Hægri útbúgvingar – Akademiútbúgving – HD – handilsvísindalig diplomroynd – Fíggjarbúskapur – Diplomútbúgving í leiðslu – Byggitøkningur
AKADEMIÚTBÚGVING AKADEMIÚTBÚGVIGNIN ER ÆTLAÐ TÆR, SUM HEVUR FULLTÍÐARSTARV OG FEGIN VIL HAVA EINA FRAMHALDANDI ÚTBÚGVING. ÚTBÚGVINGIN ER LIÐILIG OG KANN TÍSKIL LAGAST TIL TÍN TØRV Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur, at taka sum samlaða útbúgving ella støk modul. Tú kann velja ávísa breyt við fleiri valmøguleikum innan breytina. Summarið 2016 verða hesar lærugreinar bodnar út: – Altjóða marknaðarførsla og greining – Búskaparstýring í verki – Fyriskipan og starvssálarfrøði – Hagfrøði MØGULEIKAR EFTIR AKADEMIÚTBÚGVINGINA Við serligari lærugreinasamanseting hava lesandi við Akademiútbúgvingini møguleika at lesa HD 2. part. Eftir lokna Akademiútbúgving ber eisini til at taka aðrar útbúgvingar á diplomstøði. Glasir bjóðar í løtuni diplomútbúgivng í leiðslu. ATGONGD TIL HD 2. PART Akademiútbúgvingin telur tað sama sum HD 1. part ur. Her krevjast tó ávísar breytir og ein ser lig læru geinasamanseting fyri at lesandi við Akademiútbúgv ingini kunnu sleppa inn á HD 2. part. Kravt verður at umsøkjarar hava breytina ‘Altjóða handil og marknað arførsla’ ella breytina ‘Búskapur og tilfeingi’ við serligari lærugreinasamanseting. Somuleiðis verður kravt, at tú hevur háttalæru (erhvervsøkonomisk metode), sum er partur av HD 1. parti. Til ber at taka hesa lærugrein á HD útbúgvingini á Glasi ella sum fjarlestur á Syddansk Uni versiteti.
Um tú ynskir atgongd til HD 2. part við breytini ‘Altjóða handil og marknaðarførslu’ verður Akademiútbúgvingin sett saman av hesum lærugreinum: – Sølustrategi – Marknaðarførsla – Vinnubúskapur – Altjóða búskapur – hagfrøði – Vinnulívsrættur – Endalig verkætlan – Háttalæra á HD 1. parti Um tú ynskir atgongd til HD 2. part við breytini ‘Búskapur og tilfeingi’ verður Akademiútbúgvingin sett saman av hesum lærugreinum: – Vinnubúskapur – Búskaparstýring í verki – Aljtóða búskapur – Hagfrøði – Vinnulívsrættur – Endalig verkætlan – Háttalæra á HD 1. parti
PRÍSIR Fyri hvørja lærugrein rinda lesandi kr. 3.800,Fyri endaligu verkætlan rinda lesandi kr. 6.000,Umframt hetta eru kostnaðir til tilfar (bøkur v.m.) Les meira á heimasíðuni hjá Glasir, Marknagil fh.fo
HD - HANDILSVÍSINDALIG DIPLOMROYND HD 1. PARTUR
HD útbúgvingin er ein viðurkend parttíðar hægri útbúgv ing fyri komandi og verandi leiðarar í privatum virkjum og á almennum stovunum og virkjum. Endamálið við eini HD-útbúgving er at fáa hollan kunnleika í einari vinnubúskaparligari sergrein. So tú fært førleika at meta um og nýta ástøði og háttaløg í sergreinini. HD 1. partur er skipaður sum parttíðarlestur á Glasi í samstarvi við Århus Universitet. HD 2. partur, sergrein irnar ‘Roknskapur og búskaparstýring’ og ‘Fíggjarlig ráð geving’ eru skipaðar sum fjarlestur parttíð við Århus Uni versitet, har ávísar tænastur eru á Glasi. Undirvísingin fer fram á føroyskum. Undirvísingartilfarið er enskt og danskt. Próvtøkur, bæði munnligar og skrivligar, eru á donskum. HD 1. partur tekur tvey ár og er ein sjálvstøðug grund útbúgving innan vinnubúskap. Tey, sum hava lisið HD 1. part kunnu nýta heitið: Graduate Certificate in Business Administration. UPPTØKA Upptøkutreytir á HD 1. part er gymnasial miðnámsút búgving (HH, HT, HIF, HF og student). Undirvísingin á HD 1. parti er við útgangsstøði í førleikum, ið svara til stødd frøði B.
HD 2. PARTUR
HD 2. partur tekur eisini tvey ár og velur tú tá sergrein innan t.d. Sølubúskap, Fígging, Fyriskipan, Roknskap og Búskaparstýring ella Logistikk og Supply Chain Manage ment. Í løtuni er møguligt hjá føroyskum lesandi at taka sergreinirnar ‘Roknskapur og Búskaparstýring’ og ‘Fíggjarlig ráðgeving’ sum fjarlestur. Útbúgvingin verður boðin út av Århus Universitet og verður tú tá lesandi við Århus Universitet. Nýggjur flokkur skipaður við fjarlesturi fyri føroysk lesandi byrjar eftir ætlan í september 2016, hetta er treytað av at nóg nógv tekna seg. Les meira á heimasíðuni hjá Glasir, Marknagil fh.fo
PRÍSIR Fyri lærugreinina Vinnubúskap rinda lesandi kr. 9.000,Fyri lærugreinina Samfelagsbúskap rinda lesandi kr. 6.000,Fyri hvørja av lærugreinunum: Dátugreining, Vinnu lívs rætt, Háttalæru umframt vallærugreinirnar rinda lesandi kr. 3.000.Fyri verkætlan rinda lesandi kr. 6.000,Umframt hetta eru kostnaðir til tilfar (bøkur v.m.)
FÍGGJARBÚSKAPUR FÍGGJARBÚSKAPUR Dámar tær væl at arbeiða við tølum og búskapi er Fíggjar búskapur ein góður møguleiki. Útbúgvingin er hægri útbúgving skipað sum lestur fulla tíð í tvey ár. Fíggjarbúskapur er millum annað ætlað teimum, sum ynskja sær eina yrkisleið í banka, tryggingarfelagi, eftir løn arfelag, ognarsølu ella líknandi. Men útbúgvingin kann eisini nýtast innan mong onnur øki. Til ber at lesa víðari til bachelor ella professiónsbachelor. Undirvíst verður á føroyskum, men roknast kann við, at bæði danskt og enskt mál verður nýtt í sambandi við lesnað og próvtøkur. Fullur lestrarstuðul verður veittur teimum lesandi. Evnini á útbúgvingini eru: – Fíggjarligt virksemi og marknaður (20 ECTS) – Vinnubúskapur (15 ECTS) – Vinnulívsrættur(10 ECTS) – Samfelagsbúskapur (10 ECTS) – Hagfrøði og háttalæra (10 ECTS) – Kundasamband (5 ECTS) – Privatbúskapur (5 ECTS) – Samskifti (5 ECTS) SAMSTARV VIÐ CPH BUSINESS Í KEYPMANNAHAVN Glasir samstarvar við CPH Business í Keypmannahavn í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið Finansøkonom.
UNDIRVÍSING Undirvíst verður í flokki, har tú hevur dagligt samstarv við lesandi og undirvísarar. Tú skalt megna at nýta ástøðið í verki, og tí verður ofta arbeitt við verkligum uppgávum frá vinnulívinum tvørtur um faklig mørk. Hettar merkir eisini, at undirvísingin er sera fjølbroytt, og ymsir und irvísingarhættir verða nýttir. Á hvørjari lestrarhálvu verður arbeitt við nøkrum kravd um grundleggjandi evnum. FØRLEIKAR Málið er, at tann lesandi røkkur verkligum førleikum inn an økið, men eisini háttabundnar førleikar, so sum evni at lýsa ein trupulleika ella eina uppgávu og arbeiða við loysnini eftir skipaðum leisti, bæði í bólki og einsæris. UPPTØKA Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina í fíggjarbúskapi krevst, at umsøkjarin hevur lokið: gymnasiala miðnáms útbúgving, yrkisútbúgving innan handil og skrivstovu ella aðra viðkomandi yrkisútbúgving. Harafturat krevst at umsøkjari hevur staðið: enskt á C stigi og antin stødd frøði ella virkisbúskap/vinnubúskap á B stigi. Les meira á heimasíðuni hjá Glasir, Marknagil fh.fo
DIPLOMÚTBÚGVING Í LEIÐSLU Diplomútbúgving í leiðslu er fyri teg, ið hevur leiðsluábyrgd ella væntar at fáa leiðsluábyrgd. Útbúgvingin setir fokus á tína leiðslu og gevur tær møguleika at menna leiðslu førleikar við at sameina innlit í ástøði og leiðslu. Útbúgvingin er sett saman av 6 kravdum modulum, 3 valmodulum og høvðusuppgávu. Til ber at taka støk fak modul ella alla útbúgvingina. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur, undirvíst verður 2-4 dagar um mánaðin. Diplomútbúgvingin í leiðslu er javnsett við bachelor út búgvingar: Sum liður í útbúgvingini verða skemalagdir lestrardagar, har lesandi í lestrarbólkum arbeiða við ávísum evni ella taka samanum, tá undirvísingin hevur verið. Kravdar lærugreinir: - persólig leiðsla 1 og 2 - 10 ECTS - leiðsla og starvsfólk 1 og 2 - 10 ECTS - leiðsla og fyriskipan 1 og 2 - 10 ECTS Vallærugreinir: - 3 vallærugreinir - 5 ECTS - høvuðsuppgáva - 15 ECTS VALLÆRUGREINIR Glasir ger endaligt av, hvørjar vallærugreinir verða, men hetta verður í mest møguligan mun gjørt við atliti at tørvi og ynskjum hjá lesandi. Dømi um vallærugreinir eru: – Verkætlanarleiðsla – Búskaparlig leiðsla – Vitanar- og innovatiónsleiðsla – Strategisk leiðsla – Broytingarleiðsla – Leiðsla og coaching – Leiðsla av marknaðarførslu og uttanhýsis samskifti
UPPTØKA Upptøka krevur eina av hesum útbúgvingum: – styttri framhaldsútbúgving, t.d. marknaðarførslubúskap – akademiútbúgving – HD 1. part – bachelorútbúgving – ella tilsvarandi útbúgivng Somuleiðis verður kravt av umsøkjarin hevur í minsta lagi 2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir eftir at hava lokið viðkomandi útbúgving. Um umsøkjarin hevur førleikar, ið verða góðkendar at svara til upptøkutreytirnar, er møguleiki at vera tikin inn á útbúgvingina. Umsøkjarin skal skjalprógva førleikarnar og verður støða tikin til møguliga atgongd í hvørjum ein støkum føri. Les meira á heimasíðuni hjá Glasir, Marknagil fh.fo
PRÍSIR Fyri hvørja kravda lærugrein rinda lesandi kr. 11.000,Fyri hvørt valmodul rinda lesandi kr. 6.000,Fyri endaligu verkætlan rinda lesandi kr. 16.500,Samanlagt er kostnaðurin fyri kravd modul kr. 33.000,Samanlagt er kostnaðurin fyri valmodul og høvuðsuppgávu kr. 34.500,Umframt hetta eru kostnaðir til tilfar (bøkur v.m.)
BYGGITØKNINGUR Byggitøkningur er ein yrkisakademiútbúgving, sum tek ur 2 ár. Útbúgvingin miðar m.a. ímóti størvum í byggi vinnuni, hjá virkjum, ið framleiða byggitilfar ella t.d. hjá ráðgevandi arkitektum/verkfrøðingum, ella til fram halds lestur til Bachelorútbúgvingina, Byggifrøðing í Danmark. Útbúgvingin er á sama støði sum tann danska útbúgv ingin, byggetekniker. Glasir Smiðjugerð hevur tætt sam starv við VIA University í Horsens. Útbúgvingin er fyrsta 1 1/2 árið av bachelorútbúgvingini, byggifrøðing, ið umfatar 2 ára lesna aftrat. Av hesum tveimum árunum, er møguleiki at taka síðsta árið í Før oyum. Næstsíðsta hálvár eru næmingar í praktikk og síðsta hálvár er endaliga verkætlanin sum skal skrivast. Hetta kann gerast í Føroyum, har næmingar hava veg leiðara á Glasi. Próvtøkan fer fram í Føroyum, saman við donskum og føroyskum próvdómarum. UPPTØKA Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina sum byggitøknigur krevst, at umsøkjarin hevur lokið: gymnasiala miðnáms útbúgvin ella handverkaraútbúgving eitt nú húsasmiður, snikkari, múrari ella elektrikari. Les meira á heimasíðuni hjá Glasir, Smiðjugerð tst.fo
ÚTBÚGVINGAR Á 2. ÁRI Marknaðarførslubúskapur og Framleiðslutøkningur hava ikki upptøku á fyrsta ári í 2016, men til ber at søkja inn á 2. ár, um man frammanundan hevur tikið 1. ár.
Glasir Marknagil Janusargøta 2 100 Tórshavn Tel 31 71 77 postur@fh.fo fh.fo
Glasir Smiðjugerði Smiðjugerði 1 100 Tórshavn Tel 738050 tst@skulin.fo tst.fo