Skip to main content

H71-Faldari-3-2026/2027

Page 1

EUROPA CUP 2026

Mynd: Gudmund Helmsdal

DYSTARSKRÁ 3 /

14. og 15. november í Bilgoraj H71 -HC Galychanka

HOYVIKSVØLLURIN Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.

ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4


Mynd: portal.fo

ODDAGREIN

KVINNURNAR AFTUR Í ELDIN Um vikuskiftið skulu kvinnur okkara aftur í eldin á europeiska handbóltsvíðvøllinum, tá tær dagarnar 14. og 15 november í pólska býnum Bilgoraj skulu møta ukrainska liðinum HC Galychanka í tveimum “vind eller forsvind”- dystum. Sum kunnugt hittust liðini eisini í Europa Cup 2022 beint áðrenn Ukraina varð álopið av Russlandi og taptu vit tá útidystin á skrivaraborðinum uttan dyst 10 – 0, tí vit noktaðu at møta upp vegna ta krígshóttan Ukraina tá var fyri. Seinna dystin taptu vit tá tepurt í hølllini á Hálsi. Tá royndu vit til fánýtis at flyta fyrra dysti til Póllands at spæla. Tað 2

er eydnast hesa ferð, tó so, at vit nú leika báðar dystir í Póllandi og soleiðis eru samd um at leika báðar dystir á uttanveltaðum vølli – ein virðilig loysn í galdandi krígsstøðu í heiminum. Spurningurin er so, hvussu fer at hilnast kvinnum okkara á hesum sinni. Kvinnurnar hava verið í ávísum aldudali leikliga seinastu tíðina og hava, av trimum seinastu dystum sínum í heimligu kappingini, tapt tveir teirra, um enn tepurt við einum máli í báðum tapunum. Fyrra tapið fyri Stjørnuni í Klaksvík og seinna tapið fyri Neistanum í Hoyvíkshøllini. Um


vikuskiftið bragdaði tó aftur hjá kvinn­ um okkara, tá tær vunnu stórsigur á Kyndli í høllini á Hálsi við heili 39 – 24. Spurningurin er tó, hvussu nógv skal leggjast í slíkan dyst, tá Kyndil er illa mannað í løtuni. Her kann tó vera lagt afturat, at kvinnur okkara hava

verið darvaðar av minni skaðum hjá lyklaleikarum, men sum skilst, er nú vunnið á hesum skaðum og leika vit aftur við fullari manning um vikuskiftið í Bilgoraj.

3


Follow us Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320

Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300

Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399

Niels Finsensgøta 5, 100, Tórshavn, 355310 @theathletesfoottorshavn


wenzel FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM

Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00

5


2024/2025

Gott kjøt, góður prísur og góð uppliving Bílegg borð á angus.fo

6


ID.3. Býður tær vælkomnum. Flytur teg inn í elheimin. Flytur teg frameftir. Les um prís, koyristrekki, umhvørvisroknskap og mangt annað á www.bilasolan.fo

7


Tá ið H71-kvinnurnar endaðu í stór­ politiskum talvi SKRIVAÐ HEVUR: HØGNI HOYDAL

Fyri góðum fýra árum síðani. Tólv dagar áðrenn sorgar­ leikin við russiska álopinum á ukrainska fólkið, sótu H71-kvinnurnar í Póllandi og skuldu taka støðu til, um farast skuldi inn í krígshótta Ukraina at spæla ímóti HC Galychanka Lviv. Nú hittast somu liðini til tveir dystir í júst Póllandi.

Løgnar leggur lagnan sínar leiðir. Tað eru bara góð 4 ár liðin, síðani H71-kvinnurnar høvdu spælt seg í fjórðingsfinalurnar í EHF Europa Cup kappingini. Millum átta tey bestu liðini, og kundu nú leika seg í hálv­ finalurnar. Hetta var fyrsta ferðin, at kvinnuliðið hjá H71 tók lut í Europa Cup. Og tær komu sanniliga á altjóða 8

pallin. Lutakastið fall soleiðis, at vit skuldu møta meistaraliðnum úr Ukraina, HC Galychanka Lviv. Semja fekst ikki um at leika báðar dystirnar antin í Føroyum ella í Ukraina, so H71-kvinnurnar fóru 11. februar 2022 av landinum at leika útidystin í Lviv í Ukraina, og so skuldi heimadysturin spælast í Føroyum Men júst tá vóru krígstrummurnar


farnar at buldra. Fregnartænastur ávaraðu alment um, at russiski herur­ in savnaðist við ukrainska markið. Og fleiri lond góvu almenn boð um, at teirra ríkisborgarar skuldu ikki ferðast til Ukraina og tey, sum vóru har áttu at fara úr landinum – millum annað USA, Bretland og Niðurlond. Tey somu boðini gav danska Uttan­ ríkisráðið Danmark – og føroyskir myndug­leikar søgdu tað sama. Royndu at fáa eina loysn fyri báðar partar Okkara kvinnur vóru komnar til høvuðsstaðin Varsjava í Póllandi og nú skuldu tær og nevndin í H71 taka støðu til hesa stórpolitisku og ræðandi støðu. Nevndin og Anna Dam, forkvinna, lógu í telefonini og samráddust við bæði ukrainska liðið og settu seg í samband við politiskar myndugleikar og við nevndina í evropiska hond-

bóltssambandinum EHF. Okkara kvinnur, venjarar og hjálparar høvdu saman við nevndini í H71 sjálvandi samhugað við ukrainska fólkið og ta hóttandi støðuna, og høvdu sam­ stundis ábyrgd av trygdini hjá okkara ferðahópi. H71 kom tí við einum fevnandi uppskoti um, at liðini kundu leika báðar dystirnar í Póllandi – á uttanveltaðum vølli, ið ikki var í krígsvanda. Og H71 bjóðaði sær at skipa fyri øllum og at bera allan kostnaðin Men hetta var tíverri ikki gingið á møti. H71 kundi ikki gera annað enn at fylgja boðunum frá myndugleikunum og ikki fara inn í Ukraina. Og H71 roknaði við, at EHF fór at finna eina ítróttaliga rættvísa loysn. Heimadysturin varð so spældur eftir ætlan í Føroyum – í høllini á Hálsi tann 19. februar 2022. Okkara kvinn­ ur stóðu seg sera væl – og taptu tepurt 26-27.

9


Eftir stóð nú at fáa avgreitt tann avlýsta útidystin. H71 bjóðaði sjálvsagt, at seinni dysturin eisini kundi spælast í Føroyum. Men eisini hetta varð havnað. Og bíðað varð nú eftir EHF.

Ein órættvís avgerð H71 hevði eina sera góða sak, tí bæði danskir myndugleikar og føroyskir myndugleikar høvdu greitt givið boð um ikki at fara til Ukraina. Og í øðrum kappingum og ítróttargreinum hjá fleiri londum, vóru atlit tikin til hóttandi krígsstøðuna og dystir vórðu fluttir. Men teir donsku og føroysku myndugleikarnir vóru ikki stuðlandi í samskiftinum við EHF. H71 kendi seg rættiliga slept uppá fjall. 24. februar 2022 leyp Russland á Ukraina, sum prógvaði áleikandi trygd­ar- og krígsstøðuna. Men tann 4. mars 2022 komu boðini frá EHF, at H71 var dømt at tapa tann avlýsta dystin 10-0. Hóast H71 mótmælti og kærdi, so var onki broytt, og sostatt endaði hetta eisini við eini stórpolitiskari avgerð, 10

sum ikki hendi fyri onnur størri og valdsmiklari lond. Men lagnan hevur nú lagað tað soleiðis, at hesaferð hittast liðini aftur. Og báðir dystirnir spældir í Póllandi – leygardagin 14. og sunnudagin 15. november. Júst tann loysnin, ið H71 bjóðaði seg til í februar 2022. Vit eru errin av okkara felagi og okkara kvinnum, ið virka við tign og dygd á altjóða pallinum. Góða ferð og góða eydnu ynskja vit um vikuskiftið. (myndirnar eru av H71-kvinnunum í 2022 í Varsjava og frá heimadystinum móti HC Galychanka Lviv. Venjarar vóru Mark Lausen Marcher og Ingi Olsen).


P/F Jógvan Weihe | Tel: 35 38 97 | Fax: 35 38 98 www.weihe.fo | weihe@weihe.fo SMYRILSVEGUR 10 TÓRSHAVN

11


12 4 44 88 23 99 22 9 8 11 7 5 3 6 2 10 27 28 14 25 16

12

Anita Dahl Anna Christiansen Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe Elida Joensen Fríða Eysturtún Rubeksen Guðrið Bogadóttir á Borg Hedvig Zachariasen Karina Debes Heinesen Karin Egholm Lukka Arge Maria Halsdóttir Weyhe Lilja Skaalum Vilhelm Maria Vilhelmsen Ludvig Marta Agnarsdóttir Højgaard Rakul Christiansen Ronja Ranadóttir Sára Berg á Lag Solveig Guðmundsdóttir Ripley Sunniva Bogadóttir Øre Lív Berg á Lag Maria Beder

Høvuðsvenjari: Hjálparvenjari: Hjálparvenjari: Liðleiðari: Fysioterapeut: Styrkivenjari:

Jórun Skylv Ludvig Ári E. Dam Rakul Napoleonsdóttir Beinta Wardum Ingilín Holm Sebastian Christensen

SMS KAPPINGIN - KVINNUR Nr.:

Lið:

Dystir

V.M

T.M

Munur

Stig

1. 2. 3. 4. 5. 6. 7.

H71 Stjørnan Neistin Víf EB Stíf Kyndil

9 9 9 8 9 8 10

309 243 236 242 223 160 231

218 229 243 192 224 236 302

91 14 -7 50 -1 -76 -71

14 12 11 10 10 3 2


1 12 16 2 4 8 11 14 15 18 22 24 25 30 37 38 45 46 63 82 91 97

Torstein Sivertsen Tóraldur Kollsker Micah Wardum Ragnarsson Helgi Hildarson Hoydal Sofus í Selvindi Hugin Halgirsson Jónas Gunnarsson Djurhuus Boas Ellefsen á Skipagøtu Haraldur Karlsson Helgi Jakob Halldorsson Axel Holm Simonsen Niklas Højgaard Hanusson Petur Tóri Jacobsen William N. Djurhuus Ragnar Heinason Høgni Heinason Peter Krogh Suni Dalsgaard Brian Slyne Julian Joensen Jónas Fossabrúgv Hanus Gunnarsson

Høvuðsvenjari: Djóni Gaard Joensen Hjálparvenjari: Hans Kári Hansen Hjálparvenjari: Dánjal Tórgarð Málmansvenjari : Ári E. Dam Fysioterapeut: Sebastian Christiansen Styrkivenjari Heri Ziska Liðleiðari: Sámal Paulason

CMYK: 0.100.80.0

Pantone: 185 C

BURN KAPPINGIN - MENN Nr.:

Lið:

Dystir

1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. 8.

8 H71 8 Víf 8 Kyndil Neistin 8 8 Kíf 8 EB Tm.Klaks. 8 8 Stíf

V.M

T.M

Munur

Stig

307 283 263 266 254 197 187 232

220 247 218 235 249 296 248 276

87 36 45 31 5 -99 -61 -44

16 14 10 9 8 4 2 1

13


»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM« »GOTT ER AT HAVA

»GOTT AT HAVA GÓÐANERÍ RÁÐUM« »GOTT AT HAVA GÓÐANER Í RÁÐUM« GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · 8TEL 203040 · FAX 203041 ·· P.O. P.O. BOX BOX 359 359 LUKAS DEBESARGØTA ·STROND TEL 203040 203041 YVIRI VIÐ 4 ·· FAX TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110· TÓRSHAVN FAROE ISLANDS YVIRI VIÐ STRONDLAWFIRM@LAWFIRM.FO 4LAWFIRM@LAWFIRM.FO · TEL 203040 FAX 203041 · ·P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO LAWFIRM@LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS WWW.LAWFIRM.FO YVIRI VIÐ STROND LAWFIRM@LAWFIRM.FO 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS JÓGVAN PÁLL WWW.LAWFIRM.FO LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS LAWFIRM@LAWFIRM.FO JÓGVAN ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI . JÓGVAN PETUR E. EVEN DJURHUUS E. JÓGVAN PÁLL LASSENELLEFSEN ·HØJGAARD PETUR EVEN DJURHUUS WWW.LAWFIRM.FO GUNN ELLEFSEN ·M STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN PÁLL LASSEN · .IMI PETUR EVEN DJURHUUS INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA JÓGVAN E. ELSA ELLEFSEN · ANNAKLETT DAM · INGI HØJGAARD JÓNSDÓTTIR JOHANSEN GUNN ELLEFSEN MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN LASSEN PETUR EVEN· DJURHUUS GUNN PÁLL ELLEFSEN · M·IMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA KLETT JULIANNA KLETT GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JULIANNA KLETT 14


15


H71’arar á Ovastevnu

Ein ferðafrásøgn til Nólsoyar

Tað var í sambandi við dystin millum KÍF og H71 leygarkvøldið 31. oktober í Kollafirði, har tað eydnaðist okkara monnum at vinna við trimum málum, at eg fekk íblástur til hesa grein. Greinin er m.a ein frásøgn um, hvussu kollfirðingar og hoyvíkingar støðugt kappast og stríðast á fleiri ymiskum hermótum. Árið er 2025, og ólavsøkan er akkurát farin aftur um bak. Eg siti í køkinum og lurti eftir tíðindunum í útvarpinum. Tá ið tíðindini eru liðug, koma lýsingarnar. Ikki tí, at tær vanliga hava mín stóra áhuga, men hesaferð er ein lýsing, sum fær tankarnar hjá mær at sveima. Tað verður lýst við, at fríggjakvøldið á Ovastevnu verður pubquiz í tjaldinum á keiini í Nólsoy. Eg gangi vanliga ikki til pubquiz, men av eini ella aðrari orsøk fari eg at hugsa um, hvussu stuttligt tað kundi verið, um vit hoyvíkingar mannaðu eitt lið og fóru út til Nólsoyar at bjóða av. Eg ringi tí til vinmannin Jákup Símun fyri at hoyra, hvat hann heldur um hugskotið. Hann er beinanvegin við upp á tað, men heldur, at tað er avgerandi, at vit stilla upp við einari so sterkari manning sum gjørligt. Skulu vit fyrst fara av stað, so kunnu 16

vit líka so væl taka uppgávuna í álvara! Vit fara tí at tosa aftur og fram um, hvør skal við, og tað gongur ikki long tíð, fyrr enn vit hava seks nøvn á borðinum, sum vit halda kunnu manna eitt sterkt lið. Fyri at spenna so vítt sum gjørligt er umráðandi at finna fólk við ymiskari vitan og ymisk­ um áhugamálum. Tað nyttar jú lítið, um allir seks menninir vita alt um tað sama, men einki um alt hitt. Vit fara undir at ringja runt, og eftir stuttari tíð er liðið mannað við Halli Danielsen, Høgna Hoydal, Sjúrði Hoydal, Jákupi Símun Simonsen, Theodor Eli Olsen og mær sjálvum. Felags fyri okkum allar er, at vit á ein ella annan hátt hava tilknýti til H71 og Hoyvík. So hóast hetta ikki er ein hondbóltskapping, er tað kortini eitt slag av H71-liði, sum nú skal royna seg á einum heilt øðrum vølli.


Lagt verður frá landi Fríggjadagin 15. august 2025 verður so lagt frá landi úr bátahylinum á Argjum við kós móti Nólsoy. Vit koma út um sjey tíðina, og pubquizzin skal byrja klokkan átta. Áðrenn vit fara heimanífrá, hava vit hoyrt um eitt sera sterkt lið úr Kolla­ firði, sum ferðast kring Føroyar til pubquiz-kappingar. Sambært tí, vit hava frætt, hava teir ikki tapt eina einastu kapping í fimm ár! Tað er tí ikki sørt, at vit eru spentir eftir at vita, um hesir garvaðu quizmenninir eisini fara at vera við hetta kvøldið í Nólsoy. Áðrenn vit fara yvir í tjaldið, sita vit umborð á bátinum og práta og hugna okkum. Menn eru eitt sindur ymiskir á máli um, hvussu úrslitið man fara at verða. Summir eru bjartskygdir, meðan aðrir helst eru eitt sindur meira varnir.

Menn stytta sær um stundir umborð á bátinum, áðrenn leikur byrjar.

Og nú hava vit eisini fingið váttað, at sterka manningin úr Kollafirði er komin út til Nólsoyar at verja sína støðu sum ósiðgraðir í fleiri ár.

Tá ið álvari kemur í leikin Tá ið klokkan nærkast átta, ragga vit okkum yvir í tjaldið. Har er nógv fólk møtt upp, og øll borðini, sum eru sett upp, eru longu upptikin. Vit mugu tí finna okkum eitt borð og fáa tað við eitt sindur av stríði baksað inn í tjaldið. Talið av liðum man vera eini tíggju, og vit síggja skjótt kollfirðingarnar sita í einum hjørni. Teir hyggja eitt sind­ ur undrandi at okkum. Hesar seks menn­inar hava teir so ikki sæð til nakra pubquiz-kapping fyrr. Kanska hugsa teir, hvat vit gera har, og um vit veruliga ætla at bjóða teimum av á einum øki, har teir eru vanir at gera um seg. Klokkan átta byrjar fyrsta av trimum umførum, við tíggju spurningum í hvørjum umfari. Spurt verður um mangt og hvat, og vit royna eftir besta førimuni at svara rætt. Vit vita øll, at okkara Theodor Eli er sera stinnur í slíkum kappingum. Hann hevur jú klárað seg óføra væl í útvarpskapping nøkur ár framm­ anundan. Men nú skal royndin standa, um vit seks tilsamans hava nóg mikið av vitan til at taka dystin upp við millum annað teir garvaðu kollfirðingarnar. Tá ið fyrsta umfar er liðugt, lata vit svarini inn, og so gongur ein góð løta við uppteljing. Eftir einar tíggju minutt­ir kemur úrslitið: Vit hava vunn­ ið fyrsta umfar! 17


Vinningurin er ein øl til hvønn mannin, og tað er sjálvandi ikki tað ringasta. Nú er lagið gott, og spenningurin veksur undan næsta umfari. Vit kýta okkum av øllum alvi, og tað vísir seg, at vit hava rakt rætt við samansetingini av liðnum. Menn hava vitan á ymiskum økjum, og tá ið ein ikki veit svarið, er ofta ein annar, sum kann hjálpa. Vit svara øllum spurningunum og lata aftur seðilin inn til dómaran. Aftur gongur ein løta við uppteljing, og so kemur úrslitið: Vit hava aftur vunnið! Nú skal nógv ganga galið, um vit ikki fara at vinna samlaðu kappingina. Hvar blivu Kollfirðingarnir av? Tá ið ein løta er gingin, fara vit at hyggja okkum um fyri at vita, hvussu hýrurin man vera við kollfjarðaborðið. Men borðið er tómt - Ikki ein kollfirðingur er at síggja. Hvar eru hesir garvaðu quizmenninir blivnir av? Hallur kennir liðformannin á koll­ fjarðarliðnum, Ben Arabo, og ger av at ringja til hansara fyri at vita, hvar teir blivu av. Ben svarar telefonini og sigur held­ ur foyur, at teir eru farnir umborð á Teistan og eru á veg aftur til Havnar! Tá ið úrslitið av øðrum umfari var kunngjørt, hava teir eftir øllum at døma gjørt av at halda til beins. Teir náddu akkurát ein túr við Teistanum aftur til Havnar, og so sita vit seks hoyvíkingar eftir í Nólsoy, meðan teir 18

tiltiknu kollfirðingarnir eru farnir av vígvøllinum. Sigurin kemur til Hoyvíkar Triðja umfar gongur á leið sum hini bæði. Men dómarin heldur helst, at eitt sindur av lokalari vitan eisini hoyrir heima á Ovastevnu, og tí fáa nólsoyingarnir høvi at vísa, hvat teir duga. Eitt av lokalu liðunum vinnur triðja umfar, og tað er teimum væl unt. Men tá ið øll stigini eru tald saman, er eingin ivi: Hoyvíkingarnir hava vunnið pub­ quiz-kappingina á Ovastevnu 2025!

H71’arar á pallinum saman við Karlot Hergeirs­ syni, dómara.

Vit verða róptir upp á pallin, har vit fáa heiðursmerki sum vinnarar. Tað er ikki sørt, at vit eru erpnir, tí tað, sum byrjaði sum eitt hugskot við køksborðið eftir eina lýsing í útvarpinum, endar nú við einum sigri á Ovastevnu. Ein óvæntað vitjan Ryktið um hetta fremmanda lið, sum


er komið til Nólsoyar, man vera farið at svirra í bygdini, tí tá ið alt er liðugt, og vit eru komnir niður aftur av pall­ inum, kemur ein eldri kona yvir til Theodor Eli, sum jú er prestur í sínum dagliga yrki. Hon spyr, um vit ikki kunnu koma niðan til teirra eina løtu. Maður henn­ ara liggur sjúkur í songini, men hevur so sera stóran hug at heilsa upp á okkum. „Jú, gamaní,“ svarar prestur, og so verður farið av stað – hon undan og vit aftaná. Tá ið vit koma innar, vil konan sjálv­ andi vera blíð og skonkir okkum hvørjum ein dramm. Hon heldur tó, at tað man vera best, um prestur fer fyrst upp á loft at práta við mannin. Maðurin, sum liggur uppi á loftinum, er eingin annar enn Marnar á Skúr, sáli, ein gamal kenningur hjá okkum. Hann er komin væl til árs og hevur verið illa sjúkur. Meðan prestur situr uppi hjá Marnari, sita vit aðrir niðri undir og práta við konuna Marionnu og dóttrina Dianu. Men tá ið ein góð løta er farin, gerast menn eitt sindur ótolnir og siga við tær, at nú fara vit eisini upp at heilsa upp á mannin. Og tað skal vísa seg at verða ein heldur øðrvísi vitjan, enn vit hava ímyndað okkum. Vit hava næstan sæð fyri okkum ein mann, sum bara liggur og anir í songini. Men tá ið vit koma upp, og

Marnar fær eyga á okkum, er hann nærum á veg úr songini fyri at heilsa upp á okkum allar!

Ein hugnalig løta saman við Marnari á Skúr, sála.

Marnar er ein sera hugnaligur og skemtiligur maður, sum altíð hevur eina góða søgu ella eina skemtiliga viðmerking á goymslu. Ein av hans­ ara mongu viðmerkingum um munin á havnarfólki og nólsoyingum er hendan: „Í Havn slíta tey dekk – í Nólsoy slíta vit knøðini!“ Tað sigur sera beinrakið munin á hvussu tað er at liva í Nólsoy í mun til Tórshavn. Vit práta og skemta eina góða løtu, og tað er sjón fyri søgn, at hóast Marnar er komin væl til árs og hevur verið illa sjúkur, so er skemtið og lívsgleðin framvegis í honum. Síðani takkaðu vit Marionnu og Dianu fyri blíðskapin og løtuna, biðja “góða nátt” og fara so víðari. Marnar andaðist júst eitt ár og tíggju dagar eftir, at vit hetta sjálvsama 19


Á heimleið Nú er eisini farið at líða út á kvøldið. Vit skulu sjálvir sigla aftur til Argir og vilja helst sleppa av stað í góðari tíð við atliti til sjóvarfallið. Men vit hava eisini lovað dómaranum í pubquiz-kappingini, Karlot Hergeirsson, at vit skulu hyggja framvið hjá honum.

Karlot er bæði blíður og tíður, og har verður bæði reypa og fortalt. Men tá ið klokkan er farin av ellivu, eru vit samdir um, at nú er stundin komin at seta kósina aftur móti Argjum. Túrurin um Nólsoyarfjørð gongur avbera væl, og tá ið báturin er komin trygt at landi og lagdur, rigga vit av og taka síðani ein hýruvogn heim til Hoyvíkar. Og har verður sigurin sjálvandi feiraður við manér!

HÁGÓÐSKA ÚR NORÐURATLANSHAVI

Bakkavegur 62, FO-530 Fuglafjørður, Tlf 777000, www.pelagos.fo

20

sansir.fo

kvøld vitjaðu hann á loftinum, í heimi sínum, í Nólsoy. Ærað veri minnið um Marnar á Skúr.


hiddenfjord.com

21


22


Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Helga á Borg, adv. Rósing Rasmussen, adv. Teitur F. Andreasen, adv. ft.

23


Brekkutún 4 | 188 Hoyvík | Tel. +298 30 88 00 | torshavn@samskip.com | www.samskip.fo

TÍTT FLUTNINGSFELAG

SMYRILSVEGUR 10 SMYRILSVEGUR TÓRSHAVN 10 TÓRSHAVN 24


Frítíðin byrjar umborð

Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.

Les meira á www.smyrilline.fo, skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900

25


26


HØVUÐSVEITARI ER HOYVIKSVØLLURIN Sp/F GRETTIR Fyrsti FIFA QUALETY PRO Vøllurin ervøllur WA2 góðkendur góðkendur í Føroyum. JUTA MASTER 40/200 á EL25

20

2017-2018

27


AnniJanni

Lætt og t g i l t t u t s

Gjaldskort Fígging FramtíðarKonta

ss.fo SS-FOKUS ann A5.indd 1

28

24/09/15 15.39


SANSIR

Heildarloysnir frá ArtiCon HOTEL BRANDAN

Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo

29


Vit skapa meira enn køkar. Vit skapa rammurnar um tað góða gerandislívið …saman við tær. Fá íblástur á designa.dk XL-BYG BORG | TÓRSHAVN TEL. 350500 · KLAKSVÍK TEL. 455119 · GLYVRAR TEL. 477272

30


31


Fá double up

Fá 2 fyri 1 hvørja viku

Tak 2 fyri 1 appina niður við at skanna QR-kotuna

Treytir - 2 fyri 1 appin er einans fyri Nema telefonkundar.

32


OKKARA KJARNUØKI

GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP SKATTUR VIRKISRÁÐGEVING BÓKHALD MEIRVIRÐISGJALD Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.

WWW.JANUAR.FO

Tak appina niður her

Fyll á og koyr víðari

appin 33


www.fishfacts.com

34


35


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
H71-Faldari-3-2026/2027 by H71-hoyvik - Issuu