Orkuvinalig og rúmlig raðhús
Kom og fá eitt prát við okkum
Tel. 348900, heim@betri.fo
Yvirlitskort
Glasir Matvøruhandil Skúlin á Fløtum Dagstovnur
Musikkskúlin Matvøruhandil
Dagstovnur
Stóragerði
Køkur Capri háglans góðskukøkur. Stórt innbygt køliskáp, tveir ovnar, 80 cm induktiónskókiplátur og Quooker krani.
Orkuvinalig og rúmlig raðhús í Stóragerði Í einum av mest spennandi pørtunum av Havnini verða nøkur raðhús bygd í næstum. Húsini eru orkuvinalig, Henda verkætlanin hjá Eysturlon er innan fyri ringvegin, nær miðbýnum, og beint við matvøruhandilin Á, Bónus, Musikkskúlan, Skúlan á Fløtum, Glasir, dagstovnar o.a. Í alt verða 11 raðhús og tvíhús bygd í Stóragerði. Tey fyrstu verða liðug í 2018 og 2019. Raðhúsini verða 160 fermetrar í 2 hæddum, hava 4 kømur og eitt arbeiðsrúm.
innflytingarklár og í bestu góðsku. Til húsini hoyrir felagshús og felagsøki.
Kom og fá eitt prát við okkum Tel. 348900, heim@betri.fo
Bygd av einslistum Raðhúsini verða bygd eftir nýggjastu vitan og tøkni. Húsini eru ljós og livilig, orkuvinalig og løtt at halda. Dentur er lagdur á eitt gott heimalív og møguleika fyri samveru við onnur.
Vátrúm Tvey lekkur baðirúm við brúsu og anthrasit littum flísum.
Grovkøkur Grovkøkurin er innrættaður við Capri háglans køkselementum og parkettgólvi.
Innrætting: Ovara hædd
Innrætting: Niðara hædd
Felagsøkið og -húsið
Innrætting
Felagsøkið
Í niðaru hædd er: Inngongd, durur / gongd / trappugongd, hjúnarúm, baðirúm og 3 kømur.
Á felagsøkinum er spælipláss og felagshús.
Í ovaru hædd er: Trappupallur / sjónvarpskrókur, kamar / arbeiðsrúm, baðirúm, køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til stórt útigólv / svala, vásakøkur / tøknirúm. Uttanfyri er úthús / skúrur við el og vatni, og stóra og góða felagshúsið hóskar væl til ymisk størri og minni privat tiltøk.
Hvør húsaeigari fer at eiga 1/22 part í felags húsinum og felagsøkinum í Stóragerði. Felags húsið verður regluliga nýtt til felagstiltøk sum t.d. jólahald, garðdagar og føstulávint. Felags húsið kann brúkast til privattiltøk eftir avtalu við eigarafelagið. Hetta gevur góðan møguleika fyri felagslívi og størri privatum tiltøkum.
1. floks tilfar • Útveggirnir eru úr betongi, klæddir við timbri • Vindeygu alu uttan / træ innan, við trimum løgum av glasi • Betongdekk er millum hæddirnar • Parkettgólv og flísar í vátrúmunum • Innhurðarnar eru hvítar, massivar ljóðhurðar við fallgátt • Hitapumpan hevur ongan útipart og er bundin í luftskipanina, sum er í øllum rúmum • Gólvhiti í øllum rúmum
Vilt tú vita meira? Ring til Betri Heim á tel. 348900, heim@betri.fo
Myndir og upplýsingar í hesum faldara eru vegleiðandi. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.
Kom og fá eitt prát við okkum
Tel. 348900, heim@betri.fo