vf_stuðulsskipanir

Page 1

Umsóknir

Umsókn skal sendast Vinnuframa á serligum umsóknarblaði saman við fylgiskjølum, ið lýsa verkætlanina. Vanliga skulu í minsta lagi hesar upplýsingar vera til skjals: • endamál • gjøllig lýsing av verkætlanini • upplýsingar um fyriskipan av verkætlanini • upplýsingar um umsøkjara • upplýsingar um samstarvspartar • upplýsingar um verkætlanarleiðara • tíðarætlan • nágreinilig kostnaðarætlan • fíggingarætlan. Umsøkjarar kunnu venda sær til grunnin um ítøkiligari leiðbeining. Legg til merkis, at stuðul verður ikki veittur til vanligan rakstur og íløgur! Fyritøkan, sum studningur skal játtast til, skal sjálv søkja um studningin, - sí tó eisini undir Samstarv millum fyritøkur. Umsóknin skal vera undirskrivað av stjóra ella øðrum leiðslupersóni, ið hevur heimild.

Umsóknarfreistir

Umsókn skal sendast grunninum í góðari tíð, og helst ein mánað áðrenn tiltakið byrjar. Studningur kann bert verða veittur til verkætlanir ella partar av verkætlanum, sum ikki eru settar í gongd, tá ið søkt verður um studning. Vanliga verða umsóknir avgreiddar alt árið, um peningur er tøkur. Grunnurin kann tó lýsa eftir umsóknum til einstaka stuðulsskipan, har ávís tíðarfreist fyri at søkja verður ásett.

Hvør kann søkja?

Studningur sambært stuðulsskipanum grunsins kann einans játtast føroyskum fyritøkum. Studningur kann tó játtast øðrum enn fyritøkum sambært stuðulsskipan 2.1 og 5.1 (sí hesar) og tá talan er um samstarv millum fyritøkur (sí undir "Samstarv millum fyritøkur" til høgru). Við "fyritøku" skal í hesum sambandi skiljast juridisk eind - partafelag, smápartafelag, einstaklingavirki (firma) e.a., ið virkar á handilsligum grundarlagi. Vanliga verður kravt, at fyritøkan hevur havt veruligt virksemi, ið er viðkomandi fyri verkætlanina, sum studningur verður søktur til. Um studningur verður søktur í sambandi við nýstovnan av fyritøku ella til fyritøku, sum bert hevur verið virkin stutta tíð, kann grunnurin krevja at fáa virkisætlan fyri fyritøkuna, og at øll týðandi viðurskifti hjá fyritøkuni eru greið, herundir leiðslu- og kapitalviðurskifti.

Samstarv millum fyritøkur

Um fleiri fyritøkur samstarva um eina verkætlan, skal vera upplýst um hetta í umsóknini. Tað er fyritøkan, ið hevur leiðsluna av samstarvinum, ið skal søkja um studning, og sum fær studningin útgoldnan. Fyritøkur kunnu tó eisini velja at lata uttanfyri standandi fyritøku ella felag samskipa verkætlanina og søkja um studning. Um samstarvað verður við útlendskar fyritøkur, kann studningur verða játtaður til tann føroyska partin av verkætlanini. Umsóknin skal vera uppsett sambært hesum, men skal eisini lýsa samlaðu verkætlanina.

um sambandi hevur kapital og starvsfólk við neyðugum førleika, soleiðis at lagdar ætlanir kunnu verða hildnar. Tá ið studningur verður játtaður til innanhýsis lønarútreiðslur hjá umsøkjara, skal arbeiðstíðin skrásetast dag fyri dag, um henda skal takast við í uppgerðina av studningsgrundarlagnum.

Hámørk og lágmørk fyri studningi

• Í stuðulsskipanunum er ásettur mest møguligi studningurin, sum Vinnuframi kann játta. Um annar almennur studningur verður latin til verkætlan, so verður henda mesta upphæddin lækkað samsvarandi. • Einstakari fyritøku kann í mesta lagi játtast 500.000 kr í sama ári. Grunnurin kann síggja burtur frá hámarkinum, tá ið talan er um studning til stórar felags verkætlanir. • Tá ið studningur verður játtaður til innanhýsis lønarútreiðslur hjá umsøkjara, er tað tær faktisku uppgjørdu lønarútreiðslurnar, íroknað ymisk gjøld, sum studningur verður játtaður til. Um umsitingarkostnaður og skrivstovuútreiðslur v.m. ikki verða skjalprógvað fyri seg, kann í mesta lagi leggjast 20% av lønarútreiðslunum afturat fyri hesar. • Um studningurin sambært reglum grunsins verður minni enn 10.000 kr, verður umsókn ikki gingin á møti.

Játtanir

• Játtanir eru grundaðar á, at upplýsingar, sum eru fingnir frá umsøkjaranum í umsóknini ella á annan hátt undir saksviðgerðini, eru ættar. • Studningurin er treytaður av, at umsøkjarin fylgir egnum ætlanum fyri verkætlanina. Um týðandi broytingar verða gjørdar, skal umsókn sendast grunninum um at góðtaka broytingina. • Játtanarskjalið skal sendast Vinnuframa aftur við bindandi undirskrift innan 3 vikur. • Avhending av játtan við transporti verður ikki givin.

Upplýsingarskylda

• Umsøkjari skal upplýsa, um annar almennur studningur er veittur ella verður søktur í sambandi við verkætlanina og til hvørjar partar av verkætlanini. • Tað áliggur studningsmóttakaranum at kunna Vinnuframa ávegis um gongdina í verkætlanum, sum studningur er játtaður til. • Studningsmóttakarin hevur skyldu til at kunna Vinnuframa um týðandi broytingar í verkætlanini. • Grunnurin skal altíð kunnast um viðurskifti, sum kunnu ávirka útrokningina av studninginum. • Broytingar í tíðarætlanini skulu fráboðast grunninum skjótast til ber. • Vinnuframi ella umboð grunsins skal hava atgongd til at hava eftirlit við verkætlanini. Í tílíkum førum boðar grunnurin frá frammanundan.

Útgjald av studningi

• Studningur verður útgoldin í einum, tá ið Vinnuframi hevur fingið grannskoðaðan verkætlanarroknskap og skrivliga frágreiðing og eftirmeting av tiltakinum. Í sambandi við stórar tíðarkrevjandi verkætlanir kann avtala gerast um ávegis útgjøld. • Grannskoðarin skal vátta, at uppgerðin samsvarar við játtanartreytirnar. • Í einstøkum førum kann grunnurin gera av, at verkætlanarroknskapur, ið ikki nýtist at vera grannskoðaður, skal latast grunninum saman við tilhoyrandi skjalprógvum fyri útreiðslurnar. • Verkætlanarroknskapir skulu vera uppsettir soleiðis, at sammeting við kostnaðarætlanina í umsóknini er møgulig. • Upplýsast skal, um útreiðslur eru tiknar við, sum ikki sóust av kostnaðarætlanini. Um fortreytirnar fyri eini játtan broytast munandi, kann grunnurin gera av ikki at útgjalda játtaðan studning. • Er studningur útgoldin undir skeivum fortreytum, ella um fortreytir fyri útgoldnum studningi broytast, kann grunnurin krevja, at studningurin verður afturgoldin.

SNIÐ: KREA . 1000 STK . MARS 2014 . PRENT: ESTRA

Almennar reglur

Um fyriskipan av verkætlanum v.m.

Nágreiniligar ætlanir skulu verða lagdar fyri verkætlanina, sum studningur verður søktur til, og Vinnuframi kann krevja, at umsøkjarin vísir á, at fyritøkan hevur neyðugu orkuna til at gjøgnumføra verkætlanina og at hon í hes-

Hoyvíksvegur 51 / Postboks 3079 / 110 Tórshavn Tel 20 33 00 / Fax 20 33 01 vinnuframi@vinnuframi.fo / vinnuframi.fo

Tel 20 33 00 / vinnuframi.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.
vf_stuðulsskipanir by Kodio - Issuu