LEYGARDAGUR 31. OKTOBER
Mynd: Gudmund Helmsdal
LANDSKAPPINGIN DYSTARSKRÁ 2 / 2026
Leygardagin 31. oktober Menn / Kl. 18.00 / KÍF -H71 HOYVIKSVØLLURIN Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.
ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4
ODDAGREIN
EUROPA Í FOKUS Í 1986 varð í Keypmannahavn skipað fyri einum átaki kallað “Færøerne i Focus”, har sjóneykan varð sett á Føroyar og viðurskifti føroyinga. Flestu tiltøkini vóru í Forum, tó so, at aðrastaðni kring um í Keypmanna havn vóru eisini tiltøk. Eitt nú vóru fleiri føroysk ítróttarlandslið í Keyp mannahavn og leiktu, harímillum eisini hondboltslandsliðið, sum vit ungur lesandi í Keypmannahavn um tað mundi, kundu síggja spæla nakrar dystir ímóti liðum í Keypmannahavnar økinum. Satt at siga var ein ikki sørt errin av at eins lítla heimland, á henda hátt varð sett í miðdepilin í danska høvuðsstaðnum, ikki minst ítróttar liga. Síðani tá er nógv vatn runnið í áirnar og samfelag okkara hevur í risafet um flutt seg fram á leið mótvegis 2
umheiminum. Ikki minst ítróttarliga hava vit hetta tíðarskeið flutt okkum fram á altjóða leikvøllum og uttan at fornerma nakran, kann ein loyva sær at siga at føroyskur landsliðshond bóltur hevur verið oddvitin í hesum, har bæði kvinnu- og manslandsliðini hava luttikið í altjóða endaspølum, við framúr úrslitum. Henda menning á altjóða ítróttar leikvøllinum hevur so avgjørt eisini rinið við hjá okkum í Hoyvík, har H71, bæði við fremsta kvinnuliði og frem sta mansliði sínum, í ár er eydnast at leika seg víðari í European Cup. Hetta er fyrstu ferð at hetta er eydnast bæði kvinnunum og monnunum. Kvinnurnar vunnu í tveimum dystum í Hoyvíks høllini tveir rættuliga greiðar sigrar á Luksemburg liðinum HB Dudelange, hóast hesar góvu okkum ein hvøkk
í fyrsta hálvleiki í fyrra dystinum og vóru greitt á odda við 6 málum tá farið varð til hálvleik. H71 kom tó sterkt aftur og vann loksins, bæði fyr ra og síðani seinna dystin. Menninir tóku í fyrra dystinum ímóti Kroatiska liðinum MRK Trogir í Hoyvíkshøllini og sóu vit fremsta manslið okkara í einum hart leiktum dysti vinna ein solidan og vakran sigur við 7 málum. Seinri dysturin í Kroatia varð eisini hart leiktur og hóast hann endaði við javnleiki, so høvdu menn okkara kon troll á dystinum frá fyrsta bríksli. H71 kvinnurnar skulu í næsta um farinum møta Ukrainska liðinum HC Galychanka Lviv. Ein gamal kenning ur, má sigast, tí hetta var júst liðið, sum í 2022 slóð okkum út úr Europe an Cup. Kanska eina mest tí vit nokt aðu fyri at fara til Lviv at leika dystin, tí øll tekin í sól og mána tá søgdu at landið fór at vera álopið av Russlandi - og hendi tað so eisini vikuna eftir at dysturin skuldi verið leiktur. Av somu
orsøk vóru vit dømd at tapa dystin við 10 málum, ið forðaði fyri einum og hvørjum møguleika fyri at leika seg víðari. Báðir dystirnir hjá kvinnunum vera leiktir í Pólland tætt við markið til Ukraina. Menninir skulu í hesum umfarinum hitta sterka pólska liðnum Rebud KPR Ostrvia Ostrow WKp og vera báðir dystir leiktir í Hoyvíkshøllini. At menna H71 á altjóða leikvøllum varð fyri nógvum árum síðani sett sum ein greiður setningur fyri víðari menningini av felagnum. Skal ein hava nakað serstakt at bjóða leikar um okkara, er neyðugt at luttaka í altjóða kappingum, har leikararnir fáa høvi at sína seg fram og skapa sær royndir at byggja víðari hondbólts yrkisleið sína uppá. At hetta hevur verið ein vísur og rætt valdur setning ur, hava allir hesir altjóða dystir vit nú leika og alt tað virksemið sum lugar kring dystirnar bæði á og uttanum dystirnar, so avgjørt víst.
3
SANSIR
Heildarloysnir frá ArtiCon HOTEL BRANDAN
Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo
wenzel FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM
Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00
5
2024/2025
Gott kjøt, góður prísur og góð uppliving Bílegg borð á angus.fo
6
ID.3. Býður tær vælkomnum. Flytur teg inn í elheimin. Flytur teg frameftir. Les um prís, koyristrekki, umhvørvisroknskap og mangt annað á www.bilasolan.fo
7
8
P/F Jógvan Weihe | Tel: 35 38 97 | Fax: 35 38 98 www.weihe.fo | weihe@weihe.fo SMYRILSVEGUR 10 TÓRSHAVN
9
12 4 44 88 23 99 22 9 8 11 7 5 3 6 2 10 27 28 14 25 16
10
Anita Dahl Anna Christiansen Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe Elida Joensen Fríða Eysturtún Rubeksen Guðrið Bogadóttir á Borg Hedvig Zachariasen Karina Debes Heinesen Karin Egholm Lukka Arge Maria Halsdóttir Weyhe Lilja Skaalum Vilhelm Maria Vilhelmsen Ludvig Marta Agnarsdóttir Højgaard Rakul Christiansen Ronja Ranadóttir Sára Berg á Lag Solveig Guðmundsdóttir Ripley Sunniva Bogadóttir Øre Lív Berg á Lag Maria Beder
Høvuðsvenjari: Hjálparvenjari: Hjálparvenjari: Liðleiðari: Fysioterapeut: Styrkivenjari:
Jórun Skylv Ludvig Ári E. Dam Rakul Napoleonsdóttir Beinta Wardum Ingilín Holm Sebastian Christensen
SMS KAPPINGIN - KVINNUR Nr.:
Lið:
Dystir
V.M
T.M
Munur
Stig
1. 2. 3. 4. 5. 6. 7.
H71 Neistin Víf EB Stjørnan Stíf Kyndil
8 7 7 8 7 7 8
270 193 208 193 180 146 181
192 178 178 205 181 202 235
78 15 30 -12 -1 -56 -54
12 11 8 8 8 3 2
1 12 16 2 4 8 11 14 15 18 22 24 25 30 37 38 45 46 63 82 91 97
Torstein Sivertsen Tóraldur Kollsker Micah Wardum Ragnarsson Helgi Hildarson Hoydal Sofus í Selvindi Hugin Halgirsson Jónas Gunnarsson Djurhuus Boas Ellefsen á Skipagøtu Haraldur Karlsson Helgi Jakob Halldorsson Axel Holm Simonsen Niklas Højgaard Hanusson Petur Tóri Jacobsen William N. Djurhuus Ragnar Heinason Høgni Heinason Peter Krogh Suni Dalsgaard Brian Slyne Julian Joensen Jónas Fossabrúgv Hanus Gunnarsson
Høvuðsvenjari: Djóni Gaard Joensen Hjálparvenjari: Hans Kári Hansen Hjálparvenjari: Dánjal Tórgarð Málmansvenjari : Ári E. Dam Fysioterapeut: Sebastian Christiansen Styrkivenjari Heri Ziska Liðleiðari: Sámal Paulason
CMYK: 0.100.80.0
Pantone: 185 C
BURN KAPPINGIN - MENN Nr.:
Lið:
Dystir
1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. 8.
7 H71 7 Víf 7 Kyndil 7 Kíf Neistin 7 7 EB Tm.Klaks. 7 7 Stíf
V.M
T.M
Munur
Stig
276 249 229 226 221 172 169 205
192 220 200 218 210 251 214 242
84 29 29 8 11 -79 -45 -37
14 12 8 8 7 4 2 1
11
»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM« »GOTT ER AT HAVA
»GOTT AT HAVA GÓÐANERÍ RÁÐUM« »GOTT AT HAVA GÓÐANER Í RÁÐUM« GÓÐAN Í RÁÐUM«
YVIRI VIÐ STROND 4 · 8TEL 203040 · FAX 203041 ·· P.O. P.O. BOX BOX 359 359 LUKAS DEBESARGØTA ·STROND TEL 203040 203041 YVIRI VIÐ 4 ·· FAX TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110· TÓRSHAVN FAROE ISLANDS YVIRI VIÐ STRONDLAWFIRM@LAWFIRM.FO 4LAWFIRM@LAWFIRM.FO · TEL 203040 FAX 203041 · ·P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO LAWFIRM@LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS WWW.LAWFIRM.FO YVIRI VIÐ STROND LAWFIRM@LAWFIRM.FO 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS JÓGVAN PÁLL WWW.LAWFIRM.FO LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS LAWFIRM@LAWFIRM.FO JÓGVAN ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI . JÓGVAN PETUR E. EVEN DJURHUUS E. JÓGVAN PÁLL LASSENELLEFSEN ·HØJGAARD PETUR EVEN DJURHUUS WWW.LAWFIRM.FO GUNN ELLEFSEN ·M STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN PÁLL LASSEN · .IMI PETUR EVEN DJURHUUS INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA JÓGVAN E. ELSA ELLEFSEN · ANNAKLETT DAM · INGI HØJGAARD JÓNSDÓTTIR JOHANSEN GUNN ELLEFSEN MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN LASSEN PETUR EVEN· DJURHUUS GUNN PÁLL ELLEFSEN · M·IMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA KLETT JULIANNA KLETT GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JULIANNA KLETT 12
13
Leikum fagurt - eisini málsliga
SKRIVAÐ HEVUR: HØGNI HOYDAL
Felag okkara, H71, hevur gingið undan á so mongum økjum, og hevur støðugt sett sær høg mál. Lat okkum í felag eisini ganga undan at menna og virða tað føroyska málið - bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin
“Leikum fagurt” er frálíka stevnu miðið hjá H71, sum hongur á fremsta plássið í Hoyvíkshøllini. Ein boðskap ur um at virða hvørt annað. Taka ábyrgd og tøk saman. At fáa øll við. Og at felagsskapurin skal byggjast á fjølbroytni og at lyfta hvør annan upp 14
- ikki lasta hvør annan niður. Stevnumiðið er eisini málsliga vakurt. Og hví skulu vit ikki á sama hátt virða og menna tað føroyska málið í hond bóltinum og felagsskapinum?
Tað styrkir okkara samleika sum felagsskapur og kann gerast íblástur og fyrimynd hjá øðrum. Og tað hevur ómissandi týdning fyri okkara mál, nú talgildi heimurin bjóðar so nógvar møguleikar at velja føroyska málið frá. Fyri nokk so nógvum árum síðani eydnaðist tað í H71 at fara undir at siga: “Drál og fet”, heldur enn “nøl og skritt”. At “geva bóltin upp” held ur enn “at sentra”. At siga “skjót álop” heldur enn “kontraálop” og mangt annað. At “verja” heldur en at “dekka” Sumt hevur vunnið hevd, men sumt er farið aftur. Og um vit ikki gera okk um ómak, so dovnar alt skjótt burtur aftur. Tí er her ein listi við nøkrum uppskot um, sum vit kundu staðið saman um at brúka. (Broytingaruppskot eru sjálvsagt kærkomin): 1. Hvaðani eru vit? - Úr Hoyvík! (Hvar eru vit frá? Hoyvík!) 2. Fet (Skritt) 3. Drál (Nøl) 4. Trok (Mas) 5. Sending (Avlevering) 6. Stuðulssending (Assist) 7. Kvinnu- og mansverja (Mansuppdekking) 8. Leikbrá (Time-out)
9. Væl vart (Gott dekkað) 10. Skjótálop (Kontra) 11. Lopskot (Hoppskot) 12. Brotskast (Straffi) 13. Afturrenning (Returløb) 14. Væl bjargað (Gott tikið) Og so ber til at brúka tey mongu, vøkru lýsingarorðini, sum vit eiga í føroyska málinum, tá ið vit rósa okkara leikarum. Til dømis: Fagurt, vakurt, sterkt, yndisligt, ljómandi gott, framúr, burt urúr, frálíkt, serstakt, framúrskarandi og mong onnur. Tað ber væl til at bæði seta sær mál, skora mál og at menna okkara mál ísenn. Og vit kunnu gera so øgiliga stóran mun, um vit ganga undan: Venjarar, hjálparar, áskoðarar, leikarar, foreldur, ommur og abbar, langommur, lang abbar, oldurommur og oldurabbar, stuðlar og viðmerkjarar.
15
AnniJanni
Lætt og t g i l t t u t s
Gjaldskort Fígging FramtíðarKonta
ss.fo SS-FOKUS ann A5.indd 1
16
24/09/15 15.39
hiddenfjord.com
17
Fimm hoyvíkingar í Kroatia – og eitt H71lið, sum spældi seg víðari EIN FERÐAFRÁSØGN FRÁ TÚRINUM Í TROGIR
Tað er ikki á hvørjum degi, at vit hoyvíkingar fáa høvi at fylgja okkara monnum á evropeiskari hondbólts ferð. Tá ið tað gjørdist greitt, at H71 skuldi spæla móti kroatiska liðnum MRK Trogir, høvdu eg og kona mín, Anna, avgjørt, at hesa ferðina skuldu vit við. Okkara menn eru í ár við í evropeisk ari hondbóltskapping, og í aðru rundu komu teir ímóti Trogir úr Kroatia. Fyrri dysturin varð spældur í Hoyvíkshøllini leygardagin 17. oktober, har okkara menn vunnu við sjey málum. Eitt gott útgangsstøði, men vit vistu eisini, at tað kundi gerast trupult á útivølli. Vit vóru fimm áskoðarar úr Hoyvík, 18
sum høvdu sett okkum fyri at fara suðureftir at stuðla okkara monnum. Umframt meg og Onnu vóru Ásvald, Marianne og Trine við. Aftur til Trogir Alt gekk sum ætlað á ferðini, og vit kundu innskriva okkum á sama hotell, sum vit búðu á fyri trimum árum síða ni, tá ið H71 eisini spældi móti Trogir. Tað ferðina gekk ikki so væl, tí vit vórðu slignir úr kappingini. Vónandi skuldi søgan ikki endurtaka seg. Veðrið var av tí besta, eini 20 hitastig og sólskin, so stuttabuksurnar komu skjótt fram. Seinni um dagin fóru vit inn í gamla býin í Trogir at hyggja
okkum um og fáa okkum ein góðan bita.
Dagurin gekk mest við at koma upp á pláss og fáa eina venjing frá hond ini. Um kvøldið var videofundur, har venjararnir gjøgnumgingu, hvussu ætlanin var at spæla móti kroatunum leygardagin. Leikarar spældu kort og hugnaðu sær annars um kvøldið.
Men veðrið í Kroatia kann eisini vera skiftandi. Longu dagin eftir var alt broytt. Tað regnaði av grimd mest sum allan dagin, og stuttbuksur nar máttu víkja fyri meira hóskandi klæðum.
Fríggjadagin varð vant fyrrapartin, meðan seinnaparturin var settur av til ein túr til Split. Vit fingu loyvi at brúka bussin, sum koyrdi hópin aftur og fram til høllina, og soleiðis sluppu vit eisini ein túr til Split. Veðrið var nú aftur av tí besta, so tað var ein fragd at ganga runt í býnum og njóta lívið.
Hósdagin kom H71-hópurin til Trogir.
Dystardagur – og eitt sindur av fjáltri Leygardagin var so dagurin, vit øll høvdu bíðað eftir. Dysturin skuldi byrja klokkan 18, 19
og vit høvdu avtalað við Ásvald og damurnar, at vit skuldu hittast á einari góðari matstovu í Trogir og fáa okkum okkurt gott at eta og drekka, áðrenn leiðin gekk niðan í høllina. Matstovan var ikki av teimum keðiligu. Hon hevði fingið Michelinstjørnu fleiri ár á rað, so vit kunnu ikki siga annað, enn at upphitingin til dystin var í lagi!
Um hálvgum seks tíðina fóru vit til gongu niðan í høllina, sum lá einar tíggju minuttir frá matstovuni. Vit vórðu væl móttikin, og Micah, sum ikki skuldi spæla hesuferð, slapp sær upp í okkara lítla áskoðarahóp. Áðrenn vit fóru avstað, høvdu vit hoyrt, at høllin í Trogir skuldi vera ein rættiligur heksaketil. Vit vóru tí eitt sindur spent upp á, hvat bíðaði okk um. Men so galið var tað nú ikki. Dysturin byrjaði væl fyri okkara við komandi. Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, og tá ið dómararnir floytaðu til hálvleiks, vóru okkara menn á odda við tveimum málum.
Hetta var júst tað, eg hevði vónað. Tað ráddi um ikki at verða yvirkoyrdir frá byrjan, so kroatarnir fingu møguleika at eta leiðsluna frá fyrra dystinum í Hoyvík upp. Seinni hálvleikur líktist tí fyrra. Liðini 20
fylgdust, men mitt í hálvleikinum komu kroatarnir framum við tveimum málum. Tá skal eg viðganga, at eitt sindur av fjáltri kom á okkum hoyvíkingar á áskoðaraplássunum. Sjey mál kunnu tykjast nógv, men í hondbólti kann nógv henda eftir stuttari løtu. Tíbetur fótaðu okkara menn sær skjótt aftur og komu upp á javnt. Tá ið dómararnir floytaðu fyri seina stu ferð, stóð á jøvnum. Tað var meira enn nóg mikið hjá H71 til at spæla seg víðari í evropeisku kappingini. Og so var gleðin stór! Sigursgleði og heimferð Eftir dystin fóru vit inn í umklæðingar rúmið at ynskja leikarunum til lukku. Har vórðu nógv klemm og kossar, og tað var týðiligt, at bæði leikarar, venj arar og vit áskoðarar vóru sera fegin um úrslitið.
Síðani fór øll fjøldin við bussinum aftur á hotellið, har “sigurin” varð feiraður. Ásvald og damurnar vóru við eina góða løtu, áðrenn tey tóku ein hýruvogn aftur á sítt hotell í Split. Vit onnur hildu fram eina løtu aftu rat, men tað bar ikki til at gera alt ov nógv burturúr. Vit skuldu nevniliga tíðliga upp morgunin eftir, tí flogfarið til Zagreb fór longu um sjeytíðina so fráferðin av hotellinum var kl. 05.15. Vit lendu í Keypmannahavn um ellivu tíðina og hópurin skuldi eftir ætlan fyrst heim kl. 20.00 um kvøldið. Eg skilti á lagnum, at teir eldru leik ararnir fóru inn í býin at hugna sær, meðan teir yngru valdu eina heilt aðra loysn. Teir leigaðu sær eitt kamar á Clarion og gjørdu sær dælt av spa og øllum teimum hentleikum, sum har vóru. Tað má sigast at vera ein hampiliga góður máti at koma fyri seg eftir ein strævnan hondbóltsdyst! Okkara heimferð gekk sum ætlað, men hjá restini av hópinum gjørdist ferðin nakað drúgvari enn ætlað, og leikararnir vóru ikki heima fyrr enn um midnátt. Ein túrur, sum verður mintur Tá ið hugsað verður aftur á ferðina, var hetta ein sera góður túrur. Vit fingu nakrar góðar dagar í Kroatia, upplivdu hugnaligan felagsskap, góðan mat, eitt sindur av sól og regni 21
– og ikki minst ein spennandi hond bóltsdyst, har okkara menn megnaðu at spæla seg víðari.
Tað er nakað serligt at standa sum ein av bert fimm hoyvíks áskoðarum í einari høll langt heimanífrá og síggja sítt egna lið standa seg so væl. H71 er kanska eitt lítið felag í evropeiskum høpi, men okkara menn hava aftur víst, at teir kunnu bjóða sær sjálvum og øðrum av. Nú verður spennandi at síggja, hvussu vit fara at standa okkum móti pólska liðnum í næstu rundu. Og hvør veit – kanska verður høvi til enn eina ferðafrásøgn, um vit aftur spæla okkum víðari!
HÁGÓÐSKA ÚR NORÐURATLANSHAVI
Bakkavegur 62, FO-530 Fuglafjørður, Tlf 777000, www.pelagos.fo
22
sansir.fo
Livst, so spyrst!
23
Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Helga á Borg, adv. Rósing Rasmussen, adv. Teitur F. Andreasen, adv. ft.
24
Brekkutún 4 | 188 Hoyvík | Tel. +298 30 88 00 | torshavn@samskip.com | www.samskip.fo
TÍTT FLUTNINGSFELAG
SMYRILSVEGUR 10 SMYRILSVEGUR TÓRSHAVN 10 TÓRSHAVN 25
Frítíðin byrjar umborð
Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.
Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.
Les meira á www.smyrilline.fo, skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900
26
www.fishfacts.com
27
28
HØVUÐSVEITARI ER HOYVIKSVØLLURIN Sp/F GRETTIR Fyrsti FIFA QUALETY PRO Vøllurin ervøllur WA2 góðkendur góðkendur í Føroyum. JUTA MASTER 40/200 á EL25
20
2017-2018
29
”Okkara Sebastian” Samrøða við stillføra, lítillætna og arbeiðssama venjaran og fysioterapeutin hjá H71.
Men hvør er Sebastian? Sebastian Christensen er føddur í Odense og uppvaksin í lítla býnum Aarup á Fjóni, sum er á nakað somu stødd sum Hoyvík. Uppvaksin í einari vanligari danskari familju. Foreldrini eru farin, men systirin og ein stórur partur av familjuni býr framvegis í Aaarup, hagar Sebastian vitjar aftur tíðum til serlig høvi - og um summa rið og á jólum. Sebastian byrjaði at leika hondbólt 30
um 10-ára aldur. Eisini royndi hann seg sum fótbóltsleikara, men tað var stutt, og so vendi hann aftur til hond bóltin. Sebastian byrjaði sum høgra hentur á høgravongi, men arbeiddi seg fram til at verða spælskipari, og helt hann hettar vera spennandi og mennandi. Seinni fór Sebastian á hondbólstslinjuna hjá ISI í 3 ár, meðan hann tók handilsskúlaútbúgv ing. Men so skifti Sebastian kós. Hann helt at tøl, roknskapur og
búskapur var stuttligt, men eftir at hondbólturin var farin nakað illa við mjødn og akslum, so gekk hann tíðum til fysioterapi. Tað var her, at áhugin fyri kroppinum, menniskjanum og at arbeiða við fyribyrging, kveiktist - enn tað hann áður hevði upplivað. Eftir loknu útbúgvingina sum fysio terapeutur í 2021 vóru fá av árgangi num, sum fingu arbeiði – hetta var jú mitt í Koronatíðini.
Mundi enda í HB (Havnar bóltfelag). Tað gingu ikki meira enn tríggir mánaðir eftir at hann var liðugur, at hann bleiv spurdur, um hann kundi taka eitt starv sum fysiskur venjari hjá einum felagið, sum æt H71 í Hoyvík í Føroyum. Men áðrenn tað hevði Sebastian fingið tilboð um at verða fysioterapeutur í HB. Jonas Dahl, sum var høvuðsvenjari í HB, manglaði ein fysioterapeut. Hann hevði tætt samstarv við leiðaran hjá Sebastian, og hesir kendust frá FC Midtjylland. Sebastian tók av, men longu dagin eftir fekk hann at vita, at HB hevði funnið ein annan fysioterapeut. CV hjá Sebastian endaði via Jonas Dahl
til Onenexus, har Carsten Albrecth sen hevði samband við H71. Sum Sebastian sigur, so er hetta ein søga um, at ein kennir onkran, sum aftur kennir onkran. Arbeiðsuppgávurnar hjá Sebastian í H71 eru broyttar nakað ígjøgnum árini, men høvuðsstarvið hevur altíð verið at taka sær av og leggja tilrættis styrkivenjingar fyri ungdómin. Tað hevur verið heilt niður í 12 ára aldur, har styrkivenjing so vítt gjørligt er eitt spæl, men við teimum rørslum tey skulu brúka, tá ið tey verða eldri. Seinnu árini hevur Sebastian eisini verið fysiskur venjari hjá kvinnuliðnum og fysioterapeutur hjá mansliðnum í H71. Harumframt er Sebastian at finna í Hoyvíkshøllini fleiri ferðir um vikuna, har hann venur ungdómslið – bæði gentur og dreingir. Sum Sebastian sigur, «so er tað ein fragd at koma til venjing og hjálpa til við at venja glaða hondbóltsungdómin í Hoyvík».
Nú Sebastian hevur verið í H71 í 5½ ár, so verður Sebastian spurdur um, hvussu hann trívist. «Tað sigur nakað um, at tá ið eg havi verið so leingi, 31
so trívist eg væl í Føroyum og serliga í felagnum. Eg njóti eisini at ganga langar túrar í náttúruni, tá tíðin og veðrið loyvir tí – og tað finnst neyvan nakað betri stað enn í Føroyum at gera tað.
Tað er nógv gott at siga um H71. Tað, at so nógv fólk gera eitt ólønt arbeiði, sum ger tað møguligt at fáa alt hanga saman, soleiðis at okkara ungdómur fær góðan trivnað og menning. Eg eri sera fegin um tað, sum gongur fyri seg á vøllinum hjá leikarum, men eri eg eisini sera fegin um tann góða felagsskapin, sum er runda num felagið, um tað so er til veitslur, morgunkaffi leygarmorgun ella annað – hetta er ein góður felagsskapur, sum eg virði», sigur Sebastian.
32
Hesi seinnu árini er føroyskur hond bóltur mentur nógv, og Sebastian hevur verið til hesa menning. Spurdur um, hvat hann heldur um gongd ina í føroyskum hondbólti, svarar Sebastian:»Tá eg kom til Føroya, var ongin ivi um, at føroyskur hondbóltur var á rættari leið, og verður tað fram vegis gjørt eitt stórt arbeiði. Tað er fantastiskt at síggja, at á hvørjum ári í novembur, desembur og januar er ein sonn fólkaveitsla, sum er rundanum hondbóltin – tað er ein framgongd, sum vil nakað!».
Spurdur um Sebastian verður føroyingur, so svarar hann smílandi:» Eg eti skerpikjøt og syngi føroyska tjóðsangin – «Tú alfagra land mítt» - um tað er nóg mikið at flokka meg sum føroying, veit eg ikki, men eg síggi meg sjálvan sum ein inkarner aðan hoyvíking og H71-ara!». Vit takka fyri samrøðuna við altíð blídliga Sebastian og vónað at hann verður okkum trúgvur og fúsur mong ár enn.
OKKARA KJARNUØKI
GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP SKATTUR VIRKISRÁÐGEVING BÓKHALD MEIRVIRÐISGJALD Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.
WWW.JANUAR.FO
Tak appina niður her
Fyll á og koyr víðari
appin 33
Vit skapa meira enn køkar. Vit skapa rammurnar um tað góða gerandislívið …saman við tær. Fá íblástur á designa.dk XL-BYG BORG | TÓRSHAVN TEL. 350500 · KLAKSVÍK TEL. 455119 · GLYVRAR TEL. 477272
34
35
Follow us Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320
Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300
Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399
Niels Finsensgøta 5, 100, Tórshavn, 355310 @theathletesfoottorshavn 36
Fá double up
Fá 2 fyri 1 hvørja viku
Tak 2 fyri 1 appina niður við at skanna QR-kotuna
Treytir - 2 fyri 1 appin er einans fyri Nema telefonkundar.
37