KRÚNPRINSAVITJAN
Hansara hátign Fríðrikur krúnprinsur
Hennara hátign Mary krúnprinsessa
25. AUGUST 2018
Menu Marineraður laksur við nýosti og leyki Marineret laks med friskost og løg
Bakað havtaska við rótum, meyki og urtaolju Bagt havtaske med fedte grever, puré og urteolie
Ræstur fiskur við eplamorlabrandadu Fermeteret torskebrandade
Rabarbur og jarðber Rabarber og jordbær
Vín / vin: Côte de Nuits-Villages blanc – Monts de Boncourt
TIL BORÐIÐ Givnir eru einglar góðir, ganga ei eg eina má, ferðum mínum fylgja fróir fagrir einglar Guði frá; biði bøn eg, fyri Krist bera mína bøn teir vist; syngi sálm eg Guð at æra, sær hann til mín lut at varða. Orð: Tróndur í Gøtu/Mikkjal á Ryggi umyrkti Lag: Genéve (Jesus, tíni sár og pína)
Á H , K U N D U Á T Í Ð A R H AV I Áh, kundu á tíðarhavi vit akker kastað ein dag, tá vit hava eydnuna vunnið, so hon ikki rýmdi av stað. Tíðin, legg tínar veingir saman bert hesa stund, meðan eg sælur kyssi mítt sólfagra ástarsprund. Og løtan hin signaða, ríka á kvirru, ástheitu nátt, – áh, lat meg í kossinum doyggja, tá hvíli eg æviga gott. Orð: Poul F. Joensen Lag: Hanus G. Johansen
BOÐAR TÚ TIL ALLAR TJÓÐIR
Boðar tú til allar tjóðir: “Æra skalt tú faðir tín, æra skalt tú tína móður, so tær fylgir signing mín. Landið gevi eg tær tá, leingi tú har liva má, fólkið títt tá skal eg kenna, meðan øld um øldir renna.” Føroya mál á manna tungu merkir: her býr Føroya fólk. Slektir fornu og tær ungu eyðkendu seg sum ein bólk, ið helt fast við fedra mál, virdu tað av hug og sál, gloymdu ikki ættarbandið; byggja tí enn hetta landið. Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv, at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av; tá skal lyftið, sum tú gav, allan aldur Føroyum tryggja føroyingunum her at byggja.
Orð: Jóannes Patursson Lag: Franskt fólkalag eftir Joh. Schop - 1642/Regin Dahl
ÚTFERÐARHUGUR
Veitst tú at útferðarhugur nørist tó ætt er at landi, veitst tú at fastasta flesin er brestlødd við útlongsulsgandi, veitst tú at brim er ein songur í blóði og sveimandi huga, veitst tú at heimtrygga kvøld eigur streingir ið út eftir toga?
K R E A / P R E N T: E ST RA
Chr. Matras