Kappingarárið 2012-13 COCA COLA KAPPINGIN
H71 - KÍF Týsdagin 22. januar kl. 20.00
faldari 6
Hoyvíkshøllin
4
ODDAGREIN
Mynd: Jan Egil Kristiansen
Nú spíssar til
Tríggir dystir innan seks dagar er møtimikið hjá einum leikara. Allir ímóti KÍF. Ótrúligt, at tað skuldi enda júst soleiðis. Har fer at vera meiri kropskontakt enn hjá so nógvum pørum, í hjúnabandi ella ei. Tó, tað er neyvan slík nálgan, ið voldar skilnað og aðra atomisering av familjulívinum. Ikki tí, tað krevur sína konu, og serliga mann, um tað skal vera møguligt hjá viðkomandi at uppliva allar dystirnar. Ella bara neyv fyrireiking av døgurða við seinnameiri uppvaski, um tú ert vanligur fjepparasligur áskoðari, og ein full-on reorgani sering av tínum gerandisdegi, ert tú leikari. Men hetta eru eisini tríggir týðandi dystir. Fyri kjansin at sleppa í steypafinaluna heilt
avgerandi, meðan FM-møguleikin valla stendur ella fellur við dystinum sunnudagin. Hjá okkum heima í Hoyvík er hetta eitt gylt høvi at vísa okkum frá okkara bestu fjepparasíðu og vísa kollfirðingum, at tað er í avgerandi løtum, at H71arir eru alrabestir. Tosa vit Coca Cola-steypakappingina, so er tað sum í fjør nokkso umráðandi, at vit koma úr Kollafirði við einum úrsliti, vit kunnu gagnnýta í Hoyvík. Kollfirðingar royndu seg við einum kyndilsmanni her og einum har, men lítið nytt aði ímóti okkara ungdómi og ”veteranum”, ið mannaðu okkara næstbesta lið. So tað ber til. Tað ber so sanniliga til. Tað er ”bara” at arbeiða og stríðast fyri svørtu blusuni
FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3
3
til síðsta bríksl, og vónandi vera nokkso nógv av hesum, fyri einaferð skyld!, um kollfirðingar taka til sítt dekan ov bastanta verjuspæl. Eg meini, um teir veruliga vilja hava petti av spæliblusuni hjá okkara høggara, Bogdan Florea, ella alla sum hon er, óskrødd og alt, tá er bara at biðja… men eftir síðsta bríksl.
Góða semifinalu, og vónandi enda vit aftur í ár í stórslignari steypafinalu á Hálsi um knappan mánað. Vísið kulør, vísið tykkara svarta anda og vit hava ein góðan kjans, eins og altíð… Koyr á Hoyvík, koyr á!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!
Mynd: Jan Egil Kristiansen
Men óførir eru teir, kollfirðignar, og hetta verður treyðugt síðsti hondbóltsdystur millum
ivaleyst sterkastu mannfólkahópar í landinum komandi árini.
Ítróttarfelagið Hoyvík H71 Hoyvíkshøllin, Postsmoga 1067 188 Hoyvík · www.h71.fo NEVND Sunneva Jakobsen, formaður sunneva@liv.fo, 23 11 15
René Dahl Olesen, skrivari renedo@faroeship.fo, 54 90 10 SAMSKIPARI Hallur Danielsen hdanielsen@sbwcargo.com
Gunn Ellefsen, næstformaður ge@lawfirm.fo, 59 30 40
4
Hallur Danielsen, kassameistari hdanielsen@sbwcargo.com, 23 96 15
Agga Niclasen, nevndarlimur h71faldarin@gmail.com, 50 86 89
Heimasíðuumsitari Carl Herup Høgnesen carlherup@gmail.com
Anna Dam, nevndarlimur ad@lawfirm.fo, 51 90 82
Agga Niclasen H71faldarin@gmail.com
FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3
FALDARAUMSITARI Agga Niclasen h71faldarin@gmail.com, 50 86 89 SNIÐ, UMBRÓTING, PRENT OG LIÐUGTGERÐ Pf. Føroyaprent, www.foroyaprent.fo – svanamerktur prentlutur 541 705 MYNDIR Jan Egil Kristiansen 26 22 40 ÚTGEVARI H71
Venjarafrágreiðing vegna H71 dreingir 10 Hondbóltsárið 2012 – 13 hjá dreingjum 10 ár byrjaði fyri so vítt, tá undanfarna kappingarár endaði við nógvari glitran og gleði. Dreingirnir møttust frá mai og til august eina ferð um vikuna til venjing, har teir vanliga vóru ein rennitúr úti í vøkru náttúruni í Hoyvík, og síðan venjing í 1 tíma í høllini. Ein av góðu summardøg unum kallaði Petur Mittún til øðrvísi venjing við broyttari dagsskrá, tá dreingirnir vóru bidnir at møta í svimjibuksum niðri við sjóvar málan í gomlu Hoyvíkini til havsvimjing. Nógvir dreingir møttu, og allir minnast aftur á eina sera góða løtu. Um miðjan august byrjaði hondbólstvenj ingin meiri regluliga, tá summarferian var av, hallartímar komnir upp á pláss og afturat høvuðsvenjaranum, Petur Mittún, vóru hollir hjálparvenjarar funnir í Jens á Skipagøtu, Karl Oddmar Rasmussen, Gilla Wardum, Rúna V. Poulsen og Hanusi Norðberg. Stungið varð út í kortið, at stóri dreingjabólkurin, sum í byrjanini taldi út ímóti 40 dreingir, skuldi hava møguleikan at venja 4 ferðir um vikuna. Mánadag, týsdag, og hósdag 1 ½ tíma venjing seinnapart á degnum, og síðan mikudag 1 tíma „morgumvenjing“ kl. 06.30. Uppmøtingin hjá dreingjunum hevur verið avbera góð. Sum sagt vóru uml. 40 dreingir á listanum í byrjanini, og vanliga møttu tá uml. 35 til venjing. Støðan broyttist tó skjótt, tí
14
FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3
ikki gekk long tíð áðrenn listin av dreingjum longdist og talið kom upp á 48 dreingir, harav einir 40 vanliga møta til venjing. Tá so mikið nógvir dreingir møta til venjing krevst nógv av venjarunum, um nøkur úrtøka skal síggjast aftur í hondbólsmenningini hjá dreingjunum. Vit venjarar avgjørdu tíðliga í hondbóltsár inum, at óansæð styrkismun og ymiskleika hjá dreingjunum, so skuldu allir teir dreingir, sum møttu upp til venjing fáa somu mongd og dygd av venjining. Somuleiðis vóru vit opnir fyri, at dreingirnir kundu blíva ov nógvir, soleiðis at tað gekk út yvir úrtøkuna í hondbóltsmenning teirra. Hetta vísti seg tó ikki at vera tann stóri trupuleikin, tí sum oftast vóru 3 venjarar tøkir til hvørja venjing. Seinni á árinum, tá komið var út ímóti jólum, gjørdu vit tó av at býta dreingirnir sundur, so bert helvtin er til venjing 2 av døgunum, og allir saman 2 dagar um vikuna. Landskappingin hjá dr. 10 ár var sett at byrja fyrst í november. Áðrenn landskappingin byrj aði vóru nakrar venjingarkappingar fyriskipaðar av HSF, somuleiðis sum Night Cup var hildin í
Myndir: Petur Mittún
Vestmanna. Vit luttóku í øllum fyrireikingar kappingunum, ið vit brúktu til at finna fram til, hvussu nógv lið vit skuldu melda til Lands kappingina. Endin var 5 lið býtt soleiðis, 2 lið í A-bólkin, 2 lið í BC-bólkin og 1 lið í D-bólkin. Síðan árið byrjaði høvdu vit sett okkum fyri at fara á eina venjingarlegu saman við øllum dreingjunum, og at venjingarlegan skuldi vera áðrenn landskappingin byrjaði. Fyrsta vikuskiftið í november var venjingar lega á skránni í Høllini á Giljanesi. Dreingirnir vóru 40 í tali, og 8 venjarar/leiðarar, tá farið var frá Hoyvíkshøllini fríggjadag kl. 17 við bussi. Legan innihelt ymisk spøl í bólkum, og hugna við saft, køku og filmi fríggjakvøld. Friður valdaði um miðnátt, og fyrstu dreingirnir vóru á fótum aftur kl. 06. Fimleikahøll skúlans var góð til alskyns spæl hendan morgun inntil morgunmatin kl. 8. Síðan var hondbóltsvenjing í høllini á skránni í 3 ½ tíma. Aftan á døgurða var gongutúrur á skránni til sandin/vøllin í Miðvági, har ymiskar kapp ingar í bólkum vóru skipaðar. Venjingarlegan
endaði við bátahylin í Miðvági, har bussurin heintaði okkum aftaná, at dreingirnir høvdu havsvomið millum bátar, krabbar og fiskar í bátahylinum í Miðvági. Nú vit eru komin eina viku inn í 2013, er landskappingin hálvrunnin, og steypakappingin er komin til hálvfinalu-umfarið. Øll 5 liðini hjá dreingjum 10 liggja væl fyri í landskappingini. Í A-bólkinum stríðast a og b lið okkara við Kyndil a um ovastu røkurnar, í B-bólkinum stríðast c og d liðið við VÍF b um ovastu 3 plássini, og í D-bólkinum liggur e-liðið klárt á fremsta plássi. Í steypakappingini eru a og b liðið komin til hálvfinalunar, har 6 lið spæla bólkaspæl. Árið er sum sagt hálvrunnið. Fyrstu dystirnir og venjingarnar hesumegin nýggjárið boða frá, at dreingirnir ongantíð hava verið so ágrýtnir og hugagóðir sum júst nú. Spennandi verður at fylgja dreingjunum komandi mánaðirnir. Við hondbóltskvøðu venjararnar
FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3
15
RIMMAR
LOPPU
MARKNAÐUR 26. januar
Tak konuna, mannin, børnini og ommuna undir armin, og kom á loppumarknað í fimleikahøllini í Hoyvíkar skúla.
Lutir kunnu latast inn í fimleikahøllina í Hoyvíkar skúla fríggjadagin 25. januar frá kl. 15.00 - 19.00
16
FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3
Loysnir 214452
Nær: leygardagin 26. januar Klokkan: 10.00 - 17.00 Hvar: Í fimleikahøllini í Hoyvíkar skúla
Leikum fagurt Til leiðarar, venjarar, dómarar, foreldur, leikarar og áskoðarar Leikum fagurt ··Hav jaligan atburð ··Royn altíð títt besta ··Vís virðing fyri øðrum ··Umboða felagið sømuliga ··Far við øðrum, sum tú ynskir, at onnur fara við tær Leikum fagurt
Ein heilsan og áheitan frá
til allar H71’arar og onnur, ið koma í Hoyvíkshøllina
Stuttligt og læruríkt vikuskifti í Vestmanna Ein fríggjadag seinnapart hálvan januar fóru G-14 b hjá H-71 til Vestmannar. Tað var Benny, sum skipaði fyri, eins og nógv onnur foreldur eisini vóru við. Eftir Elin W. Poulsen Komnar til Vestmannar sótu genturnar og hugn aðu sær á loftinum í Róðrarneystinum, sum skuldi vera karmur um hesa venjingarleguna. Tær prátaðu, meðan viðførið og soviposar vórðu pakkað út. Seinni fóru tær niðurundir, í venjingarrúmið, at venja við vektum og at rógva við maskinum. Síðani runnu tær yvir í Magn at keypa sær okk urt góðgæti. Seinni fríggjakvøldið fóru tær eisini yvir í ungdómshúsið, Staðið. Tað var systkinabarn Lív, sum býr í Vest manna, sum ringdi og bað tær koma. Nógv ung
26
FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3
fólk vóru í Staðnum, og har sótu allar genturnar úr Hoyvík, saman við fleiri VÍF’arum, og prátaðu og hugdu í sjónvarp. Á miðnátt stongdi Stað ið og genturnar runnu heim, tí tá regnaði illa. Hóast klokkan var nógv, sótu tær eina løtu og prátaðu, til tær fóru til songar um tvey tíðina. Leygarmorgunin blivu genturnar vaktar klokkan sjey. Morgunmaturin stóð á borðinum klokkan 8 og klokkan 9 byrjaði venjingin uppi í fimleikarhøllini. Eftir venjingina fóru Hoyvíks genturnar niðan í Ítróttarhøllina at hyggja eftir dysti. Tað vóru G-14 hjá VÍF og Neistanum, sum spældu, og vestmenningar vunnu dystin. Tá genturnar seinni henda dagin sótu og prátaðu uppi á loftinum, hoyrdist brádliga okkurt ljóð úr kjallaranum, har venjingarrúmið er. Tær hildu, tað mundi vera Benny, sum var farin at pumpa jarn, og sníktu seg tí oman við myndatólum at taka myndir av honum. Men
Myndir: Christian Nagata
hvat – tá tær koma í venjingarrúmið, var eingin Benny at sjá, men tveir vøddamiklir vestmenn ingar, sum ikki vistu, at venjingarlega var í húsinum! Leygardag seinnapart var venjingardystur á skránni: Okkara gentur spældu ímóti VÍF, og taptu tíverri dystin, sum fleiri foreldur vóru komin norður til Vestmannar at síggja. Eftir dystin slappaðu genturnar av og hugn aðu sær “heima” í Róðrarneystinum. Annars gekk tíðin – umframt at venja og spæla venjingardyst – serliga við at spæla við ein app, sum eitur Video Star. Leygardagin og sunnudagin stuttleikaðu genturnar sær við at gera 15-20 ymisk tónleika videoløg Tá tíðin nærkaðist náttúrðatíð leygarkvøldið var tíð at “dress for dinner” – nøkur foreldur afturat vóru nú komin til Vestmannar og fingu døgurða saman við liði og ferðaleiðarum. Spag hetti og kjøtsós Seinni um kvøldið fóru nakrar av gentunum ein gongutúr og løgdu millum annað leiðina framvið Skivuni at keypa sær okkurt lekkurt. Seinna náttin gjørdist eitt sindur drúgv hjá nøkrum teirra. Klokkan mundi vera 4, áðrenn friður fall yvir Róðrarneystið sunnumorgunin. Og náttarsvøvnurin gjørdist ikki drúgvur hjá øllum, tí heilt tíðliga var annar av teimum
vøddamiklu vestmenningunum aftur uppá spæl: Hann var farin at venja og afturvið hevði hann SERA harðan tónleik. Men hinvegin – eingin roknar við tí heilt nógva vakurleikasvøvninum, tá farið verður slíkar túrar. Og tá morgunmaturin var ruddaður burtur, Róðrarneystið ruddað og vaskað, løgdu fólk leiðina aftur til Hoyvíkar. Ein væleydnað venjingarlega!
FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3
27
HOYVÍKSHØLLIN Kl. Mánadag
06.30 07.00 15.00 15.30 16.00 16.30 17.00 17.30 18.00 18.30 19.00 19.30 20.00 20.30 21.00 21.30 22.00 22.30
Týsdag
G14/G17 G14/G17 D12 D12 D10 D10 D10 G10 G10 AA AA AA D14 D14 G17/Kvinnur G17/Kvinnur G17/Kvinnur
D12 D12 D10 D10 G12 G12 G14 G14 AA AA D14 D14 D16/D18 D16/D18 D16/D18
Deildir
Viðmerkingar
AA
Mánadag: møta kl. 18 (renniskógvar og uttan duraklæðir), týsdag: crossfit kl. 17.30, hósdag: crossfit kl. 18.30, fríggjadag: møta kl. 18.00 (renniskógvar og uttanduraklæðir)
D16/D18 D16/D18 G14 G14
G10
D12
Fyribils eru venjingarnar mánadag og týsdag. SvL hósdag kl. 19.30-20.30 og fríggjadag kl. 20.00-21.00
D10
Mánadag byrjar venjingin í Hoyvíkshøllini kl. 15.30.
KV G17
Venjarayvirlit H71 kappingarárið 2012/2013 Deild Heiti Navn AA/1.deild AA/1.deild AA/1.deild AA/1.deild AA AA D16 D16 D16 D14 D14 D14 D12 D12 D12 D10 D10 D10 D10 G17 G17 G14 G14 G14 G12 G12 G10 G10 G10 D8 D8 G8 G8 U6 Ungdóms
Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Málmansvenjari Kroppsligur venjari Liðleiðari Hjálpari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálpari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálpari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálparvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálpari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Hjálparvenjari Høvuðsvenjari Málmansvenjari
G12 G12 D10 D10 D10 AA AA AA D16/D18 D16/D18 D16/D18
D14 D14 G14 G14 AA AA G17/Kvinnur G17/Kvinnur
G12/G10 G12/G10 Kyndil
Mánadag og hósdag byrjar venjingin í Hoyvíks høllini kl. 16.30. Morgunvenjingin fríggjadag er saman við G10 Hoyvíkshøllin fríggjadag kl. 14.00-15.00
U8
Umframt venjingina í Hoyvíkshøllini venja U8, bæði gentur og dreingir, í Skúlanum við Løg mannabreyt hvønn týsdag kl. 16.30-17.30
U6
Venjing hvønn týsdag kl. 17.30-18.30 í fimleikahallunum í Skúlanum við Løgmanna breyt. Byrjað verður týsdagin tann 2. oktober.
Petur Mittún Halgir Dahl Olesen Jens á Skipagøtu Snorri Patursson Lars Tornefeldt Rene Dahl Olesen Gunnar Djurhuus Bogi Davidsen Anna Dam Rógvi Sørensen Halgir Dahl Olesen Sigmundur Dahl Bogdan Florea Janet Johannesen Hallur Biskopstø Petur Mittún Jens Skipagøta Rúni Poulsen Karl Oddmar Rasmusen Fríðrikur Jakobsen Kristian Dan Sørensen Petur Martin Johansen Andor Sivertsen Rene Dahl Olesen Hallur Danielsen Tróndur Arge Tróndur Joensen Hendrik Egholm Ann Ellefsen Rúni Højgaard Høgni Olafsson Eindri Frýdal Páll Mortensen Beinta Ejdesgaard Ári Egason Dam
FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3
Fríggjadag
Viðmerkingar
G14 G12
Hósdag
D14/D16 D14/D16 Neistin
Deildir
D16 D14
28
Mikudag
D10/D12 D10/D12 G12 G12 U8 U8 G10 G10 ÍA
Tlf
21 82 84 54 90 10 28 03 25 22 28 14 26 62 87 54 90 10 21 90 82 27 67 04 51 90 82 25 21 19 54 90 10 27 61 31 58 15 69 21 22 11 51 76 06 21 82 84 28 03 25 21 11 11 50 83 38 27 50 74 25 02 15 29 62 60 50 71 29 54 90 10 23 96 15 31 55 57 27 26 28 23 74 10 51 56 85 26 14 15 58 56 31 27 48 04 59 72 01 72 35 52 51 20 90
Teldupost
peturmittun@gmail.com halgir@faroeship.fo jens.a.skipagoetu@skulin.fo snorripatursson@hotmail.com lars_tornefeldt.hotmail.com renedo@faroeship.fo gunnardjurhuus@gmail.com bd0206u7@skulin.fo ad@lawfirm.fo rs0504e7@skulin.fo halgir@faroeship.fo sigmundur_14@hotmail.com simoni_k_06@yahoo.com jj@atlanticon.fo hillar_1993@hotmail.com peturmittun@gmail.com jens.a.skipagoetu@skulin.fo runi@smyril-line.fo karlor@live.dk fridrikur@email.com kridazo93@gmail.com koffiann@olivant.fo andor95@gmail.com renedo@faroeship.fo had@sbw trondurarge@hotmail.com tjoensen@hotmail.com hendrik@magn.fo annellefsen@gmail.com runi_hoyvík@hotmail.com hognio@yahoo.com eindri94@hotmail.com pm3012f3@skulin.fo beintaej@hotmail.com aed@eik.fo
Myndir: Jan Egil Kristiansen
Hondbóltskúlin heima í hoyvík riggaði væl
FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3
37
TEY SVØRTU TØLINI Dystaryvirlit hjá H71 í Atlantic Airways deildini
Støðan Atlantic Airways deildin
Dato
Heimalið Útilið
Úrslit Nr. Lið
Dystir V.m T.m. Munur Stig
23.09.2012 Kyndil
H71
25-27
1 KÍF
14 417 319 98 23
30.09.2012 H71
Neistin
24-23
2 H71
14 391 349 42 18
07.10.2012 H71
KÍF
27-31
3 VÍF
14 380 345 35 17 14 352 315 37 15 14 356 350
13.10.2012 StÍF
H71
31-26
4 StÍF
04.11.2012 VÍF
H71
26-30
5 Kyndil
6 15
06.11.2012 H71 T. Klaksvík 34-15
6 Neistin 13 301 329 -28 8
11.11.2012 H71
Kyndil
31-25
7 T. Klaksvík 13
18.11.2012 Neistin
H71
28-27
25.11.2012 KÍF
H71
29-21
01.12.2012 H71
StÍF
22-20
14.12.2012 T. Klaksvík H71
21-37
22.12.2012 H71
VÍF
33-28
06.01.2013 Kyndil
H71
22-21
12.01.2013 H71
Neistin
31-25
20.01.2013 H71
KÍF
03.02.2013 StÍF
H71
23.02.2013 H71 T. Klaksvík 03.03.2013 VÍF
H71
10.03.2013 H71
Kyndil
13.03.2013 Neistin
H71
23.03.2013 KÍF
H71
27.03.2013 T. Klaksvík H71 14.04.2013 H71
StÍF
20.04.2013 H71
VÍF
38
FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3
242 432 -190
0
LIÐINI HESUFERÐ H71
KÍF
Málmenn:
Málmenn:
1 Ári Egason Dam
Jaspur Joensen
12 Tóraldur Kollsker
Óla Kristjan Djurhuus
Útileikarar:
Útileikarar:
4 Rúni Vest Højgaard
Pætur Johannesen
14 Sigmundur Dahl
Teitur Joensen
2 Rógvi Sørensen
Poul Finnur Egholm
15 Sigmundur Nolsø
Tony Weyhe
17 Hallur Biskupstø
Ási Dam
13 Bogdan Florea
Hans Eli Sigurbjørnsson
9 Ári Jógvansson Olsen
Arnar Dam
7 Bogi Gaard Davidsen
Rúni Joensen
11 Hans Kári Hansen
Niklas Selvig
6 Tróndur Arge
Andreas Nielsen
10 Poul Kjartan Dam
Jákup Trygvason
3 Niels Viggo Niclasen
Høvuðsvenjari:
Petur Mittún
Venjari:
Jacob Jónsson
Venjari:
Halgir Dahl Olesen
Hjálparvenjari:
Rógvi Weyhe
Málmansvenjari: Jens á Skipagøtu Liðleiðarar:
Andrass Marr Poulsen, Lars Tornefelt og René Dahl Olesen
FAL DAR I 2 0 1 2 - 2 0 1 3
39
»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS LAWFIRM@LAWFIRM.FO WWW.LAWFIRM.FO JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR