TRYGGJAR, ENDURBØTIR OG STYRKIR
Náttúran er grundarlagið undir triv
og vinnu í Føroyum. Aldarinnar brú
hevur tó sett síni spor. Lendisbati ve
hjálpandi hond, har tørvur er á tí o
staðar. Við breiðum samstarvi og s
grundarlagi tryggjar Lendisbati, at
av sliti verður endurbøtt og gjørd m móti veðurlagsbroytingum. Á tann
djóralívinum og plantulívinum ein t
samstundis sum vit betra um vælve Trívist náttúran, trívast vit øll.
vnaði, heilsu
úk av náttúruni
eitir eina
og vilji er til
sterkum fakligum
t náttúra merkt
mótstøðufør, m.a. hátt geva vit
tryggari grundvøll,
eruna hjá fólki.
LENDISBATI TRYGGJAR, ENDURBØTIR OG STYRKIR Føroyska náttúran er viðbrekin. Leivdir av torvskurði síggjast sum sár í lendinum og jarðriv eru ein vanlig sjón. Harðbalna veðurlagið ger somuleiðis, at lendið er undir áhaldandi trýsti. Hóast vit menniskju altíð hava verið tætt tongd at náttúruni, hava vit ikki sýnt virðing og havt fyrilit fyri, hvat náttúrutilfeingið tolir. Djóralív og plantulív eru í vanda, tí menniskjaliga virksemið ofta ikki tekur atlit at náttúruni. Eisini eru veðurlagsbroytingar eitt varandi fyribrigdi og trýstið á náttúruna hevur tí ongantíð verið størri, enn tað er nú. Endamálið við átøkunum hjá Lendisbata er at bøta um hesi náttúruviðurskifti. Lendisbati er ein verkætlan hjá Tjóðsavninum, ið fremur endurbøtandi átøk í føroysku náttúruni. Høvuðsátøkini verða m.a. at fyribyrgja jarðrivi, bøta um lívmargfeldið og endurbøta vátlendi til frama fyri kolevnisupptøku. LENDISBATAØKI OG BØNDURNIR Lendisbati hevur ábyrgd av økjum kring alt landið, har endurbøtandi átøk verða framd saman við óðalsbóndum og festibóndum og øðrum jarðareigarum. Átøkini eru eitt tilboð til bøndurnar og aðrar jarðareigarar, sum sjálvbodnir leggja lendi til átøkini. Øll átøk verða gjørd í tøttum samstarvi við bøndurnar, sum kenna øki teirra best og tí kunnu koma við góðum ráðum og í fleiri førum beinleiðis luttaka í arbeiðinum. FRAMTÍÐIN VIÐ LENDISBATA Tá gróðurin bøtist í haganum, hækkar lívfrøðiliga margfeldið, tí økini vaksa, har plantulív og fuglalív trívast. Somuleiðis gerst jørðildið sterkari, røturnar halda moldini fastari og forða fyri jarðrivi. Varðveita og endurbøta vit vátlendi, tryggja vit, at kolevni verður verandi í vátlendunum, somuleiðis sum kol evnis upptøkan byrjar spakuliga av nýggjum í endurbøttu lendunum. Verður lendið bøtt, verður jørðildið styrkt. Soleiðis kann náttúran vera við til at minka um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum.
Framtíðar veðurvánir siga heitari veðurlag við meira avfalli, skýggjum og helst eisini harðari vindi. Sameina vit tað við longu harðbalna umhvørvið á fjallatindunum, ber til at ímynda sær einar ógvuliga øðrvísi Føroyar í framtíðini. Avleiðingarnar kunnu verða m.a. fleiri berar fjallasíður uttan gróður og lív.
Mynd: Svenn Eysturtún Olsen
ÁTAKSØKI
1 BØTA VÁTLENDI TIL FRAMA FYRI KOLEVNISBINDING Vátlendi eru størstu kolevnisgoymslur í Føroyum. Nógva torvið, sum er brent ígjøgnum tíðirnar, hevur verið við til at gera veðurlagskreppuna verri. Hóast torv ikki verður skorið longur, eru hesar heiðar so mikið illa fyri í dag, at tær fram vegis lata út vakstrarhúsgassir. Sama er galdandi fyri drenað vátlendi.
Lendisbati fer at endurskapa upprunaligar vistskipanir við sermerktum lívmargfeldi. Hetta verður m.a. gjørt við at tippa veitir og lata hyljar standa við vatni. Tá steðga vátlendi við at lata út veðurlagsgassir og natúrliga kolevnistupptøkan byrjar av nýggjum. Hetta merkir, at CO2 verður tikið úr luftini og goymt í mógvinum. Torvið eigur lívið í føroyingum, varð sagt. Nú skulu vit lata náttúruni aftur tað, ið hon hevur givið okkum.
2 BØTA BER LENDI TIL FRAMA FYRI JØRÐILDI Oyðin lendi og fjallaøki skulu endurplantast. Verður vøkstur endurplantaður í økini, fara planturøturnar at kunna binda moldina og á tann hátt styrkja jørðildið. Soleiðis kunnu jarð riv fyribyrgjast og forðast kann fyri, at hvassur vindur fýkur avstað við lendinum. Verður føroyskur upprunavøkstur endur plantaður, bøta vit um lívmargfeldið og føroyska náttúran gerst meira mótstøðufør móti trýsti. Tess størri øki verða endurplantað, tess betur er tað fyri kolevnisjavnvágina. Á vinstru myndini er føroyskt lendi í 300 m hædd, og til samanbering er norskt lendi á sama breiddarstigi, í 1000 m hædd. Helst eigur føroyska lendið at liggja ímillum hesar báðar støðurnar.
3 BØTA HEIÐALENDI TIL FRAMA FYRI LÍVMARGFELDI Skal náttúran í Føroyum verða endurbøtt og styrkt, er alneyðugt, at lívmargfeldið er so fjølbroytt sum umhvørvið kann loyva. Ein fjølbroytt náttúra stendur sterkari móti um hvørvisbroytingum. Tí fer Lendisbati at arbeiða við at bøta lívmargfeldið í høgunum, eitt nú har graslendi í stóran mun hevur tikið yvir og fáar blómuplantur eru at síggja. 4 NÁTTÚRUFRIÐLENDI TIL FRAMA FYRI NÁTTÚRUNA Partur av virkseminum hjá Lendisbata er at samstarva við jarðareigarar og festarar um tiltøk, ið kunnu styrkja og varðveita føroyska náttúrumargfeldið. Lendisbati vil tí stuðla skipanum av náttúrufriðaðum økjum, til gagns fyri djóralívi og plantulívi – ikki minst fyri at geva fólki møguleika at uppliva meira upprunanáttúru í Føroyum.
HVÍ GERA ÍLØGUR Í FØROYSKU NÁTTÚRUNA? Gera vit náttúruíløgur í Føroyum, raðfesta vit føroysku náttúruna og kunnu eygleiða broytingar og menningina av náttúruni. Tað tryggjar eina betri, burðardyggari framtíð fyri okkum øll og skapar eina javnvág millum fría náttúru og menniskjaliga gagnnýtslu. Við teimum átøkunum, sum Lendisbati fremur, verður føroyska náttúran styrkt, og soleiðis brynja vit Føroyar móti veðurlagsbroytingum. Er náttúran meira fjølbroytt og gróð rarmikil, virkar hon sum ein natúrlig loysn móti avleiðingunum av hesum broytingum.
Myndin vísir eitt øki ovast á Kunoynni, har seyður ikki sleppur framat. Gróðurin hevur helst verið órørdur í fleiri túsund ár.
NATÚRLIGAR LOYSNIR FRAMUM MANNAGJØRDAR LOYSNIR Lendisbati vil nýta væl virkandi vistskipanir sum eitt natúrligt amboð at minka ávirkan av veðurlagsbroytingum. Nýta vit tilfeingið, sum náttúran sjálv hevur fingið til vega, har tað er hóskandi, kunnu vit vænta nógv minni útreiðslur, enn um vit brúka mannagjørdar loysnir. Náttúran hevur gjøgnum fleiri túsund ár lagað seg til eitt skiftandi umhvørvi, og hevur tí sítt boð uppá fyribyrging av m.a. dálking og útláti. Tí eiga vit at røkja vistskipanir, soleiðis at tær kunnu arbeiða saman við okkum.
LENDISBATAØKI Lendisbati hevur ábyrgd av økjum kring alt landið, har endur bøtandi átøk verða framd saman við bóndum og jarðareigarum. Lendini eru ymisk í vavi og flestu lendissløgini eru tí um boðað á hvørjum øki. Hetta gevur møgu leika fyri at menna vitan innan ymisk náttúru øki í Føroyum, eitt nú gras lendi, vát lendi og heiðalendi.
LENDISBATASAMSTARV Føroyar hava eina serstaka náttúru, sum hevur lagað seg til føroyska veðurlagið. Tí er tað serliga umráðandi at kanna, hvussu náttúran í Føroyum er fyri, hvørji landsløg, plantusløg og djórasløg eru, og hvussu tey trívast. Soleiðis kunnu endurbøtingarátøkini mennast so neyvt sum gjørligt. Hetta krevur staðbundna vitan, ráðgeving frá serfrøðingum, neyvt eftirlit og skráseting, sum skal brúkast til at eygleiða og eftirmeta átøkini. Í allari tilgongdini fer Lendisbati at granska í átøkunum, sum gjørd verða, og soleiðis fáa greiðu á, hvørjar mannagongdir hóska best til hvørji átøk. Við tíðini fer náttúruvitan um Føroyar at verða uppbygd og øll kunnu fáa gleði av henni.
Myndin til vinstru er av haga, har seyður gongur, meðan myndin til høgru vísir eitt øki, har seyður ongantíð hevur gingið.
BURÐARDYGG MENNINGARMÁL Í okkara grannalondum verður nógv gjørt fyri at verja og fyribyrgja náttúruoyðing. Lendisbati er fyrsta átak av sínum slagi í Føroyum. Sameindu Tjóðir hava kunngjørt, at komandi tíggjuáraskeiðið verður varpað ljós á endurbøting av skaddum vistskipanum. Tey meta, at endurbøting av vistskipanum kann tálma veður lagskreppuni og stuðla undir varðveitslu av náttúrligum vatn goymslum og lívfrøðiligum margfeldi. Menningarmál nr. 14 og 15 snúgva seg um at verja lív í havinum og á landi. Í 15. menningarmálinum er m.a. ásett, at londini skulu gera sítt til at røkja vistskipanir, steðga minking av lívmargfeldi og at brúka náttúruna burðardygt í samsvari við altjóða avtalur. Lendisbati er eitt beinleiðis stig at røkka hesum málum. Vit arbeiða við náttúruøkjum, sum er alneyðugt, um hini menningarmálini skulu røkkast.
STUÐLAR Tað ber til at stuðla Lendisbata fíggjarliga og soleiðis verða við til at tryggja náttúruni bestu karmar. Allur stuðulin til Lendisbata fer til fígging av endurbøtandi átøkum, arbeiðs megi, ráðgeving frá bóndum og øðrum serfrøðingum, tilfar til endurbøting o.a. Stuðlar tú Lendisbata, ert tú við til at skapa betri umstøður hjá lívmargfeldinum í føroysku náttúruni. Í allari tilgongdini kanst tú fylgja við, gera mun og síggja tann munin við egnum eygum. Tú stuðlar einum náttúruátaki í Føroyum til frama fyri alt lív og til gleði fyri øll menniskju. Tú tryggjar komandi ættarliðum eina tryggari framtíð, gevur teimum møguleika at uppliva eina sterka upprunanáttúru í Føroyum. Við tíðini fer kolevnið at binda seg aftur í lendini og kolevnisupptøkan fer at hækka. Soleiðis ert tú eisini við til at minka um títt útlát og harvið gera eina íløgu í eina burðardyggari framtíð.
Er áhugi fyri samstarvi ella hava tit spurningar, ber til at seta seg í samband við Kolbrún í Haraldsstovu, leiðara á plantudeild Tjóðsavnsins kolbrun@savn.fo
ein verkætlan hjá Tjóðsavninum
TRÍVIST NÁTTÚRAN, TRÍVAST VIT ØLL Hvønn dag taka vit náttúruna upp í alt, sum vit gera. Tað eigur tí at vera ein felags ábyrgd at fremja átøk, sum raðfesta og fáa náttúruna at trívast. Lendisbati er til reiðar at gera okkara saman við jarðar eigarum og festarum. Vit hava breitt samstarv við bøndur, sum síggja ágóðarnar og fyrimunirnar við átøkunum. Hetta eru átøk, sum krevja nógvar hendur, og tað er eisini soleiðis Lendisbati vil arbeiða – saman um náttúruna.
Kúrdalsvegur 15, FO-188 Hoyvík Tlf. 340500 tjodsavnid.fo