HALDFØRI FYRST OG FREMST framsókn liberali tjóðskaparflokkurin 1
HALDFØRI FYRST OG FREMST Framsókn vil skapa og varðveita eitt tíðarhóskandi og fram søkið samfelag, har vit kappast um tey bestu og um tað besta. Heimurin stendur ikki í stað. Framsókn hevur víst, at vit himprast ikki við at fremja neyð ugar broytingar og frambrot. Tí bjóða vit okkum framvegis til at ganga á odda, tá nýggj stig skulu takast. Føroyar skulu vera eitt vælvirkandi og framkomið samfelag við vælferð, trygd og trivnaði. Tær skulu vera fjølbroyttar og rúmligar, og vit skulu støðugt stremba eftir at styrkja okkara persónliga, vinnuliga og tjóðskaparliga frælsi. Í løtuni er samfelag okkara væl fyri. Hesa støðuna skulu vit varðveita. Tí ræður um ikki at renna alt um koll við grammleika ella politiskari líkasælu og ábyrgdarleysum vallyftum. Vit skulu tryggja búskaparligt skynsemi og holla stovnsrøkt, so hetta framhaldandi kann vera grundarlagið undir okkara vælferð.
Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
VALGSKRÁ PERSÓNLIGT FRÆLSI Eitt fjølbroytt og rúmligt samfelag Eitt framkomið og væl lært fólk
4 5
VINNULIGT FRÆLSI Ein ferðavinna sum vit kunnu liva av og liva við Marknaðarstýrd fiskivinna Alivinnan – vøkstur við varni Ein sterkur privatur geiri Íverksetan og skapandi vinnur Bústaðartørvurin má laga seg eftir marknaðinum
7 7 8 8 9 9
TJÓÐSKAPARLIGT FRÆLSI Føroyar sjálvar heldur enn hálvar Loftrúmið verður føroyskt í næstum Ferð á grøna orku Heimsins besta heilsuverk Málið og mentanin eru okkara samleiki Vælferð og váðar Kommunali geirin skal endurskoðast Náttúra og umhvørvi Burtur úr búskaparligu sveiggjunum Útlendingamál á føroyskar hendur
10 11 11 12 13 13 14 16 16 17
PERSÓNLIGT FRÆLSI
EITT FJØLBROYTT OG RÚMLIGT SAMFELAG Bara fræls menniskju kunnu av álvara taka ábyrgd av sær og sínum. Framsókn arbeiðir tí fyri at gera samfelagið rúm ligari og at beina burtur óneyðugar forð ingar og forboð. FRAMSÓKN VIL: at hjúnarbandslógin framhaldandi skal vera tíðarhóskandi og rúmlig. at rætturin hjá føroyingum at ganga í haga verður staðfestur. at halgidagslógin skal broytast soleiðis, at hon samsvarar við tann veruleika, vit liva í. at matvøruhandlar skulu hava loyvi at selja øl og vín. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
4
EITT FRAMKOMIÐ OG VÆL LÆRT FÓLK Í samstarvi við kommunurnar vil Fram sókn gera tað, sum er neyðugt, fyri at dagstovnaøkið veruliga verður eitt gott stað fyri børn, námsfrøðingar og onnur starvsfólk. Fólkaskúli og miðnám skulu altíð byggja á sterkan fakligan førleika, við góð ari rúmd fyri kreativiteti og skip an um, sum tryggja undir vísarum og næmingum tær bestu umstøðurnar. Framsókn leggur stóran dent á at menna føroyskt tilfar innan skúlagátt. Serøkið skal rigga so væl, at familjur við børnum og ungum, sum hava ser ligan tørv, kenna á sær, at røttu skúla-, virknis- og bútilboðini eru tøk til røttu tíð. Fyrireikingarnar at byggja Setrinum kampus skulu førast á mál, og byggingin
skal byrja í komandi valskeiði. Hægri útbúgving skal støðugt styrkjast og vinnu liga útbúgvingarøkið skal eisini mennast munandi, fakliga, tøkniliga og viðvíkjandi fjølbroytni. Í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, skal ein góð vaksnamannaútbúgving setast í verk.
Framsókn vil stimbra gransking, eitt nú við nýggjari granskingarlóg við betri møguleikum fyri samfíggjaðum verkætlanum innan gransking, nýskapan og menning. Føroyar skulu m.a. vera partur av nýggju ES- rammuskránni, og flokkurin fer altíð at eggja til, at tey, sum fara uttanlands í lestrarørindum, í størri mun aftur velja allan heimin sum lestrarstað. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
5
VINNULIGT FRÆLSI
EIN FERÐAVINNA SUM VIT KUNNU LIVA AV OG LIVA VIÐ
MARKNAÐAR STÝRD FISKIVINNA
Ferðavinnan er eitt gott íkast til búskap in. Hon skapar nógv størv og er virkandi til vinnu í útjaðaranum. Ferðavinnan skal framhaldandi men nast við atliti til og virðing fyri sosialu, mentanarligu, náttúru og búskaparligu burðardygdini. Rætturin at ganga í haga má í ferða vinnuhøpi samskipast soleiðis, at greitt er, hvørji rættindi og hvørjar skyldur ánarar og brúkarar hava. Um neyðugt mugu rættindini tryggjast í lóggávu. Vit skulu hava eina ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og liva við – kring allar Føroyar, alt árið.
Nýskipaða fiskivinnan er ikki uttan lýtir, men í minsta lagi staðfestir hon tveir týðandi tættir: Hvør eigur tilfeingið, og hvat tað er vert. Nýskipanin tekur í stóran mun, kanska í ov stóran mun, atlit at gomlu aktør unum. Hon eigur at verða broytt soleiðis, at uppboðssølan verður størri og betri virkandi partur. Lógin um sjófeingi tilskilar, at bara føroyingar kunnu fáa veiðirættindi. Framsókn vil tryggja, at hetta ikki verður broytt. Skipanin skal verða sjálvvirkandi, skapa støðufesti og loyva nýggjum ak tørum framat. Hon skal verða løtt at umsita og ikki knýtt at, um skipanin er grundað á kvotur ella fiskidagar. Avgerandi er, at skipanin er lívfrøðiliga burðardygg.
Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
7
ALIVINNAN – VØKSTUR VIÐ VARNI
Alivinnan í Føroyum er helst tann frem sta í heiminum. Í dag er laksur umleið helvtina av okkara útflutningi, og við nýggju lóggávuni kann hesin út flut ningur vaksa munandi. Møguleikar eru eisini at fara undir at ala laks á landi og á opnum havi, og at ala m.a. rognkelsi, tara og krækling. Nýggja alilógin setur greiðari karmar um eigaramarkið, um útlendskan kapi tal og um rættin at nýta firðir og sund. Lógin gevur eisini landsstýrisfólkinum greiðari heimildir at hava tamarhald á gongdini í alivinnuni. Í einari so týðandi vinnu er stóra av bjóðingin at tryggja, at alivinnan fram haldandi verður búskaparliga, lív frøð iliga og umhvørvisliga haldfør. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
EIN STERKUR PRIVATUR GEIRI Framsókn vil, at privati geirin í samfelags búskapinum skal vaksa, bæði veruliga og lutfalsliga. Hetta kann bæði gerast við einskiljingum, við at útveita almennar tænastur og eisini við vinnumenning av ymsum slagi.
Nógvar uppgávur, sum tað almenna loysir í dag, kunnu við stórum fyrimuni – heilt ella fyri ein part – verða røktar av privatum. Umframt at hetta styrkir vinnuna, kann brúkarin fáa gagn av kappingini um at røkja tænasturnar, eins og hann sum skattaborgari fær ein møguleika at gera sær greitt, hvat ávísar ágóðar í veruleikanum eiga at kosta. Dømi um hetta síggja vit m.a. í trygg ingum, ferðaseðlum og teletænastum. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
8
ÍVERKSETAN OG BÚSTAÐAR SKAPANDI VINNUR TØRVURIN MÁ Skapandi vinnurnar eru millum skjót LAGA SEG EFTIR ast vaksandi vinnur í heiminum. Alt MARKNAÐINUM talar fyri, at hesar fáa eins stóran týd ning í Føroyum sum í okkara granna londum. Í ES telja skapandi vinnur umleið trý prosent av BTÚ. Tær skapa lutfalsliga nógv arbeiði – serliga til ung. Fyri føroyska búskapin vildi hetta um boðað eina framleiðslu uppá góðar 600 milliónir og arbeiði til sløk 1.000 fólk. Alsamt fleiri føroysk lesandi velja sær í dag kreativar útbúgvingar í strembanini eftir at skapa sær eina kreativa yrkisleið. Og vit síggja spírar av hesi vinnu alla staðni. Serliga eru tað tónleikur, filmur, snið geving, matgerðarlist og list hand verk, sum hava tikið dik á seg. Framsókn vil, at hesar vinnur fáa neyðuga rúmd og umstøður at virka og vaksa, so tær kunnu gerast partur av okkara búskapi og skapa trivnað kring landið. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
Framsókn vil, at tað almenna skal hava avmarkaðan leiklut og skal tryggja, at ójavni ikki er millum almenna og privata bústaðarbygging. Nógv virksemi er í Føroyum í løtuni, og fólk og familjur í stórum tali flyta til Føroya. Fyri tey, sum skulu keypa, leiga ella byggja bústað, hevur góða gongdin sínar avbjóðingar. Í løtuni er útboðið av bústøðum alt ov lítið í mun til eftirspurningin. Her er ongin skjót loysn at finna. Sera avgerandi er, at tað, sum bygt verður, er dygdargott. Avbjóðingin er so álvarslig, at bæði tað privata og almenna mugu samstarva fyri at nøkta bústaðartørvin. Tað almenna skal savna seg um at byggja til fólk við serligum tørvi. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
9
TJÓÐSKAPARLIGT FRÆLSI
FØROYAR SJÁLVAR HELDUR ENN HÁLVAR Framsókn vil, at Føroyar reka sjálvstøðu gan uttanríkispolitikk. Røkka vit ikki hes um innanfyri grundlógina, má ein loysn finnast uttanfyri. Danmark og Føroyar hava ikki somu uttanríkispolitisku áhugamál, og tí skulu vit sjálvi sita við borðið, har avgerðir vera tiknar og í egnum navni hava rætt til at gera avtalur við onnur lond. Sjálvstøðug umboðan gevur okkum neyðuga vitan og styrki til at røkja okkara áhugamál við onnur lond og við millum tjóðafelagsskapir. Trygdar- og verjupolitikkur er felags mál, men umsitið av dønum. Tað er tó lands stýrið, sum stendur til svars fyri Føroya fólki, tá tað snýr seg um hesi. Hóast avtalan í Fámjinsskjalinum sigur, at Føroyar skulu fáa holla kunning um
10
trygd og verju, kunnu vit staðfesta, at landsstýrið lítla og onga kunning fær. Hetta kann ikki góðtakast. Í komandi valskeiði eiga vit at yvirtaka týðandi málsøkir og fáa eina avtalu um niðurlaging av blokkinum. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
LOFTRÚMIÐ VERÐUR FØROYSKT Í NÆSTUM Løgtingið tók í 2012 undir við einum uppskoti til samtyktar frá Framsókn um, at landsstýrið skal arbeiða fyri at yvirtaka føroyska loftrúmið. Hetta gjørdu vit í teirri sannføring, at vit sjálvi eiga at umsita ta vitan og teir førleikar, ið eru tongd at einum so týð andi virksemi í Føroyum. Samstundis fáa vit atgongd til tær inntøkur, sum koma frá loftferðsluni yvir Føroyum. Hesar
fíggja millum annað trygdarskipanir og bjargingartilbúgving í føroyskum loftrúmi og havøki. Fyrsta stigið, ið fevnir um inn- og út flúgvingar til og frá flogvøllinum, yvir taka Føroyar í semju við danir 1. januar 2020. Næsta stigið er at yvirtaka ovara loftrúmið. Samráðingar eru um hetta í løtuni, og Framsókn vil hetta mál skal avgreiðast í komandi valskeiði. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
FERÐ Á GRØNA ORKU Løgtingið hevur samtykt, at í 2030 skal øll el-orka á landi koma frá varandi orku keldum. Skal málið røkkast, má ein nýskipan, sum hvílur á eina breiða politiska semju, finnast sum skjótast. Málið hevur stóran týdning og er so stórt í vavi, at her mugu allar góðar kreftir – almennar sum privatar – spæla saman.
11
Løgtingið hevur samtykt átøk, sum eggja at velja grønar loysnir. Hitapumpur og elbilar eru frítiknir fyri meirvirðisgjald næstu árini, og fáa eisini streymin bíligari frá SEV. Men her skal meira til, og tíðin rennur undan okkum. Loysnir mugu finnast, sum hvíla á trygga lóggávu. Fyri Framsókn hevur tað stóran týd ning, at loysnirnar í so stóran mun sum gjør ligt eggja brúkarunum at velja grønt, heldur enn at áleggja teimum tað. Framsókn vil, at inntøkurnar frá møgu ligari útvinning av olju vera brúktar til at fíggja eina umlegging til grøna orku. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
HEIMSINS BESTA HEILSUVERK Framsókn vil, at føroyska heilsuverkið skal teljast millum tey bestu. Tí er neyð ugt at raðfesta rætt og tryggja, at orkan verður brúkt skynsamt. Eisini er neyðugt við ítøkiligum heilsupolitiskum málum.
12
Framsókn vil, at alt sjúkrahúsverkið, og ikki bara leiðslan, skal virka sum ein eind. Samskipanin gagnar sjúklinginum, og vit fáa meiri burturúr játtanini. Serliga eigur virksemið í Klaksvík og Havn at samantvinnast betur. Suðuroyar sjúkra hús kemur framhaldandi at hava sína serstøðu sum útjaðarasjúkrahús, til fast samband er við Suðuroynna. Fyri at útvega og varðveita heilsu starvsfólk er neyðugt at hugsa langskygt. Framsókn vil, at møguleiki skal vera fyri læknaligum introstørvum her heima, og at partar av serlæknaútbúgvingini skulu kunna takast í Føroyum. Verandi hospicetilboð á Landssjúkra húsinum skal raðfestast og hava nýggjar virðiligar hølisumstøður. Ein leistur fyri viðgerðartrygd skal finnast. Ein miðsavnað tilvísing skal tryggja, at tá illgruni er um, at sjúklingar hava krabba- ella hjartasjúku, verður neyðug útgreining sett í verk áðrenn 2 vikur eru farnar. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
MÁLIÐ OG MENTANIN ERU OKKARA SAMLEIKI Okkara mál er fremsti mentanarberi, sum ber allan okkara skaldskap av manna munni, sangskattin, bókmentirnar og fjølbroytta málbrúkið í Føroyum. Greiði málpolitikkurin skal fremja hetta at liva og virka á føroyskum í Føroyum, soleiðis at føroyskt mennir sína støðu. Framsókn setir arbeiðið við m.ø. føroy skari máltøkni og við føroyskum fyri til flytarar heilt frammalaga. Eisini leggja vit dent á góðar førleikar í fremmandamáli. Mentanin ger okkum til eitt fólk, sum lærir av søguni og virðir handrit, forn lutir, hond arbeiði, handverk, matsiðir, før oysk hús djór, fólkaminni og kirkju, sum á hvør sín hátt lýsa og eyðkenna lívið í oyggjunum. Listin kveikir, søkir og gevur sítt íkast, so vit áhaldandi kunnu rætta kósina. Listin eigur stóran lut í almennu búg vingini – eitt nú sjónleikur, myndlist,
tónleikur og filmur. Mentan og skapandi tilfeingi eru har afturat eisini vinnulig, og tílíkar vinnur økja um trivnað runt landið, og nógv íverksetan sæst innan hesar. Ítrótturin er umframt tað heilsuliga og trivnaðarliga eisini ein sterk kappingarmegi tvinnað saman við okkara tjóðskapi. Framsókn gevur máli og mentan stórt rúm í politiska arbeiðinum. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
VÆLFERÐ OG VÁÐAR Sum ein liberalur flokkur er Framsókn tilvitaður um sosiala ábyrgd. Grund leggjandi fyri okkum er, at tæna stur innan kjarnuvælferð – eitt nú dagstov nar, eldrarøkt, fólkaskúla og heilsu – eru tryggar og góðar. Ásannandi at tað eru fólk og familjur, sum eru illa fyri og hava hjálp fyri neyðini, eiga vit at hava skipanir, sum
13
kunnu hjálpa teimum í styttri ella longri tíðarskeið við tí endamáli, at hesi fáa eitt trygt og virðiligt lív. Sum útgangsstøði vil Framsókn tó, at øll hava ábyrgd av at forsyrgja sær sjálvum. Almennar skipanir skulu ongan tíð eggja fólki til at troyta al manna veitingar heldur enn at arbeiða. Tí tað skal altíð loysa seg at arbeiða. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
KOMMUNALI GEIRIN SKAL ENDURSKOÐAST Løgtingslógin um kommunustýri er skjótt 20 ára gomul, og stundin er komin at endurskoða hana og gera hana meira tíðarhóskandi. Framsókn vil, at vit í komandi val skeiði fara at endurskoða kommunalu geiran og uppgávubýtið millum land og komm unur. Vit skulu hava greiðu á, um tær uppgávur, sum eru lagdar út
14
til kommununar at røkja, eru nøktandi, um nýggjar uppgávur, millum annað fólkaskúlin, kunnu leggjast út til komm ununnar at røkja, og um komm unur skulu hava størri frælsi at umsita tæna stur, sum natúrliga hoyra til nærdemo kratiið. Í 60-unum vóru 51 kommunur – í dag eru 29 kommunur. Kundu vit fingið ein betri og bíligari rakstur um kommunu nar vóru færri og størri? Og kundu hesar loyst kommunalu upp gávur nar betri enn í dag? Millum annað hetta vilja vit hava lýst í endurskoðanini av kommunu stýrislógini. Áðrenn hetta arbeiðið er gjørt, kemur tað ikki upp á tal, at Framsókn tekur undir við einari útjavningarskipan millum kommunurnar. Ein útoyggja politikkur, sum millum annað ásetur tænastustigið, skal orðast. Framsókn vil, at útoyggjar vera skipaðar sum ein kommunal eind undir innlendis málaráðnum. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
15
NÁTTÚRA OG UMHVØRVI Dálking er vorðin ein heimshóttan og náttúran vísir sjúkueyðkenni eisini hjá okkum í Føroyum. Skulu vit varðveita eitt sunt og reint umhvørvi, noyðast vit øll at taka lógvatak alt fyri eitt. Ikki bert fyri okkum sjálvi, men ikki minst fyri okkara eftirkomarar. Framsókn vil, at í einum og øllum vit gera, skal atlit takast til náttúru og umhvørvi. Vit skulu endurskoða lógirnar um umhvørvisvernd og havum hvørvisvernd og tryggja, at hesar virka tíðarhóskandi. Framsókn vil rætta hondina út, tvørtur um floksmørk, fyri at leggja ítøkiligar ætlanir og finna loysnir at varðveita og endurbøta eitt reint land og hav. Tileggjandi skipanir, har vinna, feløg og einstaklingar gera sítt saman við landinum, skulu seta ferð á eina høvuðs rein gerð á landi og í havinum kring Føroyar. Øll lóggáva skal taka hædd fyri dálk ing og útláti og myndugleikar skulu
16
ganga á odda í broyttum arbeiðshátti og náttúruverjandi atferð. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
BURTUR ÚR BÚSKAPARLIGU SVEIGGJUNUM Ein framhaldandi búskaparvøkstur er fortreytin fyri at menna alt samfelagið. Útgangsstøðið fyri at reka varnan sjálv støðu gan búska par politikk er í løtuni gott. Inntøkurnar eru vaksandi, arbeiðs loysið er lágt, uppsparingin er stór og skuldin er lág. Søguliga hava Føroyar havt ógvuslig sveiggj í búskapinum við álvarsligum avleiðingum fyri vinnu og vælferð. Hetta eiga vit at hava lært av, og hetta má ikki henda aftur. Tí er avgerandi, at landið trygg jar, at rakstur og íløgur hjá bæði landi og kommunum verða løgd í fastar lang tíðarkarmar.
Í hesum góðu tíðum skulu vit gjalda skuld og spara upp til verri tíðir. Í løt uni standa um 500 mió kr. í búskapar grunninum. Henda upphæddin eigur at vaksa til 1 mia kr. í komandi valskeiði. Framsókn vil tí ikki, at vit við ófíggj aðum vallyftum um rakstur og íløgur lova nakað, ið kann hótta góðu gongd ina. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
ÚTLENDINGAMÁL Á FØROYSKAR HENDUR Føroyskur uttanríkispolitikkur er ein stað festing av, at Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum. Uttanríkis politikkur snýr seg ikki einans um at tryggja Føroyum atgongd, vinning og rættindi, men eisini um at taka ábyrgd og lyfta saman við heimsins tjóðum. Framsókn vil, at vit umsita útlendinga mál og marknaðareftirlit í hesum anda.
Týðandi stig eru tikin á leiðini ímóti at yvirtaka útlen dinga økið. Longu í ár fer Út len dinga stovan at um sita og taka avgerðir í málum um familju samanføring, arbeiðs- og uppi halds loyvi, uppi halds loyvi fyri lesandi o.ø. Hesin parturin fyllir umleið 80 prosent av allari málsviðgerðini. Føroyskir myndugleikar fara nú at byggja upp neyðugar førleikar at umsita útlendingamál, og seta tær fyriskipanir og tey krøv, sum ein væleydnað inte gratión krevur. Tá ið avtalan við Schengen er komin undir land, fara føroyingar sjálvir at umsita alt útlendingaøkið – eisini mál um visum og flóttafólk. At hjálpa flóttafólkum er ein natúrligur partur av okkara skyldum. Hvussu vit gera hetta best veldst um avbjóðingina, men ein skipan við kvotaflóttum er ein møguleiki vit eiga at fyrireika. Tí vil Framsókn hava haldføri – fyrst og fremst.
17
HALDFØRI FYRST OG FREMST
ÁRNI M. DAM
Yrki Vinnurekandi Aldur 58 ár Bústaður Norðskáli
BERGUN KASS
Yrki Býráðslimur Aldur 59 ár Bústaður Hoyvík
BIRITA ARGE
Yrki Vinnurekandi Aldur 50 ár Bústaður Hoyvík
BJARNI K. PETERSEN
Yrki Løgtingslimur Aldur 25 ár Bústaður Tórshavn
HANNA JENSEN
Yrki Landsstýriskvinna Aldur 46 ár Bústaður Norðagøta
HØGNI S. REISTRUP
Yrki Vinnurekandi Aldur 35 ár Bústaður Tórshavn
JÓGVAN FRÍÐI TRÓNDARSON
Yrki Lesandi Aldur 19 ár Bústaður Tórshavn
KARLOT HERGEIRSSON
Yrki HTU leiðari Aldur 47 ár Bústaður Argir
ODA W. ANDREASEN
Yrki Vinnurekandi Aldur 46 ár Bústaður Tórshavn
POUL MICHELSEN
Yrki Landsstýrismaður Aldur 75 ár Bústaður Tórshavn
RÓALDUR JÁKUPSSON
Yrki Aldur Bústaður
Fíggjarleiðari 45 ár Hoyvík
RUTH VANG
Yrki Aldur Bústaður
Løgtingslimur 53 ár Havn
SÚSANNA OLSEN
Yrki Aldur Bústaður
Námslektari 59 ár Argir
ØSSUR CHRISTIANSEN
Yrki Vinnurekandi Aldur 69 ár Bústaður Vestmanna
FRAMSOKN.FO
HALDFØRI FYRST OG FREMST framsókn liberali tjóðskaparflokkurin