KK navnakapping

Page 1

NAVNAKAPPING

MENTANARHÚSIÐ Í KLAKSVÍK SKAL HAVA NAVN Hevur tú eitt gott hugskot um navn, sum fellur væl og annars er hóskandi, send so inn. Mentanarhúsið, sum hevur verið eitt arbeiðsheiti, er gamla Posthúsið, ið bygt varð í 1967 og ein stór høll verður bygd afturat. Húsið skal eftir ætlan standa liðugt komandi summar, har tað kunnu sita 380 fólk inni í høllini. Tað er Grunnurin, Mentanarhús í Klaksvík, sum eigur, byggir og skal reka húsið. Endamálið við húsinum er at vera karmur um mentanarliga virksemið í býnum, við sjónleiki, kvøldsetum, upplestri, sangi, tónleiki, fundum, framsýningum, ráðstevnum og ymiskum øðrum. Dentur verður lagdur á, at virksemið verður so fjølbroytt sum gjørligt, og at virksemið tekur støði í føroyskum mentanararvi, í tí mentan her býr og við tign, sum sømir seg einum mentaðum fólki.

Høllin hevur í skapi verið kallað eitt “tíðarbrot” – brot úr klokkuni. Ein steinur ella skrín, ið liggur í lendinum, sum letur seg upp í myrkrinum, har alskyns leikur spretta úr og spæl er inni har. Í bygninginum, har umframt stóru høllina eisini er ein kafé, smærri spælistøð, verkstøð, skrivstovur, framsýningarstøð og ein býarsalur, skulu øll kenna seg væl og vera vælkomin – ein spennandi bygningur við einum vøkrum navni, sum tú setur á. Soleiðis luttekur tú: Uppskotið skal latast inn í tveimum aftulatnum brævbjálvum: • Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum, saman við frágreiðing um hugskotið og grundgeving fyri, hví tú velur hetta heitið ella navnið. Merk brævbjálvan “Navnakapping Mentanarhúsið”. • Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við navni á uppskotsstillara. Hetta fyri at nevndin ikki skal síggja navnið á viðkomandi undir viðgerðini. Merk brævbjálvan ”Luttakari og uppskot”. Uppskot skulu sendast til: Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík Nólsoyar Pálsgøta 32 Postsmoga 2 FO-710 Klaksvík og verða grunninum í hendi í seinasta lagi 16. november 2021 kl. 12:00. Dómsnevndin, sum endaliga velur navnið, er stýrið fyri Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík. Stýrið skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini.

Bygningurin er ikoniskur í skapi og brúki og kann lata endaveggin á pallinum upp oman móti Vágsbøi.

Vinnarin fær í virðislønin fyri vinnandi uppskotið kr. 10.000,Spurningar kunnu stílast til dw@klaksvik.fo

Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík

NÚVERANDI PLANTING EFTIR BISKUPSSTØÐGØTU

VÁGSBØUR GRØNT FRÍØKI TIL KONSERTIR, UTTANDURA LEIKHÚS, SÝNINGAR OG ONNUR TILTKØK

SALUR

UTTANDURA PALLUR UMKLÆÐING

FRAMSÝNING +FORHØLL

YVIRDEKKAÐ AMFITRAPPA KLOKKUTORN KLAKSVÍKSVEGUR


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.