LANDSKAPPING DYSTARSKRÁ 2 / 2023
KVINNUR: Leygardagin 18. november
KL.18.00 / H71- EB
LEYGARDAG/SUNNUDAG 18./19. NOVEMBER
MENN: Sunnudagin 19. november
KL.16.00 / H71- KÍF
ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4
ANNA DAM, FORKVINNA Í H71
HEILSAN FRÁ FORKVINNUNI
H71 er hondbóltfelagið hjá hoyvíkingum men tað er eisini ein týðandi savnandi felagsskapur í Hoyvik. Felagið veksur í hvørjum og í dag eru omanfyri 500 limir í felagnum. H71 er fyri mestan mun drivið av óløntum sjálvbodnum fólkum og so eisini av nøkrum fáum løntum venjarum. Fíggjarliga grundarlagi er raktrarstuðul á kr. 250.000,- frá Tórshavnar kommunu og harumframt fáa vit góðan stuðul frá vinnulívinum bæði í Hoyvik, Havn og kring landið. Limagjaldið røkkur ikki nóg 2
langt, tí roynt hevur verið at hildið hetta á sama støði nú í nógv ár. Nú undan jólum hava vit tí, sum eina eyka inntøku, avgjørt at selja skava og vinn kalendarar. Vónandi taka tit væl í móti børnunum sum koma at selja.
Hallirnar latnar upp
Sum eina roynd hava hallirnar nú í eina tíð verið latnar upp. Hetta merkir, at børn og ung kunnu spæla í høllini til á midnátt bæði fríggja- og leygarkvøld. Tit tess at tryggja okkum at skil er í, so hava hópin
av foreldrum átikið sær at havt eyguni við høllini hesi vikuskifti. Higartil er tað fyri tað mesta gingið væl og vit eru glað fyri, at so nógv foreldur hava valt at brúka eitt ella fleiri kvøld at tryggja at hetta kann lata seg gera. Vónandi verður hetta ein varandi møguleiki, tí okkara ungdómur hevur tørv á hesum. Anna Dam forkvinna í H71
3
wenzel FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM
Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00
4
Áhaldni gevur úrslit Errin høvuðsstuðul hjá føroyskum hondbólti
Meira enn ein banki
5
Rósing Rasmussen, adv. Kristoffur Kristoffersen, adv.ft.
6
ID.3. Býður tær vælkomnum. Flytur teg inn í elheimin. Flytur teg frameftir. Les um prís, koyristrekki, umhvørvisroknskap og mangt annað á www.bilasolan.fo
7
ODDAGREIN
FYRSTA KAPPINGARUMFARIÐ LOKIÐ
Fyrsta umfarið í landskappingini hjá fremstu liðum okkara hjá bæði kvinnum og monnum er lokið og farið er undir 2. umfarð. Um vikuskiftið leika bæði fremstu lið okkara heimadyst, kvinnurnar ímóti EB leygardagin 18. november og menn inir ímóti KÍF sunnudagin hin 19. november.
Kvinnurnar
Nú eftir at fyrsta umfar er lokið liggja kvinnur okkara á deildum 4/5 plássi við 8 stigum fyri 8 dystir. Bert tvey stig eru upp til triðja pláss og seks stig fram í oddin, so enn liggja vit rímiliga fyri í stríðnum um plasering til semifinalurnar. Sannast má helst at formkurvan hevur verið nakað dalandi seinastu dystirnar og hava vit haft trupult við at vinna sein astu dystirnar. Gaman í, liðið er nýtt og ungt, og sum steinur omaná byrðu, hava vit eisini fingið skaðar at dragast við og lættur hetta sjálvsagt ikki um. Men tilfar er avgjørt í liðinum til betur avrik enn tey 8
liðið hevur útint seinastu dystirnar. Liðið tikist at hava trupulleikar við at finna rætta stevið, hóast vit til tíðir hava sæð nakað av tí lætta og flótandi spælið, vit vita tær eru førar fyri at leika. Sum vit minnast, taptu vit útidystin ímóti EB í fyrsta umfari við 31-30, so nakað er at gera gott aftur í dystinum leygardagin. EB hevur eisini haft trupulleikar at drag ast við í fyrsta umfari og liggur næst niðast á stigatalvuni við trimum stigum (harav tey tvey eru frá okkum), so tað er at vóna at vit finna aftur á rætta kós í vikuskiftinum og vinna okkum tvey stig í dystinum ímóti EB.
Menninir
Menninir hava verið fyri eini støðugari menning alt kappingarárið higartil. Vit byrjaðu kappingarárið við at tapa heima við einum máli ímóti VÍF og tá farið varð undir annað umfar undanfarna vikuskifti vunnu vit ein sera sannførandi 27 – 31 sigur á VÍF á útivølli og mugu hesir báðir dystir avgjørt sigast at lýsa ta menn ing vit hava verið fyri. Arbeitt verður hart, skipað og miðvíst og tikist allur leikarahópurin sum ein eind at flyta seg saman framá. Hóast at kalla allir leikarar í fremsta hópinum hjá H71 undanfarin ár er seldur út í heim, og vit aftur hetta kappingarárið byrjaðu at kalla á berum, so er eydnast hópinum at finna eitt sera sannførandi stev, ið hevur skapað eitt lið, ið kann taka dystin upp við øll hini liðini í kappingini. Eftir at sjey umfør eru leikt liggur lið okkara á einum 2. plássi við nýggju stigum og hevði eingin væn-
tað slíkt, tá farið varð undir fyrireikingarnar til hetta leikumfari. Sunnudagin skal fremsta lið okkara hjá monnum sum nevnt leika heima ímóti KÍF. Fyrsta dystin ímóti KÍF í ár vunnu vit ein flottan 10 máls sigur og er einki at ivast í, at KÍF kemur til Hoyvíkar sunnu dagin fyri at gera henda ósigur burtur av sær aftur. KÍF hevur ein góðan og sterkan hóp í ár og hevur nú í seinastuni keypt sær eyka styrk úr útlondum, so ivaleyst er, at vit fáa ein skarpan gang frá teimum sunnudagin. Skal eydnast okkum aftur at basa kollfirðingum hetta annað umfarið, so skal arbeiðast hart og neyvt – vit hava víst at tað ber til og er at vóna at tað eisini eydnast nú um vikuskiftið. Gott kappingarvikuskifti kvinnur og menn. 9
AnniJanni
Lætt og t g i l t t u t s
Gjaldskort Fígging FramtíðarKonta
ss.fo 10
SS-FOKUS ann A5.indd 1
24/09/15 15.39
SNIÐ, GÓÐSKA OG HALDGOTT HANDVERK
BORG | RUNAVÍK | KLAKSVÍK | TÓRSHAVN | WWW.BORG.FO 11
Okkara hondbóltsstjørnur í Týsklandi
Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu
Hákun West av Teigum Stórsti munurin at spæla vid Fuchse Berlin og Skanderborg, er ferðingin til og heim fra dystum. Eg gekk frá at koyra tveir tímar til dyst, til at fara avstað ein dag áðrenn og koyra alla náttina heim aftaná dyst. Tað er skjott, at ein kan keða seg, so tað er umráðandi at hava okkurt við sær at gera. Vit venja tíðliga á degnum, og undir pre-season venja vit upp í 2 ferðir hvønn dag. Men longur vit koma inn í kapping arárið, so minkar mongdin av venjing, tí vit spæla tveir dystir hvørja viku. Tað er mega feitt at uppliva ymisku útivall irnar. Ein leggur týðiliga merkið til, at áskoðarnir gera alt fyri at hjálpa sínum liði. Eg búgvi beint við høllina, so tað er onki uppá seg at koma til venjing. Men Berlin 12
er ein kempi stórur býur, har ein kann uppliva næstan hvat sum helst. Café’ir, djóragarð ella parkir, Berlin hevur alt. Tá ið eg hava fingið frí fra venjing, tiðliga um seinnapartarnar, so havi eg ríkiliga av tíð, til at uppliva stórbýin. Eg havi ikki nakað negativt at siga, um at spæla og búgva í Týsklandi. Men tað týska málið er torført. Eg gangi til undirvísing, men eri enn langt frá at tosa týskt, men at skilja týskt gongur framá. Á dystardegi hendir ikki nógv hjá mær. Tað er týdningarmikið at eg fái 8-9 tímar svøvn, annars so fái eg mær ein blund. Eg eti eina stóra máltíð 3-4 tímar áðrenn dyst, so at eg havi tí neyðuga orku at spæla, ofta pasta ella rísrættir.
13
Elias Ellefsen á Skipagøtu Ein vanligan dag so venji eg klokk an 11.00. So eg plagi at fara upp um 9.00 tidina, og so eti eg morgunmat og plagi at koyra til venjing um 10.00 tíðina. Tað plagar at taka mær 15 minuttir at koyra til venjing. Eg búgvi mitt í Kiel og vit venja beint uttanfyri Kiel í einari bygd sum eitur Altenholz. Aftaná venjing fari eg ofta inn í styrki rúmið at venja eitt sindur áðrenn eg fari heim. Mær leingist sum altíð nógv heim til Føroyar :) Tann størsti munurin á Svøríki og Týsklandi er, sum Hákun sigur, at vit ferðast heilt ótrúliga nógv. Vit fara dagin fyri dyst, og so sova vit á hotell náttina til dyst og ferðast so heim aftaná dystin. 14
Tá vit spæla Champions League so eru vit sum oftast burturi í 3 dagar bara fyri ein dyst, so tað er sera nógv tíð á hotel kømurum runt í Europa sum skal drepast. Eg plagi sum oftast at finna eina seriu at hyggja at, ella spæla kort ella okkurt líknandi. Og so plagi eg at facetime’a við familju, vinir og damuna hjá mær. Eg eri ikki serliga góður til týskt enn, men tað er øgiliga nógv betri enn tað var tá eg kom. Eg skilji tað mesta, men havi enn eitt sindur trupult við at tosa tað sjálvur, men tað kemur nokk skjótt. Eg havi týskt undirvísing einaferð um vikuna saman við Eduardo, ein lið felagi hjá mær úr Spania.
15
www.torshavn.fo
Skapandi, mennandi, kveikjandi
Trygg fíggjarstýring
16
NÝGGJA ÆTTARLIÐIÐ AV HITAPUMPUM Hóskar til bæði nýog umbygging.
LM Electric bjóðar heildarveiting innan el-innlegging, ráðgeving og projektering · El-innleggingar · Ljós og talvur · EDV-& telefonnet · Hvítvørutænastu · Døgntænastu · Neyðstreymsskipanir Trygdarskipanir (ABA, ITV,AIA og ADK)
Jónas Broncksgøta 25 Tel 35 09 00 Fax 35 09 01 frodi@hjafroda.fo
8
LM ELECTRIC - 100 Tórshavn - Hoyvíksvegur 53 tel 35 12 20 - www.lm.fo - lm@lm.fo LM.FO tlf. 35 12 20
FALDAR I 2 0 1 5 - 2 0 1 6
17
18
2020-2021
1 2 5 7 8 9 11 12 13 17 20 25 66 99 24
Rúna Jógvansdóttir Larsen Elsa Egholm Alda Gilladóttir Anna Elisabeth H. Weyhe Karin Egholm Poula Fríðheim Petersen Lukka Arge Alda Av Skarði Inga Maria Joensen Tórhalla Thorsteinsson Christina Turiðardóttir Arge Sára Jacobsen Bjørk Brimnes Guðrið á Borg Lea Brockie
SMS KAPPINGIN - KVINNUR
Venjari: Hjálparvenjari: Liðleiðari: Málmansvenjari: Fysiskur venjari: Fysioterapeut: 18
Petra Freislerova Mathias Rettig Ann Ellefsen Jens á Skipagøtu Heri Ziska Ingilín Holm
Nr.:
Lið:
Dystir
V.M
T.M
Munur
Stig
1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. 8.
Neistin Kyndil Stíf Víf H71 Stjørnan EB VB
8 8 8 8 8 8 8 8
255 249 235 240 248 205 200 200
192 196 230 230 232 232 253 267
63 53 5 10 16 -27 -53 -67
14 14 10 8 8 6 3 1
1 3 5 9 12 15 16 17 18 20 23 30 31 33 38 39 44 47 55 71 91
Torstein Sivertsen Louis Christy Rói Seyer Hjaltason Jón Rói Mohr Høgnesen Jákup Johannesen Haraldur Karlsson Ingi Johannesen Helgi Poulsen Helgi Jakob Halldorsson John Skaalum Vilhelm Høgni Højsted William Napoleon Djurhuus Sveinur Olafsson Magnus Carlsen Sjúrður Seyer Rókur Ziskason Sakaris Aniano Sakarisson Ísak Vedelsbøl Rói Thomsen Bogi Hansen Jógvan Andrias Lamhauge
Venjari: Hjalparvenjari: Málmansvenjari: Fysiskur venjari: Fysioterapeut: Liðleiðari: Mentalvenjari:
CMYK: 0.100.80.0
Mark Marcher Djóni Gaard Joensen Ári Dam Heri Ziska Sebastian Christiansen Villiam Waag Jens á Skipagøtu
Pantone: 185 C
BURN KAPPINGIN - MENN Nr.:
Lið:
Dystir
V.M
T.M
Munur
Stig
1. 2. 3. 4. 5. 6. 7.
Víf H71 Kyndil Neistin Kíf Team K. Stíf
7 7 7 7 7 6 7
244 209 192 183 183 168 197
195 184 176 206 198 195 222
49 25 16 -23 -15 -27 -25
12 9 8 6 6 4 3
19
»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM« »GOTT ER AT HAVA
»GOTT AT HAVA GÓÐANERÍ RÁÐUM« »GOTT AT HAVA GÓÐANER Í RÁÐUM« GÓÐAN Í RÁÐUM«
YVIRI VIÐ STROND 4 · 8TEL 203040 · FAX 203041 ·· P.O. P.O. BOX BOX 359 359 LUKAS DEBESARGØTA ·STROND TEL 203040 203041 YVIRI VIÐ 4 ·· FAX TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS FO-110· TÓRSHAVN FAROE ISLANDS YVIRI VIÐ STRONDLAWFIRM@LAWFIRM.FO 4LAWFIRM@LAWFIRM.FO · TEL 203040 FAX 203041 · ·P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO LAWFIRM@LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS WWW.LAWFIRM.FO YVIRI VIÐ STROND LAWFIRM@LAWFIRM.FO 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 WWW.LAWFIRM.FO FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS JÓGVAN PÁLL WWW.LAWFIRM.FO LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS LAWFIRM@LAWFIRM.FO JÓGVAN ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI . JÓGVAN PETUR E. EVEN DJURHUUS E. JÓGVAN PÁLL LASSENELLEFSEN ·HØJGAARD PETUR EVEN DJURHUUS WWW.LAWFIRM.FO GUNN ELLEFSEN ·M STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN PÁLL LASSEN · .IMI PETUR EVEN DJURHUUS INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNAKLETT DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN LASSEN PETUR EVEN· DJURHUUS GUNN PÁLL ELLEFSEN · M·IMI STEINTÓRSDÓTTIR JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD JULIANNA KLETT JULIANNA KLETT GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR JULIANNA KLETT 20
21
Neon Cup á jólum 20. og 21. desember 2023 Tá børnini fara í jólafrí fara tey ikki bara at taka sær av løttum og slappa av. Tey fara at hava møguleika at hugna sær saman við javnaldrum frá øllum landinum og at renna og nýta nakað av orku at spæla hondbólt. H71 skipar aftur í ár fyri hondbólts kapping fyri U10 og U12 – tí sonevnda Neon CUP. Hetta er hondbóltskapping har tú spælir í myrkri og til góðan tónleik. Neon lampur verða settar upp og vøllur og mál eru strikaði upp við neon tape. Bólturin er eisini neon og børnini í neon vestum og pyntaði við neon tape, og neon smyrsli og neglalakki. Tað er ein serstøk sjón at síggja, at bólturin ferðast millum nakrar vestar, tí tú sært ikki bein, høvd og armar hjá leikarunum í myrkrinum. Reglurnar eru ikki heilt tær somu sum
22
til vanligar hondbóltskappingar. 6 leikarar eru á hvørjum liði so tú spælir uttan striku sum útgangsstøði. Ikki er loyvt at halda, takla og skumpa og tú verjir bert við at stilla teg fyri ella at blokera við ørmunum. Brot á reglurnar verða sektað við brotskasti. Meldað verður til í liðum og hvørt liðið fær ein posa við neon tape v.m. so tey kunnu seta júst sítt eyðkenni á sítt lið. H71 bjóðar mat og okkurt at drekka í kantinuni til øll tey sum eru meldað til. Møguligt er eisini hjá foreldrum at keypa sær okkurt til matna og ein drekkamunn. Vit gleða okkum til at taka ímóti børn unum í Hoyvikshøllini undan jólum og vænta at í minsta lagi 200 børn koma at luttaka.
Melda til á www.atgongumerki.fo
23
SMYRILSVEGUR 10 SMYRILSVEGUR 10 TÓRSHAVN 10 SMYRILSVEGUR TÓRSHAVN TÓRSHAVN 24
25
VALLIRNIR VIÐ LØKIN OG HOYVIKSVØLLURIN UNDIR MÝRUHJALLA Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum. Í RUNAVÍKAR KOMMUNU
20
26
Einastu vallir í Føroyum sum eru 100 % endurnýtslubarir. JUTA MASTER 40/200 á EL25 Báðir FIFA QUALITY PRO góðkendir 2017-2018
27
Nýggja styrkihøli er eitt stórt framstig fyri H71 Heri Ziska
Ofta verður tikið til, at tað ikki altíð eru tær forkromaðu umstøðurnar, sum skapa úrslit, og má hetta sigast at hava verið galdandi hjá H71, har kvinnur og menn hava vant undir hálvtakinum í Hoyvíkshøllini í nógv ár. Hesa tíðina hava tey sett ein standard fyri kropsliga venjing, sum hevur verið við til, at latið hurðar upp til bæði landslið og yrkishondbólt uttanfyri landoddarnar.
Venjing undir hálvtakinum var ofta intens, tí uppmøting var altíð góð, og við liðum, sum ofta taldu væl omanfyri 20 leikarar var ikki møguligt at fáa nøktandi venjing við bara trimum stativum við tilhoyrandi stengrum og benkrum. Tí var neyðugt at deila lið upp í bólkar, sum vandu hvør sítt tíðspunkt. Hetta gav aðrar av bjóðingar, tí H71 er eitt stórt felag við nógvum liðum, har øll tey eldru liðini
Gamla høli 28
Gamla høli
hvør í sínum lag vandu styrki undir hálvtakinum. Ein onnur avmarking var gólvpláss, tí tá onnur øvilsir enn tey, sum fóru fram í ella við stativini, so var trongt á gólvinum, har onkur arbeiddi á bonki, annar lá á gólvinum og gjørdi rørslur meðan uppaftur onnur gjørdi standandi venjingar. Spælarar fingu tað at bera til, við at spjaða seg út á gongina ella inn á WC at gera øvilsir. Tá neyðugt var at flyta seg var týdningarmikið at vera varðin, annars traðkaði man á spælarar sum lógu á gólvinum og vandu. Triðja avmarkingin kom av skaðum, tí skaðar henda, og ein skaddur spælari skal venja skadda staði uppaftur, samstundis sum hann framhaldandi venur restina av kroppinum saman
við liðinum. Slík servenjing, setur serlig krøv, bæði til umstøður og pláss. Nakað sum gjørdi at spælarar til tíðir ikki fingu vant styrki við restina av liðinum eina tíð. Nýggju umstøðurnar lofta flestu av bjóðingum. Høli er í tveimum hædd um. Í erva eru tvey dupult stativ og tvey einkultstativ. Harvið kunna dupult so nógvir spælarar venja samstundis í erva, meðan eins nógvir kunnu venja í neðra har hondvektirnar saman við nýggju maskinunum nú geva munandi betri møguleika hjá spælarum at venja, eisini tá skaðin setur avmarkingar fyri einstaka spælaran. Spegil á veggjunum bæði í erva og neðra ger at spælarar nú síggja seg sjálvan venja, og harvið kunna teir 29
leypandi rætta teknikkin og harvið optimera úrtøkuna úr venjing ini samstundis sum teir minimera óhepnar rørslur, ið annars kundu ført til skaðar uppá sigt. Eisini er betong veggur bæði í erva og neðra, tískil er møguligt nú at kasta medisinbólt ar móti vegginum, og harvið fáa plyometriska (“lop-venjing”) fyri yvir
kroppin. Tað er ongin ivi um at kropsliga støði í H71, við nýggju hølunum, kemur at taka eitt trin upp, ikki bara hjá teimum vaksnu, men eisini hjá teimum yngru, sum nú kunnu ganga beint inn úr høllini at hyggja meðan teir vaksnu venja.
Nýggja høli
Nýggja høli
30
Nýggja høli
Nýggja høli
31
32
OKKARA KJARNUØKI
GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP SKATTUR VIRKISRÁÐGEVING BÓKHALD MEIRVIRÐISGJALD Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.
WWW.JANUAR.FO
Tak appina niður her
Fyll á og koyr víðari
appin 33
SANSIR
Heildarloysnir frá ArtiCon HOTEL BRANDAN
Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo
34
Follow us Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320
Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300
Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399
Niels Finsensgøta 5, 100, Tórshavn, 355310 @theathletesfoottorshavn 35
Heinta 2 fyri 1 appina niður her
Fartelefonhald við fleiri fyrimunum frá Nema Nema kundar kunnu við 2 fyri 1 appini bjóða einum vini í biograf, bovla, eta burgara, og nógv annað púrasta frítt.
2 fyri 1 Biografur
2 fyri 1 Burgara
www.nema.fo I Tlf. 20 20 20 I nema@nema.fo
36
2 fyri 1 Bovling
Frítíðin byrjar umborð
Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.
Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.
Les meira á www.smyrilline.fo, skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900
37
Grøntbústaðarlán Hevur tú bústað við grønari orkuskipan, t.d. jarðhita, fjarhita ella hitapumpu, er Grøna bústaðarlánið ein góð og bílig loysn. Við Grøna bústaðarláninum fært tú lægri rentu. Tú kanst leggja títt vanliga Bústaðarlán um til eitt Grønt bústaðarlán, um bústaðurin hevur grøna orkuskipan. Lánið hevur broytiliga rentu og fasta afturgjaldstíð. Les meira á ns.fo.
Norðoya Sparikassi Hoyvíksvegur 67 FO-100 Tórshavn Tel. +298 475000 ns@ns.fo ns.fo
38
39
hiddenfjord.com
40
41
Kom og royn okkara
BBQ Spare Ribs
Bílegg borð á
angus.fo 42
Brekkutún 4 | 188 Hoyvík | Tel. +298 30 88 00 | torshavn@samskip.com | www.samskip.fo
TÍTT FLUTNINGSFELAG 43