Skip to main content

H71-Kyndil, 09.03.13

Page 1

Kappingarárið 2012-13 Atlantic airways KAPPINGIN

H71 - Kyndil Leygardagin 9. mars kl. 16.00

faldari 7

Hoyvíkshøllin

4


Kommunuslagið Nú er ikki nógv eftir. Síðstu dystirnir skulu spælast fyri at finna útav, hvør skal tapa FMfinal­ur­nar ímóti KÍF.’Squeaky bum-time” kallar hann sjálvur, Ferguson hesa tíðina, har tað ræður um at halda handa vøddan mitt í munn­ inum. Eitt er plássið, trý eru liðini. Vit í H71 liggja væl fyri, men ikki betri enn at hvørt av hinum báðum sjálvi kunnu avgera sína egnu lagnu, ið vónandi verður tung í hesum føri, á hesum sinni. Hóast VÍF tykist at vera komin í kløtur í onkrum merkverdigum slag av post-Bresjnevi­ anskari limbo sum hini halda á at vinna medaljur, altso ilt við at stilla sínar vánir í úrslit­um við faktiskt tilfeingi og tað hjá øðrum, kemur hesin siðríki hondbóltskulturur at bera undan í longdini. Vit tosa hóast alt VÍF. Og Kyndil, sum hevur verið fyri einum lima­ tals­ligum eplakuri, er kjokkað við eldri fyri­ mynd­um, ið vita alt um tað, at vinna. Tí hasin, fyri hini, irriterandi vinnarahugburður, ið eyð­ kennir øll Kyndlalið. Og føroyskur hond­bóltur uttan eitt Kyndil í hóvligari vælmakt, nei tú!, tað gongur ikki. Tað er sum eitt Champions League-kvøld uttan Glitnir og lættimjólk. Av hesum eina er tað feitt, at Kyndilslogin brennur. Men hetta, at vera eitt hondbóltsfelag á bygd, ella í minking, er ein avbjóðing. Og effinett sum við afrikanarum loysir tú ikki trupul­leikan við at taka synd í teimum, at hiva ein kornsekk um vikuna í høvdið á teimum ella stappa eina árliga peningaupphædd, eisini kallað blokkstuðul ella menningarhjálp, í avvarð­andi kjaft. At útseta pínuna. Nei, tú letur tey fiksa problemini sjálvi. Tað er, sum við so nógvum øðrum sosialum forð­ ingum, mannaskapt, og tí kunnu menniskju eisini smildra hesar forðingar sjálvi, nakrar forðingar meiri drakoniskar enn aðrar tó. Óansæð, sum við menningarlondum er eittans at gera hjá hóttum hondbóltsfeløgum: at draga at sær og organisera seg út úr trupulleikunum. Og tol.

ODDAGREIN

Og næsta ár verður helst uppaftur meiri spennandi, tá ið Neistin og kanska eisini StÍf verða við í einum kollegialum oddastríði um at koma í finalu ímóti kollfirðingum. Støðan er mest at meta við ein firvald uttan veingir. Bara í Neistansa føri eru tess veingir skryktir av, ein fyri og annan eftir. So tað er Áka Mørk at takka, at flogskerda liðið, ið nú aftur dúvar uppá egið tilfar, og einum stór­spæl­ andi Jugo, klárar seg so væl. Eg endurtaki, liðið hjá Áka er ikki so ungt, sum Vagnur, meinings­ myndandi hondbóltsfólk og aðrir neistar blíva við við at trútta í okkum. Tað er bara óroynt. Og tað er ein grund fyri hesum. H71 svarar til Kina í stórpolitikki. Umverðin lítur á við einum farra av ræðslu. Ein hóttan fyri eksisterandi maktjavnvág. Eitt samfelag, sum má sættast við broyttar tíðir, nýggja støðu. Men H71sa succes-marsjur er ongin tilvild. Ein og hvør, sum eygleiðir okkara ungdómslið henda seinasta neva av árum, dagar eitt full-on afturkennandi produkt, eitt etos. Tað sært tú eisini í skúlum í Evropa, at teir, ið hava eitt krystallklárt etos, ein sterkan kultur, mennast best, vinna frama og, so líðandi, vinna mest (sum eisini er hví, vit skulu klemma Frískúlan við HoyvíkstjørnJ). Men, yvrihøvur, ein breið vifta av tilboðum og ymiskleika, og ikki ein plan-politisk skúla­ ætlan stýrd av skrivstovugeneralum og einum Lærarafelagi, ið setur sínar limir framum sínar kundar, tvs næmingar. Og so er eisini við hond­bóltsfamiljuni: best er, um hon kann vera so ymisklig sum til ber. Tað er nevniliga ein misfatan, at líkleiki ella javnstøða fæst við at eradikera ymiskleika. Enntá ein ómoralsk ein. Í H71 eru vit als ikki komin á mál, men vit vita, hvat vit vilja, og vit arbeiða miðvíst so at røkka hesum máli, ið tó aldri skal røkkast. Tað handlar um sendingar og at lofta, ikki bara teknikkurin, ið ger seg galdandi, sum tú sendir og móttekur og flytur teg í støðu fyri at kunna móttaka av nýggjum, men tolni í spæli,

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

3


at diktera tempo og gjøgnumbrotsmegi. Tað handlar um at plikta seg til eitt ávíst hug­ skot um hondbólt, vit heima í Hoyvík kalla “Produktið”. At realisera hetta krevst fólk, skikkað fólk, eldhugað fólk, líka frá venjarum og útbering­ar­ fólk til foreldur og hjálparvenjarar, at konvert­ era fyrrverandi vestmenningar og havna-grøn at, ikki bara trúgva uppá, men viður­kenna eina svarta framtíð. Tað er um at draga at sær og skipa seg! Tað er um at skapa ein hondbólts-samleika, eina ambitiøsa og menningargóða assimilatión av tí, vit vita, riggar aðrasteðs, bæði lokalt og nasjonalt, og blanda hetta við egnum erfar­ing­ um og hugskotum. Og, ikki minst, fáa hoyvíkingar at hugsa, “siga vit Hoyvík, siga vit H71; og siga vit H71, siga vit Hoyvík”. Hvaðna meiri er hetta ein spurn­ingur um samfelagsbygging, ein skylda um at gera sítt fyri at fáa eitt fullborið sam­ felag, og ikki bara samkomuhús, asfalt, garasjir og kremhvít sethús eftir goldnan skatt og lima­ gjald. Í faldaranum hesuferð nertir Jústines Justinussen, legenda innan føroyskan hondbólt,

Ítróttarfelagið Hoyvík H71 Hoyvíkshøllin, Postsmoga 1067 188 Hoyvík · www.h71.fo NEVND Sunneva Jakobsen, formaður sunneva@liv.fo, 23 11 15

Hallur Danielsen, kassameistari hdanielsen@sbwcargo.com, 23 96 15 René Dahl Olesen, skrivari renedo@faroeship.fo, 54 90 10 SAMSKIPARI Hallur Danielsen hdanielsen@sbwcargo.com

Gunn Ellefsen, næstformaður ge@lawfirm.fo, 59 30 40

4

eisini við partar av hesum problematikki, tí tekniska, ið sæst aftur í teim fullstendiga øru og óskilvísu bóltstøddum í føroyskum hond­ bólti. Tú vildi fara bóltstødd niður í U10, til mikro, so tað skuldi vera lættari at handfara henda vælsignaða bólt. Og úrslitið: væl betri hondbóltsleikarir og hondbóltsspæl í U10, ser­ liga í D10, har niveauið er óvanliga høgt í ár. Hjá U12 er bóltstøddin passandi, tí bólturin sampakkar við hondina hjá flestum 11- og 12-ára gomlum. Men so, kabumm!, sum genturnar fara upp í G14, skulu tær spæla við eini fucking ballón av einum monsturbólti. Ókey, við harpiksi; hinvegin, nettupp tað, at tørvur er á harpiksi, sigur væl ikki heilt lítið. Væl­signaði, tit, ið bestemma meiri í føroyskum hond­bólti enn eg, broytið hetta, so at eisini bólt­urin hjá G14 hóskar til hondina hjá eini gentu, ið akkurát er fylt 13 ella kanska ikki er risi av vøkstri. Annars kann tað gera tað sama, mestsum, hvat fyri ungdómspolitikk ella produkt, hugskot ella etos, tú sum felag setur út í kortið í tess hondbóltsskúling.

Agga Niclasen, nevndarlimur h71faldarin@gmail.com, 50 86 89

Heimasíðuumsitari Carl Herup Høgnesen carlherup@gmail.com

Anna Dam, nevndarlimur ad@lawfirm.fo, 51 90 82

Agga Niclasen H71faldarin@gmail.com

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

Agga Niclasen

FALDARAUMSITARI Agga Niclasen h71faldarin@gmail.com, 50 86 89 SNIÐ, UMBRÓTING, PRENT OG LIÐUGTGERÐ Pf. Føroyaprent, www.foroyaprent.fo – svanamerktur prentlutur 541 705 MYNDIR Jan Egil Kristiansen 26 22 40 ÚTGEVARI H71


Hugleiðing um hond­bóltin nú og í fram­tíð­ini Eftir: Jústines L. Justinussen Seinastu árini hevur tað, eftir mínum tykki, gingið støðugt niður á bakka við hondbóltinum. Hond­bóltsfamiljan minkar heldur enn veksur. Nøkur feløg hava lagt kongin, og onnur hava humpað seg ígjøgnum og verið noydd at keypa útlend­ingar fyri at manna lið í bestu deildini og fyri at vinna heiðursmerki. Tey lið, sum bert hava dúvað upp á egið tilfar, hava lítlan og ongan møguleika at klára seg. Okkara egna tilfeingi er svunnið, og leik­ ar­ar­nir í bestu deildunum gerast yngri og yngri. Serliga ger hetta seg galdandi í bestu kvinnu­ deildini, har miðalaldurin er lækkandi. Har er neyðugt at leita niður í G17 fyri at manna lið. Hetta er ein skeiv gongd, og orsøkin er heilt einføld tann, at vit hava ikki dugað nóg væl at sett leikarar við. Men vón er fyri framman. Í U8 kappingunum í vetur hava 40-50 lið við 300-400 børnum víst, at vit eiga hópin av talentfullum børnum, og vit, sum fylgja kappingini hjá D10, hava í vetur sæð 25 lið við 200-250 sera evna­rík­um leik­arum. Jú, vit eiga nógv og gott “hond­bólts­ smolt”, og um rætt verður borið at, og “fellið” ikki verður ov stórt, so er vón fyri, at hond­bólt­ ur­in fer at yvirliva í Føroyum. Skulu vit í framtíðini manna okkara bestu lið við egnum góðum leikarum, má eitt stórt og miðvíst ungdómsarbeiði gerast úti í feløgunum. Onki kemur av sær sjálvum. Skal hetta eydnast, mugu øll, sum vilja hondbóltinum væl, bróta upp um armar og fara í gongd. Vit koma ongan

14

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

veg við at skáka okkum undan og hopa, at onnur taka sær av okkara børnum. Boðskapurin til okkum øll er: Spyrjið ikki hví “felagið” onki ger fyri okkara børn. Spyrjið heldur hvat “eg” kann gera fyri mítt felag, so okkara børn hava okkurt at fara til, tí uttan eldsálir verður hondbóltinum ikki lív lagað. Men hetta er ikki nokk í sær sjálvum.Vit mugu eisini hava góðar karmar at virka undir. Vit venda ikki eini skeivari gongd við at koyra í somu rillu. Vit mugu tora at gera broytingar og royna nýggjar leiðir. Og nakrar ábøtur eru longu gjørdar, sum muna. U8 kappingarnar eru eitt dømi um at royna nakað nýtt. Hetta bleiv sett á skinnaran sein­ asta kappingarár og gjørdist beinanvegin ein “dundr­andi success”. Hetta ger, at børnini koma nógv fyrr í gongd, og tá hesi børnini fara víðari til U10, duga tey tað mest grundleggjandi og eru longu komin langt í hondbóltsmenningini. At broyta bóltstøddina hjá U10 og U12 til minni bóltar, sum passa betur til tær smáu hend­urnar, var slóðbrótandi og mennandi. Hetta ger veruligan mun, og børnini hava nú nógv betri kasti- og skotteknikk. Tað er ein for­ treyt fyri at gerast ein góður hond­bólts­leik­ari. Men tíanverri varð bóltstøddin hjá U14 ikki broytt. Bóltstøddin hjá teimum passar bara til tær størstu hendurnar, og sjálvt um loyvt er at brúka harpiks, so hevur ein stórur partur av leikarunum stórar trupulleikar av at hand­fara bóltin, og tað fremur ikki menningina. Ikki kann sigast, at tað er serliga logiskt, at gent­ ur­nar skulu skifta til vaksnamannabólt, tá tær


fara upp í G14, meðan dreingirnir ikki skifta til vaksna­mannabólt, fyrr enn teir fara upp í D18. Hetta eigur at verða endurskoðað. Ein afturvendandi spurningur er, um kapp­ ing­ar­leisturin hjá børnunum kundi verið betri. Er tað best fyri menningina av børnunum, at kapp­ingin um gullheiðursmerkini byrjar longu tíðliga um heystið? Hetta setir í øllum førum venj­ararnar í eina tvístøðu, og kann flyta fokus hjá teimum soleiðis, at menningin av breiddini verður niðurraðfest fyri at vinna eitt FM. Hvat eru tær stórstu avbjóðingarnar hjá hond­bóltinum í dag? Ein tann stórsti trupulleikin hjá hond­bólt­ inum í dag er, at fráfallið er alt ov stórt, tá børn­ini gerast tannáringar. Kappingin um ung­ dómin er sera hørð. Aðrar ítróttargreinir toga til sín, og so er tað so nógv annað at fara til. Duga vit ikki at gera hondbóltin nóg áhuga­ verdan fyri hendan aldursbólkin, so tapa vit

kapp­ingina um ungdómin. Tí hastar tað at koma hesum trupulleikanum til lívs. Her má okkurt gerast beinanvegin. Ein annar stórur trupulleiki er, at vit hava alt ov fáar hondbóltsvenjarar í Føroyum. Stórur tørv­ur er á útbúgving av venjarum til bæði børn og vaksin. Øll feløg kenna til trupulleikan at skaffa venjarar til liðini. Nógv fólk, sum kundu hugsast at vant barnalið, halda seg tíverri ikki til, tí tey vita ikki, hvat tey skulu gera. Miðvísar venjaraútbúgvingar høvdu loyst henda trupuleikan, og høvdu hjálpt feløgunum ómeta­liga nógv. Tí eigur HSF beinanvegin at skipa fyri venjaraskeiðum úti í feløgunum. Samanumtikið meti eg, at hondbólturin fer at yvirliva. Men tað krevur ein stóran innsats frá okkum øllum. Og ikki minst krevur tað, at HSF setur nøkur tiltøk í verk, og alla tíðina hevur fingurin á pulsinum.

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

15


HOYVÍKSHØLLIN Kl. Mánadag

06.30 07.00 15.00 15.30 16.00 16.30 17.00 17.30 18.00 18.30 19.00 19.30 20.00 20.30 21.00 21.30 22.00 22.30

Týsdag

G14/G17 G14/G17 D12 D12 D10 D10 D10 G10 G10 AA AA AA D14 D14 G17/Kvinnur G17/Kvinnur G17/Kvinnur

D12 D12 D10 D10 G12 G12 G14 G14 AA AA D14 D14 D16/D18 D16/D18 D16/D18

Deildir

Viðmerkingar

AA

Mánadag: møta kl. 18 (renni­skógv­ar og uttan­ dura­klæðir), týsdag: crossfit kl. 17.30, hósdag: crossfit kl. 18.30, fríggja­dag: møta kl. 18.00 (renni­skógvar og uttan­dura­klæðir)

D16/D18 D16/D18 G14 G14

G10

D12

Fyribils eru venjingarnar mána­dag og týsdag. SvL hósdag kl. 19.30-20.30 og fríggjadag kl. 20.00-21.00

D10

Mánadag byrjar venjingin í Hoy­víks­høllini kl. 15.30.

KV G17

Venjarayvirlit H71 kappingarárið 2012/2013 Deild Heiti Navn AA/1.deild AA/1.deild AA/1.deild AA/1.deild AA AA D16 D16 D16 D14 D14 D14 D12 D12 D12 D10 D10 D10 D10 G17 G17 G14 G14 G14 G12 G12 G10 G10 G10 D8 D8 G8 G8 U6 Ungdóms

Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Málmansvenjari Kroppsligur venjari Liðleiðari Hjálpari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálpari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálpari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálparvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálpari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Málmansvenjari

G12 G12 D10 D10 D10 AA AA AA D16/D18 D16/D18 D16/D18

D14 D14 G14 G14 AA AA G17/Kvinnur G17/Kvinnur

G12/G10 G12/G10 Kyndil

Mánadag og hósdag byrjar venj­ing­in í Hoyvíks­ høllini kl. 16.30. Morgun­venjingin fríggjadag er saman við G10 Hoyvíkshøllin fríggjadag kl. 14.00-15.00

U8

Umframt venjingina í Hoyvíks­høll­ini venja U8, bæði gentur og dreingir, í Skúlanum við Løg­ manna­breyt hvønn týsdag kl. 16.30-17.30

U6

Venjing hvønn týsdag kl. 17.30-18.30 í fimleikahallunum í Skúla­num við Løgmanna­ breyt. Byrjað verður týsdagin tann 2. oktober.

Petur Mittún Halgir Dahl Olesen Jens á Skipagøtu Snorri Patursson Lars Tornefeldt Rene Dahl Olesen Gunnar Djurhuus Bogi Davidsen Anna Dam Rógvi Sørensen Halgir Dahl Olesen Sigmundur Dahl Bogdan Florea Janet Johannesen Hallur Biskopstø Petur Mittún Jens Skipagøta Rúni Poulsen Karl Oddmar Rasmusen Fríðrikur Jakobsen Kristian Dan Sørensen Petur Martin Johansen Andor Sivertsen Rene Dahl Olesen Hallur Danielsen Tróndur Arge Tróndur Joensen Hendrik Egholm Ann Ellefsen Rúni Højgaard Høgni Olafsson Eindri Frýdal Páll Mortensen Beinta Ejdesgaard Ári Egason Dam

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

Fríggjadag

Viðmerkingar

G14 G12

Hósdag

D14/D16 D14/D16 Neistin

Deildir

D16 D14

16

Mikudag

D10/D12 D10/D12 G12 G12 U8 U8 G10 G10 ÍA

Tlf

21 82 84 54 90 10 28 03 25 22 28 14 26 62 87 54 90 10 21 90 82 27 67 04 51 90 82 25 21 19 54 90 10 27 61 31 58 15 69 21 22 11 51 76 06 21 82 84 28 03 25 21 11 11 50 83 38 27 50 74 25 02 15 29 62 60 50 71 29 54 90 10 23 96 15 31 55 57 27 26 28 23 74 10 51 56 85 26 14 15 58 56 31 27 48 04 59 72 01 72 35 52 51 20 90

Teldupost

peturmittun@gmail.com halgir@faroeship.fo jens.a.skipagoetu@skulin.fo snorripatursson@hotmail.com lars_tornefeldt.hotmail.com renedo@faroeship.fo gunnardjurhuus@gmail.com bd0206u7@skulin.fo ad@lawfirm.fo rs0504e7@skulin.fo halgir@faroeship.fo sigmundur_14@hotmail.com simoni_k_06@yahoo.com jj@atlanticon.fo hillar_1993@hotmail.com peturmittun@gmail.com jens.a.skipagoetu@skulin.fo runi@smyril-line.fo karlor@live.dk fridrikur@email.com kridazo93@gmail.com koffiann@olivant.fo andor95@gmail.com renedo@faroeship.fo had@sbw trondurarge@hotmail.com tjoensen@hotmail.com hendrik@magn.fo annellefsen@gmail.com runi_hoyvík@hotmail.com hognio@yahoo.com eindri94@hotmail.com pm3012f3@skulin.fo beintaej@hotmail.com aed@eik.fo


Leikum fagurt Til leiðarar, venjarar, dómarar, foreldur, leikarar og áskoðarar Leikum fagurt ··Hav jaligan atburð ··Royn altíð títt besta ··Vís virðing fyri øðrum ··Umboða felagið sømuliga ··Far við øðrum, sum tú ynskir, at onnur fara við tær Leikum fagurt

Ein heilsan og áheitan frá

til allar H71’arar og onnur, ið koma í Hoyvíkshøllina


Fyri triðju ferð á Tvøroyri Eftir: Agga Niclasen Fyri triðju ferð á rað hevur 2000-árgangurin hjá H71-gentum verið á síni árligu venjingarlegu. Undanfarnu ár hevur bert verið talan um dystir og nógva venjing, tað veri seg í sjarmerandi fimleikahøllini í gamla skúlanum á Tvøroyri ella bastiónini, ið er Høllin í Vági. Í ár, tó, spældu tær landskappingardystir. Tveir í tali. Báðir ímóti VB, hvørs leikarir og leiðarir vóru so beinasom at flyta tveir heima­ dystir til sama vikuskifti, ein fríggjakvøld og ein leygardag seinnapart. Vit takka fyri tað. Beinasemið løntu vit aftur við at smildra vágs­gentur 15 - 2 og 17 – 5. Ein málmunur á ávika­vist 13 og 12 var alt annað enn flatter­ andi, serliga ikki í fyrsta dystinum, tá ið gentur­nar rulaðu, hvat má sigast at vera nokko flott, tá ið annar enn vanligi venjarin mátti stýra liðið hetta, potentielt, lagnutunga fríggja­kvøld. Nokk um tað. Eins og áður fóru vit ikki við Smyrli. Tað er rímiliga nógv, hr. Danielsen ikki maktar at um­broyta, men akkurát her mátti hann lúta fyri hægri maktum; ikki so nógv náttúruni, men Strand­faraskip Landsins, og máttu vit tí taka til takka við Norrønu. Men hvat innivist um ræður, var alt við tað gamla. Tí aftur í ár gjørdu vit okkum dælt av gomlu húsunum hjá Dam á Valinum. Eisini hetta takka vit familjuni fyri. Allar genturnar komu við einum lítlum helmingi av foreldrunum fríggjadag á middegi, og írestandi parturin fríggjakvøld ella leygar­ morgun. Fríggjakvøldið var, sum sagt, dystur á skránni. Eftir hetta var døgurði, pita og vatn,

26

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

hugni og prát annars, og so helt eg meg eisini hóma eitt glas av kaka onkustaðni millum minni seriøs vaksin. Leygarmorgun byrjaði við eini búrmáltið av einum morgunmati. Heimabakaðir bollar og skuffukøka, kornflykrur og jogurt, kaffi og meira kaffi. Coach boðaði síðani frá, at rendezvous var kl. 12. 30 í húsinum, tá ið fyrireiking og fráferð til dyst var á agendaini. Øll møttu til tíð­ina líka uttan dótturin og eg, sum vitjaðu hjá Enni, har vit fingu meiri kaffi og køku. (Ikki tí Enni, sum býr í Svøríki, og dagdroymandi mót­mælir útbygging á kaiini, sum uttan at ávirka negativt á umhvørvið við pubbina, veru­liga kann geva Tvøroyri eitt neyðturviligt skump í afturpartin. Nei, einum øðrum Enni, einum liberalum einum – haldi egJ) Afturkomin frá dysti vóru pylsubreyð og pitsa­ sniglar á borðinum. Umframt vatn og, ja... tað var faktiskt tað. Gott við onkrum at eta, tí tað bleiv mestsum ótolandi at hoyra upá coach, sum gramdi og grenjaði og venaði seg við óteljandi undanførslum fyri hví hann vann við einum minni málmuni enn hansara avloysari. Hetta, heldur enn at vera glaður fyri egið avrik, sum jú var... gott. Ókey, verjan sigldi, men “góðtikið”. Hetta var triðju ferð á Tvøroyri, og neyvan síðstu ferð, so fyri at geva avkominum úr Hoyvíkini eina sproytu av kulturi við sær í heysin, hugsaðu vit, at gott var við eini av­ bjóð­ingar-dysti við útgangsstøði í lokal­øki­num, Tvøroyri at navni. Succes!, sum tær drøn­aðu oman og niðan at spyrja tvørabúgvar um líkt og ólíkt. Hvør bólkur hevði fartelefon við upptøkutóli við sær, og við einsæris setn­ingi um at taka mynd av kravdum staði á stað­num.


Eftir kapping, enn eina, fóru vit óman á Seglhúsloftið, har Ann-Kirstin var so fitt at drepa okkum í ein tíma við Line-dansi – orðið “lær­krepping” er sostatt skoytt uppí mítt orða­ tiltak. Og so oman á pubbina. Eitt stórt hana­ gleiv, og tað var saft-súsi-me eisini líka fyri at sleppa at hvíla rørarnar eitt bil afturvið eini kaldari kaka, sum bleiv tømd í trimum. So niðan í húsið aftur at eta marglætis­ døgurða, fyrst børnini, síðani tey vaksnu. Harnæst ís, fyrst børnini, síðani tey vaksnu. Sum hvørt ættarlið bíðaði eftir hvørjum øðrum, hugdu vit at upptøkum, Anton hevur tikið av hesum framúr gentum, mest frá núverandi kapp­ing­ar­ári, men eisini frá tær vóru diddur í gentur 10. Eitt sindur flóvisligt, hildu tær, men kortini stuttligt og læruríkt.

Og ongin venjingarlega uttan Tvøroyrar klubba, ið má hava bestu barr í FO, um tú ikki roknar Mimir uppí. Altíð eitt upplivilsi at vera saman við suðringum, serliga tá ið teir eru úr betru helvt av oynni. Eg veit ikki, tað er sum um, at har er ein annar veraldarandi yvir hasi úr Øravík og norðureftir. Umborð á Norrønu og eftir songartíð hjá teim vaksnu setti eg meg at skriva ein setning ella tveir um hvønn einstakan leikara, allir sum ein óførir og við hvør sínum týðandi leiluti á einum vinnaraliði, hvat higartil 4 útav 6 steypum, bara í ár, vitna um. Hetta skuldi sjálvandi enda við at taka ein leikara framum aðrar, ið trúliga hevur gjørt nakað serligt og offrað seg fyri liðið. Hesuferð var vinnarin Beinta R. Dam. Øll klappaðu. Og gávan, verandi

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

27


hálvur hoyvíkingur og hálv tvøradama, ein nosslig langhúgva við mergjaðu orðunum “Einaferð TB, altíð TB” á; og betalt við peningi, ið fer beina leið í kassan hjá TB. Juhuu!!! Fyri inntil trimum mánaðum síðani var Beinta útileikari, vongur ella bakkur, men nú um­skúlaður málmaður, kanska tann besti í deild­ini, A-bólkurin hjá G12. Hon mennir seg ikki mánaðarliga ella vikuliga, men dagliga. Og so haldi eg eisini, tað var Jens á Skipa­ gøtu, málmansvenjari felagsins og tann ítróttar­ íðkari vestanfyri Budapest, sum hevur “lagt skógvarnar á hillina” oftast, ið eigur tey famøsu orðini: “Man er smáliga svakur fyri at vera mál­ maður í hondbólti; men at so gera tað frí­villigt, sum eg, tá er man kraftedimi ikki í ordan!” Við hesum verður avrikið ikki minni undrun­ar­vert. Hvussu er og ikki, tá skuldi hesin prísur ella virðisløn hava eitt navn, eitt heiti. Eg meini,

28

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

danir hava ein Robert, amerikumenn Oscar, týskarir eina bjørn, onglendingar ein Turner og italiumenn Ilaria Alpi. Fraklendingar, verandi fraklendignar, hava sína “Lanterne Rouge”, latin til tann súkklara, ið endar sum nummar sjokk í Tourini. Franska hugtakið skal umsetast til “reyða lanternan”, hevur onki við kynslív at gera, men ein referansa til ljósið aftanfyri handa vognin nýttur í góðstoki til hissini ferðafólk. Í Føroyum hava vit nakrar í at velja, men heitini eru hvør ókulari enn annað, har “Oddvørsa” kundi so verið eitt brúkiligt uppskot fyri bestu drekkamunsrealismu. Óansæð, og heitið á virðislønini... trummitrummi-rumm? Ja, tað kundi ikki ordiliga vera nakað annað... AGGASA!


Hin e l e k t r i s k i stólurin Navn Teitur A. Mouritsern Aldur 9 ár Flokkur 3. flokkur Málmaður H71- U10 1) Hví heldur tú, at allar superhetjur eru í undirbuksum? Fyri at reypa sær 2) Heldur tú, tað ber til at gráta undir vatni? Ja, men eg havi ongantíð roynt tað 3) Hvør AA-leikari er kulast; og hvør er løgnast? Tóraldur er kulast og venjarnir Jens, Petur og so Halgir eru løgnast :) 4) Hvat er títt hægsta ynski fyri liðið? At vinna gull í ár, og so at vit fáa ein góðan túr til Partille Cup 5) Hvat er besta uppliving við H71? Tá vit vunnu steyp í Kollafirði og venjingarlegan á Giljanesi 6) Nevn okkurt, bara okkurt!, sum kundi gjørt H71 og Hoyvíkina betri? Meira málmansvenjing 7) Nevn 71 grundir til, hví tað er so stuttligt at spæla hondbólt í Hoyvík? Góðar venjarar og gott samanhald

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

37


TEY SVØRTU TØLINI Dystaryvirlit hjá H71 í Atlantic Airways deildini

Støðan Atlantic Airways deildin

Dato

Heimalið Útilið

Úrslit Nr. Lið

Dystir V.m T.m. Munur Stig

23.09.2012 Kyndil

H71

25-27

1 KÍF

14 417 319 98 23

30.09.2012 H71

Neistin

24-23

2 H71

14 391 349 42 18

07.10.2012 H71

KÍF

27-31

3 VÍF

14 380 345 35 17 14 352 315 37 15 14 356 350

13.10.2012 StÍF

H71

31-26

4 StÍF

04.11.2012 VÍF

H71

26-30

5 Kyndil

6 15

06.11.2012 H71 T. Klaksvík 34-15

6 Neistin 13 301 329 -28 8

11.11.2012 H71

Kyndil

31-25

7 T. Klaksvík 13

18.11.2012 Neistin

H71

28-27

25.11.2012 KÍF

H71

29-21

01.12.2012 H71

StÍF

22-20

14.12.2012 T. Klaksvík H71

21-37

22.12.2012 H71

VÍF

33-28

06.01.2013 Kyndil

H71

22-21

12.01.2013 H71

Neistin

31-25

20.01.2013 H71

KÍF

03.02.2013 StÍF

H71

23.02.2013 H71 T. Klaksvík 03.03.2013 VÍF

H71

10.03.2013 H71

Kyndil

13.03.2013 Neistin

H71

23.03.2013 KÍF

H71

27.03.2013 T. Klaksvík H71 14.04.2013 H71

StÍF

20.04.2013 H71

VÍF

38

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

242 432 -190

0


LIÐINI HESUFERÐ H71

KYNDIL

Málmenn:

Málmenn:

1 Ári Egason Dam

Jógvan R. Isaksen

12 Tóraldur Kollsker

Erlendur Johannesen

Útileikarar:

Útileikarar:

4 Rúni Vest Højgaard

Hans Áki D. Christiansen

14 Sigmundur Dahl

Josef Abrahamsen

2 Rógvi Sørensen

Birgir Poulsen

15 Sigmundur Nolsø

Frank Askildsen

17 Hallur Biskupstø

Ludvík Súnason

13 Bogdan Florea

Andrias Sólsker

9 Ári Jógvansson Olsen

Rógvi D. Christiansen

7 Bogi Gaard Davidsen

Høgni Klein Olsen

11 Hans Kári Hansen

Hørdur Sigtórssón

6 Tróndur Arge

Finnur Hansson

10 Poul Kjartan Dam 3 Niels Viggo Niclasen

Høvuðsvenjari:

Petur Mittún

Venjari:

Halgir Dahl Olesen

Venjari:

Bárður Johannesen

Málmansvenjari: Jens á Skipagøtu Liðleiðarar:

Andrass Marr Poulsen, Lars Tornefelt og René Dahl Olesen

FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3

39


»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS LAWFIRM@LAWFIRM.FO WWW.LAWFIRM.FO JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
H71-Kyndil, 09.03.13 by H71 Hoyvík - Issuu