H71 faldari nr.9

Page 1

HOYVÍKSHØLLIN DYSTARSKRÁ 9 / 2022

LEYGARDAGUR 9. APRÍL

FINALA-3: KVINNUR: Leygardagin 9. apríl

KL.17.00: H71-Neistin MENN: Leygardagin 9. apríl

KL.19.30: H71-Kíf

ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4


ANNA DAM, FORKVINNA Í H71

TAKK FYRI Í VETUR! Anna Dam, forkvinna í H71

Enn eitt kappingarár er farið at halla, og vit eru spent eftir at vita, hvussu góður endin á hesum sera hendingarríka vetrinum verður. Øll okkara mongu lið hava spælt eitt ótal av dystum, og nú verður bara bíðað eftir, hvussu tað endar hjá kvinnu- og mansliði okkara, sum nú skulu spæla sínar triðju FM-finalur – ávikavist ímóti Neistanum og KÍF. Higartil hevur gingið væl, tí bæði hava vunnið báðar finalurnar higartil, so vit eru vónrík undan triðju finalunum, ið kunnu geva okkum tvey meistaraheiti aftrat. Mansliðið hevur víst dygdir, ið vit kanska 2

ikki hava sæð í føroyskum hondbólti fyrr, tí spælið hevur til tíðir verið mestsum ótrúliga gott. Og ikki minst hevur hetta kappingarárið víst okkum, at vit hava spælarar úr serliga góðum tilfari, ið onn­ur eisini vilja hava hendur á. Tí koma vit í summar at veittra Paula Jacobsen og Mittún-beiggjunum, Óla og Paula, farvæl, tí nýggjar avbjóðingar og nýggj ævintýr standa fyri framman hjá teimum. Hetta eru vit serstakliga errin av í Hoyvík,


tí hetta undirstrikar, at felagið hevur fatur í rætta endanum, tá ið vit fáa alt fram so evnaríkar spælarar, at umheimurin gevur tí ans og vil hava teir. Men hóast vit megna at framala hondbóltsspælarar sum stór feløg vilja hava til sín, mugu vit áhaldandi arbeiða við at hava breiddartilboðið so gott sum gjørligt. Hetta er avgerandi fyri felagsskapin og samanhaldið í felagnum, og trupult er á ungum árið at meta um, hvørjar framtíðar stjørnurnar eru.

Tóku øll á bóli Taka vit so kvinnuliðið, so hevur tað givið okkum nakrar upplivingar í vetur, sum fáur – og helst eingin – hevði droymt um, at vit skuldu fáa. Eitt er, at tær í stórum stíli vunnu landskappingina og gjørdust deildarmeistarar aftur í ár, og nú standa við møguleikanum at vinna felagnum fyrsta føroyameistaraheitið hjá kvinnum. Annað, at tær tóku alt hondbólts-Europa á bóli! Tá ið vit undan hesum kappingarárinum meldaðu kvinnu- og mansliðið hjá okk­um til EHF Europa Cup-kappingina, var tað fyrst og fremst við tí fyri eyga at geva spælarunum eina uppliving og møguleik­an at royna avbjóðingar, vit ikki fáa í heimligu kappingini, men vit høvdu altso ikki væntað, at hetta mestsum skuldi gerast ein “never ending story”… Umfar eftir umfar vunnu tær seg víðari. Fyrst á norðurmakedonska WHC Cair-Skopje, sveitsiska Spono Eagles, serbiska ZRK Naisa Nis og komu síðani

í fjórðingsfinaluna ímóti ukrainska HC Galychanka Lviv, sum tíverri gjørdist endastøðin, tí hóttanin um kríggið í Ukraina, sum eisini kom, forðaði fyri at spæla har. Óansæð, so fingu vit altso sjey europeiskar dystir við kvinnunum, ið veruliga tóku sín møguleika og vístu, at knotur eru í føroyskum hondbólti – eisini í altjóða høpi. Og so skulu vit heldur ikki gloyma menninar, ið spældu eitt brak av einum heimadysti ímóti norska Dramm­ en.

Tøkk, øll somul! Hetta er tað, vit sum felag hava at bjóða okkara ungdómi og hondbóltsframtíð, at vit vilja skapa teimum bestu umstøður og størstu avbjóðingar, og taka tey av, so kann hondbóltsheimurin saktans liggja opin, tí spælarar úr Hoyvík hava gingið undan og víst, at møguleikar altso eru at fara allan vegin! Við ídni, nærlagni og spæligleði ber til at flyta fjøll í hondbólti, og tað vilja vit fegin halda fram við, so børn, ung og vaksin skulu trívast og sleppa at folda seg út sum hondbóltsspælarar í H71, har vit altíð royna at hava gott rundan um hesar góðu spírarnar, so nakað gott skal spyrj­ ast burturúr. Tí vil eg eisini í hesum seinasta faldara okkara í vetur nýta høvið til at takka øllum, sum eru í og rundan um H71 og sum á so mongum økjum taka eitt tak fyri felagið og eru við til at lyfta tað fram, so vit eisini í framtíðini kunnu eiga ein 3


góðan felagsskap, ið bæði gagnar heild­ ini og tí einstaka. Ikki minst skulu okkara stuðlar hava eina hjartans tøkk fyri trúfesti og vilja at lyfta saman við okkum – ikki minst, tá ið viðgongdin førdi við sær, at fíggjarliga avbjóðingin í ár gjørdist størri, enn hon nakrantíð hevur verið. Tit hava verið við

til at gjørt tað ómøguliga møguligt. Túsund tøkk, øll somul, fyri tykkara íkast til H71 aftur í vetur! Og so ynskja vit sjálvandi kvinnunum og monnunum alt tað besta og vóna, at tað hjá báðum røkkur væl á mál, nú seinastu tøkini skulu takast!

KOYR Á HOYVÍK

Mynd: Sverri Egholm

Trúfastir fjepparar taka á við H71, sum nú skal seta punktum fyri einum serstakliga hendingarríkum hondbóltsvetri

4


wenzel FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM

Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00

5


Rósing Rasmussen, adv. Kristoffur Kristoffersen, adv.ft.

6


ID.3. Býður tær vælkomnum. Flytur teg inn í elheimin. Flytur teg frameftir. Les um prís, koyristrekki, umhvørvisroknskap og mangt annað á www.bilasolan.fo

7


TEITUR JOENSEN, KÍF-ARI

TÁ FYRSTA MEISTARAHEITIÐ REYK Mynd: Ókendur myndatakari

Henda myndin sigur væl alt, tí vónbrotið verður mestsum skorið út í papp eftir taptu FM-finaluna í 2012, ið gjørdi, at reyða veitslan í Kollafirði endaði svørt…

Teitur Joensen er vegna eina slitna hælsinu ikki sjálvur við á KÍF-liðnum, ið kapp­ast við H71 um at vinna føroyameistaraheitið í manshondbólti 2021/22. Men hann hevur verið so beinasamur at hvest pennin til dagsins afturlítandi gestagrein, nú kappingarárið er komið so langt, at alt skal avgerast. Nú standa vit aftur har. Hoyvíkingar á aðrari síðuni og kollfirðingar á hinari síðuni. Meistaraheitið er upp á spæl, og í minsta lagið tríggir dystir skulu til, áðrenn tað verður avgjørt, hvør verður føroyameistari hjá monnum í 2022. Bæði liðini hava roynt hetta so ofta áður. Hetta við stórum dystum, nógvum áskoðarum, nógvum larmi og stórum 8

trýsti. Men seinnu árini hava tað serliga verið tit í Hoyvík, sum hava fingið hesar stóru og frálíku upplivingarnar, sum finalur jú eru. Hjá okkum her í Kollafirði hevur verið longri millum snapsirnar seinnu árini. Seinasta finalan var heilt afturi í 2014, tá vit vunnu føroyameistaraheitið í sera spennandi finaludysti á heimavølli móti vestmenningum, tá okk­


ara egni vestmenningur, Magnus Müller, sendi avgerandi brotskast í málið, tá tíðin var farin. Men tað var eisini ein tíð, tá tað var mestsum ein vani hjá okkum at vera í hvørjari finalu. Tá vit vóru liðið, øll vildu vinna á, eins og H71 er í dag. Her koma nøkur orð um eitt av teimum árunum.

Góð gongd í langa tíð Vit skulu 10 ár aftur í tíðina. Árið er 2012, og vit í KÍF hava havt eitt frálíkt kapping­ arár. Síðstu árini hava verið góð hjá okk­ um, helst tey bestu í søguni hjá felagnum. Umstríddi og sera nógv umtalaði danin, Jan Ottosen, stóð við stýrisvølin og hevði meira ella minni revolutionerað okkara tilgongd til hondbólt. Vit orkaðu avbera væl, gjørdu fáar feilir, spældu klókt og høvdu eina sera góða og ágangandi verju. Árið fyri høvdu vit verið í báðum finalunum, men høvdu tapt fyri góðum

Teitur Joensen, Kíf-ari

Neistaliði, sum tó hevði mist flogið hetta árið eftir fleiri ár á toppinum. Tey flestu hildu, at nú var okkara tíð komin. Tíðin hjá KÍF at skriva seg inn í søgubøkurnar við okkara fyrsta føroyameistaraheiti. Og eina ella aðra staðni var tað uttan iva eisini tað, sum vit sjálvir hildu. Hetta var okkara tíð, okkara ár. Tað var nú, at vit áttu at raka toppin á bylgjuni, sum vit høvdu riðið á í góð tvey ár. Men millum okkum og bylgjutoppin, mill­ um okkum og søgubøkurnar, stóð eitt H71-lið í framgongd. Eitt lið, sum hevði byrjað kappingarárið trilvandi, men sum hevði ment seg nógv út á árið. Vit vistu, at uppgávan for at blíva bæði avbjóðandi og møtimikil, men vit vóru samstundis sannførdir um, at vit nokk skuldu loysa hesa uppgávuna, sum vit høvdu loyst at kalla allar hinar uppgávurnar hetta kapp­ ingarárið.

Dánjal oyðilegði veitsluna Vit byrjaðu á heimavølli í Kollafirði. Tað sást skjótt, at hetta fór at blíva ein tættur dystur. Báðir partar stríddust manniliga, og tað vóru serliga verjurnar, sum sótu á dystinum. Liðini høvdu ilt við at fáa mál, og álopsspælið, sum serliga hjá okkum hevði verið sera gott at kalla alt árið, gekk striltið báðar vegir. Eg haldi meg minnast, at H71 hevði leiðsluna seint í dystinum, men at vit fingu javnað í seinasta minuttinum. H71 hevði tó eitt álop eftir, men sum í stórum pørtum av dystinum, høvdu teir ilt við at finna loysnir at koma fram við verj­ 9


uni. Tað endaði við, at Dánjal Tórgarð leyp inn frá baklinjuni, og eg hugsaði, at fyri okkum var talan alt annað líka um eina góða støðu, tí frá baklinjuni skorar mann sjálvandi ikki. Men Dánjal var – og er helst enn í dag – ein øgiligur kúllur. Í staðin fyri at skjóta, so valdi hann at skrúva bóltin, og endin var, at bólturin sníkti seg í málið, og H71 hevði nú vunn­ ið sær fyrimun í finalunum. Kenslan var sjálvsagt ikki góð, men fyri okkum var hetta faktiskt bara eitt bump á vegnum. Sjálvsálitið var gott, og vit trúðu fult og fast uppá, at vit nokk skuldu vinna teir báðar næstu dystirnar.

Tryggjaðu avgerandi dyst Fáar dagar seinni stóðu vit so á útivølli í stúgvandi fullari høll í Hoyvík. Spenning­ urin var stórur bæði á vøllinum og uttan

fyri vøllin. Aftur henda dagin gjørdist tal­ an um javnan dyst. Dysturin var at kalla meinlíkur tí fyrsta dystinum í Kollafirði. Liðini fylgdust allan vegin, men um eg minnist dystin rætt, so vóru tað hesa ferð vit, sum endaðu við bóltinum, meðan máltalvan í høllini vísti javnleik. Vit endaðu við at fáa mál og tryggja okkum eina triðju finalu á heimavølli, og henda møguleikan vildu vit ikki geva frá okkum. Tað heilt merkiliga í øllum hesum her er, at eg minnist merkiliga lítið frá hesi næst­u finaluni. Eg hugsi, at tað sigur ikki so lítið um okkum menniskju, at eg minn­ist sera væl tær báðar finalurnar, sum vit taptu í hesari finaluseriuni, meðan eg at kalla ikki minnist ta finaluna, sum vit vunnu.

Mynd: Maria Kristiansdóttir

Jan Ottosen, sum var venjari hjá KÍF í 2012, er her avmyndaður saman við Weyhe-brøðrunum – Fríða, Tony og Rógva – og mammu teirra, Mariannu

10


Mynd: Sverri Egholm

Óansæð, hvussu kappingarárið 2021/22 endar, er eingin ivi um, at “Reyði Múrurin” hjá kollfirðingum verður nakað, øll fara at minnast – og vónandi koma at síggja og hoyra nógv til komandi árini!

Reyða veitslan endaði svørt Nú gekk bert ein dagur, so var triðja og avgerandi finalan á skránni. Vit vóru klárir, ómetaliga klárir. Ja, kanska ov klárir! Tað vóru áskoðararnir eisini. Ikki bara okkara, men áskoðararnir úr báðum legum. Sjálvur møti eg altíð í góðari tíð, og eg plagi altíð at fara út í høllina at ganga eina løtu og kasta eitt sindur við einum bólti ein tíma áðrenn dystarbyrjan. Tað sama gjørdi eg henda dagin. Ein tíma áðrenn dystin læt eg hurðina upp út í høllina, og sjónin, ið møtti mær, var øgilig. Høllin var stúgvandi full, og enn var ein heilur tími til dystarbyrjan. Eg minnist, at eg droppaði mínar vanligu siðvenjur og vendi innaftur í umklæðing­ arrúmið. Tað skuldi eg kanska ikki gjørt! Hvussu er og ikki, so fór dysturin í

gongd ein tíma seinni, og eins og í teimum báðum undanfarnu dystunum, so bleiv hesin dysturin sera, sera spenn­ andi. Móti endanum av dystinum var H71 við yvirlutan, men munurin var bara eitt mál. Trupulleikin hjá okkum var, at tað var bara ein hálvur minuttur eftir, so vit skuldu í álop at fáa mál. Vit tóku timeout, løgdu eina ætlan, men mongum brestir ætlan! Vit fingu ikki mál! Í staðin fyri eina stóra, reyða og søguliga veitslu í Kollafirði bleiv høllin svørt, og tað sama má vist nokk sigast um okk­ ara sinnisstøðu. Kenslan var ræðulig! Eg minnist, at eg í einar 10 minuttir sat við troyggjuni út yvir høvdið og hevði ómetaliga ilt við at samla meg. Tað er ikki frítt, at okkurt tárið eisini trillaði úr eygunum hasa løtuna, meðan tankarnir

11


reikaðu. Hvat gekk galið? Hví stóðu vit ikki við steypinum aftan á eitt so frálíkt kapp­ ingarár? Fara vit nakrantíð at vinna meistaraheitið? Alt sjálvsálit, sum hevði fylgt okkum so væl hetta árið, var burtur. Kanska ikki hjá øllum hinum, men í øllum førum hjá mær, tí hetta var ikki tað, eg hevði ætlað.

Kensluliga sundurbardur Tað síðsta, vit skuldu ígjøgnum hetta kappingarárið, var sjálvandi heiðursmerkjahandanin. Eins og við sjálvum tapinum, so var hetta heldur ikki lætt. Vit fingu silvurkrúnurnar um hálsin, men fleiri av okkum tóku heiðursmerkini av og høvdu hug at rýma úr høllini, áðrenn okkara mótstøðumenn høvdu fingið ta viðurkenning, sum eg hóast alt helt, at teir høvdu fortjent. Her hugsi eg um bæði heiðursmerki og steypahandan. Sjálvt um sjálvsálitið hjá undirritaðu var at kalla burtur, og vónbrotið var minst líka so stórt sum hjá fleiri av leikarunum,

Mynd: Sverri Egholm

Hesir kollfirðingarnir munnu allir minnast vónbrotið í 2012, men eisini vera errin av, at KÍF tey bæði næstu árini vann tvey meistaraheiti og eina steypakapping, so tann manningin hóast alt gjørdist søgulig, hóat tað ikki bleiv í 2012 12

sum høvdu hug at fara inn í umklæðing­ arrúmið, áðrenn øll handanin var liðug, so var høvdið enn hampiliga klárt. Í vónbrotinum minnist eg, at eg fór aftan á teimum, ið vóru á veg út, og togaði teir innaftur í høllina. Eg bað teir hyggja væl eftir, meðan gullkrónurnar vórðu koyrdur um hálsin á okkara mótstøðumonnum, og meðan Dánjal Tórgarð lyfti steypið, sum jú var prógv fyri, at H71 var tað sterkasta liðið. Eg bað teir um ongantíð at gloyma hesa løtuna og ta kensluna, sum vit allir stóðu við, men í staðin at brúka løtuna sum motivatión til komandi kappingar. Tí hesa kensluna vildi eingin okkara hava aftur. Tíbetur megnaðu vit at brúka hetta tapið sum íblástur, tí tey bæði næstu árini vunnu vit tvey meistaraheiti og eina steypakapping, og tað eydnaðist okkum at gerast søguligir her í KÍF, sjálvt um tað ikki bleiv í 2012. Um míni orð eftir finalutapið móti H71 hava hjálpt, havi eg onga hóming av, men kanska tey hava gjørt onkran mun hjá onkrum.

Mynd: Sverri Egholm

ÍF í dagførdari útgávu í aðru FM-finaluni í Kolla­ firði mikukvøldið, har Hans Eli Sigurbjørnsson roynir seg við skotið, meðan Tony Weyhe roynir at geva honum pláss í H71-verjuni


Lán til bústaðin Tosa við okkum um fígging

Heimlán Bústaðarlán Realkredittlán Byggikreditt Orkulán

Norðoya Sparikassi

Hoyvíksvegur 67

FO-100 Tórshavn

Tel. 475000

ns@ ns.fo

ns.fo 13


14


SNIÐ, GÓÐSKA OG HALDGOTT HANDVERK

BORG | RUNAVÍK | KLAKSVÍK | TÓRSHAVN | WWW.BORG.FO 15


www.torshavn.fo

Skapandi, mennandi, kveikjandi

Trygg fíggjarstýring

16


HILMAR JAN HANSEN

H71 VÆL UMBOÐA Á LANDSLIÐNUM

(Mynd:Sverri Egholm)

Pauli Mittún og Vilhelm Poulsen teljast millum okkara tilsamans 15 landsliðsspælarar, nú bæði kvinnu- og manslandsliðið eru úttikin til stórar altjóða avbjóðingar í næstum

Við níggju spælarum á manslandsliðnum og seks á kvinnulandsliðnum er Hoyvíkin sera væl umboðað, nú tøk skulu takast í næstum. Tað er mestsum blivið ein vani, at verður eitt landslið tikið út í hondbólti, so er tað næstan tað sama sum, at eisini nógvir hoyvíkingar sleppa upp í part. Nú bæði kvinnu- og manslandsliðið skulu spæla týðandi dystir í ávikavist HM- og EM-høpi, eru fleiri H71-arar við – fyri ikki at tosa um allar teir,

sum hava sín uppruna í H71, men nú spæla uttanlands. Manslandsliðið skal spæla “play-off” dystir ímóti Týsklandi – fyrst á útivølli í Wunderino Arena í Kiel mikudagin og síðani heima á Hálsi leygardagin. Har eiga vit níggju mans í hópinum, harav Pauli Jacobsen, Peter Krogh og Pauli Mittún spæla við H71, 17


meðan útisetarnir hesaferð eru Leivur Mortensen (Odder Håndbold), Elias Ellefsen á Skipagøtu (IK Sävehof), Jónas Gunnarson Djurhuus (Viking Stavanger), Vilhelm Poulsen (Fram), Hákun West av Teigum (Skanderborg-Århus Håndbold) og Helgi Hildarson Hoydal (Viking Stavanger).

Eisini fleiri hjá kvinnunum Kvinnulandsliðið skal nakrar dagar seinni spæla sínar seinastu EMundankappingardystir á hesum sinni, sum eru ímóti Rumenia á heimavølli mikukvøldið 20. apríl og á útivølli ímóti Danmark í Næstved leygardagin 23. apríl.

18

Har eru seks av okkara við, og meðan tað hjá monnunum fyri tað mesta eru útisetar, er Annika Fríðheim Petersen í danska Nykøbing Falster Håndbold einasti útisetin hesaferð, meðan Vár Bentsdóttir Zachariasen, Elsa Egholm, Maria Halsdóttir Weyhe, Jana Mittún og Lív Bentsdóttir Zachariasen allar spæla við H71. Óansæð, so eru vit errin av, at vit eiga so nógvar spælarar, ið kunnu umboða okkara tjóð í altjóða dystum, og ynskja við teimum øllum allarbestu eydnu í avbjóðingunum, ið standa fyri framman.


AnniJanni

Lætt og t g i l t t u t s

Gjaldskort Fígging FramtíðarKonta

ss.fo SS-FOKUS ann A5.indd 1

24/09/15 15.39

19


1 2 5 6 7 8 9 10 12 14 16 17 18 25 28 77 88 99

Rúna Jógvansdóttir Larsen Elsa Egholm Vár Bentsdóttir Zachariasen Bjørk Brimnes Maria Halsdóttir Weyhe Karina Eysturtún Rubeksen Brynhild Pálsdóttir Eva Barba Arge Alda av Skarði Inga Maria Joensen Simona Michelsen Kass Lív Bentsdóttir Zachariasen Rannvá Olsen Sára Jacobsen Lukka Arge Jana Mittún Marita Mortensen Guðrið á Borg

Venjari: Venjari: Liðleiðari: Málmansvenjari: Fysiskur venjari: Fysioterapeut: 20

Mark Marcher Lausen Ingi Olsen Sunniva Bogadóttir Jóhan Hofgaard Heri Ziska Ári Jógvansson Olsen

SMS KAPPINGIN - KVINNUR Nr.:

Lið:

1. 2. 3. 4. 5. 6. 7.

H71 Kyndil Neistin Stjørnan Stíf VB EB

Dystir

V.M

T.M

Munur

Stig

18 18 18 18 18 18 18

544 525 471 527 433 396 354

454 411 413 436 433 522 581

90 114 58 91 0 -126 -227

33 28 22 21 13 7 2


1 2 5 8 9 10 11 16 18 24 26 26 28 30 39 45

Ári Egason Dam Sveinur Olafsson Pauli Mittún Pætur Thomsen Jón Rói Mohr Høgnesen Djóni Gaard Joensen Hans Kári Hansen Pauli Jacobsen Sakir T. Frýdal Pætur Mikkjalsson John Skaalum Vilhelm Janus Dam Djurhuus Rói Ellefsen á Skipagøtu Poul Símun í Garði Rókur Ziskason Peter Krogh

Venjari: Venjari: Málmansvenjari: Fysiskur venjari: Fysioterapeut: Liðleiðari:

CMYK: 0.100.80.0

Simon Olsen Petur Mittún Jens á Skipagøtu Heri Ziska Ári Jógvansson Olsen Petur O.Sivertsen

Pantone: 185 C

BURN KAPPINGIN - MENN Nr.:

Lið:

1. 2. 3. 4. 5. 6. 7.

H71 Kíf Víf Team Kl. Stíf Neistin Kyndil

Dystir

V.M

T.M

Munur

Stig

18 18 18 18 18 18 18

571 504 507 495 491 500 421

434 456 469 524 563 531 512

137 48 38 -29 -72 -31 -91

32 26 20 17 11 10 10

21


»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM« »GOTT ER AT HAVA

»GOTT AT HAVA GÓÐANERÍ RÁÐUM« »GOTT AT HAVA GÓÐANER Í RÁÐUM« GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · 8TEL 203040 · FAX 203041 ·· P.O. P.O. BOX BOX 359 359 LUKAS DEBESARGØTA ·STROND TEL 203040 203041 YVIRI VIÐ 4 ·· FAX TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110· TÓRSHAVN FAROE ISLANDS YVIRI VIÐ STRONDLAWFIRM@LAWFIRM.FO 4LAWFIRM@LAWFIRM.FO · TEL 203040 FAX 203041 · ·P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO LAWFIRM@LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS WWW.LAWFIRM.FO YVIRI VIÐ STROND LAWFIRM@LAWFIRM.FO 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS JÓGVAN PÁLL WWW.LAWFIRM.FO LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS LAWFIRM@LAWFIRM.FO JÓGVAN ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI . JÓGVAN PETUR E. EVEN DJURHUUS E. JÓGVAN PÁLL LASSENELLEFSEN ·HØJGAARD PETUR EVEN DJURHUUS WWW.LAWFIRM.FO GUNN ELLEFSEN ·M STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN PÁLL LASSEN · .IMI PETUR EVEN DJURHUUS INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNAKLETT DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN LASSEN PETUR EVEN· DJURHUUS GUNN PÁLL ELLEFSEN · M·IMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA KLETT JULIANNA KLETT GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JULIANNA KLETT 22


REINAR TENN BRENNA IKKI

23


NÚ SKAL PUNKTUM SETAST Mynd: Hilmar Jan Hansen

Lív og Vár hava her gott tak á Mariu hjá Neistanum. Vónandi hava tær eisini tað í triðju FM-finaluni…

Kvinnu- og mansliðið hjá okkum kann skriva søgu leygardagin, um tað í triðju FM-finalunum eydnast báðum at vinna og gerast føroyameistari sama dag á sama stað – og kvinnurnar fyri fyrstu ferð. Vit standa nú á gáttini til triðju FMfinalurnar í endaspælinum hjá kvinn­ um og monnum okkara í fremstu deildini. Bæði liðini hava vunnið tær báðar fyrru finalur sínar og verða tey soleiðis føroyameistarar, um tey vinna triðju finalurnar nú leygardagin. Bæði liðini hava á sannførandi hátt vunn­ið fyrru finalurnar og hava ongan iva latið vera um, at tey ætla sær at gerast føroyameistarar. Sigast má, at leygardagurin kann gerast ein søguligur dagur í 24

søgu felagsins. Vinna bæði liðini leygardagin, so er tað helst fyrstu ferð í føroyskari hondbóltssøgu, at fremstu liðini hjá kvinnum og monn­ um í sama felag vinna føroyameistaraheitið á sama leikdegi og á sama stað. Harumframt vil tað vera fyrstu ferð, at kvinnurnar hjá H71 vinna føroyameistaraheitið í fremstu deildini hjá kvinnum. Áður hava vit upplivað, at bæði liðini – enntá tvey ár á rað – hava vunnið steypakappingina


sama ár. So tað er avgjørt við spenningi at hoyvíkingar líta fram ímóti leygar­ degnum. Skal slík stór hending veruliga koma at vera okkum fyri?

Tryggir sigrar Eftir fyrru finalunum at døma, so er møguleikin avgjørt til staðar fyri, at ein tvífald greipa skal eydnast okkum. Kvinn­urnar hava vunnið sera sannførandi fyrru dystirnar. Fyrstu finaluna við 29-24 og seinnu finaluna við 26-19. Hóast tað eina løtu í tí fyrra kundi síggja út, um var spenningur um at koma í, so eru veruleikin, at H71-kvinnurnar í báðum dystum hava verið trygt á odda og sigrarnir hava ongantíð verið í vanda. Sama kann sigast um mennirnar. Fyrru finaluna vunnu teir við tíggju málum, 2919, og ta seinnu við sjey málum, 32-25. Eisini hjá monnunum hava vit verið trygt á odda allar dystirnar og hava sigrarnir ongantíð verið í vanda. Tað kom mær fyri hoyra um dagarnar, at onkur metti fremsta lið okkara hjá

Mynd: Sverri Egholm

monnum, sum helst besta manslið, ið nakrantíð hevur verið í Føroyum og er óivað nakað um tað. Liðið hevur vunnið 25 dystir á rað og bert tapt tveir dystir í ár. Sera flott.

Skulu seta punktum Verður punktum sett fyri kappingarárið hjá bæði kvinnum og monnum nú leygardagin, so má ein sum íðin H71fjeppari sanna, at frá hesum tindi kann bert ganga niður á bakka. Hægri kunnu vit neyvan røkka. Sjálvsagt kann tað á pappírinum gerast uppaftur betur, men so væl hevur gingist í hond í ár, bæði í heimligu kappingini og á altjóða pallinum, at hetta ikki kann væntast at kunna gerast stórt betur. Men enn er einki avgjørt, bólturin er rund­ur og bæði liðini í eini finalu fara altíð inn á vøllin fyri at vinna sín dyst. So í so máta er alt opið undan triðju finalunum leygardagin. Koyr á, H71!

Pauli og hinir í H71 hava vunnið tveir sann­ førandi sigrar í teimum báðum fyrru FMfinalunum ímóti KÍF, so nú skal arbeiðið bara gerast liðugt! 25


26


SMYRILSVEGUR 10 SMYRILSVEGUR 10 TÓRSHAVN 10 SMYRILSVEGUR TÓRSHAVN TÓRSHAVN 27


LM Electric bjóðar heildarveiting innan el-innlegging, ráðgeving og projektering · · · · · ·

Jónas Broncksgøta 25 Tel 35 09 00 Fax 35 09 01 frodi@hjafroda.fo

8

El-innleggingar Ljós og talvur EDV-& telefonnet Hvítvørutænastu Døgntænastu Neyðstreymsskipanir Trygdarskipanir (ABA, ITV,AIA og ADK)

LM ELECTRIC - 100 Tórshavn - Hoyvíksvegur 53 tel 35 12 20 - www.lm.fo - lm@lm.fo

FALDAR I 2 0 1 5 - 2 0 1 6

P/F Jógvan Weihe | Tel: 35 38 97 | Fax: 35 38 98 www.weihe.fo | weihe@weihe.fo

28

18

2020-2021


Landsliðsleikari í ein dag Vinn eina við Peter Bredsdorff-Larsen

persónliga venjing – fyri teg og

ein vin

Hitt A-landsliðið Eftir venjingina sleppa tit at heilsa uppá føroyska A-landsliðið hjá monnum og fáa eisini atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Hvítarussland í mars.

Soleiðis gert tú Tú kanst antin gera ein stuttan film, har tú fortelur, hví tú vilt vinna, ella gera tað skrivliga í seinasta lagi 9. mars.

Les meira og send inn á

banknordik.fo/hondboltur

Meira enn ein banki 29


Mynd: Gudmund Helmsdal

HOYVIKSVØLLURIN Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum. JUTA MASTER 40/200 á EL25

30 20

2017 -2 0 1 8


www.laiderz.dk 2017-2018

21 31


OKKARA KJARNUØKI

GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP SKATTUR VIRKISRÁÐGEVING BÓKHALD MEIRVIRÐISGJALD Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.

WWW.JANUAR.FO

Tak appina niður her

Fyll á og koyr víðari 32

appin


33


Follow us Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320

Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300

Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399

Niels Finsensgøta 5, 100, Tórshavn, 355310 @theathletesfoottorshavn 34


Et h e

gg íle

við ella k a t b r,

Máltíð til børn & vaksin Salatbarr Kaffi Tvíflísar Smurd rundstykkir

10 Miðal salatir

350, Spar 50 kr

Karlamagnusarbreyt 16A, Hoyvík, tel. 588256

35


Frítíðin byrjar umborð

Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.

Les meira á www.smyrilline.fo, skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900

36


37


hiddenfjord.com

38


39


Kom og royn okkara

BBQ Spare Ribs

Bílegg borð á

angus.fo 40


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.