UNG Í NORÐOYA SPARIKASSA 18 - 26 ÁR
2
GULLKONTA
GULLPAKKIN
Gullkonta er ungdómskontan til tín, ið ert millum 18-26 ár.
Í Gullpakkanum hava vit savnað tær tænastur, sum kunnu hava týdning fyri teg og lætta um tín gerandisdag.
Tá ið tú stovnar tær Gullkontu, fært tú tvær kontur: • Gull 1, ið er ein nýtslukonta til løn og lummapening • Gull 2 til samansparing. Við Gull 2 fært tú høga rentu í mun til vanliga kontu Harumframt leggja vit dent á at veita tær góða og persónliga ráðgeving við atliti at júst tínum tørvi.
Í Gullpakkanum eru hesar tænastur ókeypis: • Samansparingarkonta við góðari rentu • Nýtslukonta • Nemkonta • Netbankin • Visa/Dankort • MasterCard Debit • Boðtænasta • Veksla gjaldoyra
Harumframt fært tú hesar tænastur við lagaligum treytum: • Billán • Avsláttur av tryggingum
2
3
NETBANKIN Við Netbankanum kanst tú avgreiða fíggjarligu viðurskifti tíni alt samdøgrið. Sama hvar tú ert. Netbankin er lættur at brúka og tú fært avgreitt flestu fíggjarviðurskiftini uttan kostnað. Netbankin kann brúkast á teldu/teldili og sum app á fartelefonini.
VIð NETBANKANUM SUM APP KANST TÚ MILLUM ANNAð: • Síggja kontuyvirlit • Flyta pening • Gjalda rokningar • Síggja bókingar • Síggja framtíðar gjaldingar • Síggja nýtsluyvirlit • Sperra kort • Rokna gjaldoyra • Finna sjálvtøkur og deildir • Senda boð til kundaráðgevan
BOÐTÆNASTAn Við boðtænastuni ber til at fylgja við, hvussu kontan broytist. T.d. ber til at fáa sms-boð ella t-post, tá ið lønin kemur inn, ella tá ið saldan fer niður um ávísa upphædd.
Við Boðtænastuni ber m.a. til at fáa boð um: • Hvat saldan er • Tá ið saldan fer upp um ávísa upphædd • Tá ið saldan fer niður um ávísa upphædd • Tá ið flytingar av kontu eru oman fyri ávísa upphædd • Tá ið flytingar á kontu eru oman fyri ávísa upphædd
4
GJALDKORT
Tvey kort við á ferðini
Tá tú gerst 18 ár kanst tú velja millum fleiri ymisk gjaldkort, t.d Visa/Dankort, MasterCard Debit og MasterCard Kredit.
Skalt tú uttanlands at ferðast, er skilagott at hava tvey ymisk gjaldkort við tær. Skuldi tú verið óheppin og mist kortið, ella verður kortið óvirkið á ferðini, ert tú kortini trygg/ur - eitt annað kort er til at taka.
Visa/Dankort og MasterCard Debit kanst tú prýða við egnari mynd. Hetta gert tú á heimasíðu okkara www.ns.fo.
Finn rætta kortið til tín:
• Visa/Dankort eitt altjóða kort. Við Visa/Dankortinum kanst tú taka pening út og keypa í handlum kring allan heimin umframt á internetinum. • MasterCard Debit er eitt gott ungdómskort. Kortið hevur somu møguleikar sum Visa/Dankortið, men hevur saldueftirlit, sum merkir, at tú ikki kanst brúka meiri, enn tú eigur á kontuni. Við MasterCard Debit Silver er trygging, sum dekkar avlýsing av tiltøkum og longd vørutrygging íroknað. Haraftrat gevur kortið tær atgongd til fleiri góðar avsláttaravtalur. MasterCard Debit Gull og Platin hava bæði ferðatryggingar knýttar afturat. • MasterCard Kredit eitt úrvalskort. Hetta er eitt altjóða kort og fæst í trimum útgávum. MasterCard Standard, Gull og Platin. Við MasterCard Gull ella Platin fært tú tryggingar og nógvar fyrimunir. Skalt tú hava MasterCard Kredit, skalt tú vera fylt/ur 18 ár og vera góðkend/ur í kredittmeting.
Umráðandi er, at tú hevur júst tey kort, ið hóska tær. Ymsar ásetingar eru til hvørt gjaldkortið, og neyðugt er at kunna teg um hesar ásetingar, áðrenn ferðin byrjar. Eisini hava nøkur kort serligar tænastur sum t.d. tryggingar, sum kunnu koma væl við.
Felags PIN – fleiri kort ein PIN-kota Til ber at hava felags PIN-kotu. Hetta merkir, at tú kanst hava somu PIN-kotu til øll tíni kort.
Felags PIN-kota kann knýtast at hesum gjaldkortum: • Visa/Dankort • MasterCard Debit • MasterCard Kredit
5
Lesandi
NemKonta
At fara undir lesnað
Skalt tú til Danmarkar at lesa, kanst tú hava eina NemKontu í Norðoya Sparikassa. Øll, sum fáa pening frá danska statinum, skulu hava eina NemKontu. NemKonta er vanlig konta, sum verður brúkt til øll útgjøld frá almennum stovnum í Danmark, t.d. SU, avlopsskatt og barnapening.
Ert tú ímillum 18-26 ár, skalt tú taka nakrar av teimum størstu avgerðunum í lívinum. Ein teirra er at velja útbúgving, sum eisini er ein sera spennandi avgerð. Ongantíð hava møguleikarnir verið so nógvir og umstøðurnar so góðar hjá teimum lesandi. Í Føroyum eru møguleikarnir eisini blivnir fleiri við nýggjum útbúgvingum og fjarlestri.
Uttanlands
Nógv ung velja at fara undir lesnað uttanlands, fjakka ella eina samanseting av báðum. Í hesum sambandi eru ymisk viðurskifti, sum hugsast má um – ikki minst tað fíggjarliga. Her eru kundaráðgevar sparikassans hollir í ráðum. Tú kanst ringja ella senda eitt teldubræv til tín kundaráðgeva og fáa ráðgeving. Tøknin ber við sær, at tú lættliga kanst halda skil á tí fíggjarliga, sama nær og hvar tú ert staddur. Netbankin og gjaldkort geva tær atgongd til sparikassan alt samdøgrið. Vit hava eisini eitt danskt telefonnummar +45 70204750.
Tað einasta tú skalt gera, er at upplýsa okkum títt danska persónsnr. (cpr. nr.), so gera vit vanligu kontuna í Norðoya Sparikassa til eina NemKontu.
GÓÐ RÁÐ Legg til síðis tíðliga Tað er gott at hava pening tøkan, tá ið rokningar koma. Tað kann vera til óvæntaðar útreiðslur ella til eina feriu. Vit mæla tær til at byrja tíðliga at seta pening inn á eina samansparingarkontu. Ein samansparing gevur tær við tíðini pening og harvið eisini møguleikar.
Ger fíggjarætlan og fá yvirlit Nógv vita ikki, hvar peningurin fer, og hví endarnir ikki altíð røkka saman. Ein fíggjarætlan hjálpir tær at halda skil á útreiðslum og inntøkum. Eisini gevur hon tær innlit í, hvussu tú brúkar peningin. Við eini fíggjarætlan veitst tú, hvussu nógvan pening tú hevur tøkan.
Hevur tú eitt frítíðarstarv? Gongur tú í skúla og hevur eitt fríðtíðarstarv, er Gull 1 ætlað til lønina. Hevur tú frítíðarstarv er enn størri orsøk at gera eitt fíggjarark og at leggja pening til síðis.
Tú ert altíð vælkomin Vilt tú vita meira, ella tørvar tær ráðgeving um fíggjarark og samansparing, set teg so í samband við ungdómsráðgeva tín.
7
Tryggingar Sum Gullkundi fært tú eisini tryggingarpakkan, sum er serliga samansettur til ung millum 18-26 ár.
Í tryggingarpakkanum eru:
• Innbúgvstrygging kr. 100.000,Við ferðatrygging fyri Evropa og avlýsingartrygging fyri einstakling • Vanlukkutrygging 1 millión krónur í Avlamisendurgjaldi 100.000 kr. í deyðsendurgjaldi Kostnaðurin er 995 kr. árliga, hetta er ein avsláttur á 15 %. Tryggingarpakkin er gjørdur í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar.
8
Billán Skalt tú keypa tín fyrsta bil, ella skifta tín gamla bil út við ein nýggjan? Tosa við okkum um bilfígging.
Um billán
Við einum billáni kanst tú keypa nýggjan ella brúktan bil. Keypir tú nýggjan bil, kann áramálið á láninum vera upp til 7 ár. Rentan verður ásett eftir útgjaldinum á bilinum.
9
10
Vælkomin Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við ráðgevan og bíleggja eitt ungdómsprát. Saman við ráðgeva tínum kanst tú fáa yvirlit og góða ráðgeving um, hvussu tú lættliga kanst greiða tíni fíggjarligu viðurskifti, tá ið talan er um útbúgving, ella okkurt skal keypast, t.d. bilur, telda ella innbúgv. Ella um tú skalt ferðast, flyta heimanífrá, giftast, keypa grundstykki, byggja, keypa hús/íbúð ella okkurt heilt annað.
Ring ella skriva til okkum
Netfundir – óheft av tíð og stað
Kjatta við okkum – skjótt og lætt
Tú avgerð sjálv/ur um tú brúkar fartelefonina ella telduna/teldilin til netfundin.
Tú ert altíð vælkomin inn í sparikassan at tosa við okkum, ringja á tel. 475000, ringja á Skype ella senda ns@ns.fo eitt teldubræv.
Eisini ber til at kjatta við okkum á heimasíðuni www.ns.fo. Vit svara fegin spurningum um tænastur okkara.
Vit kjatta:
Mánadag - fríggjadag kl. 09.30 - 16.00 Hósdag kl. 09.30 - 18.00
Hevur tú ikki stundir til at koma inn í sparikassan til eitt prát, ber til at bíleggja netfund. Við netfundi ber til at koma á fund, uttan mun til hvar tú ert. Tú kanst sita heima, verða uttanlands í starvs- ella lestrarørindum ella okkurt heilt annað.
Tú kanst bíleggja netfund umvegis Netbankan. Vitja okkum á Facebook: Norðoya Sparikassi.
11