Skip to main content

Magni Arge - Nøkur hjartamál

Page 1

X við E

MAGNI Arge Nøkur hjartamál


Viðurkenning sum tjóð Føroyingar eiga Føroyar og skulu taka ábyrgd av egnum landi. Vit eru vaksin úr heimastýrislógini og hava tørv á limakortinum í ST til at virka á jøvnum føti við onnur lond og í altjóða felagsskapum. Næsta stigið kann gerast frælsur felagsskapur, sum íslendingar fingu í 1918.

Búskaparligt sjálvræði Blokkurin skal minkast burtur, samstundis sum vit skapa størri búskaparvøkstur, so búskapurin verður sjálvberandi. Eitt boð er at minka blokkin niður í helvt fram til 2030. Hann er bara 3 prosent av BTÚ nú, so vit skapa sjálv 97 prosent av samfelagsvirðunum.

Loftrúm og yvirtøkur Loftrúmið skal gerast okkara, so vit fáa inntøkurnar av tí og innlit í virksemið á føroyskum øki. Vit fara undir tingingar um at yvirtaka loftrúmið og fáa limaskap í evropeiska loftferðslusamstarvinum. Fyrireikað verður eisini at yvirtaka løgreglu og rættarskipan.

Burðardygt tilfeingi Náttúrutilfeingið í havinum, ogn Føroya fólks, skal umsitast við burðardyggum umistingarætlanum, sum tryggja komandi ættarliðum sama gagn sum okkum. Sami leistur verður galdandi fyri framleiðslu á firðum og landi. Burðardyggu heimsmálini skulu vit taka til okkum.

Framfýsin vinnumenning Landið skal stuðla upp undir nýggjar vinnuspírar og spyrja eftir føroyskum loysnum. Til 2030 virðisøkja vit sjófeingið og vaksa útflutningin úr 8 upp í 11 milliardir, menna KT sum útflutningsvøru úr 100 upp í 600 mió. kr. og vaksa inntøkurnar frá vinnuferðavinnu úr 400 mió. kr. upp 1 millard.

Frá olju til grøna orku Føroyar skulu leggja um frá olju til varandi orkukeldur. Almennir bygningar skulu brúka varandi orku, og húsarhald skulu eggjast til at leggja um við lagaligum treytum. Stóru virkini og SEV skulu samstarva um burðardygga orkuveiting.


Vælferðarstørv stimbrast Okkum vantar arbeiðsmegi til eldrarøkt, barnamenning og heilsubata, og nú vit verða eldri og fleiri, mugu átøk fremjast beinanvegin. Tjóðveldi setir 50 mió. kr. av at stimbra vælferðarstørvini til tess at lyfta lægstu lønirnar, styrkja fakini og bøta um arbeiðsumhvørvið.

Bíligari og fleiri bústaðir Bústaðarneyðin í samfelagnum skal basast. At hava eitt heim er ein rættur og ikki bara ein dreymur. Bústaðir skulu byggjast kring landið, eisini har bankarnir ikki vilja vera við. Byggjast skulu m.a. lutaíbúðir, leiguíbúðir, lestraríbúðir og eldraíbúðir.

Kommunulækna til øll Kommunulæknaskipanin skal mennast, so øll fáa egnan kommunulækna. Rekrutteringin skal gerast betri, so arbeiðsbyrðan minkar, og fólk fáa ein kommunulækna, sum kennir tey og fylgir teimum og familjuni. Landslæknaembætið verður yvirtikið.

Virkin ellisár Vit gerast støðugt eldri og kunnu vera virkin longri enn fyrr. Pensjónistar skulu kunna arbeiða, um teir vilja tað og hava møguleika fyri tí. Markið fyri mótrokningini í pensjónini skal hækkast. Smærri eindir við eldraíbúðum skulu byggjast í grannaløgum við barnafamiljum.

Málið er samleikin Tøkniøldin setir føroyskt mál undir stórt trýst. Játtanir til mentan og list skulu økjast, harímillum játtanir til týðaragrunn, miðlagrunn og filmsgrunn. Ein ætlan skal gerast fyri at styrkja føroyskt á øllum pallum og í fólkaskúla og miðnámsskúla.

Góður skúli og gransking Tann góði skúlin alir fram virðismiklasta tilfeingið í landinum. Børnini í yngru flokkunum skulu hava bestu umstøður, tí har verður grundin løgd undir menningini. Bæði akademisk og vinnulig gransking skal stimbrast og økjast.


X við E

SAMAN MEGNA VIT ALT!


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Magni Arge - Nøkur hjartamál by Nudlavirkið - Issuu