Skip to main content

H71-Faldari-6 2025/2026

Page 1


6 / 2026

Fríggjadagin 27. mars Kl. 19.00 / H71 - Kyndil (menn)

Sunnudagin 29. mars Kl. 14.00 / H71 -Kyndil (kvinnur)

ODDAGREIN

GRUNDSPÆLIÐ

VERÐUR LIÐUGT

So eru seinastu dystir okkara í grundspælinum fyri framman og skulu bæði menn og kvinnur leika á heimavølli menninir fríggjadagin og kvinnurnar sunnudagin ímóti Kyndil. Sigast má, at væl hevur gingið hjá bæði monnum og kvinnum higartil í kappingini og hava bæði leiðini bert mist 5 stig hvør í øllum grundspælinum. Menninir liggja greitt á odda og kvinnurnar á øðrum plássi. Menninir hava bert sett stig til ímóti VÍF, har vit hava tapt tveir dystir og leikt ein javnt, ímeðan kvinnurnar hava tapt ein dyst ímóti VÍF, ein ímóti Kyndli og hava leikt ein dyst javnt ímóti Kyndli. Men sum øllum kunnugt so avgerð grundspælið bert hvørji tvey lið fara beinleiðis til semifinalur um føroyameistaraheitið og

hvørji fýra skulu leika fjórðingsfinalu um at koma í semifinaluna. Hjá monnum er bert eitt lið, ið ikki kemur antin í hálv- ella fjórðingsfinalu, ímeðan tvey lið hjá kvinnum ikki fá henda møguleika.

Soleiðis sum leikskipanin er bygd upp, fer allur veturin soleiðis við at gjøgnumføra eitt grundspæl, sum í veruleikanum einki av týdningi avgerð. Einasta liðini skulu ansa eftir er ikki at enda á allar aftastu plássunum, alt annað gevur atgongd til at leika alt avgerandi endaumførini um føroyameistaraheitið.

Í veruleikanum byrjar kappingin soleiðis fyrst nú eftir at grundspælið er lokið, við fyrst fjórðingsfinalum, síðani semifinalum (við best av trimum dystum) og síðani

finalum (har leikt verður best av fimm dystum).

Ein kann tjakast um, hvørt hetta er ein góð leikskipan. Nógvar skipanir hava verið royndar nógvu seinastu árini og hevur hendan verið nýtt seinastu árini.

Allar áður royndar skipanir hava eisini síni lýtir og er verandi skipan kanska tann, ið hevur roynst best hóast alt.

Einki liggur heldur í kortunum um at broyta verandi skipan. Soleiðis sum H71 kemur at enda í grundspælinum, so fara bæði kvinnur og menn beinleiðis í hálvfinalurnar. Mest sannlíkt koma kvinnurnar í hálvfinaluni at møta VÍF og áttu vit yvir tríggjar dystir at havt ein møguleika fyri at koppa teimum og leika okkum í finaluna, tó so, at júst VÍF dróg longra stráið ímóti okkum í steypakappingini og hevur vunnið á okkum í grundspælinum. So her verður avgjørt talan um dystir, har kvinnur okkara skulu leggja alt fyri, skulu tær gera sær vón um at røkka finalunum.

Einki er vist um hvørjum liði H71 møtir í hálvfinaluni hjá monnum. Mest sannlíkt

verður tað helst VÍF ella STÍF. Undan seinasta umfari í grundspælinum liggja STÍF og VÍF at kalla javnt á triðja plássi við 20 stigum hvør. Í seinasta umfari møtir VÍF heima KÍF og STÍF møtir úti Neistanum og kunnu báðir hesir dystir koppa hvønn sín veg. Vinna bæði liðini sín dyst, so verður STÍF nr. 3 og vit koma í so fall helst at møta VÍF.

Hóast kappingin hjá serliga monnum

hevur verið nakað óstøðug nú í seinastuni og nógvir og drúgvir steðgir hava

verið, so tykjast menninir at vera væl fyri og klárir til avgerandi leikumførini í ár. Kvinnunar eru eisini væl fyri, hóast verjuparturin framvegis er avbjóðandi hjá okkum. Vit fáa tó ein generalprøva uppá standin hjá liðum okkara nú vit møta Kyndil um vikuskiftið. Kyndil er avgjørdi kandidaturin til at leika finalur bæði hjá monnum og kvinnum, so vit kunnu ikki møta harðari mótstøðu enn júst Kyndil í løtuni. Og tað er avgjørt gott, so vit fáa trýstroynt liðini undan avgerandi endaumførunum.

FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM

Saman flyta vit mørk

#errinhøvuðsstuðul

Gott kjøt, góður prísur og góð uppliving

Bílegg borð á angus.fo

HØGNI HOYDAL

BÚSSI 90 ÁR

Undangongukvinnan, ímyndin, og stórstuðulin hjá H71:

Brynhild Djurhuus (Bússi) fylti 90 ár seinasta leygardag

Um tú sigur H71, mást tú eisini siga: Bússi. Hon fór um tey níti árini 21. mars í ár.

Hon og maðurin, Tórmóður, sum eisini fór um tey níti fyri tveimum árum síðani, hava verið stuðlar og grundarlag hjá H71, síðani felagið varð stovnað, og eru tað enn. Tey møta enn trúføst í Hoyvíkshøllini og á útivallum at stuðla øllum liðum hjá H71.

Neyvan man nakað menniskja hava sæð so nógvar dystir hjá H71 gjøgnum tíðirnar sum Bússi. Í mótráki og viðráki.

Og neyvan man nakar hava vaskað so nógv H71 klæðir og stuðlað so nógvum hoyvíksungdómi við umsorgan og máltíðum. Sum útbúgvin sjúkrasystir hevur Bússi eisini veitt sínar førleikar, tá ið sár og prus og skaðar hava trongt til eina bøtandi hond. Øll børnini hava verið leikarar, nevndarlimir, venjarar, stuðlar og hjálparar í H71. Og øll ommubørn og nú eisini langommubørn hava verið og eru virkin í felagnum. Hjá Bússi og Tórmóði leggjast ættarlið eftir ættarlið afturat til Hoyvíkina

og H71.

Vit takka Bússi og Tómóði av hjarta fyri alt, ið tit hava gjørt og gera fyri H71 og felagsskapin í Hoyvík so mong ár. Vit gleðast um at síggja og hitta tykkum í hallum og á vallum í ókomin ár. Og vit senda bestu kvøður og øll góð-

ynski til Bússi og til alla ta stóru familjuna við teimum níti árunum.

Familjan var savnað í Hornahúsinum at hátíðarhalda føðingardagin leygarkvøldið.

Maria Beder

Rakul Christiansen

Marta Højgaard

Maria Halsdóttir Weyhe

Karin Egholm

Karina Debes Heinesen

Lukka Arge

Alda av Skar∂i

Karin Fossabrúgv

Fjóla Skaalum Vilhelm

Hedvig Zachariasen

Sára á Lag

Anna Elisabeth H. Weyhe

Anita Dahl

Elida Joensen

Fríða Eysturtún Rubeksen

Venjari: Hjálparvenjari: Liðleiðari: Málmansvenjari: Fysioterapeut: Styrkivenjari:

Rasmus Poulsen

Esbern Patursson

Lydia Jacobsen

Ári E. Dam

Ingilín Holm

Sebastian Christensen

SMS KAPPINGIN - KVINNUR

Torstein Sivertsen

Tóraldur Kollsker

Micah W. Ragnarsson

Helgi Hildarson Hoydal

Hanus Gunnarsson

Jón Rói Mohr Høgnesen

Boas E. á Skipagøtu

Haraldur Karlsson

Helgi Poulsen

Helgi Jacob Halldorsson

Jákup Egholm

Høgni Højsted

Niklas H. Hanusarson

William N. Djurhuus

Høgni Heinason

Rókur Ziskason

Sakarias Aniano Sakarisson

Peter Krogh

Brian Slyne

Suni Dalsgaard

Julian Joensen

Venjari: Hjálparvenjari: Hjálparvenjari: Málmansvenjari : Fysioterapeut: Liðleiðari:

Djóni Gaard Joensen

Hans Kári Hansen

Dánjal Tórgarð Ári E. Dam

Sebastian Christiansen Ári Olsen

BURN KAPPINGIN - MENN

GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA

»GOTT ER

AT

HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LUKAS DEBESARGØTA 8 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

GUNN ELLEFSEN · M

WWW.LAWFIRM.FO

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

GUNN ELLEFSEN · M

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

JULIANNA KLETT

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JULIANNA KLETT

H71 NEVNDIN

Í dag sita 10. fólk í nevndini hjá Ítróttarfelagnum H71. Talið av nevndarlimum er alsamt vaksið í takt við menningina av bæði felagnum og sjálvari bygdini. Fyri 20 árum síðani vóru einans 5 nevndarlimir, men síðani er talið støðugt vaksið til tey 10, sum sita í dag.

Gjøgnum árini hava nógv ymisk fólk sitið í nevndini. Fyrsta almenna nevndin í felagnum varð vald á fyrsta

aðalfundinum 1. mars 1976. Tá blivu tríggir persónar valdir í nevndina: Poul Johannes Hovgaard, Andras Róin og Louis Gullfoss. Frá tá og til nú - seinastu 50 árini hava tilsamans 78 ymisk fólk sitið í nevndini hjá felagnum – 57 menn og 21 kvinnur. (Hjálagdur er ein listi yvir øll tey 78 fólkini, ið hava sitið í nevndini fyri H71)

Býti millum mannligar og kvinnuligar nevndarlimir í H71 - frá 1976 til 2026

Talvan omanfyri vísir greitt, at nevndin í H71 í nógv ár ­ frá 1976 til 2006 - mest sum bert var mannað við monnum. Frá 2006 og fram til 2026 er tó ein greið broyting hend – nú eru kvinnur eins væl umboðaðar og menninir. Ein kann tí siga, at í 2006

kom javnstøðan til Hoyvíkar. Henda greinin varpar ljós á tey, sum sita í nevndini í dag – hvørji tey eru og hvaðani teirra uppruni er. Tað er nevniliga ein styrki fyri felagið, at fólk við ymiskum uppruna gerast partur av nevndini. Tað tryggjar, at H71 ikki

Menn Kvinnur

stendur í stað – og at tað altíð eru nýggj eygu ið skoða leistin í felagnum.

Við ikki færri enn fýra løgfrøðingum og einum limi frá TAKS í nevndini hjá H71 er lítið at ivast í, at nevndararbeiðið er væl tryggjað – bæði fakliga og juridiskt. Tað er kanska ikki so nógv pláss fyri leysum tulkingum, men hinvegin er grundarlagið helst sera haldgott.

Sum tað eisini er nevnt í einari aðrari grein í faldaranum, so er bert ein av núverandi limunum føddur og uppvaksin í Hoyvík – hini eru øll tilflytarar. Felags fyri tey øll er tó, at tey hava – ella hava havt børn, sum spæla í felagnum.

Nevndin í H71 2026

Anna Dam

Anna Dam er uppvaksin í havn og kemur upprunaliga úr Neistanum, men bleiv síðani gift til Hoyvíkar og hevur lagt nógv arbeiðið og orku í felagið. Sum løgfrøðiligur ráðgevi á

Barnaverndarstovu Føroyar er hennara fremsta mál at tryggja, at barnið hevur tað gott og er í tryggum og góðum umhvørvið. Hetta nýtir felagið gott av dagliga – við sínum gott 600 limum. Anna kom í nevndina í 2010 og hevur sitið har síðani.

René Dahl Olesen

René D. Olesen flutti til Hoyvíkar sum 6. ára gamal, og hevur síðani verið

partur av felagnum. Hann er seinni fluttur til Havnar aftur, men hevur framvegis tætt samband við H71. Um okkurt góðs skal flytast sjóvegis til ella frá Føroyum, so er hann altíð skjótur í vendingini. René kom í nevndina í 2011 og hevur sitið har síðani.

Emy Sólvitsdóttir

Emy Sólvitsdóttir, dóttir kenda sandsmannin Sólvit, er av Sandi. Hon flutti til Hoyvíkar fyrst í nítiárunum og er síðani vorðin ein týðandi partur av felagnum, har hennara partur ongantíð liggur eftir tá ið tiltøk vera fyriskipaði. Emy gongur høgt uppí, at felagið hevur sosial tiltøk, sum eisini geva pengar í kassa. Emy kom í nevndina í 2013 og hevur sitið har síðani.

Ann-Mari Borgarsdóttir Mouritsen

Ann-Mari B. Mouritsen er upprunaliga úr Vestmanna, har hon vaks upp. Hon hevur eisini spælt við VÍF øll síni ungdómsár. Hon flutti til Hoyvíkar fyrst í 00’unum og hevur m.a. ábyrgdina av øllum tí kreativa arbeiðinum í felagnum. Faldarin er eitt gott dømi um eina av hennara sera virðismiklu uppgávum. Hon kom í nevndina í 2016 og situr har enn.

Petur Skeel

Petur Skeel er einasti rótfasti hoyvíkingurin í nevndini. Hann er føddur og uppvaksin í Hoyvík og hevur búð

her alt lívið. Petur hevur onkuntíð sagt skemtandi, at tað stundum er lættari at fáa smoltini hjá Hiddenfjord at makka rætt heldur enn limirnar í nevndini. Petur hevur eitt gott hugarensl, sum oftani førir okkurt spennandi og gevandi við sær. Petur kom í nevndina aftur í 2024, men hevur eisini sitið har áður í tíðarskeiðunum 1993–94 og 1996–98.

Eyðun Joensen

Eyðun Joensen er føddur og uppvaksin í Sumba. Hann flutti til Havnar at ganga í student og hevur síðani verði staðsettur í kommununi. Ein ungur drongur pástóð fyri mammuni, at Eyðun arbeiddi í høllini. Eyðun er krúmtappurin í felagnum, sum umsetur rørslu til kraft í H71­maskinini –uttan henda týdningarmikla lut, ongin kraft. Eyðun flutti til Hoyvíkar mitt í nítiárunum og kom á fyrsta sinnið í nevndina í 2017, har hann situr enn.

Jóanna Djurhuus

Jóanna Djurhuus er úr Havn og er nýggjasta skotið á stammuni. Jóanna er við at finna seg tilrættis í nevndini, men heldur at tað sosiala í nevndini er ein jalig avbjóðing. H71 kemur heilt vist at njóta gott av hennara drúgvu og breiðu royndum innan almenna fyrisiting, í framtíðini. Jóanna og familjan fluttu í 2011 til Millum Gilja og kom hon í nevndina í 2025.

Alfred Jacobsen

Alfred Jacobsen er av Eiði og hevur hann siglt á øllum heimsins høvum. Hann er uppilagstur og syrgir nú fyri at skipini hjá René koma trygt inn og út av havnini. Bæði á brúnni og á dekkinum á H71­skútuni, er hann ikki bangin fyri at leiða og fordeila og samstundis taka eina hond við á dekkinum. Fyri uml. 10. árum síðani flutti hann við familjuni til Hoyvíkar. Alfred kom í nevndina í 2022.

Beinta Fossádal

Beinta Fossádal er úr Havn, men flutti til Hoyvíkar fyri gott og val 10 árum síðani. Beinta hevur bein í nøsini og tá ið hon ikki stýrir FC Hoyvík so skipar hon fyri í H71. Beinta er eisini perfektionist og tað tekur tíð, so ikki altíð er nokk lagt upp fyri í tíðarplanleggingini. Beinta kom í nevndina hjá H71 í 2022.

Jóhan Lamhauge

Jóhan Lamhauge er úr Skopun, men flutti til Hoyvíkar seinast í nítiárunum, eftir loknan lestur. Tá ið Jóhan ikki undirvísir ungdóminum í lógum og paragraffum, so tekur hann síni tørn í høllini, soleiðis at alt fungerar. Jóhan kom upp í nevndina í 2022.

Yvirlit yvir menn og kvinnur ið hava sitið, og sita í H71 nevndini, síðani felagið bleiv stovnað.

Lætt og stuttligt

Gjaldskort Fígging

FramtíðarKonta

hidden ord.com

HOYVIKSVØLLURIN

Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.

JUTA MASTER 40/200 á EL25

YVIRLIT YVIR HÁLVFINALUR

Dagur:

GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP

SKATTUR

VIRKISRÁÐGEVING

BÓKHALD

MEIRVIRÐISGJALD

Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.

Tak appina niður her

Fyll á og koyr víðari

Follow us

Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320

Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300

Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399

Tak 2 fyri 1 appina niður við at skanna QR-kotuna

Treytir - 2 fyri 1 appin er einans fyri Nema telefonkundar

Frítíðin byrjar umborð

Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.

Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook