Skip to main content

Dagstovnurin á Hamrinum

Page 1

INFO Tlf. nr.: 32 20 03 Leiðarin lok 1, annikaw@torshavn.fo Ljósástova lok 2, daghamljos@torshavn.fo, 29 00 60 Glyvursstova lok 3, daghamglyv@torshavn.fo, 29 00 61 Rossástova lok 4, daghamross@torshavn.fo, 29 00 62 Reynsstova lok 5, daghamreyn@torshavn.fo, 29 00 63 Spírar lok 6, spirar@torshavn.fo, 29 00 64

Stovnurin letur upp kl. 7.30 og letur aftur kl. 17.00. Heimasíðan: dag-ham.fo Sjúka: Um barn tykkara er sjúkt, vinarliga boða frá. Stovnurin hevur ikki umstøður at taka ímóti sjúkum børnum.

At hava við: Tað er umráðandi at børnini hava klæði við, ið hóska til okkara skiftandi veðurlag. Vinarliga setið navn í klæðini. Vøggustovubørn skulu hava blæður við. Frá 7.30–9.30 er móttøka av børnum. Eftir hetta fer tað ætlaða og tað spontana virksemið í gongd. Tit eru vælkomin at koma eftir 9.30, tó er umráðandi, at tit boða frá á stovuni.

Vit bjóða: Børnini fáa frukt, mjólk og millummála hvønn dag. Hvønn síðsta mikudag í mánaðinum bjóðar stovnurin døgurða.

Góðan morgun og farvæl: Vit leggja stóran dent á at børn og foreldur verða væl móttikin um morgunin. Tað er umráðandi at tit foreldur geva tykkum tíð at siga farvæl við barnið.

dagstovnurin Á HAMRINUM


UM OKKUM

NÁMSFRØÐI

Dagstovnurin liggur mitt í einum hugvekjandi náttúruumhvørvi, har hagin og óslætta lendið, stimbra undir kropsligu menningina hjá barninum. Hetta umhvørvið er eisini innbjóðandi til spæl, fordjúpan og spennandi rannsóknarferðir. Veðrið er sera skiftandi og sansastimbrandi. Blómur, hagalyngur, grót, vatn, smákykt, seyðir, varðar og óendaliga nógv er her hjá børnunum at uppliva – eingin dagur er eins.

Hugburðurin handan okkara námsfrøðiliga arbeiði, er viðurkennandi námsfrøði, har børnini verða hoyrd, vird og sædd. Vit leggja stóran dent á tað jaliga samskiftið, tvs. at starvsfólk eru professionell, eru samstarvsviljað, eru opin og taka ábyrgd.

Innandura umhvørvið er innbjóðandi og avbjóðandi. Rúmini hava ymisk endamál, og hetta gevur børnunum nógvar ymiskar møguleikar til spæl. Á dagstovninum á Hamrinum eru 2 vøggustovur, Ljósástova og Glyvursstova. 2 barnagarðsstovur eru Rossástova og Reynsstova umframt Risastovu, har teir 6 ára gomlu Spírarnir húsast.

Dagstovnurin á Hamrinum er eitt „felagshús“, tvs. at børnini kunnu vitja og skapa vinabond á øllum stovum. Felagsverkætlanir, felagsverkstøð og sangløtur eru ein natúrligur partur gjøgnum árið. Somuleiðis leggja vit dent á inklusión, har vit síggja barnið frá sínum sterku síðum. Hetta merkir, at starvsfólk eru nærverandi og týðilig í sinum samskifti við barnið. Vit meta at øll børnini hava rætt til at verða partur av felagsskapinum, fáa vinabond og góð sambond á inkluderandi hátt.

Vit meta, at tað er ígjøgnum spæl, at nógva læringin hjá børnunum fer fram. Gjøgnum spæl styrkir barnið sínar sosialu førleikar, innlivingarevni, kreativu evni og lærir seg sjálvt betur at kenna, tvs. hetta er persónskapandi. Vit arbeiða miðvíst við tí skapandi tilgongdini, at børnini sleppa at úttrykkja seg og skapa á ymiskan hátt, og her á stovninum hava børnini atgongd til nógv ymiskt tilfar, ið stimbrar barnsins hug at skapa. Av og á hava vit kveikjandi ævintýrakendar „magiskar“ løtur, ið stimbra undir hugflogið hjá barninum.


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Dagstovnurin á Hamrinum by Nudlavirkið - Issuu