H71 faldarin nr.6 2023/2024

Page 1

SUNNUDAGUR FINALAN DYSTARSKRÁ 6 / 2024 21. APRÍL ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4 KL.17.00 / H71 - Kíf FINALAN BURN: Sunnudagin 21. apríl

ANNA DAM,

Í H71 TAKK FYRI Í VETUR!

Øll okkara mongu lið hava spælt eitt ótal av dystum, og nú verður bara bíðað eftir, hvussu tað endar hjá mansliði okkara, sum nú skal spæla FM-finalur komandi dagarnar.

Tíverri so eru vit ikki í einari finalu hjá kvinnunum í ár men eg ivist ikki í, at vit eru har aftur longu komandi kappingarár. Vit hava ágrýtnar ungar og dugnaligar leikarar, men í ár hava vit í ólukkumát verið rakt av skaðum sum hava ávirkað okkum sera nógv. Seinasti dystur móti

VÍF fall ikki okkara veg, men vísti, hvat hetta liðið er gjørt av, og vit vóru so stutt frá at koma í eina hálvfinalu sum ein kann. Eisini eru vit í H71 sera stolt av tí íkasti, sum okkara kvinnur hava givið til ítróttarbragdið har tað eydnaðist landsliðnum at spæla seg til fyrsta EM endaspælið í nov/des. 2024. Vit gleða okkum at fylgja tykkum og at síggja tykkum kempa móti Danmark, Sveis og Kroatia. Ikki eiti á mótstøðulið men vit ivast ikki í at tit fara óræddar til avbjóðingina.

FORKVINNA

Mansliðið hevur víst dygdir í ár og vit hava stórar vónir til at vit kunnu geva KÍF skarpan gang í finalunum. Hetta eru vit serstakliga errin av í Hoyvík tí vit hava eitt blaðungt lið, sum í størstan mun er uppvaksið í Hoyvík og har allir leikarar leika av huga og uttan at fáa eina krónu fyri tað. Hetta er eisini prógv um, at okkara arbeiðið við góðum breiddartilboðið samstundis sum vit dyrka tey bestu, gevur úrslit. Breiddararbeiðið er avgerandi fyri felagsskapin og samanhaldið í felagnum, og trupult er á ungum árið at meta um, hvørjar framtíðar stjørnurnar eru, og tað er hetta liðið eitt sera gott dømi um.

Tøkk, øll somul!

Hetta er tað, vit sum felag hava at bjóða okkara ungdómi og hondbóltsframtíð, at vit vilja skapa teimum bestu umstøður og størstu avbjóðingar, og taka tey av, so kann hondbóltsheimurin saktans liggja opin, tí spælarar úr Hoyvík hava gingið undan og víst, at møguleikar altso eru at fara allan vegin!

Eg vil eisini, nú árið er at endað komið, nýta høvið til at takka øllum, sum eru í og rundan um H71 og sum á so mongum økjum taka eitt tak fyri felagið og eru við til at lyfta tað fram, so vit eisini í framtíðini kunnu eiga ein góðan felagsskap, ið bæði gagnar heildini og tí einstaka.

Ikki minst skulu okkara stuðlar hava

eina hjartans tøkk fyri trúfesti og vilja at lyfta saman við okkum. Túsund tøkk, øll somul, fyri tykkara íkast til H71 aftur í vetur!

Anna Dam, forkvinna í H71

Spælt verður best av fimm, sum merkir, at tann sum fyrst vinnur 3 dystir er føroyameistari

Sunnudagin tann 21/4­24 kl.17.00

1. FM finalan H71­ Kíf Hoyvikshøllin

Mikudagin tann 24/4­24 kl.19.30

2. FM finalan KíF- H71 Høllin í Kollafirði

Leygardagin tann 27/4­24 kl.19.00

3. FM finalan H71­ Kíf Hoyvikshøllin

Mikudagin tann 1/5­24 kl.20.00

4. FM finalan KíF- H71 Høllin í Kollafirði

Leygardagin tann 4/5­24 kl.19.00

5. FM finalan H71­ Kíf Hoyvikshøllin

4 Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00 FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM wenzel

Áhaldni gevur úrslit

Errin høvuðsstuðul hjá føroyskum hondbólti

Meira enn ein banki

5
6
Rósing Rasmussen, adv. Kristoffur Kristoffersen, adv.ft.

ID.3.

teg

Flytur teg

Les um prís, koyristrekki, umhvørvisroknskap og mangt annað á www.bilasolan.fo

7
Býður tær vælkomnum. Flytur inn í elheimin. frameftir.

Okkara hondbóltsstjørnur

Óli Mittún

Óli Mittún

Nú havi eg skjótt búð í Partille, sum liggur í Svøríki og spælt við liðnum IK Sävehöf í 2 ár, og eg fari at fortelja tykkum eitt sindur um hvussu mín gerandisdagur og annað sær út. Ein gerandisdagur er ikki heilt líka, sum hann var tá eg búði í Føroyum, men

her er tó sera nógv venjing. Inn í millum venja vit fyrst á degnum styrki frá klokkan 9.00­10.30, men tad er ikki serliga ofta nú tá vit hava so nógvar dystir. Men um vit venja so tíðliga, so fara vit ofta nakrir á liðnum at eta saman aftaná, áðrenn næsta venjing er á skránni. Hon

8

plagar at liggja frá 15.20­18.00, har vit eisini hava langan videofund ádrenn, har vit práta um okkara mótstøðulið. Eftir venjingina fari eg kanska aftur at eta saman vid onkrum á liðnum, ella eti og sjálvur, og eftir tað er ikki serliga nógv á skránni har eg antin seti meg at hyggja eftir onkrum í sjónvarpinum, tosi telefon vid onkran ella spæli playstation við vinmonnunum.

Eg eri ikki heilt ein sum hevur serliga nógv ritualir á einum dystardegi, men eg havi nøkur fá. Vit spæla rættiliga ofta kl.

19.00, so tad er eitt sindur seint, so har plagi eg at fáa mær 3 máltíðir áðrenn. Eina kl. 9­10, eina kl. 13 og eina kl. 16. Annars er tað ikki tað heilt stóra, sum eg geri uttanso at fyrireika meg til mótstøðuliðið og ganga ein túr. Tá vit møta inn til dyst blíva vit spurdir av venjarinum um taktikkin, sum vit hava til tann dystin. Um vit svara skeivt, so fáa vit bót í bótakassan, so tað ræður um at vera so væl fyrireikaður sum tilber.

Eg búgvi sera væl. Eg havi eina íbuð, sum liggur í Partille, sum eisini er 15

min. frá Göteborg, sum er har Partille Cup verður spælt hvørt ár. Eg búgvi umleið 200 metrar frá høllini, sum vit venja í hvønn dag, og havi so eina íbúð við 2 kømurum, so tað er nógv pláss tá familjan og vinirnir koma at vitja meg. Eg havi sjálvandi longst eitt sindur heim,

nú eg flutti til Svøríkis, sum bert 17 ára gamal. Men tó vil eg siga, at tað hjálpti rættiliga nógv at Elias eisini var har mítt fyrsta ár. Tað er sjálvandi ringt at ikki sleppa at síggja familju sína og síni vinfólk, men tó hava vit tosað sera nógv á Facetime, og eisini spælt nógv play­

9

station við mínum vinmonnum. Eg havi eisini verið sera heldigur við akkurát hesum liðnum við vinum. Vit hava eitt sera ungt lið, har allir eru sera væl og fylgjast nógv uttanfyri hondbóltin. Vit gera ofta mat saman, hyggja eftir øðrum liðum hjá Sävehöf og eru inn í millum inni í Göteborg og hyggja eftir ymiskum o.s.fr.

Nú havi eg spælt í svenskum hondbólti i skjótt 2 ár, og sjálvandi er tað ikki heilt tað sama, sum at spæla í Føroyum. Eg vildi sagt at tann allar størsti munurin er tað taktiska. Nú spæli eg við einum av tí besta liðnum í Svøríki, og havi ein sera góðan venjara, sum eisini ferð víðari í næsta ár. Í byrjanini var eg eitt sindur í sjokk tá eg sá hvussu nógvan taktik vit høvdu til hvønn dyst, men nú eri eg eitt sindur meira vanur við tað. Og so sjálvandi er kvaliteturin bara hægri her og serliga tá vit spæla Europa League, har vit spæla móti nógvum heims stjørnum, og tað er bara stuttligt og læruríkt. Og so serliga eisini til síðst, er tað at man ikki heilt kann venja 100% til hvørja venjing tá sesongin er í gongd. Nú hava vit skjótt spælt dyst triðja hvønn dag í alt ár, so man skal duga at spara kreftirnar og venja rætt, tí annars verður tað ov yvirbelastandi uppá eina heila sesong.

Tað uttanfyri banan og øll viðhaldsfólkini hava tikið sera væl í móti mær. Hetta er eitt sera proffesionelt umhvørvið og lið. Vit hava ein sera góðan fyrsioterapeut, sum altið er klárur at hjálpa um okkurt

er galið, og tað er tað sama við øllum øðrum rundan um liðið.

Ferðingin er eisini sera øðrvísi frá tá man spældi í Føroyum. Vit búgva rættiliga centralt i Svøríki, so vit hava rættiliga nógvar dystir, sum bert eru frá 30 min til 2 tímar. Men so hava vit eisini rættiliga

nógvar, sum eru heilt upp til 5 tímar herfrá. Og í Europa er tad so enn í longur, har vit tíðbetur flúgva dagin áðrenn

dystin. So tað ræður um at finna uppá okkurt fornuftigt at gera, sum t.d hyggja eftir onkrari seriu, hondbólti ella kanska

spæla kort. Og so hava allir onkra uppgávu viðvíkjandi okkara bótakassa, og mín er so at hava ein spurnarkapping um mótstøðuliðið til hvønn útidyst, so har fer longu eitt sindur av tíð uppá fyrireiking til tá eg haldi spurnarkappingina.

10
11 Brekkutún 4 | 188 Hoyvík | Tel. +298 30 88 00 | torshavn@samskip.com | www.samskip.fo TÍTT FLUTNINGSFELAG
12 2020-2021 6
www torshavn.fo
Trygg fíggjarstýring Skapandi, mennandi, kveikjandi
13 2020-2021 18 LM ELECTR IC - 10 0 Tór sh avn - Hoy v ík sv egur 53 tel 35 12 20 - ww w lm fo - lm@lm fo Jónas Broncksgøta 25
35 09 00 Fax 35 09 01 frodi@hjafroda.fo FALDARI 2015-2016 8 NÝGGJA ÆTTARLIÐIÐ AV HITAPUMPUM LM.FO tlf. 35 12 20 Hóskar til bæði nýog umbygging.
Tel

Rúna Jógvansdóttir Larsen

Elsa Egholm

Alda Gilladóttir

Anna Elisabeth H. Weyhe

Karin Egholm

Poula Fríðheim Petersen

Lukka Arge

Alda Av Skarði

Inga Maria Joensen

Tórhalla Thorsteinsson

Teresa Jacobsen

Christina Turiðardóttir Arge

Sára Jacobsen

Guðrið á Borg

Lea Brockie

Venjari:

Hjálparvenjari:

Liðleiðari:

Málmansvenjari: Fysiskur venjari:

Mathias Rettig

Djóni Gaard Joensen

Ann Ellefsen

Jens á Skipagøtu

Heri Ziska

Ingilín Holm

14
Fysioterapeut: 1 2 5 7 8 9 11 12 13 17 18 20 25 99 24

Torstein Sivertsen

Louis Christy

Rói Seyer Hjaltason

Jón Rói Mohr Høgnesen

Jákup Johannesen

Haraldur Karlsson

Ingi Johannesen

Helgi Poulsen

Helgi Jakob Halldorsson

John Skaalum Vilhelm

Høgni Højsted

William Napoleon Djurhuus

Sveinur Olafsson

Magnus Carlsen

Sjúrður Seyer

Rókur Ziskason

Sakaris Aniano Sakarisson

Ísak Vedelsbøl

Rói Thomsen

Bogi Hansen

Jógvan Andrias Lamhauge

Venjari:

Mark Lausen-Marcher

Djóni Gaard Joensen

Ári Dam

Heri Ziska

Sebastian Christensen

Villiam Waag

Jens á Skipagøtu

15
Hjalparvenjari: Málmansvenjari: Fysiskur venjari: Fysioterapeut: Liðleiðari: Mentalvenjari: 1 3 5 9 12 15 16 17 18 20 23 30 31 33 38 39 44 47 55 71 91 CMYK: 0.100.80.0 Pantone: 185 C

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LUKAS DEBESARGØTA 8 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

GUNN ELLEFSEN · M

WWW.LAWFIRM.FO

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

GUNN ELLEFSEN · M

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

JULIANNA KLETT

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JULIANNA KLETT

16 2020-2021 11
17

SORRIG OG GLÆDE ODDAGREIN

“Sorrig og glæde de vandre til hobe” inngangurin til gitna sálmin hjá danska sálmaskaldinum Thomas Kingo rann mær til hugs, nú eg settist við knøttaborðið fyri at orða eina grein til faldaran hjá H71 um dystirnar undanfarna hondboltsvikuskiftið hjá báðum fremstu liðum okkara í H71 í vaksnamannadeildini. Kvinnurnar máttu leygardagin í eini sera sera spennandi fjórðingsfinalu lúta fyri VÍF í Hoyvíkshøllini og vóru tíverri úti av kappingini, ímeðan menninir sunnudagin ­ eisini í Hoyvíkshøllini ­ vunnu seinnu hálvfinaluna ímóti Kyndli og kvalifiseraðu seg endaliga til FM finluna fyri kappingarárið 23/24.

Mynd: Álvur Haraldsen / in.fo

Ikki tí, kvinnurnar kunnu vera ernar av avriki sínum í fjórðingsfinaluni, hóast tapið. Tað er ikki nøkur loyna, at tað hevur gingið striltið hjá teimum í ár, og umframt skaðar og óhepna leikarafrágongd, so fór høvuðsvenjarin nú áðrenn kappingarlok, og hevur alt hetta sjálvsagt ávirkað avrikini á leikvøllum. Hetta tiktist tó ikki at darva í fjórðingsfinaluni leygardagin og løgdu kvinnur okkara fyri sum eitt óløgi, og settu vestmannakvinnur so diggilig til viks fyrsta part av dystinum. Hálvleiksstøðan var ein leitsla á heili 13 ­ 7 til H71 og kundi væl verið størri. At tað tá var fólk í høllini, ið tevjaðu ein sigur, er einki

18

at taka seg aftur í. Men tíggju teir fyrstu minuttirnir av øðrum hálvleiki

vendi púrasta dystinum á høvdið, og høvdu vestmannakvinnur hesa stuttu løtu við kvikum skjótálopsspæli tikið inn aftur alla ta leiðslu H71 kvinnurnar høvdu bygt upp í fyrra hálvleiki. Tástaðni fingu kvinnur okkara høvdið fyri seg aftur, og kundu svara leik­

liga aftur. H71 dróg soleiðis frá aftur, og um miðjan annan hálvleik vóru vit á odda aftur við trimum málum.

Henda støða helt seg nøkunlunda fram til dystarlok, tá tað eydnaðist VÍF at koma uppá javnleik. Leikt var tí umaftur tvær fer 5 minuttir, og tá

longda leiktíðin var um at renna út, vóru vestmannakvinnur á odda við

tveimum málum. Men á undurverdan

hátt eydnaðist hoyvíksgentum at fáa tvey mál og javnleik aftur. Fyrst

skoraði Karin Egholm frá vonginum

tá uml. 30 sekund vóru eftir og síðani skoraði eldra systurin, Elsa Egholm, í einum dundurskoti stødd miðskeiðis millum miðjuna og fimm-meturin, júst áðrenn tíðin rann út. Farið var tí undir straffikapping og hana vunnu VÍF kvinnurnar eftir einans trý skotumfør. Kappingarárið er soleiðis liðugt fyri H71 kvinnurnar við hesum sera dramatiska og spennandi enda. Mennirnir leiktu sunnukvøldið seinnu hálvfinaluna ímóti Kyndli, eftir at hava vunnið fyrru hálvfinaluna á rættuliga sannførandi hátt mikukvøldið

frammanundan í høllini á Hálsi. Vann

H71 hesa seinnu hálvfinalu, so varð hálvfinalan liðug, ímeðan ein triði

dystur skuldi leikast, um Kyndil vann hesa seinnu hálvfinaluna. H71 legði betur fyri í dystinum og førdi eftir

stutta løtu 6­2, tó so, at Kyndil kom fyri seg. Næstu løtuna rakti H71 ein málturk og Kyndil legði seg á odda

heili 7 ­ 10. H71 kom tó í gongd aftur, og dróg inn aftur á Kyndil og kundi fara til hálvleiks við støðuni 13 ­ 14. Í

øðrum hálvleiki leikti javnt á fyrstu løtuna, men so legði H71 seg framum, og eftir 10 minuttir var H71 á odda

við trimum málum. Síðani hugdi H71 at kalla ikki aftureftir aftur í dystinum og helt rættuliga greiða leiðslu og

leikligt kontrol fram til dystarenda, og

kundi enda við einum søtum 30 ­ 26 sigri. Slíkur sigur krevur sjálvsagt leikligt samanspæl allar luttakandi

leikarar í dystinum, men utttan at taka nakað frá nøkrum, so kann ein loyva sær at draga fram leikliga bragdið hjá málverja okkara Torstein Sivertsen, ið stóð sum ein livandi múrur millum stengurnar, og eftir dystin varð noteraður fyri eitt bjargingarprosent á heili 41% ­ einastandandi.

Menninir hjá H71 eru soleiðis 10. árið á rað (verður sæð burtur frá koronastøðgin í kappingini í 2020) í FMfinaluni. Í slíkum føri kann vera spurt: “Nær er ein finanla best at vera í?” og, eftir at hava upplivað allar hesar, so haldi eg at svarið er : “Hvørja ferð” eins og gitna reklaman fyri Tuborg øl

19

sigur.

At menninir nú standa sum annar parturin av FM finaluni leikárið 23/24 var á ongan hátt sungið við vøgguna hjá hesum liði, tá farið var undir fyrireikingarnar til hetta kappingarárið.

H71 hevur nú í so nógv ár útflutt stinnastu leikarar sínar til fremstu hondboltskappinganar í norðanlondum og í Týskalandi og var hópurin við kappingarbyrjan av somu grund sera ungur og óroyndur. Men við miðvísum arbeiði frá seta dugnaliga

venjarapari okkara Mark & Djóni og einum sera hugaðum hópi, so er eydnast at skapa eitt væl samanspælt og skipað finalulið. Eitt sera flott avrik, ið longu er farið langt framum tað vit í Hoyvík høvdu væntað og vónað hetta

kappingarárið.

Enn vita vit ikki hvør mótstøðuliðið verður. Men líka mikið um tað verður

VÍF ella KÍF, okkara dreingir fara víst at berjast til seinasta blóðdropa fyri at skapa okkum eina heiðurliga útkomu úr finalunum, tað er víst.

20
22 SMYRILSVEGUR 10 TÓRSHAVN 2020-2021 22 SMYRILSVEGUR 10 TÓRSHAVN SMYRILSVEGUR 10 TÓRSHAVN
23

HOYVIKSVØLLURIN

Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.

JUTA MASTER 40/200 á EL25

ENN EITT ENDASPÆL HELGI HOYDAL

Vit fagnaðust øll tá vit fingu boðini um at A­landsliðið við kvinnum megnaði at spæla seg til EM­endaspælið í vetur. Eitt bragd at vit innanfyri eitt ár hava bæði kvinnur og menn til endaspøl.

Tá vit sóu bólkin til undankappingina, vóru vit nógv sum hugsaðu: Vit hava ein kjans! Ísland passaði okkum fínt sum tað næstbesta liðið í bólkinum, og at Svøríki vann allar dystirnar passaði okkum eisini væl. Áðrenn dystirnir vórðu spældir, hugsaðu vit at

26

tað var neyðugt við minst einum stigi ímóti Íslandi. Men so sóu vit úrslitini í hinum bólkunum. Har vóru avsmurningar sum vit sjáldan síggja. Sum kappingin leið, byrjaðu vit at síggja møguleikan at koma víðari sum ein av fýra bestu 3’arum í undankappingini. Eitt framúr avrik ímóti Svøríki seinasta umfar gjørdi hetta til veruleika.

Eru øll við?

Orsøkirnar til at bæði menn og kvinnur leiktu seg til EM­endaspølini eru mangar. Eitt megnar arbeiði í feløgunum og í hondbóltssambandinum, leikarar sum hava lagt lív og sál í at gerðast so góð tey yvirhøvur klára, stuðul frá persónum og fyritøkum sum vilja hondbóltinum væl og mangt annað. Ein onnur orsøk er helst eisini, at EM­endaspælið nú telur 24 lond.

Tá manslandsliðið spældi seg til EM­endaspælið vóru røddir í altjóða hondbóltsheminum sum byrjaðu at seta spurnartekin við luttøkuna hjá smáu tjóðunum. Nøkur fólk hildu at breiddin fór at gera ”produktið verri”. Hesar atfinningar vóru gjørdar fyri skommum til endaspælið. Eg rokni eisini við at tær røddirnar tagna brátt, tá EM­endaspælið hjá kvinnum er spælt.

Fyri at seta nøkur orð á hetta málið, so hugsi eg: Er hetta nú endaspøl har øll eru við?

So avgjørt ikki! Vit eru millum 24 tey bestu londini í Evropa. Vit eru saman við Turkalandi, tað einasta landið sum er við fyri fyrstu ferð. Øll hini hava altso verið til EM­endaspæl fyrr. Vit eru eisini minsta landið, í mun til fólktal og vídd, sum hevur spælt seg higar. Turkaland hevur hóast alt umleið 85 milliónir íbúgvar. Tjóðir sum

Grikkaland, Litava, Italia, Finland og Kosovo, sum vit fyrr stríddust við at vinna á, hava vit nú yvirhálað. Hetta boðar frá menning og framstigi.

Tað merkir, at vit flyta okkum nærri toppinum, enn tey rundan um okkum megna. Svøríki sum endaði nummar fimm til seinasta EM-endaspæl fekk skarpan gang í Høllini á Hálsi. Vit eru saman við Turkalandi einasta landið sum ”bert” tapti við 4 málum fyri eittaranum í bólkinum. Tá hinir trý’ararnir møttu bólkavinnarunum var stórur munur. Hetta prógvar, saman við nógvum øðrum, at vit eru við, tí vit væl og virðiliga hava uppiborið tað.

Nú eru vit har!

Flestu landsliðsleikarar í heiminum droyma um at spæla endaspøl. Tað er eisini vert at droyma um. Ein stórur pallur har tey bestu møtast. Reistad, Mørk, Minko og Polman eru kend nøvn frá seinastu endaspølunum.

Nú eru Mittún, Egholm, Petersen og

Weyhe á veg!

27

Nú verður uppgávan ein onnur. Føroyska liðið mennist hvørja ferð vit síggja tær í dysti. Avrikini verða betri og betri, meðan úrslitini eisini fylgja við. Liðið er samansett av ungum leikarum sum hava gingið nýggjar

leiðir at blíva yrkisleikarar, saman við royndum kreftum, sum leggja lív og

sál í hondbólt. Tað eru tær ungu sum serliga skara framúr í álopinum. Liðið spælir modernaðan hondbólt og tað eru støðurnar ein ímóti einum sum vinna okkum nógv pláss. Svøríki sum hevur heimsstjørnur á flestu plássum, fekk oyrini í maskinuna, tá tær vóru á Hálsi seinasta umfar. Hetta var uttan iva eitt av teimum bestu avrikunum hjá landsliðnum seinastu nógvu árini. Tá EM verður skotið í gongd, er tað hetta tað snýr seg um. Tær skulu endurskapa hetta góða álopsspælið, og at fáa verjuna stinna sum hon eisini var hendan dystin.

Mótstøðan

Mótstøðuliðini Sveis, Danmark og Kroatia eru øll sterk. Danmark hava verið í toppinum seinastu árini, og so seint sum í 2020, vann Kroatia á Danmark. Sveis er mótstøðuliðið, sum á pappírinum, er tað sum vit hava besta møguleika ímóti. Men nú er hetta á heimavølli hjá Sveis, so vit kunnu væntað eina stóra fjøld sum stuðlar heimaliðnum.

29. november. Seinastu úrslitini

hjá Sveis, siga okkum at tað er ikki eitt topplið, men eitt lið sum kann vinna á mongum. 22­42 tap á Norra, trý­málssigur á Eysturíki og tvey tap ímóti Ungarn. Tær hava vunnið á Portugal í fjør, og spælt ein tættan dyst ímóti Rumenia. Liði hevur ikki spælt ein dyst sum hevur nakað at siga í ár, tí liðið fekk luttøku sum vertstjóð. Sveis hevur var við til EM í 2022 fyrstu ferð, har tær fingu eitt stig.

Kroatia er ein stór hondbóltstjóð. Bæði kvinnur og menn eru, so at siga, altíð við til EM­endaspølini. Í 2020 gjørdu tær bart, og vunnu sær bronsu í EM­endaspælinum í Danmark, har tær vunnu á vertstjóðini. Til HM í 2023 endaðu tær á 14. plássi. So okkurt sigur okkum at tær ikki eru heilt í toppinum longur. Kortini endaði tað við tveimum teprum tapum á Rumenia í undankappingini, meðan tær lættliga vunnu á Bosnia­Hersegovina og Grikkalandi.

Fyrsti dysturin verður ímóti Sveis,

Danmark verður eftir øllum at døma tann torførasta mótstøðan vit fáa í bólkaspælinum. Bronsu í HM í fjør, nummar fýra til EM árið fyri, og reint borð í bólkaspælinum ímóti Pólandi og Kosovo. Hóast Danmark er millum favorittarnar til at fara við øllum til EM, so er tað sæð fyrr, at liði hann svinga nógv í avrikunum. Vit eru

28

sikkurt fleiri sum minnast minniliga hálvleikin hjá okkara kvinnum tá vit í hálvleikinum á útivølli bert vóru aftanfyri við trimum málum ímóti donsku stjørnunum.

Hvat skulu vit vænta?

Hóast tað er nakað heilt serligt at spæla endaspæl fyri fyrstu ferð, so skulu vit ikki síggja uppgávuna sum ómøguliga. Tað eru framvegis 60 minuttir innanfyri 20x40 metrar. Í hondbólti henda altíð óvæntaði ting, og tá okkara kvinnur kunnu spæla púra frítt, so eru vónirnar hjá mær góðar til at vit fara at síggja nógv gott hondbóltsspæl. Altjóða hondbóltsheimurin hevur eisini eitt stórt hjarta fyri Føroyum, og eg trúgvi at okkara kvinnur fara at spæla seg beint í hjørtuni á teimum sum fara at fylgja liðnum. Vónandi fara eisini fleiri áskoðarar til Basel í Sveis, at stuðla, sum vit eisini sóu í januar, hjá monnunum.

Um alt gongur okkara veg, so skulu vit vóna okkum at loypa hvøkk á Sveis, sum frammanfyri heimafjøldini vónandi fær eina trilvandi byrjan. Síðani eitt sterkt avrik ímóti Kroatia. Til seinasta dystin skulu vit vóna at Danmark hevur tryggjað sær fyrsta plássið.

Tað besta við hondbóltinum er at

dreymar gerðast til veruleika. Lat okkum droyma stórt og arbeiða hart. So fara vit eisini at fáa ein veruleika

við einum góðum avrikið til EM­endaspælið í november og desember.

EM verður leikt í døgunum frá 28. november til 15. desember.

Londini sum hýsa kappingini eru Eysturríki, Ungarn og Sveis.

Býirnir har bólkaspælið verður leikt eru: Insbruk og Wien (Eysturríki), Basel (Sveis) og Debrecen (Ungarn).

Dystirnir hjá Føroyum, í bólkaspælinum, verða leiktir í Basel, hesar dagarnar:

29. nov. Sveis – Føroyar

1. des. Føroyar – Kroatia

3. des. Føroyar ­ Danmark

29

Lætt og stuttligt

Gjaldskort Fígging

FramtíðarKonta

30
ss.fo Anni Janni SS-FOKUS ann A5.indd 1 24/09/15 15.39

SNIÐ, GÓÐSKA OG

HALDGOTT HANDVERK

31
BORG | RUNAVÍK | KLAKSVÍK | TÓRSHAVN | WWW.BORG.FO

TRÓNDUR JOENSEN

LITFAGRI VESTURIN

Litføgru vestrarnir, sum hjálparfólk okkara bera til heimadystir í Hoyvíkshøllini, eru ein staðfesting av, at H71 fagnar menniskjasligum ymiskleika í ítrótti.

H71 virkar fyri einum umhvørvi, har øll kenna seg vælkomin og viðurkend uttan mun til uppruna, aldur, kyn, átrúnað, seksualitet, brek, útbúgving og áskoðan.

Endamál okkara í H71 er at tryggja ein sunnan og stimbrandi anda í felagskapinum til frama fyri trivnaðin hjá limum, venjarum og áskoðarum.

Leisturin styrkir felagsskapin og rúmar

øllum, ið ynskja at kýta seg á vølli og stuðla liðum okkara.

Við at fagna hesum virðum gerast felagið og leikarar okkara fyrimyndir í ítrótti og stuðla samstundis undir víðskygni í núverandi og komandi ættarliðum í samfelagnum.

Íblásturin til litføgru vestarnar stavar frá svenska hondbóltsfelagnum Hallby, har Pætur Mikkjalsson og Rói Ellefsen á Skipagøtu spæla.

32
33

OKKARA KJARNUØKI

GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP

SKATTUR VIRKISRÁÐGEVING BÓKHALD

MEIRVIRÐISGJALD

Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.

Fyll á og koyr víðari

34
appin
Tak appina niður her
35 Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo Heildarloysnir frá ArtiCon HOTEL BRANDAN SANSIR
Niels Finsensgøta 5, 100, Tórshavn, 355310
455320
Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík
355300
Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn
447399 Follow us @theathletesfoottorshavn
Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar

Heinta

2 fyri 1 appina niður her

Fartelefonhald

við fleiri fyrimunum frá Nema

Nema kundar kunnu við 2 fyri 1 appini bjóða einum vini í biograf, bovla, eta burgara, og nógv annað púrasta frítt. 2

www.nema.fo I Tlf. 20 20 20 I nema@nema.fo

37
fyri 1 Biografur
fyri 1 Burgara 2 fyri 1 Bovling
2

Frítíðin byrjar umborð

Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.

Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring

38
345900

Grønt bústaðarlán

Hevur tú bústað við grønari orkuskipan, t.d. jarðhita, fjarhita ella hitapumpu, er Grøna bústaðarlánið ein góð og bílig loysn.

Við Grøna bústaðarláninum fært tú lægri rentu. Tú kanst leggja títt vanliga Bústaðarlán um til eitt Grønt bústaðarlán, um bústaðurin hevur grøna orkuskipan.

Lánið hevur broytiliga rentu og fasta afturgjaldstíð.

Les meira á ns.fo.

Norðoya Sparikassi

Hoyvíksvegur 67

FO-100 Tórshavn

Tel. +298 475000

ns@ns.fo

ns.fo

39
40

hidden ord.com

41
42
43
BBQ Spare Ribs Kom og royn okkara angus.fo Bílegg borð á
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.