18. MAI 2018 Nr. 10 76. árgangur kr. 20,-
– TRÚGVIN ER TAÐ BERANDI Í LÍVINUM Vivi og Jóhannes Hammer eru bæði virkin innan missiónsarbeiðið í Kollafirði. Hon hevur staðið á odda fyri sunnudagsskúlaarbeiðinum í mong ár, og hann hevur í fleiri ár sitið í stýrinum fyri missiónshúsið. Seinastu tvey árini sum formaður.
Síða 10-11
HVÍTUSUNNAN – FØÐINGARDAGUR KIRKJUNNAR Hvítusunnan er ein av stóru kirkjuligu høgtíðunum, men savnar tó ikki ta stóru fjøldina av kirkjufólki, sum jóla- og páskahøgtíðin. Helst tí at innihaldið av hesi høgtíð ikki er so lætt hjá fólki at fata.
Síða 8-9
HVAT SKULU VIT NÝTA HEILAGA ANDAN TIL?
ER BARNADÓPUR Í SAMSVARI VIÐ BÍBLIUNA? Hví hava nógv tær flestu kristnu rørslurnar brúkt barnadóp upp ígjøgnum kirkjusøguna? Hesum spurningi hyggur Jonhard Jógvansson, cand.theol., eitt sindur nærri eftir í áhugaverdari grein.
Síða 14-16
Bíblian sigur okkum, at tað er Heilagi Andin, ið sannførir okkum um, at vit eru syndarar, og sum skapar trúnna í okkum. Tað er harafturat Heilagi Andin, ið vegleiðir okkum at liva sum kristin og gevur okkum styrki til tað.
Síða 18-19
– UMSORGAN FYRI OKKARA SIGLANDI FÓLKI Á 100 ára hátíðarhaldinum hjá Føroysku Sjómansmissiónini, helt Aksel V. Johannesen, løgmaður, røðu, har hann millum annað legði dent á ta ótroyttiligu og áhaldandi umsorgan, sum sjómansmissiónin hevur fyri okkara siglandi fólki. Føroyska Sjómansmissiónin
Føroyska Sjómansmissiónin
2
// Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018 // ODDAGREIN
ODDAGREIN //
KÆRLEIKI OG TRÚFESTI Kærleiki og trúfesti. Tað eru orðini, sum sita eftir hjá mær, nú Sjómansmissiónin og sjómanstrúboðarin vórðu hátíðar hildin farna vikuskifti. 100 ár eru ikki 100 dagar. Í øll hesi ár hava ættarlið eftir ættarlið av kvinnum í trúfesti og við kærleika viku eftir viku biðið fyri sjófólki og familjum teirra. Eisini hava tær trúfastar givið jólapakkar til sjófólkið. Tann signing, sum hetta hevur við sær, kann ongantíð yvirmetast. Gleðin, sum tær spjaða, røkkur út um alt landið, ja nógv longri enn tað. Soleiðis er eisini við tí, sum sjómanstrúboðarin ger, so vit kunnu ikki annað enn vera takksom fyri hesi trú føstu og kærleiksfullu fólk. Og tí var tað eisini við stórari gleði og stórum takksemi, at eg var við til at hátíðarhalda hesi farna vikuskifti. Eisini frá mær skal ljóða ein stór tøkk við stórari virðing fyri tí arbeiði, sum tit og tykkara familja standa í. Tá eg hugsi um tað trúfesti og tann kærleika, sum hesi fólk sýna, so fær tað meg at steðga á og hugsa um egna støðu, um samfelagið og tíðina, vit liva í. Er tað ein dygd í dag at vera trúfastur og sýna kærleika til næstan? Tíðarandin í dag
er í stóran mun merktur av, hvat eg fái burturúr, og hvat gagnar mær. Eg geri fyrst og fremst tað, sum gevur mær sjálvum gleði og nøgdsemi. Men trupulleikin er, at tá eg havi gjørt alt tað, so er so lítil tíð eftir til hini. Ofta hugsi eg: Eg havi ikki tíð, eg orki ikki nú, onkur annar kann gera tað. Men hvør gleði er í bara at gleða meg sjálva? Er tað ikki nógv størri gleði at gleða onnur? Og soleiðis er eisini við trúfestinum. Eg geri nakað so leingi, sum tað gagnar mær, og so leingi eg havi hug ella áhuga. Eg tekni meg til at ganga til okkurt, men eg møti bara upp, tá tað hóskar mær. Eg lati regluliga pening til okkurt, men bara so leingi eg sjálv kann vera teir fyri uttan. Tað er gott, at tað eru menniskju, sum eru trúføst, men mangan havi eg hug at hugsa, at tað ikki er galdandi fyri meg sjálva. Eg má hava loyvi til at liva, sum eg vil. Nei, uttan iva kunnu vit øll læra nógv at trúfestinum hjá sjómanskvinnuringunum og teirra trúboðara. Eg ivist ikki í, at tað mangan sær møtimikið og svart út fyri tey, men tey halda á. Kvinnurnar møtast ikki bara, tá tær tíma. Nei, tær møtast fast. Tað er ein fastur
MARIANN D. POULSEN, NÆSTFORMAÐUR Í KIRKJULIGU HEIMAMISSIÓNINI
táttur í gerandisdegnum. Ikki tí tað er neyðugt fyri tær, men tí tær síggja tørvin á, at onkur er, sum hugsar um sjófólkið. At onkur biður fyri teimum. Tað hevur so alstóran týdning at vera trúfastur í bønini. Soleiðis er eisini neyðugt, at vit hugsa um hvør annan. Seta tíð av til hvør annan. Biðja fyri hvør øðrum. Gleða hvør annan. Sýna kærleika móti hvør øðrum. Kappast um at veita hvør øðrum virðing. Tað var gott henda seinnapartin at verða mint á kærleikan og trúfestið bæði í tí tímiliga og tí andliga. Máttu vit verið trúføst í bønini og í samfelagnum við Jesus, so vit kundu møtt okkara næsta við tí kærleika, sum hann sýnir okkum. Takk fyri løtuna, takk fyri áminningina og lærdómin. “Kærleiki og trúfesti víki aldri tær frá, bind tey um háls tín, skriva tey á hjartans talvu tína; tá manst tú finna náði og hyggjuráð góð bæði í eygum Guds og manna” (Orðt 3,3).
LAGT TIL RÆTTIS: TORFINN JACOBSEN
ARBEIÐSDAGUR Í NESVÍK TANN 9. JUNI Leguhúsið í Nesvík verður nógv brúkt gjøgnum árið, og tí er brúk fyri nógvum hondum til viðlíkahald og ábøtur. Tí verður aftur skipað fyri einum arbeiðsdegi leygar dagin tann 9. juni, har kvinnur og menn, ung sum eldri, kunnu gera ymiskt arbeiði, bæði innan- og uttandura. Talan er um at rudda, smíða, mála, vaska og annað við líkahald av ymsum slag. Jens Pauli í Dali, húsa vørður, leggur uppgávurnar
til rættis. Byrjað verður við morgun mati, og á middegi fáa arbeiðsfólkini døgurða. Hann heitir á tey, sum ætla at koma til Nesvíkar, um at boða frá framman undan á telefon 230076, tí so er lættari at leggja til rættis viðvíkjandi matinum. So set kross í kalendaran 9. juni og kom til Nesvíkar at taka eina hond í, so Legu húsið er í best møguligum standi, tá børnini koma á summarlegu síðst í juni. Leguhúsið í Nesvík
PRÆDIKUTEKSTIR
20. mai er hvitusunnudagur. Prædikuteksturin er Jóhannes 14,15-21. 21. mai er annar hvítusunnudagur. Prædikuteksturin er Jóhannes 4,13-26.
Trúboðin
Nesvík 8, FO - 437 Nesvík, Tel 470000 www.trubodin.fo trubodin@mission.fo
Blaðstjórn Øssur Kjølbro, ossur@mission.fo (blaðstjóri) Torfinn Jacobsen, torfinn@mission.fo Lýsingar: Tel 78 11 11
20. mai er 27. mai er tríeindarsunnudagur. Prædikuteksturin er Matteus 28,16,20.
Haldaragjald um árið: í Føroyum: 450 kr. uttanlands: 575 kr. á fløgu: 450 kr. sum PDF: 450 kr.
Uppseting: Krea Prent: Prentmiðstøðin
Høvuðsskrivstova: Nesvík 8, FO - 437 Nesvík, tel 470000, hm@mission.fo, www.mission.fo
© Tað er loyvt at nýta tilfar úr Trúboðanum, við ávísing til keldu. Er talan um heilar greinar, má hetta gerast við loyvi frá blaðstjóranum
Kontonummur: 6460-151.376.3 9181-497.550.4 9865-103.429.9 9870-100.284.9
Telefontíðir: Gerandisdagar 9.00–12.00, fríggjadag eisini 13.00–15.00 Formaður: Símun P. Jacobsen, simunp@kirkjan.fo Aðalskrivari: Øssur Kjølbro, ossur@mission.fo
INNANLANDS // Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018
TALVAN GONGUR FYRI FØROYSKA BÍBLIUFELAGIÐ Hvítusunnudag 20. mai, hevur Føroyska Bíbliufelagið talvu dag í flestu fólkakirkjunum kring landið, og er hetta eitt gott høvi at stuðla Bíbliu felagnum og tess arbeiði. Endamálið hjá Bíbliu felagnum er at geva út Bíbliuna, partar av henni og annað uppruna føroyskt og týtt tilfar, til allar aldursbólkar. Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað við limagjaldi og gávum, og tí er talvudagurin ein kærkomin fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliu felagnum.
Innsavnaði peningurin í ár, fer serliga til nýggju um setingina av allari Bíbliuni úr grundmálunum. Tað er Hans Jacob Joensen, fyrrverandi bispur, sum hevur latið um setingina úr hondum. Í fjør kom fyrsta gerandis útgávan av Nýggja Testamenti “Nýggi Sáttmálin” út, og hevur hann verið sera væl móttikin. Í apríl kom nýggja barna bíblian “Bíblian til øll børn” út; hon er ætlað smærri børnum. Nú verður so eisini arbeitt við eini aðrari barna
bíbliu, sum vónandi kemur út seinni í ár, sigur Bíbliufelagið í tíðindaskrivi. Partur av virki Bíbliu felagsins, er eisini at stuðla bíbliuútgávum úti í heimi, so at tey, ið lítla ella onga atgongd hava til Bíbliuna á sínum egna máli, kunna fáa henda møgu leika. Stuðul er fyrr latin India, Ukraina, Pakistan og Filips oyggjum.
3
iga val
MARJUN LÓMAKLETT Í FARLOYVI
Jákup E. Petersen
Frá 7. mai og ein mánað fram er Marjun Lómaklett, prestur, í farloyvi. Hetta tíðarskeiðið røkir Jákup E. Petersen kallið í Norðoya vestara prestagjaldi saman við Hanusi á Gørðum.
Tilvildarliga vald mynd
BLÁI KROSSUR MÓTTØKU Í KONGAGØTU 8 Umbyggingin av ovaru hædd unum í Kongagøtu 8 í Havn er um at vera liðug, og tískil verður móttøka í dag, fríggjadagin 18. mai, klokkan 15.00-17.00. Ymiskt verður á skránni millum annað talur, tónleikur og drekka munnur. Skjólið heldur til í niðastu hæddini, og nú eru so ovaru hæddirnar umbygdar og við at
HVÍTUSUNNU MØTIR Í VÁGI Hvitusunnumøtir verða í Meinig heitshúsinum í Vági um vikuskiftið. Leygarkvøldið 19. mai kl. 20.00 talar Rósalind Olsen og mansbólkurin av Tvøroyri/ Hvalba syngur. Aftaná møtið verður drekkamunnur. Hvitusunnukvøld 20. mai kl. 18.00 talar Hilmar Danielsen og kórið úr Porkeri syngur. Innsavnað verður til arbeiðið. Aftaná møtið verður nátturði.
vera klárar. Her vera skrivstova, viðtalurúm og bólkaviðgerðar rúm hjá fyribyrgingardeildini og DAT-viðgerðini. DAT-viðgerðin er ein partur av blákrossheiminum og verður í miðhæddini, meðan fyri byrgindardeildin verður í ovastu hæddini.
Blái Krossur í Kongagøtu 8
ÚTIGUDS TÆNASTA 2. HVÍTU SUNNUDAG Í GUNDADALI Havnarkórið
SCHUBERTKONSERTIR Í HAVN OG KLAKSVÍK Umleið 100 fólk fara á pall, tá Havnar kórið, orkestur og solistar um hvítusunnuna framføra messu í As-dur hjá Franz Schubert. Leif Hansen er kórleiðari.
Messan, sum er slakan tíma til longdar, er ikki framførd í Føroyum fyrr, og vónin er, at áhoyrarar fáa eina góða og minniliga tónleikauppliving í Christianskirkjuni hvítusunnu
aftan klokkan 19.30 og í Vesturkirkjuni í hvítusunnu dag klokkan 17.00. Solistar eru: Catlen Gjøl, sopran, Elsa Súsanna Dalsgaard, alt, Ernst Sondum Dalsgarð,
tenor og Hans Lawaetz, bass. Teir umleið 30 tón leikararnir eru úr Føroyum og Danmark.
Aftur í ár verður skipað fyri útigudstænastu 2. hvítu sunnudag 21. mai kl. 11.00 á ovara vølli í Gundadali. Hetta er siðvenja, sum hevur verið seinastu árini. Tað eru kirkjuráðini í Suður streymoy saman við sóknar prestunum, sum skipa fyri gudstænastuni. Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa í Badmintonhøllini.
4
// Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018 // GREIN
NÝGGJ KIRKJA BYGGJAST Á ARGJUM Mikudagin í farnu viku var kunnandi fundur á Argjum um ætlaninar at byggja nýggja kirkju. Stóra uppgávan hjá kirkjuráðnum er nú at fáa til vega eginpening, sum er ein triðingur av samlaða byggikostnaðinum.
ORÐ: TORFINN JACOBSEN
Núverandi kirkju- og missións hús á Argjum varð vígt 4. sunnudag í advent í 1974. Húsið er karmur um guds tænastur og allar aðrar kirkju ligar tænastur. Eisini er tað karmur um arbeiðið hjá Heima missiónini. Eitt fólkavalt kirkju ráð stendur fyri tí kirkjuliga arbeiðinum, og eitt sjálv supplerandi stýri fyri tí arbeiðinum, sum verður rikið eftir reglum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Meira enn 40 ár eru liðin, og fólkatalið á Argjum er nógv vaksið, og tørvurin á einari størri og betri kirkju, sum kann rúma kirkjuligum, tón leikaligum og mentunarligum virk semi, er vaksin. Arbeitt hevur í nøkur ár verið við at ætlanum um at byggja nýggja kirkju á Argjum.
Endamálið við nýggju kirkjuni er í høvuðsheitum at skapa nútímans karmar um andliga lívið á Argjum. Kunnandi fundur Mikudagin 9. mai varð kallað inn til kunnandi fund um nýggju kirkjuna á Argjum. Ætlanin er komin rættuliga langt, staðseting er gjørd og staðbundin kirkjuskattur er álíknaður til endamálið. Skipað hevur verið fyri arkitekta kapping, og tað vóru Brim arkitektar, sum vunnu kappingina. – Kirkjuráðið hevur fingið heimild at arbeiða víðari við málinum, og tað, sum nú liggur fyrst fyri, er at fáa egin pening til vega, at dagføra kostnaðarætlanina og at stað festa tekningina. Síðani verður málið sent til kirkjuligu myndug leikarnar, sum eru
Prósta dømisráðið og Stift stjórnin, sigur Bjartur Dals garð, sum er kirkju ráðs for maður á Argjum. – Í upprunaligu ætlanini varð kirkjan mett at kostað umleið 40 milliónir krónur, men hesin kostnaðurin skal dagførast, sigur hann. Eginpeningurin, sum kirkju ráðið skal fáa til vega, er ein triðingur av samlaða byggi kostnaðinum. Tá hetta er fingið til vega, er kirkjuráðið komið á mál við fyri reikingunum til nýggju kirkjuna. – Hetta er ein spennandi uppgáva, ið vónandi verður til gagns fyri bæði núlivandi og komandi ættarlið. Vit vænta, at fólkið tekur væl undir við ætlanini og stuðlar á ymsan hátt, sigur Bjartur Dalsgarð.
Royndarmynd av nýggju kirkjuni á Argjum
Royndarmynd av nýggju kirkjuni á Argjum
STUÐLA ÚTBYGGING AV
LEGUHÚSINUM
Í NESVÍK
Tekna fasta mánaðargávu á mission.fo/gev ella flyt eina gávu á konto BankNordik: 6460-534.539.3 Eik: 9181-453.516.4 Norðoya Sparikassi: 9865-302.106.2 Suðuroyar Sparikassi: 9870-995.393.1
TAKK FYRI STUÐULIN
LÝSINGAR // Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018
P/f Christian í Grótinum
"Besta góðskan á uppisjóvarvørum, frá reinasta havumhvørvinum í Norðuratlantshavi"
5
6
// Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018 // BOÐAN
BOÐAN //
Elska tit meg, tá haldið boð míni. Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí hann sær hann ikki og kennir hann ikki, men tit kenna hann, tí hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum (Jóh 14,15-17).
Eitt ítøkiligt trúarlív Lívið hjá lærusveinunum var í grundini ikki eitt trúarlív, sum vit kenna tað í dag, men eitt ítøkiligt trúarlív. Teir sóu Jesus, fylgdust við honum og kundu altíð nerta við hann, sum Jóhannes sigur í 1. brævi sínum, ”tað, sum hendur okkara numu við”. Men hann fyrireikaði teir uppá, at hann fór frá teimum, og at teir skuldu fáa ein annan tals
tann ítøkiliga Jesus, sum læru sveinarnir høvdu. Ístaðin hava vit tann ósjónliga Jesus og hansara orð, og tann ósjónliga Andan, sum Jesus lovaði. Andi - hvat er tað? Vit tosa um andan í einum heimi ella andan á einum arbeiðsplássi, ja, tað vita vit væl, hvat vit meina við. Ofta kunnu vit væl merkja andan í einum heimi ella á einum
ALFRED HANSEN, ARGIR
Her greiðir Jesus læru sveinunum frá, at Heilagi Andin skal koma til teir, og at teir ikki skulu verða eftir faðirleysir. Hett a hendir, eftir at Tummas spurdi og segði, at vit vita ikki, hvar tú fert, og Filippus bað Jesus um at sleppa at síggja Faðirin. Vit kenna svarini, teir fingu. Í Gamla Testamenti spurdi Móses Gud, um hann kundi sleppa at síggja andlit hansara, men Gud svaraði honum: ”Tú kanst ikki síggja andlit mítt, tí at eingin fær sæð andlit mítt og verið á lívi” (2 Mós 33,20). Men Móses upplivdi Guds virk semi. Alt Gamla Testamenti vitnar um, at Ísrael ongantíð sá Gud, men tey upplivdu Gud ferð eftir ferð.
Men við hvítusunnu er øðrvísi. Hon kann ikki forklárast við vísindaligum orðum, men fólkini fingu harafturímóti eina sterka kenslu av Guds nærveru. Jól og páskir fáa ikki meining, fyrr enn hvítusunnuandin ger tað livandi fyri okkum. mann, sum altíð skuldi verða hjá teimum. Men tað var ein andi, hann lovaði teimum, og tað var ikki tað sama, sum teir vóru vanir við. Men eftir uppreisnina upplivdu teir Jesus á ein heilt annan hátt. Hann var ósjón ligur fyri eygum teirra, fyri síðan at vísa seg fyri teimum. Hann gekk enntá gekk ígjøg num stongdar dyr, og teir ótu eisini saman við honum. Sum tað seinasta upplivdu teir, at hann fór frá teimum, og fór upp til himmals. Nú á døgum hava vit ikki
arbeiðsplássi, men vit kunnu ikki greiða frá, hvat andi er. Vit vita, hvat jólini siga okkum: Jesus verður føddur, og vit vita eisini, hvat páskirnar siga okkum: Jesus verður kross festur og rísur upp frá deyðum. Men við hvítusunnu er øðrvísi. Hon kann ikki for klárast við vísindaligum orðum, men fólkini fingu haraftur ímóti eina sterka kenslu av Guds nærveru. Jól og páskir fáa ikki meining, fyrr enn hvítusunnuandin ger tað liv andi fyri okkum. Jesus segði í Jóhannes 16,7-
8: ”Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur tals maðurin ikki til tykkara, men fari eg burtur, skal eg senda hann til tykkara. Og tá ið hann kemur, skal hann sann føra heimin um synd og um rættvísi og um dóm”. Í Jóhannes 20,29 sigur Jesus við Tummas: ”Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu og trúðu tó”. Hann umskapar menniskju Tá fariseararnir og saddu keararnir vildu hava Jesus at sýna teimum eitt tekin av himni, svaraði hann teimum: ”Ein ónd og ótrúgv slekt biður um tekin, men annað tekin skal ikki verða henni givið enn tekin Jónasar”. Í Seinna Korint brævi 5,7 stendur: “Tí at vit ganga í trúgv, ikki í skoðan” og 11. kapittul í Hebreara brævinum byrjar við: “Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja”. Ja, allur kapittilin er ein trúar søga frá gamla Ísrael, hvussu tey í trúnni vunnu sigur. Bíblian er ein trúarbók. Bíblian er eisini ein bók, sum kann geva okkum eitt kærleiks forhold til Jesus og
hansara orð. Hóast Jesus livdi her á jørð fyri umleið tvey túsund árum síðan, so livir hann enn í dag, og hann umskapar, við sínum Heilaga Anda, menniskju um allan heimin, frá at hata Jesus til ístaðin at elska hann. Tað hava vit mong dømi um, bæði í nútíðarsøgu og frá gomlum tíðum. Vit trúgva á ein trí eindan Gud. Faðirin, Sonin og Heilaga Andan. Jesus sigur um Heilaga Andan, at hann skal taka av mínum og kunn gera tykkum. Heilaga Andans virksemi Fólk halda tað ofta vera tor ført at ímynda sær tann Heilaga Andan. Og tað hevur
Hóast Jesus livdi her á jørð fyri umleið tvey túsund árum síðan, so livir hann enn í dag, og hann umskapar, við sínum Heilaga Anda. sínar serligu grundir. Faðirsins verumáta kunnu vit hóma í hansara opinbering í nátt úruni. Kristus, sum segði: ”Eg og faðirin eru eitt”, hann er gjørdur monnum líkur, og er komin okkum á møti sjónliga og ítøkiliga. Tey flestu av
okkum hava longu frá barna árunum eina mynd av honum í okkara minni. Men tann Heilagi Andin opinberar seg ikki á slíkan hátt. Hann er allastaðni, men hann virkar ígjøgnum serligar miðlar, sum ikki eru alla staðni. Hann virkar í kirkju síni ígjøgnum náðimiðlarnar. Heilaga Andans uppgáva er at gera Kristus stóran fyri okkum. Tá Andin virkar í okkum, verður úrslitið ikki, at vit hóma Andan fyri okkum. Ístaðin verður Kristus stórur fyri okkum. Andan kenna vit sostatt fyrst og fremst av tí gerningi, hann ger í okkum, tá hann skapar trúgv á Kristus í hjørtum okkara. Men ígjøgnum henda gerningin kunnu vit læra hann at kenna, soleiðis at hann verður okkara kæri Heilagi Andi.
LÝSINGAR // Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018
Leiðandi reiðarí
í norðurhøvum
Effektiv veiða, har góðskan fylgir við... Kræsnir kundar, tí skal góðskan bara vera tað besta...
P/F Varðin | Garðabrekka 4 | FO-510 Gøtu | Tel 610600 vardin@vardin.fo | www.vardin.fo
7
8
// Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018 // GREIN
HVÍTUSUNNAN – FØÐINGARDAGUR KIRKJUNNAR Hvítusunnan er ein av teimum stóru kirkjuligu høgtíðunum í kirkjuárinum, men savnar tó ikki ta stóru fjøldina av kirkjufólki um orðið, sum jóla- og páskahøgtíðin. Helst tí, at innihaldið av hesi høgtíð ikki er so lætt hjá fólki at fata. Men ein høgtíð er hon. Hon er eitt beinleiðis framhald av bæði jóla- og páskaboðskapinum. ORÐ: JAN HOLM MORTENSEN 2002
Allar høgtíðirnar í kirkju árinum hava Jesus Kristus sum miðdepil og snúgva seg um tað, Gud hevur gjørt til tess at frelsa okkum. Jólahøg tíðin til minnis um, at Jesus gjørdist menniskja. Sonur Guds kom til jarðar og livdi tað sanna mannalívið, sum vit veruliga vórðu skapað til at liva, men ikki vóru før fyri. Gud gjørdist ikki bara menniskja til tess at vísa okkum, hvussu vit áttu at liva (men ikki kundu), men at taka okkara deyða á seg og spreingja hann innanífrá. Tað er hetta, páskirnar boða: Jesu deyði og uppreisn. Hvussu er so við hvítusunnuni? Tó ikki einsamøll Vit kunna lesa um ta fyrstu kristnu hvítusunnuna í Ápostla
søguni, 2. kapittuli: Jesu læru sveinar eru savnaðir og verða fyltir av “Heilaga Andanum” við tí ógvusliga fyribrigdinum, ið fylgdi. Hvítusunna snýr seg um komu Heilaga Andans. Hvat merkir tað veruliga? Bæði jólini og páskirnar snúgva seg um hendingar í Jesu lívi: føðing, líðing, deyða og uppreisn. Hvussu fáa vit so hvítusunnuna at hóva her? Kanska eiga vit at steðga við Krists himnaferð at fáa skil á hesum: Eftir Jesu uppreisn var hann saman við lærusveinunum í 40 dagar, men “fór síðan til himmals”, sum vit siga. Jesus fer heilt einfalt úr hesum heimi – og frá lærusveinunum. Tað verður sagt um hetta í Ápostlasøguni, 1. kapittuli. Jesus, sum reis upp av deyðum og ikki doyr meir, er sostatt likamliga ikki longur í hesum heimi.
Jesus fyrireikaði læru sveinarnar í skilnaðartalum sínum, sum vit kunna lesa um í Jóhannesevangeliinum, kapit larnir 14-16. Her sigur hann lærusveinunum, at hann “fer aftur til Faðirin”, men eisini,
at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara” (16,7) (Talsmaðurin = Heilagi Andin). Hann talar millum annað um, at hann sjálvur fer at koma til teirra og vera hjá
Eftir Jesu uppreisn var hann saman við lærusveinunum í 40 dagar, men “fór síðan til himmals”, sum vit siga. Jesus fer heilt einfalt úr hesum heimi – og frá lærusveinunum. Tað verður sagt um hetta í Ápostlasøguni, 1. kapitli. Jesus, sum reis upp av deyðum og ikki doyr meir, er sostatt likamliga ikki longur í hesum heimi. at hann ikki fer frá teimum: “Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara. Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur; men tit síggja meg, tí eg livi, og tit skulu liva” (14,18-19), og “tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí
teimum, men málber seg aðra staðni á tann hátt, at hann fer at senda Heilaga Andan (ella Talsmannin, “Sann leikans anda”). Eina aðrastaðni sigur hann, “Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma
til hansara og gera okkum bústað hjá honum.” (14,23). Hvítusunnan hevur sostatt tó nakað við hendingar um Jesus at gera: Eisini okkara millum Jesus fór frá lærusveinunum likamliga eftir uppreisn sína á Krists himnaferðardegi, men tó ikki fyri at fara frá teimum. Hann skuldi “koma til teirra” og vera saman við teimum andliga, ístaðin. Í veru leikanum var tað tað besta fyri teir og okkum við, tí nú tørvar okkum ikki at fara ferð til Jerusalems at finna Jesus (ella, hvagar ein nú kundi farið). Tí 50 dagar eftir uppreisn sína (10 dagar eftir himmals ferðina), kom hann til okkara, sum hann hevði sagt, til tess at vera saman við okkum á ein enn meira veruligan hátt enn áður – við Heilaga Andanum. Nú kann ein vera honum líka
GREIN // Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018
nær á Morskranesi ella í Fámjin, sum um ein er í Jeru salem. “Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra,” sigur Jesus (Matt 18,20). Tað er í roynd og veru júst hetta, vit trúgva, hendir, tá ið vit halda gudstænastu í kirkjuni. Tann Jesus, ið reis upp frá deyðum, er mitt okkara millum, tí vit savnast um hann (í hansara navni) og halda fast við hansara orð. Tí kunnu vit siga, at hvítu sunna er kirkjunnar føðingar dagur. Alt síðan tann dag hava vit kunnað møtt Jesusi á henda andliga hátt í kirkjuni. Um hvítusunna ikki hevði verið, høvdu hvørki jólini ella páskirnar gagnað okkum. Av tí at tað gjørdist hvítusunna, hava jólini og páskirnar nakað við OKKUM at gera. Tað, Gud gjørdi fyri okkum – tað, Jesus
til merkis, at har stóð: “Og tá ið hvítusunnan var komin, vóru teir allir saman komnir á einum staði”, og síðan verður sagt, hvat ið hendi á hesum degi: At Heilagi Andin kom yvir ápostlarnar. Altso, hvítu sunnan var longu ein jødisk høgtíð – eins og páskirnar vóru tað. Hendingarnar við Jesu deyða og uppreisn og komu hansara við Heilaga Andanum, geva nú hesum báðum høgtíðum eitt nýtt innihald – fyri tey (jødar og ikki jødar), sum trúgva á Jesus. Tríggjar pílagrímshøgtíðir Jødiska hvítusunnan var ein av teimum trimum stóru jødisku pílagrímshøgtíðunum, har mangir jødar leitaðu til Jerusalems. Allar tríggjar høg tíðirnar vóru upprunaliga høg tíðir fyri landbúnaðin. Hvítusunnan var høgtíð fyri hveitiheystið. Bæði páskirnar
Jesus fór frá lærusveinunum likamliga eftir uppreisn sína á Krists himnaferðardegi, men tó ikki fyri at fara frá teimum. Hann skuldi “koma til teirra” og vera saman við teimum andliga, ístaðin. gjørdi fyri okkum – hava vit nú beinleiðis atgongd til: Nevniliga ein beinleiðis felagsskap við hin livandi Gud við Heilaga Andanum. Hvítusunnan hevur jødiskar røtur So statt. Okkum tørvar í grundini ikki at vita meira um hvítusunnuna fyri at kunna gleðast og hátíðarhalda hana. Enn er tó eftir djúpari løg, vit kunna grava okkum niður at, til tess at skilja hvítusunnuna betur. Um tú hevur lisið Ápostla søguna, 2. kapittul, so legði tú
og leyvskálahøgtíðin fingu tó eitt djúpari innihald fram gjøgnum søgu Ísraels. Á páskum varð steðgað við, hvussu Gud bjargaði fólkinum undan trælahaldinum í Egypta landi, og í leyvskála høgtíðini mintust tey, hvussu Gud var við fólkinum tey 40 árini, tá ið fólkið ferðaðist um í oyðimørkini, áðrenn tey kundu búseta seg í tí lovaða landinum. Hvítusunnuhøgtíðin var í langar tíðir ein heystfagnaður. (Sjálvt heitið hvítusunna merkir veruliga bara “50”, á grikskum “pentakoste”, og
fevnir um tað tíðarskeiðið eftir páskir, fagnaðurin vardi. Á hebraiskum verður sagt “Shavuot”, sum merkir “vikur” og vísa til tær 7 vikurnar eftir páskir. Sostatt eru 49 dagar
skulu koma, sigur Harrin, tá ið eg geri nýggjan sáttmála... ikki eins og hin sáttmálin, sum eg gjørdi við teir, ta ferðina tá eg ... leiddi teir út úr Egypta landi; ... eg leggi lóg mína í
júst soleiðis, lærusveinurin Pætur tulkar hetta í hvítu sunnutalu síni í Ápostla søguni, 2. kapittul, frá 14. versi. Hann endurgevur Jóel profet og sigur, at NÚ eru hesi orð gingin út.
Um hvítusunna ikki hevði verið, høvdu hvørki jólini ella páskirnar gagnað okkum. Av tí at tað gjørdist hvítusunna, hava jólini og páskirnar nakað við OKKUM at gera. Tað, Gud gjørdi fyri okkum – tað, Jesus gjørdi fyri okkum – hava vit nú beinleiðis atgongd til: Nevniliga ein beinleiðis felagsskap við hin livandi Gud við Heilaga Andanum.
Øll fólkasløg boðin við Tað, ið er avgerandi nýtt á hvítusunnudegnum, er, at nú verða øll fólkasløg boðin við: “Alt hold”. Tað er uttan iva tað, mál-undurið peikar á: At nú skulu øll fólksløg hoyra glaða boðskapin og verða boðin við í Harrans fylgi. Nakað av tí seinasta, Jesus sjálvur segði áðrenn himna ferðina, var, at nú skuldu øll fólkasløg gerast til lærusveinar hansara. Málundurið er ein eingangs hending, sum ger hetta greitt fyri lærusveinunum. Nú er missiónstíðin (= ”út sendingartíðin”). Tað er tann tíðin, tá Jesu lærusveinar verða sendir út um allan heimin at bjóða øllum menni skjum inn í “Guds ríki”. Á henda hátt varðveitir kristna hvítusunnan eisini jødiska innheystingarpartin. Tað gerst ein andlig “inn heystingarhøgtíð”, kunnu vit siga (les t.d. Matt 9,25-38). “Heystið” eru tey menniskju, ið hoyra og taka við inn bjóðingini um at koma við í nýggjan sáttmálan.
millum páskir og hvítusunnu eftir okkara roknihátti, men 50 dagar eftir einum in klusivum roknihátti.) Hvítusunnan fær djúpari innihald Í einum tíðarbili fór hvítu sunnan at fáa eitt annað djúpari andligt innihald: Hátíðarhildið varð tað, ið hendi millum páskirnar (útferðina úr Egyptalandi) og leyvskálahøg tíðina (tíðina oyðimarkaferðin vardi): Nevniliga Guds sátt mála við fólkið á Sinai. Lisið varð úr Aðru Mósebók, kapitt larnir 19 og 20, tá ið Gud steig oman á Sinai-fjall – í eldi og royki, so at fjallið skakaðist. Tá kom ein mikil rødd, sum hornblástur. Frá fjallinum gav Gud ísraelsfólki boðini og segði: “Tit skulu vera fólk mítt, og eg skal vera Gud tykkara”. So haldið boð míni! Ein nýggjur og betri sáttmáli Hetta er ikki øll søgan, tí Gamla Testamenti sigur frá, at tað kundi fólkið júst ikki! Tí talar Gud til til dømis Jeremia profet um ein “nýggjan sátt mála” og ein betri sáttmála, ið einaferð skal koma: “Sí, dagar
barm teirra og riti hana á hjørtu teirra; og eg skal vera Gud teirra, og teir skulu vera fólk mítt; ... tí at eg man fyri geva misgerð teirra og ikki minnast á syndir teirra” (Jer 31,31-34). Og við Ezekiel profet sigur Gud: “Eg skal geva teimum nýtt hjarta og leggja teimum nýggjan anda í bróstið, taka burtur steinhjartað úr likami teirra og geva teimum hjarta av holdi, til tess at teir mega fara eftir fyriskipaðum mínum og halda tær og gera eftir teimum. Tá skulu teir vera fólk mítt, og eg skal vera Gud teirra.” (Ezekiel 11,19-20) Jóel profetur skrivar: “Eftir hetta skal eg úthella av anda mínum yvir øll menniskju.” (3,1) Sambært Nýggja Testa menti peikaðu orðini á Jesus, ið koma skuldi. Jesus kom við tí nýggja sáttmálanum. Hann uppfylti profetaorðini. Hetta, ið hendir í Jerusalem hvítusunnudag, verður tí ein mótspegil av tí, ið hendi á Sinaifjalli. Til dømis eru ljóð og eldur bundið at Heilaga Andans komu. Gud ger tað sjónligt, at nú er nýggi sátt málin vorðin veruleiki. Tað er
Henry Debes Joensen týddi frá Jesusnet.dk við loyvi
9
10
// Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018 // SAMRØÐA
– TRÚGVIN ER TAÐ B Vivi og Jóhannes Hammer eru bæði virkin innan missiónsarbeiðið í Kollafirði. Hon hevur staðið á odda fyri sunnudagsskúlaarbeiðinum í mong ár, og hann hevur í fleiri ár sitið í stýrinum fyri missiónshúsið. Seinastu tvey árini sum formaður.
ORÐ OG MYND: TORFINN JACOBSEN
Í Kollafirði búgva Vivi og Jóhannes Hammer. Vivi er fødd og uppvaksin í Kvívík, Jóhannes í Kollafirði. Tey eiga trý børn: Fróði, Alexander og Rebekka. Harafturat tvey barnabørn. Hjálpti til við at ringja Vivi er fødd í 1971. Tær eru fýra systrar, og Vivi er elst av teimum. – Í Kvívík er einki missións hús, so tá eg var barn, var sunnudagsskúlin í kirkjuni. Tvær konur, ið itu Anna og Mia plagdu at hava sunnudags skúlan. Tær dugdu sera væl at greiða frá, og eg havi bara góð minnir haðani. Tær høvdu ein ávísan myndugleika yvir sær, sum gjørdi, at vit lurtaðu væl eftir tí, sum sagt varð, sigur hon. Av tí at einki missiónshús var í bygdini, so vóru ikki reglulig møtir, men Vivi sigur, at tey gingu altíð í kirkju. – Pápi var klokkari. Í Kvívík plagdu menn at fara á Neysta flótt at práta, og har fór pápi eisini. Ímeðan plagdi eg so at ringja klokkan 10 og klokkan 11, og so ringdi hann klokkan 12. Tað var nokkso spennandi. Eg fekk at vita, at eg skuldi telja upp í 100, meðan eg ringdi. So var nokk. – Mamma gekk í missións
húsið í Kollafirði og sang við í kórinum, sum var har. Onkun tíð vóru tey heima í stovuni hjá okkum og vandu. Eg var eisini ofta í Kollafirði, har eg hevði ommu og abba, sum bæði gingu í missiónshúsið, og har fór eg ofta við teimum. Abbi var eisini deknur. So tí andliga eri eg uppvaksin við, og tað hevur verið, og er mær sera kært, sigur Vivi. Sá Jesus í dreymi Vivi er elst av fýra, og tað eru sjey ár millum hana og ta yngstu systrina.
har hon hugdi eftir okkum. Tá kemur Jesus niður millum trøðini og niður til okkara, setir seg at húka og rættir armarnar fram móti okkum. Eg kann ikki forklára tann frið og kærleika, sum lýsti av honum. Eg sigi so við systur mína: “Veitst tú, hvør hatta er?” “Ja, hatta er Jesus”, sigur hon. Eg sá eisini á ommu, at hon sá, hvør tað var, og hevði hug at koma oman til okkara. Aftaná hendan dreymin hevði eg ongantíð marruna aftur. Systir mín gjørdist akkurát soleiðis, sum eg sá hana har,
– Eg gekk líkasum í báðum støðum. Og tey í missións húsinum góvu mær tíbetur frið, tí høvdu tey sagt nakað við meg tá, so hevði eg helst kvett alt samband við tey. – Tá ein er elst í einum barnaflokki, kennir ein ábyrgd fyri sínum yngru systkjum, og soleiðis var eisini hjá mær. Tá eg var um átta ára aldur, droymdi eg sera nógv og hevði ofta marruna. Hóast eg bara var átta, helt eg meg vera ov stóra at fara inn í kamarið hjá foreldrunum, og leggja meg í millum. Eitt kvøldið droymdi eg, at eg var í havanum hjá ommu og abba í Kollafirði, saman við yngstu systir míni. Í dreyminum var hon um um leið tvey ár og dugdi at tosa. Vit høvdu eitt teppi í havanum, og eg sá ommu í vindeyganum,
so eg slapp faktisk at síggja fram í tíðina. – Eg fortaldi mammu um henda dreymin, og at eg hevði havt marruna frammanundan. Eg minnist, at eg var so rørd, at eg græt. Ja, eg síggi alt fyri mær enn, sigur Vivi. Kendi seg heima Tá Vivi var vorðin tannáringur, hevði hon ikki longur hug til at ganga á møti. Sum 17 ára gomul kom hon at kenna Jóhannes. Hann hevði heldur ongan áhuga í tí andliga. – Men mamma hansara gekk altíð á møti, og so eina
ferð biður hon meg koma við á møti; men eg var ikki væl fyri tann dagin og segði, at eg skuldi koma eina aðruferð. Eg sá, at tað trúði hon ikki nógv uppá. Men eina tíð seinni, so bað hon meg aftur, og eg fór. Tá eg kom í missiónshúsið og setti meg niður, føldi eg veru liga, at eg var heima. Eitt sindur løgin kensla, tí eg hevði als ikki havt ein longsul eftir at koma har, men soleiðis var tað. Eg hevði gingið nógv har sum barn, sigur hon. Í báðum støðum Vivi byrjaði so at ganga regluliga á møti, men fór eisini í dans við Jóhannesi, og hann kom onkuntíð við henni á møti. – Eg gekk líkasum í báðum støðum. Og tey í missións húsinum góvu mær tíbetur frið, tí høvdu tey sagt nakað við meg tá, so hevði eg helst kvett alt samband við tey. Men einaferð vit bæði vóru í dansi í bygdarhúsinum, var tað sum ein rødd segði við meg: “Hygg rundanum teg”, og har var ikki alt so vakurt at síggja. Tá segði eg við Jóhannes, at nú komi eg ikki við tær aftur. Tí hetta var ikki tað, sum gav mær sanna gleði. Eg ivaðist eisini í, um eg skuldi giftast við Jóhannesi, tí hann vildi ikki koma við mær. Eg minnist, eg tók eitt mannakorn um tað og fekk 1 Korintbræv 7,16: “Tí at hvat veitst tú, kona, um tú kanst frelsa mann tín? Ella hvat veitst tú, maður, um tú kanst frelsa konu tína?” og eg tók tað sum eitt svar frá Gudi. Men tað var strævið í fyrstani, tí honum dámdi ikki, at eg gekk á møti, sigur Vivi. Vivi varð beinanvegin biðin um at hjálpa til í sunnudags skúlanum í Kollafirði. Fyrst
við sangi og síðani eisini at hava tekstin. Har er hon enn og hevur framvegis ábyrgdina av sunnudagsskúlanum í Kolla firði. Áhuga í sjólívinum Jóhannes er kollfirðingur, føddur í 1967. Tá hann var liðugur við 8. flokk, fór hann til skips í eitt ár og fór so aftur í skúla og tók 9. flokk. Fór so aftur at sigla, til hann var 18 ár, tá fór hann á skiparaskúla. – Sjólívið hevur altíð havt mín áhuga, pápi var eisini sjó maður, og eldri beiggi mín somuleiðis, og báðir synirnir hjá okkum sigla eisini. Eg havi siglt meginpartin av lívinum, men havi tó arbeitt heima onkuntíð inn í millum, sigur hann. Jóhannes sigldi sum stýri maður við millum annað Norð borg og Krúnborg. Seinastu 24 árini hevur hann fiska rækjur í Grønlandi og Barents havinum við einum donskum rækjuskipi hjá reiðar íinum Ocean Prawns, flestu árini um 1. stýrimaður. Hann er umleið tveir mánaðar burtur og tað sama heima. Kom til trúgv Sum barn gekk Jóhannes í kirkju og var viðhvørt á møti saman við mammu síni, men fór sjálvur tíðliga út í lívið.
– Tá legði eg meg niður á knø frammanfyri stólinum á brúnni og bað um, at vit máttu fáa trolið aftur í góðum standi. – Eg byrjaði so at ganga á møti, tá eg kom at kenna Vivi. Eg var sera varin at byrja við og vildi helst ikki kom í prát
SAMRØÐA // Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018
BERANDI Í LÍVINUM við nakran har, tí so kundi tað gerast ov persónligt. Men 12. mars 1994 vóru vikuskiftis møtir, sum suðringar høvdu í Kollafirði, tá fekk eg ein persónligan spurning, um eg var frelstur. Tað var eg ikki, men tað gjørdi, at eg tók av gerðina um at venda um til Jesus.
– Eg kann ikki forklára tann frið og kærleika, sum lýsti av honum. Eg sigi so við systur mína: “Veitst tú hvør hatta er?” “Ja, hatta er Jesus”, sigur hon. – Tað er heilt víst, at tað er ein tryggleiki at eiga trúnna á Jesus, ikki minst tá ein hevur sítt arbeiðspláss á sjónum. Vit hava ikki møtir umborð, men vit hava tilfar, sum vit hava fingið frá Torleifi, sjómans trúboðaranum. Eg havi eisini keypt tann nýggja geyman, sum sjómansmissiónin hevur givið út. Eisini lurta vit ofta eftir Lindini á netinum. Vit eru umleið 10 føroyingar um borð, umframt grønlendingar, danskarar og aðrir, sigur Jóhannes. Fór á knø á brúnni Tá ein hevur verið á sjónum ein stóran part av lívinum, hevur ein sjálvandi upp liva ymiskt. Jóhannes hevur hug
at nevna eina hending. – Einaferð vit høvdu fiskað rækjur í nakrar fáar dagar, tá slitnaði veirurin. Vit hava tríggjar veirar, tveir á lemmunum og ein á miðjuni. Vit fiskaðu á 480 metra dýpi, so tað var rættuliga djúpt. Vit taka so trolið upp, men av tí at ein veirur er slitnaður, so hongur trolið eftir øðrum kjafti, og eisini lemmurin, og hann vigar eini fimm tons, so tað var sera tungt at fáa trolið inn. Men tá trolið var komið nakað inn á dekkið, nú slitnar, og trolið fer útaftur við lemminum og á botn. Hetta hendi, beint tá eg skuldi á brúnna. Tá eg kom á brúnna, fer skiparin niður at eta. Tá legði eg meg niður á knø frammanfyri stólinum og bað um, at vit máttu fáa trolið aftur í góðum standi. Trolið var óskalað – Vit høvdu bara tað trolið og eitt annað, og mistu vit hetta, so fingu vit bara fiskað við einum troli. So fóru vit at royna at dreggja eftir trolinum og koyrdu 1000 metrar av veiri út. Vit fingu ikki fatur í tí fyrstu ferð, men so
koyrdu vit nakað meira av veiri út og royndu aftur. Tá bar til. Tá vit fingu trolið at borði, stendur 2. stýrimaðurin og hyggur at og sigur, at trolið sær út til at vera púra greitt. Vanliga kemur tað sum ein hesta skógvur. Vit fingu so fatur í dreggið og fingu tað inn á dekkið, og tá trolið kemur inn, vísir tað seg, at dreggið hevur fingið fatur í báðum endunum á trolinum, og tað kemur full komiliga greitt inn á dekkið, og so fingu vit fatur á lemminum. Ikki
skrætt nakað sum helst. – Skiparin segði so okkurt um, at hetta duga vit væl, men tá segði eg honum og hinum við, hvat eg hevði gjørt uppi á brúnni frammanundan, og hvat eg helt var orsøkin til, at alt gekk so væl í hond. Vit fóru so til Íslands at skifta veir. Hetta var eitt stórt upplivilsi fyri meg, sigur Jóhannes. Trúgvin er tað berandi Vivi og Jóhannes eru, sum nevnt, bæði virkin í andliga arbeiðinum í Kollafirði. Vivi var biðin um at koma í stýrið fyri missiónshúsið longu fyrst í níti árunum,
og sat har fram til 2002. Men tað er serliga innan sunnudags skúla arbeiðið, at Vivi hevur verið drívmegin. Vivi er eisini deknur í Kollafjarðar kirkju. Jóhannes hevur verið í stýrinum í fleiri ár, har hann var næstformaður, men eftir at táverandi formaðurin doyði fyri sløkum tveimum árum síðani, hevur Jóhannes verið formaður. – Tað riggar kanska ikki so væl at sita sum formaður, tá tú siglur, og ert burtur ein part av árinum, men tað eru onnur góð fólk í stýrinum eisini. Mín partur hevur fyri tað mesta verið at hjálpt til handaliga, heldur meira enn andliga, tí talugávurnar eru kanska ikki so góðar. Men gávurnar eru so ymiskar, og vit hava brúk fyri teimum øllum. Tá samanum kemur, er trúgvin tað berandi í lívinum, sigur Jóhannes at enda.
11
12
// Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018 UTTANLANDS
Innkast //
GÓÐ GRÓÐRARLÍKINDI
INNKAST-SKRIVARARNIR ERU:
CHRISTIAN JOENSEN, SALTANGARÁ SÓLBJØRG SÍMUNARSON, ARGIR JÁKUP E. PETERSEN, KEYPMANNAHAVN SUFFÍA NÓN, FUGLAFJØRÐUR
Ein dagin herfyri gekk eg sum so mangan túrin niðan við Sandá saman við Kviku, hundinum. Veðrið var gott, men kalt, sum várið hevur verið í ár. Enn var eingin gróður, eingin grønskan at síggja.
Ein boðskapur Eg fór at grunda yvir, hvussu tað bar til, at hesar sóljur vóru so nógv fyrr enn allar hinar? Og hetta varð sum ein undirvísing og boðskapur fyri mær.
Rásin gongur ein fittan tein niðan í dalin, og heilt uppi við endan á rásini steðgi eg brádliga. Sóljur! Ikki bara ein, men ein heilur hylur fullur av nýútsprotnum sóljum! So vakurt! Og óvæntað! Eg hevði á vegnum sæð nøkur sóljubløð, sum høvdu strítt seg upp millum deyðagrasið fram við ánni. Men útsprotnar sóljur!
1. Tær vaksa, har nógv ljós sleppur framat. Lendið rundanum staðið, har tær vaksa, er opið og mestsum slætt. Einki skuggar fyri sólini ella dagsljósinum. Minnist, tá eg sum ung kom á Argir. Var bilsin um, at sóljurnar komu nógv fyrr fram her enn í Fuglafirði, har eg vaks upp. Ein tíð gekk, áðrenn eg skilti, at tað er, tí at eingi fjøll taka upp fyri her í høvuðstaðarøkinum, meðan fjøllini norðanfyri eru høg, so tímarnir, sólin sleppur framat, eru nógv færri har enn her. So hvat ljósið viðvíkur, kunnu sóljur ikki fáa betur kor.
Henda vakra, óvæntaða sjón hevur fylgt mær síðan. Eg gjørdist so fegin! At hesar vøkru blómur veruliga kunnu blóma so tíðliga á vári, hóast kulda, vind og regn! Heilt uppi ígjøgnum. Sum vildu tær siga: Gakk bara allan vegin, so finnur tú tað vakrasta! Heilt frammi við málið! Nú síggjast fleiri sóljur fram við Sandá, og um stutta tíð síggja vit tær allastaðni, til gleði fyri bæði smá og stór.
2. Tær vaksa í allarbesta sóljulendi. Sóljurnar standa í blotlendi, sum vit vita, sóljum dámar best. Eitt runudíki, ríkað av seyðatøðum frá bønum beint omanfyri. So tær fáa allarbestu føðslu. 3. Har er lívd. Lendið liggur so lágt, at tað lívir í allar ættir. Eingin vindur sleppur framat at oyðileggja tær ungu blómurnar.
tað, sum grør. Kríatúr. Og serliga vit menniskju! Vit vita væl, hvussu stóran týdning, tað hevur fyri eitt barn: Skal tað trívast og mennast, mugu nøkur grundleggjandi kor verða givin tí: Tað má fáa nógv ljós: Kærleika og umsorgan. Tað má fáa góða føðslu, hóskiliga fyri tann aldur, barnið hevur, sum ger, at barnið verður frískt og sterkt. Tað má fáa lívd og vernd, so at tað sleppur at vaksa og búnast, og bara so við og við sjálvt læra at standa í vindi, stormi og ódn, sum lívið í hesum heimi bjóðar einum mannabarni. Og vit, sum tilkomin og eldri eru, er tað ikki eisini soleiðis hjá okkum? Eisini vit mugu fáa ljós, føðslu, lívd og vernd, so at vit kunnu trívast og mennast. Sum tað er gott, at vit, hvar vit eru stødd í lívinum, eiga ein Faðir í Himni, sum fegin vil geva okkum alt hetta! Soleiðis, at eisini hansara mál við okkara lívi verður rokkið: At vit kunnu blóma og bera góðan ávøkst til hansara æru. Undir øllum viðurskiftum! So latið okkum søkja nærri Skaparanum, sum veit at geva okkum bestu kor!
Í slíkum korum trívist alt livandi best! Blómur og trø, alt
LAGT TIL RÆTTIS: TORFINN JACOBSEN
LÓGGEVA MÓTI KONVERTERING Í INDISKUM LANDSPARTI
16.000 KRISTIN DRIPIN Í NIGERIA SEINASTU TRÝ ÁRINI NIGERIA: Muslimski forsetin í Nigeria, Muhammadu Buhari, kallar drápið á 19 kristin í Nigeria fyri bæði ‘ónt og sataniskt’. Hópdrápið fór fram undir eini morgunmessu í eini bygd í Benue-landspartinum, tá ið ein bólkur av víðgongdum muslimum úr fulani-ættar
bólkinum leyp á kirkjuna og skeyt frá hond eftir teimum, ið vóru savnað í katólsku St. Ignatius kirkjuni. Nakrar dagar seinni vórðu minst 39 kristin dripin. Fulanar hava dripið 225 kristin bara í mars mánaði, men fá frætta um hesi drápini. Hildið verður, at um
leið 16.000 kristin eru dripin í Nigeria seinastu trý árini. Samstundis hevur yvir gangs bólkurin Boko Haram seinastu níggju árini dripið fleiri túsund í marknaøkinum millum Nigeria, Kamerun og Tjad, skrivar Udfordringen.
Tilvildarliga vald mynd
INDIA: Indisku myndug leikarnir gera tað enn truplari hjá kristnum og seta enn eina diskriminerandi lóg í gildi. Indiski landsparturin Uttara khand er tann áttandi lands parturin, sum setir í gildi eina sokallaða ‘anti-kon verteringslóg’. Lógin um trúarfrælsi kann eftir navninum at døma,
“
tykjast at vera meinaleys, men í veruleikanum tekur hon møgu leikan at skifta átrúnað frá fólkinum í lands partinum. Lógbrótararnir, til dømis evangelistar, sum kunnu verða ákærdir fyri at hava ‘noytt’ onkran til at kon vertera, kunnu rokna við tvey ára fongsulsrevsing og stórari sekt.
Forfylging av kristnum, sum millum annað fer fram við harðskapi, oyðilegging av ognum hjá teimum kristnu og følskum ákærum, er økt munandi, síðani núverandi stjórnin kom til valdið í India. Hon er kend fyri at stuðla eini hindu-tjóðskaparligari dagsskrá, skrivar Udford ringen. Forsetin í Nigeria, Muhammadu Buhari
“Betlehem var Gud við okkum, Golgata var Gud fyri okkum, og hvítusunna er Gud í okkum.” - Robert Baer
UTTANLANDS // Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018 LAGT TIL RÆTTIS: TORFINN JACOBSEN
FARVEGUR EFTIR KIRKJU KONSTANTINS Í GRAVKAPELLINUM ÍSRAEL: Ein útgrevstur í grav kapellinum í Gravkirkjuni í Jerusalem, vísir, at gravkapellið er tað staðið í Gravkirkjuni, sum Konstantin, keisari, segði vera Jesu grøv. Tað skrivar tíðarritið TEL. Í sambandi við útgrevsturin funnu fornfrøðingarnir eina grøna brotnaða marmorplátu, sum kann dagfestast til millum
ár 335 og 345. Plátan lá á tí steinbeinkinum, har Jesus skal hava verið lagdur. Hetta, sum nú er funnið, kemur óvart á, tí muslimski valds harrin, Hakim, reiv kirkjuna niður í grund í árinum 1009, og higartil hevur ikki borið til at finna farveg eftir upprunaligu kirkju Konstantins í sjálvum gravkapellinum.
Grøna marmorplátan
SKULU EISINI SETA GUD LOYSINGAR OG MUSLIMAR Í STARV TÝSKLAND: Týskar kirkjur gera mismun, tá tær krevja limaskap í kirkjuni av øllum teimum, sum eru í starvi í tí umfatandi sosiala arbeiði, sum kirkjurnar gera. Hetta staðfestir ES-dóm stólurin. Í framtíðini fara starvsfólk, sum starvast í barnagørðum, sjúkra húsum og vælgerandi felagsskapum hjá stóru týsku kirkjusamfeløgunum, eftir øllum at døma eisini at vera muslimar, ateistar og onnur, sum ikki hava ta trúgv, sum kirkjan boðar. Í eini víðfevnandi avgerð hevur ES-dómstólurin staðfest, at kirkjan ikki hevur rætt til at velja ikki-kristnar umsøkjarar frá. Málið kann fáa ovurstórar avleiðingar fyri tað sosiala arbeiðið í Týsklandi. Meira enn ein millión fólk eru í starvi hjá statsstuðlaðum, kirkjuligum
felagsskapum, har tað kristna tilknýtið hevur verið eitt krav. Men nú hevur ES-dómstólurin altso staðfest, at ein átrúnaðar ligur felagsskapur ikki kann krevja, at øll, sum eru í starvi, hava eitt ávíst átrúnaðarligt til knýti. Í 2010 vórðu til dømis Dansk Europamission og Kristeligt Dagblad meldað til løgregluna, tí blaðið hevði eina starvslýsing fyri missiónsfelagið, har lýst varð eftir einum ‘persónliga kristnum’ barsilsavloysara til eitt starv sum fíggjarskrivari. Ríkisákærin gjørdi av, at málið ikki skuldi fyri rættin, men ákæran fekk kirkjuligar felags skapir at boða frá síni stúran fyri, at tey ikki sleppa at seta tey í starv, sum tey ynskja, skrivar Kristeligt Dagblad.
NÝGGJUR AÐAL SKRIVARI Í DANSK EUROPA MISSION DANMARK: Samuel Nyman Erik sen er nýggjur aðalskrivari í Dansk Europamission. Hann er 42 ára gamal og hevur síðani 2008 verið í starvi hjá felags skapinum. – Eg meti tað sum ein fram íhjárætt at sleppa at vera við í arbeiðinum við at hjálpa og tilbúgva tí forfylgdu kirkjuni, so hon kann hjálpa neyðstøddum í lokalsamfelagnum og í orðum og verki vera ein vitnisburður um evangeliið um Jesus Kristus, sum í dag umbroytir menniskju í túsundatali í Miðeystri og Asia, sigur nýggi aðalskrivarin. Hann avloysir Henrik Ertner Rasmussen, sum hevur verið aðalskrivari seinastu 21 árini, skrivar IMT.
MÆLIR JØDUM FRÁ AT GANGA Í ‘KIPPAH’
Tilvildarliga vald mynd
KRÚNPRINSAPARIÐ LETUR 200.000 TIL GRØNLANDS GRØNLAND: Ein skaðilig rús drekkamentan setir síni spor hjá grønlendskum familjum. Takkað verið eini gávu uppá 200.000 krónur frá Fríðriki krúnprinsi og Mary krún prinsessu, kann Blái Krossur nú styrkja arbeiði sítt í átta býum, til tess at skapa felags skapir fyri børn og vaksin. Bæði familjur við rúsdrekkaog rúsevnatrupulleikum fara at fáa gagn av gávuni. – Tað gleðir okkum nógv, at vit nú kunnu hjálpa nøkrum av teimum grønlendsku fam iljunum, sum hava tað allar
13
ringast. Vit vita, at mong fram vegis stríðast við rús drekka trupulleikar og eru heimleys, sigur Christian Bjerre, sum er aðalskrivari í danska Bláa Krossi. Verkætlanin, sum peningurin fer til, eitur “Felagsskapsvirðir til eina betri framtíð fyri børn og ung í Grønlandi”. Familjur í býunum Paamiut, Maniitsoq, Nuuk, Aasiaat, Ilulissat, Sisimiut, Qasigiannguit og Uummannaq verða nú bodnar til fundir um familjunetverk, skrivar blaðið Udfordringen. Mary krúnprinsessa og Fríðrikur krúnprinsur
TÝSKLAND: Jødiska ráðið í Týsk landi mælir nú jødum frá at ganga í ‘kippah’ (tað, sum jødar bera á høvdinum) í teimum størru býunum. Leiðarin í ráðnum, Joseph Schuster, sigur, at orsøkin eru nýggj tekin uppá antisemitismu. Fyri stuttum filmaði ein ísraelskur studentur í kippah, hvussu hann varð sligin við eini reim á gøtuni í Berlin. Álops maðurin var sýriskt flótta fólk, men hendingin hevur skapt nýtt kjak um opna antisemitismu í Týsklandi, skrivar Udfordringen. Sambært samveldis kanslaranum Angela Merkel, er tó talan um ‘øðrvísi anti semitismu’. Tað snýr seg nevn iliga um hatursgerðir, sum arabisk flóttafólk fremja mótvegis Ísrael og jødum, og er sum so ikki tekin um økta antisemitismu millum innføddar týskarar, sigur hon. – Antisemitisman var har frammanundan, og tað harmar okkum, at eingir jødiskir barna garðar og skúlar kunnu virka uttan politiverju bara fá áratíggju eftir kríggið, sigur kanslarin.
14
// Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018 // GREIN
ER BARNADÓPUR Í SAMSVARI VIÐ BÍBLIUNA? ORÐ: JONHARD JÓGVANSSON, CAND.THEOL. OG PRESTUR
Upp ígjøgnum kirkjusøguna hava nógv tær flestu kristnu rørslurnar nýtt barnadóp, men Nýggja Testamenti (NT) nevnir kortini ikki ítøkiliga, at kristin foreldur skulu doypa síni pinkubørn. Heldur ikki finst nakað ítøkiligt forboð ímóti barnadópi í NT. Søkin fyri ella ímóti barnadópi má sostatt viðgerast í ljósinum frá
øllum teimum niðurstøðum og ábendingum, sum ein annars kann finna fram til í NT. Henda sannroynd eigur í sær sjálvum at fáa okkum til at vera sera varin við, hvussu vit tosa við tey, ið vit eru ósamd við (Sproul 2011: 6162). Hví hava nógv tær flestu kristnu rørslurnar brúkt barna dóp upp ígjøgnum kirkju søguna? Hesum spurningi fari eg millum annað at hyggja eitt
sindur nærri eftir í hesi grein. Vit byrja tó við bókini hjá Gerhardi Hansen “Dópur ápostlanna” (Egið forlag 2017) Halgað børn? Undir yvirskriftini “Er barna dópur í samsvar við Bíbliuna?” viðger Gerhard millum annað Fyrra Korint bræv 7,12-14: “Um onkur bróðir hevur vantrúna konu, og hon hevur hug at búgva saman við honum, tá skal
hann ikki lata hana fara frá sær; og ein kona, sum hevur vantrúnan mann, og hann hevur hug at búgva saman við henni, skal ikki lata mannin fara frá sær. Tí at hin van trúni maðurin er halgaður í konuni, og hin vantrúna konan er halgað í bróðurinum; tí at annars vóru børn tykkara órein, men nú eru tey heilag.” Viðvíkjandi hesum tekstinum sigur Gerhard: “Hesi orðini, at børnini eru heiløg vegna ein
trúgvandi pápa ella eina trúgvandi mammu, eru eisini eitt beinleiðis prógv um, at barna dópurin ikki var til á døgum ápostlanna” (Hansen 2017: 59). Eg dugi kortini ikki at síggja, hvussu ein kann koma til hesa niðurstøðu út frá tekstinum hjá Paulusi. Eg hugsi, at alt veldst um sagn orðið “halga” (á grikskum hagios). Hvussu skulu vit skilja tað, sum Paulus sigur her? Hvat
GREIN // Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018
meinar hann við, tá ið hann sigur, at hin vantrúgvandi maðurin er halgaður í hini trúgvandi konuni og so fram vegis? Henda halgan kann í hvussu so er ikki sipa til, at hin vantrúgvandi maðurin verður rættvísgjørdur í hini trúgvandi konuni. Hetta hevði ikki verið í tráð við Bíbliunnar
tí at hin andliga og moralska ávirkanin hjá tí kristna foreldrinum vigar meira enn hin ringa ávirkanin hjá tí van trúgvandi foreldrinum (ESV Study Bible 2008: 2200). Í hesum ljósi havi eg altso ilt við at síggja, hvussu ein kann koma til niðurstøðuna hjá Gerhardi. Hvussu fær ein
Hví hava nógv tær flestu kristnu rørslurnar brúkt barna dóp upp ígjøgnum kirkjusøguna? Hesum spurningi fari eg millum annað at hyggja eitt sindur nærri eftir í hesi grein greiðu læru um rættvísgering av Guds náði við endur loysingini í Kristi Jesusi (Róm 3,24). Halganin í Fyrra Korint brævi 7,12-14 sipar til nakað annað, nevniliga hina góðu ávirkanina, sum hin trúgvandi hevur á hin vantrúgvandi. Tað, sum ger, at ein van trúgvandi hjúnafelagi verður halgaður, er sostatt hansara ella hennara hugur til at halda á við at vera verandi saman við sínum trúgvandi hjúna felaga. Hetta hevur eina góða ávirkan á lívið hjá hinum vantrúgvandi. Lívshátturin hjá tí trúgvandi hjúnafelaganum ella foreldrinum ávirkar heimið á ein serstakan hátt. Lívið, vitnisburðurin og bønin hjá hinum kristna, halgar á henda hátt bæði hin van trúgvandi hjúnafelagan og børn teirra. Talan er um eina a fortiori tankagongd her: Um hin trúgvandi hjúnafelagin hevur eina góða ávirkan á hin vantrúgvandi hjúnafelagan, hvussu mikið meira er hetta so ikki galdandi viðvíkjandi børnunum? (Thiselton 2000: 530) Høvuðsmerkingin hjá orðinum “halga” (á grikskum hagios) er at vígast ella at verða skildur burturúr. Hetta merkir, at hóast bert annað av foreldrunum er trúgvandi, so verða børn teirra merkt á ein slíkan hátt, sum skilir tey burturúr hinum heidna um hvørvinum. Børnini eru halgað,
hetta til at vera eitt beinleiðis prógv um, at barnadópurin ikki var til á døgum ápostlanna? Ábendingar frá Bíbliuni Ein grundgeving, sum ofta verður brúkt ímóti barnadópi, er, at tað ikki finst nakað dømi um barnadóp í NT. Øll, sum verða nevnd í NT, eru vaksin. Tessvegna verður grundgivið fyri, at børn ikki skulu doypast. Hóast hetta má ein kortini hava í huga, at tað til dømis eru fýra familjudópar í Ápostla søguni (11,14; 16,15; 16,33 og 18,8). Í Ápostlasøguni 16,15 lesa vit til dømis um, hvussu Lýdia “og hús hennara” verða doypt. Grikska orðið oikos, sum er umsett til “hús”, hevur møguliga fevnt um pinkubørn, aðrar familjulimir og harumframt eisini trælir. Hetta prógvar ikki barnadópin, men kortini hevði tað verið løgið, um einki pinkubarn varð íroknað í nøkrum av teimum fýra familjudópunum í Ápostlasøguni (Peterson 2009: 461). Hesum viðvíkjandi er tað eisini vert at nevna, at oikos onkuntíð verður ítøkiliga brúkt um barna familjur (sí 1 Tim 3,4-5, 12; 5,4). Hesa familjuinklusjónina síggja vit eisini viðvíkjandi umskeringini í Gamla Testamenti (GT) (sí t.d. 1 Mós 17,26-27). Og tá ið tað snýr seg
um hesar lutir, er tað eisini eitt ávíst samband millum umskeringina í GT og dópin í NT. Hesi eru ikki samlík, men hava tó fleiri umráðandi tættir í felag. Vit síggja til dømis eina samanbering millum um skering og dóp í Kolossu brævinum 2,11-12: “Í honum eru tit eisini umskornir við umskering, sum ikki er gjørd við hond, við úrlating úr holds likaminum, við um skering Krists, av tí at tit vórðu grivnir við honum í dópinum...” Vit vita eisini, at bæði vaksnir menn og smá dreingir vórðu umskornir í GT. Hesir smádreingir vóru ikki førir fyri at játta sína trúgv, men vórðu kortini um skornir. Henda familjuinklusjónin er ikki bara at finna í GT. Tankagongdin ger seg eisini galdandi í NT. Hetta eru teir fýra familjudóparnir, sum eg havi nevnt omanfyri, eisini dømi um. Og av tí at vit vita, at dreingjabørn ofta vórðu um skorin í GT, so tala tey fýra dømini í Ápostlasøguni harvið eisini fyri barnadópi sum nakað sømiligt (Sproul 2011: 63). Í ljósinum frá um skeringini av dreingjabørnum var tað jú ikki nakar
baptismo" uml. 200-206 e. Kr.). Hann gongur út frá, at barnadópur var vanligur siður á hansara døgum, men mælir kortini frá at gera brúk av honum (Valen-Sendstad 1996: 485). Men hóast hann mælir frá at gera brúk av barnadópi, kallar hann ikki barnadópin fyri eina falslæru. (Tertullian hevur eftir øllum at døma góðtikið barnadóp, tá ið talan var um neyðdóp av børnum, sum vóru álvarsliga sjúk.) Mótmælið hjá Tertullian botnar í sannføringini um, at børnini vóru sakleys, og tessvegna var tað sambært Tertulliani eisini óneyðugt at doypa pinku børnini (Ferguson 2009: loc 7256-7286).1 Hóast Tertullian mælir frá at gera brúk av barnadópi, má ein hava í huga, at Tertullian eisini viðgongur, at barna dópurin var vanligur siður á hansara døgum. Tað hevði verið løgið, um eitt stórt frávik frá ápostólsku læruni fór fram, sum smittaði alla kristnu kirkjuna, uttan at nakað mót mæli var at hoyra, áðrenn Tertullian kom á bánan. Henda sann roynd, at barnadópur gjørdist vanligur siður so tíðliga í kristnu kirkjuni og
Í Fyrra Pætursbrævi 3,21 sigur Pætur, at átta sálir vórðu bjargaðar ígjøgnum vatn á Nóa døgum. Og síðani leggur Pætur dent á, at frelsa nú er í mótbílætinum, nevniliga í dópinum. Í grikska grundtekstinum stendur tað enn sterkari. Her er tað sjálvur dópurin, sum frelsir. Boðskapurin hjá Pæturi er greiður: Á Nóa døgum vórðu tey frelst ígjøgnum syndaflóðina, og nú verða tey kristnu frelst ígjøgnum dópsvatnið. Eitt annað dømi er Ápostlasøgan 22,16, har ið Paulus sigur við Ánanias: “Statt upp og lat teg verða doyptan og syndir tínar verða avtváaðar...” fremmandur tanki at rokna børnini uppí. Ábendingar frá kirkjusøguni Kirkjusøgan stuðlar eisini barnadópinum. Tertullian (d. uml. 220) er tann fyrsti, ið nevnir barnadópin (í "De
uttan nakað mótmæli, áðrenn Tertullian gjørdi vart við seg, bendir altso á, at viðurkenningin av barna dópinum hevur verið vanlig í kristnu kirkjuni líka frá fyrstantíð (Sproul 2011: 6668). Hetta talar eisini ímóti
niðurstøðuni hjá Gerhardi: “Falslærarar sníktu so við og við læruna um pinku barna dópin inn í sam komuna ella kirkjuna. Smátt um smátt slapp barna dópurin inn um kirkjugátt...” (Hansen 2017: 62). Afturat Tertullian kann ein eisini nevna aðrar kirkju fedrar. Irenæus (d. uml. 202) og Origenes (d. 254) leggja dent á, at barna dópurin hevur sínar røtur í ápostólsku læruni. Cyprian (d. uml. 254) sigur, at øll børn eiga at verða doypt, tí at tað er ein dópur til synd anna fyrigeving. Og síðan Augustin (d. 430) hevur barnadópur verið vanligur siður í kirkjuni sum heild (Valen-Sendstad 1996: 485). Alt hetta bendir á, at Gerhard rakar við síðuna av, tá ið hann lýsir hetta sum eina falslæru, sum sníkti seg spakuliga inn um kirkjugátt. Um hetta var so, hví er so eingin mótstøða at síggja í fornkirkjuni ímóti hesi sonevndu “falslæru”? Jóhannesevangeliið 3,5 hevur eisini havt eina stóra ávirkan á kirkjuna í 2. øld: “Eingin kann koma inn í Guds ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda.” Um ein hugsar um høga talið av smábarnadeyða tá á døgum, er tað eisini lætt at skilja, hví neyðdópur av pinkubørnum gjørdist vanligur siður so tíðliga í kristnu kirkjuni. Tá ið børnini hjá kristnum foreldrum gjørdust álvarsliga sjúk, var tað nevniliga ein vanlig menni skjalig reaktión at hugsa um frelsuna hjá barninum og at fyrireika tað til deyðan og ævinleikan. Og umbønina hjá foreldrunum um at doypa teirra sjúku børn hevur man neyvan víst frá sær. Hetta, at neyðdópur av pinkubørnum verður brúktur so tíðliga í kirkjusøguni, er eisini við til at greina tann manglandi orða dráttin í fornkirkjuni um Framhald á síðu 16
1 Spurningurin, um børn eru sakleys ella ei, er ikki nakað, sum eg ætlaði at viðgera í hesi grein, men eg havi kortini hug at endurgeva nakað, sum Leif Andersen sigur hesum viðvíkjandi: “Hetta er tað, ið teir bíbilsku tekstirnir siga: Vit verða ikki fødd frelst. Vit verða fødd glatað. Børn hava brúk fyri frelsu. So kann frágreiðingin av hesum vera meira ella minni væleydnað; men hetta er ein bíbilsk sannroynd” (Andersen 2006: 19; mín umseting).
15
16
// Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018 // GREIN
hóskandi aldurin hjá teimum, ið skuldu doypast (Ferguson 2009: loc 7551). Við sannleiksorði Guds Í bók síni leggur Gerhard dent á, at tað er “... hvørki í barna dópinum ella í trúardópinum, vit verða endurfødd, men við sannleiksorði Guds” (Hansen 2017: 61). Eg eri samdur við honum, tá ið hann sigur, at vit verða endurfødd við sannleik sorði Guds, men hetta er kortini ikki í andsøgn við barna dópin. Luther sigur sjálvur: “Dópurin er ikki bara vatn. Hann er tað vatnið, sum er grundað í Guds boðum og tengt at Guds orði” (Dagførd Katekismus 2010: 32). Hetta sam svarar eisini við Efesus brævið 5,26: “...so at hann kundi halga tað við at reinsa tað í vatnbaðinum við orðinum”. Orðið virkar altso halgan/reinsan í vatnbaðinum (dópinum). Ella sum Luther sigur: “Tað er ikki vatnið í sær sjálvum, sum ger tað. Tað er Guds orð saman við vatninum og trúnni á Guds orð, sum verða søgd í dópinum, sum ger tað. Tí uttan Guds orð er vatnið bara vatn og eingin dópur. Men saman við Guds orði er tað ein dópur. Tað vil siga: Lívsins vatn, fult av náði og eitt bað til endurføðing í Heilagum Anda” (ibid.: 32-33). Eg eri altso samdur við Gerhardi, tá ið hann sigur, at vit verða endurfødd við sann leiks orði Guds, men beint tvørtur ímóti Gerhardi síggi eg Guds orð saman við vatninum. Orðið er virkið í dópinum! Ein náðimiðil Gerhard rakar við síðuna av, tí at hann skilir dópin frá Orðinum. Og í tráð við hesa tankagongd kann hann tess
vegna eisini koma til hesa niðurstøðu: “Sostatt er barna dópurin ikki við í endur loysingarætlan Guds (frelsuni)” (Hansen 2017: 62). Um dópurin var skildur frá Orðinum, so hevði henda niðurstøðan verið í lagi. Men niðurstøðan er ikki eftir farandi, tí at dópurin nevniliga er tengdur at Orðinum. Hetta er eisini orsøkin til, at dópurin verður kallaður fyri ein náði miðil. Arne Redse sigur soleiðis: “Uttanum dópin síggja vit eisini altargongd og boð anina av Guds opinbering (í hesum samanhangi vanliga
veri seg børn ella vaksin. Gud er hin sami! Almátturin er hin sami!
Paulus sigur, verða vit reinsað í vatnbaðinum við orðinum (Ef 5,26).
Endurføðing í dópinum Í Fyrra Pætursbrævi 3,21 sigur Pætur, at átta sálir vórðu bjargaðar ígjøgnum vatn á Nóa døgum. Og síðani leggur Pætur dent á, at frelsa nú er í mótbílætinum, nevniliga í dópinum. Í grikska grund tekstinum stendur tað enn sterkari. Her er tað sjálvur dópurin, sum frelsir. Boð skapurin hjá Pæturi er greiður: Á Nóa døgum vórðu tey frelst ígjøgnum syndaflóðina, og nú
Vinurin hjá Gerhardi Í bók síni skrivar Gerhard eisini um ein av sínum góðu vinum, sum kom til trúgv á Jesus Kristus sum vaksin, men sum var barnadoyptur og so statt eisini endurføddur sam bært fólkakirkjunnar læru. Men vinurin hjá Gerhardi sigur tó, at hann varð frelstur, tá ið hann kom til trúgv sum vaksin (Hansen 2017: 62). Síðani spyr Gerhard: “Sam svarar hetta við orð Guds? Tú kanst ikki frelsast tvær ferðir! Fyrst í barnadópinum og so seinni, tá ið tú verður vaktur av orði Guds og tekur við trúnni á Jesus sum tínum Frelsara!” (ibid.: 62-63). Um ein trýr á læruna um, at trúgvandi fólk kunnu falla frá, so kann ein saktans verða bjargaður aftur. Ja, Gud er ein náðigur Gud, sum leitar upp hitt farna fyri at bjarga tí. Men sjálvt um hin fráfalni, sum er doyptur, kann bjargast aftur, so nýtist honum ikki at doypast aftur. Hetta gjørdi vinurin hjá Gerhardi rætt í. Hann læt seg ikki doypa umaftur. Dópurin er jú Guds stað festing av einum náði sáttmála við hin doypta, har ið Gud í sínum kærleika lovar at vera náðigur ímóti okkum, lovar at fyrigeva okkum syndir okkara og lovar at vera okkara Gud – uttan at vit á nakran hátt hava gjørt okkum verd til hesa stóru gávu. Hetta lyftið verður ikki gjørt til einkis, sjálvt um vit svíkja hann og fella frá (Andersen 1994: 268). Gud er áhaldandi hin sami, og hansara lyfti svitast ei. Sjálvt um vit við okkara fráfalli seta okkum
Tá ið Orðið verður tengt saman við vatninum, er sjálvur Almátturin til staðar og ger sín gerning í lívinum hjá teimum, ið verða doypt. Hetta er hin sami Almáttur, sum á tíðarinnar morgni skapti allan alheimin burtur úr ongum við sínum máttmikla Orði (Andersen 1994: 260). Á sama hátt er hann eisini mentur at skapa trúgv har, sum eingin trúgv er, við sínum máttmikla Orði, tað veri seg børn ella vaksin. Gud er hin sami! Almátturin er hin sami! kallað ‘orðið’) sum náðimiðlar. Dópurin er altso ein miðil, sum Gud brúkar, tá ið hann gevur hini einstøku menni skjuni lut í frelsuni (sí 1 Pæt 3,21)” (Redse 2007: 247; mín umseting). Tá ið Orðið verður tengt saman við vatninum, er sjálvur Almátturin til staðar og ger sín gerning í lívinum hjá teimum, ið verða doypt. Hetta er hin sami Almáttur, sum á tíðarinnar morgni skapti allan alheimin burtur úr ongum við sínum mátt mikla Orði (Andersen 1994: 260). Á sama hátt er hann eisini mentur at skapa trúgv har, sum eingin trúgv er, við sínum máttmikla Orði, tað
verða tey kristnu frelst ígjøgnum dópsvatnið. Eitt annað dømi er Ápostlasøgan 22,16, har ið Ánanias sigur við Paulus: “Statt upp og lat teg verða doyptan og syndir tínar verða avtváaðar...” Hesi bæði eru dømi um endurføðing í dópinum. Og sostatt rakar Gerhard við síðuna av, tá ið hann sigur, at tað er “... hvørki í barnadópinum ella í trúar dópinum, vit verða endurfødd, men við sannleiksorði Guds” (Hansen 2017: 61). Ja, tað er satt, at vit verða endurfødd við sannleiksorði Guds. Men tað er líka so satt, at vit verða endurfødd í dópinum. Hví? Tí at Orðið og dópurin eru tvær síður av somu søk. Sum
uttanfyri náðina og signingina í Jesusi, so kunnu vit kortini líta á, at Gud er hin sami, og at hansara lyfti og ríka náði er galdandi fyri okkum, so skjótt vit venda um og ákalla Harrans navn (Andersen 1994: 268). Lat verøld ei við síni makt oss vika burt frá dópsins pakt, men gev, vár longsil allur má til tín, til tín í heilum stá! (Brorson 1732). Keldur Andersen, Leif. 2006. Hvad Bibelen faktisk siger om barne dåben. Fredericia: For lags gruppen Lohse. Andersen, Øivind. 1994. Troslære. Hillerød: Luthersk Missionsforenings Bibelskoles Elevforening. Dagførd Katekismus. 2007. Nesvík: Heimamissiónsforlagið. ESV. 2008. ESV Study Bible. Wheaton, Illinois: Crossway Bibles. Ferguson, Everett. 2009. Baptism in the early church: history, theology, and liturgy in the first five centuries. Grand Rapids, Michigan / Cambridge, U.K.: William B. Eerdmans Publishing Company (kindle). Hansen, Gerhard. 2017. Dópur ápostlanna. Strib: Egið forlag. Peterson, David G. 2009. The Acts of the Apostles. Grand Rapids, Michigan / Cambridge, U.K.: William B. Eerdmans Publishing Company. Redse, Arne. 2007. Mennesket i Guds verden. Oslo: Lunde Forlag. Sproul, R. C. 2011. What is Baptism? Sanford, Florida: Reformation Trust Publishing (kindle). Thiselton, Anthony C. 2000. The First Epistle to the Corinthians. Grand Rapids: Wm. B. Eerdmans Publishing Co. Valen-Sendstad, Aksel. 1996. Troens fundamenter. Århus: Forlaget Kolon. Wisløff, Carl Frederik. 2005. I evangeliets tjeneste. Hillerød: Luthersk Missionsforenings Bibelskoles Elevforening.
LÝSINGAR // Trúboðin // Nr. 10 // 18. mai 2018
17
Keyp andligar bøkur
ONLINE
á keyp.mission.fo
AGNSØLAN KAMBUR ...høgguslokkur, saury, sild, makrelur og rækjur .. . d ag l
Runavík
Tel
21 75 12
ww w.danstein .f o
i g t s a m ba n d u m l a n di ð
P/F KAMBUR
FO-600 Saltangará - Tlf.: +298 448095 - Fartlf.: +298 217720 Fax.: +298 448744 - kambur@olivant.fo
ERKIR :)
L BILM VIT UMVÆLA ØL A HYGG Á OKKAR
HEIMASÍÐU :)
Carro Bilverkstaður Leitisvegur 54, 370 Miðvágur
Tel. 21 25 51 carro.fo
Føroyaprent
Danstein
18
UNGDÓMSSÍÐURNAR
JØRÐIN
- TIL OG FRÁ
Dagurin, Jesus fer av jørðini og vendir aftur til Himmals, Kristi himmalsferðardagur, er endaliga punktumið fyri einasta mannalív, ið ikki er endað við deyðanum. Lív Jesusar. Og tað er byrjanin á einum nýggjum tíðarskifti innan søgu Guds, nevniliga “síðstu tíðirnar”, missiónstíðarskeiðið fram at tí degi, Jesus kemur aftur.
ORÐ: ASBJØRN ASMUSSEN
Bíblian sigur, at í teimum 40 døgunum eftir Jesu uppreisn páskamorgun, vísti Jesus seg á ymiskum støðum og lærdi sínar lærusveinar, áðrenn hann endaliga fór frá teimum aftur til
Missiónsboðini Hesir 40 dagarnir høvdu ómeta liga stóran týdning. Jesus greiddi lærusveinunum frá, hvør ætlanin var við sínum deyða og uppreisn, og hann fyrireikaði teir og gjørdi teir búnar til tað stóra missións virksemi, teir
Jesus greiddi lærusveinunum frá, hvør ætlanin var við sínum deyða og uppreisn, og hann fyrireikaði teir og gjørdi teir búnar til tað stóra missiónsvirksemi, teir brátt skuldu byrja. Og beint áðrenn “eitt skýggj tók hann burtur frá eygum teirra”, gav hann lærusveinunum missiónsboðini um, at teir skuldu fara út í heimin at fortelja um hann fyri øllum fólkasløgum. Himmals – tíggju dagar fyri hvítusunnu. Í evangeliunum og Ápostlasøguni eru savnaðar tíggju ymiskar hendingar frá hesum 40 døgunum; og Paulus sigur frá, at Jesus varð sæddur av meira enn 500 fólkum. Í senn, væl at merkja.
brátt skuldu byrja. Og beint áðrenn “eitt skýggj tók hann burtur frá eygum teirra”, gav hann lærusveinunum missións boðini um, at teir skuldu fara út í heimin at fortelja um hann fyri øllum fólka sløgum. Og teir skuldu doypa fólk í navni
hansara. (Tí kalla vit tey eisini dópsboðini og endur taka tey við hvønn barnadóp.) “Tað er tað besta fyri tykkum, at eg fari burtur. Fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara, men tá eg fari hiðani, skal eg senda hann til tykkara”. Soleiðis tekur Jóhannes upp eftir Jesusi í 16. kapittli, 7. versi. Talsmaðurin er Heilagi Andin, sum kom hvítusunnudag og fylti lærusveinarnar við trúgv og mátti. Kristindómurin verður heimsátrúnaður Við Jesu himnaferð – og síðani hvítusunnu – hendir tað nýggja, at Jesus ikki longur bert er fyri tey fáu. Hann er ikki longur likam liga avmarkaður einum lítlum landaøki í Miðeystri. Nú er hann allastaðni og nær hjá øllum – ið vilja hava felagsskap við hann. Nú kann gleðiboð skapurin um Jesu deyða og
uppreisn verða boðaður øllum fólkum um alla jørð, og trúgvin á hann kann gerast hvørs mans ogn. Krists himnaferð er sostatt tann neyðuga fyriboðanin um hvítusunnu, tá ið Heilagi Andin – talsmaðurin fyri Jesus – tekur
Krists himnaferð er so statt tann neyðuga fyri boðanin um hvítu sunnu, tá ið Heilagi Andin – tals maðurin fyri Jesus – tekur yvir Jesu missión á jørðini og ger kristindómin til ein heimsátrúnað. yvir Jesu missión á jørðini og ger kristindómin til ein heimsá trúnað. Henry Debes Joensen týddi frá Jesusnet.dk við loyvi
19
trúboðin Nr. 10 18. mai 2018
HVAT SKULU VIT NÝTA HEILAGA ANDAN TIL? Spurningur: Hvat skal eg nýta Heilaga Andan til í mun til Jesus og Gud?
ORÐ: JAN FROST
Svar: Vit kristnu vita, at tað einans er ein Gud. Tó tosa vit um, at bæði Faðirin, Sonurin (Jesus) og Heilagi Andin er Gud. Hetta kann virka órógvandi; men frágreiðingin er, at Gud er ein tríeind. Gud er ein vera, men tríggir persónar. Hjá okkum menniskjum er hetta ógjørligt heilt at skilja. Men soleiðis hevur altso Gud opinberað seg fyri okkum. Tá ið vit tí biðja til Guds, er tað, djúpast sæð, líka mikið, um vit biðja til Faðirin, Sonin ella
Heilaga Andan. Tað er Gud, vit biðja til í øllum førum. So kanst tú av røttum spyrja: Hví siga vit so ikki bara “Gud” altíð, tá ið vit biðja; men eisini “Faðir”, “Jesus” og “Heilagi Andin”? Tað kemst av tí hátti, sum Bíblian talar um Gud. Tá ið Bíblian sigur frá, hvussu Gud fór til verka í heiminum at frelsa menniskjað, so er tað mest um Jesus. Tað var Jesus, sum doyði fyri syndir okkara. Tað var Jesus, ið reis upp av grøvini aftur. Tað er tí, vit so ofta venda okkum til Jesus í bønini, tá ið vit takka Gudi fyri frelsuna. Vit
takka Jesusi, tí hann var fúsur til at doyggja fyri okkum, og vit takka Jesusi, tí at hann sigraði á deyðanum.
Tá ið vit tí biðja til Guds, er tað, djúpast sæð, líka mikið, um vit biðja til Faðirin, Sonin ella Heilaga Andan. Tað er Gud, vit biðja til í øllum førum. Tá ið Bíblian lýsir tað, Heilagi Andin ger, so sigur hon okkum,
at tað er Heilagi Andin, ið sann førir okkum um, at vit eru syndarar, og sum skapar trúnna í okkum. Tað er harafturat Heilagi Andin, ið vegleiðir okkum at liva sum kristin og gevur okkum styrki til tað. Tað er tí, at tað er natúrligt hjá okkum at biðja Heilaga Andan um hetta. Men í hvussu so er, so er tað tann sama og einasta Gud, við biðja til. Henry Debes Joensen týddi frá Jesusnet.dk við loyvi
JÓHANNA STEINHÓLM, TÓRSHAVN
Ofta hava fólk lyndi til at samanbera seg við onnur. Eisini ímillum trúgvandi. "Hann dugir nógv betri at vera trúgvandi enn eg", "hon dugir betri at biðja enn eg", og so framvegis. Eg steðgi ofta við hesar útsagnir. Sum menniskju vilja vit verða góðtikin, men føla, at vit aldrin vera nóg góð, tí onkur annar er altíð betri. Men er tað ikki ein grund til, at vit øll eru øðrvísi, at øll síggja øðrvísi út, og øll hava ymiskar eginleikar og gávur? Hvat sigur Bíblian? “Vit eru Guds verk, og í Jesusi Kristi eru vit skapt til at gera tað góða, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri.” (Ef 2,10) Vit eru Guds meistaraverk, og við Jesusi í hjartanum eru vit skapt til at gera tað góða, sum Gud longu hevur lagt
í okkum. Menniskjan er krúnan á skapanarverkinum. Vit eru tey týdningarmestu hjá Gudi.
okkum serstøk og við teimum eginleikunum, sum júst tú hevur brúk fyri, fyri at hjálpa har tú ert. Tað er bara ein av tær til í verðini.
Men eru vit øll líka? Eru vit bara ein hópframleiðsla? Í sálmi 139 stendur, at Gud kendi hvønn einstakan av okkum, áðrenn vit vórðu fødd. Eisini verður skrivað, at Gud kennir okkum so væl, at hann veit enntá talið av hárum á høvdinum. Tann Gud, sum skapti alheimin, skapti jørðina, skapti náttúruna, ja, hann skapti ALT, hann kennir eisini talið av hárum á høvdinum hjá hvørjum einstakum persóni í hesum heimi. Woow! So nei, vit eru ikki øll líka. Gud kennir hvønn einstakan av okkum. Hann hevur skapað okkum hvør sær, ein og ein, ikki ein tann einasti er líka. Gud ger ikki eitt stórt samliband og hópframleiðir okkum. Nei, hann skapar
Tað sanna virðið er, hvat Gud sigur um teg. Tá tú sært teg ígjøgnum Guds eygu, sært tú, at títt lív hevur sera stórt virði. Tú ert eitt meistaraverk. Í staðin fyri at samanbera teg við onnur og at vera kedd/ ur, tí tú kanska ikki ert líka góð/ur sum ein annar, so ver heldur glað/ur fyri, at vit øll ikki eru líka. Stuðlið hvør øðrum. Verið heldur glað fyri, hvussu væl hini duga, og hvussu væl tey duga at brúka sínar gávur. Og bið til Guds hvønn dag um, at hann má brúka teg til sítt ríki. Gud hevur skapað teg, júst soleiðis sum tú ert, og at hann vil brúka teg til at elska og hjálpa øðrum.
Í SÁTT OG SEMJU VIÐ NÁTTÚRUNA Vit leggja stóran dent á burðardygga veiðu. Umframt at virða stovnarnar, hava vit tí valt at føra alt av fiskinum við til lands – bæði høvd, ryggir, uggar, livur, rogn og innvølir, soleiðis at alt hetta tilfeingi kann fáast til høldar og hervið skapa eitt meirvirði fyri Føroyar – nú og í framtíðini.
FRAMHERJI P/F Karvatoftir 4 FO-530 Fuglafjørður Telefon +298 200 700