Skip to main content

Ársfrágreiðingin hjá Vága kommunu fyri 2018

Page 1

2018


Vága kommuna í 2018 Vága kommuna er fimtstørsta kommuna í landinum. Við árslok vóru vit beint oman fyri tvey túsund fólk. Vit kunnu við gleði staðfesta, at eftir rakár – sum fylgja­av tveimum búskapar­kreppum – stendur komm­­­un­an aftur í vøkstri. Samstundis sum Vága komm­­una spaku­­liga ernast, verða fleiri uppgávur, ið áður vóru hjá land­inum, lagdar út á kommunurnar. Hes­um upp­ gáv­unum lofta vit, og fyri at skipa arbeiðið betur, hevur bý­­ráðið m.a. avgjørt at seta kommunu­stjóra í starv. 2

Yvirskipaðu málini hjá núsitandi býráði: • At útvega nøktandi tal av grundstykkjum í kommununi. • Styrkja og menna eldraøkið. • Bøta og betra um skúlaviðurskiftini. • At hampa og rudda bygdirnar í kommununi. • At gera verkætlanir, sum eru ígongd, lidnar.


Stutt um virksemi og verkætlanir Grundstykkir

Útstykkingin við Olivarsveg og Dagmarsgøtu í Mið­ vági er liðug og grundstykkini verða nú seld. Arbeitt verður við at útvega fleiri grundstykkir við Stóraklett í Sandavági. Haraftrat er ráðgevingar­fyri­ tøka biðin um at gera uppskot til nýggja útstykking sunnan­vert Fossá. Býráðið hevur samskifti við Bústaðir um bygging av íbúðum í kommununi og í løtuni verður plan­erað til fimm íbúðir við Steigarbrekku í Sandavági. Ætlanin er, at Bústaðir somuleiðis skulu byggja heiman fyri Skaldaveg í Miðvági og har verða eisini nøkur grund­stykkir gjørd byggibúgvin. Á Heiðatrøðni er ein verkætlan við nýggjari út­stykk­ ing ávegis. Býráðið hevur heitt á Landsverk um at gera eina rundkoyring á Giljanesi, niðanfyri bóndagarðin í Eyðans­­stovuni, og hon verður nú prosjekterað.

Eldraøkið

Dagføringin av Heiminum á Sýnini hevur verið drúgv, men nú sæst endi á umbyggingini. Gongst sum ætlað, verður Heimið á Sýnini enda­liga liðugt í 2019. Høllin er loksins liðug og varð tikin í nýtslu til venjing­ ar í januar 2019. Øll búfólkini, sum vóru í Ivansa Húsi, fluttu aftur á Sýnina í juni 2018. Ivansa Hús verður nú nýtt til dagtilboð.

Seinasta árið hava fólk havt møguleika at koma til endur­menning og umlætting á nýggju endur­ menningar­deildini á Sýnini. Eini 60 fólk hava tikið av hesum tilboði higartil. Talið av eldri fólki økist í kommununi og tí er tað gleðiligt, at vit hava eina góða heimatænastu, ið kann lofta tørvinum á trivnaðartænastum. Heima­tænastan bjóðar eisini heimavitjanir til fólk, ið eru eldri enn 70 ár. Tað hevur stóran týdning fyri Heima­tænastuna at møta hesum fólkum, læra tey at kenna og harvið lýsa, hvør tørvurin er á eldratænastum í kommununi. Heimatænastan hevur í eina tíð arbeitt við einari royndarverkætlan um demens. Hetta arbeiðið er gjørt í samstarvi við demenstoymið á Lands­sjúkra­hús­ inum og kommunulæknarnar. Verk­ætlanin endar í summar.

Skúlaviðurskifti

Ætlanin er at innrætta nakrar serstovur í nýggja skúla­ num á Giljanesi. Eisini fer býráðið, saman við leiðslu skúlans, at arbeiða við ætlanum um víðari út­bygging av skúlanum. Býráðið hevur valt eina byggi­­nevnd at arbeiða við málinum.

Fríðkan o.a.

Loysn á kloakk viðurskiftunum. Býráðið arbeiðir við einari endaligari loysn av kloakk­ viðurskiftunum í kommununi. Nú verður kloakk­in, sum rennur út á Tormansbakka í Miðvági, løgd í leið­ ing og spillvatnið pumpað út um brimgarðin. Tá hetta arbeiðið er liðugt, verður farið undir at leggja kloakk­ irnar, sum renna í Stórá í Sandavági, í leiðingar út á sjógv við Tváttá. 3


Ferðslutrygd Kommunan arbeiðir saman við Landsverki um at bøta um trygdina hjá skúlabørnum. Landsverk er í holt við at breiðka gongubreytina millum Sandavág og skúlan, meðan kommunan fer at gera eina gongu­gøtu av Tvørgarði inn í Hús, so børnini kunna ganga og súkkla, har minni ferðsla er. Kommunan hevur asfalterað niðan í mold­dumpin í Vágadali. Eisini er ætlan at asfaltera Miðbrekku og part av Nýggjavegi í 2019. Tann parturin av Kálvalíð­ vegnum, sum hevur verið uppgrivin í eina tíð, verður nú hampa­ður. Garður verður laðaður fram við ovaru síðu. Nýggir ljóssteyrar vera settir upp ístaðin fyri teir gomlu træpelarnar. Kirkjugarðar Býráðið hevur samtykt at gera nýggjan kirkjugarð Úti á Bakka í Sandavági. Arbeitt verður við at fáa lendi til vega og at projektera verkætlanina. Í Mið­ vági er verkætlan ávegis við at víðka um kirkju­ garðin. Við Ósan í Miðvági Arbeiðið við at fríðka um økið við Ósan í Miðvági heldur á fram og verður væntandi liðugt í 2019. Gøtur, trappur og brúgvar verða hildin við líka og m.a. dagførd við ljósi. Miðstaðarøkið í Vatnsoyrum Í heyst varð farið undir fyrireikingar til eitt miðstaðar­ økið í Vatnsoyrum. Miðstaðarøkið skal eftir ætlan ligg­ja á økinum vestanfyri Torvgøtu og norðanfyri Oyraveg. Fyrireikingarnar halda fram í 2019. Vetrarfriðing Fyrireiking til vetrarfriðing er byrjað. Í fyrsta umfari 4

eru tingingar við Búnaðarstovuna um vetrar­­friðing av Vatnsoyrum. Sløkkiliðstøð Fyrst í desember 2018 flutti sløkkiliðið í gamla bygningin hjá arbeiðsfólkunum á Innaru Bryggju. Sløkkiliðs­menninir hava sjálvir innrættað nýggju brand­støðina. Eitt megnararbeiði, sum seinasta hond varð løgd á í januar 2019. Sløkkiliðið fer at bjóða almenninginum at síggja nýggju, flottu brandstøðina fyrsta dagin.

Nýtt vinnuligt virksemi

Nú eru ljósglottar at hóma, tá talan er um arbeiðs­ pláss í Vága kommunu. Í desember 2018 kom stásiliga uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna á Miðvág, og stór mannfjøld kom saman á bryggjuni at fagna skipinum. Eisini er fiskavirkið, sum hevur ligið stilt í nógv ár, júst latið upp aftur. Vága kommuna samstarvar við Vinnumálaráðið um at fáa til vega nýggjan umsitingarbygning til Sjó­ vinnu­stýrið, sum herfyri fyribils flutti til Havnar, orsakað av hølistrupulleikum.

Kommunan í tølum Arbeiðsloysi Talið á persónum í Vága kommunu, sum fáa stuðul úr ALS, kunnu nú næstan teljast á einari hond og tað er at fegnast um.


Lán og nettoskuld Niðanfyri sæst gongdin seinastu tíggju árini.

Ár

2009

2010

2011

2012

2013

2014

2015

2016

2017

2018

Lán mió. kr.

24,8

32,9

49,6

52,6

88,2

74,2

71,1

73,8

60,8

53,1

Nettoskuld

16,0

24,4

43,5

51,0

74,1

68,3

57,4

67,1

52,0

44.4

90 80 70 60 50 40 30 20 10 0

2009 2009

2010 2010

2011 2011

2012 2012

2013

Lán við viðárslok árslok Lán

2014

2015

2016

2017

2018

Nettoskuldárslok árslok Nettoskuld

5


Skattskyldug inntøka Samlaða skattskylduga inntøkan hjá borgarunum í kommununi, sum er vaksin støðugt seinastu árini, sum víst niðanfyri. Ár

2009

2010

2011

2012

2013

2014

2015

2016

2017

Mió. kr.

312,1

332,4

347,4

357,1

364,3

385,4

401,9

420,4

443,8

450 400 350 300 250 200 150 100 50 0

2009 2009

2010 2010

2011 2011

2012

2013

2014 2014

2015 2015

2016 2016

Skatturin verður endaliga uppgjørdur í oktober árið eftir, so tølini fyri 2018 kenna vit ikki enn. 6

2017 2017


Ársúrslitið Skattaprosentið: Býráðið hevur samtykt, at skatta­ prosentið í 2019 verður tað sama sum í 2018, nevni­ liga 22,0%.

Barnafrádrátturin í 2019 verður eisini tann sami sum í 2018, kr. 5.500,- fyri hvørt barnið.

Ár

2009

2010

2011

2012

2013

2014

2015

2016

2017

2018

2019

Mió. kr.

65,2

62,4

74,0

60,9

85,4

59,0

80,6

102,0

75,2

93,9

93,1

mett f.ætlan

120 100 80 60 40 20 0

2009 2009

2010 2010

2011 2012 2012 2013201320142014 2011 2015 2015 2016 2016 2017

2017 2018

2018 2019 7


Barnaansingin

unu. 81 í Sóljugarði og 99 í Miðgarði. Har­aftur­­at eru 45 børn úr 1. og 2. flokki í frítíðar­ansing í Smílikulluni. Í Skúlanum á Giljanesi ganga 320 børn.

Kommunan hevur í nógv ár nøktað tørvin á barna­ ansing. Hóast talan er um ein tungan fíggjarpost, er muna­dygg barnaansing ein sjálvsagdur lutur í einari kommunu í vøkstri.

Miðgarður, Sóljugarður og Skúlin á Giljanesi sam­ starva um at fyrireika tey 6 ára gomlu, so umskiftið frá barna­garði til skúla verður so smidligt sum gjørligt.

Í løtuni eru 180 børn í barnaansingini hjá Vága komm­

Útreiðslur til barnaansing Ár

2009

2010

2011

2012

2013

2014

2015

2016

2017

Mió. kr.

14,8

14,9

16,7

14,5

14,9

14,5

16,5

16,5

16,5

18 16 14 12 10 8 6 4 2 0 8

2009 2009

2010 2010

2011 2011

2012 2012

2013

2014

2015

2016

2017


Systkinafrádráttur

Tann sonevndi systkinafrádrátturin í barnaansingini varð í 2018 broyttur, soleiðis at hægsta foreldragjald fyri barnaansing er kr. 3.000,- uttan mun til, hvussu nógv børn, familjan hevur í ansing. Barnaverndartænastan í Vágum er ein tænasta, sum vit veita saman við Sørvágs kommunu. Barnaverndartænastan virkar væl, og veitir hjálp og stuðul til nógvar familjur. Í løtuni starvast 4 fólk hjá Barnaverndartænastuni í Vágum.

Ungdómshúsið

Ungdómshúsið heldur til í gomlu kommunuskriv­ stovuni í Miðvági. Síðani Ungdómshúsið flutti hagar, hava nógv fleiri ungdómar tikið av tilboðnum, enn áður. Ungdómshúsið er opið: Mánakvøld kl. 17:00-20:00 fyri næmingum úr 5. og 6. flokki. Mikukvøld kl. 19:00-22:00 fyri 7. flokki til 18 ár Leygarkvøld kl. 19:00-00:00 fyri 7. flokki til 18 ár. Virksemið í Ungdómshúsinum er skipað eftir, hvørjir aldursbólkar eru í húsinum. Komandi árið ætlar leiðsl­an at hugsavna seg meira um tey skapandi evnini hjá ungdóminum. Sum nakað nýtt, hava tey bjóðað Bláa Krossi at halda fyrilestur um alkohol. Ætlanin er eisini at fáa aðrar fyrilestra­haldarar at koma á gátt í 2019.

Mentanarøkið

Listastovan vann FMA2017 virðislønina fyri Ársins átak. Listastovan, sum húsast í gamla Salem í Mið­ vági, verður m.a. nýtt til málningalist fyri kvøldskúla 9


og listafólk í Vágum yvirhøvur. Eisini verða hølini brúkt til skeið og smáar konsertir.

Mentanarvika, Seinsummardagur og Føroya Vak­rasta Hálvmaraton #FVHM

Í august skipaði Visit Vagar, saman við nógvum góðum kreftum, fyri stóra tiltakinum Mentanar­vikan Vesturskin, sum við alskyns náttúru- og mentanar­ upplivingum, verkstovum, tónleiki og mati varpaði ljós á Vágar. Um sama mundið skipaði SÍF fyri Sein­ summardegnum í Sandavági, meðan Ítrótta­felagið Frælsi skipaði fyri Føroya Vakrasta Hálv­maraton #FVHM.

Umhvørvisplássið

Upplatingartíðirnar eru hesar: Týsdag til fríggjadag kl. 16:00-18:00 Leygardag kl. 14:00-16:00 Upplatingartíðirnar síggjast eisini á heimasíðuni og í IRF kalendaranum.

10

Býráðið í Vága kommunu

Virksemið í 2018 Fundir Viðgjørd mál Býráðið 15 130 Fíggjarnevndin 15 127 Tekniska nevnd 15 169 Mentanar- og trivnaðarnevndin 12 88 Vinnu- og havnanevndin 10 21

Kommunuskrivstovan

Avgreiðslutíðirnar á kommunuskrivstovuni eru: Mánadag til fríggjadag frá kl. 10:00-12:00 og 13:00-15:00. Til ber at kunna seg um kommununa á heimasíðuni www.vaga.fo. Fólk eru eisini væl­komin at venda sær til býráðsskrivstovuna við spurningum.

Vegna býráðið í Vága kommunu Eyðdis H. Niclasen, borgarstjóri


Býráðslimir

Rósa Samuelsen Varaborgarstjóri

Dánjal Thomsen Býráðslimur

Dagbjørn Hansen Býráðslimur og formaður í Teknisku nevnd

Jonhard Joensen Býráðslimur

Albert Ellefsen Býráðslimur og formaður í Mentanar- og Trivnaðarnevndini

Jórun S. Haraldsen Býráðslimur

Heðin Poulsen Býráðslimur og formaður í Vinnu- og Havnanevndini

Dánial Johansen Býráðslimur

Jens Gaardlykke Býráðslimur

Jóhannis Joensen Býráðslimur 11


Hammersheimbsvegur 1 // FO-360 Sandavรกgur

12

Tel +298 332 470 // Fax +298 333 470 // vk@vaga.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Ársfrágreiðingin hjá Vága kommunu fyri 2018 by Nudlavirkið - Issuu