Shalom BLAÐIÐ Blað nr. 2 - 25. árgangur - oktober 2018 - Ísraelsmissiónin
GRÍPANDI VITNISBURÐAR UM AT GUD SETUR Í FRÆLSI Les á síðu 2
JESUS OG TÆR JØDISKU HÁTÍÐIRNAR Les á síðu 3
Vertsfamiljur fyri ísraelskum ferðafólki Síðst í august og fyrst í september vitjaði messianski jødin Omri Jaakobovich í Føroyum. Hann greiddi serliga frá um felagsskapin Hosting Israeli Travelers (HIT) Omri er sjálvur vaksin upp sum ein versligur jødi í eini kibbutz hálvan tíma frá Nazaret. Á eini ferð sum ungur í Ný Sælandi, vitnaði ein hollendari fyri honum og segði; “Omri, tú leitar eftir sannleikanum kring allan heimin, men hann er at finna í tíni egnu mentan”. Hetta gjørdi hann forvitnan, og hann fór inn á eitt bókasavn, fann eina Bíbliu bæði við Gamla og Nýggja Testamenti og byrjaði fyri fyrstu ferð í lívinum at lesa í Nýggja Testamenti. – Eg helt, at Nýggja Testamenti var ein antijødisk bók, har millum annað ein uppskrift fanst, hvussu ein kundi gera seg inn á jødarnar. Men eg fór fullkomuliga skeivur. Longu í fyrsta versinum las eg um Messias og um son Ábrahams og son Dávids. Eg var sera bilsin, sigur Omri.
Messianski jødin, Omri Jaakobovich, á ferð í Føroyum
Hosting Israeli Travelers Omri kom til trúgv á Jesus, og tað hevur fullkomuliga broytt hansara lív. Og hansara ynski er, at orðið um Messias eisini skal broyta lívið hjá øðrum ungum ísraelum. Fyri fleiri árum síðani stovnaði hann felagsskapin Hosting Israeli Travelers (HIT), sum
hevur til endamáls at hýsa ungum ísraelum, ið fara uttan lands at ferðast. Hann mælir so eisini vertsfamiljunum – um møguleikin er til tað – at deila evangeliið um Jesus við ísraelar, so at teir fáa møguleikan at hoyra gleðiboðskapin. Hansara vón og bøn er, at ísraelar fara at trúgva á Jesus út frá vitnisburðinum frá
kristnum – just sum tað hendi í hansara egna lívi. Sjálvur ferðast hann kring heimin at fáa nýggjar verts familjur. Hann veit um ísraelar, ið hava tikið við trúgv á Jesus, eftir at hava hoyrt vitnisburð frá verts familjum. Hvussu nógvir eru komnir til trúgv, veit hann tó ikki.
– Tað, sum er týdningarmikið, er, at kristin eisini eru við til at boða evangeliið fyri jødum. Meðan Omri var í Føroyum, teknaðu 45 føroyingar seg at hýsa ísraelskum gestum. Tað var vinafelagið FøroyarÍsrael, sum legði ferðina hjá Omri til rættis í Føroyum.
Føroyskt bíbliuskeið í Ísrael í 2019 Frá umleið 27. juni til 14. juli 2019 verður aftur føroyskt bíbliuskeið í Ísrael. Luttakaratalið er avmarkað Um Gud vil og vit liva, verður bíbliuskeiðið aftur hesaferð hildið í danska húsinum hjá Ordet & Israel, sum liggur í Poriya, tætt við Genesaretvatnið. Sum heitið sigur, er talan um eitt bíbliuskeið. Tað vil siga, at tað verður daglig bíbliuundirvísing, umframt at vitjað verður á nøkrum av bíbilsku støðunum í Norðurísrael. Teir seinastu dagarnar er ætlanin at vera í Jerúsalem.
Eins og undanfarin ár fara vit at leiga bilar, sum vit sjálvi koyra runt við í Ísrael. Onkur busstúrur verður eisini. Tað er sera heitt í Ísrael hesa tíðina á árinum (30-45 hitastig), og tí mugu luttakarar tola nógvan hita. Ísraelsmissiónin skipar fyri. Ferðaleiðarar verða Petra & Jóhan Henriksen og Marna & Frants Jensen. Luttakaratalið er avmarkað. Áhugað kunnu tekna seg hjá á tel 793002 (Frants) ella 279419 (Jóhan). Tekningarfreistin er 1. desember 2018.
SHALOMBLAÐIÐ
2
Nr. 2 – oktober 2018
Karen Elkjær Abrahmsen, volontørur í Haifa:
Grípandi vitnis burðar um at Gud setur í frælsi Undir eini gudstænastu hoyrdi Karen vitnisburð frá eini kvinnu, sum var illa stungin og deyðanum nær, eins og fanganum, ið var komin til trúgv og sum sat í fongslinum og fylgdi við gudstænastuni.
Í mars í ár fór Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi til Ísraels at arbeiða sum volontørur á Ebenezarheiminum í Haifa. Hon hevur áður í Shalom-Blaðnum nr. 1, 2018 greitt frá sínum arbeiði. Nú hava vit spurt hana millum annað um tær hátíðirnar, sum eru í Ísrael í september og oktober. – Á heiminum, har eg arbeiði, merkja vit ikki so nógv til, at tað eru hátíðir. Har eru bæði jødar, arábar og kristin, og tað verður ikki gjørt so nógv burturúr
sova undir leyvskálum hesa vikuna, hátíðin er.
Frælsur í fongsli – Leyvskálahátíðin er ein gleðishátíð. Shmuel Aweida, presturin í kirkjuni, tosaði nógv um hetta, at fólkið varð sett í frælsi frá trælahaldi í Egypta landi. Men hann legði eisini dent á, at ta veruliga gleðin fáa vit, tá ið vit eru sett í frælsi av Kristi. Og viðkomandi, ið er settur í frælsi av Kristi, er ikki trælur longur, segði hann.
Men hann legði eisini dent á, at ta veruliga gleðin fáa vit, tá ið vit eru sett í frælsi av Kristi. Og viðkomandi, ið er settur í frælsi av Kristi, er ikki trælur longur, segði hann. Karen Elkjær Abrahamsen, volontørur í Haifa
hátíðunum. Tá ið jødiska nýggj árið, rosh ha-shana, var, so varð tó grillað úti í havanum, sigur Karen.
Leyvskálahátíðin Á leyvskálahátíðini varð heldur ikki gjørt so nógv burturúr á heiminum, men nógv varð gjørt burturúr í Eliaskirkjuni, har Karen fleiri ferðir hevur verið. Hetta er ein hátíð, har takkað verður fyri grøðina, men eisini har minst verður til tey 40 árini í oyðimørkini, tá ið Harrin leiddi og tók sær av fólkinum. Nógva staðni í Ísrael verða leyvskálir bygdar bæði inni og úti, og fleiri
– Miðskeiðis undir taluni segði hann, at tílíkt frælsi kann ein eisini hava, sjálvt í einum fongsli, um ein altso er settur í frælsi av Kristi. So tók hann fartelefonina av talarastólinum og segði, at ein fangi, ið sat handan rimarnar í tríggjar mánaðir hevði fylgt við í gudstænastuni, og hann sat og lurtaði hesa løtuna gjøgnum telefonina. Hetta var stórt at hoyra, sigur Karen.
Fekk ikki ró, fyrr enn hon fyrigav Ein annan dag í kirkjuni vitnaði ein ung kvinna, og hon segði, at hon var álopin, stungin og illa Á leyvskálahátíðini varð nógv gjørt burturúr í Eliaskirkjuni
SHALOMBLAÐIÐ
Nr. 2 – oktober 2018
3
Jesus og tær jødisku hátíðirnar Bók: Jesus og de jødiske fester Rithøvundur: Jan Holm Mortensen Forlag: Lohse Síðutal: 285
Nýggj og áhugaverd bók er komin um Jesus og tær jødisku hátíðirnar. Og lat meg siga tað beinanvegin: Hetta er ein bók, ið einhvør bíbliulærari og undir vísari í Guds orði kann fáa sera nógva vitan og íblástur frá. Og eisini einhvør, ið hevur eitt sindur av áhuga fyri jøda dóminum og Jesusi kann læra sera nógv. Jødiski hvílidagurin, sabbat, eins og tær jødisku hátíðirnar fylla rættiliga nógv í Bíbliuni.
Hvussu vórðu hátíðirnar hildnar? Hvør er týdningurin aftanfyri? Og hvussu nýtti Jesus hesar hátíðirnar til at siga nakað um seg sjálvan og Guds ríki? Hetta eru nakrir av spurning unum, ið verða viðgjørdir í bókini. Bæði tær meira kendu hátíðirnar, páskir og hvítusunna, verða viðgjørdar, men eisini tær meira ókendu fyri okkum, leyv skálahátíðin, stóri sáttargerðar dagurin, tempulvígsluhátíðin (hannukka) og aðrar. Vit síggja ein greiðan saman hang millum Gamla og Nýggja Testamenti, ofta frá nýggjum og
møguliga yvirraskandi sjónar hornum. Nýtt lív kann koma í kendar bíbliutekstir. Hóast tað viðhvørt ikki eru teir lættastu bíbliutekstirnir, ið verða viðgjørdir, so er bókin skrivað á ein lættan og pedagogiskan hátt, og kjarnin í boðskapinum kemur greitt fram. Hetta er avgjørt ein styrki við bókini. Góðan lesihug! Frants Jensen
Jødarnir tørva ikki Jesus og aðrar misskiljingar Bók: Jødarnir tørva ikki Jesus og aðrar misskiljingar
Rithøvundur: Avi Snyder Forlag: Lunde Forlag
skadd. Hon kom tó fyri seg aftur. Hon segði, at hon fekk tað soleiðis, at hon mátti fyrigeva hesum manninum, ið hevði stungið hana. Áðrenn hon avgjørdi at fyrigeva, hevði hon tað ringt. Men seinni fór hon at vitja hendan mannin í fongslinum, og fortaldi honum, at hon fyrigav honum alt. Fangin undraði seg og spurdi, hví hon kom at siga honum hetta. Hon fekk so høvi at vitna fyri honum, og hann kom til trúgv á Jesus, sigur Karen. Tað vísti seg, at hesin fangin var hann, sum í fleiri vikur hevði fylgt við gudstænastuni gjøgnum telefonina. Tað var stórt at hoyra, at sjálvt í fangahúsi kundi hann vera frælsur, sigur Karen.
Stóri sáttargerðardagurin Yom kippur – tann stóri sáttar gerðardagurin – hevur eisini
verið í heyst. Tað er ein dagur, tá ið fólk fasta, biðja um fyrigeving og sóna seg við Gud. – Eg var í Jerúsalem, tá ið yom kippur var. Eg var millum annað við Grátimúrin, og har sá eg nógv hvíttklødd fólk biðja. Tað var eisini lisið úr Torarulluni. Hóast álvarsamt, so var tað eisini ein gleðifest. Tað, sum eisini var serligt, var allur friðurin. Tað vóru eingir bussar og eingir bilar á gøtunum. Ja, sjálvt ikki arábararnir fingu loyvi at koyra. – Meðan eg eri við Grátimúrin, taki eg telefonina fram og seti meg at lesa í Bíbliuni. Tá koma tvær vaktir og siga við meg, at eina heilaga løtu sum hesa, er ikki loyvi at nýta elektronisk tól. Eg hugsaði við mær, hvussu nógv jødarnir eru bundnir til lógina, hvat er loyvt og ikki loyvt. Vit eru sett í frælsi í Kristi, og eg sendi ein bøn uppeftir, at jødarnir
Messianski jødin, Avi Snyder, sum var og talaði og undirvísti í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, hevur skrivað bókina, sum á norskum hevur heitið Jødene trenger ikke Jesus – og
andre misforståelser (enskt heiti: Jews don’t need Jesus - and other misconceptions). Sjálvur hevur Avi Snyder virkað í nógv ár sum evangelistur millum jødar í USA, Russlandi og
Evropa, og hann hevur verið við til at leitt fleiri menniskju til trúgv á Jesus. Hann er í dag leiðari fyri arbeiðið hjá Jews for Jesus í Evropa.
eisini máttu uppliva tað, at vera sett í frælsi av Kristi, sigur Karen.
Annu Mariu og Bárður á Kinn – nakrar ferðir síðstu vikurnar, nú tey hava tænt í Norðurísrael í nakrar vikur.
Til ber at stuðla Karen við at lata eina gávu til Ísraelsmissiónina.
Vitjað í Samária Karen hevur eisini uppliva annað. Hon hevur millum annað vitjað í Samária, millum annað eina bygd, har samáritánar enn búgva og liva eftir sínum sið venjum. Tey vitjaðu eisini býin Samária, har fjøllini Garizim og Ebal liggja hvørjumegin við, sum í Bíbliuni verða nevnd signingar fjallið og banningarfjallið. Tey sóu eisini omanyvir Sikar – sum nú verður kallaður Nablus – har millum annað Jákupsbrunnur er, og har Jesus tosaði við kvinnuna. Aðrir føroyingar Karen letur annars væl at. Tað hevur verið sera heitt í summar, men nú er tað eitt sindur svalligari. Hon gleðist eisini um at hava sæð tveir føroyingar –
Anna Maria og Bardur á Kinn
SHALOMBLAÐIÐ
4
Nr. 2 – oktober 2018
Ortodoksir jødar taka við trúgv Í Ísrael hoyra vit ikki ofta um stórar vekingar. Tá er tað meira ein og ein, ið vit hoyra um, sum taka við trúgv á Jesus. Í flestu førum eru tað verðsligir jødar. Tað er meira sjáldan at vit hoyra um, at ortodoksir jødar taka við trúgv. Men hóast ikki so ofta, so eru tað framvegis nakrir “Paulusar”, ið koma til trúgv. Ein av hesum er ein ortodoksur maður, ið bankaði uppá hjá prestinum í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv. Hann kom frá einum ortodoksum jødiskum um hvørvi, og hevði ferðast lang vegis fyri at koma til kirkjuna.
Hann mátti finna ein prest, ið kundi týða dreymarnar, ið hann hevði droymt. Hvørja sabbats nátt hevði hann sama dreymin. Hann sá ein kross. Nú bað hann prestin hjálpa sær.
Jødar frá Mea Shearim Tað frættist eisini um jødar frá tí mest konservativa ortodoksa økinum í Jerúsalem, Mea Shearim, sum lesa Nýggja
Testamenti, og sum eru sann førdir um, at Jesus er Messias. Teir halda hetta loynt. Halda ikki at tíðin enn er búgvin at standa fram við hesum boðskapinum. Í blaðnum Israel Today í juli 2018 var ein yvirskrift “Nútíðar Saulus frá Tarsus”. Greinin var um Itzhak Shapira, sum var ein ortodoksur jødiskur anti trú boðari, sum fann Jesus við granskan av lógini og Talmund, jødiskum skriftum. Kelda: Misjonsblad for Israel nr 4, 2018
Kom við á Ísraelstoymið summarið 2019 Ætlanin er aftur komandi summar at fara við einum Ísraels t oymi at gera tænastu í Norðurísrael.
Ísraelsmissiónin stuðlar - Karen Elkjær Abrahamsen, volontøri á Ebenezerheiminum í Haifa - Arbeiðinum í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv - Bíbliufelagnum í Ísrael - Arbeiðinum hjá Orðið & Ísrael Við at geva eina gávu einaferð ella mánaðarliga at geva eina gávu til Ísraelsmissiónina, stuðlar tú hesum arbeiðinum. Vit takka hjartaliga fyri einhvørja gávu.
Stuðla arbeiðinum
Tænasta í Norðurísrael Í tvær vikur tænir toymið eftir ætlan við ymiskum praktiskum uppgávum í eini kirkju í Norðurísrael. Nógv børn eru knýtt at kirkjuni og hennara virksemi og verða nøkur frá toyminum við í barnaansingini har. Onnur fara at mála, rudda, vaska og gera ymiskt havaarbeiði.
Ísraelsmissiónin hevur til endamáls: - at boða gleðiboðskapin um Jesus Messias fyri tí jødiska fólkinum - at vekja áhuga og ábyrgd fyri jødunum og landinum Ísrael - at vísa jødunum kristnan næstakærleika - at stríðast ímóti øllum jødahatri (antisemitismu) - at vekja ans fyri Bíbliunnar talu um jødar og kristin.
Ferðast í Ísrael Høvi verður eisini at uppliva landið, við tað at túrar verða gjørdir kring um í landinum. Millum annað verður farið til Genesaretvatnið, Deyðahavið, Massada, Jerúsalem og aðra staðni. Praktiskir upplýsingar Aldursmark: 18 ár. Kostnaður: Ikki greitt enn. Tilmeldingarfreist: 31. desember 2018. Leiðarar: Ikki greitt enn.
Flyt gávuna á eina av hesum kontum Bank Nordik: 6460-159.194.2 Betri Banki: 9181-125.004.5 Norðoya Sparikassi: 9865-100.455.1 Suðuroyar Sparikassi: 9870-430.040.9
SHALOMBLAÐIÐ Útgevari: ÍSRAELSMISSIÓNIN, sum hevur til endamáls at vekja ábyrgdarkenslu fyri Ísrael og tí jødiska fólkinum, boða teimum gleðiboðskapin um Jesus Messias og sýna teimum næstrakær leika.
Landsnevndin: Frants Jensen, formaður, Jóhan Henriksen, næstformaður, Hilmar J. Højgaard, skrivari, Magnus Joensen, kassameistari og Marjan Nielsen.
Ábyrgd av blaðnum: Frants Jensen, jensenfrants@gmail.com, tel. 793002 Tey, ið vilja stuðla arbeiðinum hjá Ísraels missiónini, kunnu lata eina gávu á eitt av kotoumrunum yvirav.
ÍSRAELSMISSIÓNIN, Skálavegur 57, 480 Skáli, Konto: 6460-159.194.2, 9181-125.004.5, 9865-100.455.1, 9870-4300409. Heimasíða: www.israel.fo