DYSTARSKRÁ 7 / 2026
25. APRÍL-2026
25. apríl: Bronsudystur Kl. 16.30 / H71 - Neistin (kvinnur)
25. apríl: 3. finalan Kl. 19.00 / H71 - Kyndil (menn)
ODDAGREIN
STUTTLIGA
FINALUTÍÐIN
Eins og undanfarnu 11 árini eru menninir hjá H71 aftur í ár við í finaluni um føroyameistaraheitið. Og eins og í fjør, so er mótstøðuliðið grønt og úr Kyndli. Sum vit sannaðu í fjør, so verður leikt best av fimm dystum og verður spennandi at síggja hvussu leikur fer í ár. Í fjør vann Kyndil grundspælið og eftir 5 harðar finalur, eisini føroyameistaraheitið. Men í ár eru vit kanska heldur betur útbornir. H71 vann grundspælið rímiliga sannførandi, umframt at vit í stórum stíli vunnu á Kyndli í finaluni í steypakappingini í februar ár. Fyrsti finaludysturin er longu leiktur og vunnu vit á heimavølli í Hoyvíkshøllini, ein alt ov tepran sigur 24 – 23 eftir at hava verið aftanfyri við 9 – 12 í hálvleikinum. Skal stutt vera
tikið samanum tann dystin, so fingu vit ongantíð okkara vanliga álopsspæl at glíða og høvdu sera trupult við at skjóta mál. Kyndilsverjan hevði eisini sera væl fatur á álopi okkara og man vera langt síðani at H71 bert hevur skotið 9 mál í einum fyrra hálvleiki. Í fyrstu 50 minuttunum av dystinum lá Kyndil greitt til at vinna og var tað fyrst, tá Djóni valdi at fara í 7 mans álop, at tað bragdaði í álopinum og vit kundu uppá 5 minuttir fara frá at vera aftanfyri 15 – 19 til at føra 21 – 20 og síðani halda støðuna til leiklok. Ikki tí, verjan hjá okkum stóð seg eisini væl og helt stórskjúttunum hjá Kyndli frá at skora í tann mun teir annars plaga. Onnur finalan verður leikt nú mikukvøldið á Hálsi og mugu vit taka okkum annað skinn
um bak, um vit skulu gera okkum vónir um at vinna tann dystin eisini. Einki er at ivast í, at Kyndil vil koma við øllum ið teir á nakran hátt eru førir fyri at stápla uppá beinini, fyri at forða fyri at H71 skal koma til støðuna 2 – 0 í sigrum, slíkt vildi jú givið okkum heilar tríggjar ”match”dystir. Vónandi hava vit lært av fyrstu finaluni og finna aftur til flótandi, kvika álopsspælið frá steypafinaluni, ið vit onkursvegna hava mist burtur síðani steypafinaluna. Ja, skulu vit geva okkum vónir um at vinna, so er tað nærum ein treyt at vit koma aftur á lagið. Hjá kvinnunum er eisini spenningur í luftini, nú tær hava vunnið ein og tapt ein dyst ímóti VÍF í semifinalunum og skulu leika ein alt avgerandi triðja semifinaludyst í Hoyvíkshøllini mikukvøldið. Einki er at taka seg aftur í, at vit mistu sigurin í Vestmanna, tá VÍF í fyrstu semifinaluni vann eftir longda leiktíð. Vit høvdu takið
á dystinum fram ímóti leiklok, men mistu sigurin til ein javnleik í vanligu leiktíðini. Í longdu leiktíðini var einki um okkum og skrædnaði heilt í endanum av dystinum. Í Hoyvíkshøllini, lótu kvinnur okkara í returdystinum sunnukvøldið tó ongan iva vera um, at tær hava hug og evnir til at leika seg til FMfinalurnar aftur í ár og vunnu ein sannførandi 33 – 29 sigur. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so kann ein loyva sær at nevna Sáru Berg á Lag, ið leikti ein brandyst og við sínum 11 málum var ein beinleiðis orsøk til, at vit høvdu so gott tak á dystinum og VÍF í seinru semifinaluni. Heldur Sára áfram við hesum leiki og fær møguleikan fyri eisini at leika í bakketuni í álopinum, so er einki at ivast í, at kvinnur okkara við hesum afturat skuldu verið væl útbornar til triðju og alt avgerandi semifinaluna ímóti VÍF mikukvøldið.
FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM
H71 55 ÁR VIÐ FELAGSSKAPI, MENNING OG ÚRSLITUM
Frá einum lítlum felagsskapi í Hoyvík til eitt av fremstu hondbóltsfeløgunum í Føroyum. Søgan um H71 er ein søga um eldhuga, stríð og samanhald.
Í ár hátíðarhalda vit, at 55 ár eru liðin, síðani H71 varð stovnað. Tað, sum byrjaði sum eitt lítið og óskrásett ítróttarfelag í Hoyvík, hevur við tíðini ment seg til ein týdningarmiklan part av føroyskari ítróttarsøgu.
70’ini - byrjanin
Upprunin var einfaldur, men týdningarmikil. Nakrir ungir droymarar í Hoyvík tóku stig til at skapa ein felagsskap, sum kundi umboða bygdina í ítróttarligum høpi – serliga í sambandi við HBkappingar á Hálsi. Tað var viljin, samanhaldið og gleðin við ítróttinum, sum løgdu grundarlagið undir tað, ið seinni skuldi gerast eitt sterkt og virkið felag. Í 1976 varð H71 alment skrásett sum limur í ÍSF. Hetta markaði eina nýggja byrjan, har felagið fekk møguleika at melda lið til kappingar. Serliga hondbólturin fekk stóran týdning, og gjørdist samstundis ein samlandi kraft fyri ungdómin í Hoyvík. Umframt hondbólt varð eisini íðkað borðtennis og badminton, og í fleiri ár hevði felagið góð úrslit í hesum ítróttargreinum.
80’ini og 90’ini – stríð og støðufesti Við tíðini broyttist myndin. Í áttatiárunum minkaði áhugin fyri øðrum ítróttargreinum, og H71 valdi at savna seg um hondbóltin. Hetta skuldi vísa seg at vera eitt avgerandi stig í menningini av felagnum.
Leiðin fram hevur tó ikki altíð verið bein. Fyrstu árini vóru merkt av lærdómi og menning, og í áttati og nítiárunum upplivdi felagið tey sokallaðu “jojoárini”, har liðið skiftist millum bestu og næstbestu deildina. Men felagið helt fast – við trúgv upp á egna menning og við einum sterkum felagsskapi sum grundarlag.
Í seinni helvt av hálvfemsunum varð eitt stuðlafelag stovnað kring H71 við tí greiða endamáli at styrkja ungdómsarbeiðið hjá felagnum. Dentur varð lagdur á at fáa skikkaðar og væl útbúnar venjarar til ungdómin, soleiðis at børn og ung kundu fáa eina betri og meira skipaða venjing. Hetta átakið fekk stóran týdning fyri menningina av H71, tí tað legði eitt sterkt grundarlag undir framtíðar úrslit og hjálpti felagnum at
menna fleiri dugnaligar leikarar.
00’ini – skipan og menning Í nullunum tók felagið eitt týdningarmikið stig í síni menning. Nevndin varð styrkt og breiðkað, og fleiri kvinnur komu upp í leiðsluna. Hetta hevði við sær eina nýggja javnvág og styrki í arbeiðinum, har ymisk sjónarmið og førleikar vórðu tikin við.
Við hesum broytingum kom eisini betri skipa arbeiði og greiðari kós í felagnum.
Hetta legði eitt sterkt grundarlag undir ta framgongd, sum síðani hevur eyðkent H71.
10’ini og 20’ini – úrslitini síggjast Seinastu árini – í tíggjuni og tjúguni –hava verið merkt av støðufesti, vøkstri og framúr ítróttarligum úrslitum. H71 er í dag eitt av størstu og best riknu hondbóltsfeløgunum í Føroyum. Felagið hevur ment bæði ungar og vaksnar leikarar og hevur samstundis verið ein týðandi sosialur savningarstaður í Hoyvík. 55 ár eftir stovnanina stendur H71 nú sum eitt sterkt prógv um, hvat kann spíra úr eldhuga, felagsskapi og trúfesti. Søgan heldur fram – við nýggjum ættarliðum, nýggjum málum og somu sterku rótum.
Hví hevur H71 eydnast?
Skal ein skilja stóru framgongdina hjá H71, kann tað vera gagnligt at líta at felagnum sum einari vælvirkandi framleiðslueind – ikki í vinnuligum týdningi, men sum ein skipað menningarverkætl
an, har fleiri fortreytir arbeiða saman móti einum felags máli.
Talan er um eitt heildarskipað arbeiði, har spælaramenning byrjar í ungdómsdeildunum og heldur fram gjøgnum allar aldursbólkar. Ein greið leið er frá byrjanarstigi til hægsta stig, og dentur verður lagdur á bæði førleikar og felagsskap. Samstundis byggir arbeiðið á tætt samstarv millum venjarar, leiðslu og sjálvboðin, sum øll arbeiða eftir somu visjón. Úrslitini eru sostatt ikki tilvildarlig, men úrslit av miðvísari og drúgvari menning.
Samstundis er týdningarmikið at síggja hesa menning í einum breiðari samfelagsligum høpi. Tá felagið varð stovnað í 1970, búðu bert 181 fólk í Hoyvík. Í
dag, í 2026, er fólkatalið vaksið til 4.381. Hesin stóri vøkstur hevur givið felagnum eitt nógv breiðari grundarlag – fleiri børn og ung, størri áhugi og betri møguleikar at byggja eitt sterkt ítróttarfelag. Grundarlagið er rávøran – børnini og ungdómurin, sum koma inn í felagið við gleði, forvitni og vilja at røra seg. Hetta er byrjanin til alt arbeiðið, og tað er her, møguleikin fyri framtíðar úrslitum liggur.
Men rávøran einsamøll ger onki. Tað er vitanin og førleikarnir hjá venjarum og leiðarum, sum menna hesi evni. Við skipaðari venjing, fakligari dygd og einum greiðum endamáli verða ungir leikarar mentir – ikki bara sum ítróttarfólk, men eisini sum menniskju. Samstundis er ein sterk og støðug leiðsla ein avgerandi fortreyt. Hon tryggjar, at arbeiðið verður skipað, at kósin er greið, og at felagið verður bygt upp við langtíðarhugsan. Uttan hesa skipan hevði framgongdin verið tilvildarlig og stokkut.
Men tað, sum kanska mest av øllum bindur hetta saman, er mentanin í felagnum. Ein mentan, sum er merkt av samanhaldi, ábyrgd og trúfesti. Tað er her, H71 hevur sína serligu styrki – í felagsskapinum, sum ger, at fólk trívast og vilja leggja arbeiði í felagið, bæði á og uttanfyri vøllin.
Tá allar hesar fortreytirnar virka saman, síggjast úrslitini. Ikki bert í sigrum og steypum, men í einum felagi, sum støðugt mennist, og í menniskjum, sum bera virðini hjá H71 víðari.
Kuriosum – frá mótburði til stoltleika
Í byrjanini var ikki altíð lætt hjá H71 og snávingarsteinarnir vóru nógvir. Hoyvíkingar vóru mangan niðurgjørdir og happaðir, tá úrslitini ikki komu, og nógv ivaðust í, um felagið fór at megna at reisa seg. Men í staðin fyri at gevast, var hildið á við arbeiðinum at byggja upp og standa saman.
Fyrst í nítiárunum leikaði so hart á, at nevndin var um at tveita handklæði í ringin. Men felagið reið stormin av og fekk tamarhald á støðuni so haldast kundi fram við at byggja upp.
Á myndini omanfyri er ikki skrásett, at H71 í 1983 fyri fyrstu ferð vann tvey FM gullmerkir og síðani eitt í 1984.
Í dag síggja vit úrslitið av hesum stríði: eitt sterkt felag, sum kann ganga við høvdinum høgt. H71 er vorðið ein kelda til stoltleika, og tað, sum einaferð varð hildið at vera veikleiki, er í dag blivið til styrki og prógv um, hvat felagsskapur og áhaldni kunnu skapa.
“Í hjarta tínum ber tú flaggið við stoltleika!”
Hjartaliga til lukku H71 og blíðan byr!
JÁKUP SÍMUN SIMONSEN - EIN KLETTUR
Í FØROYSKUM HONDBÓLTI
Jákup Símun Simonsen gjørdist 60 ára
gamal tann 17. februar 2026, og við hesum hevur hann skrivað seg inn í føroyska hondbóltssøguna sum fyrsti dómari í
Føroyum í hesum aldursbólki, ið framvegis dømir á hægsta støði. Hetta er eitt greitt prógv um hansara trúfesti, evni og brennandi áhuga fyri ítróttinum.
Jákup Símun dømdi fyrsta dystin Við Tjarnir
Sum inføddur hoyvíkingur hevur Jákup
Símun alt sítt lív havt eitt tætt tilknýti til felagið H71. Síðani stovnan hevur hann meira og minni verið ein partur av felagnum, bæði sum leikari, venjari, nevndarlimur og tey seinastu mongu árini sum
dómari. Hesin fjølbroytti leiklutur vísir, hvussu stóran týdning hann hevur havt fyri felagið og føroyskan hondbólt sum heild.
Serliga sum dómari hevur hann gjørt vart við seg. At hann framvegis dømir á
hægsta støði, hóast hann er komin upp
í árini, krevur bæði góða fysikk, skarpt eyga og djúpan kunnleika til spælið.
Hetta eru eginleikar, sum Jákup Símun framvegis megnar at liva upp til.
Jákup Símun er ein fyrimynd fyri yngri
ættarliðini – eitt prógv um, at við áhaldni og kærleiki til ítróttin ber til at vera virkin í nógv ár. Vónandi hevur hann framvegis nógv góð ár eftir sum dómari, til gagns fyri føroyskan hondbólt.
H71 vil við hesum bera Jákupi Símuni
eina hjartans tøkk fyri hansara stóra og trúgva arbeiði fyri felagið gjøgnum
øll hesi árini. Tín innsatsur hevur havt ómetaligan týdning, og vit eru errin
Familjan samlað uttanfyri á Lágni
av at hava teg sum ein part av okkara søgu. Hjartaliga til lukku við teimum 60 árunum – og vit gleða okkum til nógv fleiri ár saman við tær á vøllinum.
Maria Beder
Rakul Christiansen
Marta Højgaard
Maria Halsdóttir Weyhe
Karin Egholm
Karina Debes Heinesen
Lukka Arge
Alda av Skar∂i
Karin Fossabrúgv
Fjóla Skaalum Vilhelm
Hedvig Zachariasen
Sára á Lag
Anna Elisabeth H. Weyhe
Anita Dahl
Elida Joensen
Fríða Eysturtún Rubeksen
Venjari: Hjálparvenjari: Liðleiðari: Málmansvenjari: Fysioterapeut: Styrkivenjari:
Rasmus Poulsen
Esbern Patursson
Lydia Jacobsen
Ári E. Dam
Ingilín Holm
Sebastian Christensen
SMS KAPPINGIN - KVINNUR
Torstein Sivertsen
Tóraldur Kollsker
Micah W. Ragnarsson
Helgi Hildarson Hoydal
Hanus Gunnarsson
Jón Rói Mohr Høgnesen
Boas E. á Skipagøtu
Haraldur Karlsson
Helgi Poulsen
Helgi Jacob Halldorsson
Jákup Egholm
Høgni Højsted
Niklas H. Hanusarson
William N. Djurhuus
Høgni Heinason
Rókur Ziskason
Sakarias Aniano Sakarisson
Peter Krogh
Brian Slyne
Suni Dalsgaard
Julian Joensen
Venjari: Hjálparvenjari: Hjálparvenjari: Málmansvenjari : Fysioterapeut: Liðleiðari:
Djóni Gaard Joensen
Hans Kári Hansen
Dánjal Tórgarð Ári E. Dam
Sebastian Christiansen Ári Olsen
BURN KAPPINGIN - MENN
GÓÐAN Í RÁÐUM«
»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
LUKAS DEBESARGØTA 8 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS
WWW.LAWFIRM.FO
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
LAWFIRM@LAWFIRM.FO
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
GUNN ELLEFSEN · M
WWW.LAWFIRM.FO
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
GUNN ELLEFSEN · M
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD
JULIANNA KLETT
GUNN ELLEFSEN · M
JULIANNA KLETT
IMI STEINTÓRSDÓTTIR
JULIANNA KLETT
HØGNI HOYDAL