STJÓRA PROFILUR Kommunustjóri til Runavíkar kommunu
INNIHALD Inngangur
3
Um Runavíkar kommunu
4
Starvið sum kommunustjóri
5
Førleikakrøv til kommunustjóran 6 Løn og setan
7
Umsókn og upplýsingar
7
Setanartilgongdin
7
Tá starvið er sett
7
Inngangur Runavíkar kommuna fer at seta kommunu stjóra í starv, og talan er um eitt tignarligt og avbjóðandi starv, sum er leyst at søkja. Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt eina styttri miðlalýsing um starvið, og eisini hendan stjóraprofilin, sum er ein lýsing av, hvat starvið inniber, og hvørjar væntanir kom munan hevur um førleikar og royndir hjá umsøkjarum. Stjóraprofilurin verður nýttur sum grundar lag undir viðgerðini av umsóknum, og enda málið við stjóraprofilinum er, at væntanir hjá Runavíkar kommunu og umsøkjarum hóska so væl saman, sum til ber. Harumframt leggur kommunan dent á, at umsøkjarar og kommunan hava felags fatan av starvinum, soleiðis at tað ber til fáa eina væleydnaða setan. Fyri at geva umsøkjarum so gott grundarlag, sum til ber, hevur kommunan eisini gjørt eina yvirskipaða lýsing av Runavíkar kommunu.
4
5
Um Runavíkar kommunu
munan fyrireikar seg til útbygingar á skúlaog dagstovnaøkinum.
Runavíkar kommuna er umfevnandi felags ognin hjá íbúgvunum. Víddin er stór, og í 15 bygdum – úr Æðuvík norður til F unnings – búleikast á leið 4.400 borgarar. Sum trið størsta kommunan í landinum liggur Runa víkar kommuna miðskeiðis ímillum tær báðar størstu – Klaksvíkar og Tórshavnar kommunur.
Útstykkingar ymsarstaðni standa búnar til at taka ímóti fólkavøkstri. Skúlar og dagstovnar hava høga raðfesting í kommununi, og íløgur eru seinnu árini gjørdar í møguleikar hjá ungdóminum at skipa sín egna trivnað. Eitt virkið handilslív er eitt annað eyðkenni, og flestu stovnar, neyðugir í gerandisdegnum, eru í økinum.
Fjøltáttaða vinnulívið í kommununi hevur stóran týdning, fólkatalið er vaksandi, og kommu nan skal til eina og hvørja tíð vera til reiðar at møta avbjóðingum, sum koma. Havnarøkið er víðfevnt og virkið, mentanar- og ítróttarøkið verður alsamt ment, og kom
Apotek, kommunulæknar, matstovur, gist ingar hús, bankar, sýslumaður, kram búðir, rúsdrekkasøla, íðkanarstovur, tænastuvirkir á flestu økjum, skipasmiðja, fornminnissøvn, kirkjur, samkomur og mangt annað. Tvær 6
tær størstu íløgurnar, sum gjørdar verða í løtuni, eru svimjihøllin og Fjøruvegurin, ið er ein felagsverkætlan hjá landi og kommunu.
Umframt føstu nevndirnar eru staðbundnar nevndir fyri Oyndarfjørð, Elduvík/Funnings fjørð, Skála/Skálafjørð og Funning. Í miðfyri siting ini hjá Runavíkar kommunu eru 17 starvs fólk, og samanlagt starvast umleið 250 starvs fólk hjá Runavíkar kommunu og á stovn um, sum kommunan varðar av. Bygnaðurin í kommununi er samansettur av fíggjardeild, borgaratænastu, teknisku deild, og mentanar- og trivnaðardeild.
Síðan Eysturoyartunnilin lat upp fyri almenn ari ferðslu stutt fyri jól í 2020, er Runavíkar kommuna infrastruktuelt komin at liggja í miðjum Føroyum, og tað í sær sjálvum gevur økinum bæði avbjóðingar og møguleikar. Býráðið, sum hevur 11 býráðslimir, er o vasti myndugleiki í kommununi. Politiska arbeiðið er skipað gjøgnum 7 fastar nevndir. Hesar eru fíggjarnevndin, byggi- og býarskipanar nevndin, vinnu- og havnarnevndin, ítróttar nevndin, tøkni- og umhvørvisnevndin, trivn aðarnevndin og mentanarnevndin.
Nærri upplýsingar um kommununa eru at finna á heimasíðunu runavik.fo
7
Starvið sum kommunustjóri Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum og sum leiðari fyri miðfyrisitingini í Runa víkar kommunu, beint undir borgar stjóra num. Kommunustjórin stuðlar bý ráð num í síni dagsskrá, og tí skal kommunustjórin megna at halda visiónir og møguleikar í mið deplinum í samstarvi við borgarar og vinnulív í kommununi. Kommunustjórin hevur eisini ábyrgd ina av samstarvinum og samskiftinum millum polit iska og fyrisitingarliga myndugleikan. Tí er týdningarmikið, at kommunustjórin dugir at leiða leiðslubólkin og at skipað greiða og skyn sama miðling, sum kann skapa samfesti fyri miðfyrisitingina og Runavíkar kommunu sum heild.
Týdningarmiklastu uppgávurnar hjá kommunustjóranum eru at: • tryggja, at miðfyrisitingin kann veita polit isku skipanini professionella og fakliga ráð geving á hægsta stigi • tryggja, at kommunan hevur eina fullgóða fíggjarstýring • tryggja, at leiðslubólkurin virkar sum ein sam skipandi, savnað og strategiskt hugs andi eind • tryggja, at starvsfólkaviðurskiftini í allari kom mununi eru væl skipað, soleiðis at starvs fólkini alsamt kunnu trívast og mennast • menna kommununa sum eitt gott og virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum, greiðum málum og krøvum um úrslit • tryggja, at miðfyrisitingin er før fyri at veita øllum borgarum og vinnulívi í kommununi dygdargóða tænastu og samstarv • tryggja at kommunan fyrisitingarliga og tænastuliga livir upp til lógarkrøv og fyri sitingarligar karmar, sum eru løgd fyri kom mununa
8
Kommunustjórin hevur eisini hesar ábyrgdir: • at vera næsti ráðgevi hjá og býráðnum, her undir ráðgeving innan lóggávu og fyri sit ingarligar karmar • at standa fyri yvirskipaðu leiðsluni av allari organisatiónini og tryggja sjónlig mál og virði á øllum økjum • at tryggja, at politiskar avgerðir verða fram dar • at hjálpa borgarstjóranum og býráðnum í leiklutinum sum kommununar umboð út eftir • at umboða kommununa í samstørvum, nevndararbeiði o.ø. í sambondum við land, kommunur, vinarbýarsambond o.a. • at tryggja, at kommunan er opin, og at lurtað verður eftir, borgarum, vinnuni, umheiminum og aktuellum kommunalum áhugamálum • at tryggja áhaldandi gjøgnumskygni og samstarva um aktuel kommunal áhugamál • at seta í verk nýggja lóggávu, politisk mál og politiskar avgerðir annars • at tryggja, at miðfyrisitingin er tilvitað um góðsku og tilfeingi, herundir at hon er sinnað at betra arbeiðshættir
9
Førleikakrøv til komunustjóran Umsøkjarar til starvið verða mettir eftir fak ligum, leiðsluligum og persónligum før leikum.
Fakligir førleikar • viðkomandi útbúgving frá hægri læru stovni ella aðra viðkomandi útbúgving saman við royndum • viðkomandi royndir sum leiðari og góð evni at leiða • royndir í at arbeiða í einum politiskum umhvørvi • kunnleiki til almenna fyrisiting og dugir fyrisitingarliga handverkið holla vitan, gott yvirlit og góð fíggjarlig og analytisk evni, tá ræður um kommunal viðurskifti • innlit í og førleikar til at seta seg inn í lógir og reglur á kommunala økinum • kunnleiki til kommununa og kommunal viðurskifti • gott innlit í samfelagsviðurskiftini í Før oyum í breiðum høpi • dugir væl at samskifta og málbera teg á føroyskum í skrift og talu
10
Leiðsluførleikar
Persónligir førleikar
Ynskiligt er at kommunustjórin hevur flest allar av hesum eginleikum.
Kommunustjórin hevur í yrkinum nógv sam skifti og samstarv við onnur fólk, og tí eru persónligu eginleikarnir týdningarmiklir.
Væntað verður, at tú:
Væntað verður, at tú:
• dugir at fanga og senda signal uppeftir og niðureftir við rætta frekvensinum
• ert jalig/-ur og siðilig/-ur og vísir øðrum álit, eisini tá hart leikar á
• dugir at svara spurningum frá borgarum, vinnulívi og miðlum í góðum samanspæli við borgarstjóran
• ert tignarlig/-ur, reiðilig/-ur og megnar at umboða kommununa á ein góðan hátt
• ert ein góður ráðgevi hjá borgarstjóranum og politisku skipanini sum heild
• dugir væl at loysa ósemjur og vinna tær virðing
• tryggjar, at borgarstjóri og politikarar fáa kunning um, hvat gongur fyri seg
• megnar at standa trygt og týðiliga fram mitt í øllum avbjóðingunum
• dugir at fremja politiska viljan í verki
• ert ein, sum onnur vilja vera saman við og hava virðing fyri
• hevur natúrligan myndugleika, jaligan at burð og hevur týðiligan leiðarasamleika
• hevur eina útstráling, sum fær fólk at ganga aftaná, og at ongin ivi er um, hvør stýrir
• ert ein góður liðleiðari, sum kann fremja gott og jaligt samstarv í leiðslubólkinum
• dugir væl at lurta
• dugir at býta arbeiði, og at leiða saman við og gjøgnum aðrar leiðarar
• dugir væl at miðla og dámar tætt sam skifti við politikarar, starvsfólk o.o.
• kanst seta teg við borðendan, tá ið tørvur er á tí, og tekur tær avgerðir, ið skulu takast
• megnar at umboða kommununa á ein góðan hátt
• ert stjóri fyri allari kommununi, og tí sjón lig/-ur fyri øllum • dugir at lurta, inspirera og eggja til ný hugsan • ert treyst/-ur og letur teg ikki lættliga taka av fótum av atfinningum
11
Løn og setan Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 1. mai 2024, ella skjótast gjørligt eftir het ta. Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastu manna felag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Stjórasátt máli verður gjørdur.
Umsókn og upplýsingar Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum við komandi skjølum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 25. februar 2024. Søk starvið umvegis leinkið runavik.fo/leys-storv
Áhugaðir umsøkjarar, ið vilja hava fleiri upp lýsingar um starvið, kunnu seta seg í sam band við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra á 237015. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Runa víkar kommunu runavik.fo
12
Setanartilgongdin Tá umsóknarfreistin er farin, verður ein setanarbólkur settur at meta um umsøkjarar og at gera tilmæli um setanina. Setanartil gongdin verður skipað á tann hátt, at seta narbólkurin velur nakrar umsøkjarar til fyrstu samrøðu. Eftir fyrstu samrøðu verður mett um, hvørjir umsøkjarar skulu koma til aðru samrøðu. Teir umsøkjarar, ið koma til aðru samrøðu, skulu áðrenn samrøðuna taka eina test, har dentur verður lagdur á leiðslu og persónligar eginleikar. Úrslitini frá testini verða gjøgnum gingin saman við umsøkjaranum, áðrenn tey verða løgd fram fyri setanar bólkinum. Um neyðugt, kann talan verða um fleiri samrøður. Tá setanarbólkurin er liðugur við sítt til mæli, verður tilmælið fyrst viðgjørt í fíggjar nevndini og síðani í Runavíkar býráð, sum tekur avgerð um setanina.
Tá starvið er sett Tvær uppfylgjandi samrøður verða gjørdar innan eitt ár. Tann fyrra innan fimm mánaðir og tann seinna innan eitt ár í starvi.
13