Eikin lærlingalýsing 2

Page 1

BRENNUR TÚ FYRI SØLU OG SNIÐGEVING? Byrja so sølu-yrkisleiðina við okkum í Eikini Vit leita eftir tveimum lærlingum til handilin á Hjalla. Annar til køksdeildina og hin til madrassudeildina. Hjá okkum lærir tú at gera ynskini og dreymirnar hjá kundunum til veruleika, og tú verður brynjað/ur at eydnast væl í arbeiðnum. Tak av møguleikanum og søk longu í dag.

HVAT BJÓÐA VIT? Eikin bjóðar eitt gott arbeiðsumhvørvi við einum sosialt góðum samanhaldi. Uppgávurnar fevna millum annað um at møta kundunum, útroknað tilboð, velja vøruúrval, bíleggja vøru og tú útviklast nógv bæði fakliga og persónliga. Dentur verður lagdur á teg og trivnaðin og tú verður fakliga avbjóðaður. Tú fær skjótt ábyrgd av egnum kundum, men sjálvandi er altíð hjálp at heinta frá teimum rutineraðu. Eikin er ein etablerað fyritøka í menning og her er futtur í. Nógvir av lærlingum okkara halda fram eftir lokna útbúgving, men tú velur sjálv/ur, hvønn veg yrkisleiðin fer eftirfylgjandi. Eikin er partur av stóru donsku møblaketuni Møblér og køksketuni KVIK.

VIT VÆNTA AT TÚ ER • Ambisiøs/ur • Fyrikomandi • Ikki er bangin fyri avbjóðingum • Ikki er bangin fyri at gera ov nógv og ert arbeiðsam/ur • Hevur hug at læra og arbeiða millum tey bestu í starvsgreinini • Hevur FHS-útbúgving ella aðra miðnámsútbúgving • Lønin er sambært galdandi sáttmála hjá S&K. Hevur hetta tín áhuga ella vilt tú hoyra nærri? Send okkum so eina umsókn á eikin@eikin.fo. Um tú hevur spurningar ella vil hoyra nærri, ring so 281033. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.

Eitt sindur hugnaligari!


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.