Skip to main content

H71 faldarin nr.3 2023/2024

Page 1

LANDSKAPPING DYSTARSKRÁ 3 / 2023

LEYGARDAG 16. DESEMBER

KVINNUR: Leygardagin 16. desember

KL.14.00 / Stjørnan - H71 ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4


ODDAGREIN

NÚ STUNDAR TIL JÓLA Mynd: Álvur Haraldsen / in.fo

Komið er inn í desember mánað og stundar jólahalgan til. Jólapynt sæst í gluggum og jólahátíðarhald eru kring um í felagsskapum, arbeiðsplássum, skúlum ol. og er ikki sørt at ein er um at koma í jólahýr. Jólamánaðurin er vanliga ein aktivur hondbóltsmánaður og liggja ofta fleiri dystir tætt fram ímóti jólum. Hóast kappingin liggur still millum jól og nýggjár, so er vanliga stórur hondbólts­ aktivitetur í H71 alíkavæl hesar dagar. Í gomlum døgum skipaði H71 ofta fyri hondbóltskapping millum fremstu liðini hjá monnum hjá Kyndli, Neistanum og H71 saman við einum liði av útisetum frá ÍF Føroyum, og vóru hesar kappingar 2

ofta sera undirhaldandi – ikki minst triði hálvleikur. Seinastu árini hevur felagið tó heldur skipað fyri hondbóltsskúla fyri børn og er hetta átak sera væl umtókt millum hondbóltsáhugaða ungdómin kring landið. At gitin nøvn úr H71 hava virkað sum samskiparar og undirvísarar á hesum skúla, hevur so sanniliga heldur ikki minkað um áhugan fyri at taka lut á skúlanum. Hondbóltsskúlin verður aftur millum jól og nýggjár í ár og er undir­ tøkan góð. Fremstu lið okkara fáa í ár tíðliga jólafrí. Seinasti dystur hjá monnunum liggur 14. desember og er ímóti Team Klaksvík á


útivølli og leika kvinnurnar seinasta dyst sín undan jólum hin 16. desember og er tað somuleiðis í Klaksvík ímóti Stjørn­ uni. Nú er at vóna at liðini hjá okkum ikki longu eru komin í jólahýr og byrja at lata jólagávur til hesar dystir í Klaksvík. Bæði liðini hava fyrr í landskappingini í ár vunnið sínar dystir ímóti liðunum úr Klaksvík og eftir stigatalvunum at rokna so eiga vit at kunna geva klaksvíkingum ein skarpan gang nú undan jólum. Ikki tí, menninir taptu ein umráðandi dyst ímóti Team Klaksvík í steypakappingini í und­ anfarna mánað og kom hesin ósigur at kosta okkum víðari luttøku í steypakapp­ ingini, har menninir hjá okkum gjørdust ov stuttir til at vinna sær víðari luttøku í semifinalunum í steypakappingini og fyri fyrstu ferð í mong harrans ár er H71 ikki við í semifinalunum hjá monnum í steypakappingini. Kvinnurnar haraftur­ ímóti hava staðið seg væl í steypakap­ pingini og komu víðar til semifinalurnar uttan at missa stig. Í semifinalunum í steypakapp­ingini hjá kvinnum kemur H71 helst at møta Neistanum, ið helst verður nr. 2 í hinum undanbólkinum og verður hetta ein sera hørð uppgáva havandi í huga hvussu vælleikandi kvinn­urnar hjá Neistanum eru í ár. Í landskappingin gongst annars væl hjá bæði kvinnum og monnum. Kvinnurnar liggja á einum triðja plássi við 14 stigum fyri 11 dystir og menninir liggja á einum

øðrum plássi við 13 stig fyri 9 dystir. Tætt er í oddinum hjá monnum og er H71 soleiðis bert eitt stig frammanfyri Kyndil, ið liggur á triðja plássi við 12 stigum fyri 9 dystir. Menninir hava staðið seg ómetaliga væl í ár og er neyvan nak­ ar, ið hevði væntað at fremsta manslið okkara lá við í oddaspælinum tá vit fara í jólfrí í landskappingini. Liðið hevur tikið seg javnt og samt fram og hevur sýnt ein sera bergtakandi stríðshuga bæði á vøll­inum til dystir og undir venjing. Einki er at ivast í, at við hesi gongd kemur okkurt spennandi at spyrjast burturúr liðinum og teimum einstøku leikarunum, ið manna liðið í løtuni. Aftur í ár er sann­ líkt, at liðið kemur at merkja frágongd við at lata spælarar fara víðari út í heim at spæla topphondbólt, nú tað ganga søgur um, at Ísak Vedelsbøl er um at gera leikarasáttmála við Savehof í Svø­ ríki, til komandi kappingarár, og soleiðis kemur at leika saman við Óla Mittún. Kvinnurnar tykjast eisini at hava funn­ið stevið aftur, og standa seg væl í løtuni. Seinastu dystirnir eru vunnir og er at vóna at henda gongd stendur við, so liðið verður brynjað til at bjóða serliga Neistanum og Kyndli av í bæði lands­ kappingini og steypakappingini tá tørn­ að verður til aftur eftir jólafrítíðina.

3


wenzel FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM

Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00

4


Áhaldni gevur úrslit Errin høvuðsstuðul hjá føroyskum hondbólti

Meira enn ein banki

5


Rósing Rasmussen, adv. Kristoffur Kristoffersen, adv.ft.

6


ID.3. Býður tær vælkomnum. Flytur teg inn í elheimin. Flytur teg frameftir. Les um prís, koyristrekki, umhvørvisroknskap og mangt annað á www.bilasolan.fo

7


RITGERÐ HJÁ DRÓS RAGNARSDÓTTIR H71 faldarin hevur heitt á Drós Ragnarsdóttir um at greiða frá niðurstøðunum í hennara áhugaverdu ritgerð, har hon eisini hevur tosað við fleiri av okkara leikarum. Í samband við mína høvuðsritgerð í Sport and Exercise Psychology frá Manchester Metropolitan Univerity, havi eg granskað innan áskoðaraumhvørvið í Føroyum. Granskingin greinar, hvørja ávirkan áskoðarar hava á kvinnuligar hondbóltsleikarar í Føroyum, og hvønn týdning hetta kann hava fyri luttøku í ítrotti. Útgangsstøðið í ritgerðini eru samrøður við føroyskar kvinnuligar hondbóltsleik­ arar, umframt aðra kanningar og ástøði á økinum. Úrslitið vísur í stuttum, at áskoðarar hava stóra ávirkan á kvinn­ 8

uligar hondbóltsleikararnar serliga í samband við dystir. Tað er ein sannroynd, at stórur munur er á talinum av áskoðarum til kvinnuog mansdystir. Hallirnar eru oftast hálvtómar, tá ið kvinnurnar spæla dyst, umframt at áskoðarar eru meira lívligir og rópa meira til mannfólkadystir. Hettar sæst aftur í mátanum áskoðarar bera seg at til dystirnar, alt eftir hvør spælir. Hjá monnunum verður tað rópt inn á vøll­in, har tað hjá kvinnunum í høvuðs­ heitum er soleiðis, at áskoðarar tosa hart


sínaámillum um spælið og um leikarar­ nar á vøllinum. Sambært leikarunum er alt hetta ikki bert galdandi, tá ið lið í heimligu kappingini spæla, men eisini tá landsliðini spæla. Hóast hesa ójavnvág, so nevna leikarirnir í granskingini, at tað gongur rætta vegin á kvinnusíðuni í landsliðshøpi, og at sjálvt støðið á hond­ bóltsspælinum eisini spælir ein stóran leiklut, um fólk koma í hallirnar ella ikki. Hjá leikarunum er dámurin og huglagið í høllini av stórum týdningi fyri sjálvt spælið hjá kvinnunum. Hóast ein øking av áskoðarum sjálvsagt hevur við sær eitt størri sálarligt trýst, so vigar huglagið í høllini meira hjá leikarunum, og hev­ ur størri ávirkan á, hvussu tær spæla.

Tá leikarar merkja og hoyra huglagið í høllini, so detta tær persónligu viðmerk­ ingarnar burtur, og høllin verður ein eind, heldur enn at nakrar einstakar røddir hoyrast. Sum árini eru liðin, siga leikararnir seg verða blivnar meiri harðførar, tá tað snýr seg um neiligar viðmerkingar. Hóast hetta, so eru tað nakrar viðmerkingar, sum seta seg fastari enn aðrar. Tær vilja verða við, at áskoðarar ofta gloyma tað, sum verður sagt ella rópt út á vøllin, meðan tað hinvegin ofta situr eftir hjá leikarunum, eisini eftir dystin. Tað, sum er sermerkt við dynamikkinum er, at hondbóltsumhvørvið í Føroyum er lutfallsliga minni enn í øðrum londum. Les meira á næstu síðu

9


Fleiri ferð verður í granskingini nevnt, at í Føroyum er tað soleiðis at “øll kenna øll”, og at hettar hevur bæði jalig og neilig árin við sær. Kenslan av trygg­ leika bæði á og uttanfyri vøllin, gevur sjálvsagt leikarunum nógv, og tá man so hittir kend andlit eftir dyst gevur tað ró í kroppin. Hinvegin leggur hettar eisini eitt ávíst trýst á leikararnar, tí man allatíð hevur nakrar væntanir frá øðrum at liva upp til. Í Føroyum er hetta kanska serliga trupult, tí at man sum oftast hevur eina relatión til øll tey, sum eru í høllini. Tá tær neiligu viðmerkingarnar verða frambornar í høllini, er tað ikki óvanligt at møta hesum somu fólkunum uttanfyri høllina, men tá í einum heilt øðrum høpi. Frástøðan frá áskoðaraplássinum og inn á vøllin er tí so øgiliga nógv styttri enn vit halda. Hetta ger eisini, at áskoðar­ ar kenna seg sum ein part av liðnum, soleiðis at teir føla seg, at kunnu siga 10

nógv meira, enn hvat teir í veruleikanum áttu at sagt. Hóast hetta í flestu førum ofta verður gjørt í góðari meining, so kann tað verða trupult og strævið sum leikari at taka ímóti. Niðurstøðurnar í ritgerðini eru sera viðkomandi at hava í huga, bæði hjá leikarum, men somuleiðis eisini hjá áskoðarum, tá ið vit møta í høllini til dyst. Hóast hendan høvuðsritger bert er ein byrjan til gransking á økinum, vóni eg, at hon kann verða við til at varpa ljós á ta ávirkan, vit sum áskoðarar hava á hondbóltsleikarar. Best er um høllin verður ein miðdepil fyri góðum huglagi og stuðli. Í flestu førum snýr tað seg bert um eina hugburðsbroyting, so kvinnuligir hondbóltsleikarar kunnu fáa best møgu­ ligar umstøður at mennast, og varðveita gleðina við at spæla hondbólt.


11


Okkara hondbóltsstjørnur

Jana Mittún og Annika Fríðheim Petersen

Jana Mittún Ein vanligan dag venji eg hondbólt klokkan 09.30. Hetta er rættiliga tíðiliga í mun til, hvat eg plagdi at gera í Føroy­ um. Í byrjanini helt eg tað var ov tíðliga, men nú havi eg vant meg við tað. Venj­ ingin endar um 12.00 tíðina, og so er ymiskt um vit venja styrki saman seinni á degnum, ella um vit hava frí restina av degnum. Eg búgvi mitt í Viborg, í sama bygning sum fýra aðrar, ungar á liðnum, so vit eru nógv saman. Vit plaga at eta frokost saman, gera onkuntíð døgurða saman, og hyggja eftir ymiskum saman. Eg sakni sjálvandi Føroyar, og at spæla við H71, men tíbetur havi eg havt vitjan viðhvørt, og havi eisini havt møguleik­ an at farið til Keypmannahavnar onkur vikusskiftir. Eg brúki facetime sera nógv. Eg tosi nógv við mína familju og míni vinfólk. Tann størsti munurin á at spæla í Føroy­ 12

um og Danmark er ferðin á spælinum. Tey flestu liðini í deildini spæla við einari sera høgari ferð, og so hava leikarirnir nógvan fysik. Viðhaldsfólkini í Viborg eru fitt og trúføst, og nøkur av teimum eru við til allir dystir. Tá tað er dystardagur kann man velja um man vil koyra pre-game ella ikki. Tað geri eg onkuntíð. Av tí, at Viborg ligg­ ur rættiliga sentralt í mun til hini liðini í deildini, skulu vit ikki koyra so langt til dyst. Tað er líka tá vit spæla á Sjællandi, tá tekur tað okkurt um 4 tímar. Tað er sjálvandi ein longri túrur enn eg eri von við, men tað venur man seg skjótt til. Tá plagi eg at hyggja eftir serium, lesa, og tær á liðnum royna at læra meg at hekkla.


13


Annika Fríðheim Petersen Av tí at eg spældi í Danmark síðsta ár, byrjaði eg uppá bachelor har. Eftir at eg eri flutt til Norra, hevur tað tíbet­ur borið til at taka skúlan við mær, og tí lesi eg so fjarlestur. Ein vanligan dag fari eg upp og venji sty­ rki, tá ið eg vakni og eftir hetta sita vit ofta nak­rar saman, antin á café ella heima, og gera skúlaarbeið. So fara vit til venjing har vit venja í uml. 2 tí­ mar, og so um har eru dystir, hava vit eisini taktik fund áðrenn venjingina. Á dystardegi er gerandisdagurin ymiskur alt eftir nær á degnum vit spæla, og hvar. Onkunstaðnis í Norra eru vit noydd at flúgva til og frá, so tað kann vera lang ferðatíð. Tá spæla vit onkuntíð spøl, sova nógv og gera skúlating. Tað týdningarmesta fyri meg er tó bara at eta nógv, og vera klár til dystin, so hóast vit gera onnur ting, so tá dysturin nærkast, flytist fokusið yvir tann vegin. 14

Eg búgvi í einum húsi við tveimum øðrum á liðnum, og longur uppi í gøtuni búgva 3 aðrar á liðnum. Av tí at vit búgva so tætt gera vit ofta nógv hugnaligt saman, so man ikki leingist líka illa. Nú eri eg eisini blivin von við at búgva uttanlanda, og tí er longsul­ in ikki líka stórur sum í byrjanini. Men tað er altíð torført at flyta til eitt nýtt stað, men fleiri eru ofta í somu støðu. Eg eri sera glað fyri at eg fór uttan­ landa at spæla. Har er stórur munur á at spæla uttanlanda, tí har er meira ferð á, skotini eru eitt fet betur, og man mennir seg nógv mentalt, fysiskt og hondbóltsliga. Viðhaldsfólkini rundan um eru sera fitt, og altíð klár at hálpa um tørvur er á tí. Tað var sjálvandi stórur munur at koma úr NFH, sum høvdu væl fleiri fólk til dystir, enn Follo her í Norra hevur. Men har eru nøkur trúðføst viðhaldsfólk, ið eru til allir dystir.


15


www.torshavn.fo

Skapandi, mennandi, kveikjandi

Trygg fíggjarstýring

16


NÝGGJA ÆTTARLIÐIÐ AV HITAPUMPUM Hóskar til bæði nýog umbygging.

LM Electric bjóðar heildarveiting innan el-innlegging, ráðgeving og projektering · El-innleggingar · Ljós og talvur · EDV-& telefonnet · Hvítvørutænastu · Døgntænastu · Neyðstreymsskipanir Trygdarskipanir (ABA, ITV,AIA og ADK)

Jónas Broncksgøta 25 Tel 35 09 00 Fax 35 09 01 frodi@hjafroda.fo

8

LM ELECTRIC - 100 Tórshavn - Hoyvíksvegur 53 tel 35 12 20 - www.lm.fo - lm@lm.fo LM.FO tlf. 35 12 20

FALDAR I 2 0 1 5 - 2 0 1 6

17

18

2020-2021


1 2 5 7 8 9 11 12 13 17 18 20 25 66 99 24

Rúna Jógvansdóttir Larsen Elsa Egholm Alda Gilladóttir Anna Elisabeth H. Weyhe Karin Egholm Poula Fríðheim Petersen Lukka Arge Alda Av Skarði Inga Maria Joensen Tórhalla Thorsteinsson Teresa Jacobsen Christina Turiðardóttir Arge Sára Jacobsen Bjørk Brimnes Guðrið á Borg Lea Brockie

Venjari: Hjálparvenjari: Liðleiðari: Málmansvenjari: Fysiskur venjari: Fysioterapeut: 18

Petra Freislerova Mathias Rettig Ann Ellefsen Jens á Skipagøtu Heri Ziska Ingilín Holm

SMS KAPPINGIN - KVINNUR Nr.:

Lið:

Dystir

V.M

T.M

Munur

Stig

1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. 8.

Neistin Kyndil H71 Stíf Víf Stjørnan EB VB

11 10 11 11 11 11 11 10

341 313 342 319 330 284 285 243

263 250 304 321 312 328 342 337

78 63 38 -2 18 -44 -57 -94

20 18 14 12 10 6 5 1


1 3 5 9 12 15 16 17 18 20 23 30 31 33 38 39 44 47 55 71 91

Torstein Sivertsen Louis Christy Rói Seyer Hjaltason Jón Rói Mohr Høgnesen Jákup Johannesen Haraldur Karlsson Ingi Johannesen Helgi Poulsen Helgi Jakob Halldorsson John Skaalum Vilhelm Høgni Højsted William Napoleon Djurhuus Sveinur Olafsson Magnus Carlsen Sjúrður Seyer Rókur Ziskason Sakaris Aniano Sakarisson Ísak Vedelsbøl Rói Thomsen Bogi Hansen Jógvan Andrias Lamhauge

Venjari: Hjalparvenjari: Málmansvenjari: Fysiskur venjari: Fysioterapeut: Liðleiðari: Mentalvenjari:

CMYK: 0.100.80.0

Mark Marcher Djóni Gaard Joensen Ári Dam Heri Ziska Sebastian Christiansen Villiam Waag Jens á Skipagøtu

Pantone: 185 C

BURN KAPPINGIN - MENN Nr.:

Lið:

Dystir

V.M

T.M

Munur

Stig

1. 2. 3. 4. 5. 6. 7.

Víf H71 Kyndil Neistin Kíf Team K. Stíf

9 9 9 10 10 9 10

304 270 255 256 256 239 273

246 228 222 281 279 282 315

58 42 33 -25 -23 -43 -42

16 13 12 9 8 5 3

19


»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM« »GOTT ER AT HAVA

»GOTT AT HAVA GÓÐANERÍ RÁÐUM« »GOTT AT HAVA GÓÐANER Í RÁÐUM« GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · 8TEL 203040 · FAX 203041 ·· P.O. P.O. BOX BOX 359 359 LUKAS DEBESARGØTA ·STROND TEL 203040 203041 YVIRI VIÐ 4 ·· FAX TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110· TÓRSHAVN FAROE ISLANDS YVIRI VIÐ STRONDLAWFIRM@LAWFIRM.FO 4LAWFIRM@LAWFIRM.FO · TEL 203040 FAX 203041 · ·P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO LAWFIRM@LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS WWW.LAWFIRM.FO YVIRI VIÐ STROND LAWFIRM@LAWFIRM.FO 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS JÓGVAN PÁLL WWW.LAWFIRM.FO LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS LAWFIRM@LAWFIRM.FO JÓGVAN ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI . JÓGVAN PETUR E. EVEN DJURHUUS E. JÓGVAN PÁLL LASSENELLEFSEN ·HØJGAARD PETUR EVEN DJURHUUS WWW.LAWFIRM.FO GUNN ELLEFSEN ·M STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN PÁLL LASSEN · .IMI PETUR EVEN DJURHUUS INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNAKLETT DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN LASSEN PETUR EVEN· DJURHUUS GUNN PÁLL ELLEFSEN · M·IMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA KLETT JULIANNA KLETT GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JULIANNA KLETT 20


21


Neon Cup á jólum 20. og 21. desember 2023

61 lið eru klár til Neon Cup – bert pláss til 3 G10 lið afturat Tá børnini fara í jólafrí fara tey ikki bara at taka sær av løttum og slappa av. Tey fara at hava møguleika at hugna sær saman við javnaldrum frá øllum landinum og at renna og nýta nakað av orku at spæla hondbólt. H71 skipar aftur í ár fyri hondbólts­ kapping fyri U10 og U12 – tí so­ nevnda Neon CUP. Hetta er hond­ bóltskapping har tú spælir í myrkri og til góðan tónleik. Neon lampur verða settar upp og vøllur og mál eru strikaði upp við neon tape. Bólturin er eisini neon og børnini í neon vestum og pyntaði við neon tape, og neon smyrsli og neglalakki. Tað er ein ser­ støk sjón at síggja, at bólturin ferðast millum nakrar vestar, tí tú sært ikki bein, høvd og armar hjá leikarunum í myrkrinum. Reglurnar eru ikki heilt tær somu sum

22

til vanligar hondbóltskappingar. 6 leik­arar eru á hvørjum liði so tú spælir uttan striku sum útgangsstøði. Ikki er loyvt at halda, takla og skumpa og tú verjir bert við at stilla teg fyri ella at blokera við ørmunum. Brot á reglur­ nar verða sektað við brotskasti. Meldað verður til í liðum og hvørt liðið fær ein posa við neon tape v.m. so tey kunnu seta júst sítt eyðkenni á sítt lið. H71 bjóðar mat og okkurt at drekka í kantinuni til øll tey sum eru meldað til. Møguligt er eisini hjá foreldrum at keypa sær okkurt til matna og ein drekkamunn. Vit gleða okkum til at taka ímóti børn­ unum í Hoyvikshøllini undan jólum og vænta at í minsta lagi 200 børn koma at luttaka.

Melda til á www.atgongumerki.fo


23


SMYRILSVEGUR 10 SMYRILSVEGUR 10 TÓRSHAVN 10 SMYRILSVEGUR TÓRSHAVN TÓRSHAVN 24


25


VALLIRNIR VIÐ LØKIN OG HOYVIKSVØLLURIN UNDIR MÝRUHJALLA Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum. Í RUNAVÍKAR KOMMUNU

20

26

Einastu vallir í Føroyum sum eru 100 % endurnýtslubarir. JUTA MASTER 40/200 á EL25 Báðir FIFA QUALITY PRO góðkendir 2017-2018


27


AnniJanni

Lætt og t g i l t t u t s

Gjaldskort Fígging FramtíðarKonta

ss.fo 28

SS-FOKUS ann A5.indd 1

24/09/15 15.39


SNIÐ, GÓÐSKA OG HALDGOTT HANDVERK

BORG | RUNAVÍK | KLAKSVÍK | TÓRSHAVN | WWW.BORG.FO 29


A-LANDSLIÐIÐ TIL BERLIN A-landsliðið hjá monnum er úttikið og H71 er væl umboðað Okkara A-landslið hjá monnum, sum skal spæla EM endaspæl í Berlin í januar, er nú úttikið.

Dystarskráin er hendan Hósdagin 11. jan kl. 17.00: Leygardagin 13. jan kl. 19.30: Mánadagin 15. jan kl. 17.00:

Slovenia – Føroyar Føroyar – Noreg Pólland – Føroyar

Úttiknu leikararnir eru hesir:

Málverjar: Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN) (uppvaksin í H71) Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR) (spælt í Neistanum) 30


Bakkar: Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR) ( uppvaksin í Neistanum ) Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE) ( uppvaksin í H71 ) Jónas G. Djurhuus, FIF Håndbold (DEN) ( uppvaksin í H71 ) Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN) ( uppvaksin í H71 ) Óli Mittún, IK Sävehof (SWE) ( uppvaksin í H71 ) Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER) ( uppvaksin í H71 ) Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN) ( uppvaksin í H71 ) Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR) ( uppvaksin í STÌF ) Peter Krogh, Aarhus HC (DEN) ( spælt við H71 í 6 ár ) Vengur: Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN) ( uppvaksin í Neistanum ) Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN) ( uppvaksin í H71 ) Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER) ( uppvaksin í H71 ) Allan Norðberg, Valur (ISL) ( uppvaksin í STÌF ) Strikur: Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN) ( uppvaksin í Neistanum ) Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE) ( uppvaksin í H71 ) Ísak Vedelsbøl, H71( komin til H71 frá Neistanum í summar ) Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst. Venjarar: Peter Bredsdorff-Larsen, høvuðsvenjari Julian Johansen, hjálparvenjari Tom Jensen, málverjavenjari Føroyska liðið hevur eina styttri sam­ ling millum jól og nýggjár, tann 27. – 28. des., hareftir liðið savnast aftur til venjingar tann 1. januar í Havn og er saman fram til EM-endaspælið. Tann 29. og 30 des. fara okkara leikarar, sum eru í Føroyum, at standa fyri hondbóltsskúlanum hjá H71 har væntandi eini 250 børn fara at lut­ taka. Kelda: HSF

Føroyar spæla venjingardystir móti Belgia í Høllini á Hálsi, fríggjadagin 5. januar og leygardagin 6. januar, báðar dagarnar kl.19.30. Atgongumerki til hesar dystirnar koma til sølu seinni í dag á atgongumerki.fo. Týsdagin 9. jan. ferðast liðið til Berlin.

31


32


OKKARA KJARNUØKI

GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP SKATTUR VIRKISRÁÐGEVING BÓKHALD MEIRVIRÐISGJALD Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.

WWW.JANUAR.FO

Tak appina niður her

Fyll á og koyr víðari

appin 33


SANSIR

Heildarloysnir frá ArtiCon HOTEL BRANDAN

Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo

34


Follow us Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320

Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300

Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399

Niels Finsensgøta 5, 100, Tórshavn, 355310 @theathletesfoottorshavn 35


Heinta 2 fyri 1 appina niður her

Fartelefonhald við fleiri fyrimunum frá Nema Nema kundar kunnu við 2 fyri 1 appini bjóða einum vini í biograf, bovla, eta burgara, og nógv annað púrasta frítt.

2 fyri 1 Biografur

2 fyri 1 Burgara

www.nema.fo I Tlf. 20 20 20 I nema@nema.fo

36

2 fyri 1 Bovling


Frítíðin byrjar umborð

Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.

Les meira á www.smyrilline.fo, skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900

37


Grøntbústaðarlán Hevur tú bústað við grønari orkuskipan, t.d. jarðhita, fjarhita ella hitapumpu, er Grøna bústaðarlánið ein góð og bílig loysn. Við Grøna bústaðarláninum fært tú lægri rentu. Tú kanst leggja títt vanliga Bústaðarlán um til eitt Grønt bústaðarlán, um bústaðurin hevur grøna orkuskipan. Lánið hevur broytiliga rentu og fasta afturgjaldstíð. Les meira á ns.fo.

Norðoya Sparikassi Hoyvíksvegur 67 FO-100 Tórshavn Tel. +298 475000 ns@ns.fo ns.fo

38


39


hiddenfjord.com

40


41


Kom og royn okkara

BBQ Spare Ribs

Bílegg borð á

angus.fo 42


Brekkutún 4 | 188 Hoyvík | Tel. +298 30 88 00 | torshavn@samskip.com | www.samskip.fo

TÍTT FLUTNINGSFELAG 43


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
H71 faldarin nr.3 2023/2024 by H71-hoyvik - Issuu