ADHD hjá børnum
Hvat er ADHD? ADHD stendur fyri „Attention deficit Hyperactivity Disorder“, og er eitt atferðarog uppmerksemisórógv. Onnur heiti, sum hava verið nýtt um ADHD, eru DAMP (Deficits in Attention, Motor control and Perception) og Hyperkinetiskt syndrom. Børn við ADHD hava serligar trupulleikar við uppmerksemi, bindindi og sosialari atferð. Tey eru hyperaktiv, verða skjótt avleidd og hava motoriskar trupulleikar í størri og minni
mun. Tey eru órólig, impulsiv, og tey kenna seg ørkymlað. Hetta kann í summum førum gera, at tey hava trupult við at virka sosialt, og atferðin verður merkt av manglandi forstáilsi fyri hvørjar avleiðingar, teirra gerðir kunnu hava. Ein lítil bólkur av teimum við ADHD kunnu hava hábrøgd, oftast við hálsin ella akslarnar, tvangstankar og tvangsgerðir. Epilepsi og autisma síggjast hendingaferð saman við ADHD. Danskar og aðrar útlendskar kanningar vísa, at 3–5 % av øllum børnum hava ADHD í ymiskan mun og á ymiskum stigum.
Hvat er ADHD felagið? Hitt onnur, sum kenna til ADHD í gerandisdegnum og skapa eitt netverk, sum kann stuðla og ráðgeva. ADHD-felagið er eitt felag fyri fólk við ADHD og teirra avvarðandi. Tit kunna skriva til adhdfelag@gmail. com, adhd.fo og á facebook adhd-felagið.
Atferðarmynstur hjá børnum við ADHD: høgt virkisstig trupulleikar við at sita still í longri tíð ófriður og órógv trupulleikar við at sissa seg og kopla úr megna illa at hava tamarhald á sær sjálvum málsligar trupulleikar motoriskar trupulleikar (klombrut) impulsiv (gera fyrst, hugsa aftaná) trupulleikar við at hugsavna seg um eitt í senn trupulleikar við at flyta fokus frá einum aktiviteti til ein annan lágt sjálvsvirði lítið tolsemi trupulleikar við at fata avleiðingar av egnum gerðum vantandi innlivingarevni trupult við at seta seg inn í støðuna hjá øðrum
Hvussu verður ADHD staðfest? Nógv ástøði hava verið frammi um orsøkirnar til ADHD. Í dag vita vit, at ADHD er eitt neurobiologiskt menningarórógv, har partar av heilanum ikki virka á besta hátt. Tey ávirkaðu økini av heilanum eru tey, sum stýra okkara kenslum – og atferðarimpulsum, og sum eisini varða av evnunum til m.a. at leggja ætlanir, samskipa og hava eftirlit við egnari atferð. Diagnosan ADHD verður sett eftir umfatandi tvørfakligari kanning, sum m.a. umfatar upptøku av sjúkrasøgu, lýsing av menningarframstigum og uppmerksemi. Harafturat eigur ein sálarfrøðilig
kanning at verða gjørd, har mett verður um intelligensstig, málsliga menning og møguligar innlæringstrupulleikar. Barnið skal eygleiðast bæði heima, í skúla og á stovni, av tí at tað er avgerandi, at trupulleikarnir síggjast í fleiri ymiskum samanhangum. Um foreldrini hjá barninum, lærarar, námsfrøðingar ella onnur, sum standa barninum nær, síggja merkisverdar uppmerksemistrupulleikar, er tað ráðiligt at søkja sær hjálp hjá kommunulæknanum ella hjá námsfrøðiligu ráðgevingini Sernám.
Felags fatan
Ráðgeving og stuðul
Tað er týdningarmikið at skilja frá byrjan, at eitt barn við ADHD ikki er óskikkiligt ella óuppdrigið. ADHD er eitt menningarórógv, og beinanvegin, viðgerðin byrjar, eigur at verða miðað eftir at tryggja, at øll, sum eru um barnið, skilja hetta. Vitan og innlit um órógvið og orsøkirnar til órógvið stuðla undir at minka um skuldarkensluna hjá foreldrunum og kann tryggja, at foreldrini vísa áhuga fyri framhaldandi viðgerð av barninum. Tað hevur týdning, at øll, sum eru um barnið, beinanvegin verða tikin við – ikki bara foreldur og systkin, men eisini ommur og abbar, lærarar, námsfrøðingar o.o.
Heim, skúli, stovnur, frítíðarskúli o.s.fr. skulu fáa gjølliga ráðgeving í, hvussu farast skal við barninum. Fyrst og fremst eigur at verða tryggjað, at barnið fær ein tryggan og væl skipaðan gerandisdag. Tað er týdningarmikið, at barnið kann venja góðar arbeiðsvanar, og at einfaldar reglur og rímiligar uppgávur verða settar. Skúlin eigur at kunna bjóða barninum eitt arbeiðspláss, sum verjir barnið móti ófriði t.d. við oyravernd og veggjum. Skúlin eigur eisini at bjóða barninum eina fjølbroytta, skipaða undirvísing við styttri/stuttum innlæringseindum, har barnið ofta fær møguleika til at fáa ein steðg. Heima er tað ein fyrimunur, um gerandisdagurin er róligur og skipaður við t.d. føstum mat- og sovitíðum. Sum heild er tað gagnligt at vera reglufastur – og ikki minst at rósa, eggja og løna, tá ið orsøk er til tað. Eitt barn við ADHD skal kenna seg virðismett og viðurkent – eisini í teimum truplu støðunum, sum koma.
Sosial tiltøk
Broyt vanarnar
Á heimasíðuni hjá Almannaverkinum, www. av.fo standa lógirnar viðvíkjandi fólki við serligum tørvi. Søkjast kann t.d. um stuðul eftir skúlatíð, umlætting, endurgjald fyri mista inntøku i.s.fr. Almannaverkið hevur grundreglur at ganga eftir, og fólk kunna søkja eftir teimun, Øll mál eru ymisk, og umsóknirnar verða viðgjørdar hvør sær.
Eitt barn við ADHD kemur skilliga í nógvar truplar støður í gerandisdegnum. Størsti trupulleikin er tó vantandi fatan hjá teimum, sum eru um barnið, fyri støðuni, barnið er í. Um vit støðugt finnast at barninum, døma tað og stoyta tað frá okkum, niðurbróta vit sjálvsvirðið hjá barninum, og avleiðingin kann vera, at atferðin hjá barninum verður enn meira óhóskandi. Tað er serliga týdningamikið, at teir negativu vanarnir verða broyttir sum skjótast, so barnið ikki veksur upp við einari kenslu av at vera „øðrvísi“, „skeivt“ ella „óynskt“.
Heilivágur Møguligt er at leggja heilivág afturat viðgerðini fyri ADHD, t.d. um ráðgeving og atferðarviðgerð ikki hjálpa nóg væl. Heilivágurin kann hjálpa til, soleiðis at uppmerksemi og bindindi batna, og heilivágurin kann harafturat minka um impulsiva atferð.
Okkurt bendir á, at børnini – og seinni tey ungu við ADHD – fáa betri fortreytir fyri einari góðari framtíð, um tey verða stuðlað til at halda fast í skúla, útbúgving og góðum sosialum sambondum. Ein miðvís viðgerð allan barndómin er ein fortreyt fyri einum góðum úrsliti.
Limagjaldið er 200 kr. pr. persón, at flyta á konto í Eik Banka: 9181–4440120, viðmerkið limagjald og navn á limi.
503855 l adhdfelag@gmail.com l www.adhd.fo