Skip to main content

Heilsuhjálparafelag Føroya

Page 1

Heilsuhjálparar – umsorgan, røkt og stuðul


Heilsuhjálparar – umsorgan, røkt Ábyrgdarøkið hjá heilsuhjálparanum fevnir breitt. Heilsuhjálparar arbeiða innan stuðuls-, røktar- og umsorganarøkið á sambýlum, ellisog røktarheimum, í dagtilhaldum og í heimi­ num hjá borgarum. Heilsuhjálparar hava somuleiðis førleika og útbúgving at arbeiða innan serøkið. Heilsuhjálparin veitir røkt og umsorgan í ymiskum høpi, herundir grundleggjandi røkt

og palliativa røkt. Heilsuhjálparin vegleiðir um heilsufremjandi matvanar, eins og hann bøtir um lívsdygd við at eggja, menna, stimbra og aktivera borgaran, soleiðis at førleikarnir verða endurvunnir og varðveittir sum longst. Sum heilsuhjálpari arbeiðir tú í tøttum sam­ starvi við borgaran. Heilsuhjálparin skal til eina og hvørja tíð arbeiða stuðlandi, stimbrandi og vegleiðandi saman við borgaranum, og


og stuðul eygleiða tekin um broytingar í heilsuni hjá borgaranum. Eisini skal heilsuhjálparin virka sum vegleiðari hjá heilsuhjálparanæmingum, ið eru í starvs­ venjing. Harumframt hevur heilsu­hjálparin ábyrgd av skjalfesting, samskifti við avvarð­ andi, tvørfakligum samstarvi og hevur fráboðanarskyldu.

Innan demensøkið starvast somuleiðis heilsu­ hjálparar, og nakrir av hesum hava útbúgvið seg sum demenssamskiparar. Heilsuhjálparin røkir eisini uppgávur sum stomiog kateturrøkt, mátar blóðtrýst, puls, blóð­ sukur, gevur heilivág o.a. Somuleiðis kann heilsuhjálparin verða lærdur upp at geva insulin, veita vanliga sárrøkt o.a.


Endamálið við felagnum er at savna heilsu­ hjálparar og hjálparfólk í Føroyum og at tryggja limum okkara ein sáttmála, ið til eina og hvørja tíð er á hædd við hinar sáttmálar­ nar innan almanna- og heilsuøkið og eldraøkið.

fyri, at tú fært bestu treytir og trygd innan eitt nú lønarviðurskiftir, arbeiðsviðurskiftir og útbúgvingarviðurskiftir. Heilsuhjálparafelag Føroya hevur umboð í Útbúgvingarráðnum og er við til at veita trygd fyri, at útbúgvingin altíð er dagførd.

Sum limur í Heilsuhjálparafelag Føroya fært tú nógvar fyrimunir, tá vit støðugt arbeiða

OPIÐ ER Mánadag, týsdag og fríggjadag kl. 10.00-14.00 Mikudag er stongt Hósdag kl. 12.00-16.00

Heilsuhjálparafelag Føroya Fríðriks Petersensgøta 7 FO - 100 Tórshavn Tlf. 31 77 25 hhff@hhff.fo www.hhff.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook