Skip to main content

vf_faldari2

Page 1

VIÐ GÓÐUM MÓTI INN Í VINNUNA

vinnu mót

Vinnuframi Íverksetarahúsið Fiskivinnugransking TF Íløgur Framtak Birting


Innihald Fororð

s. 3

Vinnuframi

s. 4-5

Íverksetarahúsið

s. 6-7

Fiskivinnugransking

s. 8-9

TF Íløgur

s. 10-11

Framtak

s. 12-13

Birting

s. 14-15


Fororð Stuðuls- og fíggingarmøguleikar – ein av mongum avbjóðingum hjá íverksetarum. Vinnuframi hevur gjørt eitt yvirlit yvir stuðuls- og fíggingarmøguleikar, sum eru fyri íverksetarar í Føroyum. Tað kann vera ein fyritøka í sjálvum sær at fáa skil á teimum møguleikum, sum eru, fyri at fáa fígging og stuðul. Endamálið við hesum yvirliti er at lætta um hjá íverksetarum, við tí góða hugskotinum, og at stytta leiðina til rætta íleggjaran. Í yvirlitinum fært tú vitan um stevnumiðini hjá hvørjum einstøkum veitara av fígging og stuðli. Harumframt fært tú upplýsingar um, hvagar tú kanst venda tær, hvønn tú kanst tosa við, um tíðarfreistir og um krøvini, ið verða sett til tær verkætlanir, sum fáa fígging og stuðul. Við at fáa betri kunnleika til fortreytirnar, sum íleggjarin virkar undir, og krøvini, sum íleggjarin setir til fíggjaðar verkætlanir, ber til hjá íverksetarum at gera eina miðvísari umsókn. Tá gerast útlitini, at fáa jaligt svar, betri. Endamálið við Vinnuframa er at styrkja og fjøltátta føroyskt vinnulív og at menna burðardyggar fyritøkur. At fáa fígging og stuðul er fyri íverksetarar eitt stórt stig á longu leiðini frá hugskoti til veruleika. Hetta yvirlitið, við íleggjarum, er ein partur av okkara uppgávu, og vit vóna, at tað er til gagns fyri okkara mongu íverksetarar.

Góðan íverksetarahug! Vinnuframi Regin W. Dalsgaard, stýrisformaður

VINNUMÓT

2-3


Navn

Vinnuframi

Endamál

Endamálið við Vinnuframa er at stuðla vinnuni í avmarkaðan mun – uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum, sum fjøltátta vinnulívið og økir um nýtsluna av vitan. Sum høvuðsreglu kann sigast, at vøran ella tænastan skal hava ein marknað uttan fyri Føroyar.

Hvørji kunnu søkja?

Studningur sambært stuðulsskipanum grunsins kann einans játtast føroyskum fyritøkum. Studningur kann tó játtast øðrum, enn fyritøkum, sambært stuðulsskipan 2.1 og 3.1, og tá talan er um samstarv millum fyritøkur. Við "fyritøku" skal í hesum sambandi skiljast juridisk eind - partafelag, smápartafelag, einstaklingavirki (firma) e.a., ið virkar á handilsligum grundarlagi.

Hvat krevst av eini umsókn?

Umsóknarblað er at finna á www.vinnuframi.fo

Hvussu verða umsóknir viðgjørdar?

Stýrið fyri Vinnuframa viðger umsóknir á stýrisfundum. Er talan um tøkniligar verkætlanir, har stýrið ikki hevur neyðuga vitan, verður umsókn send til metingarfólk, sum síðan letur tilmæli til stýrið.

Eru tíðarfreistir fyri at senda umsókn?

Umsókn skal sendast Vinnuframa í góðari tíð, og helst ein mánað áðrenn verkætlanin byrjar. Studningur kann bert verða veittur til verkætlanir ella partar av verkætlanum, sum ikki eru settar í gongd, tá søkt verður um studning. Vanliga verða umsóknir avgreiddar alt árið, um peningur er tøkur. Grunnurin kann tó lýsa eftir umsóknum til einstaka stuðulsskipan, har ávís tíðarfreist, fyri at søkja, verður ásett.

Hvussu long er viðgerðartíðin?

Viðgerðartíðin er millum 2 og 5 vikur, alt eftir, hvussu umfatandi verkætlanin er.

Heimasíða

www.vinnuframi.fo

Kontaktpersónur

Sjúrður Johansen.

Samband

Telefon 203300 – teldupostur: vinnuframi@vinnuframi.fo

VINNUMÓT

4-5


Íverksetara húsið


Íverksetara húsið

Navn

Íverksetarahúsið

Endamál

Íverksetarahúsið er húsið hjá øllum íverksetum í Føroyum, og endamálið er at veita ókeypis ráðgeving, at leiga skrivstovuhøli út, og at skipa fyri tiltøkum íverksetan at frama.

Hvørji kunnu venda sær til tykkara?

Øll, sum arbeiða við íverksetan, ella hava ætlanir um tað, eru vælkomin at seta seg í samband við Íverksetarahúsið.

Heimasíða

www.is.fo

Kontaktpersónur

Sóley Heradóttir Hammer, Rani Nolsøe.

Samband

Telefon 459700 – teldupostur: www.is.fo

VINNUMÓT

6-7


Navn Endamál

Fiskivinnuroyndir (2013-15) Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum. Raðfest øki: - Royndarveiða og virðisøking av fiski - Burðardyggur fiskiskapur - Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni Meira fæst at vita á heimasíðunu www.fvg.fo

Hvørji kunnu søkja?

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Hvat krevst av eini umsókn?

Umsóknarblað og vegleiðing v.m. er at finna á www.fvg.fo Umsóknarfreist er vanliga 15. nov. Vanliga verður dentur lagdur á, at: • Vinnan tekur lut í verkætlanini. • Eginfígging ella onnur fígging er. • Samstarv er við almennar og/ella privatar samstarvsfelagar í Føroyum og/ella uttanlands. • At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini.

Hvussu verða umsóknir viðgjørdar?

Stýrið fyri Fiskivinnuroyndir viðger umsóknir á stýrisfundum. Tey fyrstu árini, tá stuðul varð lutaður út 2 ferðir um árið, var vanliga fundur eina ferð um mánaðin. Seinnu árini hevur bert ein útluting verið. (Tó vóru tvær í 2012). Tá umsóknir eru til viðgerar, eru fleiri fundir um mánaðin.

Eru tíðarfreistir fyri at senda umsókn?

Umsóknarfreist er vanliga 15. nov. Umsóknirnar eru liðugt viðgjørdar síðst í árinum og umsøkjarar fáa boð fyrst í nýggja árinum.

Hvussu long er viðgerðartíðin?

Frá freistini 15. november til árið út. Umsøkjarar fáa boð fyrst í januar mánaði.

Heimasíða

www.fvg.fo

Kontaktpersónur

Jákup Mørkøre, samskipari.

Samband

Telefon 353248/553248 – teldupostur: jakupmo@fisk.fo ella fisk@fisk.fo

VINNUMÓT

8-9


TF Íløgur


Navn

TF Íløgur

Endamál

TF Íløgur er ein virkin fíggjarligur íleggjari, ið ger íløgur á vinnuligum grundarlag, til tess at skapa vøkstur í Føroyum.

Hvørji kunnu søkja?

Øll kunnu venda sær til TF Íløgur, sum hava tørv á partapeningi. TF Íløgur ger, sum høvðusreglu, íløgur í virkir/verkætlanir, sum eru farin á marknaðin, ella eru klár at fara á marknaðin. Tó útihýsur TF Íløgur ikki virkir/verkætlanir, ið hava stóran møguleika fyri víðari menning og vøkstur og hava eina greiða ætlan fyri, nær vøran/tænastan er klár at fara út á marknaðin. Grundleggjandi fyri hvørja íløguavgerð er, at felagið hevur ein kappingarfyrimun í síni virkisgrein og eina sterka leiðslu. Haruframt krevst semja um, hvussu TF Íløgur kann koma burturúr íløguni á skilabestan hátt (exit strategi). Sum liður í hesum, krevur TF Íløgur, sum meginreglu, bæði innlit og ávirkan. TF Íløgur luttekur sum ein virkin viðspælari í hesi tilgongd.

Hvat krevst av eini umsókn?

Umsóknin skal hava eina greiða virkisætlan (business plan), sum lýsir fíggarlig viðurskifti, vøru/tænastu, marknað, stigtakrarar og leiðslu. Tað er tó ikki ein fortreyt, at virkið/verkætlanin hevur eina fullfíggjaða virkisætlan og leiðslu, men greiða skal fáast á hesi virðurskifti, áðrenn íløgan verður framd. TF Íløgur luttekur sum ein virkin viðspælari í hesi tilgongd.

Hvussu verða umsóknir viðgjørdar?

TF Íløgur viðger umsóknir, so hvørt, sum tær verða lætnar okkum. Viðgerðartíðin er millum 4 til 8 vikur. Viðgerðartíðin kann tó taka longri tíð, um mett verður, at virkið/verkætlanin er av einum slíkum slag, at neyðugt er at fáa serkøna ráðgeving, umsóknin er ófullfíggjað, ella um viðgerðartíðin er tarnað av feriutíð.

Eru tíðarfreistir fyri at senda umsókn?

Eingin tíðarfreist er fyri at senda umsóknir til TF Íløgur. Umsóknir verða avgreiddar alt árið.

Hvussu long er viðgerðartíðin?

Viðgerðartíðin er millum 4 og 8 vikur, alt eftir, hvussu umfatandi verkætlanin er.

Heimasíða

https://www.trygging.fo/Taenastur/Samtakid/TF_Ilogur1/

Kontaktpersónur

Jákup Lamhauge

Samband

Telefon 345582 – teldupostur: jl@trygging.fo

VINNUMÓT

10-11


FRAMTAK


Navn

FRAMTAK Framtak

Endamál

Endamálið hjá grunninum er, til marknaðar treytir, at gera íløgur í nýtt ella víðkað vinnuvirksemi í virkjum og verkætlanum. Tað kann bæði vera í virkir, ið hava verið fyri munandi umskipan ella skuldarumlegging. Íløga kann gerast sum innskot av ábyrgdarlánspeningi ella sum innskot av eginpeningi. Grunnurin er ein vinnurekandi grunnur og virkar eftir marknaðartreytum eins og vinnan sjálv.

Hvørji kunnu søkja?

Ein og hvør kann venda sær til Framtak, um hesi hava tørv á partapeningi til at vaksa um virksemið. Tað er ein treyt, at aðrir fíggjarstovnar, við støði í egnum kreditmetingum, samstundis veita lán, sum í minsta lagi eru líka stór, sum íløgan hjá Framtak, og/ella at aðrir íleggjarar skjóta eginpening ella ábyrgdarpening inn í sama mun. Grunnurin skal ikki hava avgerandi ávirkan í virkinum.

Hvat krevst av eini

Grunnurin skal hava neyvt innlit í ætlanina, fyri at gera eina íløgu. Tað er umráðandi, at umsøkjarin greiðir neyvt frá verkætlanini. Ein umsókn skal í minsta lagi hava eina: • Frágreiðing um verkætlanina, og hvussu langt hon er komin • Eina virkisætlan (business plan) fyri verkætlanina, sum skal vísa - Upplýsingar um vøru/tænastu, og marknaðarviðurskifti - Rakstrar-, fíggjarstøðu- og gjaldførisætlan hjá nýggja felagnum • Upplýsingar um stigtakarar, verkætlanarleiðslu og møguligar samstarvsfelagar Allar umsóknir og innsent tilfar verður viðgjørt í trúnaði. Fleiri upplýsingar eru at finna á www.framtak.fo.

Hvussu verða umsóknir viðgjørdar?

Allar umsóknir, um íløgur, skulu leggjast fyri nevndina til støðutakan. Um mett verður, at umsóknin er av slíkum slag, at neyðugt er at fáa serkøna hjálp til viðgerðina, verður funnið fram til hóskandi ráðgevarar.

Eru tíðarfreistir fyri at senda umsókn?

Umsókn skal sendast í góðari tíð. Umsóknir verða viðgjørdar alt árið.

Hvussu long er viðgerðartíðin?

Viðgerðartíðin er millum 1 og 2 mánaðir, alt eftir, hvussu umfatandi verkætlanin er.

Heimasíða

www.framtak.fo

Kontaktpersónur

Vivi Egholm

Samband

Telefon 315966 – teldupostur: vivi@framtak.fo

VINNUMÓT

12-13


Birting


Navn Endamál

Birting Birting

Endamálið hjá Birting er at seta váðafúsan íbirtingarpening í nýggjar fyritøkur og verkætlanir, ið hava góðar møguleikar fyri stórum vøkstri og avkasti. Birting leggur størsta dentin á at veita fígging í byrjanartilgongdini. Tá ið uppruna hugskotið er ment og klárt til víðari framleiðslu, hjálpir Birting eigarunum at koma í samband við framtaksgrunnar, íløgufeløg og aðrar íleggjarar, úti sum heima, ið kunnu fíggja framhaldandi vøkstur.

Hvørji kunnu søkja?

Birting ger, sum høvuðsreglu, íløgur í nýggjar fyritøkur og verkætlanir. Tó útihýsa vit ikki eisini at gera íløgur í búnar fyritøkur, ið hava stóran møguleika fyri víðari menning og vøkstur. Birting ger bert íløgur í verkætlanir, sum verða skipaðar sum føroyskt skrásett feløg.

Hvat krevst av eini umsókn?

Umsóknin skal so væl sum gjørligt lýsa verkætlanina ella hugskotið, ið íbirtarin arbeiðir við, og sum hann ynskir Birting at seta pening í. Umsóknirnar skulu í minsta lagi hava eina lýsing av: • Stovnara og/ella eigara • Møguligum øðrum íleggjarum • Verkætlan/hugskoti • Kappingarstøðu • Fíggjarstøðu • Fíggjarætlan • Framtíðarætlanum Harumframt leggur Birting dent á, at stigtakararnir gera munandi íløgu í verkætlanini.

Hvussu verða umsóknir viðgjørdar?

Birting viðger umsóknir so hvørt, sum tær verða lætnar okkum.

Eru tíðarfreistir fyri at senda umsókn?

Eingin tíðarfreist er fyri at senda umsóknir til Birting. Umsóknir verða avgreiddar alt árið.

Hvussu long er viðgerðartíðin?

Birting svarar umsøkjarum í seinasta lagi ein mánað eftir, at umsóknin er móttikin. Um nevndin má leita sær uttanhýsis ráðgeving, kann svartíðin gerast longri.

Heimasíða

http://www.banknordik.fo/Birting.aspx?ID=3166

Kontaktpersónur

Niels Juel Arge

Samband

Tlf. 330351/330330 – teldupostur: nja@banknordik.fo

VINNUMÓT

14-15


Tel 20 33 00 Fax 20 33 01 vinnuframi@vinnuframi.fo www.vinnuframi.fo

S N I Ð : K R E A . 10 0 0 S T K . M E I 2 013 . P R E N T: E S T R A

Vinnuframi Hoyvíksvegur 51 Postboks 3079 110 Tórshavn


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
vf_faldari2 by Kodio - Issuu