H71-Faldari 1- 2024/2025

Page 1


12. og 13. oktober 2024 kl. 19.00 - Høllin á Hálsi

H71 - Cyview Developers Latsia

1 / 2024

ODDAGREIN

LEIKÁRIÐ BYRJAÐ

Leikárið 2024/25 í føroysku hondboltskappingini er byrjað og sita tygum við fyrsta faldaranum hjá H71 fyri hetta leikár. Henda leikskrá er nú komin út á hvørjum ári síðani leikárið 1997/98 og eru vit soleiðis sera fegin um á 28. ári umvegis leikskrá felagsins at kunna bjóða tygum innlit í hvat fyriferst í felagnum og hvussu barometurstøðan annars er hjá fremstu liðum okkara í landskappingini.

Hóparnir hjá monnum og kvinnum okkara eru komnir uppá pláss og má sigast at hetta er nakað hitt sama sum undanfarin ár. Hjá kvinnunum hava vit haft eina styrkjandi venjara og leikaratilgongd, serliga við at Gilli Lorentzen er settur

Mynd: Álvur Haraldsen / in.fo

sum hjálparvenjari og Maria Hallsdóttir er aftur í leikarahópinum. Onkrir leikarar hava funnið vegin aftur heim til Hoyvíkar og styrkja er eisini komin av flatlondum.

Samanumtikið, so sær hópurin góður og sterkur út hjá kvinnunum og vænta vit okkum avgjørt eitt betri leikár enn í fjør, har vit hvørki rukku finaluni í lands- ella steypakappingini.

Hjá monnunum, er støðan hin sama sum undanfarin ár. Berandi kreftirnar í hópinum frá júst lokna leikárinum er seldur av landinum og vit standa eftir og skulu byggja upp aftur av nýggjum. Sveinur Olafsson er soleiðis farin til Afturelding í Íslandi at leika, Ísak Vedelsbøl er farin til Savehof í Svøríki og Bogi Hansen til

FIF í Keypmannahavn. Tó so, vit hava avgjørt fingið nýggjar (og góðar gamlara) kreftir inn aftur í hópin í ár. Soleiðis hevur

Helgi Hoydal valt at venda nøsina heim aftur á klettarnar og skal hann soleiðis avloysa Ísak á strikuni og í miðverjuni.

Eisini hevur Ári Jógvansson valt at taka eitt tørn fyri felagið og fegnast vit avgjørt um tað. Umframt er Jákup Egholm

komin heim frá eftirskúla og styrkir hann munandi um høgra vongin í álopinum. Venjaratoymið er hitt sama og hópurin

annars hin sami, tó eitt ár eldri, so útlitini síggja ikki so galin út. Lat meg siga tað soleiðis, at tá vit við einum skerdum hópi av unglingum megnaðu at vinna FM í fjør, so er ilt at siga hvussu langt hópurin í ár røkkur.

Kvinnurnar hava leikt fimm tey fyrstu leikumførini. Mótstøðan hevur at byrja við verið úr lakara endanum á styrkistalvuni og hava vit soleiðis vunnið rættuliga sannførandi á EB, VB og Stjørnuni. Á EB vunnu vit 39­22, á VB 39­20 og á

Stjørnuni 36­25. Við støði í hesum trimum dystum var ilt at meta um veruligu styrkina hjá liðinum, tó so, at sluppu tær veruliga at royna seg ímóti Kyndli og strandingum. Kyndladystin gloyma vit sum skjótast, men fegnast vit um tvey stig ímóti strandingum. Eftir hesar tveir komandi dystirnar ber betur til at meta um liðið.

Eisini eru fýra leikumfør í fremstu deildini hjá monnum longu leikt. Í tveimum fyrstu heimadystunum ímóti ávikavist KÍF og

Team Klaksvík vunnu vit báðar dystirnar. Fyrst tepran sigur 29­28 á KÍF og síðani ein nakað greiðari sigur við 29 – 26 á

Team Klaksvík. Ein útidyst hava vit leikt, nevniliga ímóti Kyndli á Hálsi og har taptu vit 28 – 26. Vit eru nakað skerdir í løtuni í og við at bæði Helgi Hoydal og Helgi Poulsen eru skaddir. Væntandi er Helgi Hoydal klárur um nakrar vikur. Verri stendur til hjá Helga Poulsen, ið vit neyvan síggja aftur á vøllinum hetta leikárið.

Mynd: Álvur Haraldsen / in.fo

Akranesgøta 5 · Tórshavn · tel. 35 45 00

FORD, VOLVO OG MAZDA Í FØROYUM

Saman flyta vit mørk

#errinhøvuðsstuðul

SÚKKLA FYRI EUROPA CUP

og so at fáa fólk at tekna seg fyri so og so nógvum stuðli fyri hvønn súkklaðan kilometur, er ikki ókent, og eisini kenna vit til stuðulsrenning,stuðulssvimjing og onnur líknandi tiltøk. Akkurát hetta við súkklingini hevur H71 funnið sær íblástur til frá danska hondbóltsfelagnum, Skjern Håndbold, sum hevur havt slíka stuðulssúkkling í eini 12 ár.

Í ár verður súkklutiltakið 12. okt. 2024 - sama dag, sum okkara kvinnur fyrra dystin

ímóti Cyview Developers

Latsiaa í høllini á Hálsi.

– Tankin er, at hetta skal vera afturvendandi tiltak, ið skal stuðla europeiska hondbóltinum hjá H71.

Tað sigur Petur Mittún, ið saman við Petur Even Djurhuus, Hendrik Egholm, Halli Danielsen, René Dahl Olesen og Christian Nagata hava arbeitt við hugskotinum, so tað hevur ein form og eitt innihald, ið minnir nógv um tað, ið gjørt

– Hugskotið gongur út uppá, at vit fáa nøkur fólk at súkkla í ein tíma, og so skulu tey fara út at finna sær stuðlar, ið vilja rinda eina upphædd fyri hvønn kilometur, tey súkkla. Vit hava fingið bæði menn og kvinnur at súkkla og hesi hava fingið fyritøkur og fólk úr øllum landinum at stuðla sær.

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu fólk finna sær stuðlar, men her eru nøkur, ið fara eftir fyritøkum, onnur eftir privatpersónum, og so uppaftur onnur, ið kanska royna at finna stuðlar millum bæði fyritøkur og privatpersónar.

Súkklararnir møta í Burn á Berjabrekku klokkan 15.00, har tey gera klárt, stilla súkklurnar inn og hvat tey nú einaferð skulu gera áðrenn, og so hava tey eina súkklu í part frá klokkan 15.30 til 16.30, tá ið kilometrarnir telja, greiðir Petur frá. Tá ið liðugt er, fara fólk oman í høllina á Hálsi til dyst, og H71 bjóðar ein góðan bita aftaná.

- Rúni Vang Poulsen

- Mortan Carlsen

- Christianna Joensen

- Jónrit Marinardóttir

- Rói Joensen

- Tulla Arge

- Petrina Maria Berg

- Annika á Steig Egholm

- Jógvan Larsen

- Høgni Vilhelmsen

- Viggo Johannesen

- Herdis Ludvig

- Lena Ziskason

- Niels Mortensen

- Eyðrið Mortensen

- Petur Even Djurhuus

- Pól Huus

- Óli Samró

- Andras Poulsen

- Sámal Sivertsen

- Ann Ellefsen

- Jákup av Skarði

- Bjarni Beder

- Kristianna Winther Poulsen

- Petur Skeel Dahl

- Mourits Joensen

Okkara hondbóltsstjørnur

Ísak Vedelsbøl

Ísak Vedelsbøl

Eg trívist sera væl her í Svøriki. Fólkini her hava tikið væl í móti mær og gjørt tað sera lætt fyri meg at koma inn á eitt nýtt lið, og umhvørvið. Hetta er jú stórt fyri meg at flyta til eitt heilt nýtt land til eitt nýtt mál og har man ikki kennir nakran.

Mínir gerandisdagar eru ymiskir. Vit venja 2 venjingar uppá ein dag, so tað er tíðliga upp at eta og gera seg kláran til fyrstu venjing sum altíð er styrkivenjing, so aftana venjing fari eg heim at slappa av eina løtu og hyggja eftur seriu, ella ringja til onkran har heima, tí sjálvt um eg havi tað gott her, so longist eg heim hvønn dag. So eina løtu seinni fari eg aftur í høllina til hondboltsvenjing. Og tá venjing er liðug gera eg og Óli ofta mat saman, og so aftana vit hava etið so hyggja vit eftir onkrum ítrótti í sjonvarpi­

num ella spæla telduspøl.

Allir dagar eru ymiskir, so onkrar dagar hava vit ein “frídag” har vit bara venja styrki og ongan hondbólt, so kunnu vit nakrir á liðinum fara finna uppá okkurt t.d. sum padel.

Vit venja sera ymiskt. Tá vit bara hava ein dyst í vikuni so venja vit allar dagar uttan mikudag og tvær felags styrkivenjingar eyka eisini, og so kann man sjálvur venja styrki úyvvir tey fastu pasuni vit hava.

Hava vit fleiri dystir i vikuni venja vit minni, og tá eru venjingarnar meira róliga og taktiskar fyri at betra um hondboltsevnini og tað taktiska, men at halda orkuna. Okkurt av okkara venjingum her líkjast venjingunum í Hoyvik. Nógv taktiskt á einari síðu men eisini nógv uppá 2 mál við høgari ferð.

Felagið og viðhaldsfólkini hava tikið væl í móti mær. Til tann fyrsta dystin í heimahøllini var tað eitt lítið tiltak gjørt, soleiðis at allir teir nýggju leikarnir skuldu renna inn síðst og so blivu vit kunngjørdir sindur eyðka tann dagin í munn til hinar. Men tey hava tikið væl í móti mær og eg føli meg sera væl í felaginum.

Tað er sera ørðvísi at spæla í Svøriki enn at at spæla heima í Føroyum. Tað eru fleiri lið í deildini so man spælir ikki bara ímóti teimum somu fimm liðunum. Tað er longur at koyra til dystirnar. Tað tók max 1 tíma at koma úr Hoyvik til onkra høll, men her í Svøriki kann tað taka uml. 4­5 tímar. Og er tað til europa dystirnar, tá vit skulu flygva til onnur lond fyri at spæla dystir. Støðið er væl hægri enn í Føroyum so tað ger tað at man má fokusera sindur eyka væl í hvørja aktion og geva

seg 20­30% meira í tey ymisku tingini fyri at kunna vera við á sama støði.

Skapandi, mennandi, kveikjandi

Trygg fíggjarstýring

Rúna Jógvansdóttir Larsen

Elsa Egholm

Marta Agnarsdóttir Højgaard

Anna Elisabeth H. Weyhe

Karin Egholm

Karina Debes Heinesen

Silja Geirsdóttir Eystberg

Lukka Arge

Alda av Skar∂i

Inga Maria Joensen

Tóra Róadóttir

Maria Beder

Maria Halsdóttir Weyhe

Karin Fossabrúgv

Sóley Vinther

Karin Holm Simonsen

Fjóla Skaalum Vilhelm

Lea Sesilia Lava Brockie

Sára Berg á Lag

Sára Vedelsbøl

Sofie Kornelius

Brynhild Pálsdóttir

Anita Dahl

Elida Joensen

Gu∂ri∂ Bogadóttir á Borg

Venjari: Hjálparvenjari:

Mathias Rettig

Gilli Lorenzen

Lydia Jacobsen Ári Egason Dam

Ingilín Holm

Sebastian Christensen Jens á Skipagøtu

SMS KAPPINGIN - KVINNUR

Torstein Sivertsen

Helgi Hildarson Hoydal

Louis Christy

Rói Seyer Hjaltason

Jón Rói Mohr Høgnesen

Hans Kári Hansen

Ingi Johannesen

Haraldur Karlsson

Rógvi Persson

Sjúrður Seyer Hjaltason

Helgi Jakob Halldorsson

Jákup Egholm

Ári Jógvansson Olsen

Andras Klein

Høgni Højsted

John Skaalum Vilhelm

William N. Djurhuus

Hilmar Leon Jakobsen

Høgni Heinason

Rókur Ziskason

Sakarias Aniano Sakarisson

Magnus Carlsen

Brian Slyne

Suni Dalsgaard

Jón Midjord

Julian Joensen

Jógvan Andrias Lamhauge

Venjari: Venjari: Málmansvenjari / Mentalvenvari: Styrkivenjari:

Mark Marcher Djóni Gaard Joensen

Jens á Skipagøtu

Heri Ziska

Sebastian Christiansen

BURN KAPPINGIN - MENN

GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA

»GOTT ER

AT

HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LUKAS DEBESARGØTA 8 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

WWW.LAWFIRM.FO

FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

WWW.LAWFIRM.FO

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

LAWFIRM@LAWFIRM.FO

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

GUNN ELLEFSEN · M

WWW.LAWFIRM.FO

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN INGI HØJGAARD . GUNN ELLEFSEN

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

GUNN ELLEFSEN · M

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

JULIANNA KLETT

GUNN ELLEFSEN · M

JULIANNA KLETT

IMI STEINTÓRSDÓTTIR

JULIANNA KLETT

H71 aftur í altjóða kapping

Kvinnurnar og menninir eru eftir hondini fastir gestir í triðbestu evropeisku kappingini, EHF European-Cup.

Aftur í ár gera liðini seg til reiðar at vísa seg fram ímóti sterkari mótstøðu.

Kvinnurnar fyrst

Fyrst skulu kvinnurnar í eldin. Tað verður kypriotiska liðið CY Developers Latsia sum kemur til Føroya vikuskiftið 12. og 13. oktober. Tað er ilt at meta um í hvørjum standi kypriotiska liðið er í, tí at kappingin hjá teimum er ikki farin í gongd enn.

Sum eg skilji tað, er tað tí at tey spæla nógv strandarhondbólt í Kypros. Tað ger at kappingin ikki byrjar fyrr enn í november, sigur Mathias

Rettig, venjari hjá kvinnunum.

Cy Developers Latsia gjørdist meistari í kypriotisku deildini í fjør. Liðið er blandað av eldi og yngri leikarum,

sæst á listanum sum tey hava latið evropeisku hondbóltssamgonguni.

Har eru íslett av útlendskum leikarum á liðnum hjá teimum. Onkur rumeni, ein serbi og ein úr Russlandi. Tað er kortini ringt at finna tilfar um liðið hjá teimum, so fokus verður fyri tað mesta á okkum, sigur Mathias, og heldur fram:

Av tí tilfarinum vit hava sæð, kunnu vit siga at tær spæla hondbólt á ein hátt sum vit ikki eru von at síggja í okkara deild.

Kvinnurnar hjá H71 hava havt eina góða byrjan upp á kappingarárið higartil, og venjarin vónar at tær halda

á at leggja afturat fram ímóti evropadystunum. Venjarin leggur dent á at liðið hevur eina góða breidd sum er umráðandi fyri slíkar dystir.

Vit leggja okkum eftir at skapa eitt gott úrslit í fyrsta dystinum, og síðan kunnu vit justera til dystin dagin eftir, sigur venjarin.

Hóast tað er trupult at meta um hvør mótstøðan verður, er málið at koma víðari í kappingini. Venjarin, sum er uppvaksin á Fjóni í Danmark, sigur tað er umráðandi bæði ítróttarliga, men eisini av øðrum orsøkum.

Tað er nakað kalt at vera í Føroyum allan veturin, so málið er at eg sleppi at ferðast. Vónandi til eitt land har hitastigini ovaligari enn her, sigur hann flennandi.

Menninir møta kendari mótstøðu í Italia

Italska liðið Brixen, sum menninir møta, var í Føroyum í fjør. Teir spældu ímóti vestmenningum í somu kapping, har teir vunnu tepurt báðar dystirnar. Tað sigur okkum at mótstøðan er góð.

Hetta er fimtu ferð at menninir hjá H71 luttaka í EHF European­Cup kappingini, og tað er enn ikki eydnast at spæla okkum víðari í kappingini.

Vit fara ikki at seta okkum nakað mál um at koma víðari, men sjálvandi vóna vit at tað fer at eydnast. Vit hava havt eina svingandi byrjan upp á kappingina, so í løtuni verður

ikki hugsað nógv longri enn til næsta dyst, sigur Djóni Gaard Joensen.

Høvuðsorsøkin til at vit fara í evropeiska kapping er fyri at menna felagið.

Leikarar, venjarar og felagið sum heild. Vit royna at professionalisera felagið støðugt, og vit hava sæð higartil at luttøka í Evropa hevur givið góð úrslit higartil.

Endamálið er eisini at fáa ein seriøsitet sum kann eggja leikarum til at kýta seg í byrjanini av kappingarárinum. Við leistinum sum er í landskappingini fáa vit kærkomnar royndir sum eru við til at menna okkum ígjøgnum alt hondbóltsárið, sigur Djóni Gaard Joensen, venjari og ítróttarstjóri í H71.

Venjarin vil ikki siga ov nógv um mótstøðuna, tí at fyrireikingarnar nú snúgva seg mest um at menna spælið soleiðis at tað verður kappingarført til restina av kappingini.

Vit hyggja mest eftir okkum sjálvum í løtuni, tí at spælið hjá okkum ikki hevur verið av tí besta higartil kappingini. Tað er umráðandi, eisini fyri eitt gott úrslit ímóti Brixen, at vit hava fokus á okkum sjálvar, og menna spælið soleiðis at tað riggar í fleiri dystum í trekk, og ikki bert í einum dysti.

Kortini kunnu vit meta um onkur ting út frá tí sum vit vita um mótstøðuna. Brixen er eitt lið sum skorar nógv mál. Tað er ikki óvanligt at teir skora

væl omanfyri 30 mál í dystunum teir hava leikt higartil í ár. Italskur hondbóltur hevur verið í rívandi menning seinastu árini, og tað sæst millum annað aftur á A­landsliðnum har teir støðugt gera góð úrslit. Venjarin hjá H71 kennir eisini onkur andlit aftur tá hann hyggur eftir leikaralistanum hjá italiumonnum.

Har eru leikarar sum eg kenni aftur úr kappingunum hjá ungdómslandsliðunum seinastu árini. Tveir av teimum vóru til U18 EM, og ein teirra var við á U20 landsliðnum hjá Italia í summar, sigur Djóni Gaard Joensen. Spælið hjá Brixen gongur skjótt fyri seg, men teir hava ikki tað stóru breiddina á liðnum. Liðið liggur í løtuni nummar 6 í deildini við 4 stigum. Teir hava vunnið tveir og tapt tveir dystir.

Vit síggja at teir ikki hava fullan lista av leikarum sum eru meldaðir til kappingina, og av og á spæla teir við tveimum strikum uttan at taka

málverjan út, sum er heldur óvanligt at síggja nú á døgum, sigur hann.

Báðir dystirnir verða spældir í býnum Brixen í Italia. Býurin liggur í Norðuritalia tætt við markið til Eysturríki, eisini nevnt Suðurtyrol. Á italskum verður býurin róptur Bressanone, men tey flestu í býnum tosa týskt. Tað eru umleið fýra ferðir so nógvir íbúgvar sum í Hoyvík. Seinasta teljingin í 2020 vísti at tað eru umleið 22.000 íbúgvar í Brixen. Fyri uttan at spæla hondbólt dámar teimum væl at standa á skí. Býurin er kendur fyri serliga góð skíresort.

KOYR Á HOYVÍK

Rósing Rasmussen, adv. Kristoffur Kristoffersen, adv.ft.

HOYVIKSVØLLURIN

Fyrsti FIFA QUALETY PRO góðkendur vøllur í Føroyum.

JUTA MASTER 40/200 á EL25

Lætt og stuttligt

Gjaldskort Fígging

FramtíðarKonta

GRANNSKOÐAN ROKNSKAPARHJÁLP

SKATTUR

VIRKISRÁÐGEVING

BÓKHALD

MEIRVIRÐISGJALD

Skalt tú meta um framtíðina, mást tú kenna fortíðina.

Tak appina niður her

Fyll á og koyr víðari

Follow us

Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320

Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300

Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399

Heinta 2 fyri 1 appina niður her

Fartelefonhald

Nema kundar kunnu við 2 fyri 1 appini bjóða einum vini í biograf, bovla, eta burgara, og nógv annað púrasta frítt.

2 fyri 1

2 fyri 1

www.nema.fo I Tlf. 20 20 20 I nema@nema.fo

2 fyri 1

Biografur
Burgara
Bovling

Frítíðin byrjar umborð

Lætt og ómakaleyst ber til at koyra bæði Danmark, Ísland og alt Evropa upp og niður, júst tá passar tær. Við egnum bili er alt nógv lættari. Pakka viðførið í bilin, koyr umborð og njót ferðina.

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí, leingi áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Umborð á Norrönu kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.

Les meira á www.smyrilline.fo , skriva til booking@smyrilline.fo ella ring 345900

hidden ord.com

Kom og royn okkara

BBQ Spare Ribs

Bílegg borð á

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.
H71-Faldari 1- 2024/2025 by H71-hoyvik - Issuu