BADMINTONHØLLIN/ KÍ-HØLLIN DYSTARSKRÁ 6 / 2022
MIKUDAGUR 23. MARS
1. HÁLVFINALA: MENN
KL.18.30: TK - H71 KVINNUR
KL.20.00: Stjørnan-H71
ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4
So fara vit undir endaspurtin! Eftir mest umfatandi kappingarárið hjá H71 nakrantíð, verður nú farið undir endaspurtin, ið vónandi kann geva okkum enn meira at frøast og fegnast um um nakrar vikur! Uttan iva upplivdu vit øll endan á steypafinaluni leygarkvøldið sum eitt vónbrot, tí vit høvdu øll somul ynskt og vónað, at okkara framúr røsku kvinnur, ið so dyggiliga hava sett bæði H71 og kvinnuhondbóltin ovast á breddan alt hetta kappingarárið, skuldu røkka heilt á mál og vinna steypið. Tað gekk so ikki, men nú eitt sindur er fráliðið, kunnu vit frøast um, at okkara vóru partur av kanska bestu kvinnu
H71 NEVND Anna Dam, forkvinna
tel 519082 - annadam@bvs.fo
Eyðun Joensen
tel 792640 - eyjo@taks.fo
Ann-Mari B. Mouritsen
tel 214452 - ann-mari@olivant.fo
Emy Sólvitsdóttir
tel 513769 - emys@olivant.fo
Sonja Mørkøre
tel 223663 - sonjamorkore@gmail.com
Ivan Fossabrúgv
tel 239611 - ifossabrugv@gmail.com
Rene Dahl Olesen
tel 235930 - renedahlolesen@gmail.com
Annika á Steig Egholm
tel 591319 - annikasteig@hotmail.com
Símun Poulsen
tel 517220 - simun@vh.fo
2
finalu, ið nakrantíð er spæld. Dygdin á spælinum var í topp og spenningurin í hæddini frá byrjan til enda, og tá ið H71 nú ikki skuldi vinna steypið triðja árið á rað, skuldi tað í øllum førum krevja nógv av mótstøðuliðnum at vinna tað. Hattin av fyri báðum liðum, tí betri re klamu kundi hondbólturin ikki fáa, og vit ynskja eisini Kyndli tillukku. Men harfyri leggja vit okkum ikki á hina liðina, men hava enn nógv at stríðast fyri og fleiri
dystir eftir, ið skulu vinnast, um vit skulu røkka teimum málum, vit hava sett okk um.
Skulu krýna innsatsin Bæði kvinnurnar og menninir hjá H71 hava havt eitt sterkt og sannførandi kappingarár higartil í landskappingini, har tað hepnaðist báðum at vinna grundspælið í stórum stíli. Tí er longu langt síðani, at vit vóru greið yvir, at H71 átti pláss millum tey bestu fýra og í hálvfinalunum í FM-kappingini, og nú er tað, vit skulu royna at krýna innsatsin við at fara allan vegin! Hesar hálvfinalur eru nú á skránni, og eingin skal ivast í, at bæði spælarar, felag og fjepparar fara at leggja alla orku í at fáa sum mest burtur úr sjálvum endaspurtinum hetta kappingarárið, sum fyri okkara viðkomandi byrjar við tvei mum útidystum í Klaksvík mikukvøldið. Menninir skulu spæla ímóti Team Klaks vík, ið fyri fyrstu ferð síðani stovnan í 2006 eru komnir so langt, at teir eru millum fýra tey bestu. Nú er tað ikki longur ein troystasleys stigatalva, ið gevur teimum í Klaksvík marruna, men tvørturímóti stimbrandi spenning, nú hálvfinaluplássið er vunnið. Og kvinnurnar skulu spæla ímóti Stjør nuni, ið tykist hava vunnið seg uppaftur úr einum lítlum aldudali tey seinnu árini, eftir at felagið annars hevur ikki so fá glæsilig úrslit at vísa á. Fáur man ivast í, at Stjørnan er á røttu kósini og skjótt aftur kann vera at finna heilt frammi ígjøgnum í kvinnukappingini.
Eiga dygdir sum fáur Í báðum førum krevst av okkara liðum, at dystirnir verða tiknir í fullum álvara og spældir við orku og trúgv upp á sigur, tí vit vita, at dygdirnar eiga vit so góðar sum fáur. Hjá monnunum ræður um at finna stórformin frá teirra steypafinalu aftur, tí tá verður ringt hjá nøkrum at standa ímóti. Verjuspælið tann dystin var nakað av tí besta, vit hava sæð her á landi, og megnar H71 at liva upp til orðatakið, at “verjan er hitt besta álopið”, so eigur tað at bera til. Kvinnurnar mugu gjarna eisini hyggja aftur á sína steypafinalu, tí har var eisini nógv gott, ið tær kunnu taka við sær, men mest umráðandi er, at tær koma upp á hestin aftur og vísa sítt góða spæl, ið vit hava sæð so ofta í vetur. Gera tær tað, kunnu tær sjálvandi fara allan vegin. Vónandi eru okkara góðu fjepparar raskir at stuðla báðum liðum, nú hálvfinalur nar byrja við útidystum mikukvøldið, og síðani við heimadysti sunnudagin, áðrenn vit vita, um ein triðja hálvfinala skal til. Góður stuðul frá áskoðarunum er sum at hava ein eyka spælara við, so vónandi taka vit øll á og lyfta okkara lið allan vegin! Anna Dam forkvinna í H71
3
HÁLVFINALURNAR Á SKRÁNNI Nú vóna vit bara, at H71-kvinnurnar hava lagt steypafinaluna aftur um seg. Eftir hana fingu tær ein bita frá Rúna Djurhuus á Hotel Djurhuus, so nú skuldu tær havt megi og mátt til at tikið stór tøk í endaspurtinum í FM-kappingini,
Eftir eina dramatiska steypafinalu hjá kvinnunum, sum tíverri ikki endaði til okkara fyrimun, skulu bæði kvinnurnar og menninir í H71 hugsavna seg um hálvfinalurnar í FM-kappingini, sum báðar eru ímóti liðunum úr Klaksvík. So er steypakappingin farin aftur um bak, nú kvinnufinalan ímillum H71 og Kyndil loksins varð spæld leygarkvøldið. Men “sikkin” ein finala! Dysturin hevði alt, ein kann krevja av eini finalu. Hann var væl spældur við skjótum og ágangandi spæli, tættur, spennandi og dramatiskur. Eftir 60 minuttir stóð á jøvnum og farast mátti undir longda leiktíð. Satt at siga, so visti ein ongantíð í øllum dystinum, hvør var omaná, og ikki 4
fyrr enn bríkslað varð av eftir longdu leiktíð, fekst vissa fyri, at Kyndil stóð eftir við sigrinum. Ja, sigast má, at finalan var eitt einastandandi gott prógv fyri, hvussu langt fram á leið føroyskur hondbóltur hevur flutt seg seinastu árini. Sjálv sagt var hetta fyri okkum skeivur endi á dystinum, men tá nú av er fjarðað, nervarnir komnir upp á pláss aftur og hugsast kann klárt, so er ikki sørt, at ein er errin av gentum okkara, sum
á leikvøllum altíð føra seg so flott og hábærsligt fram, ikki minst eftir dyst in, tá tap var í hendi. Ongantíð lútaðu tær við høvdinum og ongantíð góvu tær upp. Klassi!
Hugsavnast um FM Men nú er steypakappingin so lokin og vit kunnu av heilum huga savna okkum um endaspølini í landskapp ingini, har H71 sum kunnugt er við bæði hjá kvinnum og monnum. Bæði liðini skulu norður til Klaksvíkar hóskvøldið – menninir klokkan 18.30 í Badmintonhøllini ímóti Team Klaksvík og kvinnurnar klokkan 20 í KÍ-høllini ímóti Stjørnuni. Hjá bæði monnum og kvinnum hava vit ligið rættuliga suverent á odda alt kappingarárið, so fyri rættiliga langt síðani hava lið okkara vissað sær luttøku í semifinalunum. Seinastu
dystirnir í landskappingini hava tí ikki havt nakran týdning fyri okkum. Slíkt er tó ikki bara ein ynskistøða at vera í, tí vandi kann vera fyri, at spælararnir gerast dølskir av hesum “týdningar leysu” dystunum, so teir ikki eru nóg hvassir og svangir, tá tørnast skal til aftur í altavgerandi hálvfinaludystu num. Tað er tó at vóna, at spælarar okkara eru so mikið at sær komnir, at teir ikki lata seg darva av slíkum, men eru til reiðar og hugsavnaðir til at geva tað, sum krevst í slíkum dystum. Tí eitt er vist, at í Klaksvík koma bæði lið okka ra at møta einum múri av áskoðarum og spælarum, ið vilja geva sítt hjarta blóð fyri “høvuðsstaðin fyri norðan”.
Hvør skuldi trúð tí? Men hetta er ikki fyrstu ferð, at H71 hevur havt týdningarmiklar dystir í
(Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið)
Team Klaksvík er fyri fyrstu ferð í einum endaspæli, og tí ræður ikki minst um at taka “svongu” klaksvíkingarnar í fullum álvara, nú hálvfinalurnar í FM-kappingini standa fyri framman 5
Klaksvík. Og mangan hevur eydnast okkum, hóast nógv hevur staðið á, at knógva sigrarnar til hús. Her verður serliga hugsað um teir mongu dystir sum menninir hjá H71 í 80-unum og 90-unum spældu ímóti Stjørnuni hjá monnum (sum tað tá æt), tá Egil Johansen, sáli, og Karl, bróður hans ara, ið nú er borgarstjóri, ráddu fyri borgum á mansliðinum í Klaksvík. Stóri munurin á tá og nú er, at tá snúðu dystirnir seg um at vinna sær framhaldandi luttøku í fremstu deildini og soleiðis sleppa undan at vera flutt ur niður í næstbestu deildina, ella at spæla um at sleppa uppaftur í bestu deildina, eftir at hava verið eitt ár í næstbestu deildini. Í dag er støðan sjálvsagt ein heilt onnur, nú feløgini spæla hálvfinalu fyri at spæla seg fram til finaluna og sostatt møguleikan at gerast føroya meistari. Tá spældu vit og klaksvík ingar í botninum, nú spæla vit á odd anum. At slíkt skuldi vera hondbólti úr Hoyvík og í Klaksvík fyri í 2022 og hjá bæði kvinnum og monnum, hevði nokk eingin í 80-unum og 90-unum í sínum villasta hugaheimi droymt um skuldi henda. Men eitt miðvíst og savnandi arbeiði er farið fram í hond bólti í hesum báðum økjum og hevur tað so vissuliga borið ávøkst.
Søtir sigrar Men eitt kunnu teir hoyvíkingar siga,
6
sum hava upplivað bæði botnupp gerðini við Stjørnuna í 80-unum og 90-unum og so nú semi- og finalu dystir hjá H71 um føroyameistara hesi seinastu árini, verið seg ímóti Team Klaksvík ella øðrum liðum í kappingini, at sigursrúsurin eftir ein sigur í dystunum, var eins søtur eftir ein sigur í botninum í 80-unum og 90unum og hann er nú eftir ein sigur á oddanum, ja, hann var kanska heldur søtari í botnsigrunum fyrr. Men eitt er vist, at skal nakar sig ursrúsur koma upp á tal eftir semi finalurnar ímóti Team Klaksvík og Stjørnuna hetta kappingarárið, so er kravið einfalt, nevniliga at vit ligg ja omaná eftir hesar hálvfinalur og spæla okkum fram til FM-finalurnar. Og sigrar eru fult og heilt upp til spælarar, áskoðarar og felag at trygg ja okkum. Hesi mugu øll arbeiða sum ein eind, skal tað bera á mál. Vit hava gjørt tað fyrr og gera tað vónandi aftur hesa ferð. Góðar dystir mikukvøldið, øll somul!
KOYR Á HOYVÍK
EISINI SELJA VIT
SPÆLILAND
LOPPUMARKNAÐUR
- Vaflur - Køkur - Te / Kaffi - o.a.
Keyp borð fyri 250 kr. Ring 219244 ella skriva til dalsgaard74@gmail.com
UPPLESTUR Til børn
TOMBOLA OG LUTASEÐLAR
BIOGRAFUR Við poppcorn og slush-ice
FAMILJUTILTAK
Í SKÚLANUM VIÐ LØGMANNABREYT 2. APRÍL - KL. 10-16 Tiltakið er innsavningartiltak til frama fyri Partille Cup hjá H71.
7
Rósing Rasmussen, adv. Kristoffur Kristoffersen, adv.ft.
8
ID.3. Býður tær vælkomnum. Flytur teg inn í elheimin. Flytur teg frameftir. Les um prís, koyristrekki, umhvørvisroknskap og mangt annað á www.bilasolan.fo
9
Lán til bústaðin Tosa við okkum um fígging
Heimlán Bústaðarlán Realkredittlán Byggikreditt Orkulán
Norðoya Sparikassi
10
Hoyvíksvegur 67
FO-100 Tórshavn
Tel. 475000
ns@ ns.fo
ns.fo
11
SNIÐ, GÓÐSKA OG HALDGOTT HANDVERK
BORG | RUNAVÍK | KLAKSVÍK | TÓRSHAVN | WWW.BORG.FO 12
www.torshavn.fo
Skapandi, mennandi, kveikjandi
Trygg fíggjarstýring
13
JÁKUP ÓSÀ, Ítróttarskrivari í Norðlýsinum
SØGULIGT LIÐ HJÁ TEAM KLAKSVÍK (Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið)
Jákup Ósá, sum hevur skrivað um Team Klaksvík í lokalblaðnum Norðlýsinum síðstu áleið 10 árini, hugleiðir um Team Klaksvík bæði núverandi støðu og í søguligum samanhangi. Hondbóltur hevur nógva søgu í Klaksvík, men mannfólkahondbóltur er ein av heilt fáu stóru ítróttargreinu num, har klaksvíkingar sum heild ikki hava gjørt stórar skreytir í toppinum. Eg eri uppvaksin við Stjørnuni og har hevði Stjørnan onkrar heilt góðar leikarar, men sum lið var Stjørn an ongantíð við heilt har frammi í oddinum. Eg minnist tað heldur sum í 1990’unum, at frálíkir fótbóltsleikarar brúktu hondbóltin um veturin at halda seg í gongd, og so vóru nakrir afturat,
14
sum høvdu hondbólt sum raðfest ing nummar eitt. Liðið styrktist og viknaði alt eftir, um fótbóltskappingin lá still ella ikki. Í yngru deildunum var Stjørnan væl við til tíðir og okkurt dreingjalið vann FM. Vit í 1983-ár ganginum plagdu at vera eitt miðal lið í meistarabólkinum. Tá var H71, sum nú situr tungt á ungdómshondbólti, ikki í oddinum í ungdómshondbólt, tí teimum høvdu vit ikki trupulleikar av. Bestu liðini vóru Neistin og StÍF sum eg minnist tað. Men vit høvdu
tað stuttligt, og hóast fótbóltur eisini hevði okkara raðfesting, so var tað sosiala við hondbólti gjøgnum vetrar nar nakað, sum stendur eftir sum eitt gott minni.
Fótbóltsleikarar fingu gongd á Team Klaksvík Stjørnan viknaði sum árini gingu og fekk torført við at manna gott manslið. Endin var, at einki lið luttók og fyrst í hesi øldini bleiv mannfólka hondbóltur avtikin í Stjørnuni, sum tá var og árini eftir bleiv eitt av bestu feløgum innan kvinnuhondbólt. Men tað gingu ikki nógv ár til mann fólkahondbóltur aftur var at síg gja í hallunum í Klaksvík. Fríðin Ziskason var undangongumaðurin og saman við honum vóru Niclas Niclasen, Meinhardt P. Joensen og
Kristian Andreasen í fyrstu nevnd ini. Team Klaksvík umfataði bara vaksnamannahondbólt fyrstu árini og besta liðið fyrsta dystin var hetta: Málverji: Jákup Mikkelsen, vinstri vongur: Meinhardt P. Joensen, vinstri bakkur: Allan Mørkøre, miðja: Fríðin Ziskason, høgri bakkur: Kristian An dreasen, høgri vongur: Niclas Niclas en, strika: Dánjal Kjærbo. Felags fyri bæði nevnd og lið var, at teir høvdu ella spældu í bestu føroysku fótbólts deildini, summir sum lyklaleikarar gjøgnum nógv ár og Meinhardt P. Joensen spælir enntá framvegis í bestu deildini í fótbólti. John Peter sen og Jens Martin Knudsen spældu eisini onkrar dystir. Stovnarin Fríðin Ziskason sigur í 2006 við Norðlýsið, at málið er at koma í bestu deildina innan 2-3 ár.
(Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið)
Jákup Ósá, ítróttarskrivari í Norðlýsinum
15
Nøkur góð lið hava verið Í 2010 var Team Klaksvík í bestu deildini og longu næsta árið fekk fe lagið sín fyrsta stóra útlendska profil, sum líka síðani hevur verið toppskjútti í føroyskum hondbólti, tó bara fyrsta árið við Team Klaksvík. Tað var Filip Jojic og hetta árið stóð Team Klaks vík seg væl og vann gjøgnum árið móti næstan øllum liðunum, sum vóru í deildini. Síðani hevur Team Klaksvík havt onkur góð kappingarár. Í 2018 vann Team Klaksvík aftur lutfalsliga nógvar dystir og Norðlýsið stroymdi avgeran di dystin móti Kyndli á heimavølli um, hvat lið skuldi koma í hálvfinaluna í steypakappingini. Tá gekk ikki og tað gjørdi tað heldur ikki í fjør, tá Team Klaksvík var nær við og hevði eitt
gott lið, men í avgerandi dystunum í endaspurtinum vóru tað smálutir, ið koppaðu skeiva vegin. Kappingin í ár minti um okkurt av kappingarárunum síðstu árini. Team Klaksvík byrjaði sera væl og lá á odda eftir nøkur umfør, men so dragnaði liðið og einu tíðina vóru ikki bestu útlitini til at koma í hálvfinalurnar, og tað gekk enntá útyvir venjaran. Venja raskiftið sá út til at hjálpa, tí við Heina Hanusarsyni hevur Team Klaksvík við góðum endaspurti spælt seg í hálvfinaluna í landskappingini, sum er nógv besta úrslit í søgu felagsins.
Sera støðugir lokalir álitismenn Team Klaksvík hevur næstan øll árini í bestu deildini havt smalan hóp.
(Mynd: Jan Sørensen)
H71 og Team Klaksvík í dysti í Hoyvíkshøllini fyri hálvumsjeynda ári síðani
16
Hóast ungdómsdeildin hevur havt nógv íðkandi og summi lið enntá hava vunnið gull í sínum árgangum, so hevur altíð verið stór frágongd, tá vit nærkast vaksnamannahond bólti. Tá velja leikararnir antin fótbólt ella sjólívið, segði formaðurin, Óli á Gravarbø í samrøðu við Norðlýsið fyrr í hesum kappingarárinum. Tað sum hevur hildið liðnum uppi er ein kjarna av lokalum leikarum. Nakrir av teimum eru framvegis í hópinum og spæla til tíðir ein stóran leiklut. Sámal á Tjaldrafløtti spældi longu í 2008 sín fyrsta dyst á besta liðnum og hann er ein av fáu leikarunum í dag, sum hevur roynt at spælt við Stjørnuni (ungdómshondbólt) og Team Klaksvík. Hann hevur eisini verið á A-landsliðnum fyri nøkrum árum síðani. Í áleið 2012 vóru Vilhelm Vilhelmsen, Jens Pauli Mohr og Beinir Johannesen allir komnir á besta liðið og hava spælt á hvørjum ári ella nær við tað síðani. Onkrir aðrir hava eisini verið við tey flestu árini, tó at onkur ár eru farin burtur ímillum. Tað hevur gingið upp og niður, men nógv mest niður.
stigatalvuna í 3-2 hvørt mánakvøld, har null hevur staðið við aftasta liðið, Team Klaksvík. Tá so eingin niðurflyting vanliga er í bestu hond bóltsdeildini, so hevur Team Klaksvík altíð møguleikan at royna aftur, tá nýtt kappingarár byrjar og onkurs vegna hevur felagið megnað at hildið mótinum uppi. Team Klaksvík er nógv yngsta felag í deildini, so tað ræður um at byggja uppá, og smíða meðan jarnið er heitt. Góðu úrslitini hetta kappingarárið kann økja um áhugan fyri hondbólti millum ungdómin, tí ofta skulu fyrimyndir á besta liðnum til fyri at fáa stóra menning.
Týdningurin av at raka plett við útlendingunum Sum støðan hevur verið í Team Klaksvík nærum øll árini í bestu deildini, so hevur tað verið brúk fyri at fingið styrk uttanífrá, og har fellur valið ofta á útlendskar leikarar. Tað hevur verið misjavnt, hvussu hesir
Nullið hevur staðið ofta Tí tað hevur kravt sín mann at verið lokalur leikari á Team Klaksvík lið num. Fleiri av árunum hevur Team Klaksvík einki stig fingið ella sera fá. Gjøgnum fleiri vetrar hava leikarar og tey rundan um felagið skula sæð
(Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið)
Heini Hanusarson er venjari hjá Team Klaksvík 17
hava roynst. Men undan kapping aráinum í fjør, so rakti Team Klaksvík væl, tá Vuk Stevanovic, Valentino Valentakovic og David Heiningman komu til felagið. Valentino hevur verið nakað skaddur hetta kappingarárið og hevur ikki spælt eins væl sum árið frammanundan, meðan Vuk og David teljast millum bestu leikararnar, sum Team Klaksvík nakrantíð hevur havt. Vuk er toppskjútti í deildini undan hálvfinalunum, og tað sigur ikki so lítið. Afturat hesum, so hevur leiðslan í Team Klaksvík eisini lagt dent á, at hesir útlendingar skulu geva nakað til ungdómsdeildina og tí eru teir venjarar, har teir fáa góð skoðsmál. Her síggja vit í Klaksvík ymsu for treytirnar millum eitt hondbóltslið og eitt fótbóltslið. Tí meðan væl lønti leikarin á besta KÍ-liðnum ómøguligt má venja eitt lið ella døma ein dyst, so ridlar grundarlagið undir Team Klaksvík, um ikki útlendsku leikararnir venja ungdómsliðini og leikararnir á besta liðnum døma heimadystirnir hjá yngru liðunum hvørt vikuskftið. Men tað er einki løgið ella óvanligt í tí, tí vit síggja ikki ein Liverpool, Man chester City ella Arsenal-leikara venja eitt ungdómslið ella døma ein dyst. Í hondbólti er tað øðrvísi, tá gerandis dagurin skal ganga upp, og eg haldi, at tað hevur sína góðu sjarmu.
Klaksvíkingar bakka upp Hyggja vit eftir gongdini síðstu árini, 18
so síggja vit, at klaksvíkingar bakka væl upp um Team Klaksvík, tá liðið hevur nøkur úrslit at vísa á. Tað eru ofta nógvir áskoðarar í Klaksvíkar badmintonhøll, tá Team Klaksvík spælir sínar heimadystir. Til hálvfi naluna í Klaksvík verður spennandi at síggja, hvussu nógv fólk verða í høllini. Tað hevur verið áhugavert at síggja, hvørja góða ávirkan ein full høll av heimaáskoðarum hevur gjørt til nógvar av dystunum. Í nógv ár var sera stórur munur millum avrikini hjá Team Klaksvík á heimavølli og útivølli. Hetta er nú broytt og hetta kapping arárið hevur Team Klaksvík vunnið í Hoyvík, Havn og Kollafirði. Hetta sást eisini aftur í uppbakninginum og m.a. sóu vit nógvar áskoðarar hjá Team Klaksvík, tá liðið fyri nøkrum vikum síðani vann í Kollafirði.
Allir skulu raka dagin Hálvfinalurnar í føroyskum hond bólti hava neyvan havt nógvar eins stórar favorittar sum H71 er hesaferð. Havi hoyrt í miðlum í vetur, at hetta H71-liðið er eitt av bestu liðunum í føroyskum hondbólti nakrantíð. Vit síggja eisini, at nakrir av teimum ungu hava gjørt sáttmálar uttanlands og teir spæla tí sínar síðstu dystir í Føroyum á hesum sinni nú. Her koma klaksvíkingar at síggja nøkur av størstu talentunum í føroyskum hondbólti nakrantíð í m.a. Paula Jacobsen (málverji), Paula Mittún
og Óla Mittún. Og hinumegin hava vit Team Klaksvík, sum á fyrsta sinni spæla hálvfinalu. Hevði Team Klaks vík møtt KÍF, so var ikki óhugsandi, at tað var møguligt at koma í finaluna, tí teimum hevur Team Klaksvík gott tak á næstan allar dystir, men móti H71 lúrir vandin við, at munurin kann blíva stórur. Liðini hava spælt tríggjar dystir móti hvørjum øðrum í landskappingini. Team Klaksvík vann tann fyrsta í Hoyvík við einum máli, meðan H71 hevur vunnið greitt í hinum báðum. Hjá Team Klaksvík hevur Vuk Ste vanovic havt eitt framúr kappingarár eins og David Heiningman hevur spælt nógvar góðar dystir. Fyri hinar
er galdandi, at teir uppá skift hava spælt góðar dystir. Skal Team Klaks vík fáa spenning í hálvfinalurnar, so skulu allir raka dagin samstundis, tí annars er ov stórur munur á liðunum. Lat okkum vóna, at vit fáa nakrar spennandi hálvfinalur og at Team Klaksvík fær brúkt hetta søguliga árið til at mennast enn meir komandi árini føroyskum hondbólti at gagni. Góðan dyst øll somul! Keldur: Norðlýsið Hvannrók Trok.fo
(Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið)
Team Klaksvík, anno 2022 19
AnniJanni
Lætt og t g i l t t u t s
Gjaldskort Fígging FramtíðarKonta
ss.fo 20
SS-FOKUS ann A5.indd 1
24/09/15 15.39
Landsliðsleikari í ein dag Vinn eina við Peter Bredsdorff-Larsen
persónliga venjing – fyri teg og
ein vin
Hitt A-landsliðið Eftir venjingina sleppa tit at heilsa uppá føroyska A-landsliðið hjá monnum og fáa eisini atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Hvítarussland í mars.
Soleiðis gert tú Tú kanst antin gera ein stuttan film, har tú fortelur, hví tú vilt vinna, ella gera tað skrivliga í seinasta lagi 9. mars.
Les meira og send inn á
banknordik.fo/hondboltur
Meira enn ein banki 21
1 2 5 6 7 8 9 10 12 14 16 17 18 25 28 77 88 99
Rúna Jógvansdóttir Larsen Elsa Egholm Vár Bentsdóttir Zachariasen Bjørk Brimnes Maria Halsdóttir Weyhe Karina Eysturtún Rubeksen Brynhild Pálsdóttir Eva Barba Arge Alda av Skarði Inga Maria Joensen Simona Michelsen Kass Lív Bentsdóttir Zachariasen Rannvá Olsen Sára Jacobsen Lukka Arge Jana Mittún Marita Mortensen Guðrið á Borg
Venjari: Venjari: Liðleiðari: Málmansvenjari: Fysiskur venjari: Fysioterapeut: 22
Mark Marcher Lausen Ingi Olsen Sunniva Bogadóttir Jóhan Hofgaard Heri Ziska Ári Jógvansson Olsen
SMS KAPPINGIN - KVINNUR Nr.:
Lið:
1. 2. 3. 4. 5. 6. 7.
H71 Kyndil Neistin Stjørnan Stíf VB EB
Dystir
V.M
T.M
Munur
Stig
18 18 18 18 18 18 18
544 525 471 527 433 396 354
454 411 413 436 433 522 581
90 114 58 91 0 -126 -227
33 28 22 21 13 7 2
1 2 5 8 9 10 11 16 18 24 26 26 28 30 39 45
Ári Egason Dam Sveinur Olafsson Pauli Mittún Pætur Thomsen Jón Rói Mohr Høgnesen Djóni Gaard Joensen Hans Kári Hansen Pauli Jacobsen Sakir T. Frýdal Pætur Mikkjalsson John Skaalum Vilhelm Janus Dam Djurhuus Rói Ellefsen á Skipagøtu Poul Símun í Garði Rókur Ziskason Peter Krogh
Venjari: Venjari: Málmansvenjari: Fysiskur venjari: Fysioterapeut: Liðleiðari:
CMYK: 0.100.80.0
Simon Olsen Petur Mittún Jens á Skipagøtu Heri Ziska Ári Jógvansson Olsen Petur O.Sivertsen
Pantone: 185 C
BURN KAPPINGIN - MENN Nr.:
Lið:
1. 2. 3. 4. 5. 6. 7.
H71 Kíf Víf Team Kl. Stíf Neistin Kyndil
Dystir
V.M
T.M
Munur
Stig
18 18 18 18 18 18 18
571 504 507 495 491 500 421
434 456 469 524 563 531 512
137 48 38 -29 -72 -31 -91
32 26 20 17 11 10 10
23
wenzel FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM
Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00
24
»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM« »GOTT ER AT HAVA
»GOTT AT HAVA GÓÐANERÍ RÁÐUM« »GOTT AT HAVA GÓÐANER Í RÁÐUM« GÓÐAN Í RÁÐUM«
YVIRI VIÐ STROND 4 · 8TEL 203040 · FAX 203041 ·· P.O. P.O. BOX BOX 359 359 LUKAS DEBESARGØTA ·STROND TEL 203040 203041 YVIRI VIÐ 4 ·· FAX TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110· TÓRSHAVN FAROE ISLANDS YVIRI VIÐ STRONDLAWFIRM@LAWFIRM.FO 4LAWFIRM@LAWFIRM.FO · TEL 203040 FAX 203041 · ·P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO LAWFIRM@LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS WWW.LAWFIRM.FO YVIRI VIÐ STROND LAWFIRM@LAWFIRM.FO 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS JÓGVAN PÁLL WWW.LAWFIRM.FO LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS LAWFIRM@LAWFIRM.FO JÓGVAN ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI . JÓGVAN PETUR E. EVEN DJURHUUS E. JÓGVAN PÁLL LASSENELLEFSEN ·HØJGAARD PETUR EVEN DJURHUUS WWW.LAWFIRM.FO GUNN ELLEFSEN ·M STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN PÁLL LASSEN · .IMI PETUR EVEN DJURHUUS INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNAKLETT DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN LASSEN PETUR EVEN· DJURHUUS GUNN PÁLL ELLEFSEN · M·IMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA KLETT JULIANNA KLETT GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JULIANNA KLETT 25
26
SMYRILSVEGUR 10 SMYRILSVEGUR 10 TÓRSHAVN 10 SMYRILSVEGUR TÓRSHAVN TÓRSHAVN 27
LM Electric bjóðar heildarveiting innan el-innlegging, ráðgeving og projektering · · · · · ·
Jónas Broncksgøta 25 Tel 35 09 00 Fax 35 09 01 frodi@hjafroda.fo
8
El-innleggingar Ljós og talvur EDV-& telefonnet Hvítvørutænastu Døgntænastu Neyðstreymsskipanir Trygdarskipanir (ABA, ITV,AIA og ADK)
LM ELECTRIC - 100 Tórshavn - Hoyvíksvegur 53 tel 35 12 20 - www.lm.fo - lm@lm.fo
FALDAR I 2 0 1 5 - 2 0 1 6
P/F Jógvan Weihe | Tel: 35 38 97 | Fax: 35 38 98 www.weihe.fo | weihe@weihe.fo
28
18
2020-2021
Mynd: Gudmund Helmsdal
HOYVIKSVØLLURIN Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum. JUTA MASTER 40/200 á EL25
20
2017 -2 0 1 8
29
OKKARA KJARNUØKI
GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP SKATTUR VIRKISRÁÐGEVING BÓKHALD MEIRVIRÐISGJALD Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.
WWW.JANUAR.FO
Tak appina niður her
Fyll á og koyr víðari 30
appin
31
Follow us Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320
Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300
Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399
Niels Finsensgøta 5, 100, Tórshavn, 355310 @theathletesfoottorshavn 32
Et h e
gg íle
við ella k a t b r,
Máltíð til børn & vaksin Salatbarr Kaffi Tvíflísar Smurd rundstykkir
10 Miðal salatir
350, Spar 50 kr
Karlamagnusarbreyt 16A, Hoyvík, tel. 588256
33
Frítíðin byrjar umborð
Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.
Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.
Les meira á www.smyrilline.fo, skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900
34
35
hiddenfjord.com
36
37
Kom og royn okkara
BBQ Spare Ribs
Bílegg borð á
angus.fo 38
REINAR TENN BRENNA IKKI
39