Skip to main content

Blákross, sanghefti

Page 1

SANGIR

SANGIR

1


Innihald 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21

2

Niclas hjá Pena Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið Blóma mín Kalli katt Bert ein dag Eins og áarstreymur rennur Eg hoyrdi einglasong runga halleluja O tann dag, tá Jesus kemur Eitt sunnukvøld í plantasjuni Kom og dansa Karin Sildavalsurin Leygarkvøld í Havn Tað er leygarkvøld í kvøld Hon stóð har við rokkin og spann Sára eitur genta mín Dagur koma skal brátt Aldri tann dagur úr huga mær rennur Aldan Takk Gud fyri tað Sum ein føgur guddómskelda


SANGIR

22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38 39 40 41

Breið tínar náðiveingir O, veldis Gud Jesus, um teg vil eg syngja Tá basúnin ein dag ljóða skal The Wild Rover Meg minnist eina mynd Vandringsmænd Í gjár, í dag, ja, alla tíð Jesu rødd her ljóðar Her glaður eg ferðist Motións Rasmus Lívsmynd Føroyar 80’ini Sangur til frælsi Villar víddir Takkarkvøðan Nummar Eg siti so eina Upp á tá

3


1

// Niclas hjá Pena

Eg eiti Niclas hjá Pena, eg eri fjøruti ár, mín kona er Marin Marlena, hon fylti trýss í gjár; tó eg elski Marin Malenu -helst tá ið hon ei er í nándeg næstan aldri meg veni undir hennara jarnhørðu hond. Fyrstu ferð ið eg kendi, at hon ein gívur var, var brúdleypsdagin: hon brendi rúsdrekkakortið hjá mær. Tá skuldi eg aldri havt talað, tí klovan hon langaði mær í skallan, so alt fór at mala áh, Marin Malena hjá mær. Eg tori ei síðan at siga, annað enn: góða hjá mær. Hvat ei hon enn man meg biðja, so fær hon sama svar. Biður hon meg vaska blæur, ella klóra á rygginum sær, svari eg fúsur og glaður: Ja, elskaða Marin hjá mær. Um Marilyn Monroe segði: “Niclas, eg eri so køld,” hugtungur svarað eg hevði: “Eg tori ikki í kvøld.” So høgt eg enn man seta viðgitna krovið á tær; eg noyðist tó hægri at meta Marin Malenu hjá mær.

4


SANGIR

Nú kunnu tit kanska halda, at tað er so synd í mær, men ein er sum øllum man valda, hann hjálpir nokk eisini mær, -Tí man eg aldri meg vena, um enn hon dúgliga goyr, mín elskaða Marin Malena, - eg veit, at hon einaferð doyr.

// Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið 2

Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið, tey dýrastu minni mær berast í sjón um dagar so fagrar, við ljósi og smíli, sum einans teir finnast á barndómsins lón. Har lærdi meg móðir at fjálga og æra tann blett, har eg ljósið av fyrstantíð sá, har rættsinn og mildni var barndómsins læra, har lærdi eg alt, sum mítt lív byggir á. Hvar enn eg man fjakka, so leitar hann hagar, mín hugur, har sorgleysur dagur mín rann. Ei nakað kann metast við barndómsins dagar. Bert minnini liva um skeiðið, ið svann. Eg elski tann blettin, sum veitti mær skýli, tá landnyrðingsfroðan um lonina lá. Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið men tað skilir tú valla, hví tað er svá.

5


3

// Blóma mín

Fagra blóma! tú sum prýðir fjallatindar, berg og skørð, bø og ong og grønar líðir, hvat er fagrari á jørð? Eina blómu tó eg kenni, fagrast hon av øllum er, sjálvt ei rósan líkist henni: tað er hon, eg valdi mær. Blómur spretta móti vári, følna, tá ið heystið er; mín, hon blóma man alt árið, um so kalt og kavi er. Einaferð hon bert kann blóma; følnar hon, eg følni við. Fylgja skal eg blómu míni, til tann síðsta hvíldarfrið.

4

// Kalli Katt

Gongur tú ein kaitúr ímillum trý og fimm, konteynarar, øl og brennivín og timbur skipast inn. So sært tú gamla Kalla Katt húka á sín stav, skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag. Tá gerst hann aftur ungur sum lossaði hann har, fyri hvønn ein breyðbita hann knossaði og bar. Meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn, men tað vóru aldri fólk sum Kalli, ið sóu vinningin. Hann minnist mangan kaffimunn og mangan lítlan dramm, í regni millum konteynararnar, vinirnir og hann. Meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn, men tað eru aldri fólk sum teir, ið síggja vinningin.

6


SANGIR

Høgir harrar hábærsliga lyfta av sín hatt, heilsa tær og konuni, men aldri Kalla Katt. Tí skip tey stevndu út og onnur stevndu inn - tá onkrir lyftu aðrar upp um lúnningina. Ein dagin undir lossing ein stórur kassi datt, og so var eingin tímalønin meir til Kalla Katt. Tað er fjálgt at pensionerast av at gerast sekstifimm, men beiskt at missa farmin tí at árar leggjast inn. Kalli gníggjar eyguni og starir út á hav, um skamma stund so skal hann sjálvur sína ferð avstað. Summar skútur stevna líka inn í himmalin, og Kalli trýr at har fær hann at síggja vinningin.

5

// Bert ein dag

Orð: Linda Sandell. Týtt: Victor Danielsen

Bert ein dag – hvør troyst í neyð og váða – Bert ein dag, bert eina stund í senn! Faðir mín, hann man jú øllum ráða – hví skal eg, hans barn, tá óttast enn! Hann, sum faðirsinn og hjarta hevur, hvørja stund, hvønn dag, ja, við hvørt stig mær mín part av sorg og gleði gevur, Ja, av hvíld og møði við. Og eg skal, tá hann mær nær vil vera, nýggja hjálp við nýggjum degi sjá, hvørs dags sorg og stúran hann vil bera, hann, sum eitur bæði Kraft og Ráð. Meg at verja nú og allar ævir, hesa umsorg ber hann jú á sær; styrki tín skal verða sum tín dagur, hetta lyfti gav hann jú mær.

7


Hjálp mær hjartans ófrið tí at stilla bert við tínum lyftum, Faðir mín, og ei trúarhvíldina at spilla, sum mær gav tít orð og Andi tín! Sært tú meg í ivans hørðu bondum, kom til hjálpar tá og lær meg enn taka stilt av tínum faðirhondum eina stund, ein dag í senn!

6

// Eins og áarstreymur rennur

Eins og áarstreymur rennur vallar hugurin hjá mær, og í barmi mínum brennur longsil út um bygdagarð. Eg vil skoða villar víddir, eg vil njóta sól og vind ! Fagurt hagin nú er skrýddur, lætt fer lot um fjallatind. Felagar, tit pjøkan takið, kom í hagan burt við mær, vendið bygdini so bakið – móti okkum sólin lær. Hoyrið fuglaljóð í haga, síggið seyðafylgi mong, dýr og menniskju seg gleða; trív tí í ein vallara song ! Tá ið eftir dagsins hita, kaldligt lot um víddir fer, snípan letur okkum vita, at tað hvíldarstund nú er, og tá fara vit í tjaldið og vit sova sælan blund, inntil náttin missir valdið á tí snimmu morgunstund Eg hoyrdi einglasong runga halleluja. Eitt veldugt himmalskt kór tað var.

8


SANGIR

7

// Eg hoyrdi eingalsong

Eg hoyrdi eingalsong: Prísið Jesu navni. Himmakórið sang uppi har. Eg hoyrdi túsund lúðrar blása til hans æru. Søguna kæru um Guds Lamb sum dripið var. Eg hoyrdi milliónir prísa Jesu navni – Himmalkórið sang uppi har. Eg hoyrdi dýran song ljóma út úr Himli, eitt fagurt óhoyrt tónalag. Eg hoyrdi hvøllan song, spæl og einglarøddir. Sál mín rivin við varð og glað. Eg fall á knæ og bað tá tey høvdu sungið. Tey róptu: Amen! øll ísenn. Eg fall á knæ og bað: Gævi eg í Himli kórið hoyri einaferð enn. Yrkjari: Ray Overholt Umsett: Zacharias Zachariassen

8

// O tann dag, tá Jesus kemur

O tann dag, tá Jesus kemur, hann, sum mínar syndir bar, tekur móti mær í skýnum og meg leiðir heim við sær. Jesus hond í hond meg leiðir gjøgnum perluportrið heim, hvítum klæðum, sigurskrúnu, einglar syngja: »Vælkomin heim!«

9


Nýggja heim hann okkum bjóðar, fruktirnar av lívsins træ’, lívsins kelduvatn tað reina í Jerúsalems nýggja stað. Stóra lið at heimi gongur; har ímillum teljist eg; heima, heima allar ævir, sum ein brúður har gleðist eg! Fyri trónuni vit standa, nýggjan song vit syngja har: »Heilagur ert tú, Guds sonur«, brúsar songurin heima har. Yrkjari: Hjalmar Joensen.

9

// Eitt sunnukvøld í plantasjuni

Eitt sunnukvøld í plantasjuni, har sita tvey lið um lið, ein genta og ein drongur, nei, nú orki eg ikki longur. Eg aftan fyri tey lá, eitt sunnukvøld í plantasjuni. Tey tosa um stjørnur og mána, sita eina løtu og gána, men so loypa tey upp við ein hvøkk, - tað var nakað, sum gjørdi tey kløkk. Hetta aftan fyri tey lá, eitt sunnukvøld í plantasjuni. O góða, o góða, kom og set teg her hjá mær! O góða, o góða, kom nú, meðan slett eingin sær. Her er so góður friður, so tú kanst seta teg niður, :,: her er so gott og so hugnaligt, tí tú ert mær so fitt so fitt :,:

10


SANGIR

Eg fjaldur undir greinunum lá fyri tey meg ei skuldu sjá, men so kom eg til at bróta eina grein, so tað runt um plantasjuna hvein. Tað var hetta sum gjørdi tey kløkk eitt sunnukvøld í plantasjuni.

10

// Kom og dansa

Kom og dansa, hjartanskæri skattur mín! Hoyr, fiólin káta kvøður hásong tín! Kvøður kátt um elskhug og um søtan gleim; lat hann bera okkum burt í annan heim! Kom og dansa, kæra, legg teg í mín arm! Lívgandi er hvíldin við tín mjúka barm. Lítla hjartað titar eymligt móti mær, sum ein bangin dúgva sárt við veingjum slær. Fagra høvdið hvílir móti bringu blítt, fuglaungin kennir reiðrið fjálgt og lýtt. Skálkasøta brosið leikar vørrum á, spyr, um ikki skjótt tær munnu kossin fá. Eygu møtast - burt er horvið alt, sum er; eina sveima vit í eini dreymaverð. Søtt sum blóman angar, mjúkt sum aldan slær, streymar heitt títt unga yndi móti mær. Alt er skýmligt, eina dansa tú og eg; smáar varrar teska eymt: »Eg elski teg!«. Ørur eg tær kyssi - streingir tagna brátt. Svunnin er ein fríð og føgur dreymanátt.

11


11

// Karin

Kavin var júst bráðnaður, og sólin hugdi fram, tann dagin, lítla Karin ein ring á vegnum fann, ein ring við eini perlu, hon glað til húsa rann, og mamma segði: Karin góða, hvør man eiga hann? Karin spurdi genturnar og konur har umkring, men eingin kundi kennast við henda vakra ring, við tí dýru perlu, sum hon á vári fann, so mamman helt, Karin nú kundi eiga hann. Stolt og ovurfegin við ringi Karin gekk, á tumlinum, og onkuntíð í hálsbandi hann hekk, mamman segði: Karin góða, goym nú ringin væl, tí tá tú verður størri, á ringfingur hann skal. Tá Karin fylti seytjan, tá kom eitt fólk á gátt, ein lítil gomul kona, og hárið tað var grátt, hon segði: Góða genta, tú onga gávu fær, í tíggju ár tú hevur borið gullringin hjá mær. Eg einki vildi siga, tá tú ein dagin stóð í gongini og spurdi meg so fitt og eygagóð tú vísti mær á ringin, í tínum lógva lá, men eisini dýrar perlur eg í tínum eygum sá. Tú kanst leita víða eftir gulli, um tú vilt, og savna alskyns prýði, stás og annað gylt, tó ikki alt, sum glitrar, er eydnan her í verð, men lívið er ein dýrgripur, vit sjálvi evna her.

12


SANGIR

12

// Sildavalsurin

Skútur brátt stevna av firði út, ta norðhavssild at fanga. Skiparin rópar um stýrhúsrút: »Hey! latið springið ganga!« Koyrið so á motorin, snotulig skútan er vorðin. Setur so kós í ein landnyrðing, loggið bert snurrar ein sólarring. Skiparin sjógvin gradar, brúkar sekstant og radar. »Gerið nú greitt bæði trossar og gørn, tí nú setast skal!« Setan var góð, væl teir fingu í á fimtan favna dýpi. Gørnini fimti teir settu út, við tunnum verður knípið. Avhøvda flestu og gelda, aðrir teir salta og skelda. Kokkurin gamli tó glaður er: »Komið nú allir og skaffið her, borðiskin havi eg djúpan, kom fá tykkum sildasúpan, hon stimbrar og hitar hvønn einasta kropp, sum nú kropin er!« Sigla so innaftur leygarkvøld, teir glaðir munnu sjunga. Harmonikan áður so deyð sum sild man út í dansin runga. Ruski og polski har snurra, norðmenn og sviar, sum murra. Har eru sildaknassar umframt teir sildabassar, sum gørn teirra seta og fanga sær sprund nú eitt leygarkvøld.

13


13

// Leygarkvøld í Havn

Sildarok í Singapore, rukkulív í London Town, einki samanberast kann við leygarkvøld í Havn. Lat teg í tín besta jakka og tín bummullsvest, nú skulu vit í býin, nú skal tað verða fest. Gloym bert tínar hjartasorgir og títt undirbit, vit skulu mála býin reyðan, - Havnin skifta lit. Busta allar tínar tenn og cowboystivlarnar, so skalt tú síggjast millum menn, tær eingin kemur nær. Kom við mær á Káta Hornið, kvøldarprát og grin, náttin gongur móti morgni, reypa, dansa og syng. Gongulag í gongugøtu mangan tykist tungt, nú eftir hesa megnarløtu Vit halda lagið ungt.

14


SANGIR

15


14

// Tað er leygarkvøld

Tað er leygarkvøld í kvøld harmonikan spælir til dans komið øll, sum eru køld, kom og fáið tykkum kjans. Tak um miðjuna á henni, sum tú valdi tær, kom og syngið og flennið, kom og dansa við mær. Hoyr so kátir tónar út, gjøgnum vindeygað sær smoyggja nú, hvussu kanst tú kenna sút? kom og trín í dansin tú. Tak um miðjuna ... Og tá myrkrið fjalir fold, tak tá gentuna í hondina, Tá so døggin legst á mold, leiðast tit til strondina. Tak um miðjuna ... Legg á varrar hennar koss, strúk so blítt og eymt um purlurnar, burt er alt, sum fyrr var knoss, og burtur allar kurlurnar. Tak um miðjuna ... Eydnulandið tykkar er, har í fjálgu skýming sera blítt, tað sum síðan hendi har, er í tínum huga frítt. Tak um miðjuna ...

16


SANGIR

15

// Hon stóð har við rokkin og spann

Hon stóð har við rokkin og spann, gav út og vant upp á snældu; og meðan hon villarnar taldi, hon ynskti sær mann. Tey skuldu nú hava bæði hestar og kýr, í stovuni sofu, í køki komfýr... Á ja, ja, mín sann. “Tað góða eg ynskja mær kann, av búnyttum vøkrum og sterkum, av kjólum og troyggjum og serkjum, alt gevur mær hann. Og lívið skal verða so lystiligt, ja! Nei, eg orki ikki at hugsa mær tað!” Á ja, ja, mín sann. Á grúgvuni eldurin brann, og bjart skygdi sólin í glugga, sum vildi hon gentuna ugga, sum ynskti sær mann. Og murrandi kettan á bríkini sat, hon hugsaði bara um frensar og mat... Á ja, ja, mín sann. Og hønan, á gólvinum gekk, og hanin, sum sat har á bita, tey bæði, tey hildu seg vita, at biðil hon fekk. Tey áttu jú eisini kærleikans trá, tó korn var tað fremsta í huganum lá, og eggini smá.

17


Og tíðin so líðandi rann, hanin og hønan og kettan, tey ótu seg dagliga mettan hon fekk ongan mann. Har kom væl av biðlum eitt vælbúgvið lið, teir brosaðu, heilsaðu, gingu framvið, og hon stóð og spann. Á grúgvuni eldurin brann; tó ikki hon kendi sær hita, so tungt mundi fótin hon flyta, tí garðurin tann, hon helt seg at fá í gávu og skonk, var vorðin til grúgvu og byttubonk... Á ja, ja, mín sann.

16

// Sára eitur genta mín

Sára eitur genta mín, hon er av Selatrað. Hon tænir nú í Tjørnuvík og er í góðum lag. Hjá Peri Uppi Suðuri, hon passar høsn og neyt, og so dugir hon so sera væl at kóka mjólkargreyt. O, Sára, o, Sára, o, Sára mín hon er av Selatrað. Sára seymar blóðmørsindur - eltir garnatálg. Hon er so von og tekkilig, og so er hon so fjálg. Hon bindur troyggjur, vøttir mær og lappar hvørja spjørr, og fyri tað eg gevi henni lítlan koss á vørr. Vit hittust í plantasjuni, tað var eitt leygarkvøld. O, Sára, Sára, Sára mín, o, sum tú tá vart køld. Mánin skein á sund og fjørð og gylti frystu ong, og tá ið eg so kroysti teg, tá brakaði hvør spong. Tá aftur eg til heystar komi, Sára, Sára mín, tá skalt tú verða brúðarklødd, so føgur og so fín. Hjá Peri Uppi Suðuri vit gifta okkum inn. Tann fyrsti sprellibassin, hann skal eita Finn!

18


SANGIR

17

// Dagur koma skal brátt

Orð og lag: Jim Hill. Týtt: Flóvin Tyril.

1. Dagur koma skal brátt, tá eg land hómi hátt. - Eingi skýggj fyri sól, fyri sjón ei longur skjól. Friður valdar ævigt har; gyltar strendur birtast mær, rík ein stund, fagnaðarstund verður tað. Ríka stund, løta sæl, tá eg Jesus skoða skal, síggi andlit Hans so kært, sum mær í náðini gav part. Tá Hann tekur meg í hond og leiðir meg í Lyftislond, rík ein stund, fagnaðarstund verður tað. 2. Sorg ei nemur tann stað, sálin finnur har læ, eingin pína og sótt, eingin kvølfull skilnaðarsótt. Allar ævir skal eg tá búgva Faðir mínum hjá, rík ein stund, fagnaðarstund verður tað.

// Aldri tann dagur úr huga mær rennur 18

Yrkjari: Okkum ókendur. Umsett: Petur J. Sigvardsen

1. Aldri tann dagur úr huga mær rennur, – frelsarin, Jesus, í hjartað kom inn. Sálanna streingir hann yndisligt spennir, lovsongur ljómar í sál og í sinn.

19


Undurfulla náði, undurfulla náði: – frelsti ein syndara slíkan sum meg! Undurfulla náði, undurfulla náði: – frelsti ein syndara slíkan sum meg! 2. Trúliga vardur við kærleikans bondum, ei skal tí fjøtra meg djevulsins garn. navn mítt er ritað í báðum hans hondum, og alt av náði eg eri hans barn. 3. Á, mitt í syndara ótalda skara valdi hann meg til sín bróður og vin. Loystur úr syndanna leinkju og snaru, aftur tí syngur mín sál og mítt sinn: 4. Harri, ei fata eg kann tína náði, sjálvkravdur legði tú krossin á teg. Golgata gátu eg ongantíð ráði, – frelsti ein syndara slíkan sum meg.

19

// Aldan

Orð: Gunnar Hoydal. Lag: Annika Hoydal.

Altíð ræddist eg taran í sjónum, rekandi vøkstur um klettar og brot, síðani, saman við ótta og vónum, hevur tú rikið mítt hjarta á flot.

Tak í meg, tak um mín iva, nem við meg, nert ikki við, sissa meg, tá eg vil liva, øs meg, tá eg biði um frið.

Nú ert tú aldan, og eg eri tarin, dregur meg at tær og rekur meg frá, eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin, veit at eg missi teg, tá tú ert hjá. Tak í meg, ...

20


SANGIR

Alt tað, sum lokkar og alt, sum vil styggja, fløðandi, fjarandi ert tú í mær, lyftir meg upp nú og letur meg liggja, myrkrið, sum bjargar og ljósið, sum slær. Tak í meg, ... Ræddist eg sjógvin við myrkri og megi, visti meg stíga á ótryggan veg, líknandi leið, men við rekandi gleði, gangi eg nú : Nú ræðist eg teg.

Tak í meg, tak um mín iva, nem við meg, nert ikki við, sissa meg, tá eg vil liva, øs meg, tá eg biði um frið.

20

// Takk, Gud fyri tað

Orð: A. Strom. Týtt: Victor Danielsen.

Takk, Gud, fyri tað, tú gevur, Fyri tað, sum fór avstað, Fyri tíð, sum verið hevur, Fyri alt til hendan dag, Fyri myrkar heystardagar, Fyri ljósa, lýggja vár. Fyri stundir, góðar, glaðar, Fyri stríð og sorg og tár! Fyri tað, tú víst mær hevur, Fyri tað, eg skilji ei, Fyri, tá tú hoyrir, gevur, Fyri, tá tú sigur: Nei, Fyri hjálp á neyðardegi, Fyri lívsins loyndarmál, Fyri ljós á myrkum vegi, Fyri frið í míni sál! Fyri Fyri Fyri Fyri Fyri Fyri

himmal, djúpan, bláan, Fyri hvørja myrka nátt, sól og dagar gráar, Fyri ilt og fyri gott, stríð og royndartíðir, vón, sum uppfylt varð, dag, av myrkri stígur, vón sum brast hjá mær!

21


Fyri Fyri Fyri Fyri

rósur takk vit siga, Fyri tornirnar hjá teim, reistan himmalstiga, Fyri trygt og ævigt heim, storm og sker og boða, Fyri himmalhopið sælt, kærleiks klára loga – Takk í ævir fyri alt!

21

// Sum ein føgur guddómskelda

Yrkjari: Gustav Blom. Umsett: Petur W. Háberg

1. Sum ein føgur guddómskelda, djúp og undurfull og dýr, er tann náði og tann góðska, sum í Jesu hjarta býr. Jesus læt upp perluportrið, opnaði ein veg til mín, gjøgnum blóðið hann meg frelsti, og hann varðar meg sum sín. 2. Áður eg sum jagstrað dúva og sum særdur hjørtur var, men eitt sundurbrotið hjarta koyrir Jesus ei frá sær. 3. Undur yvir onnur undur: Synd mín fjald varð einaferð! Tí um Jesu ríku náði gleðisongur mín nú er. 4. Tá ið eg á lívsins morgni skal við gylta portrið stá, av hans ríku náði skal eg fyri mær tað opið sjá.

22


SANGIR

22

// Breið tínar náðiveingir

Yrkjari: Lina Sandell. Umsett: Edmund í Garði

Breið tínar náðiveingir, o, Jesus, yvir meg, lat hvíld hjá tær meg finna, mín allan lívsins veg! Veit tú mær ráð og megi Og lat meg dag og nátt, av tíni náði liva til síðsta andadrátt. Útstrika mínar syndir, lat blóð títt tváa meg! Gev mær eitt heilagt sinni, sum altíð aktar teg! Í vernd og verju tína tak okkum, stór og smá, lat oss í friði hvíla, nú náttin kemur á!

23

// O, veldis Gud

Yrkjari: Carl G. Boberg, 1885. Umsett: Petur J. Sigvardsen

Intro: O, veldis Gud, eg undrandi má skoða alt ríkidømi, skart og skreyt um lond og stjørnufjøld á føgrum himnaboga, ja, alt, ið kom frá tíni skaparhond! Tí berst mær lovsangur úr barmi út: O, veldis Gud! O, veldis Gud! Tí berst mær lovsangur úr barmi út: O, veldis Gud! O, veldis Gud!

23


24


SANGIR

2. O, Gud, tú negldur varð á krossar planka, tú tornakrúnu sjálvur bar for meg. Frá fyrndini tú tonkti frelsutanka: at tú á krossi vildi ofra teg. 3. O, Gud, tá syndin særir sál og sinni, eg nígi niður við tín náðistól; har fyrigeving, sálarfrið eg finni; o, Gud, tú ert mín klettur og mítt skjól! 4. Tá tokut tíðarhvarv á fold er farið, vit savnast, Gud, um trónuna hjá tær, tær takkandi tann stóri, frelsti skari; tann lovsangur ei nakran enda fær.

24

// Jesus, um teg vil eg syngja

Yrkjari: Danskur. Umsett: Victor Danielsen.

Jesus, um teg vil eg syngja, tú, sum úr leinkjum meg loysti, tú, sum av deyða meg reisti, lær meg at syngja um teg. 2. Nú eru bondini slitin, Jesus nú býr mær í hjarta, horvin er náttin hin svarta, Jesus er ljós mítt og lív. 3. Við míni hørpu eg siti, glaður í veingjanna skugga, fyrr kundi einki meg ugga, nú hevur hjarta mítt frið. 4. Nú kann eg Jesusi lova, nú kann mín sál honum prísa, hjarta mítt fegið vil vísa, øðrum hans kærleik og mátt.

25


5. Tá so mín tíð er at enda, í hesum skugganna dali, tá skal í himmalsins sali, betur eg syngja hans prís.

25

// Tá basúnin ein dag ljóða skal

Yrkjari: James M. Black. Umsett: Victor Danielsen

1. Tá basúnin ein dag ljóða skal, og tíðin úti er, tá hin fagri morgun rennur upp við frið, tá ið Harrin kemur niður, og øll síni heim hann ber, tá hin frelsti skarin savnast, eri eg við. Tá hin frelsti skarin savnast, tá hin frelsti skarin savnast, tá hin frelsti skarin savnast, tá hin frelsti skarin savnast, eri eg við. 2. Áh, hin morgun, tá ið hvør, í Kristi doyði, rísa skal og skal standa uppi har – eitt ótalt lið! Tá ið síni øll á jørð hann heintar heim í høgan sal, tá hin frelsti skarin savnast, eri eg við. 3. Lat meg virka fyri Harran tá – ja, bæði nátt og dag! Áh, mín sál, fall ei í fátt, men vak og bið! Tá so Jesus tekur síni heim av hesum stríðsins stað, tá hin frelsti skarin savnast, eri eg við.

26

// The Wild Rover

I’ve been the wild rover and many a year, Spent all my money on whisky and beer. But now I’m returning with gold in restore, Never I’ll play the wild rover no more.

26


SANGIR

And it’s no, nay, never, no, nay, never no more, Will I play the wild rover, no, never no more. I went to a shanty I used to frequent, Told the landlady my money was spent. I asked her for credit, she answered me “Nay” Saying: Customers like you I can get any day. And it’s no... I drew from my pocket ten sovereigns bright, The landlady’s eyes opened wide with delight, Saying: I have the whisky and wine of the best, And the words that you told me were only in jest. And it’s no... I’ll go home to my parents, tell them what I’ve done, And hope they will pardon their prodigal son. And if they will do, as so often before, Never I’ll play the wild rover no more. And it’s no...

27

// Meg minnist eina mynd

Meg minnist eina mynd eg var lítil tá, tó fagrari mynd eg aldri sá; tað var lítil bygd, fram við vatn hon lá, og húsini vóru so fitt og smá. Í bønum á blik løgdu gentur løk, og roykurin rak yvir krasgrøn tøk. Hvør klettur sum skarlak litaður var, og krúnu av támi tindurin bar.

27


Ein drongur við tráðu sat vatni hjá, ein áarløkur rann skamt har frá. Ein tjoðraður hestur í beit stóð, í lofti kvað fuglur sítt kvøldarljóð. Alt átti so friðarligt hvíldarlag, kvøldarhvíld eftir stravnan dag. Sólin var farin um fjallaskarð, tó enn stóð glæman og lýsti har. Ein føgur, ein yndislig summarmynd við sólsetursglæmu um høgan tind. Og eg kann minnast, eg ynskti mær, at mær mátti unnast at búgva har. Tó aldri eg enn slíkt stað havi sæð, og einki havi eg frá tí frætt; og myndin er burtur - skrødd ella brend, og eina av mær, ongum øðrum kend.

28

// Vandringsmænd

Oss kann du møte på all verdens veier, Vår fot har trått på alle markens muld. Den bylt vi bær på, det er alt vi eier, Men vi har stjerneglimt og månegull. Vi har en drøm, en verden bak om pannen, Så langt den rækker er den evig vår. Ja, vi har sjø og vi har gyldne lande Med nye eventyr hvor hen vi går. Når sol går ned og det bliver skumringtider, Vil bekken nynne oss en melodi, For vi er vandringsmenn i verden vide Og ingen gledesstund går oss forbi.

28


SANGIR

Vi tar imot og gir med åpne hender, Så glad som vi er ingen mann på jord, Som vi når natten sine stjerner tenner Og lar dem lyse i en vandrers spor.

29

// Í gjár, í dag, ja, alla tíð

Orð og lag: Ókendur. Týtt: Hjørleif Gaard.

Í gjár, í dag, ja, alla tíð hin sami Jesus er, hann hjálpir tær, tá ið tú ert í neyð. Tá syndabyrðan tyngir teg, hann kemur tær so nær, tí hann vil bjarga tær frá synd og deyð.

Hann livir, ja, hann livir, kann aldri doyggja meir, og fyri tær hann biður til Gud í Himlinum. Ein náðikelda rein og klár hans krossi rennur frá, so tann, sum trýr, skal lív frá honum fá.

Hin niðurboygda reisir hann, hin veiki finnur kraft! Hin vónleysi kann syngja sigurssang. Tey blindu síggja, deyvu hoyra, hin halti ganga kann, tey prísa vilja Jesus fram um alt. Gud býtir sínar gávur út til tey, sum hava trúgv, so Jesu navnið dýrd og heiður fær. Tá fær hin jarðarbundna trúgvin lív í yvirflóð, tí Jesus er í orðinum tær nær.

29


30

// Jesu rødd her ljóðar

Yrkjari: Vilhelm Munk. Umsett: Johs. Mortensen

1. Jesu rødd her ljóðar, hann kallar enn í dag frelsuna hann bjóðar heilt uttan viðurlag. Nú er alt tilreiðar, og nú er frelsan nær, Jesus teg spyr nú: “Vilt tú fylgja mær?” Vilt tú vera við? Vilt tú vera við í tí ungdómsskara, sum fríur fer avstað, fylgir Kristi eftir í hans ferðalag, Jesus teg kallar, vilt tú vera við?

31

// Her glaður eg ferðist

Yrkjari: Brynleif Hansen

1. Her glaður eg ferðist á ungdómsins veg, tí eg eigi Jesus og Hann eigur meg. Ja, Jesus meg elskar, seg sjálvan Hann gav, og synd mína søkti í djúpasta hav. 2. Ja, glaður eg ferðist við Jesusi her, Hann vegurin, lívið og sannleikin er. Bert eina ferð sært tú ta ungdómsins tíð. Á, kom tí til Jesus, kom kallinum lýð. 3. Her glaður eg ferðist mót himmalsins strond, og eingin meg rívir úr Frelsarans hond, tann hondin, sum særd var, hon eisini ber til staðin, sum Jesus til reiðar mær ger. 4. Um portrið av perlum eg stíga skjótt skal og síggja av sonnum, Hann leiddi meg væl. Har sólin ei setur, eg krúnu skal fá og fylgjast við Jesusi gullgøtum á.

30


SANGIR

32

// Motións Rasmus

Damurnar syngja tað, sum er við kursiv og reisast. Menninir syngja tað, sum er við feitum og reisast. Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørðum, hann eigur sær bæði hestar og neyt, so hevur hann hjallin niðri í fjøru, saltfisk og sperðil ei meir hjá honum treyt, Men Rasmus, ja Rasmus, hann følir seg so eina, hann hugsar um Rasminu, sum situr heilt aleina, tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur, slaturin gongur, hann tímir ikki longur. Øll: Aaaaa ... Aaaaa ... Nú má eg mær finna eina fitta gentu, hevði eg torað at ligið framvið, eg fylgdi Rasminu, sjálvt um teir mangan flentu, men kanska hon ikki er heilt ómøgulig. Øll: Aaaaa ... Aaaaa ... Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur, slaturin gongur, hann tímir ikki longur, hann droymir um Rasminu bæði dagar og nætur, vinirnir arga hann, so hann er ofta nokk so flatur. Øll: Aaaaa ... Aaaaa ... Og Rasmus, ja Rasmus, hann fór sær ein dagin, yvir á nesið og norður um á, at fríggja hann ætlaði, reyður og smæðin, spurdi Rasminu, á knøunum hann lá.

31


Rasmina, Rasmina, mín fitta rusina, vilt tú meg fjálga, mín lívsins kamina? Ja, elskaði Rasmus, nú kundi eg skríggjað, í tríati ár havi eg nú væntað teg at fríggja. Øll: Aaaaa ... Aaaaa ...

33

// Lívsmynd

Enn eri eg ungur og enn í góðum lag Mær tørvar einki føðibræv til at prógva tað. Eg minnist ei mín barnadóp og mína grulvitíð Nú eri eg tó vaksin til at skilja hvat og hví.

Eg vil elska eg vil syngja eg vil fevna kærleikan eg vil leita til tey støð har eg finni kærleikan.

Lívið er mítt listarverk eg máli tí hvønn dag um eg fylli hundrað ár ei liðugt verður tað. Vónin er at myndin mín ein mildan skugga fær Tá fólk í øllum heiminum frælsið ogna sær.

32


SANGIR

Eg vil elska eg vil liva eg vil syngja friðarlag saman við so nógvum menniskjum sum altíð vilja tað ...

Vilja gráta vilja flenna ynskja frið í heiminum og við álit á hvønn annan læra mangt av lívinum.

34

// Føroyar

Kaga upp í himmalin sært tú fuglin har, frælsur vil hann flúgva nógv túsund míl frá tær, hann breiðir sínar veingir út, veitrar tær farvæl, tá ferðin er at enda, tú aftur fuglin sær, tá er hann komin heim til Føroyar. Á køldum opnum havi, spjaddar liggja tit, grønar vakrar oyggjar, hetta landið eiga vit, tú dregur, tú argar, tað er títt sinnalag, títt freka blíða lyndi, sjarmerandi er tað, soleiðis kenna vit teg, Føroyar. Flúgva fagrir fuglar, byggja reiður her, og fiskur býr í sjónum, so langt sum eygað ber, at vitja fjallatindar mangur gleðir seg, og spríkja goymdar keldur, um vit bora ígjøgnum teg, og verða vit ríkari tá Føroyar, og hvør verður ríkari tá Føroyar? Hvat heldur tú um okkum, vit rópa okkum tjóð, á flaggdegi, um várarnar, tá tjøldur setast móð, hvar eru tey sum lovaðu at lekja tíni sár, sum misprýða og vanvirða ár eftir ár

33


eftir ár eftir ár ... hvat heldur tú um føroyingar, Føroyar? Við gittara og sangi eg spæli nú mítt lag, sum um Føroyar var mín móðir, og bað meg skriva tað, so eiggilig og gomul hon teskar: “Barnið mítt”, eg vildi at mítt ríkidømi so væl varð býtt, ímillum tey sum búgva her í Føroyum, so javnt millum føroyingar Føroyar.

35

// 80’ini

Eg vakni, men vil bara balla meg inn, øll ting tykjast tyngri og tyngja mítt sinn, sjálvt morgunin boðar ein skýmligan dag, so veit eg at eg nú má syngja mítt lag: Eg í 80’unum livi, syngi og skrivi, um okkum sum her eru til. Tá gott er at flenna, práta og kenna, ein kærleika - har alt verður til, har alt ber til, har eg verði til. So veit eg úr degnum lætnar eitt skýggj, í dansinum kanska eitt fitt lítið fríggj, við vinum eg skáli eina heilsu um frið, og sangurin byrjar og øll syngja við: Vit elska og liva, syngja og skriva, um heimin vit øll hoyra til, og vit vilja øll flenna, práta og kenna, ein kærleika - har alt verður til, har alt ber til, har eg verði til.

34


SANGIR

36

// Sangur til frælsi

Tú ert tað fagrasta eg veit, tú ert tað dýrasta á foldum, tú ert sum stjørnurnar, - sum vindurin, - sum brimbrotið, - sum fuglarnir, - sum blómurnar á bønum. Tú ert trygdarstjørna mín, tú ert mín trúgv, mín vón, mín elskhug, tú ert mítt blóð og míni lungu, - míni eygu, - mínir herðar, - mínar hendur, og mítt hjarta. Frælsi er títt vakra navn, góðlæti er tín stólta móðir, rættvísi er tín bróðir, friðurin tín systir, stríðið er tín faðir, framtíðin tín ábyrgd. Frælsi er títt vakra navn.

37

// Villar víddir

Vælkomin út á villar víddir har lívið leika skal har frælsið fær eitt innihald og vónin gerst eitt val. Blás meg út har vindar venda og orka broytir skap har einstein møtir marx og freud og rolling stones afturat har bryggjar tú títt blómuvín uttan timburmenn og fólkaskomm tí avdottin er bakkus gamli

35


í kánabrúðleypsromm kom við út har vindar venda uttan haft ella tíðartonn. Sigl meg út har sjógvar slættast av skynsemi og eymd har hvør ein misgerð rættast í somu løtu hon er nevnd vilt tú syngja millum vinir mást tú ganga út úr takt tí tín førari gerst linur tá tín samvitska fær makt tí eygu tíni møta mínum bæði drukna djúpt í teim og øsast upp heilt óttaleyst í Nirvana - inn í gleim blaka meg tá har bylgjur brótast oman bakka, út í heim. Eg vil síggja syndir slaktast og teg sveima upp av ný tí har insta vónin aktast hon vegur vápnagný eg vil daga duldar dreymir og lyfta lygnarhaft vita nær ja er ja og nei er nei tá ivin heldur kjaft og lív títt er eitt puslispæl sum longu liggur sum tað skal sum eitt sprell í kosmos tú og eg í Edensgarðarveg vælkomin út á villar víddir her skal ongin spara seg.

36


SANGIR

38

// Takkarkvøðan

Lag: Fjallarósan

Eina takkarkvøðu vit nú senda, til foreldur, systkin, vinfólk við, nú vit út frá barnaheimi venda burt frá tryggu, fjálgu móðurlið. Systkin havi tøkk for løtur blíðar, tá vit stetlaðu um gólvið runt, sjálvt um nógv vit grenjaðu til tíðir, so rann rossatárið ofta runt. Góði pápi, tær vit mugu takka, fyri okkum stíddust tú og sleit, ofta troyttur komst tú heim til húsa, eymliga tú tá til okkum leit. Góða mamma, takk for strev og stríðið, sum tú ofraði til okkum smá, takk for alt tað, sum tú hevur liðið, undir byrðu sum á herðum lá. Nú vit ætla sjálv at royna byggja, okkum heim, so fitt og fjálgt og gott, tankarnir tó heim til tykkum hyggja, heim til kæra fjálga barnaslott. Havi takk, at tit so væl oss lærdu, takk for øll góð orð, vit hoyrdu har, gævi friður má hjá tykkum verða, og hjá tykkum, sum vit hava kær.

37


39

// Nummar

“Eg eri eitt nummar Eg taki eitt nummar Lív mítt eitt nummar, men einki annað nummar, ið vil geva mær eitt nummar!” Hvar enn eg vendi mær, tú eyguni sendir mær. Eg kann ei ferðast frítt í hesi verð. Um tú spyrt meg, hvør eg eri, og eg svari tær sum er: Tú bert minnir meg á, mítt nummar nýtist her. Identitetur er søga í hesi verð. Eri bert eitt nummar í rúgvuni! Vís títt ID! Vís títt tal! Tú hevur einki annað val! At tú hugsar hvør tú er, tað líkamikið er. Nú er summar og tómir lummar. Vín títt bummar, tí kassadamur dummar ikki góðtaka títt nummar.

40

// Eg siti so eina

Eg siti so eina við bálið í kvøld, og hugsi um teg mín elskaða. Nú sólin fer niður, og náttin gerst køld, og stjørnurnar glitra himni á.

38


SANGIR

Niðurlag Eg reið mær avstað til Texas bý, yvir prærians fløtur, fjøll og líð. Eg reið mær henda langa veg, tí eg skuldi hitta teg, mín hestur, mín saðil og eg. Og nú vit aftur sita saman her, við longsli eg taki teg í favn, aftaná hesa longu vandamiklu ferð, eg teski títt elskaða navn. Niðurlag ...

41

// Upp á tá

Hon er her í kvøld, stendur har so svinn. Hyggur onkran annan veg, tá eg tríni inn. Letur sum um hon ikki visti av, at tá av er tornað, kemur hon við mær.

Upp á tá leitar hon, upp á tá sveimar hon, skymast rundan um seg, hyggur eftir mær.

Og nú trínur hon spelkin fram á gólv, yndislig og von, líkasæl og køld. Men eg síggi tað, eingin annar sær, síggi at hon dansar bara fyri mær. Upp á tá... Einki hóvasták ger hon burturúr, tá hon biður meg koma út í tún. Veika hjarta mítt togar hon við sær fram um 100 onnur gjøgnum larm og vas. Upp á tá ...

39


40


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Blákross, sanghefti by Kodio - Issuu