Skip to main content

HB blað mars 2016

Page 1

HB-BLAÐIÐ MARS 2016

SÍÐA 4

UNGDÓMURIN EIGUR FRAMTÍÐINA SÍÐA 12

ANDREW TAKKAR FYRI SEG MIÐSÍÐURNAR

LIÐ-PLAKAT AT HONGJA UPP


HB-BLAÐIÐ

2

Mars 2016

FYRR VAR ÍÐKANIN AV FÓTBÓLTI AVMARKAÐ TIL SUMMARHÁLVUNA – men soleiðis er ikki longur Landskappingin byrjar tíðliga í mars og endar ikki fyrr enn seint í okt­ober. Feløgini mugu verða klár, tá kappingin byrjar, og tí má venjast all­an veturin, annars hevur mann ongan kjans at fylgja við hinum. Vit hava ein harðbalnan ungdóm, sum heldur á við venjingunum, hóast regn, kava og kulda. Stórt fram­brot hevði verið fyri føroyskan fót­bólt, um vit fingu innandura hall­ir, sum íslendingar nú hava í hópa­tali. Tá hetta er sagt, so fegnast vit um, at Tórshavnar Kommuna stigvíst hev­ur bøtt um umstøðurnar í Gunda­dali. Ljósini verða tendrað myrku vetrarkvøldini og vøllirnir verða ruddaðir fyri kava, soleiðis at ungdómurin kann halda á við venj­ ing­unum . Vit hava eftir fíggjarligum førimuni roynt at umvælt HB húsið, men enn er langt á leið til umstøðurnar eru dagførdar. Tað verður gjørt stig fyri stig. Og nú vit nevna stig, so eru stiga­ talv­urnar nullsettar og øll lið og fel­øg hava aftur sama møguleika. Vón­irnar eru stórar og um stutta tíð vita vit, um fyrireikingarnar hava verið nóg góðar.

HB hevur gjørt fleiri broytingar í vetur. Genturnar hava fingið nýggj­ an høvuðsungdómsvenjara, Alex­ andre da Silva Braga, sum hevur A-licens og sum – saman við Ríkini N. Djurhuus – eisini skal venja kvinnu­liðið. Milan Cimburovic, sum eisini hev­ ur A-licens, heldur á 4. ári fram sum høvuðsungdómsvenjari hjá dreingj­unum. Í fjør endaði Milan ár­ið uppi í EFFO deildini, men í ár slepp­ur hann at hugsavna seg um at menna dreingirnar saman við fjøld av øðrum góðum venjarum, sum felagið eigur. Allan Dybczak og Jan M Laursen, sum eisini hava A-licens, venja ávíka­vist 1. deild hjá monnum og U18 liðið. Teir samstarva tætt við EFFO venjararnar, tí hugt verður alla tíðina eftir, um onkur leikari hjá teimum verður klárur til EFFO hópin. Jan Christian Dam, sum tvey ár á rað hevur vunnið greipuna við U 14 dreingjunum og í fjør var kos­ in ársins ungdómsvenjari, stjórn­­ar nú EFFO liðið saman við hjálp­ar­ venj­aranum Albert Ellefsen, sum hev­ur drúgvar royndir sum venjari hjá EFFO-liðum, m.a. hjá HB, ÍF og 07-Vestur.

Sostatt eru tveir A-licens venjarar knýtt­ir til EFFO-hópin í 2016, men har­umframt er navnframi fysiski venj­arin Magni Mohr eisini partur av toyminum. Nevndarlimurin í HB, Tormóður Stórá, er lækni hjá fel­agnum og Klæmint Isaksen hev­ ur ábyrgdina av fysioterapiini. Lið­ leið­arar eru Heðin Weihe og Uni Nielsen. Samaunumtikið er eitt serstakliga gott toymi rundanum EFFO- hóp­in, men tað krevst eisini, nú profil­ar

sum Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum, Rógvi Holm, Alex San­tos, Gunnar Haraldsen, Sím­un Sam­ uel­sen, Levi Hanssen og Arn­bjørn Hansen eru givnir, lang­tíð­arskaddir ella fyribils steðgaðir á. Uppgávan verður ikki løtt, men vón­andi fáa vit dyggan stuðul frá áskoð­arfjøldini til dystirnar, tí hóast stóru útskiftingina hava vit fram­­vegis nógvar fót­bólts­úr­mæl­ ing­­ar á nýggja HB liðnum.

NEVNDIN HJÁ HAVNAR BÓLTFELAG ÚTGEVARI: Havnar Bóltfelag ÁBYRGDARBLAÐSTJÓRI: Margit Stórá BLAÐFÓLK: Margit Stórá, John Johanne­sen, Niels Uni Dam, Tor­móð­ur Stórá, Rókur Jákupsson Jak­obsen og Høgni í Stórustovu SAMSKIPAN OG UPPSETING: Nudlavirkið KELDA: Faroe Soccer

FINNBOGI ARGE formaður

BØRGE B. HANSEN

TORMÓÐUR STÓRÁ

JÓANNIS MOURITSEN

EYÐUN SAMUELSEN

RAGNAR JOENSEN

JÁKUP ELI THOMSEN

BENT TOMMY LINKLETT tiltakslimur

LÝSINGASAMSKIPARI: Eyðun Samuelsen MYNDIR: Regin W. Dalsgaard, Ólavur Fred­eriksen, Bill McLeod Jac­ob­ sen, Niels Uni Dam, Rakul Han­ sen og Turið Láadal Sejersdóttir PRENT: Prentmiðstøðin ÚTBERING: Posta


Mars 2016

HB-BLAÐIÐ

Ætlar tú at selja tíni hús í Havn ? - vit hava keyparar, ið bíða

Niels Finsensgøta 37 | Tórshavn | Tel 348 900 | inni@inni.fo | inni.fo

3


HB-BLAÐIÐ

4

Mars 2016

UNGDÓMURIN EIGUR FRAMTÍÐINA

HB hevur í ár 59 lið tilsamans, av hesum er størsti parturin barna- og ungdómslið. 46 av liðunum eru mannfólkalið og 13 eru kvinnulið. Felagið hevur lagt eina miðvísa ætlan fyri ungdómsarbeiðið felagnum, eina ætlan, sum byggir á eina fótbóltshugsjón um at kveikja áhuga fyri fótbólti og at menna ungdómin í høvuðsstaðnum til góðar fótbóltsleikarar NIELS UNI DAM Gjøgnum fótbóltsspælið kann fel­ ag­ið menna tey ungu kropsliga, sál­ arliga og sosialt, samstundis sum tey ungu er partur av einum fel­ags­ skapi, sum hevur tað stuttligt og trív­ist saman. HB hevur fótbóltsvenjing fyri dreing­ ir og gentur U6 ár og upp í bestu mann­fólka- og kvinnudeildurnar. All­an vegin upp verður arbeitt fyri, at ungu leikararnir í framtíðini ger­ ast týdningarmiklir partar av bestu lið­nunum. Fyrstu árini verður dentur lagdur á spæl og stuttleika, og roynt verður at fáa ein so breiðan hóp, sum gjør­ ligt. Men sum frálíður verður eis­ini hugt eftir tí einstaka, tí eitt av høv­ uðsendamálunum er at menna ein­ staka leikaran á tí støði, ið hóskar best til hansara. Tey ungu skulu kenna, at tey støðugt ger­ast betri gjøgnum venjing og veg­leiðing, og tey skulu eggjast til fram­gongd. Tá nakað nýtt verður lært, er tað stuttligt. Stendur mann í stað, verður tað keðiligt og hugurin at leika fótbólt minkar.

Nógv venjing skal til fyri at bøta um tekn­iska førleikan hjá tí einstaka, og tí skal venjarin eggja teimum at venja sjálvi. Hann kann geva teim­um heimauppgávur í eitt nú teknikki. Tess meira verður vant, tess betri leikarar koma burturúr. Tí verð­ ur skipað fyri venjingum 10 mán­ að­ar av árinum, steðgur er bert á há­vetri og í summarfrítíðini. Tá tey ikki venja á hávetri, fáa tey eitt styrki­program heim við sær, so tey kunnu styrkja seg kroppsliga í vetr­ ar­steðginum. Tað er 6 høvuðsøkir ið vand verða: • Grundleggjandi teknikk • Verjuspæl, fyri einstakling og bólk • Álopsspæl og endaatsókn • Samanspæl og temjingar • Koordinatiónsvenjingar • 1 móti 1/2 móti2 spøl

ÚTBÚNAR VENJARAR

Havnar Bóltfelag leggur stóran dent á, at venjaratoymið er væl skikkað til uppgávuna, og hev­ur nógvar út­ bún­ar venjarar í ung­dóms­deild­un­ um.

Fyri at hækka støðið á venjingunum, royn­ir felagið at skipa soleiðis fyri, at hvør venjari í mesta lagi hev­ ur 18 leikarar. Høvuðsvenjarar í U8, U10 og U 12 skulu helst hava B-prógv, meðan strembað verður eftir, at U14, U16,U17 og U18 høv­ uðs­venjarar hava A-prógv. Venjararnir skulu eisini hava góð­ ar persónligar eginleikar, vera fyri­ kom­andi og tolnir og duga at moti­ vera ungdómin. Tey skulu eisini sjálvi hava tekniskan førleika, so tey evna at vísa fram tekniska kynstr­ið fyri leikarunum. Ongantíð betri, enn um tey sjálvi eru royndur leik­arar.

spæli­reglarnar og fair play. Vit kunna ungdómin um Anti-doping og Avtalað spæl .

Rós er stytsti vegur til framgongd, og tí er neyðugt, at venjarin dugir at brúk rós sum amboð í venjingini.

HØVUÐS­UNGDÓMS­ VENJARAR

SUNT LÍV

Fyri at gerast betri fótbóltsspælari er neyð­ugt at liva sunt. Við upplýsing skal felagið eggja ungdóminum at eta heilsugóðan kost og fáa nóg mik­ið av hvíld, tí tað er tá tú svevur, at kroppurin styrkist. Lækni er knýtt­ur til felagið (Tormóður Stórá nevnd­arlimur)og avtalað er gjørd við fysioterapeut( Klæmint Isaksen)

GÓÐUR ATBURÐUR Frálærumynstrið fyri ymsu aldursbólkarnir sær soleiðis út hjá HB í 2016. Fyrstu árini verður nógv størsti denturin lagdur á teknik, men hes­in partur minkar spakuliga fram til U16. Farið verður spakuliga inn á teori, taktiska venjing og fysiska venjing, sum kemur í hæddina við U16, tá 30% av tíðini fer til kropsvenjingar. Býtið sæst á talvuni nið­anfyri: Teknisk venjing Taktisk venjing Kroppslig venjing Ástøði

U8 95% / / 5%

U10 90% / 5% 5%

U12 70% 10% 15% 5%

U14 65% 10% 20% 5%

U16 50% 15% 30% 5%

Reglar skulu til í einum felagsskapi, og neyðugt er, at leikarar/venjarar læra at virða mannagongdir, sum eru samtyktar av felagnum. Leik­ar­ nir/venjarar skulu eisini læra góðan at­burð á vøllinum, so avgerðir og dømingar verða virdar, hóast dóm­ ar­in møguliga ikki hevur tikið røttu av­gerðina. Okkara egnu dómarar plaga á vári at skipa fyri dómaraskeiðum fyri leik­arunum, so at tey ungu læra

FLÓTANDI ÁLOPSFÓTBÓLT

Havnar Bóltfelag hevur sum mál, at liggja fremst í føroyskum fót­bólti. Longu á 10 – 11 ára verða venj­ing­ arnar lagdar soleiðis til rættis, at tær hóska til leikstílin hjá fremstu lið­unum. Vit skulu hava bóltin meira enn mótstøðuliðini og spæla und­ir­hald­ andi og flótandi álopsfótbólt. Enda­ málið er at í minsta lagi at skora eitt mál meira enn mótstøðuliðið hvørja ferð.

HB hevur tveir høvuðs­ung­dóms­ venj­arar, Milan Cimburovic hjá dreingj­unum og Alexandre da Silva Braga hjá gentunum, sum sam­ skipa ungdómsvirksemið hjá fel­ag­ num.í samstarvi við Margit Stórá, dyst­arsamskipara og Turið Láadal, um­sitingarleiðara, sum fáa boð frá FSF um kappingar og onnur við­ur­ skifti og senda boðini víðari til røttu við­komandi.

MANGLANDI VALLIR

Vallarkapaciteturin í Gundadali nøkt­ar ikki tørvin hjá HB, og tí verð­ ur vanliga eisini vant á Tórsvølli og á Eysturvøllinum. Umstøðurnar á Eyst­urvøllinum eru ikki meira enn næst­best. Hóast vantandi vallarpláss, eru venj­ingarumstøðurnar í Gundadali góð­ar.Vallirnir eru í væl hildnir, og ljós­mastrar tryggja, at leikast kann í myrkri.


HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

5

UNGDÓMSDEILDIN HJÁ HB GENTIR OG DREINGIR HB UNGDÓMSVENJARAR DREINGIR: U18

Jan M. Laursen (A-prógv)

U16

U12

Kári Sørensen (B-prógv) Hanus Sørensen Poul Kjartan Højsted Horsdal

HB UNGDÓMSVENJARAR GENTIR:

U10

U17

U11

Bjørn Thorsteinsson Eyðvør Jacobsen

U10

Danial Pauli Davidsen (B-prógv) Ransin N. Djurhuus (B-prógv) Niels Petersen (B-prógv)

Alexandre Silva (A-prógv)

U8 Milan Cimburovic (A-prógv) Kári Sørensen (B-prógv) Danial Pauli Davidsen (B-prógv) Eilif Petersen (B-prógv)

Magnus Jacobsen Ríkin N. Djurhuus (B-prógv)

U14 Pætur Niclasen (B-prógv) Johan Petur Johansen Eyðun R. Jensen

U14

Annika Dam

U9

Jan Otto S. Holm Ransin N. Djurhuus (B-prógv)

U8

U6 Rasmus Nolsøe Erling Dalsgaard (B-prógv) Rói Joensen (A-prógv) Steingrímur Hentzarsson Ólavur Gunnarson Bill McLeod Jacobsen (A-prógv)

Ása á Reynatúgvu

U12 Rasmus Nolsøe

Annika Dam Ása á Reynatúgvu

Jan Otto S. Holm Ransin N. Djurhuus (B-prógv)


HB-BLAÐIÐ

6

U12 DREINGIRNIR GLEÐA SEG TIL DANACUP Tað hevur verið vanligt í nógv ár, at U12 dreingirnir hjá HB luttaka á DanaCup í Hjørring í juli mánaði, har kappast verður við lið úr øllum heiminum JOHN JOHANNESSEN Myndir: Bill McLeod Jacobsen Í fjør vóru úrslitini ógvuliga góð, og tí er spenningurin stórur til ársins DanaCup. Dreingirnir eru fyri lang­ ari tíð síðani byrjaðir at savna inn pen­ing, og nú byrjar venjingin av álv­ara. HB luttók í fjør við trimum liðum, og tað eydnaðist A liðnum at koma heim við silvur heiðursmerkjum eft­ir at hava tapt 4 – 1 ímóti einum sam­ansettum liði frá einum øki í Peru, sum var mannað við bestu leik­arunum frá ymsu feløgunum í økinum. Fyrra helvt av hesum finalu­dysti gekk ógvuliga væl, tí tað eydnaðist HB at javna til 1 – 1, eft­ ir at teir vóru komnir afturút 1 – 0. Men seinni í dystinum tóku dreing­ ir­nir frá Peru seg veruliga fram, og tá komu trý mál í kassan afturat.

STÓRT ARBEIÐI

HB hevur aftur í ár meldað trý lið til DanaCup. Dreingirnir eru ógvuliga spent­ir, tí talan er um 3. størstu fót­bóltskapping av sínum slag í heim­inum. Góða úrslitið frá í fjør ger eisini stítt til, at spenningurin er stórur.

Tað er tó kostnaðarmikið at fara slík­an túr við trimum fótbóltsliðum. Tí hevur verið arbeitt við at savna inn pening síðani summarið 2015. Tað eru foreldrini hjá dreingjunum, ið standa fyri hesum arbeiði. Mill­ um annað tóku foreldur at U12 dreingj­unum sær av tivoli økinum á Ólavsøku, fyri at vinna sær rætt­in til at hava kioskina í HB hús­in­um hetta kappingarárið og fáa vinn­ ingin frá henni. Eisini hava for­ eld­ur ruddað upp eftir Voxbotn, dreing­irnir hava selt lutaseðlar í so­kallaðum koyritombola, til jólar vórðu seldir jólakalendarar við góð­ um vinningum og fleiri tiltøk eru eftir enn. Ætlanin er, at tey trý U12 liðini fara úr Føroyum við Norrønu tann 22. juli. Saman við venjarum og liðleiðarum, verður roknað við, at fleiri foreldur eisini gera sær eina ferð burtur úr DanaCup lut­tøk­ uni. Tað plagar nevniliga at vera so, at foreldrini koma at kennast ser­stakliga væl gjøgnum tað ár­ ið, tá peningurin til DanaCup lut­ tøk­una verður savnaður. Tí er DanaCup luttøkan eisini gevandi fyri foreldrini á mangar hættir, har sjálv luttøkan er endabresturin, har tey bæði kunnu vera við til at stuðla dreingjunum ítróttarliga, men eisini hava tað hugnaligt sam­ an sosialt. Um nakar hevur hug at stuðla Dana­Cup luttøkuni, ber til at seta seg í samband við skrivstovuna hjá HB.

Mars 2016


HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

dei ld i n 2016 Effo ynskir øllum eina góða kapping

• Húsavarðartænastan Sp/F •

Postboks 1032, Traðartún 1, Argir, FO-110 Tórshavn

•

Telefon 290029 – Email : hvt@hvt.fo

7


8

HB-BLAÐIÐ

Mars 2016


HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

9

SENIORARNIR GANGA OG REYPA HVØNN LEYGARMORGUN Síðani á heysti 2004 hevur ein føst kjarna av eldri HB’arum møtst hvønn leygarmorgun klokkan 9 til felags motiónstúr. Á skránni er tó eisini nógv reyp, kjak og prát. Túrarnir eru vanliga í náttúruni kring Havnina, men teir hava eisini verið í USA, Onglandi, Hetlandi og Orknoyggjum. Í september gongur leiðin til Ísraels

JOHN JOHANNESSEN Teir hava altíð hildið saman. Summ­ir hava spælt fótbólt saman við øllum í bólkinum og aðrir hava spælt við nøkrum teirra. Men felags er, at allir eru HB’arar og vóru virkn­ ir ungir spælarar fyri umleið hálv­ ari øld síðani. Hjá øllum teirra er HB hjartablóðið. Teir eru og verða part­ur av HB familjuni. -Tað var soleiðis, tá vit spældu fót­ bólt, at tú vart HB’ari og kundi ikki vera annað. Tað var tín identitetur og snúningurin um títt sosiala lív. Fel­agskenslan var ógvuliga sterk tað tíðarskeiðið, vit vóru virknir fót­ bólts­spælarar. Hetta er nakað, sum hev­ur hildið fram sum eitt sterkt vinar­band við fótbóltinum og HB sum felagsnevnara upp gjøgnum alt lívið, har vit hava ansað eftir hvørj­um øðrum og havt áhuga fyri lívinum og umstøðunum hjá hvørjum øðrum, greiðir Poul Michel­sen frá. Hann er ein av teim­ um virknu í gongufelagnum.

RENNI- OG GONGUFELAGIÐ

Tað var á heysti 2004, at Heri Nolsøe, Eyðfinn Lamhauge og aðrir tóku stig til Renni- og gongufelagið, og síðani tá hava teir trúfast verið túr­ar hvønn leygarmorgun klokkan 9. Onkur hevur tó speiskliga skotið upp, at renniparturin verður strik­ að­ur í heitinum, tí viðkomandi hev­ur ongantíð enn hesi tólv ár­ini sæð nakran í felagnum renna nakr­ an av øllum hesum farnu leyg­ar­ morg­nunum síðani stovn­an­ina. Men kortini verður hildið rimmar fast um, at talan er um Renni- og gongu­felagið, og harvið verður tað. Tað er vorðin føst siðvenja – ja, nærm­ast ein obligatorisk skylda, at leygarmorgun kl. 9 møtast teir í HB-húsinum. Tá allir eru savnaðir, verð­ur farið til gongu. Sum oftast gong­ur leiðin eystureftir. Niðan í

Hoy­dalar, Hoyvíkina, Gomlu Hoy­ vík­ina og møguliga ein túr í hagan ella fjøllini, um veðrið loyvir tí. Ging­ið verður altíð millum 7 og 10 kilometrar, og tað verður alt­íð bæði byrjað og endað í HB-hús­inum, har teir hoyra heima. Serl­ig­ar summarútferðir hava verið gjørd­ ar til Mykinesar, Nólsoynna, Sand­ oynna, Vágoynna og “Fyri Vestan” á Streym­oynni. Regluligu gongutúrarnir hjálpa heilt greitt til at halda mótiónina hjá hes­um aldrandi ítróttarmonnum við­líka. Men teir eru heilt vist eisini gev­andi á aðrar hættir. -Gongutúrarnir eru sanniliga eisini gev­andi bæði sosialt og mentalt. Vit hitta hvønn annan og fáa prátað saman og kjakast beint út av posanum, bæði um fótbólt og ann­ ars øll onnur lívsins viðurskifti. So hes­ir gongutúrarnir eru gull verdir, sigur Poul Michelsen.

FÁA AV GROVFÍLINI

Tá man er so royndur í leikum og hev­ur verið so leingi í sama felag, so er tað ein sannroynd, at til ber at hava sterkar meiningar bæði um leiðslu og leikarar felagsins, uttan at hetta verður tikið illa upp. Man kann kanska kalla tað, at limirnir í gongufelagnum hava eitt slag av ment­or leikluti í HB. Hetta er ein leik­lutur, sum teir taka í størsta álv­ara, men eisini við varsemi. -Vit kjakast dúgliga um felagið. Vit hálova og rósa felagnum. Vit reypa um felagið. Men viðhvørt hend­ir tað eisini, at onkur leikari, nevnd ella leiðsla veruliga fær av grov­fílini og verða hølvað ígjøgnum í kjak­ inum okkara millum. Men so hava vit fingið luft og fingið vent okk­ara frustratiónum. Tað verður ikki far­ ið víðari, uttan so, at tað avgjørt er neyðugt og vit meta tað vera gagn­ ligt og mennandi fyri felagið, at vit

gera tað. Alt hitt er bert innanhýsis kjak, sum tað jú eigur at vera ímill­ um eldugað fólk, ið eru góð við og brenna fyri felagnum, sigur Poul Michel­sen.

EISINI PLÁSS FYRI VEITSLUM

Líka so regluligir, sum gongu­túr­ar­ nir eru, næstan líka so regluligar eru veitslurnar. Tað er føst siðvenja, at tað verða hildnar ein ella tvær veitsl­ur um árið í felagnum. Tá verður veruliga reypað. HB verð­ ur hálovað og sungið verður av hjart­ans lystum. Tað er eisini rætti­liga føst siðvenja, at limirnir í gongufelagnum møta upp í føð­ing­ ar­dag hjá hvørjum øðrum. Snúningsásin kring veitslurnar og hendan sosiala partin er sjálvsagt HB andin, men sanniliga eisini list­ ar­ligu gávurnar hjá Hera Nolsøe, sum hevur yrkt fleiri av kendastu HB sangunum, men sum eisini yrkir, syng­ur og spælir til veitslurnar í gongufelagnum. Ja, hann yrkir enn­ tá eisini til gongutúrarnar. -Eg vil siga, at Heri á ein hátt er eitt slag av felagsnevnara í okk­ ara bólki. Tað er hann, sum á ein serstakan hátt syrgir fyri sam­an­ hald­inum. Var Heri ikki við, hevði ein felagsnevnari manglað, eri eg vís­ur í, sigur Poul Michelsen.

SORG OG ÁLVARI

Eins væl og hugnin og sosiala lívið eru týdningarmikil partur, ið fyllur nógv í gongufelagnum, er sorgin og álvarin eisini partur av tí. 7 lið­ fel­agar frá fótbóltinum, harav tveir av ídnu gongufelagslimunum eru farnir handan sýn. Hesir eru, Finnur Helmsdal og Eirikur Ras­ mus­sen, Knút Thorsvig, Magni Magnus­sen, Páll Kúrberg, Kári Helms­dal og Ragnar Hansen. Teir eru kortini ikki gloymdir, men hava tvørturímóti skapt nýggja sið­

venju. Hendan siðvenjan er nevni­ liga, at 2. jóladag á hvørjum ári er gongu­túrurin øðrvísi enn allir hinir gongutúrarnir. Tá verður farið í kirkju­garðin í felag at minnast hes­ ar farnu vinmennirnar

LANGIR TÚRAR

Nakrir heilt langir túrar hava eis­ ini verið gjørdir. Tá Eirikur var á lívi varð farið til Onglands á ein kombineraðan Liverpool og Beatles túr. Eisini hava teir verið í USA saman. Um hetta mundið var Finn­ ur í Kina og royndi at finna sær heilsu­bót. Men hann andaðist stutt eft­ir, og ikki gekk long tíð til Eirikur eis­ini gjørdist sjúkur og doyði. Hesir vóru í yngra endanum av limunum í gongufelagnum. Sum hesir farnu verða mintir, held­ ur lívið fram. Í næstum er aftur ein langur túrur lagdur til rættis. Hesa­ferð at vitja ein lim í útlegd. Í september fara allir vinmenninir til Ísraels at vitja Tommy Petersen, sum í løtuni starvast har sum út­ send­ur fyri Danida. Tá verða mang­ ir gongutúrar á skránni, men eisini veitsl­ur, hugni og góð minni.

SAMANHALDIÐ STENDUR VIÐ

Renni- og gongufelagið hevur ein ómetaliga stóran týdning fyri hvønn ein­stakan av limunum. Tí er ongin ivi um, at so leingi teir yvirhøvur orka, verður hildið fram við føstu gongu­túrunum leygarmorgnar, við sosi­alu samveruni, við veitslunum og við útferðunum. Talan er ein partur av samleikanum og vinarlagnum hjá teimum lut­tak­ andi, og tí er ongin ivi um, at virk­ sem­ið fer at halda fram, so leingi sum teir yvirhøvur orka. Tað eru teir allir í Renni- og gongufelagnum á einum máli um.


10

HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

HVUSSU SKAPA VIT FORTREYTIR FYRI AT OKKARA UNGU LEIKARAR EYDNAST HØGNI Í STÓRUSTOVU Mynd: Ólavur Frederiksen

Ein av fortreytunum er at hava nógv­­an og góðan ungdóm. Ein onn­ ur er at hava nógv fólk, sum eru góð við felagið og taka neyðug tørn á øll­­um frontum, frá nevndararbeiði til koyring og kaffibryggjarí. Góðar um­­støður, vinarligt umhvørvi har ungdómsbreiddin og spæl fáa rásarúm, har vinaløg verða skapt, skipaði viðurskifti og góð­ar venj­ ar­ar er alt samvirkandi part­ar av grundarlagnum undir ein­um góð­ um felagi. Og tað er HB væl­sign­að við. Tilber at siga, at nógv av hesum hava hini feløgini eisini og tey stremba í hvussu so er øll eftir at vinna – ikki minst á HB. Summi av smærri fel­ øg­­num hava enntá ein fyrimun, og tað er, at identiteturin sum t.d, ”Vík­­ingur” er sera hvassur, tí at eitt nú er ikki kapping við annað felag í bygd­­ini um fótbóltsleikararnar. Men hvat er tað sum í seinasta enda skap­­ar vinnandi lið og eina vinnara ment­­an, sum tá ið á stendur, dregur longsta stráið? Akranes, sum er ein lítil býur á stødd við Klaksvík, hevur gjøgn­um tíð­ir fostrað um­leið 20 leikarar, sum endaðu í ensk­um fótbólti á hægsta støði. Tað fortaldi ein av gomlu for­monn­un­ um hjá teim­um mær fyri nøkr­um árum síðani. Tann fyrsti var Sig­ urð­ur Jóns­son (hann skoraði tvey mál í dreingjalandsliðsdysti móti Før­­oy­um, og hann var eitt ár yngri enn hin­ir). Hvør er uppskriftin vildi eg vita? Hjá teimum hildu tey, at ein týð­ andi partur av at fáa ungu leik­ar­ ar­nar at náa sínum hægstu mál­ um – at gerast professionellur fót­­bóltsleikari, var at læra leik­ar­ ar­­nar bæði at krevja mest av sær sjálv­um og kenna til eyðmýgd.

Tað gjørdu teir við, at bestu leik­ar­ ar­nir t.d. tann 12 ára gamli, eisini slapp at leika við teimum eldri. Hetta fyri at verða yvirmatchaður, og á tann hátt at tryggja, at hann ikki yvirmetti seg sjálvan og har­við fór at venja minni ella fáa stjørnu­ nykkir. Á tann hátt lærdi við­kom­ andi, at tá ið teir leiktu saman við sín­um javnaldrum, var fokus á at arb­eiða fyri liðið og krevja mest av sær sjálvum. Ikki hava fokus á – og grenja inn á liðfelagar, sum vóru verri leikarar, orkaði minni o.l. Bít tenn­irnar saman, tig og kempa fyri lið­num og gera títt ítarsta. Um leikarar læra at hava fokus á egn­ar styrkir, kenna síni evnir og møgu­leikar, vita og eru tilreiðar at arbeiða áhaldandi og hart við sær sjálvum fyri seg og liðfelagar, eru fortreytirnar fyri at tað fer at eydn­ ast góðar. Tað er eisini neyðugt at felag, venj­ ar­ar og foreldur eru tilvitaði um at læra leikarar at hava fokus inneftir. Tað kann gott vera at venjarin ikki sær evnini, at man ikki sleppur at spæla á sínum plássi, onkuntíð er á bonk­inum, men óansæð er neyðugt at læra at hava fokus á hvat ein sjálv­ur kann ávirka. M.a. at trúgva uppá egin evnir, arbeiða hart og áhald­andi, hava eina opna tilgongd til menning og megna at takla mót­ gongd á ein konstruktivan hátt. Hetta skulu m.a. foreldur hjálpa við. Hygg bara at unga Marcus Rashford. Hann fekk møguleikan á besta lið­ num hjá Man U, tá ið skaðar hildu teir ”bestu” burtur av liðnum. Hann hevði fokus, hóast at hann enntá hev­ur sitið nógv á bonkinum hjá ung­lingaliðnum, og kvitteraði við 4 málum í tveimum dystum, tá ið hann fekk kjansin. Soleiðis skal tað ger­ast.


HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

11

GRUNDSTYKKI VIÐ MARKNAGILSVEGIN TIL SØLU 9 500 m2

Talan er um stykki nr 9 á tekningini. Stykkið er 500 m2.

Áhugaði kunnu venda sær til

Tel 596 596


12

HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

Andrew varð kosin ársins leikari í bestu mansdeildini í 2002, og var eisini besti málskjútti hetta sama árið við 27 málum í 28 dystum

10 ANDREW AV FLØTUM

TEY TURRU TØLINI: Føðingardagur: 13.06.1979 Dystir í Effodeildini: 293 Mál: 123 Dystir um Løgmanssteypið: 68 Mál: 40 Debut: Móti KÍ í 1996


HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

13

FRYNTLIGI SNILLINGURIN TAKKAR FYRI SEG MÁNAKVØLD. TAÐ ER KALT ÚTI, BEINT UM FROSTMARKIÐ. VIT SITA Á NO12 Í GUNDADALI. UTTANFYRI FJÁLGU STOVUNA SÍGGJA VIT BILAR OG FÓLK, IÐ KOMA OG FARA FRÁ FÓTBÓLTSVENJING. SEINASTU MONGU ÁRINI HEVUR HØVUÐSPERSÓNURIN Í HESARI GREIN VERIÐ EIN AV TEIMUM, SUM JÚST NÚ ER ÁVEGIS TIL VENJING. MEN IKKI LONGUR. ANDREW AV FLØTUM HEVUR TAKKAÐ FYRI SEG, OG KANN NÚ EYGLEIÐA OG HUGLEIÐA UM SLØK 20 ÁR Á FØROYSKA FÓTBÓLTSTINDUNUM RÓKUR JÁKUPSSON JAKOBSEN Myndir: Ólavur Frederiksen Fyri sløkum 20 árum síðan varð 16 ára gamli Andrew av Fløtum flutt­ur uppá besta liðið hjá barn­dóms­fel­ ag­num. Men longu sum 14, 15 ára gam­al hevði hann eina kenslu av, at hann kundi koma langt í felagnum. Saman við øðrum liðfelaga varð hann fluttur frá dreingjaliðnum upp á unglingaliðið, og hóast hann spældi saman við eldri liðfelagum, kendi hann á sær, at hann kundi vera við á hesum støði. Her frá gekk tað hond í hond, og tá ið hann fyrstu ferð byrjaði inni á besta liðnum skeyt hann eitt mál í stórsigri móti Sumba. Dysturin endaði 7-2, og nú vend­ist ikki. Eleganti snillingurin gjørd­ist gerandisgestur á besta HB lið­num. Ein nútímans legenda sá dagsins ljós. “Tað var eitt kultursjokk, at koma á besta liðið. Støðið og ferðin er hægri, og tú venur við einum hópi, sum snøgt sagt ikki góðtekur at tapa. At tapa er heilt einfalt ikki ein møgu­leiki á besta HB liðnum”, sigur hann, um skiftið frá unglingum og uppá besta liðið. “Eg havi altíð havt oddsini ímóti mær”, sigur hann. “Har hevur altíð ver­ið onkur sum er skjótari enn eg, og har hevur altíð verið onkur sum skallar betri og so framvegis. Tí royndi eg at fínpussa mínar før­ leik­ar, mínar fasettir, og eg lærdi meg at brúka tær til fulnar. Soleiðis menti eg meg til tann leikara eg bleiv. Eg byrjaði sum miðvallari, og tað var ikki fyrr enn Ion Geolgau kom til felagið, at eg varð fluttur fram í álopið. Og tá skuldi eg venja meg við at spæla við rygginum til mál­ið”, greiður Andrew frá.

10ARIN

Fyri viðhaldsfólk er leikarin við 10 tal­inum oftast okkurt serligt. Oftast er tað ein eyðsýndur leikari, sum

ber hesa troyggju, og onkursvegna hevur 10 talið ein gandakendan dám. Spurdur um hvussu hann ímynd­ar sær ein 10ara, og hvussu tað hevur verið at borið hesa troyggju, greiður Andrew soleiðis frá. “Eg var ikki altíð tann, sum bumbaði øll málini inn. Mínir førleikar hósk­ aðu seg væl til at spæla 10ara leik­ lutin. Fyri meg er ein 10ari hann, ið er snúvningsaksan í álops­spæl­ inum hjá liðnum. Hann er sen­tral­ ur í álopsspælinum, og tað er hann, sum er komponisturin í tí málsøkna spæl­inum”.

-ferð: Spyr hvat tú kann gera fyri fel­agið, heldur enn at spyrja, hvat fel­agið kann gera fyri teg”. “Fyri meg er hetta kjarnan í at vera HBari. Tú ert loyalur mótvegis fel­ ag­num, og tú gert tað, sum er neyð­ ugt. Um tú stingur í sekkin, bara tí tú møtir mótgongd, ella tí at tú kanst fáa betri sømdir aðrastaðni, so haldi eg ikki, at tú ert ein ordi­lig­ ur HBari”. “HB skal vera álopssinnað og skal vilja spæla spennandi fótbólt. Skuldi eg spælt við einum liði, sum bara lá og vardi, og sum dyst eftir

“Um tú stingur í sekkin, bara tí at tú møtir mótgongd, ella tí at tú kanst fáa betri sømdir aðrastaðni, so haldi eg ikki tú ert ein ordiligur HBari” At Andrew fekk troyggju nr. 10 var ikki av tilvild. Gunnar Mohr hevði hana frammanundan, og tá ið hann spældi sín seinasta dyst fyri HB í 1997, varð ein avtala gjørd við Andrew. Tá ið Gunnar bleiv skiftur út, skuldi hann geva Andrew sína troyggju. Løtan kom, og skeltið við ein­um 10 tali og einum 14 tali varð hild­ið á lofti. Gunnar kemur móti Andrew, meðan lógvabrestirnir skol­aðu oman av HB húsinum, og hann lat seg úr troyggjuni, og hand­ aði Andrew hana. Andrew smoygdi seg í hana, men mátti lata seg í aðra troyggju uttaná, tí at reglugerðin loyv­ir ikki spælara at fara inn á vøll­in við sama tali á troyggjuni. Men Andrew spældi við 10 talinum und­ir sínari troyggju (sum var nr. 14) restina av dystinum, og sum ein sigur – the rest is history.

dyst stríddist fyri lívinum, so hevði eg helst ikki hóskað væl á tað liðið. Tí hevur samanrenningin millum meg og HB riggað væl. Eg havi triv­ ist á einum liði, sum roynir at stýra og at leypa á”.

AT VERA EIN HBari

“Men eg haldi, at krøvini til ein leik­ ara í Føroyum ofta eru órímilig. Vit spæla ikki fótbólt burturav, og vit

“Birgir Enghamar, sáli, segði eina­­

Sum fótbóltsleikari ert tú ein al­ menn­ur persónur. Hvør dystur verð­ur viðgjørdur í miðlunum, og títt avrik verður ummælt, og sum oftast hevur Andrew verið róst­ur fyri síni avrik. Men Andrew ásann­ ar, at skoðsmálini ikki altíð hava ver­ið eins góð. “Um eg fái eina fleingju í miðlunum, so motiverar tað meg. Tað er ein drívmegi, at eg vil gera tað betri. Bjóðar tú teg fram sum fótbóltsleikari, so mást tú tola at verða vendur og dreyaður aftaná hvønn dyst. Tí sum fótbóltsleikari ert tú ein almennur persónur”.

byrja at venja í kava í februar, og tá skulu vit verða klárir til kapp­ing­ar­ byrj­an í apríl. Hetta eru ov stór krøv at seta einum manni, sum hevur fam­ilju, arbeiði og venur fótbólt fleiri ferðir um vikuna”. “Eg eri ein leikari, sum vil hava tað stutt­ligt, og spælið skal júst vera eitt spæl. Meðan ein kapping leikar á, so royni eg mest at fokusera uppá spæl­ið, og tað at arbeiða saman sum eitt lið. Tað haldi eg eisini er tað, ið ein góður venjari dugir væl – hann dugir at fáa leikarar at hugsa um fótbóltspælið, heldur enn stigatalvuna og tað trýstið sum fylg­ir við henni. Fyri meg er tað ikki moti­verandi at fáa at vita, at um vit ikki vinna næsta dyst, so stendur venj­arin fyri falli ella tílíkt. Tað er de­struktivt. Mær dámar betri at spæla væl, og at vit soleiðis hava tað stuttligt meðan vit spæla. Tey góðu úrslitini koma, tá tú spælir upp til títt besta”. Hetta er ein andsøgn til tað, at HB er mest vinnandi felag í Føroyum, og at tað altíð verður væntað av HB, at liðið skal spæla við um heið­urs­ merk­ini. “Tí er tað sjálvandi gott, at aðr­ir á liðnum hava annan hugburð – ein never say die hugburð, sum gevur mær pláss at spæla mítt spæl”.

YRKISLEIÐIN Í DANMARK

Hóast alskurin til HB altíð hevur ver­ið stórur fyri Andrew, so var tað ein annar alskur sum dreiv hann frá felagnum í 2003. Unnustan varð stødd í Danmark, og hann flutti til henn­ara. Hann fekk ein sáttmála við Fremad Amager. “Hetta var ein góð tíð. Eg var partur av før­oyska landsliðnum, og eg spældi yrk­is­ fótbólt. Tað var dreymurin. Fyri meg er dreymurin at gera tað, ið tú tímur ordiliga væl, og um hetta mundi, livdi eg tann dreymin”.


HB-BLAÐIÐ

14

Spurdur um tað er stórur munur á at spæla við barndómfelagnum, og so at skifta til eitt fremmant fel­ag í einum fremmandum landi, greið­ur Andrew soleiðis frá: “Tað er sjálv­ andi ikki akkurát tað sama. Nú kendi eg ikki øll fólkini í felagnum, og var sjálvandi ikki uppvaksin har. Men fótbóltur er fótbóltur. Og fel­ ags­skapurin á einum liði er hin sami. Tað er ein vinaskapur, og tit kempa allir fyri somu søk”.

HEIM TIL HB

ELSKAÐI AT SPÆLA FYRI FØROYAR Andrew var eisini partur av før­­ oyska fótbóltslandsliðnum, og hann er errin av at hava um­boð­ að tjóð­ina. “Eg elskaði at spæla fyri Før­oyar. Bara tað at vera kring liðið, at spæla móti heims­ stjørn­um og at vera saman við leik­arunum var ein fan­tastisk kensla. Tað er ein serlig tjóð­ skap­arlig kensla, tá tú spælir fyri Føroyar. Tað er ótrúliga nógv fok­­us á dystirnar, og nógv verður gjørt burturúr”. Andrew spældi meira enn 30 dyst­­ir fyri Føroyar, og hetta hó­ ast spæli­stílurin ikki júst hósk­ aði til hans­ara. “Konseptið við før­oyska lands­lið­num var, at verja og spæla langar bólt­ ar fram. Hetta er ikki júst mín styrki, men hóast hetta fekk eg nógv­­ar dystir á landsliðnum, og tað gleð­ist eg um í dag”. Millum avrikini kunnu vit minn­ ast aft­ur á dystin í Týsklandi, tá An­drew trýsti Arne Friedrich til at gera sjálvmál. Tann dysturin end­að 2-1 til Týskland. Í sama dysti kom An­drew til at trýsta gagg­urnar á kjálkan á Olvier Kahn, men tað er ein heilt onnur søga...

Yrkisleiðin hjá Andrew í Danmark gekk væl, og hann spældi í Fremad Amager í 4 ár, og flutti síðan heim aft­ur til HB í 2007. Fleiri onnur før­ oysk feløg dyrgdu eftir honum, men skjótt var greitt, at hann aftur vildi umboða barndómsfelagið. “Eg kundi uttan iva vunnið meiri pen­ ing í øðrum felag, men eg valdi at vera loyalur mótvegis Havn­ ar Bóltfelag”. Afturkomin til HB vann Andrew 3 meistaraheiti við felagnum, og hevur hann sam­an­ lagt vunnið 6 meistarheiti við barn­ dóms­felagnum. “Allir dystir móti KÍ eru serligir. Tá gleð­ir man seg eyka nógv, og tað er tí uppgerðin millum hesi liðini er so rík í søgu. Og so skal eisini sigast, at KÍ viðhaldsfólkini eru fantastisk. Tey eru passioneraði, og tað gevur nak­að eyka inni á vøllinum”. “Grannauppgerðirnar móti B36 er eis­ini dystir tú gleðir teg til. Bæði lið­ini venja í Gundadali, og tað snýr seg at kunna halda høvdið hægst, sum man sigur. Tað verður gjørt nógv burturúr, og dystirnir eru in­ tens­ir”. “Inni í skiftingarrúminum er ein ser­ligur rómur áðrenn ein dyst. Leik­arar hava ofta ritualir, sum teir trúðliga røkja. Summir vilja bara sita við tónleiki í oyrunum, og vilja sita fyri seg sjálvar. Aðrir eru harð­ mælt­ir, onkur annar ger okkurt ann­að. Sjálvur havi eg bara eitt rit­ u­al, og tað er, at eg lati meg ikki í

troyggjuna fyrr enn beint áðrenn eg fari úr skiftingarrúminum”. “Aftaná ein dyst er søgan ein onnur. Um liðið hevur spælt illa, skal øgi­ liga lítið til, áðrenn sinnini fara í kók. Hevur man hinvegin spælt ein brand­dyst, er lagið so avbera gott”. Síðsta bríksl 4. januar í ár kom skelkurin. Andrew kunngjørdi, at nú var tíðin kom­in at seta gaggurnar á hyllina. Fleiri spurningar vóru reistir, og HB viðhaldsfólk vóru ørkymlað av hesum boðum. Men hví valdi Andrew at gevast nú? “Eg tók avgerðina sjálvur. Og tað eri eg fegin um. Fyri meg hevur tað týdning, at eg valdi at gevast, áðr­ enn eg bleiv ein byrða hjá lið­num. Aftaná kappingina í fjør fór eitt venjaraskifti fram, og nýggi venj­ar­ in skuldi byggja liðið av nýggjum. Týð­andi kreftir takkaðu fyri seg, og eg kendi, at avgerðin nærkaðist. Tá eg var 28 ella 29 ræddist eg tank­ an um at gevast, tí eg kendi ikki at eg hevði nakað at fella aftur á. Men síðan 2012 havi eg planlagt stutt­ siktað, og havi bara gjørt eitt-ára sáttmálar við felagið, tí eg visti, at tíðin fór at koma til at takka fyri meg. Og nú er støðan ein onn­ ur. Eg havi 3 børn, og eg havi eitt meinings­fult starv, sum eg stór­trív­ ist í. Eg ræðist ikki longur tankan um at gevast”. “Eg verði spurdur dagliga, hví eg gavst. Eg verði spurdur, um eg ikki havi eitt ár eftir í mær o.s.fr. Og júst tað, at eg verði spurdur um hetta, styrkir meg í trúnni um, at eg havi tikið rætta avgerð. Eg kundi uttan iva spælt við, og kundi helst kemp­ að meg framat liðnum, men tíðin er røtt”. “Tá ið Jan Dam byrjaði at seta hópin saman, sá eg, at hann vildi byggja liðið kring yngri leikarar. Og eg skilji væl hesa avgerð. Eg spurdi meg sjálvan, hvat hevði eg sjálvur

Mars 2016 gjørt, um eg var venjari, og svarið er eyðsæð. Stundin er komin at gev­ast”. “Eg boðaði felagnum frá mínari støðu, og felagið virdi hana. Eg meti, at eg havi givið felagnum nóg mik­ið, og at nú er stundin komin, at aðrar kreftir taka við. Tað verður av­bjóðandi hjá liðnum at spíla seg út í Effodeildini, men eg havi kort­ ini góðar vónir um, at teir fara at standa seg væl. Við eitt sindur av hepni, kann hetta gerast eitt gott ár hjá HB”. Andrew skal venja seg við eina nýggja tilveru. Nú kann hann sita í Gundadali og njóta ein HB dyst, og hann gleðir seg at royna leik­ lut­in sum viðhaldsfólk. Eisini kona hansara, Ruth av Fløtum, gleð­ir seg. “Hon sigur, at hon gleðir seg at sleppa at eiga mann sín sunnu­ dag­ar. Sambært henni havi eg verið svinn­ur áðrenn dystir. Eg havi søkt inn í meg sjálvan, og tað hevur verið mest­sum vónleyst at hava eina sam­røðu við meg áðrenn dyst. Men nú kann eg njóta sunnudagarnar sam­an við familjuni, og eg kann seta meg í HB Skýlið og stuðla HB”. Við­haldsfólk skulu eisini venja seg við eina nýggja tilveru. Eina tilveru utt­an eleganta snillingin við 10 tal­inum á rygginum. Hóast hann ikki longur verður at síggja á besta lið­num, kunnu vit tó fegnast um mongu málini, snøggu finturnar, hørðu rópini, neyvu fríspælingarnar og alt tað lætta spælið, Andrew bjóð­aði okkum. Vit siga farvæl við leik­aran. Men vit heilsa legenduni, sum við stórum stavum hevur skriv­að seg inn í søguna hjá Havnar Bólt­felag. Góða eydnu í framtíðini. Takk fyri alt, Andrew.


HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

15

Heimurin er víðopin og stórar upplivingar bíða eftir tær. Ætlar tú tær at lesa, fjakka ella okkurt heilt annað, so skilja vit tín tørv.

Kom og fá eitt prát við okkum

Eik Banki P/F, Tel. 348000 eik@eik.fo , www.eik.fo

Vit skapa úrslit!

sansir.fo

Snýr tað seg um ein dreym?


HB HÓPU

Ovast frá vinstru: Heðin Weihe, liðleiðari – Tróndur Jensen – Heri Hjalt Mohr – Jákup Finnson Hansen – Tóri Rasmussen – Christia

Í miðini frá vinstru: Finnbogi Arge, formaður – Albert Ellefsen, hjálparvenjari – Jan C. Dam, venjari – Poul Ingason – Símin Hanse

Fremst frá vinstru: Ari Mohr Olsen – Rókur av Fløtum Jespersen – Jógvan Rói Davidsen – Niklas Thomsen – Teitur Matras Gestsso


URIN 2016

Mynd: Regin W. Dalsgaard

an Restorff Mouritsen – Uni Nielsen, liðleiðari

en – Magnus Egilsson – Bartal Wardum – Pál Mohr Joensen – Teit Jacobsen – Tormóður Stórá, lækni – Tróndur Vatnhamar, málmansvenjari – Magni Mohr, fysiskur venjari

on – Johan Troest Davidsen, liðskipari – Adrian R. Justinussen og Daniel Johansen


18

HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

JAN C. DAM ER HØVUÐSVENJARI HJÁ EFFO LIÐNUM Við at seta Jan Dam, sum høv­uðs­ venj­­ara hjá EFFO liðnum 2016, hev­ ur HB leitað í egnum rekkjum og valt eina livandi legendu í Havnar Bólt­felag og føroyskum fótbólti sum heild. Orð eru fátøk í lýsingini av einum av okkara allar bestu syn­ um. Umframt at vera knýttur at ung­ dóms­partinum hjá HB sein­astu árini, var Jan seinna part­in av kapp­ ingarárinum í fjør hjálp­ar­venj­ari hjá Milan Cimburovic, sum tók um endan sum venjari hjá EFFO liðnum. Jan Dam hevur eisini venj­ ara­royndir frá FCK, har hann var í fleiri ár. Við hesi uppgávuni hevur fyri­kom­ andi og fryntligi verjuleikarin við knívskarpa bólteyganum sett seg í ein av heitastu stólunum í før­oysk­ um fótbólti. HB fegnast um, at ein av okkarar egnu hevur tikið við ábyrgdini av mest vinnandi felagnum í land­in­ um.

Í bókini “Koyr á HB” (Havnar Bóltfelag 1955-2004) skrivar Suni Merkistein um Jan C. Dam sum fótbóltsspælara:

Jan Dam:

TAKKLARI OG BÓLTSPÆLARI Jan lærdi føroyingar ta glíðandi, reinu takklingina í røttu løtu. Øll sóu í sjónvarpinum, hvussu hann krøkti og prikaði bóltarnar frá út­lendsku spælarunum í fyrstu landsdystunum hjá Føroyum í EMund­ankappingini fyrst í nítiárunum. Takklingarnar komu neyvt og í tøk­um sekundi. Tær vóru reinar og regluligar, og kostaðu tí sjáldan frí­spark. Spyr bara Brian Laudrup ! Men Jan hevur aðrar dygdir enn bara at vera góður bóltvinnari. Hann les­ur spælið sera væl, er ógvuliga arbeiðssamur, tekniskt og likamliga er hann væl fyri, hevur góða kropsjavnvág, og er hartil skjótur – í hvussu so er sum yngri. Jan hevur altíð verið javnt góður – ofta millum teir bestu. At hann hevur so fjøltáttaðar dygdir ber í sær, at hann hevur røktað nógvar ymiskar uppgávur á vøllinum. Mest hevur hann spælt í verjuni; á báðum bakkplássum og í miðverjuni, eisini sum svip­ari. Sum yngri spældi hann nógv á miðjuni og var tá rættuliga mál­søkin. Jan hevur verið álitismaður hjá HB og á landsliðnum í nógv ár – eisini hev­ur hann verið liðskipari á báðum liðum. Hann hevur spælt á 1. liði hjá HB síðani 1986 og gavst á besta liðnum hjá HB í 2006. Hann er tí ein av teimum drúgvastu í nýggjari tíð. Jan hevur ikki spælt í HB øll ár­ini, men meginpartin av hesum skeiði. Kortini eru bara tveir, sum hava spælt fleiri dystir enn hann í HB. Hann hevur umboðað HB í fleiri altjóða landsdystum enn nakar annar. Jan er læraraútbúgvin og hev­ur starvast sum lærari bæði í Føroyum og í Danmark.

ALBERT ELLEFSEN ER HJÁLPARVENJARI Tað er gløggi miðvingurin við knøppu viðmerkingunum, sum í ár er hjálp­arvenjari hjá Jan C. Dam, - venjara hjá EFFO liðnum. Albert Ellefsen er als ikki ókendur í HB, minni enn so. Hann var hjálp­ ar­venjari í 1998 - 99 og aftur í árunum frá 2005 til 2007, tá vit fleiri ferð­ir høvdu góð úrslit í landskappingini. Albert hevur eisini roynt seg sum høvðusvenjari, eitt stutt tíðarskeið hjá okkum í 2007, - og seinnu ár­ini hevur hann eisini verið høvuðsvenjari hjá øðrum feløgum. So tað er ein maður við drúgvum royndum sum venjari, ið Jan C. Dam hev­ur fingið afturat sær, - og teir kennast eisini frá fyrr av, tá Albert hev­ur verið venjari hjá Jan C. Dam Vit kenna væl til skørpu observeringarnar hjá fyrrverandi borg­ar­ stjór­anum í Vága Kommunu og gleða okkum um at hava fingið enn ein kapasitet til felagið.


Mars 2016

HB-BLAÐIÐ

Góðir starvsfelagar skapa góð úrslit

19

“Eg eri vísur í, at tað er góði starvsandin, sum skapar góðu úrslitini hjá Marine Harvest” Fjalar, alari í Oyndarfirði

Marine Harvest strembar eftir at skapa bestu liviumstøður fyri laksin. Vit tryggja okkum, at laksurin er heilsugóður matur. Vit arbeiða í góðum samljóði við umhvørvið og við ábyrgd fyri samfelagnum. Marine Harvest vil vísa vegin til alsamt størri burðardygd.


HB-BLAÐIÐ

20

Mars 2016

MIÐALALDURIN HJÁ HB KOMANDI KAPPINGARÁR ER 22 ÁR

Myndir: Regin W. Dalsgaard

1

25

TEITUR M.

NIKLAS

GESTSSON Føddur: 19. august 1992 (23 ár) Pláss: Málverji Kom til HB sum 18 ára gamal Hevur verið á U17, U19, U21 og á A-landsliðnum

15

5

3

LIÐSKIPARI

JOHAN TROEST

JÓGVAN RÓI

THOMSEN

DAVIDSEN

DAVIDSEN

Føddur: 23. juni 1995 (20 ár) Pláss: Málverji Komin til HB hetta kappingarárið

Føddur: 31. januar 1988 (28 ár) Pláss: Verja Kom til HB sum 24 ára gamal Hevur verið á U17, U19, U21 og á A-landsliðnum

Føddur 9. oktober 1991 (24 ár) Pláss: Verja Uppvaksin í HB – Fyrsti dystur á besta liði hjá HB í 2009 Hevur verið á U17, U19 og á U21 landsliðnum

24

2

26

HERI H.

TÓRI

JÁKUP F.

DANIEL

MOHR

RASMUSSEN

HANSEN

JOHANSEN

Føddur: 13. mai 1997 (18 ár) Pláss: Miðja-verja Uppvaksin í HB – Fyrsti dystur á besta liðið hjá HB í 2013 Hevur verið á U17 landsl.

Føddur:21. juni 1995 (20 ár) Pláss: Verja-miðja Uppvaksin í HB - Fyrsta árið Tóri er við í Effohópinum Hevur verið á U17 lands.

Føddur: 24. juni 1996 (19 ár) Pláss: Verja-miðja Uppvaksin í HB - Fyrsta árið Jákup er við í Effohópinum Hevur verið á U17 og U19 landsl.

Føddur: 9. juli 1998 (17 ár) Pláss: Verja-miðja Kom til HB sum 15 ára gamal - Spældi fyrstu ferð fyri besta liðið hjá HB í 2015 Hevur verið á U19 landsl.

22

17

18

9

ÁRI MOHR

BARTAL

PÁL MOHR

TRÓNDUR

JÓNSSON

WARDUM

JOENSEN

JENSEN

Føddur: 22. juli 1994 (21 ár) Pláss: Miðja-verja Uppvaksin í HB - spælt í DK í fleiri ár, nú heimafturkomin til HB. Hevur verið á U17, U19, U21 og á A-landsliðnum

Føddur: 3. mai 1997 (18 ár) Pláss: Verja-miðja Uppvaksin í HB – Fyrsti dystur á besta liði hjá HB í 2013 Hevur verið á U17, U19 og U21 landsliðnum

Føddur: 20. august 1992 (23 ár) Pláss: Verja Uppvaksin í HB – Fyrsti dystur á besta liði hjá HB í 2011 Hevur verið á U19 og U21 landsliðnum

Føddur: 6. februar 1993 (23 ár) Pláss: Miðja Uppvaksin í HB – Fyrsti dystur á besta liði hjá HB í 2011 Hevur verið á U17, U19 og U21 landsliðnum


HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

12

19

21

6

11

ØSSUR M.

RÓKUR AV FLØTUM

MAGNUS

CHRISTIAN R.

DALBÚÐ

JESPERSEN

EGILSSON

MOURITSEN

Føddur: 28. mars 1989 (26 ár) Pláss: Álop Komin til HB hetta kappingar­ árið Hevur verið á U19 og U21 landsliðnum

27

Føddur: 16. mars 1985 (30 ár) Pláss: Miðja Uppvaksin í HB – Fyrsti dystur á besta liði hjá HB í 2001 Hevur verið á U17 og U19 landsliðnum

14

Føddur: 19. mars 1994 (21 ár) Pláss: Miðja Uppvaksin í HB – Fyrsti dystur á besta liði hjá HB í 2011 Hevur verið á U17, U19 og U21 landsliðnum

21

Føddur: 3. desember 1988 (27 ár) Pláss: Miðja-álop Uppvaksin í HB – Fyrsti dystur á besta liði hjá HB í 2008 Hevur verið á U17, U19, U21 og á A-landsliðnum

23

SÍMIN

TEIT

ADRIAN R.

ARI MOHR

HANSEN

JACOBSEN

JUSTINUSSEN

OLSEN

Føddur: 11. desember 1982 (33 ár) Pláss: Álop Komin til HB hetta kapp­ing­ar­ árið

20

Føddur: 16. mars 1998 (17 ár) Pláss: Miðja-álop Uppvaksin í HB – Fyrsti dystur á besta liði hjá HB í 2015 Hevur verið á U17 og U19 landsliðnum

Føddur: 16. desember 1997 (18 ár) Pláss: Álop Kom sum 16 ára gamal til HB (2014 & 2015 við deildum leikaraloyvi). Fyrsta árið Ari er við í Effohópinum

JAN C.

ALBERT

DAM

ELLEFSEN

HØVUÐSVENJARI

HJÁLPARVENJARI

8

PÓL

ARNBJØRN

INGASON

HANSEN

Føddur: 28. september 1995 (20 ár) Pláss: Álop Kom sum 18 ára gamal til HB Hevur verið á U17, U19 og U21 landsliðnum fyri Føroyar

Føddur: 21. juli 1998 (17 ár) Pláss: Miðja-álop Kom sum 15 ára gamal til HB – Fyrsti dystur á besta liði hjá HB í 2014. Hevur verið á U17 og U19 landsliðnum

Føddur: 27. februar 1986 (30 ár) Pláss: Álop Kom til HB í fjør – lang­tíð­ar­ skadd­ur Hevur verið á U19, U21 og á A-landsliðnum

Føddur: 7. sep. 1968 (47 ár) Fyrsta árið Jan er høv­uðs­venj­ ari hjá effoliði Hevur verið hjálparvenjari hjá HB í 2006 og 2015

Føddur: 22. sep. 1959 (56 ár) Var høvuðsvenjari hjá HB í 2007 og hjálparvenjari hjá HB í 1998-1999 og aftur frá 2005-2007. Hevur annars verið høvuðsvenjari hjá ÍF og FS Vágum.

TRÓNDUR

MAGNI

HEÐIN

UNI

VATNHAMAR

MOHR

WEIHE

NIELSEN

MÁLMANSVENJARI

FYSISKUR VENJARI

LIÐLEIÐARI

LIÐLEIÐARI

Føddur: 12. januar 1980 Hevur verið málmansvenjari hjá HB síðani 2014

Føddur 2. november 1973

Føddur: 19. juli 1977 Hevur verið liðleiðari hjá HB síðani 2012

Uni Nielsen, liðleiðari Føddur 27. juni 1966 Hetta er fyrsta árið Uni er liðleiðari hjá HB


22 meistaraheiti

HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

STUÐLAFELAGIÐ STENDUR FYRI SAMANHALDI OG INNSAVNAN JOHN JOHANNESSEN Í stuðlafelagnum hjá HB er ógvu­ liga tætt samanhald. Tað er stuðla­felagið, sum ofta skipar fyri ymiskum felags tiltøkum, ið eru við til at styrkja samanhaldið kring fótbóltsfelagið. Tað er stuðla­fel­agið, ið skipar fyri hugnaligu buss­túr­un­ um til útidystirnar, sum í ár vera ókeyp­is, og tað er stuðlafelagið, ið skip­ar fyri hugnaligum umhvørvi kring heimadystirnar. Endamálið hjá HB stuðlum, sum fel­agið eitur, er stutt og greitt at stuðla HB. Síðani er tað upp til nevnd og limir at gera av, hvat tað merk­ir at stuðla HB.

SAVNA INN PENING

Í øllum felagsarbeiði er tað ein stór avbjóðing at fáa tað fíggj­ ar­liga at mala runt. Tí er ein av høvuðsuppgávunum hjá HB stuðl­ um at savna inn pening til stóra

virk­semið í HB. Hetta verður mill­ um annað gjørt við, at fólk í HB stuðl­um sjálvboðin bjóða seg fram sum vaktir, fyrstuhjálparar, børu­ vaktir, kokkar og annað, tá lands­ dystir ella aðrir dystir eru á Tórs­ vølli. Hetta eru uppgávur, sum sam­sýning verður givin fyri, men í staðin fyri, at hon verður latin tí ein­staka, verður hon latin HB. Somuleiðis skipar felagið fyri loppu­ mark­na ­ ðum, tombola, kaffisølu, sølu av fýrverki á nýggjárinum, dansi og øðrum, ið kann geva eitt sind­ur av peningi, ið síðani verður lat­in HB. Hetta er partur av tí fíggjarliga stuð­ ul­inum. Men HB stuðlar definera tað at stuðla HB sum annað enn júst hendan fíggjarliga partin.

HUGNI HEVUR TÝDNING

Turið Láadal Sejersdóttir, for­ kvinna í HB stuðlum, er eitt eld­

jarn, ið ongantíð er í frið. Tí hevur hon eisini nógv hugskot og setir bæði seg sjálva og mong onnur í stuðulsfelagnum í gongd við al­ skyns onnur ting, ið hava til enda­ máls at fjálga um felagið, leikarar og limir í HB annars. Sum dømi um, hvussu roynt verður at fjálga um leikararnar á Effo lið­ num, verður syrgt fyri, at teir fáa kaku og kaffi hvørt hóskvøld eftir venj­ing. Og er fatanin, at teir hava ver­ið serliga ídnir og hava vunnið nógv seinastu tíðina, so verður eis­ ini nakað serligt gjørt burturúr. - At stuðla í einum ítróttarfelag er sjálvsagt at savna inn pening. Men at stuðla er sanniliga eisini at gera tað hugnaligt og syrgja fyri, at leik­ arar og limir annars kenna seg væl, sigur Turið Láadal Sejersdóttir av­ gjørd. Hon leggur dent á, at sam­ an­haldið og felagskenslan hevur minst líka nógv at siga í einum

Stuðlafelagið stendur fyri samanhaldi og innsavnan

ítróttar­felag, sum tað, at tað melur fíggj­arliga runt.

ÓKEYPIS BUSSAR Í ÁR

HB stuðlar hava í nógv ár skipað fyri busstúrum til útidystirnar hjá fremsta liðnum, soleiðis at fólk í fel­ag hava kunnað verið við til at stuðla á útivølli. Luttøkan hevur ver­ið rímilig og til tíðir ógvuliga góð. Hvør einstakur luttakari hevur gold­ið eitt lítið gjald fyri at vera við á hesum túrum. Til hetta kappingarárið er tó avgjørt, at tað skal vera púra ókeypis at koma við HB bussinum. Hetta tí, at fel­agið er av teirri áskoðan, at tað er stuð­ul í sær sjálvum, at fólk koma at rópa á HB og stuðla fremsta lið­ num til útidystirnar. - Vit vilja fegin hava so nógv fólk við HB bussinum sum gjørligt. Hvør ein­ stak­ur, ið kemur við, er jú ein stórur stuð­ul fyri felagið. Tí hava vit valt,


HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

23

Stuðlafelagið hjá HB er eitt ógvuliga virkið felag, hvørs endamál er at stuðla HB á allar hugsandi hættir. Í felagnum er tætt sosialt samanhald og nógv virksemi at royna at savna inn pening til HB

at tað skal vera ókeypis at koma við bussinum. Vit vóna sjálvsagt, at hetta fer at føra við sær, at enn fleiri fólk velja at koma við okkum til týdningarmiklu uppgávuna at stuðla liðið okkara fram móti før­ oya­meistaraheitinum. Hvør ein­ stak­ur áskoðari hevur stóran týdn­ ing í hesi uppgávu, leggur Turið Láadal Sejersdóttir dent á.

HAVA TAÐ ALTÍÐ STUTTLIGT

Hóast uppgávurnar í HB stuðlum fyri tað mesta eru av praktiskum slag, sum til dømis at krevja inn at­gongumerki til heimadystirnar, standa vakt á Tórsvølli og mangt ann­að, sum til dømis at rudda og vaska í HB húsinum, so verður altíð bor­ið so í bandi, at tað er ein stuttlig upp­gáva, tú ert við til. -Vit royna altíð at gera tað stuttligt at vera saman í HB stuðlum. Vit

hava ein góðan anda í felagnum og hava sum greitt mál, at tað altíð skal vera bæði stuttligt og hugnaligt at vera við í okkara virksemi. Tí eta vit til dømis onkuntíð døgurða sam­an, áðrenn vit fara til útidyst, greið­ir Turið eldhugað frá.

RÆSTKJØTAVEITSLA ER LØNIN

Alt arbeiði, sum fer fram í HB stuðl­ um er, sum áður nevnt, sjálvboðið. All­ur vinningur av øllum virksemi fer beinleiðis til at stuðla HB so ella so. Men afturfyri teir mongu tím­ arnar sum innkrevjari til heima­ dyst­ir, sum vakt á Tórsvølli til stór­dystir, sum sópingarkona í HB hús­inum ella hvør uppgávan nú kann vera, so ynskir felagið kortini, at allir stuðlarnir skulu fáa nakað ann­að gott burturúr enn dagliga sam­anhaldið og samveruna kring HB.

Árliga rætskjøtaveitslan, sum van­ liga liggur eitt sindur seinni enn sjálv HB veitslan, er ársins hæddarpunkt hjá HB stuðlum – sjálvsagt und­an­ tikið føroyameistaraheitini. Ræst­ kjøta­veitslan er lønin fyri stríðið gjøgn­um árið. Hetta er ein veitsla, sum er ógvuliga væl umtókt millum HB stuðlar, og greitt er, at nógv ann­ að verður lagt til viks, fyri at kunna luttaka á júst hesi veitsluni. - Ræstkjøtaveitslan er kanska ein ímynd av okkara samanhaldi. Vit eru sera sosial og gera alt, hvat vit kunnu og orka at skapa eitt livandi fel­ag við hugna um alt sum hevur við HB at gera, og vit stórtrívast við tí, sigur Turið við einum stórum smíli. HB stuðlar vóna, at enn fleiri fólk fara at gerast virkin í felagnum hetta kappingarárið. Eitt sera spenn­andi kappingarár stendur fyri framman við einum nýggjum,

ung­um hópi á besta liðnum. Vónin og kenslan er, at hetta fer at vera eitt heilt sermerkt kappingarár, har HB fer at klára seg væl. Men fyri, at hetta skal eydnast, er eisini neyð­ ugt, at kringumstøðurnar eru so góð­ar, sum yvirhøvur gjørligt. - Øll hjálp er vælkomin og øll skulu kenna seg væl í HB stuðlum. Vit taka við opnum ørmum ímóti nýggj­um limum, sigur Turið Láadal Sejers­dóttir. Tilmeldingarskjal at gerast limur í HB stuðlum er at finna á síðu 25.


HB-BLAÐIÐ

24

Mars 2016

HB-FERÐ TIL ÚTIDYST Ókeypis at koyra við bussinum

Bussurin koyrir frá Høllini á Hálsi 1 1/2 tíma áðrenn dystarbyrjan

05.03 09.04 01.05 16.05 05.06 21.08 02.10 22.10

NSÍ-HB SKÁLA-HB ÍF-HB KÍ-HB VÍKINGUR-HB NSÍ-HB B68-HB SKÁLA-HB

Komið og stuðlið !


Mars 2016

HB-BLAÐIÐ

KOM VIÐ Í GUNDADAL

Tey eru í sera stórum tali. Tey, sum gjøgnum árini hava spælt við HB! TORMÓÐUR STÓRÁ Mynd: Bjartur Vest Um allir teir dreingir og menn og allar tær gentir og kvinnur, sum hava spælt við HB, og sum sunnu­ dag­in 13. mars 2016 kl 15 eru stødd í Havn, velja at koma ein túr om­an í Gundadal til ársins fyrsta heima­ dyst, - HB móti Víkingi – ja, so verður ómetaliga trongligt í Gunda­ dali. Men heilt vist hevði tað verið ómeta­liga stuttligt og nokk skuldu øll rúmast onkursvegna. Men færri kunnu eisini gera tað. Tað kann tó ikki dyljast yvir, at eitt felag sum HB, sum hevur havt so nógvar spæl­arar, væl kundi hugsað sær, at fleiri av teimum valdu at leggja leið­ina oman í Gundadal tá fremsta lið­ið spælir sínar heimadystir. Ert tú ein av teimum, sum ofta hugs­ar um at fara ein túr at hyggja, men tað altíð kemur okk­ urt annað í vegin, so set teg líka aft­urá eina løtu. Lat hugan sveima aft­ur í tíðina, – aftur til tíðina, tá tú vart ein av teimum, sum tusk­ aðist á vøllinum, stríddist við sveittabrot til venjingarnar, royndi at halda nervarnar upp á pláss til dystirnar, frøddist tá tit bank­ aðu okkurt bygdalið – ella grann­ ar­nar sunnanfyri í dalinum, ikki at gloyma. Hetta vóru dagar. Ein góð tíð, sum hjá teimum flestu (vón­andi) vekjur góðar kenslur í sál og skinn. Í Gundadali verður alt annað sett til viks eina løtu. Tyngdi­lógin hevur sín serliga form har og høgur og lágur samlast sam­

an um eitt felags áhugamál: Fót­ bólt. Alt annað fær frið at liggja eina løtu........ og løtan gerst balsam fyri sálina. Tú fært loyvi til at verða ser­frøðingurin saman við øllum hin­um serfrøðingunum eina løtu. Heilt vist hevur tú eina lítlan HB neista onkrastaðni í tær.... tað er bara at finna hann fram og kynda eitt sindur undir hann. So er tú til reið­ar at taka av avbjóðingini: “Kom við í Gundadal !” Tá tú nú hevur sitið afturá eina løtu og merkt hesa serligu jaligu kensl­ una, so skuldi ikki verið so langt at tik­ið avgerðina um at gera álvara av at fara í Gundadal teir sunnudagar HB hevur heimadyst, og har gera nak­að gott fyri teg sjálvan og sam­ stundis gerast partur av einum stimbr­andi liði. HB hevur í 2016 eitt ungt lið við nógv­um evnagóðum spælarum, sum nú fáa høvið til at royna seg í bestu deildini. Teir fara heilt vist at gera sítt ítarsta og allarbesta fyri at tað skal ganga væl hjá HB í ár. Men tað er eisini so sera umráðandi at við­haldsfólkini eru har, stuðla og eggja teimum ungu spælarunum til at kempa fyri HB og eru har bæði tá tað ríður undan og imóti. Tí er kanska ongantíð meira um­ráð­ andi enn júst í ár, at tú sum gomul hetja, lunkaður ífylluspælari, gamal kempari, trúgvur fjeppari, skáps HBari ella bara einaferð HB­ ari altíð HBari....... í ár gert sum tú plagdi at gera, gjørdi fyrr, altíð hev­ur ætlað ella altíð hevur gjørt: Kem­ur við til dystir í Gundadali og gevur títt so neyðuga íkast til “Kom sooo HååååååBeeeee !!”

TILMELDINGARSKJAL FYRI LIMASKAPI Í FELAGNUM HB-STUÐLAR Undirritaði meldar seg við hesum sum lim í HB-stuðlum, og heiti við hesum á _______________________________________________ (peningarstovnur) Um hvønn seinast í mánaðinum at flyta kr. _____________ av konto míni til niðanfyrinevnda peningastovn, til konto hjá HB-Stuðlum  Bank Nordik 6460 - 495.953.3  Eik Banka 9181 - 185.070.0 Navn: Bústaður: Fartelefon: Teldupostur: Dagfesting _______________ Undirskrift ___________________________________________

25


HB-BLAÐIÐ

26

Mars 2016

SEINAST VIT VÓRU Í HESARI STØÐUNI GJØRDUST VIT FØROYAMEISTARAR! Knút Olsen, eisini kendur sum HB fan nr. 1 og Herluf Gudmundarson eru millum trúgvastu HB fjepparar, og hava í nógv ár verið fast innbúgv í Gundadali, tá dystur er. Vit hava hitt teir og spurt um vónirnar fyri komandi kappingarári, um leiklutin hjá fjepparunum, broytingarnar í spælarabólkinum, og um framtíðina Orð og myndir: NIELS UNI DAM Eg hitti teir báðar Knút Olsen og Her­luf Gudmundarson í íbúðini hjá Knúti mitt í miðbýnum í Havn­ in. Tað er eingin ivi um, at ein mað­ur býr her. Stovan er sum ein halgidómur fyri fótbóltin, har ser­ liga HB og Liverpool eiga nógv pláss á veggjunum. Eisini eru nógv minni frá túrum hjá Knúti við HB kring Ev­ropa. 11 ferðir hevur hann verið við HB á ferð uttanfyri Føroyar. Tað er ikki uttan orsøk, at hann verður rópt­ur HB fan nr. 1. Men fyri HB Fan nr. 1 stendur eitt held­ur øðrvísið kappingarár fyri framm­an, tí hann hevur fingið fast­ an kjans umborð á skipi, og verður tí neyvan til líka nógvar dystir sum farna ár. Men tað er eingin ivi um, at vit sleppa at síggja Knút hvørja ferð høvi býðst.

GÓÐAR VÓNIR

Hetta merkir tó ikki, at áhugin er minkaður. Knút hevur fylgt væl við, og hevur sæð tríggjar venj­ing­ ar­dystir í ár, og vónirnar eru góðar. - Tað verður ein saknur í Fróða og Andrew og onkrum av hinum royndu spælarunum, men teir ungu síggja út til at taka ábyrgd. Spæl­arar sum Adrian, Teit, Bartal og Heri fara nú undir sítt 3. ár sum leikarar á besta liðnum. Teir eru ikki longur smádreingir, men menn, sum mugu og kunnu taka ábyrgd, sigur Knút. Herluf hevur ikki sæð nakran venj­ ing­ardyst í ár, men er eins og Knút við gott mót. - Vit eru í einari truplari støðu, har lyklaleikarar eru givnir, og teir ungu skulu taka ábyrgd. Eg skal við­ganga, at eg græt í fleiri tímar, tá eg frætti, at Andrew gavst. Men sam­stundis er vert at minnast, at

sein­ast vit vóru í hesari støðuni gjørd­ust vit Føroyameistarar, vísir Herluf á .

staðni frá, umframt at hann sum høv­uðsvenjari hjá U14 hevur fingið góð­ar royndir.

Báðir eru teir tó samdir um, at fok­usið hjá HB er rætt í løtuni. Míðvísa ungdómsarbeiði seinastu ár­ini skal nú vísa sítt virði, og unga fólki úr egnum rekkjum tek­ur nú við, og skal vísa, at góðu úrslit­ ini í ungdómsdeildunum kunnu vekslast til úrslit í bestu mann­ fólka­deildini.

– Jan er ein góður persónur, vit hava spælt fótbólt saman, tá vit vóru yngri. Hann er ein øgiligur kemp­ari. Eg minnist t.d. dystin á landsliðnum móti Danmark, tá hann dekkaði Brian Laudrup, all­an dystin, sigur Knút, sum eisini dám­ ar væl hjálparvenjaran Albert Ellef­ sen. Hann er eisini vísur í, at hetta er eitt toymi, ið fer at vekja virð­ing, og at eitt nú disiplin og góð upp­ møt­ing fer at merkja liðið.

- Nú vil eg síggja ein stóran skarða av áskoðarum til hvønn dyst. Nógv hava grenja um, at HB ikki í nóg stór­an mun hevur satsa uppá sítt egna fólk, tað gera vit nú, og nú mugu hesi somu møta upp og stuðla teim­um, sigur Knút avgjørdur.

GOTT VENJARATOYMI

Knút heldur, at venjara toymið í ár er gott. Jan Dam er í nýggjum leik­ luti sum høvuðsvenjari, men Knút vísir á, at hann hevur royndir aðra­

Knút hevur longu merkt mun á lið­i­ num í venjingardystunum í mun til í fjør: – Har er ein onnur spæligleði, menn eru ordiliga glaðir, tá teir skora mál. Í fjør haldi eg, at eg sá trý mál, har teir ordiliga jublaðu, tá er okkurt ikki rætt.


HB-BLAÐIÐ

RÆTT AT SATSA UPPÁ UNGDÓMIN

Inga­son, ið nú fer undir sítt triðja ár í HB.

Eisini Herluf fegnast um end­ur­ funnu spæligleðina, hjá unga lið­ num, og hann er sannførdur um, at HB er á rættari leið. – Um vit ikki vera meistarar í ár, so má tað vera tað. Men vit gera tað rætta við at satsa uppá okkara ung­ dóm, sigur Herluf, ið sjálvur eig­ ur ein U14 leikara og tí hevur sæð nógvar U14 dystir í fjør. Hann sig­ur, at í ungdómsdeildunum eru heilt nógv góð talentir, so framtíðin er bjørt.

– Eg vænti, at hetta verður árið, har hann slær ígjøgnum í HB. Eg vænt­ aði tað ikki fyrsta árið, og í fjør var eitt trupult ár. Men nú vænti eg, at tað verður. Eg havi verið uttanlands við HB saman við Poul, og hann er ein ótrúliga viktigur spælari. Hann skap­ar samanhald millum teir ungu leikararnar, eisini uttanfyri vøll­in. Hann er stuttligur og minnur eitt sindur um Rógva Jakobsen, tá hann var í HB.

“Tað er ikki altíð líka stuttligt, tað hava verið nógvar tungar løtur. Men man skal eisini vera har, tá tað gongur illa, stuðla liðnum, tá teir hava mest brúk fyri tí” Knút hevur hugt at nógvum dystum hjá yngru liðunum, bæði U14, U16 og U18 og hann heldur, at serliga í U14 vóru nógvir spennandi leikarar í fjør. Fleiri av hesum eru nú U16 leik­arar og tað eru ikki nógv ár, til teir kunnu gerast leikarar á besta lið­num. Ein av teimum yngru leikarunum, ið bæði Knút og Herluf vænta sær nógv av í ár, er suðringurin Poul

SAKNA ÚTISETARNAR

– Vit síggja nógvar HB’arar klára seg væl uttanlands, so tað er eingin ivi um, at vit skapa góðar leikarar og gera okkurt rætt. Onkuntíð kundi man gott hugsa sær, at leik­ ar­ar sum Gunnar Nielsen, Rene Shaki Joensen ella Jákup Danielsen, spældu við okkum enn, men eg ynski teimum sjálvandi tað besta, sig­ur Herluf.

27

Eisini Knút fegnast um HB talentini, ið gera um seg á vøllum uttanlands, eitt nú blaðungi Jákup Thomsen, ið her­fyri skoraði móti Atletico Madrid í evropeisku U19 kappingini. – Eg eri forbannað stoltur av teim­ um, sigur Knút.

IKKI ALTÍÐ LÍKA LÆTT

Tá summi í ringum tíðum setast aft­ur við at fara í Gundadal at stuðla sínum liði, so er hetta ikki part­ur av DNA’num hjá Knúti og Herlufi. – Tað er ikki altíð líka stuttligt, tað hava verið nógvar tungar løtur. Men man skal eisini vera har, tá tað gongur illa, stuðla liðnum, tá teir hava mest brúk fyri tí. So tað gera vit sjálvandi - vit kundu ikki funn­ ið uppá, at rýmt frá einum dysti, greið­ur Herluf frá.

gingu 3 ár, áðrenn teir aftur sóu KÍ fjepp­ararnar í Rás 2 aftan á ein dyst móti HB. – Tá vit endilgia sóu tey aftur, hevði KÍ gott nokk eisini tapt, men tey komu so ta ferðina. Tað er bara so, at Erna, Rúna og Kristian møta sjávd­an upp, uttan so, at KÍ hevur vunn­ið, og tað er ikki ofta móti HB, sigur Knút. Knút heldur, at fjepparar ofta eru dek­an ov skjót at kritisera, og at venda liðnum ryggin, tá tað gongur verri. Men um liðið stendur til at vinna FM er einki problem at fylla fimm bussar av fjjepparum. Men har er ein føst kjarna, sum stuðlar lið­inum og í kjarnuni sita Knút og Her­luf heilt fastir. HB fjeppari nr. 1 og HB fjeppari nr. 2.

Knút vísir, at hann og Herluf heldur ong­antíð setast aftur við at møta upp í 3. hálvleiki á Rás 2, um liðið hev­ur tapt. – Tað er keðiligt, tá fólk ikki møta upp, tá teirra lið tapur. Tað er sjálv­ andi keðiligt at tapa, men man møt­ir upp alíkavæl, sigur Knút. Hann minnist einaferð HB tapti móti KÍ, tá fóru hann og Herluf beina leið oman í Rás 2. Men tað

Gullpakkin við keypi av nýggjum bili WWW.MENTA.FO

Hesin er við í prísinum í trý ár..!

4-4-2

Tá tú keypir nýggjan bil frá Auto Service, fylgir Gullpakkin við, sum ger at tú sleppur undan at hugsa um útreiðslur til viðlíkahald og eftirlit av bilinum næstu trý árini.

Okkara sterka lið er til reiðar at halda skil á tykkara tølum

Heðin Weihe, verkstaðsleiðari

Visti tú av, at tú eigur, sambært framleiðaranum av bilinum, í minsta lagi einaferð um árið til eftirlit við bilinum fyri at varveita garantiið ? Somuleiðis mást tú skifta olju í mun til, hvussu nógv tú koyrir, perur fara, sprinklaraveska skal fyllast á so hvørt, og so alt annað, so sum bremsur, útstoyt og stoytdoyvarar kunnu fara. Alt hetta kann gerast til heilt fitt av peningi. Men við Gullpakkanum, sum fylgir við, fært tú alt hetta fyri einki..! Ja, í veruleikanum fært tú ein mekanikara við eykalutum í 3 ár ella til tú hevur koyrt 90.000 km, við í prísinum, tá tú keypir nýggjan bil frá okkum.

Í Gullpakkanum fært tú:

• Eftirliti og viðlíkahald av bilinum og harafturat allar neyðugar umvælingar • Arbeiðsløn, eykalutir sum t.d. perur, viskarabløð og neyðugar veskur og viðlíkahalds- og umvælingararbeiði. • Tað vil siga: Ongar viðlíkahaldsútreiðslur komandi trý árini! Sí treytir á www.autoservice.fo

Vælkomin til eitt gott bilakeyp.

Undir Krákugjógv 19 - Postboks 3168 - 100 Tórshavn - Tel 34 54 00 - as@autoserice.fo

SKRÁSETTIR GRANNSKOÐARAR SPF · J. BRONCKSGØTA 16 · TÓRSHAVN · TEL 780 900

NiNG · Tel 215 315

Mars 2016


HB-BLAÐIÐ

28

Mars 2016

EG ERI EISINI SPENTIIIR – HB FAN Vit hava hoyrt Jákup Weyhe í útvarpslýsingum fyri at fáa fólk at koma til Klaksvíkar (vit í Havn hava ikki júst tørv á at lýsa fyri at fáa fólk hendanvegin) í samband við, at tað er ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin, eina havnarrødd siga ”eg eri eisini spentir”

HØGNI Í STÓRUSTOVU Tað er kenslan hjá teim flestu nú fót­bólturin fyri 2016 er floytaður í gongd, og forvæntningar, vónir hjá øll­um til síni lið skulu nú standa roynd­ina í veruligum dystum. Ikki fleiri venjingardystir, ikki fleiri royndir og nú fáa vit at síggja hvørj­ ar 11 venjararnir hava valt at byrja við.

at royna seg. Dystir byrja, venj­ ing­arnar verða stuttligari so hvørt veðr­ið batnar og ljósið lívgar, og aft­aná fyrstu dystirnar koma tek­ini um hvussu fer at hilnast hjá lið­un­ um fram ímóti settum málum fyri 2016.

fólk, fær eitt prát um alt møguligt og fótbólt, ein heitan kaffimunn, spenn­ing á veg niðan og meðan dyst­urin er.

Tað, at fótbólturin byrjar, setur gongd á øgiliga nógv fólk og lívið í Gundadali eksploderar – eitt veru­ ligt tekin um, at várið stendur fyri dur­um.

Eitt annað sum eg haldi er sera gott við at bólturin rullar aftur, er at sleppa í Gundadal at síggja fótbólt ”un­plugged”. Í sjónvarpinum í tíni stovu kanst tú síggja so nógvan fót­ bólt, at tú spýr av tí. Endurtøkur, yms­ar kameravinklar og ikki minst al­lýsingar frá serfrøðingum undan og meðan dystirnir eru.

Tú má fylgja við, tí her er einki slow­motion, tú hoyrir leikarar og venj­arar rópa, menn siga av og fan­ in, tú iðrar teg og fegnast saman við tínum og uppá tveir tímar hava kensl­urnar fingið sína vikuligu venj­ing, sum heilt víst er góð fyri kropp og sál. Og so er tað enntá so hepp­ið, at er dysturin linligur ella úr­tøkan vánalig, so skulu dómarar og hjálpardómarar nokk fáa teg upp í reyða økið.

Dreingir og gentir, menn og kvinn­ ur og ikki minst foreldur sleppa

Einki av hesum kann meta seg við at fara í Gundalal. Her hittir tú

Stóri spurningurin í ár er hvussu tað man fara at ganga hjá okkara

liði í ár. Jan Dam stendur á odda fyri einum nýggjum liði, og hann og fel­agið hava sagt, at nú skulu ungu kreftir­nar setast við og taka upp arv­in hjá felagnum. Serfrøðingarnir hava okkum á ein­ um 4-5 plássi, og lið sum B36, Vík­ ingur og NSÍ hava sett kósina al­ ment móti FM. Vit koma at bjóða av allan vegin og spennandi verður at síggja hvussu langt vit røkka í ár. Enn er bólturin rundur, og tað er á vøll­inum at avgerðirnar falla. Spyr bara í Leicester. Spentiiirrr.


HB-BLAÐIÐ

Mars 2016

29

HEIÐURSLIMIR Í HB JÓGVAN Á LAÐ

Jógvan á Lað ( 1922-2012) var í 1992 kos­in fyrsti heiðurslimur í HB. Hann sat í nevndini hjá HB í 15 ár frá 1947 til 1972, helvtina av tíðini sum formaður. Jógvan var formaður í bygginevnd­ ini, sum bygdi felagshúsið niðan fyri nið­ara vøll í 1970, har sum Bridge-hús­ið nú er og átti eisini ein stóran leik­lut í byggingini av núverandi fel­agshúsi. Jógvan spældi á 1. liði hjá HB frá 1946 til 1963. Hann var liðformaður hjá HB og á landsliðnum í mong ár og stóð á odda í menningini av HB eft­ir kríggið.

22 FERÐIR FØROYAMEISTARAR Í BESTU DEILDINI 2 ÁR Á RAÐ ? JA, – 2 FERÐIR 3 ÁR Á RAÐ ? JA, – 3 FERÐIR OG JA, MIÐALALDURIN ER 22 ÁR

ÓLAVUR LAMBA

Ólavur Lamba ( 1927-2000) var við til at stovna Felagið HB-stuðlar í 1979 og var útnevndur heiðurslimur í HB í 2000. Um framt virkin í ungdómsárunum á vøllinum, var Ólavur nevnd­ar­lim­ ur og eitt tíðarskeið formaður í HB. Ólavur Lamba var formaður í ÍSF 1962-1972, t.v.s. áðrenn ser­sam­ bondini sóu dagsins ljós og um­sit­ ing­in av fótbóltinum enn lá hjá ÍSF.

HERI MOHR

Heri Mohr ( 1925 ) var við til at end­ ur­stovna HB-stuðlar í 1990. Hann var sera virkin kassameistari í nevnd­ini frá 1990-2000 og var við til at tryggja, at núverandi HB húsið var bygt fyrst í 90unum við Ovara Vøll. Heri var útnevndur til heiðurslim í HB í 2001.

EIGIL HANSEN

Eigil Hansen (1929-2010) , ella Eigil á Borð, sum silgdi úti, var ein eldsál í stuðlafelagnum og sera virkin, tá han var uppilagstur. Hann var nevnd­arlimur í 1995-1998. Eigil var út­nevndur til heiðurslim í HB í 2003

POUL MICHELSEN

Poul Michelsen(1944) leikti á fremsta liðnum hjá HB seinna­ part­in av sekstiárunum og fyrst í sjeytiárunum og kom eisini á lands­liðið. Hann gjørdi bæði málini í minniliga 2-1 dystinum móti KÍ í 1971 og vissaði HB meistaraheitið tað árið. Poul var formaður í fótbóltsdeildini hjá ÍSF áðrenn FSF var stovnað, og hann var fyrsti formaður í P/F Havnar Fótbólti, sum virkaði frá 1998 til 2011 og fekk átta meist­ar­ heiti í hús til HB í hesum tíðarskeiði. Poul var undangongumaður í Tórs­ vallarætlanini, sum nú er vorðið eitt prýðiligt landsstadion. Poul var útnevndur til heiðurslim í Havn­ar Bóltfelag í 2014.

VITA HVAT VIT GERA SAMSKIFTISRÁÐGEVING POLITISKT SAMSKIFTI PR ONLINE RÁÐGEVING TEKSTARBEIÐI SJÓNVARPSLÝSINGAR FACEBOOK LÝSINGAR GOOGLE LÝSINGAR FALDARAR HEIMASÍÐUR BÚMERKI SKELTI STÓRPRENT BILPRENT OG ALT TAÐ SUM HJARTAÐ ER FULT AV

LØKJATÚN 1 · TEL 761010 · NUD@NUDLAVIRKID.FO · NUDLAVIRKID.FO


30

HB-BLAÐIÐ

FÓTBÓLTUR ER MÍTT LÍV

VENJARAR HJÁ KVINNUM OG GENTUM: 1. DEILD KVINNUR:

Alexandre Silva, venjari og Ríkin N. Djurhuus, hjálparvenjari

U17:

Alexandre Silva, venjari Ríkin N. Djurhuus, hjálparvenjari

U14:

Alexandre da Silva Braga, í eini knapp­ari vending og ger­and­ is bara kallað­ur Silva, er venj­ari hjá fyrsta kvinnu­lið­num og sam­ stund­is høv­uðs­ung­dóms­venjari fyri kvinnu­fót­bólt­in í HB. “Vit eru størsta felag í land­inum og mugu stíla høgt, - seta okk­um høg mál”, sigur fryntligi brasiliu­maðurin úr Vág­um, sum í ár er komin til HB. Hetta er fyrstu ferð at settur er ein høvuðsungdómsvenjari á kvinnu­­síð­uni, og tá hann eisini skal venja fremsta kvinnuliðið, hev­ur hann ábyrgd­ina av øllum kvinnu­økinum í HB. Men hesa av­bjóðing tekur Silva púra ró­liga. “Eg eri uppvaksin mill­um kvinn­ ur og gentur alt lívið. Einsa­mall­ ur beiggi við tveimum systr­um og heima hjá okkum er ein kona, fýra døtur.... og so eisini ein tík”, tek­ur Silva læandi til, “so eg eri van­ur við avbjóðingar frá kvinn­ um”. HB skal fram á leið á kvinnu­ síð­uni, og Silva leggur dent á, at hetta krev­ur eitt gott samstarv mill­um felag, for­eldur, leikarar og venjarar. Tað er eisini sera um­ráðandi at felagið tek­ur tað seri­øst og veruliga miðar eft­ ir at hava eitt dygdargott tilboð til allan ungdómin, bæði gentur og dreing­ir. Hetta kann í nógvar mát­ar verða við til at styrkja fel­ ags­skapin, so nógv meira kann fá­ast burturúr. Tað er sera umráðandi at styrkja ábyrgd­­arkensluna hjá okkara leik­­ar­um. Vit mugu hava allar at taka ábyrgd, at møta til venjingar og fyri­reika seg væl til dystirnar. Góð fyri­reiking sæst sjálvandi aft­ur á vølli­num.

mið­­vís­um arbeiði, góðari fyri­reik­ ing, góð­um venjingum, so skuldi ver­­ið møguligt hjá HB at fingið nógv fleiri kvinnur og gentir at kom­­ið at vant og spælt fótbólt, so HB eis­ini á hesum økinum kann fara í før­ara­troyggjuna. Vit vilja gjarna hava at øll hava møgu­ leik­an at verða við, sam­stundis sum vit eisini eiga at hugsa um týdn­ingin at finna og menna væl­leikandi gentur til tey ymisku kvinnu­landsliðini. Eisini er ómetaliga týdn­ing­ar­ mik­ið at vit styrkja samstarvið mill­um fel­ag, venjarar og yngru leik­ararnar og ein av mátunum er at skipa fyri for­eldrafundum á kvinnu­síðuni eis­ini.

Annika Dam og Ása á Reynatúgvu

U12:

Annika Dam og Ása á Reynatúgvu

U10:

Vit mugu eisini fáa meira lív í kvinnu­­fótbóltin, heldur Silva, og tað skuldi verið so upplagt at vit í framtíðini eisini fara at arb­­eiða fram ímóti, at gentulið eis­­ini sleppa á uttanlandstúrar og kanska onkra venjingarlegu utt­­an fyri land­odd­ar­nar, - tí vit skulu seta okkum høg mál. Silva heldur eisini at tað er um­ ráð­­­andi við góðum fyrimyndum, so­­­leið­is, at leikarar í eldru deild­ un­­um taka sær av venjingini av teim­­um yngru, og hetta verður eis­­ini í hes­um árinum.

Mars 2016

Eyðvør Jacobsen og Magnus Jacobsen

U9:

Jan Otto S. Holm og Ransin N. Djurhuus

U8:

“Í øllum førum er hetta at vera kvinnu­­­venjari hjá einum felag sum HB ein sera, sera spennandi av­­­bjóð­ing, sum eg gleði meg ómeta­­liga nógv til at arbeiða við”, sig­ur Silva smíl­andi og skundar sær niður gjøgn­um trappurnar í HB húsinum, - út á vøllin, har hann trívist best.

Silva vil fegin hava ein breiðan hóp at taka lut og heldur at við Jan Otto S. Holm og Ransin N. Djurhuus


Mars 2016

HB-BLAÐIÐ

31

Standandi frá vinstru: Alexandre Silva, Milja R. Simonsen, Lív F. Arge, Hildur Egilsdóttir, Elin Maria Isaksen, Marie W. Cieslak, Annika Dam, Rannvá Mortensen, Barbara á Dunga, Sólrun Thomsen, Ríkin N. Djurhuus. Húkandi frá vinstru: Ninna Hansen, Sara S. Lamhauge, Eva Kristiansen, Marjun Undir Kletti, Anitha K. Mortensen, Julia Helena D. Henriksen, Poula Andreasen, Lea Hansen

Gentir U14 eru byrjaðar at venja í Gundadali. Ása á Reynatúgvu og Annika Dam eru nýggir venjarar


32

HB-BLAÐIÐ

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS LAWFIRM@LAWFIRM.FO WWW.LAWFIRM.FO JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JULIANNA KLETT

Mars 2016


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
HB blað mars 2016 by Nudlavirkið - Issuu