LANDSKAPPINGIN DYSTARSKRÁ 3 / 2025
MIKUDAGUR 17. DESEMBER
Mikudagin 17. desember
Kl. 18.00 / H71 - EB (kvinnur) Kl. 20.00 / H71 - Víf (menn)
Gleðilig jól ODDAGREIN
JÓLINI Í HONDUM Vit eru mitt í desember mánað, myrkt er uttandura og tað stundar ímóti jólum. Í skrivandi stund eru tó enn eitt leikumfar eftir í landskappingini hjá monnum og eitt leikumfar hjá kvinnum. Jólafriðurin hevur soleiðis ikki enn lagt seg um landskappingina hjá teimum vaksnu. Menninir mangla dyst heima í Hoyvík ímóti VÍF mikukvøldið 17. desember. Kvinnurnar hava bert heimadyst ímóti EB eftir, ið eisini verður leiktur nú miku kvøldið. Bæði liðini hava í fyrru hálvu av lands2
og steypakappingini staðið seg sera væl. Kvinnurnar hava bert tapt tveir dystir í landskappingini og liggja sum nr. 3 í reiðuliga tøttum toppi í kappingini og hava ongan dyst tapt í steypakappingini. Menninir hava bert tapt ein dyst í ár yvirhøvur, og liggja greitt á odda í land skappingini, umframt at teir hava vunnið sín bólk í grundspælinum í steypa kappingini. Tapið hjá monnunum hevur júst verið ímóti VÍF í tøttum 28-29 tapi í Vestmanna fyrst í landskappingini, og er soleiðis eitt gylt høvi at løna hetta aftur í
Hoyvíkshøllini mikukvøldið. 4. januar 2026 hava kvinnurnar dyst ímóti Stjørnini í Klaksvík. Menninir byrja nýggja árið við útidysti 3. januar ímóti Team Klaksvík áðrenn steðgin, vegna EM endaspælið hjá A-lands liðnum hjá monnum í OSLO, ið sum kunnugt byrjar 16. januar 2026. Sum einasta føroyska felag hevur H71 leikara við í A-landsliðshópinum til EM-endaspælið, nú landsliðsvenjarar nir hava valt at taka Helga Hildarson Hoydal út til bruttohópin. Helgi Hoy dal hevur nú á øðrum ári valt at leika hondbólt við barnsdómsfelagnum her í Hoyvík, og hóast tað, verður hann mettur skikkaður til framvegis at vera við í A-landsliðshópinum til EMendaspælið. Ein avgjørd viðurkenning av at hondbólsvirksemið í H71 heldur støðið í mun til útheimin, og kann geva øðrum leikarum, ið kanska hava hug at leita aftur henda vegin, mót uppá at kunna varðveita hondbóltsstøði sítt, hóast leikt verður í Føroyum. Beint uppundir jól, 21. og 22. desem ber 2025, verður skipað fyri NEON CUP, og skuldi verið møguleiki fyri einum hugnaligum tiltaki fyri U10 og U12 børnunum júst á ársins myrkasta degi. Hondbóltsskúlin við nøkrum av hondbóltsstjørnum okkara, ið fyri tað mesta leika í útlondum, sum venjarum verður aftur í ár. Sum undanfarin ár er langt síðani fullteknað til hetta sera uppbyggiliga tiltak, har børn í øllum landinum velja at nýta part av jólafrítíð
síni við hondbóltsleiki á heimsstøði í Hoyvíkshøllini. Sanniliga høvi at fáa einhvønn hoyvíking í veruligan hond bóltsjólahýr. Annars er bert eftir hjá H71-faldara num at ynskja øllum hoyvíkingum, øllum øðrum H71-arum eisini og øllum føroyingum annars, úti og heima, eini gleðilig jól og við vón um eitt eydnuríkt nýggjár.
3
NEON CUP HONDBÓLTSKAPPING Í MYRKRI
21. OG 22. DESEMBER - FYRI U10-U12
Aftur í ár skipar H71 fyri hondbóltskapping í myrkri við neonljósi. Kappingin er fyri U10 og U12, og byrjað verður kl.15.30 í Hoyvíkshøllini. Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er 200 kr. Íroknað er matur og drekka til hvønn leikara. Tilmelding av liði fer fram á Holdsport. Leinkja liggur á facebook síðuni hjá H71. (200 kr. pr. leikara). Minsta talið av leikarum til eitt lið er 6 og vit mæla til at tað ikki eru fleiri enn 8 leikarar á hvørjum liði, so børnini fáa meira spælitíð. Vinnandi liðið fyri hvønn aldursbólk fær ein góðan vinning.
Loysnir tel 214452
HETTA VERÐUR COOL
Saman flyta vit mørk #errinhøvuðsstuðul
5
wenzel FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM
Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00
6
HONDBÓLTSSKÚLI
! ! T L E S T Ú
28. og 29. desember 2025 / Árgang: 2013-2016
Kostnaður: 550 kr.
Loysnir tel 214452 / Mynd: Leit við Finnur Justinussen
VIÐ FØROYSKU HONDBÓLTSSTJØRNUNUM
2024/2025
Gott kjøt, góður prísur og góð uppliving Bílegg borð á angus.fo
8
ID.3. Býður tær vælkomnum. Flytur teg inn í elheimin. Flytur teg frameftir. Les um prís, koyristrekki, umhvørvisroknskap og mangt annað á www.bilasolan.fo
9
10
P/F Jógvan Weihe | Tel: 35 38 97 | Fax: 35 38 98 www.weihe.fo | weihe@weihe.fo SMYRILSVEGUR 10 TÓRSHAVN
11
1 2 6 7 8 9 11 12 18 21 22 27 44 71 88 90
12
Maria Beder Rakul Christiansen Marta Højgaard Maria Halsdóttir Weyhe Karin Egholm Karina Debes Heinesen Lukka Arge Alda av Skar∂i Karin Fossabrúgv Fjóla Skaalum Vilhelm Hedvig Zachariasen Sára á Lag Anna Elisabeth H. Weyhe Anita Dahl Elida Joensen Fríða Eysturtún Rubeksen
Venjari: Hjálparvenjari: Liðleiðari: Málmansvenjari: Fysioterapeut: Styrkivenjari:
Rasmus Poulsen Esbern Patursson Lydia Jacobsen Ári Egason Dam Ingilín Holm Sebastian Christensen
SMS KAPPINGIN - KVINNUR Nr.:
Lið:
Dystir
V.M
T.M
Munur
Stig
1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. 8.
Kyndil Neistin H71 Víf Stjørnan EB VB Stíf
8 10 9 9 9 9 9 9
294 298 280 272 221 218 225 174
181 242 235 218 267 273 283 283
113 56 45 54 -46 -55 -58 -109
15 14 14 13 8 4 2 2
1 12 16 2 5 9 14 15 17 18 20 23 24 30 38 39 44 45 63 77 82
Torstein Sivertsen Tóraldur Kollsker Micah W. Ragnarsson Helgi Hildarson Hoydal Hanus Gunnarsson Jón Rói Mohr Høgnesen Boas E. á Skipagøtu Haraldur Karlsson Helgi Poulsen Helgi Jacob Halldorsson Jákup Egholm Høgni Højsted Niklas H. Hanusarson William N. Djurhuus Høgni Heinason Rókur Ziskason Sakarias Aniano Sakarisson Peter Krogh Brian Slyne Suni Dalsgaard Julian Joensen
Venjari: Djóni Gaard Joensen Hjálparvenjari: Petur Mittún Hjálparvenjari: Dánjal Tórgarð Málmansvenjari : Ári E. Dam Fysioterapeut: Sebastian Christiansen Liðleiðari: Hans Kári Hansen
CMYK: 0.100.80.0
Pantone: 185 C
BURN KAPPINGIN - MENN Nr.:
Lið:
Dystir
V.M
T.M
Munur
Stig
1. 2. 3. 4. 5. 6. 7.
H71 Kyndil Víf Stíf Kíf Neistin Team Kl.
9 10 10 9 9 9 10
312 319 291 283 265 251 204
254 277 292 266 264 256 316
58 42 -1 17 1 -5 -112
16 12 11 10 8 8 1
13
»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM« »GOTT ER AT HAVA
»GOTT AT HAVA GÓÐANERÍ RÁÐUM« »GOTT AT HAVA GÓÐANER Í RÁÐUM« GÓÐAN Í RÁÐUM«
YVIRI VIÐ STROND 4 · 8TEL 203040 · FAX 203041 ·· P.O. P.O. BOX BOX 359 359 LUKAS DEBESARGØTA ·STROND TEL 203040 203041 YVIRI VIÐ 4 ·· FAX TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110· TÓRSHAVN FAROE ISLANDS YVIRI VIÐ STRONDLAWFIRM@LAWFIRM.FO 4LAWFIRM@LAWFIRM.FO · TEL 203040 FAX 203041 · ·P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO LAWFIRM@LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS WWW.LAWFIRM.FO YVIRI VIÐ STROND LAWFIRM@LAWFIRM.FO 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS JÓGVAN PÁLL WWW.LAWFIRM.FO LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS LAWFIRM@LAWFIRM.FO JÓGVAN ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI . JÓGVAN PETUR E. EVEN DJURHUUS E. JÓGVAN PÁLL LASSENELLEFSEN ·HØJGAARD PETUR EVEN DJURHUUS WWW.LAWFIRM.FO GUNN ELLEFSEN ·M STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN PÁLL LASSEN · .IMI PETUR EVEN DJURHUUS INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNAKLETT DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN LASSEN PETUR EVEN· DJURHUUS GUNN PÁLL ELLEFSEN · M·IMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA KLETT JULIANNA KLETT GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JULIANNA KLETT 14
15
HØGNI HOYDAL
EIN ØGILIG ALDA AV UNGUM LEIKARUM
Lið A D10 á vølli í Runavík
Ungdómsliðini hjá H71 venja miðvíst og síggjast hvørja viku í hallunum kring landið til dystir. Í dag hyggja vit at Dreingjum 10, har tvey av liðunum leiktu í Runavík um vikuskiftið Hvønn einasta dag og langt út á kvøldið er Hoyvíkshøllin á tremur við bæði gentum og dreingjum í øllum aldri, sum venja hondbólt ella spæla saman so skjótt eitt glopp er at fáa pláss á vøllinum. Teir ymsu árgan girnir venja eisini við Tjarnir ein dag 16
um vikuna. Og í teimum mongu hallunum kring landið síggjast ungdómslið hjá H71liðini spæla hvørt vikuskiftið. Í komandi faldarum fara vit at royna at lýsa teir ymsu árgangirnar hjá gen tum og dreingjum.
Í høllini í Runavík farna leygardag sóu vit tvey av liðunum hjá H71 Dreingjum 10. Har eru annars fýra lið hjá H71 í Dreingjum 10. Teir venja saman við Dreingjum 9, har teir eisini hava eitt blandað lið saman í Dreingjum 10 – eins og dreingir 10 eisini hava lið í kappingini hjá teimum 12 ára gomlu. Og her er ein øgilig alda av leikarum, sum allir klára seg sera væl. Liðini spæla á sera høgum støði. Teir flestu
10 ára gomlu tóku eisini lut í Partille Cup í Svøríki í summar, har eitt av liðunum vann kappingina. Og teir ætla sær aftur til Partille Cup næsta ár. Bæði í landskappingin og í steypa kappingini gleða vit okkum at fylgja øllum hesum dugnaligu dreingjum, sum vit heilt vist fara at síggja og hoyra um í føroyskum hondbólti tey komandi nógvu árini.
Lið B D10 á vølli í Runavík
Nógvir venjarar og pápar Til hvørja venjing hjá Dreingjum 9 og Dreingjum 10 eru millum 40 og 50 dreingir. Hetta krevur góða fyriskipan, venjarar og hjálparar. Hjá Dreingjum 9 og 10 eru ikki færri enn átta pápar, sum virka sum venjar ar og skiftast um at venja dreingirnar og leiða teir av beinkinum til dystirnar. Í minsta lagi tríggir venjarar eru til hvørja venjing. Harafturat venja Djóni
Gaard og Rasmus Rygaard Poulsen dreingirnar ávisar dagar og venjing artímar. Venjararnir eru: Signar Dam, Áki Leit isstein Hansen, Halgir Dahl-Olesen, Ragnar Mouritsen, Hallur Slættanes, Rógvi Weyhe, Petur Djurhuus og Niklas Reginsson.
17
D10 í Runavík
18
D10 í Runavík
D10 í Runavík
19
AnniJanni
Lætt og t g i l t t u t s
Gjaldskort Fígging FramtíðarKonta
ss.fo SS-FOKUS ann A5.indd 1
20
24/09/15 15.39
hiddenfjord.com
21
22
23
Brekkutún 4 | 188 Hoyvík | Tel. +298 30 88 00 | torshavn@samskip.com | www.samskip.fo
TÍTT FLUTNINGSFELAG
SMYRILSVEGUR 10 SMYRILSVEGUR TÓRSHAVN 10 TÓRSHAVN 24
25
VALLIRNIR VIÐ LØKIN OG HOYVIKSVØLLURIN UNDIR MÝRUHJALLA Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum. Í RUNAVÍKAR KOMMUNU
20
26
Einastu vallir í Føroyum sum eru 100 % endurnýtslubarir. JUTA MASTER 40/200 á EL25 Báðir FIFA QUALITY PRO góðkendir 2017-2018
27
HØGNI HOYDAL
HETTA VAR FYRSTA HØLLIN HJÁ H71
Frá málstríðnum í Hoydølum í 1974. Á myndini síggjast fremst Bjørgfinnur Nielsen, ið seinni gjørdist lærari í Hoyvíkar skúla, og Birita Mohr, sjónleikari, mamma Ára Dam, legendariska leikaran og venjarar hjá H71.
Fimleikahøllin niðri á Studentaskúlanum í Hoydølum var tann fyrsta høllin, har H71 hevði hondbóltsvenjing Í seinastu viku varð boðið til almenna framløgu í auluni á gamla Studentaskú lanum um framtíðarætlanirnar fyri bygn ingarnar í Hoydølum. Landsstýriskvinn an í mentamálum, Tjóðsavnið, Landsverk og umboð fyri Tórshavnar Kommunu løgdu fram ætlanirnar um at varðveita og seta í stand bæði gamla Sanatoriið við tilhoyrandi bygningum og Studentaskúlan í Hoydølum – og 28
at skipa virksemið og framsýningar hjá Tjóðsavninum her. Í teirri ríku søguni um Hoydalar er søgan um sorg og sjúku á Tuberklasanatorii num, har so nógvar familjur í Føroyum vórðu raktar og mistu síni kæru – og søgan um gleðina hjá teimum, sum vórðu lekt og komu undan. Her er søgan um, at Hoydalar gjørdist miðdepilin hjá ungdómi í Føroyum og fyri lærdóm og
útbúgving, tá ið realskúli Studentaskúlin og seinni HF-skeið tóku yvir plássið. Her var tað stóra málstríðið, har næmingar noktaðu at tosa danskt til próvtøku í lærugreinum sum lívfrøði, samfelags frøði og landalæru – og har nakrir stóðu fast, hóast stórt trýst, og tí ikki fingu studentsprógv. Og í øllum hesum meldri er eisini søgan um H71. Fótbóltur og hondbóltur var fyrst spældur úti - á fløtuni í Hoydølum og í túnum og á vegnum. Men tað bar onkuntíð til at læna lykilin til Fimleikahøll ina á Studentaskúlanum í Hoydølum frá teimum lærarum, sum búðu á kostdeild ini og høvdu ábyrgdina har. Seinna varð tosað við skúlan um at brúka høllina, tá ið skúlin sjálvur og næmingarnir ikki brúktu hana. Fimleika høllin gjørdist tí eisini karmur um ta fyrstu borðtenniskappingina, sum H71
skipaði fyri vegna ÍSF umleið 1975/76, og har leikarar komu úr øllum landinum. Og um sama mundið var tann fyrsta skipaða hondbóltsvenjingin fyri smá dreingir í Fimleikahøllini í Hoydølum. Venjarar vóru Louis Gullfoss, sáli, og Poul Johannes Hovgaard. Sambært hesum báðum á myndini, sum vóru við til fyrstu venjingarnar, var ikki talan um somu venjingarhættir sum í dag. Her skuldi kastast og loftast við einum ella tveimum ruskinnsbóltum, sum H71 átti. Og síðani skuldi skjótast móti einum máli, ið varð kritað á veggin. Og fekst tú ikki mál, ella rakti ikki málið, so stóð serliga Poul Johannes Hovgaard klárur við tí eina bóltinum og buldraði hann í ryggin á tær sum revsing. Seinni gjørdust venjingarhættirnir meira peda gogiskir – og hesir báðir endaðu sum framúr hondbóltsleikarar.
Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus í Fimleikahøllini í Hoydølum í seinastu viku. Teir vóru á tí fyrsta liðnum sum vandi hondbólt í hesi høllini. Sambært ætlanini hjá Tjóðsavninum og Landsverki, verður Fimleikahøllin helst umbygd til framsýningarhøli komandi árini.
29
SANSIR
Heildarloysnir frá ArtiCon HOTEL BRANDAN
Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo
30
Finn tín yndiskøk á designa.dk
BÍLEGG EITT ÓKEYPIS OG ÓBINDANDI KØKSPRÁT
XL-BYG BORG | TÓRSHAVN TEL. 350500 · KLAKSVÍK TEL. 455119 · GLYVRAR TEL. 477272
31
32
OKKARA KJARNUØKI
GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP SKATTUR VIRKISRÁÐGEVING BÓKHALD MEIRVIRÐISGJALD Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.
WWW.JANUAR.FO
Tak appina niður her
Fyll á og koyr víðari
appin 33
Follow us Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320
Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300
Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399
Niels Finsensgøta 5, 100, Tórshavn, 355310 @theathletesfoottorshavn 34
Fá double up
Fá 2 fyri 1 hvørja viku
Tak 2 fyri 1 appina niður við at skanna QR-kotuna
Treytir - 2 fyri 1 appin er einans fyri Nema telefonkundar.
35
Frítíðin byrjar umborð
Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.
Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.
Les meira á www.smyrilline.fo, skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900
36
www.fishfacts.com
37