Mentanardagar à Fuglafirði
1
Nr.
síða
1. Boðar tú til allar tjóðir
3
2. Meg minnist eina mynd
4
3. Fagra blóma
5
4. Fuglafjørður
5-6
5. Millum vøkur fjøll
7
6. Kom og dansa
8
7. The Wild Rover
9
8. Í góðum veðri hann dyrgdi
10
9. Eins og áarstreymur rennur
11
10. Meirlutin ræður
12 - 13
11. Súrligar nætur í Keypmannahavn
14
12. Eitt sunnukvøld í plantasjuni
15
13. Kenna tit Rasmus
16
14. Sára mín
17
2
Boðar tú til allar tjóðir Orð: Jóannes Patursson Lag 1: Regin Dahl 1. Boðar tú til allar tjóðir: “Æra skalt tú faðir tín, æra skalt tú tína móður, so tær fylgir signing mín. Landið gevi eg tær tá, leingi tú har liva má, fólkið títt tá skal eg kenna, meðan øld um øldir renna.” 2. Føroya mál á manna tungu merkir: her býr Føroya fólk. Slektir fornu og tær ungu eyðkendu seg sum ein bólk, ið helt fast við fedra mál, virdu tað av hug og sál, gloymdu ikki ættarbandið; byggja tí enn hetta landið. 3. Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv, at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av; tá skal lyftið, sum tú gav, allan aldur Føroyum tryggja føroyingunum her at byggja.
3
Meg minnist eina mynd Orð: Hans Andrias Djurhuus Lag: Jógvan Telling Joensen 1. Meg minnist eina mynd – eg var lítil tá, Tó fagrari mynd eg aldri sá; Tað var lítil bygd, fram við vatn hon lá Og húsini vóru so fitt og smá 2. Í bønum á blik, løgdu gentur løk, og roykurin rak yvir grasgrøn tøk. Hvør klettur sum skarlak litaður var, Og krúnu av tárni tindurin bar. 3. Ein drongur við tráðu sat vatni hjá, ein áarløkur rann skamt har frá. Ein tjóðraður hestur í beiti stóð. Í lofti kvað fuglur sítt kvøldarljóð. 4. Alt átti so friðarligt hvíldarlagkvøldarhvíld eftir strævnan dag. Sólin var farin um fjallaskarð Tó enn stóð glæman og lýsti har. 5. Ein føgur, ein yndislig summarmynd við sólseturglæmu um høgan tind – Og eg kann minnast, eg ynskti mær, At mær mátti unnast at búgva har. 6. Tó aldri eg enn slíkt stað havi sætt, og einki havi eg frá tí frætt; og myndin er burtur – skrødd ella brend, og eina mynd av mær, ongum øðrum kend.
4
Fagra blóma Orð: Poul Frederik Joensen Lag 1 (fyrra ørindi): Hanus G. Johansen Lag 2 (seinna ørindi): Fred Rose 1. Fagra blóma tú sum prýðir fjallatindar berg og skørð, bø og ong og grønar líðir, hvat er fagrari á jørð? Eina blómu tó eg kenni, fagrast hon av øllum er, sjálvt ei rósan líkist henni, tað er hon eg valdi mær. 2. Blómur spretta móti vári, følna, tá ið heystið er, mín, hon blóma man alt árið, um so kalt og kavið er. – Einaferð hon bert kann blóma, følnar hon, eg følni við. Fylgja skal eg blómu míni, til tann síðsta hvíldarfrið.
Fuglafjørður Lag: Dansen på Sunnanø Orð Frits Johannesen Hygg yvir vakran fjørð og fjøll tað Fuglafjørður er, har er so frítt eitt bygdalaghar er mín lítla verð. Har renna løkir og Gjógvará og Breiðá – Skarðsá mjá. Húsini tøtt og kinnareyð, so vældæmd er mín eyð. Húsini tøtt og kinnareyð, so vældæmd er mín eyð Tá várið kemur upp um fjøll og leggur seg við vøtn, tá livnar strá við áðarbøkk, og hjørtu gerast løtt, og keldan Vígdá hon er so vát og rennur ovurkát. Tindrandi várljós dansar vals 5
um Skarð og Innandals. Tindrandi várljós dansar vals um Skarð og Innandals Tá sólin roðar bjørt um fjøll og gyllir hvønn ein fløtt, tað fløvir hjartað mítt og ger, at lívið verður ljóst; og sang frá kvørkveggju ljóðar frítt Í urtagarði blítt. Gvaggandi dunnur pulka sær við Gjógvará so nær. Gvaggandi dunnur pulka sær við Gjógvará so nær. Tá heystardagur setir skørð Í sinni, sál og lund, og gult er strá um Slættnartind, tað fer í vetrarblund, og følna bløð fúka kring um tún, so lætt sum fugladúnTagnaði fuglaljóð um bø, tá fuglur fór um høv. Tagnaði fuglaljóð um bø, tá fuglur fór um høv. Tá kavi hylir Fuglafjørð, og hvít er hvør ein spjørr, og streymur fer um flúr og skerger Andøvsíðan vørr, og ljósið goymir seg undir Eið, tað er vetrarleið. Blábjørgum undir liggur fonn so hvít sum barnatonn. Blábjørgum undir liggur fonn so hvít sum barnatonn. Tá stormur ýlir fjøllum á og fjalladunið hvølt, seg hevjar upp um Borgina og Blábjørg-fjøll so brøtt, og Lorvíksfjall tað er so stint, tað stendur pinnastilt. Tyrlarnir báðir hálsfevnastí storminum so fast. Tyrlarnir báðir hálsfevnastÍ storminum so fast.
6
Tá varmakeldustevnan er, hon býður tær á gátt, tá far tær út til Kelduna og drekk tær magn og mátt, tú legg teg niður við kelduflóð og drekk tær heilsubót. Kærleikans kelda vellir fram, tú elskhugs fljóðið fann. Kærleikans kelda vellir fram, tú elskhugs fljóðið fann. Tað fólk, sum býr og livir her, tað besta við sær ber. Tey ungu seta sær eitt mál og búgva seg til strev; Tey seta kós millum skørr og nev, tað tógvið mangan er. Fjálgasta stað á grønu jørðhjá mær er Fuglafjørð. Fjálgasta stað á grønu jørðhjá mær er Fuglafjørð.
Millum vøkur fjøll Millum vøkur fjøll, høg og brattlendi øll, móti Eysturoyar føgru eysturstrond Liggur bygdin,ið eg um alla tíð Vil elska, er mær lagað lív og ond. Ja Fuglafjørður, tú undurfagra bygd manga sæla løtu veitt tú hevur mær. Ja, Fuglafjørður, stór er tín lívd og trygd, tín dýrd og sæla, tí heim mítt er hjá tær. Her er vár móðurætt neyt sín óðalsrætt, røkti bø og haga, søkti fiskimið. Mangir vuksu upp, sum á báti, slupp og størri fari djarvir taldust við.
7
Søgan er um ein Sjúrð, skarandi framúr, sum vann fuglfirðingum milkan fragdarleik. Dánjal gloymist ei, sum fann fiskileið, tá hungur, hall og helsótt spøktu bleik. Gullbrandur, hann fall, røkjandi sítt kall. Hann var bóndi víst og átti stóran garð Ólav Sjúrðarson, Rádni oman Lon og fleiri aðrir - seiggj í monnum var !
Kom og Dansa Orð: Chr. Holm-Isaksen Lag: Franz Lehár 1. Kom og dansa, hjartanskæri skattur mín! Hoyr, fiólin káta kvøður hásong tín! Kvøður hátt um elskhug og um søtan gleim; lat hann bera okkum burt í annan heim! 2. Kom og dansa, kæra, legg teg í mín arm! Lívgandi er hvíldin við tín mjúka barm. Lítla hjarta titrar eymligt móti mær, sum ein bangin dúgva sárt við veingjum slær. 3. Fagra høvdið hvílir móti bringu blítt, fuglaungin kennir reiðrið fjálgt og lýtt. Skálkasøta brosið leikar vørrum á, spyr, um ikki skjótt tær munnu kossin fá. 4. Eygu møtast – burt er horvið alt, sum er; eina sveima vit í eini dreymaverð. Søtt sum blóman angar, mjúkt sum aldan slær, streymar heitt tí unga yndi móti mær. 5. Alt er skýmligt, eina dansa tú og eg; smáar varrar teska eymt: “Eg elski teg”! Ørur eg tær kyssi, streingir tagna brátt. Svunnin er ein fríð og føgur dreymanátt.
8
The Wild Rover I've been a wild rover for many's the year I've spent all me money on whiskey and beer But now I'm returning with gold in great store And I never will play the wild rover no more And it's No, Nay, never, No, nay never no more Will I play the wild rover, No never no more I went in to an alehouse I used to frequent And I told the landlady me money was spent I asked her for credit, she answered me nay Such a customer as you I can have any day And it's No, Nay, never, No, nay never no more Will I play the wild rover, No never no more I took up from my pocket, ten sovereigns bright And the landlady's eyes opened wide with delight She says "I have whiskeys and wines of the best And the words that you told me were only in jest" And it's No, Nay, never, No, nay never no more Will I play the wild rover, No never no more I'll go home to my parents, confess what I've done And I'll ask them to pardon their prodigal son And, when they've caressed me as oft times before I never will play the wild rover no more And it's No, Nay, never, No, nay never no more Will I play the wild rover, No never no more
9
Í góðum veðri hann dyrgdi Orð: Hans Andrias Djurhuus Lag: Svenskt vísulag 1.
Í góðum veðri hann dyrgdi heilt uppi við Eystfalssker; og heima sat mamman og syrgdi, so boysin tann pilturin er. Men seinni hann fór út at trola og legði so langt út á hav, har stórir sjógvar teir skola og snýsa so mangt omanav.
2. Í Skotlandi seldu teir fiskin, har fekk hann ein góðan vin, hon stóð har og flenti við diskin har suðri í Aberdeen. Tá átti hann peningar nógvar, og hartil var lyndið lætt, og henni keypti hann skógvar og hartil ein reyðan hatt.
3. Men brátt mundi gentan hann narra, tað tók honum dygt og tætt. Á havinum ryturnar karra og flúgva úr ætt í ætt. Tá var tað hann skifti hýru at slíta tey trongu bond og sigldi við Óla á Mýru heilt suður í onnur lond.
4. So var tað ein dagin, teir lógu við brúnna í Singapore, eina føroyska skútu teir sóu, og skiparin kom umborð. Tá stóð hann og longdist og syrgdi, so lítil var vorðin verð. Hann mintist til drongin, sum dyrgdi har uppi við Eystfalssker.
5. Har frammi teir gjørdu eitt gildi, og har fór mangt glasið í sor; men tá ið teir heim aftur hildu, var drongurin við umborð. Teir bógvaðu gjøgnum monsunin, og ofta var ódnin hørð; men altíð so áttu teir munin og komu á Skálafjørð.
6. So róði hann sær til Havnar, og mamman fekk silkistakk. 10
Ja, so gera slíkir stavnar, sum sigla og liggja bakk. Hann húsini bræddi og girdi, so vøkur tann lonin er. – Í góðum veðrið hann dyrgdi har uppi við Eystfalssker.
Eins og áarstreymur rennur Orð: M. S. Viðstein Lag: Robert Sauer 1. Eins og áarstreymur rennur vallar hugurin hjá mær, og í barmi mínum brennur longsil út um bygdargarð. Eg vil skoða villar víddir, eg vil njóta sól og vind. Fagurt hagin nú er skrýddur, lætt fer lot um fjallatind. 2. Felagar, tit pjøkan takið, kom í hagan burt við mær, vendið bygdini so bakið – móti okkum sólin lær. Hoyrið fuglaljóð í haga, síggi seyðafylgi mong, dýr og menniskju seg gleða: Trív tí í ein vallarasong! 3. Tá ið eftir dagsins hita kaldligt lot um víddir fer, snípan letur okkum vita, at tað hvíldarstund nú er, og tá fara vit í tjaldið, og vit sova sælan blund, inntil náttin missir valdið á tí snimmu morgunstund.
11
Meirilutin ræður Orð: Niels Hausgaard Lag: Fólkalag Týtt (lutvíst): Kári P. 1. Nú bløðini skriva várt land fer um koll hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyar Páll øll klípast og klandrast a t tryggja sær sess hygg – annarhvør ungi nú føðist við stress.
2. Alt veksur í virði nú – uttan tín løn tí fólkið skal spara er vísmanna bøn títt kekkhefti klænkar og svárt svíður sár tá bilar og video broytast hvørt ár.
3. Er títt typuhús norskt og títt sjónvarp japanskt tað tú hoyrir og sært har er danskt amerikanskt hvat er tað, sum bagir, hvørjum endar alt við sig mær: fáa vit føroyingar ongantíð frið?
12
4. Men ovasti dómstólur dóm hevur felt tú skalt eta tey epli, tú sjálv hevur velt tí meirilutin ræður og tað er so rætt at alt verður júst so sum hann hevur sagt.
5. Men – gerast fólk klók av at fylkjast í flokk so vóru vit bæði vísmen um vit vóru nokk tó málfrøðin mest hevur fávit mítt fest um ”flest” merkir ”best” ella barasta: ”flest”.
13
Súrligar nætur í Keypmannahavn
Vaknandi húsafasadyr nú náttin er deyð spyrja hvønn annan hvar fáa vit nú morgunbreyð morgunin legði sín perlandi døgg á tín kinn vit turkaðu brillurnar væl áðrenn vit fóru inn í tómligu tøgnini hittast av og á eygnabrá lunkaði rundstykkir hvat skal tú nú hava uppá ein lítlan til tín ein til mín ja tað riggar so væl tá ein skal biðja teg lova sær at sova sær hjá tær og Langabrúgv leingist av longsli har yvir man skal á tínum kamari kunnu vit helst sova væl ein byrjandi býur bjóðar tær ein góðan dag tú svarar takk fyri meg men mítt ríki er ei av ídag eg elski teg tak mín seinasti rest í tín favn so gloyma vit súrligar nætur í Keypmannahavn og meðan tú elskar meg hómi eg dalar og fjøll angandi bø mjúkar sátur og spælandi børn Kári P.
14
Eitt sunnukvøld í plantasjuni Eitt sunnukvøld í plantasjuni, har sita tvey lið um lið. Ein genta og ein drongur, nei, nú orki eg ikki longur. Eg aftan fyri tey lá eitt sunnukvøld í plantasjuni. Tey tosa um stjørnur og mána sita eina løtu og gána, men so loypa tey upp við ein hvøkk - tað var nakað, sum gjørdi tey kløkk. Hetta aftan fyri tey lá eitt sunnukvøld í plantasjuni. O góða, o góða, kom og set teg her hjá mær! O góða, o góða, kom nú, meðan slett eingin sær. Her er so góður friður, so tú kanst seta teg niður, :,: her er so gott og so hugnaligt, tí tú ert mær so fitt so fitt :,: Eg fjaldur undir greinunum lá fyri tey meg ei skuldu sjá, men so kom eg til at bróta eina grein, so tað runt um plantasjuna hvein. Tað var hetta sum gjørdi tey kløkk eitt sunnukvøld í plantasjuni. Birni Dam
15
Kenna tit Rasmus? Orð og lag: Birni Dam og Simme Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørðum? Hann eigur sær bæði hestar og neyt. So hevur hann hjallin niðri í fjørum, saltfisk og sperðil om'ná hjá honum fleyt. - Men Rasmus, ja Rasmus, hann følir seg so eina. Hann hugsar um Rasminu, sum situr heilt aleina. Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur. Slaturin gongur, hann tímir ikki longur. aa aa aa aa a a »Nú má eg mær finna eina fitta gentu. Hevði eg torað at ligið framvið! Eg fylgdi Rasminu, sjálvt um teir mangan flentu, men kanska hon ikki er heilt ómøgulig.« Tí Rasmus, ja Ranmus, hann er gamal drongur, slaturin gongur, hann tímir ikki longur. Hann droymir um Rasminu bæði dagar og nætur. Vinirnir arga hann, so hann er ofta nokk so flatur. aa aa aa aa a a Og Rasmus, ja Rasmus, hann fór sær ein dagin yvir at nesi og norður um á. At fríggja hann ætlaði, reyður og smæðin, spurdi Rasminu, á knøunum hann lá: »Rasmina, Rasmina, mín fitta rosina, vilt um meg fjálga, mín lívsins kamina?« »Ja, elskaði Rasmus, nú kundi eg skríggjað, í tríati ár havi eg nú væntað teg at fríggja.« aa aa aa aa a a
16
Sára mín Orð: Oskar Hermannsson og Poul Arne Joensen 1.Sára eitur genta mín, hon er av Selatrað. Hon tænir nú í Tjørnuvík og er í góðum lag. Hjá Peri uppi Suðuri, hon passar høsn og neyt og so dugir hon so sera væl at kóka Peri greyt, :,: O, Sára! O, Sára! O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,: 3. Sára seymar blóðmørsindur – eltir garnatálg. Hon er von og tekkilig, og so er hon so fjálg. Hon bindur troyggjur, vøttir mær og lappar hvørja spjørr, og fyri tað eg gevi henni lítlan koss á vørr. :,: O, Sára! O, Sára! O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,: 4. Vit hittust í plantasjuni, tað var eitt leygarkvøld. O, Sára! Sára! Sára, mín, o, sum tú tá var køld. Mánin skein á sund og fjør og gylti frystu ong, og tá ið eg so kroysti teg, tá brakaði hvør spong. :,: O, Sára! O, Sára! O, Sára mín; hon er av Selatrað. .:,: 5. Tá aftur eg til heystar komi, Sára, Sára mín, tá skalt tú vera brúðarklødd, so vøkur og so fín. Hjá Peri uppi Suðuri, vit gifta okkum inn, tann fyrsti lítli “sprellibassin”, hann skal eita Finn! :,:
O,
Sára!
O,
Sára!
O,
Sára
mín;
hon
er
av
Selatrað.
:,:
17