisini er partur av samstarvinum. Mat­tæn­ ast­an heldur til í Vesturskini á Kneysum, haðani døgurðar verða koyrdir út í heimini fimm dagar um vikuna.

Skálafjarðasamstarvið umfatar nú eina Økistænastu við Heilsu­miðstøð í Runavík, Eysturoyar røktar- og ellisheim og Heimið á Mýrunum í Runavík, Vesturskin á Toftum og Eldrasambýlið á Skála. Økistænastan fevnir millum ann­að um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heima­ sjúkra­røkt, sambýli og ellisheim.

DAGTILHALDIÐ Í VESTURSKINI Meðan kórið í Undirhúsinum bert er fyri menn, er Dag­ til­haldið í Vesturskini fyri øll. Har hittast kvinnur tríggjar seinna­­partar um vikuna. Tær hugna sær við ymiskum ítrivi og práti, hetta hevur fingið kvinnur, ið fyrr sótu inni at koma út aftur millum fólk.

SANGUR, PRÁT OG HUGNI Í Undirhúsinum, á bryggjuni á Toftum, hittast 20-30 eldri menn hvønn mikudag at syngja í Undirhúsakórinum, har­ mon­ikan er við og sangurin gongur lættur. Stórur aldursmunur er á tí yngsta og elsta sangaranum, men felags er alskurin til sang og hugurin at brúka eina løtu saman við góðum vinum og kenningum. Kórið syngur til ymisk høvi, og í løtuni er ein konsert í kirkj­uni næst á skránni. Tí eru tað fyrst og fremst sálmar og anda­ligir sangir, ið eru á skránni í løtuni. Tá vit koma inn á gólvið, er beinanvegin greitt, at kórið ven­ur sera miðvíst, og orðaskifti um tónalag og tempo gong­ur lívliga millum løgini. Undirhúsið á Toftum er, eins og onnur undirhús í landinum, eitt savningarstað fyri menn, ið eru komnir upp í árini. Fyri nøkrum ár­um síðan varð stig tikið til at gera eitt sangkór. Heilt ofta er boð eftir sangkórinum, og tað meira enn so hend­ur seg, at kórið kemur á gátt, tá onkur av limunum hev­ur ein merkisdag.

NÆSTAN HVØNN DAG Allar dagar uttan sunnudag, er opið, í undirhúsinum frá kl. 9-11 og aftur seinnapartin frá 14-17. Her hittast nógvir menn at práta um leyst og fast, meðan teir fáa ein kaffi­ munn. Undirhúsið liggur í kjallaranum í handlinum hjá Pidda, so menn, ið fara til handils, gera sær ofta eitt rend inn á gólv­ið. Ofta koma eisini yngri menn inn, t.d. sjómenn, ið eru heima, tí teir vita, at prátið altíð gongur væl, og kaffi er gott. Í nógvum undirhúsum er kortspæl vanligt, men soleiðis er ikki í Nes kommunu, tí her verða eingi spøl brúkt. Longu tá undirhúsið lat upp, tíðliga í 2012, varð avgerð tikin um, ikki at spæla spøl. Hetta varð gjørt eftir ráðum úr øðrum undirhúsum, tí prátið gongur ikki líka frítt, tá menn eru upptiknir av spølum.


N


N

náttúran

SUM HEILD TEIR 13,9 KM2, IÐ NES KOMMUNA FEVNIR UM, HAVA EINA RÍKA NÁTTÚRU. AV HESUM ER EIN HEILT STÓRUR PARTUR LANDBRÚK OG SEYÐAHALD. MEN HER ERU EISINI STÓR NÁTT­ÚRUØKI, IÐ VERÐA BRÚKT TIL AT GEVA ÍBÚGV­UNUM SO GÓÐAR UMSTØÐUR SUM GJØR­LIGT AT NJÓTA VAKRA UMHVØRVIÐ. HER ERU TOFTAVATN OG ØKIÐ VIÐ VIND­MYLL­ URNAR Í NESHAGA VÆLUMTÓKT ÚT­FERÐAR­ MÁL

TOFTAVATN ER EIN NÁTTÚRUPERLA Kommunan hevur seinastu árini arbeitt miðvíst fyri at hugna um og varðveita økið við Toftavatn, sum ta sonnu nátt­úruperlu, tað er. Rásir eru gjørdar rundan um vatnið og økið tætt við vatnið, so lættari er hjá teimum vitjandi at vita, hvar tey kunnu ganga. Eisini verður arbeitt við at gera kunning til vitjandi og áhug­aði um søguliga virðið í Toftavatni, um lívfrøðiliga marg­feldni í náttúruni og mentanarligu ávirkanina.


NÁTTÚRA & UMHVØRVI

18 19

VINDMYLLULUNDIN SUM GJØRDIST FRÍTÍÐARSTAÐ Økið kring vindmyllurnar í Neshaga er vorið eitt vælumtókt frí­tíðarøki, har fólk hava møguleikan at søkja náttúruna og hugna sær millum grønu vindmyllurnar. Nógv fólk leita sær dag­liga ein gongutúr niðan á vegirnar millum myllurnar at hava eina løtu burtur frá dagsins stríði og strevi. Vælkendu myllurnar standa sum varðar fyri bygdirnar, og eru sjónligar úr fleiri pørtum í landinum. Við sínum grøna liti fella vindmyllurnar inn í landslagið og boða frá, at her verð­ur elmegi framleidd úr grønari orku. SEV legði stóran dent á at fríðka økið, tá fimm nýggjar vindmyllur vórðu sett­ar upp og tiknar í nýtslu.

Nú SEV hevur sett vindmyllur upp á Eystnesi er lættari at koma heilt út á Eystnes. Borð og benkur eru sett upp fram við vegnum. Eitt listarverk setur dám á vøkru og fríu nátt­ úr­una, har útsýnið ber av øllum. Listarverkið “Vindskýli”, sum Eyðun Eliasen hevur teknað, stendur har sum myllan, ið brotnaði stóð. Í vindskýlinum, ber til at søkja sær lívd. Sam­stundis sum sólin sær inn í skýlið allan dagin.


UMHVØRVI & NÝBYGGING

20 21

rein og

RUDDILIG

NES KOMMUNA LEGGUR STÓRAN DENT Á AT HALDA BYGDIRNAR REINAR OG RUDDILIGAR. HER KUNNU ØLL GERA SÍTT FYRI AT HJÁLPA TIL, BÆÐI TAÐ ALMENNA, FYRITØKUR OG EINSTAKLINGAR

RUDDINGARDAGUR FYRI ØLL Á hvørjum ári skipar kommunan fyri ruddingardegi, har borg­arar í felag fríðka um bygdirnar og rudda. Hetta skap­ ar ikki bara vakrar og ruddiligar bygdir, men eisini gott sam­anhald millum borgararnar. Tí aftaná ruddingina er sið­ur, at øll hittast til ein bita frá kommununi, og síðani er undirhald á skránni við framsýningum av ymiskum slag og tónleiki. Á hesum degi bjóðar kommunan eisini ókeypis plant­ur til húski í Nes kommunu. Kommunan heitir á øll í kommununi um at taka upp órudd og lúka ókrút, sum veksur fram við vegnum, og sum liggur upp at grundøkinum hjá borgaranum. Tað, at kommunan er ruddilig og væl røkt, er til gleði fyri øll, sum búgva her, og eisini fyri tey, sum vitja okkum.

REINT VATN Í KRANANUM Kommunan ger eisini sjálv nógv burtur úr, at reinføri og um­støðurnar eru tær bestu fyri íbúgvarnar. Vatnroyndir verða regluliga tiknar, sum verða sendar til Heilsufrøðiligu Starv­stovuna til kanningar. Harafturat hevur kommunan tað mál, at øll økini í kommununi skulu hava kloakk- og vatn­viðurskifti í lagi. Í øllum útstykkingum verður vatn, kloakk, el og telefon lagt í skipaðar leiðingar.


N GÓÐIR MØGULEIKAR AT FESTA RØTUR Í Nes kommunu eru góðir møguleikar at festa røtur, um tú skalt byggja tíni fyrstu hús, ella um núverandi hús­ini eru blivin ov lítil – ella ov stór. Grundstykkir eru byggi­klár og ætlanir eru um at byggja íbúðir á Toftum. Val­møgu­leik­ arnir eru nógvir í kommununi. GRUNDSTYKKIR OG ÚTSTYKKING Áhugin fyri grundstykki í Nes kommunu er vaksin seinastu ár­ini, men kortini er ongin bíðilisti eftir grundstykki. Tað vil siga, at grundstykki og byggiloyvi beinanvegin verða játt­ að teimum, sum eru klár at fara undir at byggja. Á ikki færri enn trimum vegum er útstykkjað seinastu árini. Tá hetta blað kemur út eru grundstykkir til sølu fram við øllum trimum vegum; við Lýðarsveg, Nesveg og Gaddaveg. 18 av hes­um eru byggibúgvin, og í útstykkingini

á Gaddavegnum verða hús framvegis bygd. Kommunan hevur lagt seg eftir at gera tað lætt hjá borgarum at seta búgv, tí er prísurin á byggi­búnu grundstykkjunum settur niður. ÍBÚÐIR Á TOFTUM Bústaðir hevur ætlanir um at byggja íbúðir í hjartanum í kommununi, á Kneysum. Økið er sera væl egnað til barnafamiljur og eldri. Stutt er at ganga til skúla, Undir­ hús­ið, havnalag og almennar stovnar. Ætlan er at byggja eina lon við 8 íbúðum. Lonin stendur so­leiðis, at allar íbúðirnar hava gott og frítt útsýni og fáa gleði av góða sólarganginum á Toftum. Møguleiki er at byggja tvær lonir afturat.


N


NÝBYGGING

22 23

búgva á

QUALITY STREET SAMRØÐA:

HJÚNINI ATLI OG HEIDI JOHANSEN VITA VÆL, AT TEY BÚGVA SERA VÆL Í EINUM GÓÐUM NÝGGJUM GRANNALAGI MILLUM GÓÐAR GRANNAR VIÐ ÚTSÝNI Í HEIMSFLOKKI

Á Gaddavegi hugdu børn og vaksin, tá ein ókendur bilur koyrdi inn í túnið hjá Atla og Heidi. Her kenna fólk hvønn ann­an, og her leggja tey í hvønn annan. Á stilla vegnum er bert smávegis ferðsla, og børnini spæla á vegnum, meðan grann­ar standa og práta. Onkur heingir klæði á snórin, onk­ur annar skumpar undir eina reiggju og friðsæla og nøgd­semi kennist allastaðni.

av teimum hava javngomul børn. Tað eru ikki meira enn eini 10 ár millum tey elstu og tey yngstu, ið hava bygt her.

Atli tekur ímóti við einum einum stórum smíli. Hann bjóðar mær vælkomnum til Quality Street, sum hann kallar Gadda­vegin.

- Tey flestu, sum búgva her, eru lokal, men vit eru eisini nokk­so nógv, ið koma uttanífrá. Men grannalagið er gott, og vit koma hvørjum øðrum við, greiðir Atli frá.

Atli og Heidi Johansen fluttu inn í húsini, í nýggja bý­ar­ part­in­um, saman við synunum Jóhan og Jóhannes fyri nøkr­um ár­um síðani, og fyri einum hálvum ári síðani kom Brandur til verðina. Nú eru Jóhan og Jóhannes ávikavist 9 og 7 ár. Teir stórtrívast eins og foreldrini her á Gaddavegi.

Byggingin av húsunum gekk væl hjá Atla og Heidi. Tey vóru sera væl nøgd við treytirnar, ið kommunan gav teim­ um. Tí var tað ikki so tor­ført at fara undir byggingina.

Á HESUM ARMINUM Heidi er av Toftum, meðan Atli er av Glyvrum, og avgerðin um hvar tey skuldu setast niður, tá tey eftir lestur fluttu til Før­oyar, var ein, ið tey hugsaðu væl um. - Eg eri av Glyvrum, og fyri meg er tað ikki so týdningarmikið, hvar vit búgva á Skálafjørðinum. Um tað ikki er á Glyvrum, so kundi tað líka væl verða á Nesi sum í onkrari av hinum bygd­unum á hesum arminum á Skálafjørðinum. FALL FYRI STAÐNUM Komin heim frá lestri í Danmark leigaðu tey eini hús á Glyvr­um, men tá føtur skuldu setast undir egið borð, fall val­ið á grundstykkið á Gaddavegi á Nesi. - Tað vóru fleiri ting sum spældu inn, eitt nú prísur á grund­ stykkinum og plaseringin, sigur Heidi, meðan hon vís­ur á útsýnið yvir fjørðin og út á hav. Hetta er ikki eitt út­sýnið, ið man troyttast av. - Eg fall fyri staðnum, tá eg gróv fyri kloakkrørunum, sigur Atli, ið er samdur í, at útsýnið er gott her. Tey greiða frá, at tað vigaði tungt, at hetta var eitt nýtt granna­lag, og at nógv javngomul fólk búgva her, og nógv

GOTT GRANNALAG Heidi, ið er av Toftum, kendi frammanundan nógv av teim­ um, ið búgva her, nógv eru lokal. Men fyri Atla, ið er til­flyt­ ari, hevur eisini verið lætt at falla til.

Tað var heldur eingin trupulleiki at fáa barnaansing, tí eing­in bíðilisti var, og bæði stovnur og skúli eru sera góð í kommununi. Umframt at vera foreldur, er Atli eisini lær­ari, og hann vísir á, at Tofta skúli er ein sera góður skúli. VIRKIN Í FELAGSLÍVINUM Bæði Heidi og Atli eru virkin í felagslívinum. Heidi er virkin í heimamissiónini. Hóast Atli er av Glyvrum, hevur hann fylgt soninum, ið spælir við B68, her er Atli nú virkin. Meðan eyguni enn einaferð leita út gjøgnum gluggan til hetta frálíka útsýnið, fellur prátið á framtíðina, og um tunn­il­in, ið fer at koma. - Eg haldi ikki, at tunnilin fyllir nógv hjá okkum, sigur Heidi, ið tó vísir á, at fyri hana, sum er ergoterapeut á ellis­heiminum í Runavík, víðkar tað munandi um arb­eiðs­ møgu­leikarnar, men samstundis trívist hon væl, har hon er. Tey trívast stutt sagt væl í húsunum her á Gaddavegi, og tað gera synirnir eisini.


VINNULÍV

24 25

TAÐ ER

STUTT TIL ARBEIÐIS NES KOMMUNA LIGGUR SENTRALT Í FØROYUM. INNTIL STÓRU SAM­FERÐSLU­ÚTBYGGINGARNAR, SUM FARIÐ VARÐ UNDIR FYRI EINARI HÁLV­ARI ØLD SÍÐANI, VAR HETTA TÝDNINGARMIKIÐ Á TANN HÁTT, AT TAÐ VAR HØGLIGT HJÁ SKIPUM OG BÁTUM AT KOMA INN Á SKÁLA­FJØRЭIN. TÁ VARÐ SAGT, AT VATN BANT PLÁSS OG STØÐ SAMAN, OG AT FJØLLINI SKILTU SUNDUR. NÚ ER TAÐ MØGULEIKIN AT FERÐAST Á VEG­UM OG BRÚM OG Í TUNLUM, SUM KNÝTIR SAMAN


N Útbyggingarnar hava havt við sær, at vegasambandið er gott kring alt landið, og at teinarnir at koyra úr Nes komm­ unu og til arbeiðspláss aðrastaðni í oynni eru stuttir. Eitt nú eru ikki meiri enn tjúgu minuttir inn á Kambsdal, har stór­ur partur av ungdómunum í oynni ganga í mið­náms­ skúla. Góða samferðslukervið ber eisini við sær, at tað ber væl til at búgva í kommununi og at arbeiða í øðrum oyggjum. Eftir at Norðoyatunnilin læt upp í 2006, er tað minni enn ein hálvur tími í bili til Klaksvíkar og ein tími vestur á flog­ vøllin. Av Toftum og til Havnar er ein tími við bili. Tá ið Skálafjarðartunnilin í 2019 verður veruleiki, verður tað minni enn eitt korter úr Nes kommunu og umvegis rund­ koyr­ingina í Rókini og í tunlinum suður í høvuðsstaðin. Í Nes kommunu hava tey seinnu árini búsett seg alt fleiri, sum hava útbúgvingar innan stóru vælferðarøkini – heilsuøkið, skúlaøkið og almannaøkið. Sammett við størstu kommunurnar eru tað í Nes kommunu ikki eins

nógv almenn arbeiðspláss fyri tey við miðal longum og long­um útbúgvingum innan eitt nú hesi økini. Áður hevði hes­in veruleikin við sær, at tey, sum høvdu verið burturi og nomið sær útbúgving, oftast búsettu seg aðrastaðni, tá ið tey komu aftur úr útlandinum og høvdu funnið sær arb­eiði heima á klettunum. Soleiðis er tað ikki longur. Tað er stutt millum ungu familjurnar, sum búsetast í Nes komm­unu, eftir at tær hava verið uttanlands og nomið sær útbúgving. Tað ræður um at finna røttu javnvágina millum samband við familju, møguleikar fyri luttøku í sosialum netverkum, upp­livingar í náttúruni og frítíðarítrivi, trivnaðin hjá børn­ un­um og avbjóðingina í arbeiðinum. Nú vísir tað seg, at val­ið alt títtari er Nes kommuna, og útlitini fyri, at tað skal verða uppaftur vanligari og upplagdari at búseta seg her í framtíðini, eru góð.


N


VINNULÍV

26 27

HJALLURIN

ER Í SJÓNUM ALLAR TÍÐIR HEVUR SAMBANDIÐ VIÐ SJÓGVIN HAVT STÓRAN TÝDNING FYRI LÍVSGRUNDARLAGIÐ Í NES KOMMUNU. SOLEIÐIS ER TAÐ FRAMVEGIS, HÓAST TAÐ ER STÓRUR MUNUR Á TÍ, SUM NÚ VERÐUR FINGIST VIÐ OG SO TAÐ, SUM Í NÓGV ÁR VAR GRUNDARLAGIÐ UNDIR VIRKSEMINUM OG HARVIÐ INNTØKUNI Ein av stóru avmarkingunum í virkseminum framvið sjóv­ armálanum á Toftum var, at havnarviðurskiftini ikki vóru soleiðis, sum tað er neyðugt, at tey eru í nútíðar sam­ felagnum. Undir hesum korum vóru tað fleiri, sum áttu skip í Nes kommunu undan 2. heimsbardaga, tá ið skips­fiski­ skap­urin av álvara tók seg upp hjá føroyingum. Størsta og víð­fevnasta virksemið av hesum á Toftum var tað hjá D. P. Høj­gaard, sum umframt at hava skip og reiðaravirksemi hevði eitt nú matvøru og ísenkram handil, kolasølu og timb­urhandil í Oyrum. Hetta virksemið varð so við og við í fimmti­árunum og sekstiárunum flutt inn til Runavíkar. Umstøðurnar á havnarlagnum á Toftum eru nógv betraðar sein­astu hálvu øldina. Fyrst í sjeytiárunum varð ferjulega gjørd, sum bar við sær, at tað bar til hjá ferjuni millum Skála­fjørðin og høvuðsstaðin at leggja at á Toftagjógv. Bygdarfólkið stóð saman við kommununi, tá ið flakavirkið Nykur varð bygt. Kommunan syrgdi fyri atløgubryggju og øki at byggja virkisbygningin á, og lokalar kreftir tóku stóra tak­ið at fáa flakavirki í kommununa. Í áttati árunum varð farið undir havnarútbyggingina sunnanfyri Toftagjógv, og harvið vórðu møguleikar veittir fyri, at skip og bátar kundu leggja at á Toftum. Tá ið ítróttarøkið á Svangaskarði varð víðkað síðst í áttati ár­unum var nógv grót sprongt burtur. Kommunan keypti grót­ið, sum varð lagt frá Nyki og suðureftir. Hetta er vídd­ in, har virkisbygningarnir framvið sjóvarmálanum og út móti Toftagjógv nú eru. Tilfar av Svangaskarði varð nýtt til at leingja molan soleiðis, at umstøðurnar hjá skipum og bát­um at liggja batnaðu.

So við og við batnaðu umstøðurnar hjá útróðrinum. Eyst­ an­fyri Nyk vórðu útróðrarskúrar bygdir, sum bátaeigararnir leig­aðu frá kommununi, og síðst í áttatiárunum varð báta­ havn­in í Oyrum víðkað, so tað ber til hjá opnum bátum og deksbátum at liggja trygt. Eftir at flakavirkið miðskeiðis í nítiárunum læt aftur og lóg­in um vinnuligan fiskiskap avmarkaði møguleikarnar hjá bátunum, er vinnuligi útróðurin minkaður. Lívsstílurin at hava bát og at vera á floti livir sítt fríska lív, og tað er fram­vegis virksemi í skúrunum og bátahylinum. Flakavirkið Nykur er nú saltfiskavirki, sum Faroe Origin eig­ur og rekur saman við ísvirkinum. Tá ið fiskivinnan varð endurreist miðskeiðis í nítiárunum var tað avgerandi, at fiskamarknaður varð skipaður. Høv­ uðs­støðin varð løgd á Toftagjógv, og har eru Fiska­markn­ að­ur Føroya og Landingarmiðstøðin framvegis. Í sambandi við virksemið á Landingarmiðstøðini og Fiskamarknaðinum er avleitt virksemi í økinum: Kassa­ mið­­støð var skipað, sum umsitur fiskakassar, ið mótvegis panti, riggar kring alt landið. Fiskur verður hagreiddur og pakkaður, sum er landaður á Tofta­gjógv, og Pf Eysturoy hevur tvey líunuskip, umframt at bygningur hjá felagnum hýsir alifóðri úr Noregi. MJ Saltsølan hevur goymslu á ídnaðarøki í Oyrum. Saltið verð­ur keypt úr Ibiza og veitt keyparum kring landið.


VINNULÍV

28 29

BYGGJA FRAMTÍÐINA TANN VINNAN, SUM MEST VERÐUR ÁVIRKAÐ AV SKIFTANDI BÚSKAPARLIGUM SVEIGGJUM Í SAMFELAGNUM, ER BYGGIVINNAN. HESIN VERULEIKIN BER VIÐ SÆR, AT TAÐ ER IKKI SØRT SKIFTANDI, HVUSSU NÓGV VIRKI ERU, OG HVUSSU NÓGV FÓLK TEY HAVA Í ARBEIÐI. EISINI VÍSIR TAÐ SEG OFTA, AT HESI VIRKI ERU TENGD AT ÁVÍSUM PERSÓNUM, OG AT VIRKSEMI SKIFTIR NAVN, TÁ IÐ TALAN ER UM ÆTTARLIÐSSKIFTI Fólkatalið er nógv økt, og vinnuliga framgongdin hevur sein­astu hálvu øldina sum heild verið øgilig í Nes komm­ unu og í grannakommununum. Tað hevur borið stórar av­ bjóð­ingar við sær fyri byggimeistarar, sum bæði hava bygt set­hús og virkisbygningar. Ein av týdningarmiklu samfelagsligu uppgávunum, sum byggi­vinnan hevur verið við til at lyfta, er at hava lær­ling­ ar. Tann partin av lærutíðini, tá ið skúlagongdin er á skrá, eru lærlingarnir á tekniskum skúla í Havn ella í Klaksvík. Millum størstu feløgini í byggivinnuni er í løtuni KBH. Virk­ ið hevur fyri stuttum lagt síðstu hond á heimið á Nesi hjá

Bláa krossi. Millum næstu avbjóðingarnar er ráðhúsið í Gøtu, vøggustovan hjá Nes kommunu og útbygging av ítrótt­arhúsinum á Svangaskarði, sum Fótbóltssamband Før­oya og Nes kommuna standa fyri. Onnur feløg í byggivinnuni eru Harald Kjeld, Haldur Vang, Pól Sondum og Allan við Rætt, Heri Hansen, Rókin og Jákup Martin Kjeld og Rók EL. Millum entrepenørfyritøkurnar eru DEH, EJ Maskinur, Falkon, Frits Johannesen, Vestcon, Vøruflutningur og APBilar og Maskinur.

GRØR UM GANGANDI FÓT NÓGV OG FJØLBROYTT VINNULIGT VIRKSEMI ER Í NES KOMMUNU. HER ERU HANDLAR OG TÆN­ ASTU­FYRITØKUR, MEN EISINI INNAN KREATIVAR VINNUR GRØR UM GANGANDI FÓT Vinnuligi og handilsligi miðdepilin á Toftum var fyri mong um árum síðani í Oyrahandlinum.

ar­fólk, so tey lættari kunnu leggja dagin til rættis hjá fólki, sum hava autismu.

Umframt at D: P. Højgaard hevði stórt og fjølbroytt vinnu­ ligt virksemi, sum spratt frá skipunum, so høvdu teir eisini handil við toystovu. Nú er aftur lív í Oyrahandlinum. Navia hev­ur handil, sum selur tógv, bundnar vørur og tað, sum hoyr­ir upp í at binda og annað hondarbeiði. Undir somu lon er klædnahandilin Insito.

Eisini beinta.com, ið hevur staðið fyri myndunum í hesum blaði, heldur til í Oyrahandlinum. AT bókhandil og OM Før­ oy­ar hava somuleiðis skrivstovu har.

Í Oyrahandlinum eru eisini onnur virki, eitt av hesum er KT fyritøkan Beak Software, sum vann føroysku út­gáv­ una av Creative Business Cup 2015. Fyritøkan hevur ment eitt samskiftisamboð til tey, ið hava autismu. Sam­ skiftisamboðið, ClearComm er ætlað til foreldur og hjálp­

Omanfyri Oyrarnar er tannlækni og tannrøkt á sama stað. Einasti matvøruhandilin á Toftum er Hjá Pidda. Talan er um handilin, sum Piddi Skaale átti, og sum dóttir hansara, Sól­run, og versonurin, Hanus Lómstein, høvdu í mong ár. Pf. Haraldsen í Fuglafirði hevur átt handilin í nøkur ár. Pf. Haraldsen og Poul Hansen Heilsøla í Havn eiga nú hand­ il­in.


N


N


VINNULÍV

30 31

ull er

FØROYA GULL

SAMRØÐA: Á NAVIA HAVA TEY MEGNAÐ AT BYGGJA EINA FYRITØKU, IÐ SELUR FØROYSKA ULL, FØROYSKAR BINDIUPPSKRIFTIR OG FØROYSKAR BUNDNAVØRUR TIL ÚTLANDIÐ

Við høvuðsvegin á Toftum liggur Oyrahandlin, har Navia held­ur til. Stjóri er Óli Kristian á Torkilsheyggi, ið hevur tik­ ið yvir siðaarvin hjá familjuni, við at arbeiða við ullvørðum. Óli Kristian er 4. ættarlið, ið arbeiðir við ull, abbin átti Tøt­ing í Gøtu, og langomman hevði eisini framleiðslu av troyggjum. Men fyritøkuna Navia hevur Óla Kristian sjálv­ ur stovnað. - Navia byrjaði sum ein skúlaverkætlan, tá eg las markn­ að­arføringsbúskap. Eg skuldi gera eina virkisætlan fyri eina fiktiva fyritøku, og eg valdi at gera eina virkisætlan fyri eina fyritøku, ið virkaði tógv til altjóða marknaðin, greið­ir ungi íverksetarin frá. Hann var so sannførdur um, at hendan virkisætlan kundi gjøgn­umførast, at hann valdi at fara í praktikk hjá sær sjálv­um, og seta Navia á stovn. Hann var tá 22 ára gamal, og byrjaði í smáum. Nú 11 ár seinni er fyritøkan vaksin al­ mik­ið. Deildin á Toftum liggur í gomlu húsunum hjá Oyra­ handl­inum, ið tey eiga, meðan handil eisini er í SMS. HEIMBYGDIN DRÓG Hjá bóndasoninum á Nesi var eingin ivi um, at Navia skuldi liggja í heimbygdini. - Hetta er mín kommuna, so sjálvandi skuldi eg hava høvuðssæti her, greiðir Óli Kristian frá. Hann leigaði sær tí eini høli mitt á Toftum, har Navia húsaðist, til tey vuksu seg úr teimum, og keyptu gamla Oyrahandilin Óli Kristian vísir ár, at tað var eitt gott val, tí kommunan hevur víst sera stóra vælvild móti Navia, og fólki í komm­ un­uni eru sera stuðlandi um okkara virksemi. FØROYA GULL Í fjør var Navia fyritøkan, ið tók móti mest føroyskari ull, og stendur tað til Óla Kristian, so verður nøgdin av før­

oysk­ari ull, ið verður gagnnýtt av Navia, munandi størri kom­andi árini. - Tankin við at stovna Navia var, at vit skuldu kunna gagn­ nýta føroysku ullina til ein altjóða marknað, og hetta er enn okkara mál. Frá fyrstu tíðini, har Navia gjørdi bindibøkur og seldi tógv í náttúrulitum, er virksemið vaksið nógv. Nú finst tógvið í trimum ymiskum ullblandingum og í 29 ymiskum litum. Søl­an er, enn sum áður, fyrst og fremst uttanlands. Her er ull veruliga Føroya gull. Fyritøkan framleiðir heldur ikki longur bara tógv, men fram­leiðslan fevnir um troyggjur, vøttir, skinn, hosir, ullint und­irklæði og alt møguligt annað. Enn eitt stórt stig at gagnnýta føroyska ull er tikið, nú Navia hevur víðkað sítt virksemi og eisini bjóðar ull sum bjálving til hús. Í Oyrahandlinum er søla av nógvum ymiskum vørum. Men fleiri aðrar fyritøkur húsast eisini inni í hølunum eitt nú klædna­ handilin Insito, AT Bókhandil, OM Føroyar og beinta.com. Fyri Óla Kristian er hetta alt fyri at skapa eitt liv­andi arbeiðsumhvørvi. FRAMTÍÐIN Sum ein av tættastu handlum við ætlaða tunnilsmunnan á tunlinum millum Havnina og Skálafjørðin, sær framtíðin bjørt út hjá Navia. Óli Kristian er eisini bjartskygdur. - Her koma fólk úr øðrum bygdum og ferðafólk, ið hava hoyrt um handilin og okkara vørur, so tann parturin fer uttan iva at vaksa. Men vit arbeiða allatíðina við at finna nýggjar hættir at gagnnýta ullina, tí eru vakstrarmøguleikarnir stórir, vísir Óli Kristian á.


NES KOMMUNA

Tekstur og ritstjórn: Nudlavirkið – Myndir: Beinta á Torkilsheyggi – Snið og uppseting: Ning

KOMMUNUSKRIVSTOVAN Tel 44 75 86 – Fartel 56 50 04 Teldupostur: nes@nes.fo Opið: Týs, hós, frí 10-15. Mik. 10-12 www.nes.fo

SAMBAND VIÐ NES KOMMUNU BINGJUPLÁSSIÐ Tel 56 50 06 Opið: Týs, hós 16-20 – Ley 13-18 SVANGASKARÐ Umsjónarmaðurin 565008 TOFTA SKÚLI Tel 44 73 32 SVIMJIHYLURIN Tel 44 82 13 BÓKASAVNIÐ Tel 44 88 72 Opið: Má 16-18 – Mi 19-21

SÓLAREYGA Tel 56 50 22

SKÁLAFJARÐAR SLØKKILIÐ Tel 44 82 35

SÓLARGLOTTIN 56 50 22

BARNAVERNDARTÆNASTAN Tel 41 70 00 Opið: 09-15 Vakttelefon 23 70 90

GULLSÓLJAN Tel 56 50 25 DREYMASÓLJAN Tel 56 50 26 SÓLDØGG Tel 56 50 27 DAGRØKTIN Tel 44 84 62 & 56 50 20

BYGDASAVNIÐ Tel 447696 & 227096 Opið: Má 16-18 – Mi 19-21

SPÆLISTOVAN Tel 44 84 63

FRÍTÍÐARSKÚLIN Á BREKKUKLETTI Tel 44 87 86 & 56 50 23

PRESTAGARÐURIN Á NESI Tel 44 71 71

BARNAGARÐURIN Á SVANGASKARÐI Tel 44 87 60 & 565021

HAVNARSKRIVSTOVAN Tel 44 81 44 & 56 50 10

LÆKNAR Lækni (Kári Rasmussen), Tel 44 70 10 Lækni (Avloysari), Tel 44 80 16 SKÁLAFJARÐARSAMSTARVIÐ Økisskrivstovan Tel 79 33 00 Teldupostur sam@sam.fo ELDRASAMBÝLIÐ VESTURSKIN Tel 44 85 75 MATTÆNASTAN Tel 44 86 90

Nes kommuna - Har øll trívast  

Faldari um lív og virksemi í Nes kommunu.

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you