Trúar hjálpin
HVUSSU VIT GERA
SÁTTMÁLAN TIL VERULEIKA Í OKKARA LÍVI
Jim Kaseman
Mong trúgvandi eru sjúk, fátæk og við undirlutan á fleiri, um ikki øllum økjum í sínum lívi! Hóast alt tað, ið Harrin Jesus gjørdi fyri tey á Golgata krossi. Gud gav frælsið til alla mannaættina. Frælsið frá synd, fátækdómi, sjúkdómi og deyða!
Guds orð opinberar, at ein endurføddur kristin er ein nýggjur skapningur í Jesusi Kristi (2. Kor. 5:17), við ævigum lívi og við Guds egnu náttúru (1. Jóh. 5:10-13). Sum trúgvandi eru vit loyst frá Sátans valdi og sett inn í Guds ríkið (Kol. 1:12-14).
Um hetta er satt, hvussu ber tað til, at so mong trúgvandi ikki síggja, liva ella tosa, sum um tey eru í Guds ríki? Tað er tí, at sáttmálin er ikki ein veruleiki í teirra lívi.
Játtanin stýrir okkum
Ein andalig lóg er, ið sigur, at játtanin stýrir okkum. Ógvuliga fá menniskju geva sær far um veruleikan í hesi lóg, og liva sostatt sum um hon ikki er til. Vit koma ongantíð longri enn okkara játtan loyvir okkum. Hetta er galdandi fyri bæði frelst og ófrelst. Í Markus 11:23 sigur Jesus, at alt, sum vit siga, skal henda, um vit ikki ivast í okkara hjarta (anda), men trúgva í okkara hjarta (anda), og játta tað við munninum. Jesus segði ikki, at vit skulu trúgva við høvdinum (vitinum) og játta við munninum, men Hann segði, at vit skulu trúgva við hjartanum (andanum) og játta við munninum.
Tað er orsøkin til, at so mong ganga til møtir og gudstænastur alt lívið og hava nógva vitan um Bíbliuna og glatast tó í helviti. Tey vóru ikki
líðin Guds orði og frelsuni, sum skrivað er um í Rómverjabrævinum 10:9-10:
Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.
Tí við hjartanum trýr ein til rættvísi; og við munninum játtar ein til frelsu.
Játtanin er virkin til alt
Lógin um játtanina er ikki bert virkin til frelsu, men eisini virkin til alt annað í lívinum. Tað verið seg gott ella ónt. Í Markus 11:23 sigur Jesus:
„...og ivast ikki í hjartanum, men trýr, at tað verður, sum hann sigur, honum skal verða so“.
Nógv fólk hava meiri trúgv á Sátan enn á Gud. Tey trúgva við hjartanum og siga við munninum: „Eg fái altíð krím, tá tað gongur“ og av tí at tey trúgva tí og siga tað við munninum, so fáa tey krím. Heldur enn at trúgva í hjartanum og siga við munninum, „Jesus tók mínar veikleikar og lyfti av mær mínar sjúkur sambært Matteusi 8:7, og tí nokti eg einhvørjari sjúku at vera í mínum likami!“
Orðatøkini siga okkum, at vit eru fangað av tí, ið okkara muður mælir.
Játta sjúku og fátækdømi og tú fært tað!
Játta heilsu og framgongd og tú fært tað!
Valið er títt!
Styrk tína trúgv
Vitnisburðurin ella játtanin er ein týdningarmikil partur av trúarlívinum. Um tú vil framleiða eina sterka trúgv, tosa so javnan um tað, ið Harrin ger fyri teg, og um tað, ið Guds orð sigur um teg. Oftari tú tosar um Jesus, tess veruligari gerst hann í tínum lívi. Minni tú tosar um hann, tess óveruligari gerst hann í tínum lívi.
Játta tað, ið Guds Orð sigur um teg og tínar umstøður, sjálvt um tú ikki trýrt tí sjálvur beinanvegin, tí trúgv kemur av tí, ið prædikað ella hoyrt verður, tá tað, ið prædikað ella hoyrt verður er Guds Orð. (Róm. 10:17).
Tá tú játtar orðið, byrjar trúgvin at vaksa, tí trúgvin kemur av tí, ið hoyrt er. Og alt tað, ið tú trýrt í tínum hjarta og játtar við tínum munni, kemur at henda. (Markus 11:23).
Játtan av trúnni fremur veruleikar
Játtan av trúnni fremur veruleikar. Sæð frá Guds sjónarmiði, er alt, tú hevur ella er í Kristusi ein veruleiki. Hann hevur gjørt tað so. Øll lyftini í Bíbliuni eru okkara løgliga sæð.
Bíblian er eitt lóggyldugt skjal, innsiglað við Jesusar blóði. Men tað er tín trúgv og tín játtan av trúnni, ið gera lyftini til veruleika fyri teg.
Gud vil, at vit skulu njóta og kenna til veruleikan av øllum tí, hann hevur gjørt fyri okkum – og hann hevur longu tosað um, hvussu vit skulu byrja at fáa henda kennskap, nevniliga við at nýta – og játta orðið.
Far gjøgnum skriftirnar, serliga Nýggja Testamentið, og fá greiðu á ørindum, ið innihalda „í Kristusi“, „í Honum“, „í Hvørs“, og „gjøgnum Hann“.
Ger ørindini persónlig og byrja at játta tey við munninum.
Byrja at siga; „hetta er mítt, hetta eri eg í Kristusi, hetta er tað, eg havi í Kristusi og hetta er tað, eg kann gera í Kristusi“. Tá kemur tú at verða loystur og sáttmálin verður ein veruleiki í tínum lívi.
Lyftini eru longu veruleiki í tí andaligu verðini. Men vit vilja, at lyftini skulu gerast ein veruleiki í okkara fysisku verð, har vit eru, og tað er í likaminum. Mær tørvar ikki likamliga grøðing, tá ið eg eri komin til himmals, men mær tørvar hana nú. Mær tørvar ikki frælsi frá Sátans leinkjum í himlinum, men mær tørvar frælsi nú, meðan eg livi her á jørðini – har eg livi í dag!
Byrja nú
(játta hvønn dag)
Ger lyftini í sáttmálanum til veruleika. Byrja at gera Guds orð persónlig og játta tað hvønn dag við munninum. Trúgv orðinum í hjartanum (ikki við høvdinum – vitinum). Byrja síðani at liva sum um Guds orð er sannleiki.
Ger hetta, og tú kemur at sigra!
Tað, eg eri í
Kristusi
(játta hvønn dag)
Eg eri ein nýggjur skapningur í Jesusi Kristi. Mín andi er skaptur eftir Guds mynd. (2. Kor. 5:17)
Í Kristusi eri eg fullkomin. (Kol. 2:9-10)
Eg eri rættvísur í Kristus Jesusi. Eg havi rætta støðu fyri Gudi, eins og eg ongantíð havi syndað fyrr. (2. Kor. 5:21)
Eg eri keyptur leysur frá banning lógarinnar t.v.s. frá fátækdómi, sjúkdómi og andaligum deyða. (Gal. 3:13; 5. Mós. 28).
Eg eri Guds barn og arvingi Kristusar. (Róm. 8:16-17).
Eg eri bjargaður úr Sátans ríki og eri nú í Guds elskaða sonar ríki. (Kol. 1:13-14).
Eg eri ein partur av Kristi likami og Sátan hevur einki vald á mær. (1. Kor. 12:14-27; Luk. 9:1; Luk. 10:9)
Eg eri settur við Kristusi í hin himmalska heimin. (Efes. 2:4-6)
Eg eri settur við Kristusi við Guds høgru síðu í himli, høgt yvir alla tign, allan myndugleika, alt vald, alt harradømi og hvørt navn, ið nevnt verður, er lagt undir føtur Kristusar. (Efes. 1:20-23)
Tað, eg eigi í Kristusi (játta hvønn dag)
Eg eigi alla andaliga signing, í hinum himmalska, í Kristusi. (Efes. 1:3)
Alt hoyrir mær til. (1. Kor. 3:21-22)
Gud fyllir allan mín tørv eftir ríkidømi sínum, í dýrd, í Kristusi. (Fil .4:19)
Mær nýtist ikki at óttast nakran, eg kasti alla sorg
mína á Hann, tí Hann hevur umsorgan fyri mær. (1. Pætur 5:7)
Tað, eg kann gera í Kristusi
(játta hvønn dag)
Í Heilaga Andans kraft eri eg eitt vitni fyri Jesus. (Áps. 1:8)
Eg kann tosa við onnur um Jesus, og eg geri tað. (Matt. 28:18-20)
Sum ein trúgvandi og í Jesu Kristi navni, kasti eg út illar andar, tali í tungum, og tá ið eg leggi hendurnar á tey sjúku, verða tey grødd. (Mark. 16:17-18)
Eg orki alt í Honum, sum ger meg sterkan. (Fil. 4:13)
Til gleði og styrki (játta hvønn dag)
Gleðin í Harranum er styrki mín. (Neh. 8:10)
Harrin er tann, ið verjir mítt lív. (Sálm. 27:1)
Hann, ið er í mær, er størri enn hann, ið er í heiminum. (1 Jóh. 4:4)
Eg lati ikki orðið víkja frá mínum eygum, tí tað er lív og heilsubót fyri alt mítt likam.
(Orðat. 4:20-22)
Eg slatri ikki og nýti ikki ljót orð, men tosi bert slíkt, ið byggir upp. (Efes. 4:29)
Eg nokti at geva djevlinum nakran møguleika. (Efes. 4:27)
Eg vaksi á allan hátt upp til Hansara, tí eg eri sannleikanum trúgvur í kærleika. (Efes. 4:15)
Eingin kann slíta meg úr hond faðirsins, tí eg havi fingið ævigt lív. (Jóh. 10:28)
Eg lati frið Kristusar ráða í mínum hjarta og nokti at lata umstøðurnar órógva meg.
(Kol. 3:15, 1 Pæt. 5:7)
Tað, ið eg nokti at lata henda, her á jørðini, noktar eisini Guð at lata henda, og tað, ið eg loyvi at henda, loyvir eisini Guð at henda.
(Matt. 16:19)
Eg eri ein trúgvandi, og hesi tekin fylgja mær: Eg tali í tungum, og tá ið eg leggi hendurnar á tey sjúku, gerast tey frísk. (Mark. 16:17-18)
Eg eri fyltur í Honum, ið er høvdið yvir øllum andaligum myndugleikum og harradømi.
(Kol. 2:10)
Fyri fíggjar- og menniskjaligan tørv
(játta hvønn dag)
Kristus hevur keypt meg leysan undan banning lógarinnar. Hann hevur keypt meg leysan frá fátækdómi, sjúkdómi og deyða.
(Gal. 3:13, 5 Mós. 28)
Í staðin fyri fátækdóm hevur Hann givið mær yvirflóð, í staðin fyri sjúkdóm hevur Hann givið mær heilsu og í staðin fyri deyða hevur Hann givið mær ævigt lív. (2 Kor 8: 9)
Eg gleði meg í Harranum og Hann gevur mær tað, ið mítt hjarta tráar eftir. (Sálm. 37:4)
Eg havi givið, og eitt gott, stappað, rist og rokað mál, skal verða givið mær í fangið. (Luk. 6:38)
Eg havi givið tíggjund, og Gud hevur latið upp himmalsins lúkur og letur signingar í yvirflóð streyma niður yvir meg. (Mal. 3:10)
Eg havi altíð alt, ið mær tørvar, og gevi til eitthvørt gott endamál, tí at Gud letur í ríkiligt mát av náði síni koma mær til lut. (2 Kor. 9:8)
Mær tørvar einki, tí at Gud fyllir allan mín tørv, eftir ríkidømi Sínum í dýrd í Kristusi. (Fil. 4:19)
Harrin er hirði mín; mær fattast einki. (Sálm. 23:1)
Til leiðslu og kunnleika
(játta hvønn dag)
Sannleikans Andi er í mær og lærir meg alt. Hann leiðir meg til allan sannleikan. Eg havi nóg nógvan kunnleika til at fata eina og hvørja støðu eg komi í. (Jóh. 14:26, Jóh. 16:13)
Eg líti á Harran av øllum hjarta mínum og líti ikki á mítt egna vit og skil. (Orðat. 3:5)
Eg kenni Hann á øllum leiðum mínum og Hann skal gera gøtur mínar rættar. (Orðat. 3:6)
Títt orð er fóti mínum lykt og eitt ljós á gøtu míni. (Sálm. 119:105)
Harrin skal fullføra verk sítt fyri meg. (Sálm. 138:8)
Eg lati orð Kristusar búgva ríkiliga í mær í øllum vísdómi. (Kol. 3:16)
Eg fylgi tí góða hirðanum, tí eg kenni rødd hansara, men eini fremmandari rødd fylgi eg als ikki (Jóh. 10: 3-4)
Eg beri meg ikki at sum henda øld, men lati mítt sinnið endurnýggja við Guds orði. (Róm. 12:2)
Ímóti ótta og órógv
(játta hvønn dag)
Eg eri settur í Kristi likam og Sátan hevur einki vald á mær. (1. Kor. 12:14-27)
Hann, ið er í mær, er størri enn hann, ið er í heiminum. (1. Jóh. 4:4)
Eg óttist einki ilt, tí tú ert hjá mær Harri. Títt orð og tín andi troysta meg. (Sálm. 23:4)
Við rættvísi eri eg grundfestur. Angist er langt frá mær og eg havi einki at óttast. Eg eri tryggur fyri ræðslu, tí hon skal ikki koma mær nær. (Jes. 54:14)
Einki vápn, ið smíðað verður ímóti mær, skal fáa sigur, tí mín rættvísi er frá Harranum (Jes. 54:17)
Alt, ið eg geri, eydnast væl, tí eg eri sum eitt træ, ið er plantað við vatnsløkir. (Sálm. 1:3)
Harrin Jesus Kristus gav seg sjálvan, fyri syndir mínar, fyri at bjarga mær úr hesum núverandi ónda heimi, eftir vilja Guds og Faðirs okkara.
(Gal. 1:4)
Einki ilt skal henda mær, og eingin plága skal koma tjaldi (húsi) mínum nær. (Sálm. 91:10)
Tí Hann hevur givið einglum Sínum boð um at varðveita meg á øllum vegum mínum. (Sálm. 91:11)
Á rættvísivegi er lív, og gøtur hansara leiða ikki í deyðan. (Orðat. 12:28)
Eg eri gerari verksins og eri sælur í mínum gerningi. (Ják. 1:25)
Eg lyfti skjøld trúarinnar! Við honum eri eg mentur at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda. (Efes. 6:16)
Kristus hevur keypt meg leysan frá banning lógarinnar. Eg nokti øllum sjúkdómi at nerta við meg. (Gal. 3:13, 5. Mós. 28)
Eg havi sigrað hann (Sátan) við blóði lambsins og við orði vitnisburðar míns. (Opinb. 12:11)
Eg eri Gudi undirgivin. Eg standi ímóti djevlinum, og hann skal flýggja frá mær. (Ják. 4:7)
Til ævigar tíðir, Harri, stendur orð Títt fast í himli. (Sálm. 119-89)
Øll børn míni skulu verða lærd av Harranum, og børn míni skulu njóta miklan frið. (Jes. 54:13)
Føroyskan útgevararætt © Jan M Hjaltalin. 1. útgáva 2007, 1000 eintøk.
Útgevari: Trúboðanardeildin í Kelduni í Skálabotni. Prent: Føroyaprent
Fleiri eintøk kunnu fáast við at venda sær til Kelduna í Skálabotni.
Kontaktpersónur: Jan M Hjaltalin
Vípuvegur 9, FO-110, Tórshavn
Upprunarættur ©: Jim Kaseman, Word of Faith Ministries, P O, Box 1409, Broken Arrow, OK 74012, USA
Onnur skriftstøð
Tá tú lesur hesi bíbliuørindini, sært tú, hvør tú ert, hvat tú ert, hvar tú ert og hvat tú eigur í Jesusi Kristi. (Hetta eru ikki øll ørindini í hesum evni)
Matteus 8:17 11:28-30 18:11 18:18-20 Markus 1:8 9:23 11:23-24 Lukas 10:19 17:33 Róm 3:22-24 5:1-19 6:4-23 7:4 8:1-2 8:32-37 12:5 1. Kor 1:2-5 , 30 8:6 15:22 , 57 2. Kor 1:20-21 2.14 3:14 5:17-21 Gal 2:4 2:16-20 3:13-14 3:26-29 4:7 5:1-6 6-14-15 Efes 1:3-23 2:5-22 3:6 3:12 4:16 5:8 6:10 Fil 1:11 2:5 2:13 3:9 3:12-14 4:6-7 4:19 Kol 1:12-28 2:1-20 3:17 Jóh 1:4 3:15-17 4:14 6:40 6:56 10:10 14:6-23 15:4-9 16:23-24 1. Tess 4:16 5:18 1. Tim 1:14 2. Tim 1:9-13 2:1, 10-12 3:15 Titus 2:14 3:7 Hebr 1:3 2:9-18 4:14-16 7:19-25 8:6 9:11-15 9:24-28 10:10-20 13:5-6 13:8-21 1. Pætur 1:3 , 8 1:21 2:5 2:9 2:21 3:18 5:10 2. Pætur 1:8 1. Jóh 1:7-9 1:5 2:18 2:27 3:2-6 3:24 4:9-15 4:4 5:1-20 2. Jóh 1:9 Opinb 1:5-6
Skálafjarðavegur 26, 485 Skálafjørður Tel 442 500 keldan@keldan.fo keldan.fo Fylg okkum